Opinbering

Jóhannesar


1:5

And from Jesus Christ, who is the faithful witness, and the first begotten of the dead, and the prince of the kings of the earth. Unto him that loved us, and washed us from our sins in his own blood, (KJB)

Og frá Jesusi Christi, sum er hitt trúfasta vitni, og hin frumgitni av teimum deyðu, og prinsur konga jarðarinnar. Honum, sum elskaði okkum, og tvó okkum frá okkara syndum í sínum egna blóði, (FKJ)

og frá Jesusi Kristi, hinum trúverda vitni, hinum frumborna av hinum deyðu og Harranum yvir kongum jarðarinnar - Honum, sum elskar okkum og hevur loyst okkum frá syndum okkara við blóði Sínum (VD)

og frá Jesusi Kristi, honum, sum er hitt trúgva vitnið, honum, sum er hin frumgitni av teimum deyðu, og honum, sum er høvdingi yvir kongum jarðarinnar; honum, sum elskaði okkum og loysti okkum frá syndum okkara við blóði sínum, (JD)

Opinbering

Jóhannesar

1:6

And hath made us kings and priests unto God and his Father; to him be glory and dominion for ever and ever. Amen. (KJB)

Og hevur gjørt okkum til kongar og prestar yvirfyri Guði og Faðir hansara; til hansara veri dýrd og harradømi um ævir og ævir. Amen. (FKJ)

og gjørt okkum til kongaríki, til prestar fyri Gudi og Faðir Sínum! Honum veri dýrd og máttur í aldur og allar ævir! Amen. (VD)

og gjørdi okkum til kongaríki og til prestar hjá Guði og faðir sínum. Honum veri dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir! Amen. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

1:8


I am Alpha and Omega, the beginning and the ending, saith the Lord, which is, and which was, and which is to come, the Almighty. (KJB)

Eg eri Alpha og Omega, byrjanin og endingin, sigur Harrin, sum er, og sum var, og sum koma skal, hin Almáttugi. (FKJ)

Eg eri alfa og omega,* sigur Gud Harrin, Hann, sum er, sum var, og sum kemur, hin Alvaldi. (VD)


*Fyrsti og síðsti bókstavur í grikskum;

Eg eri Alfa og Omega*, sigur Harrin Guð, hann, sum er, og sum var, og sum kemur, hin alvaldi. (JD)


*t.e. byrjan og endi.

Opinbering

Jóhannesar

1:9

I John, who also am your brother, and companion in tribulation, and in the kingdom and patience of Jesus Christ, was in the isle that is called Patmos, for the word of God, and for the testimony of Jesus Christ. (KJB)

Eg, Jóhannes, sum eisini eri tykkara bróðir, og lagsmaður í trongslu, og í kongadømi og tolmóði Jesu Christs, var á oynni sum er kallað Patmos, fyri Guðs orð, og fyri Jesu Christi vitnisburð. (FKJ)

Eg, Jóhannes, sum eri bróðir tykkara og havi lut við tykkum í trongdini, ríkinum og tolinum í Jesusi, var í oynni, sum kallast Patmos, fyri orðs Guds skuld, og fyri vitnisburðar Jesu skuld. (VD)

Eg, Jóhannes, bróðir tykkara og felagi í trongdini og kongaríkinum og tolmóðini í Jesusi, var á oynni, sum eitur Patmos, fyri Guðs orðs og Jesu vitnisburðar sakir. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

1:11

Saying, I am Alpha and Omega, the first and the last: and, What thou seest, write in a book, and send it unto the seven churches which are in Asia; unto Ephesus, and unto Smyrna, and unto Pergamos, and unto Thyatira, and unto Sardis, and unto Philadelphia, and unto Laodicea. (KJB)

Sigandi, Eg eri Alpha og Omega, hin fyrsti og hin síðsti: og, Tað, sum tú sært, skriva í eina bók, og send tað til hinar sjey kirkjur, sum eru í Asiu; til Ephesus, og til Smyrnu, og til Pergamos, og til Thýatíru, og til Sardis, og til Philadelphiu, og til Laodiceu. (FKJ)

Tað, sum tú sært, skriva tað í bók og send tað til hinar sjey samkomurnar, til Efesus, Smyrna, Pergamus, Týatira, Sardes, Filadelfia og Laodikea!« (VD)

sum segði: »Tað, sum tú sært, skriva tað í bók og send tað hinum sjey kirkjuliðunum, til Efesus, og til Smýrnu, og til Pergamos, og til Týatíru, og til Sardes, og til Filadelfiu og til Laodikeu. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

1:13

And in the midst of the seven candlesticks one like unto the Son of man, clothed with a garment down to the foot, and girt about the paps with a golden girdle. (KJB)

Og í miðju hinna sjey ljósastaka ein, líkur Menniskjusyninum, klæddur við einum klæði niður til fóts, og gyrdur um bróstini við einum gyltum gyrðli. (FKJ)

og millum ljósastakarnar ein, sum líktist menniskjasyni, klæddan í fótsíðan kyrtil og við gullbelti spentum um bróstið. (VD)

og millum ljósastakanna einhvønn, líkan einum menniskjusyni, klæddan í fótsíðum kyrtli og spentan við gullbelti um bringuna; (JD)

Opinbering

Jóhannesar

1:17

And when I saw him, I fell at his feet as dead. And he laid his right hand upon me, saying unto me, Fear not; I am the first and the last: (KJB)

Og tá ið eg sá hann, fell eg við hansara føtur sum deyður. Og hann legði sína høgru hond uppá meg, sigandi við meg, Óttast ikki; eg eri hin fyrsti og hin síðsti: (FKJ)

Táið eg sá Hann, fall eg sum deyður niður fyri føtur Hansara. Men Hann legði høgru hond Sína á meg og segði: / »Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti, hin síðsti (VD)

Og tá ið eg sá hann, fall eg niður fyri føtur hansara, sum var eg deyður, og hann legði høgru hond sína á meg og segði: / »Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti og hin síðsti (JD)

Opinbering

Jóhannesar

1:18

I am he that liveth, and was dead; and, behold, I am alive for evermore, Amen; and have the keys of hell and of death. (KJB)

Eg eri hann sum livir, og var deyður; og sí, eg eri livandi um ævirmeir, Amen; og havi lyklar helvitis og deyðans. (FKJ)

/ og hin livandi. Eg var deyður, men hygg, Eg eri livandi í aldur og allar ævir! Eg havi lyklar deyðans og deyðaríkisins. (VD)

/ og hin livandi; og eg var deyður, men sí, eg eri livandi um aldur og allar ævir; og eg havi lyklar deyðans og heljar. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

1:20

The mystery of the seven stars which thou sawest in my right hand, and the seven golden candlesticks. The seven stars are the angels of the seven churches: and the seven candlesticks which thou sawest are the seven churches. (KJB)

Loyndardómur hinna sjey stjarna sum tú sást í høgru hond míni, og hinna sjey gyltu ljósastaka. Hinar sjey stjørnur eru einglarnir hjá hinum sjey kirkjum : og hinir sjey ljósastakar, sum tú sást, eru hinar sjey kirkjur. (FKJ)

loyndarmálið um hinar sjey stjørnurnar, sum tú sást í høgru hond Míni, og hinar sjey ljósastakarnar av gulli! - Stjørnurnar sjey eru einglar hinna sjey samkoma, og ljósastakarnir sjey eru sjey samkomur.« (VD)

loyndardómin um hinar sjey stjørnurnar, sum tú sást í høgru hond míni, og hinar sjey gullljósastakarnar. Tær sjey stjørnurnar eru einglar hjá hinum sjey kirkjuliðunum, og teir sjey ljósastakarnir eru sjey kirkjulið.« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

2:1

Unto the angel of the church of Ephesus write; These things saith he that holdeth the seven stars in his right hand, who walketh in the midst of the seven golden candlesticks; (KJB)

Einglinum hjá kirkjuni í Ephesus skriva; Hesi ting sigur hann sum heldur hinum sjey stjørnum í síni høgru hond, sum gongur í miðju hinna sjey gyltu ljósastaka; (FKJ)

»Skriva til eingil samkomunnar í Efesus: »Hetta sigur Hann, sum heldur hinum sjey stjørnunum í høgru hond, Hann, sum gongur millum hinar sjey ljósastakarnar av gulli: (VD)

»Einglinum hjá kirkjuliðinum í Efesus skalt tú skriva: Hetta sigur tann, sum heldur hinum sjey stjørnunum í høgru hond síni, tann sum gongur millum hinar sjey gullljósastakarnar: (JD)

Opinbering

Jóhannesar

2:3

And hast borne, and hast patience, and for my name's sake hast laboured, and hast not fainted. (KJB)

Og hevurt borið, og hevurt tolmóð, og fyri navns míns skuld hevurt strevast, og hevurt ikki lúgvast. (FKJ)

Tú hevur tol og hevur havt nógv at bera fyri navns Míns skuld og ert ikki vorðin troytt. (VD)

og tú hevur tolmóð, og tú hevur havt nógv at bera fyri navns míns skuld, og ert ikki vorðin troyttur. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

2:5

Remember therefore from whence thou art fallen, and repent, and do the first works; or else I will come unto thee quickly, and will remove thy candlestick out of his place, except thou repent. (KJB)

Minst til, tessvegna, hvaðani frá tú ert fallin, og vend um, og ger hini fyrstu verk; annars vil eg koma til tín snarliga, og vil burtflyta ljósastaka tín út úr plássi sínum, uttan tú vendi um. (FKJ)

Hugsa tí um, hvørjum tú ert fallin frá, og vend við og ger somu verk sum áður! Annars komi Eg á teg og skal flyta ljósastaka tín úr staði hansara - um tú vendir ikki við. (VD)

Minst tí til, hvaðan tú ert fallin, og vend um, og ger hinar fyrru gerningarnar; annars komi eg á teg og skal flyta ljósastaka tín burtur úr staði sínum, um tú ikki vendir um. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

2:7

He that hath an ear, let him hear what the Spirit saith unto the churches; To him that overcometh will I give to eat of the tree of life, which is in the midst of the paradise of God. (KJB)

Hann sum hevur oyra, lat hann hoyra hvat Andin sigur við kirkjurnar; Til hansara, sum yvirvinnur, vil eg geva at eta av lívsins træi, sum er í miðjum paradísi Guðs. (FKJ)

Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! - Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva at eta av træi lívsins, sum er í Paradísi Guds.« (VD)

Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum! Tí, sum sigrar, honum skal eg geva at eta av lívsins træi, sum er í Guðs páradísi. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

2:9

I know thy works, and tribulation, and poverty, (but thou art rich) and I know the blasphemy of them which say they are Jews, and are not, but are the synagogue of Satan. (KJB)

Eg veit verk tíni, og trongslu, og fátækdóm, (men tú ert ríkur), og eg veit Guðsspottan teirra sum siga at teir eru Jødar, og eru ikki, men eru sýnagoga Satans. (FKJ)

Eg veit um trongd tína og fátækdóm tín - tó, tú ert rík! - og gudsspottan teirra, ið siga seg vera Jødar og eru tað ikki, men eru sýnagoga Satans. (VD)

Eg veit um trongd tína og fátækt tína, - tó at tú er ríkur, - og spottanina frá teimum, sum siga seg sjálvar vera Jødar, og eru tað ikki, men samkomuhús Sátans. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

2:13

I know thy works, and where thou dwellest, even where Satan's seat is: and thou holdest fast my name, and hast not denied my faith, even in those days wherein Antipas was my faithful martyr, who was slain among you, where Satan dwelleth. (KJB)

Eg veit verk tíni, og hvar tú býrt, enntá har sum sæti Satans er: og tú heldurt fast mítt navn, og hevurt ikki avnoktað trúgv mína, enntá í teim døgum, í hvørjum Antipas var mín trúfasti martýrur, sum varð vigin tykkara millum, har Satan býr. (FKJ)

Eg veit, hvar tú býrt - har sum hásæti Satans er - og tú heldur fast við navn Mítt; og táið Antipas var trúfasta vitni Mítt - hann, ið dripin varð hjá tykkum, har Satan býr - enntá á teimum døgum avnoktaði tú ikki trúgv Mína. (VD)

Eg veit, hvar tú býrt, har sum hásæti Sátans er. Og tú heldur fast við navn mítt, og tú avnoktaði ikki trúgv mína, enntá ikki á teimum døgum, tá ið Antipas var mítt trúgva vitni, hann sum var tikin av lívi hjá tykkum, har sum Sátan býr. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

2:14

But I have a few things against thee, because thou hast there them that hold the doctrine of Balaam, who taught Balac to cast a stumblingblock before the children of Israel, to eat things sacrificed unto idols, and to commit fornication. (KJB)

Men eg havi nøkur fá ting ímóti tær, av tí at tú hevurt har teir sum halda Guðslæru Bálaams, sum lærdi Balak at kasta ein snávingarstein fyri børn Ísraels, at eta ting, sláturofrað skurðgudum, og at fremja siðloysi. (FKJ)

Men Eg havi eitt sindur ímóti tær: Tú hevur har hjá tær nøkur, ið halda fast við læru Bileams, sum lærdi Balak at leggja ástoyt fyri børn Ísraels - at eta avgudaoffur og dríva siðloysi. (VD)

Men eg havi eitt sindur móti tær, at tú hevur hjá tær slíkar, sum halda fast við læru Bileams, hann sum lærdi Bálak at kasta meinboga fyri Ísraelsmenn, so at teir ótu skurðgudaoffur og drivu hor. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

2:15

So hast thou also them that hold the doctrine of the Nicolaitans, which thing I hate. (KJB)

Soleiðis hevurt tú eisini teir sum halda Guðslæru Nicolaiitanna, hvat ting eg hati. (FKJ)

Soleiðis hevur eisini tú nøkur, sum á sama hátt halda fast við læru Nikola'itanna. (VD)

Soleiðis hevur tú eisini slíkar, sum á líkan hátt halda fast við læru Nikolaitanna. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

2:17

He that hath an ear, let him hear what the Spirit saith unto the churches; To him that overcometh will I give to eat of the hidden manna, and will give him a white stone, and in the stone a new name written, which no man knoweth saving he that receiveth it. (KJB)

Hann sum hevur oyra, lat hann hoyra hvat Andin sigur við kirkjurnar; Til hansara, sum yvirvinnur, vil eg geva at eta av hinum fjalda manna˘, og vil geva honum ein hvítan stein, og í steininum eitt nýtt navn skrivað, sum eingin maður kennir uttan hann sum fær hann. (FKJ)

Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! - Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva av hinum fjalda manna, og Eg skal geva honum hvítan stein, og nýtt navn - skrivað á steinin - sum eingin kennir uttan tann, ið fær tað.« (VD)

Tann, sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum! Tí, sum sigrar, honum skal eg geva av hinum fjalda »manna«, og eg skal geva honum hvítan stein, og á steinin nýtt navn, skrivað sum eingin kennir uttan tann, sum fær tað. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

2:19

I know thy works, and charity, and service, and faith, and thy patience, and thy works; and the last to be more than the first. (KJB)

Eg veit verk tíni, og vælvild, og tænastu, og trúgv, og tolmóð tína, og verk tíni; og hini síðstu at vera fleiri enn hini fyrstu. (FKJ)

Eg veit um verk tíni, kærleika tín, tænastu og trúgv tína og tol títt - og hvussu hini síðstu verk tíni eru fleiri enn hini fyrstu. (VD)

Eg veit um gerningar tínar og um kærleika tín og trúgv og tænastu og tolmóð tína, og hinar seinnu gerningar tínar, sum eru fleiri enn hinir fyrru. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

2:20

Notwithstanding I have a few things against thee, because thou sufferest that woman Jezebel, which calleth herself a prophetess, to teach and to seduce my servants to commit fornication, and to eat things sacrificed unto idols. (KJB)

Hóast hetta, eg havi nøkur fá ting ímóti tær, av tí at tú loyvirt hasi kvinnuni Jezebel, sum kallar seg sjálva eina prophetinnu, at frálæra og at tøla tænarar mínar til at fremja siðloysi, og at eta ting, sláturofrað skurðgudum. (FKJ)

Men Eg havi tað ímóti tær, at tú hevur tol við kvinnuni Jesabel, ið sigur seg vera profetinnu, og sum lærir - og villleiðir tænarar Mínar at dríva siðloysi og at eta avgudaoffur. (VD)

Men eg havi móti tær, at tú tolir Jesabel, konuna, sum sigur seg sjálva vera profetakvinnu, og lærir og villleiðir tænarar mínar til at dríva hor og eta skurðgudaoffur. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

2:22

Behold, I will cast her into a bed, and them that commit adultery with her into great tribulation, except they repent of their deeds. (KJB)

Sí, eg vil kasta hana inn í eina song, og teir, sum fremja hordóm við henni, inn í mikla trongslu, uttan so teir vendi um frá gerðum sínum. (FKJ)

Eg kasti hana á sjúkalegu; og teir, ið horast við henni, kasti Eg í stóra trongd, um teir venda ikki við frá verkum hennara. (VD)

Sí, eg kasti hana á sjúkralegu, og teir, sum horast við henni, í stóra trongd, um teir ikki venda við frá gerningum sínum. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

2:24

But unto you I say, and unto the rest in Thyatira, as many as have not this doctrine, and which have not known the depths of Satan, as they speak; I will put upon you none other burden. (KJB)

Men tykkum sigi eg, og restini í Thýatíru, so mongum sum hava ikki hesa Guðslæru, og sum hava ikki kent dýpdir Satans, sum teir siga ; Eg vil leggja uppá tykkum onga aðra byrði. (FKJ)

Men við tykkum, hini, sum í Týatira eru, øll tykkum, ið ikki hava hesa læru, tí tit »kenna ikki dýpdirnar«, sum tey siga - ja, dýpdir Satans! - við tykkum sigi Eg: Eg leggi onga aðra byrði á tykkum; (VD)

Men tykkum sigi eg, hinum sum eru í Týatíru, øllum teimum, sum ikki hava hesa læruna, av tí at tey ikki kenna dýpdir Sátans, - sum tey siga, -: Eg leggi ikki aðra byrði á tykkum, (JD)

Opinbering

Jóhannesar

3:3

Remember therefore how thou hast received and heard, and hold fast, and repent. If therefore thou shalt not watch, I will come on thee as a thief, and thou shalt not know what hour I will come upon thee. (KJB)

Minst til, tessvegna, hvussu tú hevurt tikið ímóti og hoyrt, og halt fast, og vend um. Um, tessvegna, tú skalt ikki vaka, vil eg koma á teg sum ein tjóvur, og tú skalt ikki vita hvønn tíma eg vil koma uppá teg. (FKJ)

Minst tí, hvussu tú tókst ímóti og hoyrdi, varðveit tað og vend við! Vakir tú nú ikki, skal Eg koma sum tjóvur, og tú skalt ikki vita, hvønn tíma Eg komi á teg. (VD)

Minst tí til, hvussu tú tókst ímót og hoyrdi, og varðveit tað og vend um! Um tú tá ikki vakir, skal eg koma eins og tjóvur, og tú skalt ikki vita, hvørja stund eg komi á teg. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

4:2

And immediately I was in the spirit: and, behold, a throne was set in heaven, and one sat on the throne. (KJB)

Og í stundini var eg í andanum: og sí, eitt hásæti var sett í himni, og ein sat á hásætinum. (FKJ)

Við tað sama varð eg ryktur burtur í andanum og fekk at síggja hásæti standa í Himli. Ein sat í hásætinum. (VD)

Og í stundini varð eg burtur ryktur í andanum, og sí: Hásæti var reist á himni, og einhvør sat í hásætinum. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

4:4

And round about the throne were four and twenty seats: and upon the seats I saw four and twenty elders sitting, clothed in white raiment; and they had on their heads crowns of gold. (KJB)

Og rundan um hásætið vóru fýra og tjúgu sætir: og uppiá sætunum sá eg fýra og tjúgu elstar sitandi, klæddir í hvítan klædnað; og teir høvdu á sínum høvdum krúnur av gulli. (FKJ)

Rundan um hásætið vóru 24 hásæti, og í hásætunum sótu 24 elstir, klæddir í hvít klæði og við gullkrúnum á høvdunum. (VD)

og uttan um hásætið vóru fýra og tjúgu hásæti, og í hásætunum sá eg sita fýra og tjúgu elstar, klæddar í hvítum klæðum, og á høvdum sínum høvdu teir gullkrúnur. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

4:11

Thou art worthy, O Lord, to receive glory and honour and power: for thou hast created all things, and for thy pleasure they are and were created. (KJB)

Tú ert verdur, O Harri, at fáa dýrd og heiður og mátt: tí at tú hevurt skapt øll ting, og fyri tína fragd tey eru og vórðu skapað. (FKJ)

»Verdur ert Tú, Harri og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!« (VD)

»Verdur ert tú, Harri og Guð okkara, at fáa dýrdina og heiðurin og máttin, tí at tú hevur skapað allar lutir, og fyri vilja tíns skuld vórðu teir til og vórðu skapaðir.« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

5:2

And I saw a strong angel proclaiming with a loud voice, Who is worthy to open the book, and to loose the seals thereof? (KJB)

Og eg sá ein sterkan eingil, boðandi við harðari rødd, Hvør er verdur at opna bókina, og at loysa innsiglini hjá henni ? (FKJ)

Eg sá veldigan eingil, sum rópti við harðari rødd: »Hvør er verdur at lata upp bókrulluna og bróta innsigli hennara?« (VD)

Og eg sá veldigan eingil, sum rópaði við harðari rødd: »Hvør er verdur at lata upp bókina og loysa innsigli hennara?« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

5:4

And I wept much, because no man was found worthy to open and to read the book, neither to look thereon. (KJB)

Og eg græt mikið, av tí at eingin maður varð funnin verdur at opna og at lesa bókina, eiheldur at hyggja hará. (FKJ)

Tá græt eg sárliga, tí eingin varð funnin verdur at lata upp bókrulluna ella hyggja í hana. (VD)

Og eg græt illa, av tí at eingin varð funnin verdur at lata upp bókina ella hyggja í hana. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

5:5

And one of the elders saith unto me, Weep not: behold, the Lion of the tribe of Juda, the Root of David, hath prevailed to open the book, and to loose the seven seals thereof. (KJB)

 Og ein av teimum elstu sigur við meg, Grát ikki: sí, Leyvan av ættargrein Juda, Rótin av Dávidi, hevur sigrað til at opna bókina, og at loysa tey sjey innsiglini hjá henni. (FKJ)

Men ein av hinum elstu segði við meg: »Grát ikki! Leyvan av ætt Juda, rótskot Dávids, hevur sigrað og kann lata upp bókrulluna og hini sjey innsigli hennara.« (VD)

Og ein av hinum elstu sigur við meg: »Grát ikki! Sí, sigrað hevur leyvan av ættargrein Júda, rótskot Dávids, so at hann er førur fyri at lata upp bókina og tey sjey innsigli hennara. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

5:7

And he came and took the book out of the right hand of him that sat upon the throne. (KJB)

Og hann kom og tók bókina út úr høgru hondini á honum sum sat uppiá hásætinum. (FKJ)

Tað kom og tók bókrulluna úr høgru hond Hansara, sum í hásætinum sat. (VD)

Og tað kom og tók bókina úr høgru hond hansara, sum í hásætinum sat. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

5:9

And they sung a new song, saying, Thou art worthy to take the book, and to open the seals thereof: for thou wast slain, and hast redeemed us to God by thy blood out of every kindred, and tongue, and people, and nation; (KJB)

Og teir sungu ein nýggjan song, sigandi, Tú ert verdur at taka bókina, og at opna innsiglini hjá henni: tí at tú varðst dripin, og hevurt endurkeypt okkum til Guðs við tínum blóði úr hvørji ætt, og tungu, og fólki, og tjóð; (FKJ)

Tey sungu nýggjan song og søgdu: »Verdur ert Tú at taka bókrulluna og lata upp innsigli hennara, tí Tú vart dripin og keypti við blóði Tínum Gudi menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum (VD)

Og teir sungu nýggjan song og søgdu: Verdur ert tú at taka bókina og lata upp innsigli hennara, tí at tú varðst dripin og við blóði tínum keypti tú Guði menniskju av øllum ættargreinum og tungumálum og tjóðum og fólkasløgum, (JD)

Opinbering

Jóhannesar

5:10

And hast made us unto our God kings and priests: and we shall reign on the earth. (KJB)

Og hevurt gjørt okkum at Guði okkara til kongar og prestar: og vit skulu ríkja á jørðini. (FKJ)

og gjørdi tey til kongaríki og prestar fyri Gudi okkara; tey skulu vera kongar á jørðini!« (VD)

og gjørdi tey fyri Guði okkara til kongaríki og til prestar, og tey skulu vera kongar á jørðini!« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

5:14

And the four beasts said, Amen. And the four and twenty elders fell down and worshipped him that liveth for ever and ever. (KJB)

Og tey fýra djórini søgdu, Amen. Og hinir fýra og tjúgu elstu fullu niður og tilbóðu hann sum livir um ævir og ævir. (FKJ)

Og hinar fýra verurnar søgdu: »Amen!« - Og hinir elstu fullu niður og tilbóðu. (VD)

Og hinar fýra verurnar søgdu: »Amen!« Og hinir elstu fullu niður og tilbóðu. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

6:1

And I saw when the Lamb opened one of the seals, and I heard, as it were the noise of thunder, one of the four beasts saying, Come and see. (KJB)

Og eg sá tá ið Lambið læt upp eitt av innsiglunum, og eg hoyrdi, sum var tað ljóðið av toru, eitt av teimum fýra djórunum sigandi, kom og síggj. (FKJ)

Eg sá lambið lata upp eitt av hinum sjey innsiglunum; og eg hoyrdi eina av hinum fýra verunum siga eins og við torurødd: »Kom!« (VD)

Og eg sá, tá ið lambið læt upp eitt av hinum sjey innsiglunum, og eg hoyrdi eina av hinum fýra verunum siga sum við torurødd: »Kom!« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

6:3

And when he had opened the second seal, I heard the second beast say, Come and see. (KJB)

Og tá ið hann hevði latið upp hitt annað innsigli, hoyrdi eg hitt annað djórið siga, kom og síggj. (FKJ)

Táið tað læt upp annað innsiglið, hoyrdi eg aðra veruna siga: »Kom!« (VD)

Og tá ið tað læt upp annað innsiglið, hoyrdi eg aðra veruna siga: »Kom!« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

6:5

And when he had opened the third seal, I heard the third beast say, Come and see. And I beheld, and lo a black horse; and he that sat on him had a pair of balances in his hand. (KJB)

Og tá ið hann hevði latið upp hitt triðja innsigli, hoyrdi eg hitt triðja djórið siga, kom og síggj. Og eg skoðaði, og sí ein svartur hestur; og hann, sum sat á honum, hevði vágskál í síni hond. (FKJ)

Táið tað læt upp triðja innsiglið, hoyrdi eg triðju veruna siga: »Kom!« Tá fekk eg at síggja svartan hest; hann, ið á honum sat, hevði vekt í hondini. (VD)

Og tá ið tað læt upp triðja innsiglið, hoyrdi eg triðju veruna siga: »Kom!« Og eg sá, og sí: Svartur hestur; og tann, sum á honum sat, hevði vekt í hondini á sær; (JD)

Opinbering

Jóhannesar

6:6

And I heard a voice in the midst of the four beasts say, A measure of wheat for a penny, and three measures of barley for a penny; and see thou hurt not the oil and the wine. (KJB)

Og eg hoyrdi eina rødd í miðjuni av teimum fýra djórunum siga, Eitt mál av hveiti fyri ein denar, og trý mál av byggi fyri ein denar; og síggj til at tú skaði ikki oljuna og vínið. (FKJ)

Eg hoyrdi eins og rødd mitt ímillum hinar fýra verurnar; hon segði: »Mál av hveiti fyri denar, og trý mál av byggi fyri denar; men oljuna og vínið mást tú ikki skaða!« (VD)

og eg hoyrdi sum eina rødd mitt ímillum hinar fýra verurnar, sum segði: »Eitt mál av hveiti fyri denar, og trý mál av byggi fyri denar; men oljuna og vínið mást tú ikki skaða!« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

6:7

And when he had opened the fourth seal, I heard the voice of the fourth beast say, Come and see. (KJB)

Og tá ið hann hevði latið upp hitt fjórða innsigli, hoyrdi eg røddina á tí fjórða djórinum siga, kom og síggj. (FKJ)

Táið tað læt upp fjórða innsiglið, hoyrdi eg rødd fjórðu verunnar; hon segði: »Kom!« (VD)

Og tá ið tað læt upp fjórða innsiglið, hoyrdi eg røddina á fjórðu veruni, sum segði: »Kom!« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

6:8

And I looked, and behold a pale horse: and his name that sat on him was Death, and Hell followed with him. And power was given unto them over the fourth part of the earth, to kill with sword, and with hunger, and with death, and with the beasts of the earth. (KJB)

Og eg leit, og sí ein bleikur hestur: og navn hansara, sum sat á honum, var Deyði, og Helviti fylgdi við honum. Og máttur varð givin teimum yvir fjórðinginum av jørðini, at drepa við svørði, og við hungri, og við deyða, og við villdjórum jarðarinnar. (FKJ)

Tá fekk eg at síggja bleikgulan hest; hann, ið á honum sat, navn hansara var deyðin, og deyðaríkið var í fylgi við honum. Teimum varð givið vald yvir fjórðinginum av jørðini - at drepa við svørði, hungri, pesti og villdýrum jarðarinnar. (VD)

Og eg sá, og sí: »Bleikgulur hestur; og tann, sum á honum sat, navn hansara var deyði, og hel var í fylgi við honum; og teimum varð givið vald yvir fjórðinginum av jørðini, til at drepa við svørði og við hungri og við sótt og lata fólk umkomast av villdjórum á jørðini. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

6:17

For the great day of his wrath is come; and who shall be able to stand? (KJB)

Tí at hin mikli dagur vreiðis hansara er komin; og hvør skal verða førur fyri at standast? (FKJ)

Tí stóri vreiðidagur teirra er komin, og hvør man fáa staðist!« (VD)

tí at komin er dagurin, hin stóri dagur vreiði teirra, og hvør er førur at standast?« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

7:3

Saying, Hurt not the earth, neither the sea, nor the trees, till we have sealed the servants of our God in their foreheads. (KJB)

Sigandi, Grandið ikki jørðini, eiheldur havinum, ella trøunum, til vit hava innsiglað tænarar Guðs várs í ennum teirra. (FKJ)

»Skaðið hvørki jørðina, havið ella trøini, fyrrenn vit hava innsiglað tænarar Guds okkara - á pannum teirra!« (VD)

og segði: »Grandið ikki jørðini, heldur ikki havinum, heldur ikki trøunum, áðrenn vit hava innsiglað tænarar Guðs várs á ennum teirra!« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

7:5

Of the tribe of Juda were sealed twelve thousand. Of the tribe of Reuben were sealed twelve thousand. Of the tribe of Gad were sealed twelve thousand. (KJB)

Av ættargrein Juda vórðu innsiglaðir tólv túsund. Av ættargrein Reubens vórðu innsiglaðir tólv túsund. Av ættargrein Gáds vórðu innsiglaðir tólv túsund. (FKJ)

Av ætt Juda 12 000 innsiglað, av ætt Rubens 12 000, av ætt Gads 12 000, (VD)

Av Júda ættargrein vórðu tólv túsund innsiglaðir; av Rubens ættargrein tólv túsund; av Gáds ættargrein tólv túsund; (JD)

Opinbering

Jóhannesar

7:6

Of the tribe of Aser were sealed twelve thousand. Of the tribe of Nepthalim were sealed twelve thousand. Of the tribe of Manasses were sealed twelve thousand. (KJB)

Av ættargrein Asers vórðu innsiglaðir tólv túsund. Av ættargrein Nepthalims vórðu innsiglaðir tólv túsund. Av ættargrein Manasses vórðu innsiglaðir tólv túsund. (FKJ)

av ætt Asers 12 000, av ætt Naftali 12 000, av ætt Manasse 12 000, (VD)

av Assers ættargrein tólv túsund; av Naftalis ættargrein tólv túsund; av Manasse ættargrein tólv túsund; (JD)

Opinbering

Jóhannesar

7:7

Of the tribe of Simeon were sealed twelve thousand. Of the tribe of Levi were sealed twelve thousand. Of the tribe of Issachar were sealed twelve thousand. (KJB)

Av ættargrein Símeons vórðu innsiglaðir tólv túsund. Av ættargrein Levis vórðu innsiglaðir tólv túsund. Av ættargrein Issachars vórðu innsiglaðir tólv túsund. (FKJ)

av ætt Símeons 12 000, av ætt Levi_12 000, av ætt Issakars 12 000, (VD)

av Símeons ættargrein tólv túsund; av Levi ættargrein tólv túsund; av Issakars ættargrein tólv túsund; (JD)

Opinbering

Jóhannesar

7:8

Of the tribe of Zabulon were sealed twelve thousand. Of the tribe of Joseph were sealed twelve thousand. Of the tribe of Benjamin were sealed twelve thousand. (KJB)

Av ættargrein Zabulons vórðu innsiglaðir tólv túsund. Av ættargrein Jósephs vórðu innsiglaðir tólv túsund. Av ættargrein Benjamins vórðu innsiglaðir tólv túsund. (FKJ)

av ætt Zebulons 12 000, av ætt Jósefs 12 000, av ætt Benjamins 12 000 innsiglað. (VD)

av Sebulons ættargrein tólv túsund; av Jósefs ættargrein tólv túsund, av Benjamins ættargrein tólv túsund innsiglaðir. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

8:7

The first angel sounded, and there followed hail and fire mingled with blood, and they were cast upon the earth: and the third part of trees was burnt up, and all green grass was burnt up. (KJB)

Hin fyrsti eingilin ljóðaði, og har fylgdi heglingur og eldur, blandað við blóði, og tey vórðu kastað omaná jørðina: og triðjingurin av trøum varð brendur upp, og alt grønt gras varð brent upp. (FKJ)

Fyrsti eingilin blásti í lúður, tá kom heglingur og eldur, blandað við blóð, og tað varð kastað á jørðina. Og triðingurin av jørðini brendist upp, triðingurin av trøunum brendist upp, og alt grønt gras brendist upp. (VD)

Og hin fyrsti eingilin básúnaði, og tá kom heglingur og eldur, blandað við blóði, og tað varð kastað oman á jørðina; og triðingurin av jørðini brendist, og triðingurin av trøunum brendist, og alt grønt gras brendist. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

8:13

And I beheld, and heard an angel flying through the midst of heaven, saying with a loud voice, Woe, woe, woe, to the inhabiters of the earth by reason of the other voices of the trumpet of the three angels, which are yet to sound! (KJB)

Og eg skoðaði, og hoyrdi ein eingil flúgvandi ígjøgnum miðjan himin, sigandi við harðari rødd, Vei, vei, vei, íbúgvum jarðarinnar, uppá grund av hinum røddunum av lúðrunum hjá teimum trimum einglunum, sum eiga enn at ljóða! (FKJ)

Síðani sá eg - og eg hoyrdi ørn, ið fleyg mitt uppi undir himli, siga hart: »Vei, vei, vei teimum, ið á jørðini búgva, táið hinir tríggir einglarnir, sum blása skulu í lúður, lata lúðrar sínar ljóða!« (VD)

Og eg sá og eg hoyrdi ørn fljúgva uppi undir miðhimninum og siga við harðari reyst: »Vei, vei, vei teimum, sum á jørðini búgva, fyri básúnurøddirnar, sum eftir eru, frá hinum trimum einglunum, sum eiga at básúna!« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

9:4

And it was commanded them that they should not hurt the grass of the earth, neither any green thing, neither any tree; but only those men which have not the seal of God in their foreheads. (KJB)

Og tað varð boðið teimum, at tær skuldu ikki granda grasi jarðarinnar, eiheldur nøkrum grønum tingi, eiheldur nøkrum træi; men einans teimum monnunum sum hava ikki innsigli Guðs í ennum sínum. (FKJ)

Sagt varð við tær, at tær skuldu ikki skaða grasið á jørðini, ei heldur nakað grønt, ei heldur nakað træ, bert menniskjuni, ið ikki høvdu innsigli Guds á pannunum. (VD)

Og sagt varð við tær, at tær ikki skuldu skaða grasið á jørðini, ikki heldur nakran grønan gróður, ikki heldur nakað træ, uttan eina tey menniskju, sum ikki hava innsigli Guðs á ennum sínum. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

10:4

And when the seven thunders had uttered their voices, I was about to write: and I heard a voice from heaven saying unto me, Seal up those things which the seven thunders uttered, and write them not. (KJB)

Og tá ið tær sjey torurnar høvdu mælt røddum sínum, var eg um at skriva: og eg hoyrdi eina rødd frá himni, sigandi við meg, Sigla inn hasi tingini sum hinar sjey torurnar mæltu, og skriva tey ikki. (FKJ)

Táið hinar sjey torurnar høvdu talað, skuldi eg fara at skriva; men eg hoyrdi rødd av Himli siga: »Innsigla tað, sum hinar sjey torurnar talaðu, skriva tað ikki upp!« (VD)

Og tá ið hinar sjey torurnar høvdu talað, ætlaði eg at fara at skriva, og eg hoyrdi rødd av himni, sum segði: »Innsigla tað, sum hinar sjey torurnar talaðu, og skriva tað ikki upp!« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

10:5

And the angel which I saw stand upon the sea and upon the earth lifted up his hand to heaven, (KJB)

Og eingilin, sum eg sá standa uppiá sjónum og uppiá jørðini, lyfti upp sína hond til himins, (FKJ)

Eingilin, ið eg sá standa á havinum og jørðini, lyfti høgru hond móti himli (VD)

Og eingilin, sum eg sá standa á havinum og á jørðini, lyfti upp síni høgru hond til himmalin, (JD)

Opinbering

Jóhannesar

10:11

And he said unto me, Thou must prophesy again before many peoples, and nations, and tongues, and kings. (KJB)

Og hann segði við meg, Tú mást prophetera aftur frammi fyri mongum fólkum, og tjóðum, og tungum, og kongum. (FKJ)

Sagt varð við meg: »Tú skalt aftur profetera um mong fólk, mangar tjóðir, mong tungumál og mangar kongar.« (VD)

Og teir siga við meg: »Tú eigur aftur at profetera um mangar tjóðir og fólkasløg og tungumál og kongar.« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

11:1

And there was given me a reed like unto a rod: and the angel stood, saying, Rise, and measure the temple of God, and the altar, and them that worship therein. (KJB)

Og tað varð givið mær eitt rør, líkt einum stavi: og eingilin stóð, sigandi, Reis teg, og máta tempul Guðs, og altarið, og teir sum tilbiðja harí. (FKJ)

Mær varð givið rør, líkt stavi, og sagt varð: »Reis teg og mál tempul Guds og altarið og tey, sum har tilbiðja! (VD)

Og mær varð fingið rør, líkt einum stavi, og sagt varð: »Statt upp og mála tempul Guðs og altarið og teir, sum har tilbiðja! (JD)

Opinbering

Jóhannesar

11:4

These are the two olive trees, and the two candlesticks standing before the God of the earth. (KJB)

Hesir eru tey tvey olivintrøini, og teir tveir ljósastakarnir, standandi frammi fyri Guði jarðarinnar. (FKJ)

Teir eru hini bæði oljutrøini og hinir báðir ljósastakarnir, ið standa fyri Harra jarðarinnar. (VD)

Hetta eru hini tvey oljutrøini og hinir tveir ljósastakarnir, sum standa frammi fyri harra jarðarinnar. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

11:7

And when they shall have finished their testimony, the beast that ascendeth out of the bottomless pit shall make war against them, and shall overcome them, and kill them. (KJB)

Og tá ið teir skulu hava fullført sín vitnisburð, skal djórið, sum stígur upp úr tí botnleysu avgrundini, føra kríggj ímóti teimum, og skal vinna yvir teimum, og drepa teir. (FKJ)

Táið teir eru lidnir at bera fram vitnisburð sín, skal dýrið, sum stígur upp úr avgrundini, berjast við teir, sigra yvir teimum og drepa teir. (VD)

Og tá ið tey hava fullført vitnisburð sín, skal djórið, sum stígur upp úr avgrundini, føra stríð við tey, og skal vinna tey og drepa tey. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

11:8

And their dead bodies shall lie in the street of the great city, which spiritually is called Sodom and Egypt, where also our Lord was crucified. (KJB)

Og teirra deyðu likam skulu liggja í gøtu hins mikla staðar, sum andliga kallast Sodoma og Egyptaland, har eisini Harri okkara varð krossfestur. (FKJ)

Lík teirra skulu liggja á gøtu hins stóra staðar, sum andaliga eitur Sodoma og Egyptaland - har eisini Harri teirra varð krossfestur. (VD)

Og lík teirra skulu liggja á gøtunum í staðinum mikla, sum andliga kallast Sódoma og Egyptaland, har sum eisini harri teirra varð krossfestur. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

11:15

And the seventh angel sounded; and there were great voices in heaven, saying, The kingdoms of this world are become the kingdoms of our Lord, and of his Christ; and he shall reign for ever and ever. (KJB)

Og hin sjeyndi eingilin ljóðaði; og tað vóru miklar røddir í himni, sigandi, Kongadømini av hesum heimi eru vorðin kongadømini hjá Harra várum, og hjá Christi hansara; og hann skal ríkja um ævir og ævir. (FKJ)

Sjeyndi eingilin blásti í lúður; tá hoyrdust í Himli harðar røddir, ið søgdu: »Kongadømi heimsins er fallið Harra okkara og hinum salvaða Hansara í lut, og Hann skal vera kongur í aldur og allar ævir!« (VD)

Og sjeyndi eingilin básúnaði, og tað hoyrdust harðar røddir á himni, sum søgdu: »Heimsins kongadømið er vorðið Harra várs og hins salvaða hansara, og hann skal vera kongur um aldur og allar ævir.« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

11:17

Saying, We give thee thanks, O Lord God Almighty, which art, and wast, and art to come; because thou hast taken to thee thy great power, and hast reigned. (KJB)

Sigandi, Vit veita tær tøkkir, O Harri Guð Almáttugur, sum ert, og vart, og koma skalt; av tí at tú hevurt tikið til tín tín mikla mátt, og hevurt rátt. (FKJ)

»Vit takka Tær, Harri Gud, Tú Alvaldi, Tú, sum ert, og sum vart, at Tú hevur tikið stóra mátt Tín og ert vorðin kongur! (VD)

og søgdu: »Vær tøkkum tær, Harri Guð, tú alvaldi, tú sum ert, og tú sum vart, at tú hevur tikið hin mikla mátt tín og gjørst kongur. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

12:10

And I heard a loud voice saying in heaven, Now is come salvation, and strength, and the kingdom of our God, and the power of his Christ: for the accuser of our brethren is cast down, which accused them before our God day and night. (KJB)

Og eg hoyrdi eina harða rødd, sigandi í himni, Nú er komin frelsa, og styrki, og kongadømi Guðs várs, og máttur Christs hansara: tí at ákærari brøðra vára er kastaður niður, sum ákærdi teir frammi fyri Guði várum dag og nátt. (FKJ)

Eg hoyrdi harða rødd í Himli siga: »Nú eru frelsan, mátturin og ríkið vorðin Guds okkara, og veldið hins salvaða Hansara! Tí klagari brøðra okkara er kastaður niður, hann, sum klagaði teir fyri Gudi okkara dag og nátt. (VD)

Og eg hoyrdi harða rødd á himni, sum segði: »Nú er komin frelsan og mátturin og ríki Guðs várs og veldi hins salvaða hansara; tí at klagari brøðra vára er stoyttur oman, hann sum klagaði teir fyri Guði várum dag og nátt. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

12:12

Therefore rejoice, ye heavens, and ye that dwell in them. Woe to the inhabiters of the earth and of the sea! for the devil is come down unto you, having great wrath, because he knoweth that he hath but a short time. (KJB)

Tessvegna fegnist, tit himnar, og tit sum búgva í teimum. Vei íbúgvum jarðarinnar og havsins! tí at djevulin er komin niður til tykkara, havandi mikla vreiði, av tí at hann veit, at hann hevur bert eina stutta tíð. (FKJ)

Fegnist tí, tit Himlar og tit, sum í teimum búgva! - Vei jørðini og havinum! Tí Djevulin er komin niður til tykkara - í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt!« (VD)

Fegnist tí, himnar, og tit, sum í teimum búgva! Vei jørðini og havinum! tí at djevulin er stigin niður til tykkara í miklum móði, við tað at hann veit, at hann hevur bert skamma tíð.« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

12:17

And the dragon was wroth with the woman, and went to make war with the remnant of her seed, which keep the commandments of God, and have the testimony of Jesus Christ. (KJB)

Og drekin varð vreiður við kvinnuna, og fór at føra kríggj við leivdina av hennara sáði, sum varðveita boðini hjá Guði, og hava vitnisburð Jesu Christs. (FKJ)

Drekin varð vreiður við kvinnuna og fór avstað at berjast við hini av avkomi hennara, tey, sum halda boð Guds og hava vitnisburð Jesusar. (VD)

Og drekin gjørdist kvinnuni vreiður og fór burtur fyri at taka upp stríð móti hinum av avkomi hennara, teimum sum varðveita Guðs boð og hava Jesu vitnisburð. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

13:1


Gen 22:17

And I stood upon the sand of the sea, and saw a beast rise up out of the sea, having seven heads and ten horns, and upon his horns ten crowns, and upon his heads the name of blasphemy. (KJB)

Og eg stóð uppiá sandi havsins, og sá eitt djór rísa upp út úr sjónum, havandi sjey høvd og tíggju horn, og uppiá hansara hornum tíggju krúnur, og uppiá hansara høvdum Guðsspottanar-navnið. (FKJ)

Og hann stóð á sandinum við havið. / Eg sá nú dýr koma upp úr havinum; tað hevði tíggju horn og sjey høvd, á hornum sínum tíggju krúnur og á høvdum sínum nøvn gudsspottanar. (VD)

Og hann tók støðu* á sandinum við havið. / Og eg sá djór stíga upp úr havinum; tað hevði tíggju horn og sjey høvd, og á hornunum á tí vóru tíggju krúnur, og á høvdunum á tí vóru gudsspottanar nøvn. (JD)


*Í summum handritum stendur: og eg tók støðu.

Opinbering

Jóhannesar

13:6

And he opened his mouth in blasphemy against God, to blaspheme his name, and his tabernacle, and them that dwell in heaven. (KJB)

Og hann læt upp munn sín í Guðsspottan ímóti Guði, at Guðsspotta navn hansara, og tabernakkul hansara, og teir sum búgva í himni. (FKJ)

Tað læt upp munn sín til spottanir móti Gudi, at spotta navn Hansara, bústað Hansara og tey, sum í Himli búgva. (VD)

Og tað læt upp munn sín til spottanir móti Guði, til at spotta navn hansara og tjaldbúð hansara, tey sum búgva á himni. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

13:7

And it was given unto him to make war with the saints, and to overcome them: and power was given him over all kindreds, and tongues, and nations. (KJB)

Og tað varð givið honum at føra kríggj við hinar heilagu, og at vinna á teimum: og máttur varð givin honum yvir øllum ættum, og tungum, og tjóðum. (FKJ)

Tí varð givið at berjast við hini heiløgu - og sigra tey; og tí varð givið vald yvir hvørji ætt, hvørjum fólki, hvørjum tungumáli og hvørji tjóð. (VD)

Og tí varð givið at taka upp stríð móti hinum heilagu og at vinna á teimum, og tí varð givið vald yvir eini og hvørji ættargrein og eini og hvørji tjóð og einum og hvørjum tungumáli og einum og hvørjum fólkaslagi. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

13:8


Lambið er slátrað frá grundlegging veraldarinnar

And all that dwell upon the earth shall worship him, whose names are not written in the book of life of the Lamb slain from the foundation of the world. (KJB)

Og allir, sum dvøljast uppiá jørðini, skulu tilbiðja hann, hvørs nøvn eru ikki skrivað í lívsins bók hjá Lambinum - slátrað frá grundlegging veraldarinnar. (FKJ)

Øll, ið á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað, hvør tann, ið ikki, frá tí heimurin varð grundaður, hevur navn sítt skrivað í lívsbók lambsins, ið dripið er. (VD)

Og allir teir, sum á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað, ein og hvør tann, sum ikki frá tí, at verøldin varð grundað, eigur navn sítt skrivað í lívsins bók hjá lambinum, sum er dripið. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

13:16

And he causeth all, both small and great, rich and poor, free and bond, to receive a mark in their right hand, or in their foreheads: (KJB)

Og hann veldur øllum, bæði smáum og miklum, ríkum og fátøkum, fríum og trælum, at móttaka eitt merki í høgru hond sína, ella í ennir síni: (FKJ)

Tað fær øll, bæði smá og stór, bæði rík og fátæk, bæði fræls og trælir, at lata seta sær merki á høgru hond ella á pannuna, (VD)

Og tað fær allar, bæði smáar og stórar, bæði ríkar og fátækar, bæði frælsar og trælar til at seta sær merki á høgru hond sína ella á enni sítt, (JD)

Opinbering

Jóhannesar

13:17

And that no man might buy or sell, save he that had the mark, or the name of the beast, or the number of his name. (KJB)

Og at eingin maður mátti keypa ella selja, uttan hann sum hevði merkið, ella navn djórsins, ella tal navns hansara. (FKJ)

so at eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, ið hevur merkið, navn dýrsins ella tal navns tess. (VD)

fyri at eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, sum hevur merkið, navn djórsins ella tal navns tess. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

14:1

And I looked, and, lo, a Lamb stood on the mount Sion, and with him an hundred forty and four thousand, having his Father's name written in their foreheads. (KJB)

Og eg leit, og sí, eitt Lamb stóð á fjallinum Sion, og við honum eitt hundrað og fýrati fýra túsund, havandi navn Faðirs hansara skrivað í ennum sínum. (FKJ)

Eg fekk nú at síggja lambið standa á Zionsfjalli, og við tí 144 000, sum høvdu navn tess og navn Faðirs tess skrivað á pannunum. (VD)

Og eg sá, og sí: Lambið stóð á Sionfjalli, og við tí hundrað og fýrati og fýra túsund, sum høvdu navn tess og navn faðirs tess skrivað á ennum sínum. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

14:4

These are they which were not defiled with women; for they are virgins. These are they which follow the Lamb whithersoever he goeth. These were redeemed from among men, being the firstfruits unto God and to the Lamb. (KJB)

Hesir eru teir sum vórðu ikki dálkaðir við kvinnum; tí at teir eru jomfrýr. Hesir eru teir sum fylgja Lambinum hvagarsumhelst hann fer. Hesir vórðu endurloystir manna millum ífrá, verandi frumgróðurin at Guði og til Lambið. (FKJ)

Hetta eru teir, ið ikki hava dálkað seg við kvinnum - teir eru sum moyggjar. Hetta eru teir, ið fylgja lambinum, hvar tað so fer. Hesir eru keyptir frá menniskjunum - frumgróður Guds og lambsins. (VD)

Hetta eru teir, sum ikki hava dálkað seg við kvinnum, tí at teir eru sum moyggjar. Hetta eru teir, sum fylgja lambinum, hvar tað so fer. Hesir eru loystir út frá monnum til ein frumgróður hjá Guði og lambinum. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

14:5

And in their mouth was found no guile: for they are without fault before the throne of God. (KJB)

Og í teirra munni fanst einkið fals: tí at teir eru uttan feil frammanfyri hásæti Guðs. (FKJ)

Í munni teirra er eingin lygn funnin - teir eru ólastandi. (VD)

Og í munni teirra var eingin lygn at finna; tí at teir eru lýtaleysir. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

14:8

And there followed another angel, saying, Babylon is fallen, is fallen, that great city, because she made all nations drink of the wine of the wrath of her fornication. (KJB)

Og tað fylgdi ein annar eingil, sigandi, Bábylon er fallin, er fallin, hasin mikli staðurin, av tí at hon fekk allar tjóðir at drekka av víninum av vreiðini av sínum siðloysi. (FKJ)

Uppaftur kom aftan á honum annar eingil, sum segði: »Fallið, fallið er Bábylon hitt stóra, sum hevur givið øllum fólkasløgum at drekka av vreiðivíni horulívs síns!« (VD)

Og uppaftur annar eingil kom aftaná og segði: »Fallin er, fallin er Bábylon hin mikla, sum skonkt hevur øllum fólkasløgum av vreiði-víni hordóms síns.« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

14:9

And the third angel followed them, saying with a loud voice, If any man worship the beast and his image, and receive his mark in his forehead, or in his hand, (KJB)

Og hin triðji eingilin fylgdi teimum, sigandi við harðari rødd, Um nakar maður tilbiðji djórið og mynd hans, og móttaki merki hans í enni sítt, ella í hond sína, (FKJ)

Triði eingilin fylgdi aftan á teimum; hann segði við harðari rødd: »Tilbiður onkur dýrið og mynd tess - tekur hann merkið á pannuna ella á hondina - (VD)

Og uppaftur triði eingil kom aftan á teir og segði við harðari reyst: »Um einhvør tilbiður djórið og mynd tess og fær merki á enni sítt ella hond sína; (JD)

Opinbering

Jóhannesar

14:13

And I heard a voice from heaven saying unto me, Write, Blessed are the dead which die in the Lord from henceforth: Yea, saith the Spirit, that they may rest from their labours; and their works do follow them. (KJB)

Og eg hoyrdi eina rødd frá himni sigandi við meg; Skriva, Vælsignaðir eru hinir deyðu sum doyggja í Harranum hiðanífrá: Ja, sigur Andin, at teir mega hvíla frá strevum sínum; og teirra verk fylgja teimum. (FKJ)

Eg hoyrdi rødd úr Himli; hon segði: »Skriva: Sæl eru hini deyðu, sum doyggja í Harranum hereftir! Ja - sigur Andin - tey skulu hvíla eftir møði sína, og verk teirra fylgja teimum!« (VD)

Og eg hoyrdi rødd av himni, sum segði: »Skriva: Sælir eru hinir deyðu, sum í Harranum doyggja hereftir! Ja, sigur andin, teir skulu fáa hvíld frá møði síni, tí at gerningar teirra fylgja teimum.« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

14:14

And I looked, and behold a white cloud, and upon the cloud one sat like unto the Son of man, having on his head a golden crown, and in his hand a sharp sickle. (KJB)

Og eg hugdi, og sí eitt hvítt skýggj, og uppiá skýnum sat ein, líkur Menniskjusyninum, havandi á sínum høvdi eina gylta krúnu, og í síni hond ein hvassan akurknív. (FKJ)

Nú fekk eg at síggja hvítt skýggj; á skýnum sat ein, ið líktist menniskjasyni; hann hevði gullkrúnu á høvdinum og hvassan akurknív í hondini. (VD)

Og eg sá, og sí: Hvítt skýggj, og á skýinum sat ein, líkur menniskjusyni, og hann hevði gullkrúnu á høvdinum, og í hondini hvassan akurknív. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

14:15

And another angel came out of the temple, crying with a loud voice to him that sat on the cloud, Thrust in thy sickle, and reap: for the time is come for thee to reap; for the harvest of the earth is ripe. (KJB)

Og ein annar eingil kom út úr templinum, rópandi við harðari rødd til hansara sum sat á skýnum, Stoyt inn tín akurknív, og heysta: tí at tíðin er komin hjá tær at heysta; tí at jarðarinnar heyst er staðið. (FKJ)

Annar eingil kom út úr templinum; hann rópti hart til hansara, sum á skýnum sat: »Send út akurknív tín og heysta! Tí tíðin at heysta er komin, akur jarðarinnar er staðin.« (VD)

Og annar eingil kom út úr templinum; hann rópaði við harðari rødd til hansara, sum á skýinum sat: »Ber út akurknív tín og sker; tí at tímin til at skera er komin, tí at akur jarðarinnar er staðin.« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

15:2

And I saw as it were a sea of glass mingled with fire: and them that had gotten the victory over the beast, and over his image, and over his mark, and over the number of his name, stand on the sea of glass, having the harps of God. (KJB)

Og eg sá sum var tað eitt hav av glari blandað við eldi: og teir sum høvdu fingið sigurin yvir djórinum, og yvir mynd hansara, og yvir merki hansara, og yvir tali navns hansara, standa á havinum av glari, havandi hørpur Guðs. (FKJ)

Eg sá eins og glashav, blandað við eld. Og eg sá tey, sum sigrandi vóru komin út úr bardaganum við dýrið og mynd tess og tal navns tess; tey stóðu við glashavið við hørpum Guds í hondunum. (VD)

Og eg sá sum glarhav blandað við eldi, og eg sá teir, sum høvdu vunnið sigur á djórinum og á mynd tess og á tali navns tess, standa við glarhavið og halda á hørpum Guðs. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

15:3

And they sing the song of Moses the servant of God, and the song of the Lamb, saying, Great and marvellous are thy works, Lord God Almighty; just and true are thy ways, thou King of saints. (KJB)

Og teir syngja song Mósesar, tænara Guðs, og song Lambsins, sigandi, Mikil og undrunarverd eru verk tíni, Harri Guð Almáttugur; rættvísir og sannir eru vegir tínir, tú Kongur hjá heilagum. (FKJ)

Tey sungu song Mósesar, tænara Guds, og song lambsins; tey søgdu: »Stór og undurfull eru verk Tíni Harri Gud, Tú Alvaldi! Rættvísir og sannir eru vegir Tínir, Tú kongur tjóðanna! (VD)

Og teir sungu song Mósesar, tænara Guðs, og song lambsins, og søgdu: »Stórir og undurfullir eru gerningar tínir, Harrin Guð, tú alvaldi. Rættvísir og sannir eru vegir tínir, tú kongur fólkanna! (JD)

Opinbering

Jóhannesar

15:4

Who shall not fear thee, O Lord, and glorify thy name? for thou only art holy: for all nations shall come and worship before thee; for thy judgments are made manifest. (KJB)

Hvør skal ikki óttast teg, O Harri, og dýrðmeta navn títt? tí at eina ert heilagur: tí at allar tjóðir skulu koma og tilbiðja frammi fyri tær; tí at dómar tínir eru gjørdir eyðsýndir. (FKJ)

Hvør skuldi ikki óttast Teg, Harri, og prísað navni Tínum! Eingin er heilagur uttan Tú, og øll fólkasløgini skulu koma og tilbiðja fyri ásjón Tíni; tí rættvísu dómar Tínir eru opinberaðir!« (VD)

Hvør skuldi ikki óttast, Harri, og prísa navni tínum? Tí at tú eina ert heilagur, tí at øll fólkasløg skulu koma og tilbiðja fyri ásjón tíni, tí at tínir rættvísu dómar eru vorðnir opinberir!« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

15:8

And the temple was filled with smoke from the glory of God, and from his power; and no man was able to enter into the temple, till the seven plagues of the seven angels were fulfilled. (KJB)

Og templið varð fylt við royki frá dýrd Guðs, og frá kraft hansara; og eingin maður var førur fyri at fara inn í templið, til tær sjey plágurnar hjá teimum sjey einglunum vóru uppfyltar. (FKJ)

Templið fyltist av royki av dýrd Guds og av kraft Hansara; og eingin kundi fara inn í templið, fyrrenn hinar sjey plágur hinna sjey eingla vóru á enda. (VD)

Og templið fyltist av royki av dýrd Guðs og av mátti hansara; og eingin kundi ganga inn í templið, fyrr enn hinar sjey plágurnar frá hinum sjey einglunum vóru endaðar. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

16:3

And the second angel poured out his vial upon the sea; and it became as the blood of a dead man: and every living soul died in the sea. (KJB)

Og hin annar eingilin helti út sína skál uppá sjógvin; og hann gjørdist sum blóðið av deyðum manni: og hvør livandi sál doyði í sjónum. (FKJ)

Annar eingilin helti úr skál síni í havið; tá varð tað blóð - sum av deyðum manni - og hvør livandi sál í havinum doyði. (VD)

Og hin annar helti skál sína í havið, og tað varð blóð, sum blóð av deyðum manni, og ein og hvør livandi sál doyði, sum í havinum var. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

16:4

And the third angel poured out his vial upon the rivers and fountains of waters; and they became blood. (KJB)

Og hin triðji eingilin helti út sína skál uppá áirnar og keldurnar av vøtnum; og tey gjørdust blóð. (FKJ)

Triði eingilin helti úr skál síni í áirnar og vatnkeldurnar; tá vórðu tær blóð. (VD)

Og hin triði helti skál sína í áirnar og vatnskeldurnar, og tað varð blóð. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

16:5

And I heard the angel of the waters say, Thou art righteous, O Lord, which art, and wast, and shalt be, because thou hast judged thus. (KJB)

Og eg hoyrdi eingil vatnanna siga, Tú ert rættvísur, O Harri, sum ert, og vart, og vera skalt, av tí at tú hevurt dømt soleiðis. (FKJ)

Og eg hoyrdi eingil vatnanna siga: »Rættvísur ert Tú, sum ert, og sum vart, Tú heilagi, at Tú hevur felt henda dóm! (VD)

Og eg hoyrdi eingil vatnanna siga: »Rættvísur ert tú, tú sum ert, og tú sum vart, hin heilagi, tí at tú hevur dømt soleiðis: (JD)

Opinbering

Jóhannesar

16:7

And I heard another out of the altar say, Even so, Lord God Almighty, true and righteous are thy judgments. (KJB)

Og eg hoyrdi ein annan út úr altarinum siga, Enntá so, Harri Guð Almáttugur, sannir og rættvísir eru dómar tínir. (FKJ)

Og eg hoyrdi altarið siga: »Ja, Harri Gud, Tú Alvaldi, sannir og rættvísir eru dómar Tínir!« (VD)

Og eg hoyrdi altarið siga: »Ja, Harrin Guð, tú alvaldi, sannir og rættvísir eru dómar tínir.« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

16:10

And the fifth angel poured out his vial upon the seat of the beast; and his kingdom was full of darkness; and they gnawed their tongues for pain, (KJB)

Og hin fimti eingilin helti út sína skál uppá sæti djórsins; og hansara kongadømi varð fult av myrkri; og teir gnagaðu sínar tungur fyri pínu, (FKJ)

Fimti eingilin helti úr skál síni á hásæti dýrsins; tá myrknaði ríki tess, og tey tugdu tungur sínar av pínu. (VD)

Og hin fimti helti skál sína á hásæti djórsins; og tess kongaríki myrknaði, og tey bitu seg í tungurnar av pínslu, (JD)

Opinbering

Jóhannesar

16:12

And the sixth angel poured out his vial upon the great river Euphrates; and the water thereof was dried up, that the way of the kings of the east might be prepared. (KJB)

Og hin sætti eingilin helti út sína skál uppá hina miklu ánna Evphrates; og vatnið hjá henni varð turkað upp, at vegurin hjá kongunum úr eystri mátti verða fyribúgvin. (FKJ)

Sætti eingilin helti úr skál síni í hina stóru ánna Eufrat; tá tornaði vatnið í henni upp, so vegurin skuldi verða gjørdur kongunum eystaneftir til reiðar. (VD)

Og hin sætti helti skál sína í ánna miklu, Evfrat; og vatnið í henni tornaði upp, fyri at vegur skuldi verða greiddur fyri kongunum, sum koma frá sólarrenningini. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

16:14

For they are the spirits of devils, working miracles, which go forth unto the kings of the earth and of the whole world, to gather them to the battle of that great day of God Almighty. (KJB)

Tí at teir eru djevla-andar, virkandi kraftaverkˇ, sum fara út at kongum jarðarinnar og hinnar heilu veraldar, at savna teir til bardaga hins mikla dags Guðs Almáttugs. (FKJ)

Teir eru illir andar, ið gera tekin; teir fara út til kongarnar á øllum jarðarríki - at savna teir saman til bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda. (VD)

tí at teir eru djevlaandar, sum gera tekin, og teir fara út til kongarnar í øllum manna-heiminum til at savna teir saman til bardagan á hinum mikla degi Guðs hins alvalda. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

16:17

And the seventh angel poured out his vial into the air; and there came a great voice out of the temple of heaven, from the throne, saying, It is done. (KJB)

Og hin sjeyndi eingilin helti út sítt bikar inn í luftina; og tað kom ein mikil rødd út úr templi himins, frá hásætinum, sigandi, Tað er gjørt. (FKJ)

Sjeyndi eingilin helti úr skál síni í luftina; tá kom hørð rødd út úr templinum, frá hásætinum; hon segði: »Tað er gjørt!« (VD)

Og hin sjeyndi helti skál sína í luftina, og hørð rødd kom út úr templinum, frá hásætinum og segði: »Tað er gjørt!« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

17:1

And there came one of the seven angels which had the seven vials, and talked with me, saying unto me, Come hither; I will shew unto thee the judgment of the great whore that sitteth upon many waters: (KJB)

Og har kom ein av teimum sjey einglunum sum høvdu tær sjey skálirnar, og talaði við meg, sigandi við meg, Kom higar; eg vil sýna tær dómin av hini miklu skøkju sum situr uppiá mongum vøtnum: (FKJ)

Ein av hinum sjey einglunum, ið høvdu hinar sjey skálirnar, kom og tosaði við meg; hann segði: »Kom, eg skal vísa tær dómin yvir hina stóru skøkju, sum situr yvir hinum mongu vøtnum, (VD)

Og ein av hinum sjey einglunum, sum hildu á hinum sjey skálunum, kom og talaði við meg og segði: »Kom higar, og eg skal sýna tær dómin yvir hina stóru skøkjuna, sum situr yvir mongum vøtnum, (JD)

Opinbering

Jóhannesar

17:6

And I saw the woman drunken with the blood of the saints, and with the blood of the martyrs of Jesus: and when I saw her, I wondered with great admiration. (KJB)

Og eg sá kvinnuna drukna við blóði teirra heilagu, og við blóði Jesu martýra: og tá ið eg sá hana, undraðist eg við miklari undran. (FKJ)

Eg sá kvinnuna drukna av blóði hinna heilagra og blóði vitna Jesusar. Eg undraðist stórliga, táið eg sá hana. (VD)

Og eg sá kvinnuna drukna av blóði teirra heilagu og av blóði Jesu vitna, og eg undraðist stórliga, tá ið eg sá hana. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

17:8




Lívsins bók frá grundlegging veraldarinnar

The beast that thou sawest was, and is not; and shall ascend out of the bottomless pit, and go into perdition: and they that dwell on the earth shall wonder, whose names were not written in the book of life from the foundation of the world, when they behold the beast that was, and is not, and yet is. (KJB)

Djórið, sum tú sást, var, og er ikki; og skal stíga upp úr hini botnleysu avgrund, og fara inn í glatan: og teir, sum dvøljast á jørðini, skulu undrast, hvørs nøvn vórðu ikki skrivað í lívsins bók frá grundlegging veraldarinnar, tá ið teir síggja djórið sum var, og er ikki, og tó er. (FKJ)

Dýrið, ið tú sást, hevur verið - og er ikki; tað skal koma upp úr avgrundini og fara burtur til fortaping. Tey, sum á jørðini búgva - tey, hvørja nøvn ikki, frá tí heimurin varð grundaður, eru skrivað í bók lívsins - skulu undrast, táið tey síggja dýrið, sum var - og er ikki - og skal koma. (VD)

Djórið, sum tú sást, var og er ikki, og tað skal stíga upp úr avgrundini og fara burtur til glatanar; og teir, sum á jørðini búgva, sum ikki hava nøvn síni skrivað í lívsins bók, frá tí at heimurin varð grundaður, skulu undrast, tá ið teir síggja djórið, at tað var, og er ikki, og skal koma. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

17:10

And there are seven kings: five are fallen, and one is, and the other is not yet come; and when he cometh, he must continue a short space. (KJB)

Og tað eru sjey kongar: fimm eru falnir, og ein er, og hin er ikki enn komin, og tá ið hann kemur, má hann halda áfram eitt stutt bil. (FKJ)

tey eru sjey kongar; fimm eru falnir, ein er, og hin er ikki komin enn; táið hann kemur, skal hann verða stutta tíð. (VD)

og tey eru sjey kongar. Fimm eru falnir, ein er nú uppi, hin er enn ikki komin; og tá ið hann kemur, eigur hann at halda stutt við. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

17:14

These shall make war with the Lamb, and the Lamb shall overcome them: for he is Lord of lords, and King of kings: and they that are with him are called, and chosen, and faithful. (KJB)

Hesir skulu føra kríggj við Lambið, og Lambið skal vinna yvir teimum: tí at hann er Harri harra og Kongur konga: og teir, sum eru við honum, eru kallaðir, og útvaldir, og trúfastir. (FKJ)

Hesir skulu berjast við lambið; men lambið skal sigra - tað og tey, sum við tí eru, hini kallaðu, útvaldu og trúføstu - tí tað er Harri harra og Kongur konga.« (VD)

Hesir skulu stríða móti lambinum, og lambið skal vinna á teimum, - tí at tað er drottur drotta og kongur konga - og teir, sum eru við tí, hinir kallaðu og útvaldu og trúgvu.« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

18:6

Reward her even as she rewarded you, and double unto her double according to her works: in the cup which she hath filled fill to her double. (KJB)

Endurgjaldið henni enntá sum hon endurgalt tykkum, og tvífaldið henni tvífalt samsvarandi við hennara verkˇ: í bikarið, sum hon hevur fylt, fyllið til hennara tvífalt. (FKJ)

Lønið henni aftur, sum hon hevur lønt, ja, gjaldið henni tvífalt eftir verkum hennara, skeinkið henni dupult so nógv í bikarið, sum hon hevur skonkt! (VD)

Gjaldið henni, eins og hon hevur goldið, og lønið henni tvífalt aftur eftir gerningum hennara; skeinkið henni tvífalt í bikarið, sum hon hevur skonkt! (JD)

Opinbering

Jóhannesar

18:11

And the merchants of the earth shall weep and mourn over her; for no man buyeth their merchandise any more: (KJB)

Og handilsmenn jarðarinnar skulu gráta og syrgja yvir hana; tí at eingin maður keypir teirra vørur meira: (FKJ)

Keypmenn jarðarinnar skulu gráta og syrgja um hana, tí eingin longur keypir skipsfarmar teirra (VD)

Og keypmenn jarðarinnar gráta og syrgja um hana, tí at eingin keypir nú longur vørur teirra, (JD)

Opinbering

Jóhannesar

18:20

Rejoice over her, thou heaven, and ye holy apostles and prophets; for God hath avenged you on her. (KJB)

Fegnast yvir henni, himin, og tit heilagu ápostlar og prophetar; tí at Guð hevur hevnt tykkum á henni. (FKJ)

Fegnast yvir henni, Himmal - og tit heiløgu, tit ápostlar og profetar - at Gud hevur hildið dóm yvir henni fyri tykkum!« (VD)

Fegnast yvir henni, tú himin, og tit heilagu, og tit ápostlar, og tit profetar, tí at Guð hevur hildið dóm fyri tykkum yvir henni!« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

19:1

And after these things I heard a great voice of much people in heaven, saying, Alleluia; Salvation, and glory, and honour, and power, unto the Lord our God: (KJB)

Og eftir hesi ting hoyrdi eg mikla rødd av nógvum fólki í himni, sigandi; Alleluia; Frelsa, og dýrd, og heiður, og máttur, til Harrans Guðs várs: (FKJ)

Síðani hoyrdi eg eins og hart ljóð av stórum skara í Himli; tey søgdu: »Halleluja! Frelsan, dýrdin og kraftin hoyrir Gudi okkara til. (VD)

Eftir hetta hoyrdi eg sum harða rødd av stórum skara á himni, og teir søgdu: »Halleluja! Frelsan og dýrdin og mátturin er Guðs várs! (JD)

Opinbering

Jóhannesar

19:8

And to her was granted that she should be arrayed in fine linen, clean and white: for the fine linen is the righteousness of saints. (KJV)

Og til hennara varð givið, at hon skuldi verða skrýdd í fínt lín, reint og hvítt: tí at tað fína línið er rættvísin hjá heilagum. (FKJ)

Henni er givið at lata seg í fínt línklæði, reint og skínandi!« - Línklæðið er rættvísiverk hinna heilagra. (VD)

Og henni er givið at lata seg í dýrt, skínandi reint lín, tí at hitt dýra línið er rættferðarverk teirra heilagu.« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

19:12

His eyes were as a flame of fire, and on his head were many crowns; and he had a name written, that no man knew, but he himself. (KJB)

Eygu hansara vóru sum ein flamma av eldi, og á høvdi hansara vóru mangar krúnur; og hann hevði eitt navn skrivað, sum eingin maður kendi, uttan sjálvur hann. (FKJ)

Eygu Hansara vóru sum eldslogi, og á høvdi Hansara vóru nógvar krúnur; Hann hevði navn skrivað, sum eingin kennir uttan Hann sjálvur. (VD)

Men eygu hansara eru eldslogi, og á høvdi hansara eru mangar krúnur; og hann hevur navn skrivað, sum eingin kennir, uttan hann sjálvur. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

19:17

And I saw an angel standing in the sun; and he cried with a loud voice, saying to all the fowls that fly in the midst of heaven, Come and gather yourselves together unto the supper of the great God; (KJB)

Og eg sá ein eingil standandi í sólini; og hann rópaði við harðari rødd, sigandi til alra fuglanna sum flúgva í miðjum himni, Komið og savnið tykkum saman til kvøldmáltíðar hins mikla Guðs; (FKJ)

Eg sá eingil standa í sólini; hann rópti hart og segði við allar fuglar, ið flugu mitt uppi undir himli: »Komið, savnið tykkum til hin stóra nátturða Guds (VD)

Og eg sá ein eingil, sum stóð í sólini, og hann rópaði við harðari reyst og segði við allar fuglarnar, sum flugu uppi undir miðhimninum: »Komið, savnið tykkum saman til hina stóru kvøldmáltíð Guðs, (JD)

Opinbering

Jóhannesar

20:4

And I saw thrones, and they sat upon them, and judgment was given unto them: and I saw the souls of them that were beheaded for the witness of Jesus, and for the word of God, and which had not worshipped the beast, neither his image, neither had received his mark upon their foreheads, or in their hands; and they lived and reigned with Christ a thousand years. (KJB)

Og eg sá trónur, og teir settust uppá tær, og dómur varð givin teimum: og eg sá sálir teirra sum vórðu hálshøgdir fyri Jesu vitnisburð, og fyri Guðs orð, og sum høvdu ikki tilbiðið djórið, eiheldur mynd hansara, eiheldur høvdu móttikið hansara merki uppá ennir síni, ella í hendur sínar; og teir livdu og ráddu við Christi túsund ár. (FKJ)

Eg sá hásæti, og teir settust í tey; og teimum varð givið vald at halda dóm. Eg sá sálir teirra, sum hálshøgd vóru fyri Jesu vitnisburðar og fyri orðs Guds skuld, og tey, sum ikki høvdu tilbiðið dýrið ella mynd tess og ikki høvdu tikið merkið á pannuna ella á hondina; tey vórðu livandi og gjørdust kongar við Kristusi 1000 ár. (VD)

Og eg sá hásæti, og menn settust í tey, og dómsvald varð teimum givið; og eg sá sálir teirra, sum hálshøgdir høvdu verið fyri Jesu vitnisburðar skuld og fyri Guðs orðs skuld, og teir, sum ikki høvdu tilbiðið djórið ella mynd tess, og ikki høvdu tikið merkið á enni sítt og á hond sína; og teir livdu og ráddu saman við Kristi túsund ár. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

20:9

And they went up on the breadth of the earth, and compassed the camp of the saints about, and the beloved city: and fire came down from God out of heaven, and devoured them. (KJB)

Og teir fóru niðan á breidd jarðarinnar, og umringaðu leirin hjá hinum heilagu íkring, og hin háttelskaða staðin: og eldur kom niður frá Guði út úr himni, og uppslúkaði teir. (FKJ)

Teir komu eftir jørðini, so víð sum hon var, og kringsettu tilhald hinna heilagra og hin elskaða stað. - Men eldur fall niður av himli og oyddi teir. (VD)

Og teir hildu niðan á jarðarinnar víða vøll og kringsettu herbúðir teirra heilagu og staðin hin elskaða. Og eldur fell niður av himni og oyddi teir. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

20:12

And I saw the dead, small and great, stand before God; and the books were opened: and another book was opened, which is the book of life: and the dead were judged out of those things which were written in the books, according to their works. (KJB)

Og eg sá hinar deyðu, smáar og miklar, standa frammanfyri Guði; og bøkurnar vórðu upplatnar : og ein onnur bók varð upplatin, sum er lívsins bók: og hinir deyðu vórðu dømdir út frá teimum tingunum sum vóru skrivaði í bókunum, samsvarandi við teirra verkˇ. (FKJ)

Og eg sá hini deyðu, stór og smá, standa fyri hásætinum. Bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, tað var bók lívsins. Hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum. (VD)

Og eg sá teir deyðu, stórar og smáar, standa framman fyri hásætinum, og bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, og tað er lívsins bók, og hinir deyðu vórðu dømdir eftir tí, sum skrivað var í bókunum, samsvarandi gerningum teirra. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

20:13

And the sea gave up the dead which were in it; and death and hell delivered up the dead which were in them: and they were judged every man according to their works. (KJB)

Og sjógvurin gav upp hinar deyðu sum vóru í honum; og deyði og helviti flýggjaðu upp hinar deyðu sum vóru í teimum: og teir vórðu dømdir hvør maður samsvarandi við teirra verkˇ. (FKJ)

Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru. Tey vórðu dømd, hvørt eftir verkum sínum. (VD)

Og havið gav frá sær teir deyðu, sum í tí vóru, og deyðin og helheimurin góvu frá sær teir deyðu, sum í teimum vóru, og teir vórðu dømdir ein og hvør samsvarandi gerningum sínum. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

20:14

And death and hell were cast into the lake of fire. This is the second death. (KJB)

Og deyði og helviti vórðu kastaði inn í eldsjógvin. Hetta er hin annar deyðin. (FKJ)

Deyðin og deyðaríkið vórðu kastað í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin - eldsjógvurin. (VD)

Og deyðin og helheimurin vórðu kastaðir í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin, eldsjógvurin. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

21:2

And I John saw the holy city, new Jerusalem, coming down from God out of heaven, prepared as a bride adorned for her husband. (KJB)

Og eg, Jóhannes, sá hin heilaga stað, nýggja Jerusalem, komandi niður frá Guði út úr himni, fyribúgvin sum ein brúður, skrýdd fyri ektamanni sínum. (FKJ)

Eg sá hin heilaga stað, hitt nýggja Jerúsalem, koma niður av Himli, frá Gudi, tilgjørdan sum brúður, ið er prýdd fyri brúðgómi sínum. (VD)

Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

21:3

And I heard a great voice out of heaven saying, Behold, the tabernacle of God is with men, and he will dwell with them, and they shall be his people, and God himself shall be with them, and be their God. (KJB)

Og eg hoyrdi eina mikla rødd út úr himni sigandi, Sí, tabernakkul Guðs er hjá monnum, og hann vil búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara, og Guð sjálvur skal vera hjá teimum, og vera Guð teirra. (FKJ)

Og eg hoyrdi rødd frá hásætinum; hon segði: »Hygg, bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra. (VD)

Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: »Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

21:4

And God shall wipe away all tears from their eyes; and there shall be no more death, neither sorrow, nor crying, neither shall there be any more pain: for the former things are passed away. (KJB)

Og Guð skal turka burtur øll tár frá eygum teirra; og tað skal vera eingin deyði meira, eiheldur sorg, ella grátur, eiheldur skal tað vera nøkur pína meira: tí hinir fyrru lutirnir eru gingnir undir. (FKJ)

Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur - tí hitt fyrra er farið.« (VD)

Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

21:5

And he that sat upon the throne said, Behold, I make all things new. And he said unto me, Write: for these words are true and faithful. (KJB)

Og hann, sum sat uppiá hásætinum, segði, Sí, eg geri øll ting nýggj. Og hann segði við meg, Skriva: tí at hesi orðini eru sonn og trúføst. (FKJ)

Hann, sum í hásætinum sat, segði: »Hygg, Eg geri alt nýtt!« Og Hann segði við meg: »Skriva! Tí hesi orð eru trúverd og sonn.« (VD)

Og tann, sum í hásætinum sat, segði: »Sí, eg geri allur lutir nýggjar!« Og hann sigur: »Skriva! Tí at hesi orð eru trúgv og sonn.« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

21:24

And the nations of them which are saved shall walk in the light of it: and the kings of the earth do bring their glory and honour into it. (KJB)

Og tjóðirnar av teimum, sum eru frelst, skulu ganga í ljósi hansara: og kongar jarðarinnar bera sína dýrd og heiður inn í hann. (FKJ)

Fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar skulu bera dýrd sína inn í hann. (VD)

Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar bera dýrd sína til hansara. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

22:1

And he shewed me a pure river of water of life, clear as crystal, proceeding out of the throne of God and of the Lamb. (KJB)

OG hann sýndi mær eina skíra á av lívsvatni, klára sum krystall, útgangandi út úr hásæti Guðs og Lambsins. (FKJ)

Hann vísti mær nú lívsvatnsánna, skínandi sum krystal; hon rann út frá hásæti Guds og lambsins. (VD)

Og hann vísti mær á við lívsins vatni, skínandi sum krystal, og hon rann frá hásæti Guðs og lambsins. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

22:4

And they shall see his face; and his name shall be in their foreheads. (KJB)

Og teir skulu síggja andlit hansara; og hansara navn skal vera í ennum teirra. (FKJ)

Teir skulu síggja ásjón Hansara, og navn Hansara skal vera á pannum teirra. (VD)

Og teir skulu síggja ásjón hansara, og navn hansara skal vera á ennum teirra. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

22:6

And he said unto me, These sayings are faithful and true: and the Lord God of the holy prophets sent his angel to shew unto his servants the things which must shortly be done. (KJB)

Og hann segði við meg, Hesar framsagnir eru trúfastar og sannar: og Harrin Guð hinna heilagu propheta sendi sín eingil at sýna tænarum sínum tey tingini sum mugu brátt verða gjørd. (FKJ)

Hann segði við meg: »Hesi orð eru trúverd og sonn; og Harrin, Gud anda profetanna, hevur sent eingil Sín at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt fer at henda. (VD)

Og hann segði við meg: »Hesi orð eru álítandi og sonn; og Harrin, Guð anda profetanna, sendi eingil sín til at sýna tænarum sínum tað, sum brátt skal henda. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

22:7

Behold, I come quickly: blessed is he that keepeth the sayings of the prophecy of this book. (KJB)

Sí, eg komi snarliga: signaður er hann sum varðveitir framsagnirnar av prophetiinum av hesi bók. (FKJ)

Eg komi skjótt! Sælur er tann, ið heldur fast við profetorðini í hesi bók!« (VD)

Sí, eg komi skjótt! Sælur er tann, sum varðveitir orð profetadómsins í hesi bók!« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

22:14

Blessed are they that do his commandments, that they may have right to the tree of life, and may enter in through the gates into the city. (KJB)

Signaðir eru teir sum gera boðini hjá honum, at teir mega hava rætt til lívsins træ, og mega ganga inn gjøgnum portrini inn í staðin. (FKJ)

Sæl eru tey, sum tváa klæði síni, so tey kunnu fáa atgongd til træ lívsins og um portrini ganga inn í staðin! (VD)

Sælir eru teir, sum tváa skikkjur sínar, so at teir mega fáa atgongd at lívsins træi og mega ganga inn um portrini inn í staðin. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

22:19


Rev 20:15

And if any man shall take away from the words of the book of this prophecy, God shall take away his part out of the book of life, and out of the holy city, and from the things which are written in this book. (KJB)

Og um nakar maður skal taka burtur frá orðunum av bókini av hesum prophetii, Guð skal taka burtur hansara part út úr lívsins bók, og út úr hinum heilaga staði, og frá tingunum sum eru skrivaði í hesi bók. (FKJ)

Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetabók, skal Gud taka lut hansara burtur frá træi lívsins og úr hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók. (VD)

Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetadómsbók, tá skal Guð taka lut hansara burtur frá lívsins træi og frá hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

22:21

The grace of our Lord Jesus Christ be with you all. Amen. (KJB)

Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum øllum. Amen. (FKJ)

Náði Harrans Jesusar veri við øllum! (VD)

Náði Harrans Jesu veri við øllum! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg

E-mail






facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher