Orðtøkini

1:12

Let us swallow them up alive as the grave; and whole, as those that go down into the pit: (KJB)

Latum okkum svølgja teir upp livandi sum grøvin; og heilar, sum teir ið fara niður inn í holuna: (FKJ)

sum deyðaríkið skulu vit gloypa teimum livandi, við húð og hári, sum tað gloypir teimum, ið fara niður í grøvina; (VD)

vit skulu gloypa teir livandi eins og hel, við húð og hári eins og teir, ið eru farnir til moldar. (JD)

Orðtøkini

1:32

For the turning away of the simple shall slay them, and the prosperity of fools shall destroy them. (KJB)

Tí at vendingin burtur hjá teimum einføldu skal vega teir, og framgongdin hjá dárum skal oyða teir. (FKJ)

Tí at hini fávitskutu venda sær burt - tað drepur tey, og sorgloysi dáranna verður undirgangur teirra. (VD)

Tí at fráhald teirra fávitskutu drepur teir, og trygd dáranna er teimum til undirgangs. (JD)

Orðtøkini

5:5

Her feet go down to death; her steps take hold on hell. (KJB)

Hennara føtur ganga niður til deyða; hennara fet taka hald á helviti. (FKJ)

Føtur hennara ganga niðureftir, til deyðan, spor hennara liggja beint í deyðaríkið. (VD)

Føtur hennara ganga niður til deyðans, spor hennara føra til heljar. (JD)

Orðtøkini

7:27

Her house is the way to hell, going down to the chambers of death. (KJB)

Hennara hús er vegurin til helvitis, farandi niður til kømur deyðans. (FKJ)

Gjøgnum hús hennara liggja leiðirnar til deyðaríkið, tær, ið ganga niður í kømur deyðans. (VD)

Hús hennara er vegur til helheims, hann gongur niður at deyðans kømrum. (JD)

Orðtøkini

8:18

Riches and honour are with me; yea, durable riches and righteousness. (KJB)

Ríkdómar og heiður eru hjá mær; ja, haldgóðir ríkdómar og rættvísi. (FKJ)

Hjá mær er ríkidømi og heiður, gamalt arvagóðs og rættvísi. (VD)

Ríkdómur og heiður eru hjá mær, fyrndargamlar ognir og rættferð. (JD)

Orðtøkini

8:22

The LORD possessed me in the beginning of his way, before his works of old. (KJB)

HARRIN átti meg í byrjanini av vegi sínum, áðrenn verk síni í forðum. (FKJ)

Meg skapti HARRIN sum fyrsta verk Sítt, í forðum, áðrenn Hann skapti nakað annað. (VD)

Harrin skapaði meg sum sítt fyrsta verk í forðum, áðrenn hann gjørdi nakað annað. (JD)

Orðtøkini

8:36

But he that sinneth against me wrongeth his own soul: all they that hate me love death. (KJB)

Men hann, ið syndar ímóti mær, órættar sína egnu sál: allir teir, sum hata meg, elska deyða. (FKJ)

Men tann, ið ikki finnur meg, skaðar seg sjálvan; ein og hvør, ið hatar meg, elskar deyðan.« (VD)

Men tann, ið meg missir, skaðar seg sjálvan, allir, ið meg hata, elska deyðan. (JD)

Orðtøkini

9:18

But he knoweth not that the dead are there; and that her guests are in the depths of hell. (KJB)

Men hann veit ikki, at hinir deyðu eru har; og at hennara gestir eru í dýpdum helvitis. (FKJ)

- Men hann veit ikki, at har búgva deydningarnir, at gestir hennara eru í djúpi deyðaríkisins. (VD)

Og hann veit ikki, at har halda deydningar til, at gestir hennara eru í helheims djúpum. (JD)

Orðtøkini

13:20

He that walketh with wise men shall be wise: but a companion of fools shall be destroyed. (KJB)

Hann, sum gongur við vísum monnum, skal verða vísur: men ein lagsbróðir hjá dárum skal verða oyddur. (FKJ)

Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa. (VD)

Halt teg at vísum, tá verður tú vísur, men illa gongst tí, sum er í hóslag við býttlingum. (JD)

Orðtøkini

14:25

A true witness delivereth souls: but a deceitful witness speaketh lies. (KJB)

Eitt satt vitni bjargar sálum: men eitt svikafult vitni talar lygnir. (FKJ)

Sannorðað vitni bjargar lívum, men tann, ið talar lygn, er fullur av sviki. (VD)

Sannført vitni bjargar lívi, men tann, sum fer við lygn, er svikari. (JD)

Orðtøkini

15:11

Hell and destruction are before the LORD: how much more then the hearts of the children of men? (KJB)

Helviti og oyðing eru frammi fyri HARRANUM: hvør mikið meira tá hjørtu mannabarnanna? (FKJ)

Deyðaríkið og avgrundin liggja HARRANUM opin - hvussu mikið meiri tá ikki hjørtu menniskjabarnanna! (VD)

Helheimur og avdýpið liggja opin fyri Harranum, hvørt heldur tá hjørtuni á menniskjunnar børnum! (JD)

Orðtøkini

15:24

The way of life is above to the wise, that he may depart from hell beneath. (KJB)

Lívsins vegur er í erva hjá tí vísa, at hann má víkja frá helviti í neðra. (FKJ)

Hin vitigi gongur veg lívsins uppeftir fyri at komast undan deyðaríkinum niðanfyri. (VD)

Hin hygni gongur lívsins veg uppeftir til tess at sleppa frá deyðans ríki í neðra. (JD)

Orðtøkini

16:6

By mercy and truth iniquity is purged: and by the fear of the LORD men depart from evil. (KJB)

Við miskunn og sannleika er misgerð reinskað: og við HARRANS ótta víkja menn frá illum. (FKJ)

Við kærleika og trúfesti verður misgerð javnað, og við ótta HARRANS flýggjar ein frá illum. (VD)

Við kærleika og trúskapi verður bøtt fyri misgerð, og við ótta fyri Harranum víkur ein frá illum. (JD)

Orðtøkini

18:8

The words of a talebearer are as wounds, and they go down into the innermost parts of the belly. (KJB)

Orðini hjá einum søgubera eru sum sárˇ, og tey fara niður í hinar innastu partar av búkinum. (FKJ)

Orð útspillarans eru sum leskiligir rættir; tey glíða væl niður - inn í hjartadýpið. (VD)

Baktalarans orð eru eins og góðgæti, og tey ganga væl niður í búkin. (JD)

Orðtøkini

18:24

A man that hath friends must shew himself friendly: and there is a friend that sticketh closer than a brother. (KJB)

Ein maður, sum hevur vinir, má sýna seg vinaligan: og til er ein vinur sum hongur tættari við enn ein bróðir. (FKJ)

Manni við mongum vinum gongst illa; men vinur er, sum er trúgvari enn bróðir. (VD)

Illa gongst manni, sum hevur nógvar vinir, men til er alvinur, sum er hollari enn bróðir. (JD)

Orðtøkini

19:18

Chasten thy son while there is hope, and let not thy soul spare for his crying. (KJB)

Aga son tín, meðan vón er, og lat ikki tína sál spara fyri grát hansara. (FKJ)

Tykta son tín, tí enn er vón - annars stílar tú eftir at volda deyða hansara! (VD)

Aga tú son tín, tí at enn er vón, men hav ikki hug at drepa hann. (JD)

Orðtøkini

20:30

The blueness of a wound cleanseth away evil: so do stripes the inward parts of the belly. (KJB)

Bláleikin av einum sári reinsar burt ilt: soleiðis gera eisini fleingjur hinar innvortis partarnar av búkinum. (FKJ)

Svíðandi sár reinsa burt hitt ónda, ja, sløg reinsa hjartað innast inni. (VD)

Blóðigar skeinur reinsa hin vánda og høgg, sum níta at beini. (JD)

Orðtøkini

22:16

He that oppresseth the poor to increase his riches, and he that giveth to the rich, shall surely come to want. (KJB)

Hann, kúgar hin fátæka, at økja um ríkdómar sínar, og hann, ið gevur til hin ríka, skal vissuliga koma til skort. (FKJ)

At kúga hin fátæka er bert at nøra um góðs hansara; at geva hinum ríka voldir honum bert tap. (VD)

At kúga hin fátæka økir um ognir hans, at geva hinum ríka veldur honum bert armóð. (JD)

Orðtøkini

23:2

And put a knife to thy throat, if thou be a man given to appetite. (KJB)

Og set ein knív til háls tín, um tú veri ein maður, givin til matarlyst. (FKJ)

og set knív á barka tín, um tú ert ov svangur! (VD)

og set tær knív á barkan, um tú ert átufrekur. (JD)

Orðtøkini

23:16

Yea, my reins shall rejoice, when thy lips speak right things. (KJB)

Ja, míni nýru skulu fegnast, tá ið tínar varrar tala rættar lutir. (FKJ)

og nýru míni skulu fegnast, táið varrar tínar tala tað, ið rætt er. (VD)

og nýru míni fegnast, tá ið varrar tínar mæla tað, sum rætt er. (JD)

Orðtøkini

25:23

The north wind driveth away rain: so doth an angry countenance a backbiting tongue. (KJB)

Norðanvindurin rekur burt regn: soleiðis ger eisini ein firtin ásjón eina bakbítandi tungu. (FKJ)

Høgætt føðir regn, og tunga, sum teskar í loyndum, voldir súrt andlit. (VD)

Norðanvindurin føðir regn, og sley í loyndum illfrýnt andlit. (JD)

Orðtøkini

26:10

The great God that formed all things both rewardeth the fool, and rewardeth transgressors. (KJB)

Hin mikli Guð, sum myndaði allar lutir, bæði endurrindar dáranum, og endurrindar misbrótarum. (FKJ)

Meistari ger alt sjálvur, men dárin leigar, og leigar hin fyrsta, sum framvið kemur. (VD)

Eins og skotmaður, sum særir alt, so er tann, sum leigar ein dára og hvønn, sum fer framvið. (JD)

Orðtøkini

26:22

The words of a talebearer are as wounds, and they go down into the innermost parts of the belly. (KJB)

Orðini hjá einum søgubera eru sum sárˇ, og tey fara niður í teir innastu partarnar av búkinum. (FKJ)

Orð útspillarans eru sum leskiligur rættur; tey glíða væl niður - inn í hjartadýpið. (VD)

Baktalarans orð eru eins og góðgæti, og tey ganga væl niður í búkin. (JD)

Orðtøkini

29:18

Where there is no vision, the people perish: but he that keepeth the law, happy is he. (KJB)

Har eingin sjón er, ferst fólkið: men hann, ið heldur lógina, fegin er hann. (FKJ)

Er eingin profetsjón, villist fólkið av leið, men lukkuligur er tann, ið heldur lógina. (VD)

Við ongum hugsjónum villist fólkið, men sælur er tann, sum varðveitir lógina. (JD)

Orðtøkini

30:3

I neither learned wisdom, nor have the knowledge of the holy. (KJB)

Eg eiheldur lærdi vísdóm, ella havi kunnleika teirra heilagu. (FKJ)

Eg havi ikki lært vísdóm og havi ikki kunnskap um hin Heilaga. (VD)

Og eg havi ikki lært vísdóm, so at eg havi fingið kunnleika um hin heilaga. (JD)

Orðtøkini

31:8

Open thy mouth for the dumb in the cause of all such as are appointed to destruction. (KJB)

Opna tín munn fyri hin málleysa í søkini hjá øllum slíkum ið eru útnevndir til oyðingar. (FKJ)

Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt! (VD)

Lat upp munn tín fyri hin málleysa, fyri sak alra teirra, sum neyðstødd eru. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







Gen Exo Lev Num Deu 1Sá 2Sá 1Ko 2Ko Job Psá Orð Esa Jer Har Eze Dán Hós Mik Hag Zec

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF Antioch vs Alexandria - PDF

facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri
Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher


Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA