Romverjar

8:9

But ye are not in the flesh, but in the Spirit, if so be that the Spirit of God dwell in you. Now if any man have not the Spirit of Christ, he is none of his. (KJB)

Men tit eru ikki í kjøtinum, men í Andanum, um so veri, at Guðs Andi dvøljist í tykkum. Nú, um nakar maður havi ikki Anda Christs, hann er ikki ein av hansara. (FKJ)

Tó, tit eru ikki í holdinum, men í Andanum - so satt sum Andi Guds býr í tykkum. Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til. (VD)

Men tit eru ikki í holdinum, men í andanum, so framt sum andi Guðs býr í tykkum; men hevur einhvør ikki anda Krists, tá hoyrir hann ikki honum til. (JD)

Romverjar

8:17

And if children, then heirs; heirs of God, and joint-heirs with Christ; if so be that we suffer with him, that we may be also glorified together. (KJB)

Og um børn, tá arvingar; arvingar hjá Guði, og samarvingar við Christi; um so veri, at vit líða við honum, at vit mega verða eisini dýrðmettir saman. (FKJ)

Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar - so satt sum vit líða við Honum, fyri at vit eisini skulu verða dýrmett við Honum. (VD)

Men eru vit børn, tá eru vit eisini arvingar, og tað Guðs arvingar, og Krists samarvingar, so framt sum vit líða við honum, til tess at vit eisini skulu verða dýrmett við honum. (JD)

Fyrra

Corinthbræv

15:2

By which also ye are saved, if ye keep in memory what I preached unto you, unless ye have believed in vain. (KJB)

Viðˆ hvørjum eisini tit verða frelstir, um tit haldi í minni hvat eg prædikaði tykkum, uttan so tit havi trúð til einkiðs. (FKJ)

sum tit eisini verða frelstir við - so satt sum tit halda fast við orðini, ið eg kunngjørdi tykkum tað í - annars trúðu tit til einkis! (VD)


Samanber gjølla við King James

sum tit eisini verða frelstir við, um tit halda fast við orðið, sum eg boðaði tykkum gleðiboðskapin við, - uttan so skuldi verið, at tit hava trúð til einkis. (JD)

Galatarar

6:9

And let us not be weary in well doing: for in due season we shall reap, if we faint not. (KJB)

Og latum oss ei troyttast í vælgering: tí at á rættari tíð skulu vit heysta, um vit maktist ei. (FKJ)

Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat. (VD)

Men latum okkum ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast. (JD)

Ephesarar

4:21


If so be that ye have heard him, and have been taught by him, as the truth is in Jesus: (KJB)

Um so veri, at tit hava hoyrt hann, og eru vorðnir lærdir av honum, sum sannleikin er í Jesusi: (FKJ)

so satt sum tit hava hoyrt um Hann og eru upplærd í Honum, soleiðis sum sannleiki er í Jesusi - (VD)

um tit annars hava hoyrt um hann og eru upplærdir í honum, soleiðis sum sannleikin er í Jesusi: (JD)

Colossensarar

1:23

If ye continue in the faith grounded and settled, and be not moved away from the hope of the gospel, which ye have heard, and which was preached to every creature which is under heaven; whereof I Paul am made a minister; (KJB)

Um tit haldi áfram í trúnni grundfestir og støðugir, og verði ikki fluttir burtur frá vón gleðiboðskaparins, sum tit hava hoyrt, og sum varð prædikaður fyri hvørjum skapningi sum er undir himni; hjá hvørjum eg, Paulus, eri gjørdur ein tænari; (FKJ)

- so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfest og føst, og lata tykkum ikki vika frá vónini í evangeliinum, sum tit hava hoyrt, sum er prædikað fyri øllum skapninginum undir himli, og hvørs tænari eg, Paulus, eri vorðin. (VD)

so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfestir og fastir, og ikki lata tykkum vika frá vónini í tí gleðiboðskapi, sum tit hava hoyrt, sum er boðaður fyri øllum skapninginum undir himninum, og sum eg, Paulus, eri vorðin tænari hjá. (JD)

Fyrra

Thessalon.

3:8

For now we live, if ye stand fast in the Lord. (KJB)

Tí at nú liva vit, um tit standa fastir í Harranum. (FKJ)

Tí nú liva vit, táið tit standa fastir í Harranum. (VD)

Tí at nú liva vit, tá ið tit standa fastir í Harranum. (JD)

Fyrra

Thessalon.

4:14

For if we believe that Jesus died and rose again, even so them also which sleep in Jesus will God bring with him. (KJB)

Tí at um vit trúgva, at Jesus doyði og reis aftur, enntá so teir eisini, sum sova í Jesusi, vil Guð føra við honum. (FKJ)

so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum. (VD)

Tí at um vit trúgva tí, at Jesus er deyður og risin upp, tá skal Guð eisini somuleiðis við Jesusi leiða tey fram, sum sovnað eru burtur, saman við honum. (JD)

Fyrra

Timotheusarb.

2:15

Notwithstanding she shall be saved in childbearing, if they continue in faith and charity and holiness with sobriety. (KJB)

Hóast hetta, hon skal verða frelst í barnsføðing, um tær haldi áfram í trúgv og vælvild og heilagleika við hóvsemi. (FKJ)

Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, so satt sum tær verða verandi í trúgv, kærleika og heilagleika við siðprýði. (VD)

Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, um tær verða standandi í trúgv og kærleika og heilagleika við hóvsemi. (JD)

Hebrearar

3:6

But Christ as a son over his own house; whose house are we, if we hold fast the confidence and the rejoicing of the hope firm unto the end. (KJB)

Men Christus sum sonur yvir egna húsi hansara; hvørs hús vit eru, um vit halda fast treystið og fagnaðin av vónini óvikaðum framat endanum. (FKJ)

men Kristus er tað sum Sonur yvir húsi Hansara. Og hús Hansara eru vit - so satt sum vit halda dirvinum og vónini, ið vit rósa okkum av, føstum líka til endan. (VD)

men Kristus er tað eins og sonur yvir húsi hansara; og hús hansara eru vit, so framt vit fasthalda frímóðinum og vónini, sum vit rósa okkum av, óvikaðum líka til endans. (JD)

Hebrearar

3:14

For we are made partakers of Christ, if we hold the beginning of our confidence stedfast unto the end; (KJB)

Tí at vit eru gjørdir luttakarar í Christi, um vit haldi byrjanina av okkara treysti støðufast framat endanum; (FKJ)

Tí vit hava fingið lut við Kristusi, so satt sum vit halda hini fyrstu, fullu vissu okkara óvikaðari líka til endan. (VD)

Tí at vit eru vorðnir luttiknir í Kristi, so framt sum vit fasthalda óvikaðum líka til endans treysti okkara, soleiðis sum tað var í fyrstuni. (JD)

Fyrra

Pætursbræv

2:3

If so be ye have tasted that the Lord is gracious. (KJB)

Um so veri, at tit havi smakkað, at Harrin er náðisamur. (FKJ)

- so satt sum tit hava smakkað, at Harrin er góður! (VD)

um tað er so, at tit hava smakkað, at Harrin er góður. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg









Í Gerningum Apostlanna lesa vit at Paulus og Barnabas formanaðu lærusveinarnar um at halda áfram í trúnni:


(Tað er also nakað sum eitur at halda áfram í trúnni)


 Støðufestandi sálirnar hjá lærusveinunum, og formanandi teir at halda áfram í trúnni,

og at vit mugu gjøgnum mikla trongslu ganga inn í kongadømi Guðs. Apg. 14:22

Judas

1:3


Act 14:22

Beloved, when I gave all diligence to write unto you of the common salvation, it was needful for me to write unto you, and exhort you that ye should earnestly contend for the faith which was once delivered unto the saints. (KJB)

Háttelskaðu, tá ið eg veitti allan íðinskap at skriva tykkum um hina felags frelsu, var tað neyðturviligt hjá mær at skriva tykkum, og formana tykkum, at tit skuldu álvarsamligani stríða fyri trúnni, sum varð einaferð fingin teimum heilagu. (FKJ)

Tit elskaðu! Táið mær lá nógv á hjarta at skriva til tykkara um felags frelsu okkara, sá eg meg noyddan at skriva til tykkara við áminning um at berjast fyri trúnni, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur. (VD)


Samanber gjølla við King James

Elskaðu tit; tá ið tað var mær ógvuliga nógv um at gera at skriva til tykkara um okkara felags frelsu, helt eg meg vera noyddan til at skriva til tykkara at minna tykkum um at stríðast fyri teirri trúgv, sum eina ferð fyri allar er fingin hinum heilagu. (JD)


Paulus ávarar brøðurnar í Galatiu:


 Tí at hann, sum sáar til kjøt sítt, skal av kjøtinum heysta spilling ; men hann,

sum sáar til Andan, skal av Andanum heysta ævigtvarandi lív. Gal. 6:8

Galatarar

6:8

For he that soweth to his flesh shall of the flesh reap corruption; but he that soweth to the Spirit shall of the Spirit reap life everlasting. (KJB)

Tí at hann, sum sáar til kjøt sítt, skal av kjøtinum heysta spilling ; men hann, sum sáar til Andan, skal av Andanum heysta ævigtvarandi lív. (FKJ)

Tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta oyðing; men tann, sum sáar í Andanum, skal av Andanum heysta ævigt lív. (VD)

Tí at tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta týning; men tann, sum sáar í andanum, skal av andanum heysta ævigt lív. (JD)

Galatarar

6:9

And let us not be weary in well doing: for in due season we shall reap, if we faint not. (KJB)

Og latum oss ei troyttast í vælgering: tí at á rættari tíð skulu vit heysta, um vit maktist ei. (FKJ)

Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat. (VD)

Men latum okkum ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast. (JD)

DEN DANSKE ORDBOG, Opslag: såfremt


såfremt:

 under forudsætning af at; på den betingelse at

DEN DANSKE ORDBOG, Opslag: så sandt som


så sandt som:

bruges for at forsikre om eller begrunde at noget forholder sig på en bestemt måde

Tí av náði eru tit frelstir,

gjøgnum trúgv; og tað ikki av

tykkum sjálvum : tað er gáva Guðs :

 Ikki av verkum, at ikki nakar

maður skuldi rósað sær.

(Eph 2:8-9)


Frelstir av náði gjøgnum trúgv, ikki av verkum.

Men vit síggja eisini at vit skulu halda í minni og halda fast:



Harumframt, brøður, eg kunngeri tykkum gleðiboðskapin, hvønn eg prædikaði tykkum, hvørjum tit eisini hava tikið við, og í hvørjum tit standa;

Viðˆ hvørjum eisini tit verða frelstir, um tit haldi í minni hvat eg prædikaði tykkum, uttan so tit havi trúð til einkiðs. (1Cor 15:1-2)


Men Christus sum sonur yvir egna húsi hansara; hvørs hús vit eru, um vit halda fast treystið og fagnaðin av vónini óvikaðum framat endanum. (Heb 3:6)


Tí at vit eru gjørdir luttakarar í Christi, um vit haldi byrjanina av okkara treysti støðufast framat endanum; (Heb 3:14)



Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár gjørt umvendingar føsta sodomi fótnotur Amen

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF Antioch vs Alexandria - PDF

facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri
Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher


Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA