Romverjar

1:16


For I am not ashamed of the gospel of Christ: for it is the power of God unto salvation to every one that believeth; to the Jew first, and also to the Greek. (KJB)

Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskap Christs: tí at hann er kraft Guðs til frelsu fyri hvønn tann sum trýr ; fyri Jødan fyrst, og eisini fyri Grikkan. (FKJ)

Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda - fyrst - og Grikka. (VD)

Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, bæði fyri Jøda fyrst og síðan fyri Grikka. (JD)

Romverjar

1:20


For the invisible things of him from the creation of the world are clearly seen, being understood by the things that are made, even his eternal power and Godhead; so that they are without excuse: (KJB)

Tí at hinir ósjónligu lutir hansara frá skapan veraldarinnar eru klárliga sæddir, verðandi fataðir av teim lutum sum eru gjørdir, enntá hansara ævigi máttur og Guðhøvd; so at teir eru uttan umbering: (FKJ)

Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan. (VD)

Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins, við tað at tað skilst av verkunum, - so at menn einki skulu hava at orsaka seg við, (JD)

Romverjar

1:29

Being filled with all unrighteousness, fornication, wickedness, covetousness, maliciousness; full of envy, murder, debate, deceit, malignity; whisperers, (KJB)

Verandi fyltir við allari órættvísi, siðloysi, vondsku, ágirnd, illviljaskapi; fullir av øvund, morði, trætnaði, sviki, óndskapi; teskarar, (FKJ)

- fylt upp av alskyns órættvísi, ilsku, havisjúku, óndskapi; tey eru full av øvund, morði, klandri, sviki, rangvørgum sinni; (VD)

uppfyltir av alskyns órættferð, vándsku, ágirnd, illskapi, fullir av øvund, manndrápi, klandri, sviki, illsinni, (JD)

Romverjar

1:31


Without understanding, covenantbreakers, without natural affection, implacable, unmerciful: (KJB)

Uttan skil, sáttmálabrótarar, uttan náttúrligan alsk, ósemjiligir, ómiskunnsamir: (FKJ)

skilaleys, trúleys, kærleiksleys, miskunnarleys. (VD)

óskynsamir, óálítandi, kærleiksleysir, miskunnarleysir, (JD)

Romverjar

3:25


2Pe 1:9


1Jo 2:1

Whom God hath set forth to be a propitiation through faith in his blood, to declare his righteousness for the remission of sins that are past, through the forbearance of God; (KJB)

Hvønn Guð hevur sett fram til at vera ein fyribøting gjøgnum trúgv á blóð hansara, at kunngera sína rættvísi til eftirgevingina av syndum sum eru umlidnar, gjøgnum yvirberinsemi Guðs; (FKJ)

Honum, ið Gud hevur sett fram sum náðistól við trúgv á blóð Hansara, fyri at vísa rættvísi Sína, við tað at Gud í langmóði Sínum hevði havt tol við syndunum, ið áður vóru gjørdar (VD)

hann, sum Guð setti fram í blóði hansara sum ein náðistól við trúnni, fyri at sýna rættlæti sítt, við tað at Guð í umbæri sínum hevði umborið tær syndir, sum fyrr vóru gjørdar, (JD)

Romverjar

3:31


Do we then make void the law through faith? God forbid: yea, we establish the law. (KJB)

Gera vit tá lógina ógilda gjøgnum trúgv? Guð sýti fyri: ja, vit staðfesta lógina. (FKJ)

Gera vit tá við trúnni lógina til einkis! Minni enn so! Nei, vit staðfesta lógina! (VD)

Gera vit tá lógina til einkis við trúnni? Nei, á ongum sinni; vit heldur staðfesta lógina. (JD)

Romverjar

4:1


What shall we say then that Abraham our father, as pertaining to the flesh, hath found? (KJB)

Hvat skulu vit tá siga, at Ábraham, faðir okkara, hvat kjøtinum tilhoyrir, hevur funnið? (FKJ)

Hvat skulu vit tá siga, at faðir okkara Ábraham hevur vunnið - eftir holdinum?

 (VD)

Hvat skulu vit tá siga, at Ábraham, ættarfaðir okkara, hevur vunnið eftir holdinum? (JD)

Romverjar

4:11


And he received the sign of circumcision, a seal of the righteousness of the faith which he had yet being uncircumcised: that he might be the father of all them that believe, though they be not circumcised; that righteousness might be imputed unto them also: (KJB)

Og hann móttók umskeringar-tekinið, eitt innsigli á rættvísini av trúnni sum hann hevði, verandi enn óumskorin: at hann mátti vera faðirin at øllum teim sum trúgva, tó at teir veri ikki umskornir; at rættvísi mátti verða tilroknað teimum eisini: (FKJ)

Og hann fekk umskeringar-tekinið sum innsigli trúarrættvísinnar, ið hann hevði, meðan hann var óumskorin, fyri at hann skuldi vera faðir alra teirra, sum trúgva og ikki eru umskorin, so rættvísi kann verða teimum tilroknað - (VD)

Og hann fekk umskeringar-tekinið sum innsigli á teirri trúarrættvísi, sum hann hevði, meðan hann var óumskorin, til tess at hann skuldi vera faðir at øllum teimum, sum trúgva óumskorin, fyri at rættvísi kann verða tilroknað teimum, (JD)

Romverjar

4:19


And being not weak in faith, he considered not his own body now dead, when he was about an hundred years old, neither yet the deadness of Sara's womb: (KJB)

Og ei verandi veikur í trúgv, hugleiddi hann ikki sítt likam nú deytt, tá ið hann var um hundrað ára gamalur, eiheldur tó deyðleikan av móðurlívi Sáru: (FKJ)

Og uttan at vikna í trúnni mintist hann, at hansara egna likam var eins og deytt - hann var jú tætt við 100 ár - og at móðurlív Sáru var eins og deytt. (VD)

Og ikki viknaði hann í trúnni, tó at hann hugsaði um, at hansara egna likam longu var ellismerkt, hann var tætt við hundrað ár, og at Sára var farin av barnburði. (JD)

Romverjar

5:6

For when we were yet without strength, in due time Christ died for the ungodly. (KJB)

Tí at tá ið vit vóru enn uttan styrki, til ásetta tíð Christus doyði fyri hinar ógudiligu. (FKJ)

Tí meðan vit enn vóru máttleys, doyði Kristus, táið tíðin var komin, fyri gudleys. (VD)

Tí at meðan vit enn vóru veik, doyði Kristus til ásetta tíð fyri gudleys. (JD)

Romverjar

5:8

But God commendeth his love toward us, in that, while we were yet sinners, Christ died for us. (KJB)

Men Guð viðmælir kærleika sínum mótvegis okkum, í at, meðan vit enn vóru syndarar, Christus doyði fyri okkum. (FKJ)

men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. (VD)

men Guð sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. (JD)

Romverjar

6:2


God forbid. How shall we, that are dead to sin, live any longer therein? (KJB)

Guð sýti fyri. Hvussu skulu vit, sum eru deyðir fyri synd, longur liva harí? (FKJ)

Minni enn so! Vit, sum jú eru deyð frá syndini, hvussu skulu vit enn liva í henni! (VD)

Á ongum sinni! Vit, sum eru deyð frá syndini, hvussu skuldu vit enn liva í henni? (JD)

Romverjar

6:11


Likewise reckon ye also yourselves to be dead indeed unto sin, but alive unto God through Jesus Christ our Lord. (KJB)

Líkaleiðis roknið tit eisini tykkum sjálvar at vera deyðar í roynd og veru yvirfyri synd, men livandi yvirfyri Guði gjøgnum Jesus Christ váran Harra. (FKJ)

Soleiðis skulu eisini tit rokna tykkum sum deyð frá syndini, men livandi fyri Gudi í Kristi Jesusi. (VD)

Soleiðis skulu tit eisini halda tykkum sjálv vera deyð fyri syndini, men livandi fyri Guði í Kristi Jesusi. (JD)

Romverjar

6:15


What then? shall we sin, because we are not under the law, but under grace? God forbid. (KJB)

Hvat tá? skulu vit synda, av tí at vit eru ikki undir lógini, men undir náði? Guð sýti fyri. (FKJ)

Hvat tá! Skulu vit synda, við tað at vit eru ikki undir lóg, men undir náði! Minni enn so! (VD)

Hvat tá? Eiga vit at synda, av tí at vit eru ikki undir lóg, men undir náði? Á ongum sinni! (JD)

Romverjar

6:17


But God be thanked, that ye were the servants of sin, but ye have obeyed from the heart that form of doctrine which was delivered you. (KJB)

Men Guð veri takkaður, at tit vóru tænarar syndarinnar, men tit hava lýtt frá hjartanum tí sniði av Guðslæru, sum varð fingið tykkum. (FKJ)

Men Gudi veri tøkk, at víst hava tit verið tænarar hjá syndini, men nú eru tit av hjarta vorðin tí læruhátti lýðin, sum tit vórðu givin! (VD)

Men tøkk veri Guði, at tit hava verið tænarar hjá syndini, men vórðu av hjarta lýðin tí lærdómslagi, sum tit vórðu latin yvir til, (JD)

Romverjar

7:7


What shall we say then? Is the law sin? God forbid. Nay, I had not known sin, but by the law: for I had not known lust, except the law had said, Thou shalt not covet. (KJB)

Hvat skulu vit tá siga? Er lógin synd? Guð sýti fyri. Nei, eg hevði ikki kent synd, uttan við lógini: tí at eg hevði ikki kent girnd, uttan lógin hevði sagt, Tú skalt ikki girnast. (FKJ)

Hvat skulu vit tá siga? Er lógin synd? Minni enn so! Men eg kendi ikki syndina uttan við lógini. Eg hevði ikki kent girndina, um lógin ikki segði: »Tú mást ikki girnast.« (VD)

Hvat eiga vit tá at siga? Er lógin synd? Á ongum sinni. Men eg kendi ikki syndina uttan av lógini; tí at eg hevði ikki vitað um girndina, hevði ikki lógin sagt: »Tú skalt ikki girnast.« (JD)

Romverjar

7:13

Was then that which is good made death unto me? God forbid. But sin, that it might appear sin, working death in me by that which is good; that sin by the commandment might become exceeding sinful. (KJB)

Varð tá tað, sum er gott, gjørt til deyða fyri mær? Guð sýti fyri. Men synd, at hon mátti sýnast synd, virkandi deyða í mær við tí sum er gott; at synd við boðinum mátti gerast ovurhonds syndafull. (FKJ)

Er tá tað, sum gott er, vorðið mær til deyða! Minni enn so! Nei, tað var syndin, fyri at hon skuldi vísa seg sum synd, við tað at hon við tí, sum gott er, voldi mær deyðan; soleiðis skuldi syndin við boðnum verða út av lagi syndig. (VD)

Er tá hitt góða vorðið mær til deyða? Á ongum sinni! Men tað var syndin, til tess at hon skuldi vísa seg at vera synd, við tað at hon við tí, sum gott er, voldi mær deyða, - fyri at syndin við boðorðinum skuldi verða reiðuliga syndig. (JD)

Romverjar

7:25


I thank God through Jesus Christ our Lord. So then with the mind I myself serve the law of God; but with the flesh the law of sin. (KJB)

Eg takki Guði gjøgnum Jesus Christ váran Harra. So tæni tá eg sjálvur við huganum lóg Guðs; men við kjøtinum lóg syndarinnar. (FKJ)

Gudi veri tøkk við Jesusi Kristi, Harra okkara! So tæni eg tá sjálvur við sinninum lóg Guds, men við holdinum lóg syndarinnar. (VD)

Tøkk fái Guð við Jesusi Kristi, harra okkara! - So tæni eg tá sjálvur lóg Guðs við huganum, men lóg syndarinnar við holdinum. (JD)

Romverjar

8:1


There is therefore now no condemnation to them which are in Christ Jesus, who walk not after the flesh, but after the Spirit. (KJB)

Tað er tessvegna nú eingin fordøming hjá teimum sum eru í Christi Jesusi, sum ganga ikki eftir kjøtinum, men eftir Andanum. (FKJ)

So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru. (VD)

So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. (JD)

Romverjar

8:9


But ye are not in the flesh, but in the Spirit, if so be that the Spirit of God dwell in you. Now if any man have not the Spirit of Christ, he is none of his. (KJB)

Men tit eru ikki í kjøtinum, men í Andanum, um so veri, at Guðs Andi dvøljist í tykkum. Nú, um nakar maður havi ikki Anda Christs, hann er ikki ein av hansara. (FKJ)

Tó, tit eru ikki í holdinum, men í Andanum - so satt sum Andi Guds býr í tykkum. Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til. (VD)

Men tit eru ikki í holdinum, men í andanum, so framt sum andi Guðs býr í tykkum; men hevur einhvør ikki anda Krists, tá hoyrir hann ikki honum til. (JD)

Romverjar

8:17


And if children, then heirs; heirs of God, and joint-heirs with Christ; if so be that we suffer with him, that we may be also glorified together. (KJB)

Og um børn, tá arvingar; arvingar hjá Guði, og samarvingar við Christi; um so veri, at vit líða við honum, at vit mega verða eisini dýrðmettir saman. (FKJ)

Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar - so satt sum vit líða við Honum, fyri at vit eisini skulu verða dýrmett við Honum. (VD)

Men eru vit børn, tá eru vit eisini arvingar, og tað Guðs arvingar, og Krists samarvingar, so framt sum vit líða við honum, til tess at vit eisini skulu verða dýrmett við honum. (JD)

Romverjar

8:26


Likewise the Spirit also helpeth our infirmities: for we know not what we should pray for as we ought: but the Spirit itself maketh intercession for us with groanings which cannot be uttered. (KJB)

Somuleiðis Andin eisini hjálpir okkara veikleikum: tí at vit vita ikki hvørjum vit skuldu biðja fyri, sum vit áttu: men Andin sjálvur gongur í forbøn fyri okkum við veningum, sum kunnu ikki verða mæltar. (FKJ)

So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast. (VD)

Men somuleiðis kemur eisini andin veikleika okkara til hjálpar; tí at vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, soleiðis sum tað eigur at vera gjørt; men sjálvur andin gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum. (JD)

Romverjar

8:34


Who is he that condemneth? It is Christ that died, yea rather, that is risen again, who is even at the right hand of God, who also maketh intercession for us. (KJB)

Hvør er hann sum fordømir? Tað er Christus sum doyði, ja heldur, sum er risin aftur, sum er enntá við Guðs høgru hond, sum eisini gongur í forbøn fyri okkum. (FKJ)

Hvør er tann, ið fordømir! Kristus er tann, sum deyður er, ja, tað, ið meiri er - sum er risin upp, sum er við høgru hond Guds, og sum eisini biður fyri okkum. (VD)

Hvør er tann, sum fordømir? Kristus Jesus er tann, sum deyður er, og meira enn tað, er risin upp frá deyðum, hann sum er við høgru hond Guðs, hann sum eisini gongur í forbøn fyri okkum. (JD)

Romverjar

9:28


For he will finish the work, and cut it short in righteousness: because a short work will the Lord make upon the earth. (KJB)

Tí at hann vil fullgera verkið, og skera tað stutt í rættvísi: tí eitt stutt verk vil Harrin gera uppiá jørðini. (FKJ)

Tí Harrin ger upp roknskap Sín og endar hann í skundi og skal fullføra tað á jørðini.« (VD)

tí at Harrin ger upp roknskap sín og endar hann í bræði og skal gera hann lidnan á jørðini.« (JD)

Romverjar

9:31


But Israel, which followed after the law of righteousness, hath not attained to the law of righteousness. (KJB)

Men Ísrael, sum fylgdi eftir lóg rættvísis, hevur ikki nátt til lóg rættvísis. (FKJ)

men Ísrael, sum søkti eftir rættvísilóg, náddi ikki fram til slíka lóg. (VD)

men Ísrael, sum søkti eftir lóg, sum kundi veita rættvísi, náddi ikki fram til slíka lóg. (JD)

Romverjar

9:32


Wherefore? Because they sought it not by faith, but as it were by the works of the law. For they stumbled at that stumblingstone; (KJB)

Hvørsvegna? Av tí at teir søktu hana ikki við trúgv, men sum var tað við verkum lógarinnar. Tí at teir snávaðu um handa snávingarsteinin; (FKJ)

Hví? Tí tey søktu hana ikki av trúgv, men av verkum - tey fullu um snávisteinin (VD)

Hví var tað? Tí at teir ikki søktu hana av trúgv, men av gerningum. Teir gingu seg á snávingarsteinin, (JD)

Romverjar

10:1


Brethren, my heart's desire and prayer to God for Israel is, that they might be saved. (KJB)

Brøður, mín hjartans trá og bøn til Guðs fyri Ísrael er, at teir máttu verðið frelstir. (FKJ)

Brøður! Hjartans ynski mítt og bøn mín til Gud fyri teimum er, at tey skulu verða frelst. (VD)

Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guðs, at teir mega verða frelstir. (JD)

Romverjar

10:15


And how shall they preach, except they be sent? as it is written, How beautiful are the feet of them that preach the gospel of peace, and bring glad tidings of good things! (KJB)

Og hvussu skulu teir prædika, uttan teir verði sendir? eins og skrivað stendur, Hvør fagrir eru føtur teirra sum prædika gleðiboðskap friðarins, og bera glað tíðindir um góð ting! (FKJ)

Og hvussu skulu teir prædika, uttan teir verða sendir! - sum skrivað er: »Hvussu yndisligir eru ikki føtur teirra, ið bera fram góðan boðskap!« (VD)

Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir? Soleiðis sum skrivað er: »Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleði-boðskapin um hitt góða!« (JD)

Romverjar

10:17


So then faith cometh by hearing, and hearing by the word of God. (KJB)

So kemur tá trúgv við hoyring, og hoyring við orði Guðs. (FKJ)

So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar. (VD)

So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists. (JD)

Romverjar

11:6


And if by grace, then is it no more of works: otherwise grace is no more grace. But if it be of works, then is it no more grace: otherwise work is no more work. (KJB)

Og um av náði, tá er tað ei meira av verkum: annars er náði ei meira náði. Men um tað veri av verkum, tá er tað ei meira náði: annars er verk ei meira verk. (FKJ)

Men er tað av náði, so er tað ikki longur av verkum - annars verður náðin ikki náði longur. (VD)

Men er tað av náði, tá er tað ikki longur av gerningum, annars verður náðin ikki longur náði. (JD)

Romverjar

11:11


I say then, Have they stumbled that they should fall? God forbid: but rather through their fall salvation is come unto the Gentiles, for to provoke them to jealousy. (KJB)

Eg sigi tá, Hava teir snávað, at teir skuldu falla? Guð sýti fyri: men heldur gjøgnum teirra fall er frelsa komin til Heidninganna, fyri at eggja teir til ástbrelnis. (FKJ)

Eg spyrji nú: Hava tey tá snávað fyri at falla? Minni enn so! Nei, við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at hetta skuldi vekja tey til álvara. (VD)

Eg sigi tí: »Snávaðu teir tá, til tess at teir skuldu falla? Á ongum sinni! Men við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at tað skuldi vekja teir til ágrýtnis. (JD)

Romverjar

11:22


Behold therefore the goodness and severity of God: on them which fell, severity; but toward thee, goodness, if thou continue in his goodness: otherwise thou also shalt be cut off. (KJB)

Síggið tí góðsku og strangleika Guðs: á teir sum fullu, strangleika; men mótvegis tær, góðsku, um tú haldi áfram í góðsku hansara: annars skalt tú eisini verða høgdur av. (FKJ)

Hygg tá góðska og strangleiki Guds: Yvir teimum, ið fullu, er strangleiki, men yvir tær er góðska Guds, um tú verður verandi í góðsku Hansara; annars skalt eisini tú verða høgdur av. (VD)

Sí tá góðsku Guðs og strangleika: strangleika móti teimum, sum falnir eru, men Guðs góðsku móti tær, um tú verður verandi í góðskuni; annars verður tú eisini høgdur av. (JD)

Romverjar

11:30


For as ye in times past have not believed God, yet have now obtained mercy through their unbelief: (KJB)

Tí at eins og tit í umlidnum tíðum hava ikki trúð Guði, tó nú hava lutast miskunn gjøgnum teirra vantrúgv: (FKJ)

Eins og tit áður vóru Gudi ólýðin, men hava nú fingið miskunn, við tað at hesi vóru ólýðin, (VD)

Tí at eins og tit áður vóru Guði ólýdnir, men nú hava fingið miskunn við ólýdni teirra, (JD)

Romverjar

11:31


Even so have these also now not believed, that through your mercy they also may obtain mercy. (KJB)

Enntá soleiðis hava hesir eisini nú ikki trúð, at gjøgnum tykkara miskunn teir eisini mega lutast miskunn. (FKJ)

soleiðis hava nú eisini hesi verið ólýðin, fyri at tey, við teirri miskunn, ið tykkum er fallin í lut, eisini skulu fáa miskunn. (VD)

soleiðis eru teir nú eisini vorðnir ólýdnir, fyri at eisini teir skulu fáa miskunn við teirri miskunn, sum tykkum er veitt; (JD)

Romverjar

11:32


For God hath concluded them all in unbelief, that he might have mercy upon all. (KJB)

Tí at Guð hevur innilokað teir allar í vantrúgv, fyri at hann mátti hava miskunn yvir allar. (FKJ)

Tí Gud hevur givið tey øll upp til ólýdni, so Hann kundi miskunna teimum øllum. (VD)

tí at Guð hevur givið teir allar ólýdninum í vald, fyri at hann kundi miskunna teir allar. (JD)

Romverjar

12:12


Rejoicing in hope; patient in tribulation; continuing instant in prayer; (KJB)

Fagnandi í vón; tolnir í trongslu; haldandi áfram tráligani í bøn; (FKJ)

Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini! (VD)

Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini, áhaldandi í bønini. (JD)

Romverjar

12:17


Recompense to no man evil for evil. Provide things honest in the sight of all men. (KJB)

Endurgjaldið ongum manni ilt fyri ilt. Síggið fyri lutum, ærligum í alra manna eygsjón. (FKJ)

Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja! (VD)

Gjaldið ongum ilt fyri ilt; leggið tykkum eina við tað, sum gott er fyri alra manna ásjón. (JD)

Romverjar

13:1


Let every soul be subject unto the higher powers. For there is no power but of God: the powers that be are ordained of God. (KJB)

Lat hvørja sál vera undirgivna yvirfyri hinum hægru máttunum. Tí at til er eingin máttur, uttan frá Guði: teir máttir, ið veri seg, eru fyriskipaðir av Guði. (FKJ)

Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi - (VD)

Hvør maður veri fyriskipaðum yvirvøldum lýðin; tí at ikki er nøkur yvirvøld til uttan frá Guði; men tær, sum til eru, eru skipaðar av Guði, (JD)

Romverjar

13:9


For this, Thou shalt not commit adultery, Thou shalt not kill, Thou shalt not steal, Thou shalt not bear false witness, Thou shalt not covet; and if there be any other commandment, it is briefly comprehended in this saying, namely, Thou shalt love thy neighbour as thyself. (KJB)

Tí at hetta, Tú skalt ikki fremja hordóm, Tú skalt ikki drepa, Tú skalt ikki stjala, Tú skalt ikki bera falskan vitnisburð, Tú skalt ikki girnast; og um tað veri seg nakað annað boð, tað verður í stuttum tikið samanum í hesi framsøgn, nevniliga, Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. (FKJ)

Tí hetta: »Tú mást ikki dríva hor«; »tú mást ikki drepa«; »tú mást ikki stjala«; »tú mást ikki girnast« - og hvat annað boð ið er - tað er stutt innihildið í hesum orði: »Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.« (VD)

Tí at hetta: »Tú mást ikki dríva hor, tú mást ikki sláa í hel, tú mást ikki stjala, tú mást ikki girnast,« og hvat annað boð so er, tað verður tikið undir einum í hesum orði: »Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.« (JD)

Romverjar

13:13


Let us walk honestly, as in the day; not in rioting and drunkenness, not in chambering and wantonness, not in strife and envying. (KJB)

Latum oss ganga ærligani, sum á deginum; ikki í veitsling og drykkjuskapi, ikki í hjásoving og leysalevnaði, ikki í klandri og øvundan. (FKJ)

Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund! (VD)

Latum okkum hava sømiligan atburð sum á degi, ikki í ováti ella drykkjuskapi, ikki í ólevnaði ella siðloysi, ikki í klandri ella øvund; (JD)

Romverjar

14:1


Him that is weak in the faith receive ye, but not to doubtful disputations. (KJB)

Honum, sum er veikur í trúnni, takið tit ímóti, men ikki til ivasamar orðaskiftingar. (FKJ)

Takið ímóti honum, sum veikur er í trúnni, uttan at seta tykkum til dóms um áskoðanir hansara! (VD)

Takið at tykkum tann, sum er veikur í trúnni, uttan at tit halda dóm um hugsanir hansara. (JD)

Romverjar

14:4


Who art thou that judgest another man's servant? to his own master he standeth or falleth. Yea, he shall be holden up: for God is able to make him stand. (KJB)

Hvør ert tú sum dømirt tænara annars mans? fyri sínum egna meistara stendur hann ella fellur. Ja, hann skal verða hildin uppi: tí at Guð er mentur at gera at hann stendur. (FKJ)

Hvør ert tú, ið dømir tænara annars mans! Fyri sínum egna Harra stendur ella fellur hann - men hann skal verða standandi, tí Harrin er mentur at lata hann standa! (VD)

Hvør ert tú, sum dømir ein fremmandan tænara? Hann stendur ella fellur fyri sínum egna harra; men hann skal verða standandi, tí at Guð er mentur at lata hann standa. (JD)

Romverjar

14:6


He that regardeth the day, regardeth it unto the Lord; and he that regardeth not the day, to the Lord he doth not regard it. He that eateth, eateth to the Lord, for he giveth God thanks; and he that eateth not, to the Lord he eateth not, and giveth God thanks. (KJB

Hann sum gevur far um dagin, gevur far um hann yvirfyri Harranum; og hann sum gevur ikki far um dagin, fyri Harranum gevur hann ikki far um hann. Hann ið etur, etur fyri Harranum, tí at hann veitir Guði tøkkir; og hann ið etur ikki, fyri Harranum etur hann ikki, og veitir Guði tøkkir. (FKJ)

Tann, ið aktar eftir deginum, ger tað fyri Harranum. Tann, ið etur, ger tað fyri Harranum - hann takkar jú Gudi. Og tann, ið ikki etur, ger tað fyri Harranum og takkar Gudi. (VD)

Tann, sum gevur sær far um dagin, ger tað fyri Harranum; og tann, sum etur, ger tað fyri Harranum, tí at hann takkar Guði; og tann, sum ikki etur, ger tað fyri Harranum og takkar Guði. (JD)

Romverjar

14:9


For to this end Christ both died, and rose, and revived, that he might be Lord both of the dead and living. (KJB)

Tí at til hetta endamál Christus bæði doyði, og reis, og livnaði aftur, at hann mátti vera Harri bæði teirra deyðu og livandi. (FKJ)

Tí doyði jú Kristus og varð livandi aftur, at Hann skuldi vera Harri yvir bæði livandi og deyðum. (VD)

Tí at til tess doyði Kristus og varð livandi aftur, at hann skuldi verða harri bæði yvir deyðum og livandi. (JD)

Romverjar

14:10


Joh 5:22

But why dost thou judge thy brother? or why dost thou set at nought thy brother? for we shall all stand before the judgment seat of Christ. (KJB)

Men hví dømirt tú bróðir tín? ella hví gert tú bróðir tín til einkiðs? tí at vit skulu allir standa frammi fyri dómstóli Christs. (FKJ)

Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Vit skulu jú øll standa fyri dómstóli Guds. (VD)

Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Tí at vit skulu allir fara fram fyri Guðs dómstól. (JD)

Romverjar

14:11


For it is written, As I live, saith the Lord, every knee shall bow to me, and every tongue shall confess to God. (KJB)

Tí at skrivað stendur, Sum eg livi, sigur Harrin, hvørt knæ skal boyggjast fyri mær, og hvør tunga skal játta til Guðs. (FKJ)

Skrivað er: »So satt sum Eg livi - sigur Harrin - fyri Mær skal hvørt knæ boyggja seg, og hvør tunga skal játta Gud!« (VD)

Tí at skrivað stendur: »So satt sum eg livi, sigur Harrin, fyri mær skal hvørt knæ boyggja seg, og hvør tunga skal lova Guði.« (JD)

Romverjar

14:15


But if thy brother be grieved with thy meat, now walkest thou not charitably. Destroy not him with thy meat, for whom Christ died. (KJB)

Men um bróðir tín verði nívdur við mati tínum, nú gongurt tú ikki vælvildarliga. Oyðilegg ikki hann við tínum mati, fyri hvønn Christus doyði. (FKJ)

Verður nú volt bróður tínum sorg við mati tínum, so er atferð tín ikki longur í kærleika. Leið ikki við mati tínum tann í undirgang, sum Kristus er deyður fyri! (VD)

Tí at fær bróðir tín harm fyri mats tíns skuld, tá gongur tú ikki longur á kærleikans vegi. Før ikki við mati tínum tann til undirgangs, sum Kristus doyði fyri. (JD)

Romverjar

14:17


For the kingdom of God is not meat and drink; but righteousness, and peace, and joy in the Holy Ghost. (KJB)

Tí at kongadømi Guðs er ikki matur og drekka; men rættvísi, og friður, og gleði í Halga Andanum. (FKJ)

ríki Guds er ikki at eta og drekka; nei, tað er rættvísi, friður og gleði í Heilaga Andanum. (VD)

Tí at Guðs ríki er ikki eting og drekking, men rættvísi og friður og gleði í heilagum anda. (JD)

Romverjar

14:21


It is good neither to eat flesh, nor to drink wine, nor any thing whereby thy brother stumbleth, or is offended, or is made weak. (KJB)

Tað er gott hvørki at eta kjøt, ella at drekka vín, ella nakað ting, við hvørjum bróðir tín snávar, ella fær meinboga, ella verður gjørdur veikur. (FKJ)

Beint er, ikki at eta kjøt, drekka vín ella gera nakað, sum er bróður tínum ástoyt. (VD)

Tað er beint hvørki at eta kjøt ella drekka vín ella gera nakað, sum bróðir tín stoytir seg á. (JD)

Romverjar

14:22


Hast thou faith? have it to thyself before God. Happy is he that condemneth not himself in that thing which he alloweth. (KJB)

Hevurt tú trúgv? hav hana hjá tær sjálvum frammi fyri Guði. Glaður er hann ið fordømir ikki seg sjálvan í tí tinginum sum hann viðurkennir. (FKJ)

Tú hevur trúgv! Hav hana hjá tær sjálvum, fyri Gudi! Sælur er tann, sum ikki dømir seg sjálvan í tí, hann velur! (VD)

Ta trúgv, sum tú hevur, hav hana hjá tær sjálvum fyri ásjón Guðs. Sælur er tann, sum ikki dømir seg sjálvan í tí, sum hann velur. (JD)

Romverjar

15:7


Wherefore receive ye one another, as Christ also received us to the glory of God. (KJB)

Hvørsvegna takið tit ímóti hvør øðrum, eins og Christus eisini tók ímóti okkum til dýrdar Guðs. (FKJ)

Takið tí hvør ímóti øðrum, eins og eisini Kristus tók ímóti okkum, Gudi til dýrd! (VD)

Takið tí hvør annan at sær, líkasum eisini Kristus tók tykkum at sær til Guðs æru. (JD)

Romverjar

15:8


Now I say that Jesus Christ was a minister of the circumcision for the truth of God, to confirm the promises made unto the fathers: (KJB)

Nú, eg sigi, at Jesus Christus var ein tænari hjá umskeringini fyri sannleika Guðs, at staðfesta fyrijáttanirnar, gjørdar fedrunum: (FKJ)

Eg sigi: Kristus er vorðin tænari hinna umskornu til vitnisburð um, at Gud er sannorðaður - fyri at staðfesta lyftini til fedrarnar; (VD)

Tí at eg sigi, at Kristus er vorðin tænari fyri umskorin fyri Guðs sannføris skuld, fyri at staðfesta tær fyrijáttanir, sum fedrunum vóru givnar, (JD)

Romverjar

15:15


Nevertheless, brethren, I have written the more boldly unto you in some sort, as putting you in mind, because of the grace that is given to me of God, (KJB)

Hóast hetta, brøður, eg havi skrivað tað meiri djarvliga til tykkara í onkrum føri, sum leggjandi tykkum í huga, uppá grund av teirri náði sum er givin til mín av Guði, (FKJ)

Tó havi eg fyri ein part skrivað heldur djarvt til tykkara fyri aftur at áminna tykkum - eftir náðini, ið mær er givin av Gudi, (VD)

Men tó havi eg summar staðir skrivað heldur dirvisliga til tykkara, við tað at eg aftur vildi áminna tykkum eftir teirri náði, sum mær er givin av Guði, (JD)

Romverjar

15:16


That I should be the minister of Jesus Christ to the Gentiles, ministering the gospel of God, that the offering up of the Gentiles might be acceptable, being sanctified by the Holy Ghost. (KJB)

At eg skuldi vera tænari Jesu Christs til Heidninganna, tænandi gleðiboðskap Guðs, at ofringin upp av Heidningunum mátti vera góðtakilig, verðandi halgað av Halga Andanum. (FKJ)

at eg millum heidningarnar skal vera offurtænari Krists Jesu, ið tænir sum prestur í evangelii Guds, fyri at heidningarnir kunnu verða offur, ið líkar Honum, halgað við Heilaga Andanum. (VD)

at eg skal vera offurprestur Krists Jesu hjá heidningunum og røkja prestatænastu við gleðiboðskapinum, til tess at heidningarnir mega verða eitt hugnaligt offur, halgað av heilagum anda. (JD)

Romverjar

15:29


And I am sure that, when I come unto you, I shall come in the fulness of the blessing of the gospel of Christ. (KJB)

Og eg eri vísur í, at tá ið eg komi til tykkara, skal eg koma í fyllingini av signingini av gleðiboðskapi Christs. (FKJ)

Og eg veit, at táið eg komi til tykkara, skal eg koma við signing Kristusar í fullum máli. (VD)

og eg veit, at tá ið eg komi til tykkara, skal eg koma við fylling av signing Krists. (JD)

Romverjar

15:31


That I may be delivered from them that do not believe in Judaea; and that my service which I have for Jerusalem may be accepted of the saints; (KJB)

At eg má verða útfríaður frá teimum sum ikki trúgva í Judæu; og at mín tænasta, sum eg havi til Jerusalem, má verða góðtikin av teimum heilagu; (FKJ)

at eg skal verða bjargaður frá hinum vantrúgvandi í Judea, og at ørindi mítt í Jerúsalem skal líka hinum heiløgu væl, (VD)

at eg má verða bjargaður frá hinum vantrúgvandi í Júdeu, og at ørindi míni til Jerúsalem mega verða væl umtókt av hinum heilagu, (JD)

Romverjar

16:6

Greet Mary, who bestowed much labour on us. (KJB)

Heilsið Mariu, sum veitti mikið arbeiði á okkum. (FKJ)

Heilsið Mariu, sum hevur arbeitt nógv fyri tykkum! (VD)

Heilsið Mariu, sum hevur arbeitt nógv fyri tykkum. (JD)

Romverjar

16:17

Now I beseech you, brethren, mark them which cause divisions and offences contrary to the doctrine which ye have learned; and avoid them. (KJB)

Nú, eg bøni tykkum, brøður, merkið tykkum teir sum valda sundurdeilingar og meinbogar, mótsatt við Guðslæruna sum tit hava lært; og skýggið teir. (FKJ)

Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært - haldið tykkum burtur frá teimum! (VD)

Men eg áminni tykkum, brøður, at geva gætur eftir teimum, sum valda ósemjurnar og meinbogarnar beint ímót teirri læru, sum tit hava lært, og haldið tykkum burtur frá teimum. (JD)

Romverjar

16:18


For they that are such serve not our Lord Jesus Christ, but their own belly; and by good words and fair speeches deceive the hearts of the simple. (KJB)

Tí at teir, sum eru slíkir, tæna ikki Harra várum Jesusi Christi, men sínum egna búki; og við góðum orðum og føgrum talum villleiða teir hjørtu teirra einføldu. (FKJ)

Tí slík tæna ikki Harra okkara Kristusi, men sínum egna búki; og við søtum orðum og fagrari talu dára tey hjørtu hinna einfaldu. (VD)

Tí at slíkir tæna ikki harra okkara, Kristi, men heldur sínum egna búki, og við fagurlátum og blíðmæltum orðum dára teir hjørtuni í góðvarnum. (JD)

Romverjar

16:20


And the God of peace shall bruise Satan under your feet shortly. The grace of our Lord Jesus Christ be with you. Amen. (KJB)

Og Guð friðarins skal knúsa Satan undir tykkara fótum fljótliga. Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum. Amen. (FKJ)

Og Gud friðarins skal skjótt sora Satan undir fótum tykkara. Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum! (VD)

Men Guð friðarins skal brádliga sundursora Sátan undir fótum tykkara. Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum! (JD)

Romverjar

16:24


The grace of our Lord Jesus Christ be with you all. Amen. (KJB)

Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum øllum. Amen. (FKJ)

Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum øllum! Amen! (VD)

Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum øllum! Amen.* (JD)


Hetta versið stendur ikki í summum gomlum handritum.

Romverjar

16:25


Now to him that is of power to stablish you according to my gospel, and the preaching of Jesus Christ, according to the revelation of the mystery, which was kept secret since the world began, (KJB)

Nú, til hansara sum er við kraft til at grundfesta tykkum samsvarandi við gleðiboðskap mín, og prædikanina av Jesusi Christi, samsvarandi við opinberingina av loyndardóminum, sum varð hildin loyndur síðan verøldin byrjaði, (FKJ)

Honum, ið mentur er at styrkja tykkum, eftir evangelii mínum og prædikuni um Jesus Kristus, eftir opinbering loyndardómsins, ið frá ævigum tíðum hevur verið tagt um, (VD)

Men honum, sum er mentur at styrkja tykkum samsvarandi gleðiboðskapi mínum og boðanini um Jesus Krist eftir opinberingini av tí loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið tagdur um, (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher