Psálmabókin

1:6

For the LORD knoweth the way of the righteous: but the way of the ungodly shall perish. (KJB)

Tí at HARRIN kennir veg teirra rættvísu: men vegur hinna ógudiligu skal týnast. (FKJ)

Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi. (VD)

tí Harrin kennir veg teirra rættvísu, og vegur teirra gudleysu ber av leið. (JD)

Psálmabókin

2:7


Act 13:33

I will declare the decree: the LORD hath said unto me, Thou art my Son; this day have I begotten thee. (KJV)

Eg vil kunngera avráðingina: HARRIN hevur sagt við meg, Tú ert Sonur mín; henda dag havi eg gitið teg. (FKJ)

- »Eg skal siga frá avgerð. HARRIN segði við Meg: »Tú ert sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag! (VD)

Greina vil eg frá ráðagerð, Harrin segði við meg: »Sonur mín ert tú, í dag havi eg føtt teg; (JD)

Psálmabókin

2:12

Kiss the Son, lest he be angry, and ye perish from the way, when his wrath is kindled but a little. Blessed are all they that put their trust in him. (KJB)

Kyssið Sonin, at ikki hann verði firtin, og tit farist frá veginum, tá ið hansara vreiði verður kynd bert eitt sindur. Signaðir eru allir teir, sum seta sítt álit á hann. (FKJ)

Kyssið sonin, fyri at Hann skal ikki verða vreiður, og tit ganga til grundar á vegnum! Skjótt tendrast vreiði Hansara! Sæl eru øll tey, ið líta á Hann! (VD)

Heilsið syninum, at hann ei skal ilskast og vegur tykkara bera av leið; tí brátt birtist vreiði hans. Sælir eru allir teir, ið á hann troysta! (JD)

Psálmabókin

4:3

But know that the LORD hath set apart him that is godly for himself: the LORD will hear when I call unto him. (KJB)

Men vitið, at HARRIN hevur sett fyri seg hann, sum er gudiligur, til sín sjálvs: HARRIN vil hoyra, tá ið eg kalli á hann. (FKJ)

(4:4) Tit skulu sanna, at HARRIN hevur valt Sær tann, ið gudræddur er - táið eg ákalli HARRAN, hoyrir Hann meg! (VD)

(4:4) Tit munnu spyrja, at Harrin undurfult fer við tænara sínum; Harrin hoyrir, tá ið eg á hann kalli. (JD)

Psálmabókin

8:5

For thou hast made him a little lower than the angels, and hast crowned him with glory and honour. (KJB)

Tí at tú hevurt gjørt hann eitt lítið sindur lægri enn einglarnar, og hevurt krýnt hann við dýrd og heiðuri. (FKJ)

(8:6) Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiður og dýrd krýndi Tú tað; (VD)

(8:6) Tú gjørdi hann nærum til Guð, hevur krýnt hann við dýrd og við æru, (JD)

Psálmabókin

9:3

When mine enemies are turned back, they shall fall and perish at thy presence. (KJB)

Tá ið mínir fíggindar eru vendir tilbakar, skulu teir falla og glatast fyri nærveru tíni. (FKJ)

(9:4) - tí fíggindar mínir víkja, falla og ganga til grundar fyri ásjón Tíni. (VD)

(9:4) tí mínir fíggindar undan stukku, snávaðu og fullu fyri andliti tínum; (JD)

Psálmabókin

9:17

The wicked shall be turned into hell, and all the nations that forget God. (KJB)

Hinir vondu skulu verða vendir inn í helviti, og allar tjóðirnar sum gloyma Guð. (FKJ)

(9:18) Í deyðaríkið fara hini gudleysu niður, allir heidningar, ið gloyma Gud. (VD)

(9:18) Gudleysir skulu venda aftur í helheim, allir heidningar, ið gloyma Guð; (JD)

Psálmabókin

10:5

His ways are always grievous; thy judgments are far above out of his sight: as for all his enemies, he puffeth at them. (KJB)

Hansara vegir eru altíð herviligir; tínir dómar eru langt omanfyri úti úr eygsjón hansara: hvat viðvíkur øllum hansara fíggindum, hann blæsur eftir teimum. (FKJ)

Fyritøkur hansara eydnast altíð; langt burtur frá honum - høgt uppi - eru dómar Tínir; hann blæsur eftir øllum fíggindum sínum. (VD)

Vegir hans eydnast á hvørji stund, hátt yvir høvdi hans eru dómar tínir; at øllum fíggindum sínum hann blæsur. (JD)

Psálmabókin

11:5

The LORD trieth the righteous: but the wicked and him that loveth violence his soul hateth. (KJB)

HARRIN roynir hin rættvísa: men hin vonda, og hann sum elskar harðskap, sál hans hatar. (FKJ)

HARRIN roynir hin rættvísa; men hin gudleysa og tann, ið elskar órætt, hatar sál Hansara; (VD)

Harrin rannsakar ill og góð, sál hans hatar tann, ið órætt elskar. (JD)

Psálmabókin

12:2

They speak vanity every one with his neighbour: with flattering lips and with a double heart do they speak. (KJB)

Teir tala fáfongd hvør og ein við næsta sín: við smikrandi vørrum og við einum tvíføldum hjarta teir tala. (FKJ)

(12:3) Tey tala lygn, hvør við næsta sín; við følskum vørrum, við tvísintum hjarta tala tey. (VD)

(12:3) lygn teir tala, hvør við annan, við sleiskum vørrum, við tvífaldum sinni teir tala. (JD)

Psálmabókin

12:6

The words of the LORD are pure words: as silver tried in a furnace of earth, purified seven times. (KJB)

Orðini hjá HARRANUM eru skír orðˇ: sum silvur roynd í einum bræðsluovni av jørð, skírgaði sjey ferðir. (FKJ)

(12:7) Orð HARRANS eru rein orð, lík hinum reina, sjey ferðir reinsaða silvuri. (VD)

(12:7) Orð Harrans eru rein orð, skírt silvur, sjey ferðir reinskað gull. (JD)

Psálmabókin

12:7

Thou shalt keep them, O LORD, thou shalt preserve them from this generation for ever. (KJB)

Tú skalt varða tey, O HARRI, tú skalt varðveita tey frá hesi ætt um ævir. (FKJ)

(12:8) Tú, HARRI, skalt varða tey, Tú skalt goyma hesi ætt tey í allar ævir. (VD)

(12:8) Tú vilt tey varða, Harri, okkum verja mót hesi slekt, allar ævir. (JD)

Psálmabókin

16:10

For thou wilt not leave my soul in hell; neither wilt thou suffer thine Holy One to see corruption. (KJB)

Tí at tú vilt ikki eftirlata mína sál í helviti ; eiheldur vilt tú loyva Hinum Heilaga tínum at síggja rot. (FKJ)

Tí Tú skalt ikki geva deyðaríkinum sál Mína, Tú skalt ikki lata hin Heilaga Tín síggja rot. (VD)

Tí ikki letur tú sál mína í helheim, ikki letur tú hin heiliga tín fáa grøvina at sjá. (JD)

Psálmabókin

18:3

I will call upon the LORD, who is worthy to be praised: so shall I be saved from mine enemies. (KJB)

Eg vil kalla uppá HARRAN, sum er verdur at verða prísaður: so skal eg verða frelstur frá mínum fíggindum. (FKJ)

(18:4) Eg ákalli HARRAN, hin hálovaða, og verði frelstur frá fíggindum mínum! (VD)

(18:4) Lovaður veri Harrin, so ljóðar mítt róp, og frá fíggindum mínum eg bjargist. (JD)

Psálmabókin

18:4

The sorrows of death compassed me, and the floods of ungodly men made me afraid. (KJB)

Sorgir deyðans umringaðu meg, og flóðirnar av ógudiligum monnum gjørdu meg ræddan. (FKJ)

(18:5) Tog deyðans vóru um meg, streymar oyðingarinnar ræddu meg.  (VD)

(18:5) Deyðans boðabrot hava verið íkring meg, undirgangsins íður hava rætt meg. (JD)

Psálmabókin

18:5

The sorrows of hell compassed me about: the snares of death prevented me. (KJB)

Sorgir helvitis umringaðu meg umkring : snerrur deyðans komu mær á møti. (FKJ)

(18:6) Tog deyðaríkisins vóru rubbað um meg, í snerrum deyðans varð eg fastur. (VD)

(18:6) Heljarbond vóru um meg spent, deyðans reip komu á meg. (JD)

Psálmabókin

19:7

The law of the LORD is perfect, converting the soul: the testimony of the LORD is sure, making wise the simple. (KJB)

HARRANS lóg er fullkomin, umvendandi sálina : HARRANS vitnisburður er vissur, gerandi vísar hinar einføldu. (FKJ)

(19:8) Lóg HARRANS er fullkomin, hon lívgar sálina; vitnisburður HARRANS er trúfastur, hann ger hin einfalda vísan; (VD)

(19:8) Harrans lóg er uttan lýti, sálina lívgar. Harrans vitnisburður álítandi er, ger einfaldan vísan. (JD)

Psálmabókin

27:14

Wait on the LORD: be of good courage, and he shall strengthen thine heart: wait, I say, on the LORD. (KJB)

Bíða eftir HARRANUM : ver við gott treyst, og hann skal styrkja títt hjarta : bíða, eg sigi, eftir HARRANUM. (FKJ)

- Bíða eftir HARRANUM, ver hugreystur, og hjarta títt veri sterkt, ja, bíða eftir HARRANUM! (VD)

Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst, tak mót í hjarta og Harranum bíða! (JD)

Psálmabókin

29:9

The voice of the LORD maketh the hinds to calve, and discovereth the forests: and in his temple doth every one speak of his glory. (KJB)

HARRANS rødd fær hindirnar at kálva, og avhylur skógirnar : og í hansara templi talar hvør og ein um hansara dýrd. (FKJ)

Rødd HARRANS fær hindir at kálva og ger bart í skógunum; alt í halgidómi Hansara rópar: »Dýrd!« (VD)

Hoyrið rødd Harrans, tá hann hindirnar lambskotnar ger, og hann ger bart í skógum -! Og í halgidómi hans sigur alt: »Æra!« (JD)

Psálmabókin

35:24

Judge me, O LORD my God, according to thy righteousness; and let them not rejoice over me. (KJB)

Døm meg, O HARRI Guð mín, samsvarandi við tína rættvísi; og lat teir ikki fegnast yvir mær. (FKJ)

Fá mær rætt eftir rættvísi Tíni, HARRI Gud mín, og lat teir ikki gleðast yvir mær! (VD)

Døm meg eftir rættferð míni, Harri, Guð mín! Lat teir ei gleðast av mær! (JD)

Psálmabókin

46:1

God is our refuge and strength, a very present help in trouble. (KJB)

GUÐ er várt skjól og styrki, ein sera nærverandi hjálp í trongd. (FKJ)

(46:2) Gud er skjól og styrki okkara, hjálp í neyðini, til fulnar royndur. (VD)

(46:2) Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur. (JD)

Psálmabókin

46:4

There is a river, the streams whereof shall make glad the city of God, the holy place of the tabernacles of the most High. (KJB)

Tað finst ein á, streymarnir av hvørji skulu gera glaðan Guðs stað, tað heilaga plássið av tabernaklunum hjá tí mest Høga. (FKJ)

(46:5) Ein á er - streymar hennara gleða stað Guds, heilaga bústað hins Hægsta. (VD)

(46:5) Ein á og hennar løkir gleða Guðs stað, hin heilaga stað, har hin hægsti hevur búgv. (JD)

Psálmabókin

46:6

The heathen raged, the kingdoms were moved: he uttered his voice, the earth melted. (KJB)

Hinir heidnu leikaðu óðir, kongadømini vórðu vikaði : hann mælti síni rødd, jørðin smeltaði. (FKJ)

(46:7) Fólkasløg leika í, ríki vikast - Hann letur rødd Sína ljóða, tá skelvur jørðin. (VD)

(46:7) Fólkini leikaðu í, ríkini góvu seg, rødd hansara ljóðaði, jørðin gekk kyk. (JD)

Psálmabókin

46:8

Come, behold the works of the LORD, what desolations he hath made in the earth. (KJB)

Komið, skoðið verkini hjá HARRANUM, hvørjar oyðingar hann hevur gjørt á jørðini. (FKJ)

(46:9) Komið og síggið verk HARRANS - Hann hevur avrikað øgilig verk á jørðini! (VD)

(46:9) Komið og síggið stórverk Harrans, tær undurgerðir, hann innir á jørð! (JD)

Psálmabókin

46:10

Be still, and know that I am God: I will be exalted among the heathen, I will be exalted in the earth. (KJB)

Verið stillir, og vitið, at eg eri Guð : eg vil verða upphevjaður millum hinna heidnu, eg vil verða upphevjaður á jørðini. (FKJ)

(46:11) - »Haldið uppat, og sannið, at Eg eri Gud! Eg eri høgur millum fólkini, høgur á jørðini!« (VD)

(46:11) »Latið av og sannið, at eg eri Guð, hátt hevjaður fólkanna millum, hátt hevjaður á jørð!« (JD)

Psálmabókin

68:11

The Lord gave the word: great was the company of those that published it. (KJB)

Harrin gav orðið : mikil var flokkurin av teimum sum kunngjørdu tað. (FKJ)

(68:12) HARRIN gevur sigurssong; stórur er skarin av kvinnum við gleðiboðskapi. (VD)

(68:12) Harrin heldur síni orð, stórt er liðið av konum, ið sigursboð bera: (JD)

Psálmabókin

68:17

The chariots of God are twenty thousand, even thousands of angels: the Lord is among them, as in Sinai, in the holy place. (KJB)

Guðs hervagnar eru tjúgu túsund, enntá túsundir av einglum : Harrin er teirra millum, sum á Sinai, í tí heilaga plássinum. (FKJ)

(68:18) Vagnar Guds eru í tíggjutúsundtali, túsund og aftur túsund; Harrin er ímillum teirra, Sinai er í halgidóminum. (VD)

(68:18) Guðs hervagnar vóru í tíggju túsunda tali, túsund og uppaftur túsund. Av Sinai kom Harrin í dýrd. (JD)

Psálmabókin

69:1

Save me, O God; for the waters are come in unto my soul. (KJB)

Frels meg, O Guð ; tí at vøtnini eru komin inn at míni sál. (FKJ)

(69:2) Frels Meg, Gud! Tí vøtnini eru komin Mær líka at sálini. (VD)

(69:2) Bjarga mær, Guð, tí vøtnini vilja meg køva! (JD)

Psálmabókin

72:5

They shall fear thee as long as the sun and moon endure, throughout all generations. (KJB)

Teir skulu óttast teg so leingi sum sólin og mánin vara, út gjøgnum allar ættir. (FKJ)

Tey skulu óttast Teg, so leingi sum sólin lýsir, og mánin skínur, mann eftir mann. (VD)

Tá man hann liva so leingi, sum sólin sær, og mánin lýsir ætt eftir ætt. (JD)

Psálmabókin

83:18

That men may know that thou, whose name alone is JEHOVAH, art the most high over all the earth. (KJB)

At menn mega vita, at tú, hvørs navn eina er JEHOVAH, ert hin mest høgi yvir allari jørðini. (FKJ)

(83:19) Lat teir sanna, at eingin uttan Tú eitur HARRIN, hin hægsti yvir allari jørðini! (VD)

(83:19) Lat teir sanna, at eina tú bert navnið Harri, hin hægsti yvir heimin allan! (JD)

Psálmabókin

86:13

For great is thy mercy toward me: and thou hast delivered my soul from the lowest hell. (KJB)

Tí at mikil er miskunn tín mótvegis mær : og tú hevurt útfríað mína sál frá hinum lægsta helviti. (FKJ)

Tí stór er náði Tín yvir mær, og Tú hevur fríað sál mína úr djúpi deyðaríkisins. (VD)

tí mikil er móti mær miskunn tín, úr heljardýpi hevur tú sál míni bjargað! (JD)

Psálmabókin

99:1

The LORD reigneth; let the people tremble: he sitteth between the cherubims; let the earth be moved. (KJB)

HARRIN ríkir ; fólkið bivi: hann situr ímillum cherubimarnar ; verði jørðin riðað. (FKJ)

HARRIN hevur víst, at Hann er kongur, fólkini skelva; Hann situr uppi yvir kerúbunum, jørðin piprar. (VD)

Harrin tók kongavald. Fólkini biva. Á kerúbum hann situr; jarðarríki riðar. (JD)

Psálmabókin

101:3

I will set no wicked thing before mine eyes: I hate the work of them that turn aside; it shall not cleave to me. (KJB)

Eg vil ongan vondan lut seta frammi fyri eygum mínum : eg hati verk teirra sum venda til viks ; tað skal ikki krøkjast til mín. (FKJ)

Ikki seti eg mær nakað níðingsverk fyri; at gera lógbrot hati eg; slíkt skal ikki sita á mær; (VD)

Einki vil eg níðingsverk stilla mær fyri eygu. Hann, ið illgerð ger, eg hati, við mær hann ikki skal fylgjast. (JD)

Psálmabókin

109:6

Set thou a wicked man over him: and let Satan stand at his right hand. (KJB)

Set tú ein vondan mann yvir hann : og lat Satan standa við hans høgru hond. (FKJ)

Set gudleysan yvir hann, lat klagara standa undir høgru lið hansara! (VD)

Revsa hann fyri gudloysi hans! Lat ein klagara standa við hans høgru lið! (JD)

Psálmabókin

116:3

The sorrows of death compassed me, and the pains of hell gat hold upon me: I found trouble and sorrow. (KJB)

Deyðans sorgir umringaðu meg, og pínur helvitis fingu hald á mær : eg fann trongd og sorg. (FKJ)

Bond deyðans vóru um meg, angist deyðaríkisins hevði gripið meg, í trongd og neyð var eg staddur. (VD)

Tá ið deyðans bond verða um meg spent, og heljarræðslur mær møta, tá ið eg eri staddur í trongd og neyð, (JD)

Psálmabókin

119:123

Mine eyes fail for thy salvation, and for the word of thy righteousness. (KJB)

Míni eygu bila vegna frelsu tína, og fyri orð rættvísi tínar. (FKJ)

Eygu míni tærast burtur av tráan eftir frelsu Tíni og eftir rættvísiorði Tínum. (VD)

Eygu míni tráa eftir frelsu tíni og eftir tíni rættvísu talu. (JD)

Psálmabókin

119:140

Thy word is very pure: therefore thy servant loveth it. (KJB)

Títt orð er sera skírt : tí elskar tín tænari tað. (FKJ)

Orð Títt er væl reinsað; tænari Tín elskar tað. (VD)

Heilt er reinsað tala tín, og tænari tín hana elskar. (JD)

Psálmabókin

119:142

Thy righteousness is an everlasting righteousness, and thy law is the truth. (KJB)

Tín rættvísi er ein ævigtvarandi rættvísi, og lóg tín er sannleikin. (FKJ)

Rættvísi Tín er ævig rættvísi, og lóg Tín er sannleiki. (VD)

Rættvísi tín um ævir er rættur, og lóg tín trúfesti er. (JD)

Psálmabókin

119:160

Thy word is true from the beginning: and every one of thy righteous judgments endureth for ever. (KJB)

Títt orð er satt frá byrjanini: og hvør og ein av tínum rættvísu dómum varir um ævir. (FKJ)

Alt orð Títt samanlagt er sannleiki, og til ævigar tíðir stendur øll rættvísilóg Tín føst. (VD)

Samtalið av tínum orðum sannleiki er, um ævir vara tíni rættvísu ráð. (JD)

Psálmabókin

136:1

O give thanks unto the LORD; for he is good: for his mercy endureth for ever. (KJB)

O gevið HARRANUM tøkkir;tí at góður hann er : tí hansara miskunn varir um ævir. (FKJ)

Takkið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir! (VD)

Takkið Harranum, tí at hann er góður, at miskunn hans varir um ævir! (JD)

Psálmabókin

145:17

The LORD is righteous in all his ways, and holy in all his works. (KJB)

HARRIN er rættvísur í øllum vegum sínum, og heilagur í øllum verkum sínum. (FKJ)

Rættvísur er HARRIN á øllum leiðum Sínum, náðigur í øllum verkum Sínum. (VD)

Harrin er rættvísur á øllum vegum sínum og miskunnsamur í øllum verkum sínum. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







Gen Exo Lev Num Deu 1Sá 2Sá 1Ko 2Ko Job Psá Orð Esa Jer Har Eze Dán Hós Mik Hag Zec

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF Antioch vs Alexandria - PDF

facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri
Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher


Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA