Lukas

1:18

And Zacharias said unto the angel, Whereby shall I know this? for I am an old man, and my wife well stricken in years. (KJB)

Og Zacharias segði við eingilin, Hvarvið skal eg vita hetta? tí at eg eri ein gamal maður, og kona mín væl sligin í árum. (FKJ)

Tá segði Zakarias við eingilin: »Av hvørjum skal eg vita hetta? Eg eri jú gamal, og kona mín er væl við aldur!« (VD)

Og Sakarias segði við eingilin: »Av hvørjum skal eg vita hetta vist? Tí at eg eri ein gamal maður, og kona mín er komin væl til aldurs.« (JD)

Lukas

1:28


And the angel came in unto her, and said, Hail, thou that art highly favoured, the Lord is with thee: blessed art thou among women. (KJB)

Og eingilin kom inn til hennara, og segði, Heil og sæl, tú sum hátt ert yndað, Harrin er við tær: vælsignað ert tú millum kvenna. (FKJ)

Eingilin kom inn til hennara og segði: »Heil, tú náðaða! Harrin er við tær; signað ert tú millum kvinnur!« (VD)

Og eingilin kom inn hjá henni og segði: »Heil veri tú, sum náði hevur fingið! Harrin er við tær, [tú sum ert vælsignað av kvinnum!«]* (JD)


*Hesi orðini eru ikki í summum av teimum elstu handritunum.

Lukas

1:29


And when she saw him, she was troubled at his saying, and cast in her mind what manner of salutation this should be. (KJB)

Og tá ið hon sá hann, varð hon órógvað við hansara framsøgn, og velti í sínum huga, hvørsháttar heilsan hetta mundi vera. (FKJ)

Ræðsla fall á hana av orðum hansara, og hon hugsaði um, hvat henda heilsa mundi hava at týða. (VD)

Men hon var heilt óttafull av hesum orðum, og hon hugsaði um, hvat henda heilsan mundi hava at týða. (JD)

Lukas

1:35


And the angel answered and said unto her, The Holy Ghost shall come upon thee, and the power of the Highest shall overshadow thee: therefore also that holy thing which shall be born of thee shall be called the Son of God. (KJB)

Og eingilin svaraði og segði við hana, Halgi Andin skal koma uppá teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg: tí skal eisini hin heilagi lutur, sum skal verða føddur av tær, vera kallaður Sonur Guðs. (FKJ)

Eingilin svaraði henni: »Heilagi Andin skal koma yvir teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg; tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds. (VD)

Og eingilin svaraði og segði við hana: »Heilagi andin skal koma yvir teg, og kraft hins hægsta skal skugga yvir teg, tí skal eisini hitt heilaga, sum borið verður í heim, verða kallað sonur Guðs. (JD)


Lukas

1:72

To perform the mercy promised to our fathers, and to remember his holy covenant; (KJB)

At útinna miskunnina, fyrijáttað fyri okkara fedrum, og at minnast sín heilaga sáttmála; (FKJ)

fyri at gera miskunn móti fedrum okkara og minnast heilaga sáttmála Sín, (VD)

til tess at inna miskunn móti fedrum várum og minnast hin heilaga sáttmála sín, (JD)

Lukas

1:75

In holiness and righteousness before him, all the days of our life. (KJB)

Í heilagleika og rættvísi frammi fyri honum, allar dagar lívs okkara. (FKJ)

í heilagleika og rættvísi, fyri ásjón Hansara, allar dagar okkara. (VD)

í heilagskapi og rættvísi fyri ásjón hans allar dagar várar. (JD)

Lukas

2:5

To be taxed with Mary his espoused wife, being great with child. (KJB)

At verða skattaður við Mariu, trúlovaða vívi sínum, sum var mikil við barn. (FKJ)

at lata seg skriva, saman við Mariu, trúlovaðu síni, sum var við barn. (VD)

at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn. (JD)

Lukas

2:14

Glory to God in the highest, and on earth peace, good will toward men. (KJB)

Dýrd til Guðs í tí hægsta, og friður á jørð, góður vilji móti monnum. (FKJ)

»Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!« (VD)

»Heiður veri Guði í hægsta himli, [og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki]* (JD)


*ella: friður á jørð í menniskjum, sum Guð hevur tokka til.

Lukas

2:22

And when the days of her purification according to the law of Moses were accomplished, they brought him to Jerusalem, to present him to the Lord; (KJB)

Og tá ið dagarnir av hennara reinsan samsvarandi við Móselóg vóru fullførdir, førdu tey hann til Jerusalem, at framseta hann fram fyri Harran; (FKJ)

Táið reinsanardagar teirra eftir Móselóg vóru at enda, fóru tey niðan til Jerúsalem við Honum at bera Hann fram fyri Harran - (VD)

Men tá ið reinsunardagar teirra eftir Móselógini vóru úti, fóru tey við honum niðan til Jerúsalem fyri at føra hann fram fyri Harran, - (JD)

Lukas

2:33

And Joseph and his mother marvelled at those things which were spoken of him. (KJB)

Og Jóseph og móðir hansara undraðust á tey tingini sum vórðu talað um hann. (FKJ)

Faðir og móðir Hansara undraðust á tað, ið sagt varð um Hann. (VD)

Og faðir hansara og móðir hansara undraðust á tað, ið sagt varð um hann. (JD)

Lukas

2:38

And she coming in that instant gave thanks likewise unto the Lord, and spake of him to all them that looked for redemption in Jerusalem. (KJB)

Og hon, komandi í teirri løtu, veitti somuleiðis Harranum tøkkir, og talaði um hann fyri øllum teimum sum væntaðu eftir endurloysing í Jerusalem. (FKJ)

Hon kom til í somu stund og lovaði Gudi; og hon tosaði um Hann við øll, sum væntaðu endurloysing Jerúsalems. (VD)

Eisini hon kom til í teirri somu stund og lovaði Guði og talaði um hann við øll, sum væntaðu bjarging Jerúsalems. (JD)

Lukas

2:40


And the child grew, and waxed strong in spirit, filled with wisdom: and the grace of God was upon him. (KJB)

Og barnið vaks, og varð sterkt í anda, fyltur við vísdómi: og Guðs náði var uppiá honum. (FKJ)

Men barnið vaks og varð sterkt og fult av vísdómi, og náði Guds var yvir Honum. (VD)

Men barnið vaks og styrknaði og varð fult av vísdómi, og náði Guðs var yvir honum. (JD)

Lukas

2:42


And when he was twelve years old, they went up to Jerusalem after the custom of the feast. (KJB)

Og tá ið hann var tólv ára gamalur, fóru tey niðan til Jerusalem eftir venju hátíðarinnar. (FKJ)

Táið Hann var tólv ára gamal, og tey fóru niðan hagar, sum siður var um høgtíðina, (VD)

Og ta ferðina, tá ið hann var vorðin tólv ára gamal, og tey fóru niðan, sum siðurin var um hátíðina, (JD)

Lukas

2:43


And when they had fulfilled the days, as they returned, the child Jesus tarried behind in Jerusalem; and Joseph and his mother knew not of it. (KJB)

Og tá ið tey høvdu fullført dagarnar, sum tey vendu aftur, dvaldi barnið Jesus eftir í Jerusalem; og Jóseph og móðir hansara vitstu ikki av tí. (FKJ)

og høvdu verið har teir dagarnar, varð drongurin Jesus eftir í Jerúsalem, táið tey fóru heimaftur, og foreldur Hansara vitstu ikki av tí. (VD)

og tey høvdu verið har teir dagarnar, tá varð drongurin Jesus eftir í Jerúsalem, tá ið tey fóru heim aftur; og foreldur hansara varnaðu tað ikki. (JD)

Lukas

2:49


And he said unto them, How is it that ye sought me? wist ye not that I must be about my Father's business? (KJB)

Og hann segði við tey, Hvussu er tað, at tit søktu meg? vitstu tit ikki, at eg má vera um gerning Faðirs míns? (FKJ)

Tá segði Hann við tey: »Hví leitaðu tit eftir Mær? Vitstu tit ikki, at Eg eigi at vera í verki Faðirs Míns?« (VD)

Og hann segði við tey: »Hví leitaðu tit eftir mær? Vistu tit ikki, at eg eigi at vera í [tí, sum faðirs míns er?«]* (JD)


*ella:faðirs míns gerningi;

ella: faðirs míns húsi.

Lukas

3:14


And the soldiers likewise demanded of him, saying, And what shall we do? And he said unto them, Do violence to no man, neither accuse any falsely; and be content with your wages. (KJB)

Og hermenninir somuleiðis kravdu av honum, sigandi, Og hvat skulu vit gera? Og hann segði við teir, Innið harðskap ímóti ongum manni, eiheldur ákærið nakran falsliga; og verið nøgdir við løn tykkara. (FKJ)

Eisini hermenn spurdu hann: »Hvat skulu vit tá gera?« Hann svaraði teimum: »Gerið ikki yvirgangsverk móti nøkrum, brúkið ikki svik móti nøkrum, og verið nøgdir við løn tykkara!« (VD)

Men eisini hermenn spurdu hann og søgdu: »Hvat eiga vit tá at gera?« Og hann segði við teir: »Noyðið ikki peningar av nøkrum við voldum ella svikum, og latið tykkum noyða við løn tykkara.« (JD)

Lukas

3:19

But Herod the tetrarch, being reproved by him for Herodias his brother Philip's wife, and for all the evils which Herod had done, (KJB)

Men fjórðingsfúrstin Heródes, verandi írættasettur av honum fyri Heródias, konu Philippusar, bróðurs síns, og fyri øll tey illindir sum Heródes hevði gjørt, (FKJ)

Men táið Heródes fjórðingshøvdingi varð átalaður av honum viðvíkjandi Heródias, bróðurkonu síni, og fyri alt hitt illa, ið Heródes gjørdi, (VD)

Men tá ið Heródes fjórðingshøvdingin varð átalaður av honum vegna Heródiasar, bróðurkonu hansara, og fyri alt tað illa, sum Heródes hevði gjørt, (JD)

Lukas

3:22

And the Holy Ghost descended in a bodily shape like a dove upon him, and a voice came from heaven, which said, Thou art my beloved Son; in thee I am well pleased. (KJB)

 Og Halgi Andin steig niður í likamligum skapi sum ein dúgva uppá hann, og ein rødd kom frá himni, sum segði, Tú ert mín háttelskaði Sonur; í tær eg eri væl toknaður. (FKJ)

og Heilagi Andin dalaði niður yvir Hann í likamligum líki sum dúva, og rødd kom av Himli: »Tú ert Sonur Mín, hin elskaði; til Tín havi Eg tokka.«  (VD)

og heilagi andin steig niður yvir hann í likamligum líki sum ein dúgva, og ein rødd kom av himli: »Tú ert sonur mín, hin elskaði; til tín havi eg góðan tokka.« (JD)

Lukas

4:4


Deu 8:3

And Jesus answered him, saying, It is written, That man shall not live by bread alone, but by every word of God. (KJB)

Og Jesus svaraði honum, sigandi, Skrivað stendur, At maður skal ikki liva av breyði eina, men av hvørjum orði Guðs. (FKJ)

Og Jesus svaraði honum, sigandi, Skrivað stendur, At maður skal ikki liva av breyði eina, men av hvørjum orði Guðs.  (VD)

Og Jesus svaraði honum: »Skrivað stendur: »Menniskjan livir ikki av breyði eina.« (JD)

Lukas

4:5


And the devil, taking him up into an high mountain, shewed unto him all the kingdoms of the world in a moment of time. (KJB)

Og djevulin, takandi hann niðan á eitt høgt fjall, sýndi honum øll kongadømir heimsins í einum tíðarbragdi. (FKJ)

Tá fór hann niðan við Honum og vísti Honum alt í einum øll ríki heimsins. (VD)

Tá fór hann niðan á við honum og sýndi honum øll ríki heimsins í einum eygnabragdi. (JD)

Lukas

4:8


And Jesus answered and said unto him, Get thee behind me, Satan: for it is written, Thou shalt worship the Lord thy God, and him only shalt thou serve. (KJB)

Og Jesus svaraði og segði við hann, Slepp tær afturum meg, Satan: tí at skrivað stendur, Tú skalt tilbiðja Harran Guð tín, og honum eina skalt tú tæna. (FKJ)

Jesus svaraði honum: »Skrivað er: »Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.«« (VD)

Og Jesus svaraði og segði við hann: »Skrivað stendur: »Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.«« (JD)

Lukas

4:18


Isa 61:1

The Spirit of the Lord is upon me, because he hath anointed me to preach the gospel to the poor; he hath sent me to heal the brokenhearted, to preach deliverance to the captives, and recovering of sight to the blind, to set at liberty them that are bruised, (KJB)

Andi Harrans er uppiá mær, av tí at hann hevur salvað meg til at prædika gleðiboðskapin fyri hinum fátæku; hann hevur sent meg at grøða tey hjartabrotnu, at prædika útfrían fyri teimum bundnu, og endurheintan av sjón fyri hinum blindu, at seta í frælsi tey sum eru knúst, (FKJ)

»Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí, (VD)

»Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, (JD)

Lukas

4:32


And they were astonished at his doctrine: for his word was with power. (KJB)

Og tey vóru ovfarin yvir hansara Guðslæru: tí at orð hansara var við kraft. (FKJ)

Tey vóru sligin av undran yvir læru Hansara; tí tala Hansara var við myndugleika. (VD)

og tey vóru bilsin av læru hansara, tí at tala hansara var við mekt og mæti. (JD)

Lukas

4:41


And devils also came out of many, crying out, and saying, Thou art Christ the Son of God. And he rebuking them suffered them not to speak: for they knew that he was Christ. (KJB)

Og djevlar eisini komu út úr mongum, geylandi út, og sigandi, Tú ert Christus - Sonur˜ Guðs. Og, hartandi teir, loyvdi hann teimum ikki at tala: tí at teir vitstu at hann var Christus. (FKJ)

Illir andar fóru eisini út úr mongum, og teir róptu: »Tú ert Sonur Guds!« Men Hann hótti at teimum og læt teir ikki sleppa at tala; tí teir vitstu, at Hann var Kristus. (VD)

Eisini illir andar fóru út úr mongum, og teir rópaðu og søgdu: »Tú ert sonur Guðs!« Og hann hótti at teimum og gav teimum ikki loyvi at tala, tí at teir vistu, at hann var Kristus. (JD)

Lukas

5:33


And they said unto him, Why do the disciples of John fast often, and make prayers, and likewise the disciples of the Pharisees; but thine eat and drink? (KJB)

Og teir søgdu við hann, Hví fasta lærusveinarnir hjá Jóhannesi ofta, og halda bønir, og somuleiðis lærusveinarnir hjá Pharisearunum; men tínir eta og drekka? (FKJ)

Teir søgdu við Hann: »Lærisveinar Jóhannesar fasta íðuliga og halda bønir, og lærisveinar Farisearanna við; men Tínir eta og drekka!« (VD)

Men teir søgdu við hann: »Lærusveinar Jóhannesar fasta ofta og halda bønir, og somuleiðis eisini teir hjá Farisearunum; men teir hjá tær eta og drekka.« (JD)

Lukas

5:38

But new wine must be put into new bottles; and both are preserved. (KJB)

Men nýtt vín má verða koyrt í nýggjar kíkar; og bæði verða varðveitt. (FKJ)

Nei, nýtt vín eigur at verða latið í nýggjar skinnsekkir. (VD)

Men nýtt vín eigur at verða latið í nýggjar leðurfløskur. Tá verða báðir partar goymdir. (JD)

Lukas

6:10

And looking round about upon them all, he said unto the man, Stretch forth thy hand. And he did so: and his hand was restored whole as the other. (KJB)

Og, hyggjandi runt umkring uppá teir allar, segði hann við mannin, Strekk fram hond tína. Og hann so gjørdi: og hans hond varð gjørd aftur heil, eins og hin. (FKJ)

Hann hugdi runt á teir allar, og so segði Hann við hann: »Rætt út hondina!« Hann so gjørdi; tá varð hond hansara frísk aftur sum hin. (VD)

Og hann hugdi runt íkring at teimum øllum og segði við mannin: »Rætt hondina fram!« Hann gjørdi so, og hond hansara varð frísk aftur. (JD)

Lukas

6:45


A good man out of the good treasure of his heart bringeth forth that which is good; and an evil man out of the evil treasure of his heart bringeth forth that which is evil: for of the abundance of the heart his mouth speaketh. (KJB)

Ein góður maður út úr góðu goymslu hjarta síns ber fram tað sum er gott; og ein óndur maður út úr óndu goymslu hjarta síns ber fram tað sum er ónt: tí av yvirflóð hjartans mælir muður hansara. (FKJ)

Gott menniskja ber fram gott av hinum góða, ið hjarta tess hevur til, og ringt menniskja ber fram ónt av hinum ónda, ið tað hevur til; tí muður tess talar tað, sum hjartað er ov fult av. (VD)

Góður maður ber gott fram úr hjartans góðu goymslum sínum, og illur maður ber ilt fram úr sínum illu goymslum; tí at muður hansara mælir tað, sum hjartað er fult av. (JD)

Lukas

6:48


1Cor 10:4


He is like a man which built an house, and digged deep, and laid the foundation on a rock: and when the flood arose, the stream beat vehemently upon that house, and could not shake it: for it was founded upon a rock. (KJB)

Hann er líkur einum manni sum bygdi eitt hús, og gróv djúpt, og legði grundina uppá ein klett: og tá ið flóðin reis, bardi streymurin ógvusligani uppá tað húsið, og kundi ikki rista tað: tí at tað var grundað uppá ein klett. (FKJ)

Hann er líkur manni, ið skuldi byggja hús, og sum tá gróv djúpt niður og legði grundina á hellu. Táið tá vatnflóð kom, skolaði streymurin á tað hús, og hann var ikki mentur at vika tí, av tí at tað var væl bygt. (VD)

Hann er líkur einum manni, sum bygdi eitt hús og gróv djúpt niður á botn og legði grundina á klett; og tá ið áarføri kom, skolaði vatnflóðin móti hesum húsi, men fekk ikki vikað tí, av tí at tað var væl bygt. (JD)

Lukas

7:10


And they that were sent, returning to the house, found the servant whole that had been sick. (KJB)

Og teir, sum vóru sendir, komandi aftur til húsið, funnu tænaran frískan, sum hevði verið sjúkur. (FKJ)

Og táið teir, ið út vóru sendir, komu aftur til hús, funnu teir hin sjúka tænaran frískan. (VD)

Og tá ið teir, sum sendir vóru, komu heim aftur til húsa, funnu teir húskallin frískan. (JD)

Lukas

7:20


When the men were come unto him, they said, John Baptist hath sent us unto thee, saying, Art thou he that should come? or look we for another? (KJB)

Tá ið menninir vóru komnir til hansara, søgdu teir, Jóhannes Doypari hevur sent okkum til tín, sigandi, Ert tú hann ið koma skuldi? ella vænta vit eftir einum øðrum? (FKJ)

Táið nú menninir komu til Hansara, søgdu teir: »Jóhannes doypari hevur sent okkum til Tín og letur siga: »Ert Tú tann, ið kemur, ella skulu vit vænta ein annan?«« (VD)

Fram komnir til hansara søgdu menninir: »Jóhannes doyparin hevur sent okkum til tín og letur siga: Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?« (JD)

Lukas

7:22


Then Jesus answering said unto them, Go your way, and tell John what things ye have seen and heard; how that the blind see, the lame walk, the lepers are cleansed, the deaf hear, the dead are raised, to the poor the gospel is preached. (KJB)

Jesus tá svarandi segði við teir, Farið tykkara veg, og sigið Jóhannesi hvørji ting tit hava sæð og hoyrt; hvussu ið hini blindu síggja, hini lamnu ganga, tey spitølsku verða reinsaði, tey deyvu hoyra, tey deyðu verða reist, fyri hinum fátæku verður gleðiboðskapurin prædikaður. (FKJ)

Hann svaraði teimum tá: »Farið og sigið Jóhannesi frá tí, sum tit hava sæð og hoyrt: Blind síggja, lamin ganga, spitølsk verða reinsað, deyv hoyra, deyð rísa upp, og evangeliið verður boðað fátækum - (VD)

Og hann svaraði og segði við teir: »Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hava sæð og hoyrt: Blind fáa sjón, lamin ganga, spitølsk verða rein, deyv hoyra, deyð rísa upp, fátækum verður gleðiboðskapurin boðaður; (JD)

Lukas

7:28


For I say unto you, Among those that are born of women there is not a greater prophet than John the Baptist: but he that is least in the kingdom of God is greater than he. (KJB)

Tí at eg sigi tykkum, Millum teirra, sum føddir eru av kvinnum, er tað ikki ein størri prophetur enn Jóhannes Doyparin: men hann, sum er minstur í kongadømi Guðs, er størri enn hann. (FKJ)

Eg sigi tykkum: Størri profetur enn Jóhannes er ikki millum teirra, ið føddir eru av kvinnu; men hin minsti í ríki Guds er størri enn hann. (VD)

Eg sigi tykkum: Eingin av kvinnubornum er størri profetur enn Jóhannes; men hin minsti í Guðs ríki er størri enn hann. (JD)

Lukas

7:30


But the Pharisees and lawyers rejected the counsel of God against themselves, being not baptized of him. (KJB)

Men Phariseararnir og hinir lógkønu vrakaðu Guðs ráðagerð ímóti sær sjálvum, verðandi ikki doyptir av honum. (FKJ)

men Fariseararnir og hinir lógkønu hava vanvirt ráð Guds viðvíkjandi sær, við tað at teir lótu seg ikki doypa av honum. (VD)

Men Fariseararnir og hinir lógkønu gjørdu Guðs ráð við teimum sjálvum til einkis, við tað at teir vórðu ikki doyptir av honum. (JD)

Lukas

7:31


And the Lord said, Whereunto then shall I liken the men of this generation? and to what are they like? (KJB)

Og Harrin segði, Við hvat skal eg tá líkna menninar av hesi ætt? og hvørjum eru teir líkir? (FKJ)

Hvat skal Eg tá líkna menniskjuni í hesi ætt við, og hvørjum eru tey lík? (VD)

Hvat skal eg tá líkna fólkini í hesi slekt við? Hvørjum eru tey lík? (JD)

Lukas

8:15


But that on the good ground are they, which in an honest and good heart, having heard the word, keep it, and bring forth fruit with patience. (KJB)

Men tað á teirri góðu jørðini eru tey, sum í einum ærligum og góðum hjarta, havandi hoyrt orðið, varðveita tað, og bera fram ávøkst við tolmóði. (FKJ)

Men tað í hini góðu jørðini eru tey, sum, táið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í vøkrum og góðum hjarta og bera ávøkst í tolni. (VD)

Men tað í teirri góðu jørðini, tað eru tey, sum tá ið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í einum vøkrum og góðum hjarta og bera frukt í tolni. (JD)

Lukas

8:38

Now the man out of whom the devils were departed besought him that he might be with him: but Jesus sent him away, saying, (KJB)

Nú maðurin, út úr hvørjum djevlarnir vóru farnir avstað, bønaði hann, at hann mátti verðið hjá honum: men Jesus sendi hann avstað, sigandi, (FKJ)

Men maðurin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, bað Hann loyva sær at vera hjá Honum; men Hann læt hann fara frá Sær og segði: (VD)

Men maðurin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, bað hann um at sleppa at vera hjá honum; men hann læt hann fara frá sær og segði: (JD)

Lukas

8:45


And Jesus said, Who touched me? When all denied, Peter and they that were with him said, Master, the multitude throng thee and press thee, and sayest thou, Who touched me? (KJB)

Og Jesus segði, Hvør nam við meg? Tá ið øll noktaðu, søgdu Pætur og teir sum við honum vóru, Meistari, mannfjøldin treingir teg og trýstir teg, og sigurt tú, Hvør nam við meg? (FKJ)

Tá spurdi Jesus: »Hvør var tað, sum nam við Meg?« Táið eingin vildi vera við tað, søgdu Pætur og teir, ið við Honum vóru: »Meistari, fólkið troðkar og treingir Teg jú!« (VD)

Og Jesus segði: »Hvør var tað, sum nam við meg?« Men tá ið øll noktaðu fyri tí, segði Pætur og teir, sum við honum vóru: »Meistari, mannamúgvan treingist og troðkast um teg.« (JD)

Lukas

8:48


And he said unto her, Daughter, be of good comfort: thy faith hath made thee whole; go in peace. (KJB)

Og hann segði við hana, Dóttir, ver við góða uggan: trúgv tín hevur gjørt teg heila; far í friði. (FKJ)

Tá segði Hann við hana: »Dóttirin, trúgv tín hevur frelst teg; far í friði!« (VD)

Men hann segði við hana: »Dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg. Far tú í friði!« (JD)

Lukas

8:54


And he put them all out, and took her by the hand, and called, saying, Maid, arise. (KJB)

Og hann sendi tey øll út, og tók í hondina á henni, og kallaði, sigandi, Genta, reis teg. (FKJ)

Men Hann tók í hond hennara og rópti: »Genta, reis teg upp!« (VD)

Men hann tók í hondina á henni og rópaði og segði: »Genta, reis teg upp!« (JD)

Lukas

9:1


Then he called his twelve disciples together, and gave them power and authority over all devils, and to cure diseases. (KJB)

TÁ kallaði hann sínar tólv lærusveinar saman, og gav teim mátt og myndugleika yvir øllum djevlum, og at lekja sjúkdómar. (FKJ)

Hann kallaði nú saman hinar tólv og gav teimum mátt og vald yvir øllum hinum illu andum og til at grøða sjúkur. (VD)

Men hann rópaði teir tólv saman og gav teimum mátt og vald á øllum illum andum og at grøða sjúkur. (JD)

Lukas

9:10


And the apostles, when they were returned, told him all that they had done. And he took them, and went aside privately into a desert place belonging to the city called Bethsaida. (KJB)

Og ápostlarnir, tá ið teir vóru komnir aftur, søgdu honum alt sum teir høvdu gjørt. Og hann tók teir, og fór til viks einsærisligani inn á eitt oyðistað, tilhoyrandi staðinum, kallaðum Bethsaidu. (FKJ)

Ápostlarnir komu so aftur og søgdu Honum frá øllum, ið teir høvdu gjørt. Tá tók Hann teir við Sær og fór burtur, so teir vóru einsamallir, til bý, sum eitur Betsaida. (VD)

Og tá ið ápostlarnir komu aftur, søgdu teir honum frá, hvørji stórverk teir høvdu gjørt; og hann tók teir við sær og fór avstað einsæris burtur til eina bygd, ið kallast Betsajda. (JD)

Lukas

9:22


Saying, The Son of man must suffer many things, and be rejected of the elders and chief priests and scribes, and be slain, and be raised the third day. (KJB)

Sigandi, Menniskjusonurin má líða mong ting, og verða vrakaður av teimum elstu og fremstu prestunum og hinum skriftlærdu, og verða vigin, og verða reistur hin triðja dagin. (FKJ)

tí Hann segði: »Menniskjasonurin skal líða nógv og verða vrakaður av hinum elstu, høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða dripin og rísa upp aftur triðja dagin.« (VD)

og segði: »Menniskjusonurin eigur at líða mangt og verða útskotin av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða tikin av døgum og at rísa upp á triðja degi.« (JD)

Lukas

9:35


And there came a voice out of the cloud, saying, This is my beloved Son: hear him. (KJB)

Og tað kom ein rødd út úr skýgginum, sigandi, Hesin er mín háttelskaði Sonur: hoyrið hann. (FKJ)

Úr skýnum kom rødd: »Hesin er Sonur Mín, hin útvaldi - hoyrið Hann!« (VD)

Og ein rødd kom út úr skýnum og mælti: »Hesin er sonur mín, hin útvaldi, lýðið á hann!« (JD)

Lukas

9:43

And they were all amazed at the mighty power of God. But while they wondered every one at all things which Jesus did, he said unto his disciples, (KJB)

Og tey vórðu øll ovfarin yvir hina mektigu kraft Guðs. Men meðan tey undraðust hvør og ein á øll ting sum Jesus gjørdi, segði hann við lærusveinar sínar, (FKJ)

Øll vóru tá sligin av undran yvir stórleika Guds. Men táið øll undraðust á alt tað, sum Hann gjørdi, segði Hann við lærisveinar Sínar: (VD)

Men tey stóðu øll heilt bilsin av hátign Guðs. Men meðan øll undraðust á alt tað, sum hann gjørdi, segði hann við lærusveinar sínar: (JD)

Lukas

9:46


Then there arose a reasoning among them, which of them should be greatest. (KJB)

Tá reis tað eitt orðaskifti teirra millum, hvør teirra mundi vera størstur. (FKJ)

Men tann hugsan steig upp hjá teimum, hvør teirra nú mundi vera størstur. (VD)

Men tann hugsan kom upp ímillum teirra, hvør teirra mundi vera størstur. (JD)

Lukas

9:50


And Jesus said unto him, Forbid him not: for he that is not against us is for us. (KJB)

Og Jesus segði við hann, Sýtið honum ikki: tí at hann, sum er ikki ímóti okkum, er fyri okkum. (FKJ)

Men Jesus segði við hann: »Forbjóðið honum tað ikki! Tí tann, sum ikki er ímóti tykkum, er við tykkum(VD)

Men Jesus segði við hann: »Forbjóðið tað ikki, tí at tann, sum ikki er ímóti tykkum, hann er við tykkum(JD)

Lukas

9:54


And when his disciples James and John saw this, they said, Lord, wilt thou that we command fire to come down from heaven, and consume them, even as Elias did? (KJB)

Og tá ið hansara lærusveinar, Jákob og Jóhannes, sóu tað, søgdu teir, Harri, vilt tú at vit skipa eldi at koma niður frá himni, og upptæra teir, enntá sum Elias gjørdi? (FKJ)

Táið Jákup og Jóhannes, lærisveinar Hansara, sóu hetta, søgdu teir: »Harri, vilt Tú, at vit skula bjóða eldi at falla niður av himli og oyða tey, eins og Elias gjørdi?« (VD)

Men tá ið Jákup og Jóhannes, lærusveinar hansara, sóu tað, søgdu teir: »Harri, vilt tú, at vit skulu bjóða, at eldur skal falla niður av himni og týna teir (eins og Elia gjørdi)* (JD)


* Orðini "eins og Elia gjørdi" standa ikki í teimum elstu handskriftunum.

Lukas

9:55


But he turned, and rebuked them, and said, Ye know not what manner of spirit ye are of. (KJB)

Men hann vendi sær, og hartaði teir, og segði, Tit vita ikki hvørsháttar anda tit eru av. (FKJ)

Men Hann vendi Sær á og hevði at teimum og segði: »Tit vita ikki, hvørjum anda tit eru av! (VD)

Men hann vendi sær á og hevði at teimum (og segði: »Tit vita ikki, av hvørjum anda tit eru. (JD)

Lukas

9:56


For the Son of man is not come to destroy men's lives, but to save them. And they went to another village. (KJB)

Tí at Menniskjusonurin er ikki komin at oyða mannalív, men at frelsa tey. Og teir fóru í eina aðra bygd. (FKJ)

Tí Menniskjasonurin er ikki komin at oyða mannalív, men at frelsa.« Síðani fóru teir í aðra bygd. (VD)

Tí at menniskjusonurin er ikki komin at týna mannasálir, men at bjarga teimum)* / Og teir fóru í eina aðra bygd. (JD)


*Hesi orðini standa ikki í teimum elstu handskriftunum.

Lukas

9:57


And it came to pass, that, as they went in the way, a certain man said unto him, Lord, I will follow thee whithersoever thou goest. (KJB)

Og tað bar á, at sum teir ferðaðust á veginum, segði ein ávísur maður við hann, Harri, eg vil fylgja tær hvagarsumhelst tú fert. (FKJ)

Sum teir nú hildu ferðina fram, segði ein við Hann: »Eg skal fylgja Tær, hvar Tú so fert.« (VD)

Og meðan teir komu ferðandi fram á leið, segði nakar við hann: »Eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.« (JD)

Lukas

9:60

Jesus said unto him, Let the dead bury their dead: but go thou and preach the kingdom of God. (KJB)

Jesus segði við hann, Lat hinar deyðu jarða sínar deyðu: men far tú og prædika kongadømi Guðs. (FKJ)

Tá segði Hann við hann: »Lat hini deyðu jarða síni deyðu, men far tú avstað og ber boð um ríki Guds!« (VD)

Men hann segði við hann: »Lat hini deyðu jarða síni deyðu; men far tú og boða Guðs ríki!« (JD)

Lukas

9:62

And Jesus said unto him, No man, having put his hand to the plough, and looking back, is fit for the kingdom of God. (KJB)

Og Jesus segði við hann, Eingin maður, havandi lagt sína hond á plógvið, og hyggjandi tilbakar, er egnaður til kongadømis Guðs. (FKJ)

Tá svaraði Jesus honum: »Eingin, ið leggur hondina á plógvið - og hyggur aftur um seg, hóskar til ríki Guds.« (VD)

Men Jesus segði við hann: »Eingin, sum leggur hondina á plógvið og lítur aftur um seg, hóskar til Guðs ríki.« (JD)

Lukas

10:15


And thou, Capernaum, which art exalted to heaven, shalt be thrust down to hell. (KJB)

Og tú, Capernaum, sum ert hevjað upp til himins, skalt verða stoytt niður til helvitis. (FKJ)

Og tú Kapernaum, ið upp ert lyftur til Himmals! Í deyðaríkið skalt tú stoytast niður! (VD)

Og tú, Kapernaum! Eigur tú at verða lyft upp til himmals? Til heljar skalt tú verða stoytt oman. (JD)

Lukas

10:16


He that heareth you heareth me; and he that despiseth you despiseth me; and he that despiseth me despiseth him that sent me. (KJB)

Hann, sum hoyrir tykkum, hoyrir meg; og hann, sum vanvirðir tykkum, vanvirðir meg; og hann, sum vanvirðir meg, vanvirðir hann sum sendi meg. (FKJ)

Tann, ið hoyrir tykkum, hoyrir Meg; tann, ið vrakar tykkum, vrakar Meg; tann, ið vrakar Meg, vrakar Hann, sum sendi Meg.« (VD)

Tann, sum hoyrir tykkum, hoyrir meg; og tann, sum vanvirðir tykkum, vanvirðir meg; men tann, sum vanvirðir meg, vanvirðir hann, sum sendi meg.« (JD)

Lukas

10:21

In that hour Jesus rejoiced in spirit, and said, I thank thee, O Father, Lord of heaven and earth, that thou hast hid these things from the wise and prudent, and hast revealed them unto babes: even so, Father; for so it seemed good in thy sight. (KJB)

Í tí tíma fegnaðist Jesus í anda, og segði, Eg takki tær, O Faðir, Harra himins og jarðar, at tú hevurt fjalt hesi ting fyri hinum vísu og vitru, og hevurt opinberað bróstabørnum tey: enntá so, Faðir; tí at soleiðis tóktist tað gott í eygsjón tíni. (FKJ)

Í somu stund fyltist Hann av gleði í Heilaga Andanum og segði: »Eg prísi Tær, Faðir, Harri Himmals og jarðar, at Tú hevur dult hetta fyri vísum og klókum og opinberað ómyndigum tað! Ja, Faðir! Tí so líkaði Tær, at verða skuldi. (VD)

Í teirri somu stund gjørdist hann glaður í heilagum anda og segði: »Eg lovi tær, faðir, harra himins og jarðar, fyri at tú hevur fjalt hetta fyri vísum og vitrum og opinberað tað fyri ómyndingum. Ja, faðir; tí at soleiðis hendi tað, sum tær líkar best. (JD)

Lukas

10:35


And on the morrow when he departed, he took out two pence, and gave them to the host, and said unto him, Take care of him; and whatsoever thou spendest more, when I come again, I will repay thee. (KJB)

Og um morgunin, tá ið hann fór avstað, tók hann upp tveir denarar, og gav teir til vertin, og segði við hann, Tak tær av honum; og hvatsumhelst tú brúkart meira, tá ið eg komi aftur, vil eg endurgjalda tær. (FKJ)

Dagin eftir tók hann tveir denarar, gav vertinum teir og segði: »Røk hann! Og leggur tú meiri út, skal eg lata teg fáa tað, táið eg komi aftur.« (VD)

Og dagin eftir tók hann upp tveir denarar og fekk vertinum og segði: »Røkta hann nú, og tað, sum tú leggur út aftrat, skal eg samsýna tær, tá ið eg komi aftur.« (JD)

Lukas

10:39

And she had a sister called Mary, which also sat at Jesus' feet, and heard his word. (KJB)

Og hon hevði eina systur, nevnd Maria, sum eisini settist við Jesu føtur, og hoyrdi orð hansara. (FKJ)

Hon hevði systur, ið æt Maria; hon setti seg við føtur Harrans at lurta eftir tí, sum Hann segði. (VD)

Og hon átti eina systur, sum æt Maria; hon settist niður við føturnar á Jesusi og lýddi á talu hansara. (JD)

Lukas

10:41

And Jesus answered and said unto her, Martha, Martha, thou art careful and troubled about many things: (KJB)

Og Jesus svaraði og segði við hana, Martha, Martha, tú ert sútfull og órógvað um mong ting: (FKJ)

Men Harrin svaraði henni: »Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum; (VD)

Men Harrin svaraði og segði við hana: »Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; (JD)

Lukas

11:2


And he said unto them, When ye pray, say, Our Father which art in heaven, Hallowed be thy name. Thy kingdom come. Thy will be done, as in heaven, so in earth. (KJB)

Og hann segði við teir, Tá ið tit biðja, sigið, Faðir vár sum ert í himni, Halgað veri navn títt. Komi kongadømi títt. Veri gjørdur vilji tín, sum í himni, so á jørð. (FKJ)

Hann segði við teir: »Táið tit biðja, sigið tá: »Faðir! Heilagt verði navn Títt! Komi ríki Títt! (VD)

Men hann segði við teir: »Tá ið tit biðja, tá sigið: Faðir, heilagt veri navn títt, komi ríki títt, (JD)

Lukas

11:4


And forgive us our sins; for we also forgive every one that is indebted to us. And lead us not into temptation; but deliver us from evil. (KJB)

Og fyrigev okkum syndir okkara; tí at vit eisini fyrigeva hvørjum tí, sum er skyldigur móti okkum. Og leið okkum ikki inn í freisting; men bjarga okkum frá illum. (FKJ)

Fyrigev okkum syndir okkara - tí eisini vit fyrigeva øllum, ið skylda okkum! Leið okkum ikki í freisting!«« (VD)

og fyrigev okkum syndir okkara, tí at eisini vit sjálvir fyrigeva einum og hvørjum, sum okkum er skyldugur; og leið okkum ikki í freistingar.« (JD)

Lukas

11:29


And when the people were gathered thick together, he began to say, This is an evil generation: they seek a sign; and there shall no sign be given it, but the sign of Jonas the prophet. (KJB)

Og tá ið fólkið var savnað tjúkt saman, fór hann undir at siga, Hetta er ein ónd ætt: tey søkja eitt tekin, og tað skal einkið tekin verða givið henni, uttan tekin Jónasar prophets. (FKJ)

Táið nú fólkið streymaði til, tók Hann til orða og segði: »Henda ætt er ónd ætt; hon krevur tekin, og henni skal einki tekin verða givið uttan tekin Jónasar. (VD)

Men tá ið mannfjøldin tyrptist saman um hann, tók hann til orða og segði: »Henda slektin er ein ónd slekt; hon krevur tekin, men ikki skal annað tekin verða henni givið enn tekin Jónasar. (JD)

Lukas

11:44


Woe unto you, scribes and Pharisees, hypocrites! for ye are as graves which appear not, and the men that walk over them are not aware of them. (KJB)

Vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarum! tí at tit eru eins og gravir sum sýnast ikki, og menninir, sum ganga yvir tær, eru ikki varir við tær. (FKJ)

Vei tykkum! Tí tit líkjast grøvum, ið ikki síggjast, sum menniskjuni ganga oman á og vita ikki av tí.« (VD)

Vei tykkum, tí at tit eru eins og ókenniligar gravir; fólk ganga oman á teimum, og vita ikki av tí.« (JD)

Lukas

11:53


And as he said these things unto them, the scribes and the Pharisees began to urge him vehemently, and to provoke him to speak of many things: (KJB)

Og sum hann segði hesi ting við teir, byrjaðu hinir skriftlærdu og Phariseararnir at noyða hann ógvusliga, og at eggja honum til at tala um mong ting: (FKJ)

Táið Hann tá fór út haðani, fóru hinir skriftlærdu og Fariseararnir at ganga hart á Hann og spyrja Hann um mangt og mikið; (VD)

Og tá ið hann var farin út haðani, fóru hinir skriftlærdu og Fariseararnir at ganga hart at honum og at fregna hann um ymist, (JD)

Lukas

11:54


Laying wait for him, and seeking to catch something out of his mouth, that they might accuse him. (KJB)

Liggjandi á lúri eftir honum, og søkjandi at fanga eitthvørt út úr munni hansara, at teir máttu ákært hann. (FKJ)

tí teir lúrdu eftir Honum, um teir kundu ikki lofta onkrum orði at klaga Hann fyri. (VD)

alt meðan teir lúrdu eftir honum fyri at lofta einumhvørjum av munni hansara. (JD)

Lukas

12:25


And which of you with taking thought can add to his stature one cubit? (KJB)

Og hvør av tykkum við at stúra kann leggja eina alin afturat hædd síni? (FKJ)

Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum! (VD)

Men hvør tykkara kann við stúran síni leggja eina alin aftur at hædd síni? (JD)

Lukas

12:31


But rather seek ye the kingdom of God; and all these things shall be added unto you. (KJB)

Men heldur søkið tit kongadømi Guðs; og øll hesi ting skulu verða løgd afturat tykkum. (FKJ)

Nei, søkið ríki Hansara! So skal hetta verða givið tykkum umframt! (VD)

Søkið heldur ríki hansara, tá skal hetta verða tykkum givið umframt. (JD)

Lukas

13:2

And Jesus answering said unto them, Suppose ye that these Galilaeans were sinners above all the Galilaeans, because they suffered such things? (KJB)

Og Jesus, takandi til orða, segði við teir, Halda tit at hesir Galilæararnir vóru syndarar yvir øllum Galilæarunum, av tí at teir liðu slíkar lutir? (FKJ)

Tá svaraði Hann teimum: »Halda tit, at hesir Galilearar vóru syndarar fram um allar aðrar Galilearar, fyri tað at teir hava liðið hetta? (VD)

Og hann svaraði og segði við teir: »Halda tit, at hesir Galileingarnir vóru størri syndarar enn allir aðrir Galileingar, av tí at teir hava verið fyri hesum. (JD)

Lukas

13:19


It is like a grain of mustard seed, which a man took, and cast into his garden; and it grew, and waxed a great tree; and the fowls of the air lodged in the branches of it. (KJB)

Tað er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók, og kastaði inn í sín urtagarð; og tað vaks, og gjørdist eitt mikið træ; og fuglar luftarinnar búleikaðust í greinunum á tí. (FKJ)

Tað er líkt sinopskorni, sum maður tók og sáaði í urtagarð sín; tað vaks og varð træ, og fuglar himmalsins bygdu reiður í greinum tess.« (VD)

Tað er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók og setti niður í urtagarð sín; og tað vaks og varð til eitt træ, og himmalsins fuglar bygdu reiður í greinunum á tí.« (JD)

Lukas

13:25


When once the master of the house is risen up, and hath shut to the door, and ye begin to stand without, and to knock at the door, saying, Lord, Lord, open unto us; and he shall answer and say unto you, I know you not whence ye are: (KJB)

Tá ið fyrstani meistarin av húsinum er risin upp, og hevur lokað fyri hurðini, og tit byrja at standa uttanfyri, og at banka við dyrnar, sigandi, Harri, Harri, lat okkum upp; og hann skal svara og siga við tykkum, Eg kenni tykkum ikki hvaðan tit eru: (FKJ)

Frá teirri stund húsbóndin hevur reist Seg og stongt dyrnar - um tit tá fara at standa uttanfyri og banka uppá og siga: »Harri! Lat okkum upp!« tá skal Hann svara tykkum: »Eg kenni tykkum ikki, hvaðani tit eru.« (VD)

Um tit tá fyrstani, tá ið húsbóndin er farin upp og hevur stongt dyrnar, geva tykkum til at standa fyri uttan at banka á dyrnar og siga: »Harri, lat okkum upp!« tá man hann svara og siga við tykkum: »Eg veit ikki, hvaðan tit eru.« (JD)

Lukas

13:28


There shall be weeping and gnashing of teeth, when ye shall see Abraham, and Isaac, and Jacob, and all the prophets, in the kingdom of God, and you yourselves thrust out. (KJB)

Har skal vera grátur og tannagrísl, tá ið tit skulu síggja Ábraham, og Ísaak, og Jákob, og allar prophetarnar, í kongadømi Guðs, og tykkum sjálvar stoyttar út. (FKJ)

Tá skal vera grátur og tannagrísl - táið tit fáa at síggja Ábraham, Ísak, Jákup og allar profetarnar í ríki Guds, men tykkum sjálv kastað út. (VD)

Har skal verða grátur og tannagrísl, tá ið tit fáa at síggja Ábraham og Ísak og Jákup og allar profetarnar í Guðs ríki, men tykkum sjálv koyrd uttanfyri. (JD)

Lukas

13:29


And they shall come from the east, and from the west, and from the north, and from the south, and shall sit down in the kingdom of God. (KJB)

Og teir skulu koma úr eystri, og úr vestri, og úr norðuri, og úr suðuri, og skulu setast niður í kongadømi Guðs. (FKJ)

Tey skulu koma, eystaneftir, vestaneftir, norðaneftir og sunnaneftir, og sita til borðs í ríki Guds. (VD)

Og tey skulu koma eystaneftir og vestaneftir og norðaneftir og sunnaneftir og setast til borðs í Guðs ríki. (JD)

Lukas

13:31


The same day there came certain of the Pharisees, saying unto him, Get thee out, and depart hence: for Herod will kill thee. (KJB)

Hin sama dagin komu ávísir av Pharisearunum, sigandi við hann, Slepp tær út, og far avstað hiðani: tí Heródes vil drepa teg. (FKJ)

Í somu stund komu nakrir Farisearar og søgdu við Hann: »Far avstað burt hiðani, tí Heródes ætlar at drepa Teg!« (VD)

Á somu stund komu nakrir Farisearar og søgdu við hann: »Far avstað og halt burtur hiðani, tí at Heródes ætlar at drepa teg.« (JD)

Lukas

13:35


Behold, your house is left unto you desolate: and verily I say unto you, Ye shall not see me, until the time come when ye shall say, Blessed is he that cometh in the name of the Lord. (KJB)

Sí, tykkara hús er eftirlatið tykkum oyði: og sanniliga sigi eg tykkum, Tit skulu ikki síggja meg, fyrrenn tann tíð kemur tá ið tit skulu siga, Vælsignaður er hann sum kemur í navni Harrans. (FKJ)

Men hús tykkara skal verða latið tykkum sjálvum upp í hendur. Eg sigi tykkum: Tit skulu als ikki síggja Meg, fyrrenn tann tíð kemur, táið tit siga: »Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans!«« (VD)

Sí, hús tykkara skal verða latið til tykkara sjálvs. Men eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki síggja meg, fyrr enn tann tíðin kemur, tá ið tit siga: Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni!« (JD)

Lukas

14:5


And answered them, saying, Which of you shall have an ass or an ox fallen into a pit, and will not straightway pull him out on the sabbath day? (KJB)

Og tók til orða við teir, sigandi, Hvør av tykkum skal hava ein asna ella ein oksa dotnan í eina holu, og vil ikki beinanvegin toga hann út á sabbatsdeginum? (FKJ)

So tók Hann til orða og segði við teir: »Um sonur ella oksi hjá onkrum tykkara dettur í brunn - hvør er hann, sum tá ikki við tað sama dregur hann uppúr aftur sabbat!« (VD)

Og hann tók til orða og segði við teir: »Hvør tykkara, sum eigur ein son* ella ein oksa, ið dettur í ein brunn, man ikki alt fyri eitt draga hann uppúr um hvíludagin?« (JD)


*Mong handrit lesa: asna fyri son.

Lukas

16:23


And in hell he lift up his eyes, being in torments, and seeth Abraham afar off, and Lazarus in his bosom. (KJB)

Og í helviti lyftir hann upp eygum sínum, verandi í pínslum, og sær Ábraham langt burturifrá, og Lazarus í fangi hansara. (FKJ)

Táið hann læt upp eyguni í deyðaríkinum - har hann var í pínu - sá hann Ábraham langt burtur og Lazarus í fangi hansara. (VD)

Og tá ið hann læt eygu síni upp í helheimi, har sum hann var í pínu, sær hann Ábraham langt burtur og Lázarus í fangi hansara. (JD)

Lukas

17:3


Take heed to yourselves: If thy brother trespass against thee, rebuke him; and if he repent, forgive him. (KJB)

Gevið gætur eftir tykkum sjálvum: Um bróðir tín misbróti ímóti tær, harta hann; og um hann iðrist, fyrigev honum. (FKJ)

Varðið tykkum! Syndar bróðir tín, so hav at honum, og angrar hann, so fyrigev honum! (VD)

Hyggið um tykkum sjálvar. Um bróðir tín syndar, tá hav at honum; og um hann iðrast, tá fyrigev honum. (JD)

Lukas

17:9


Doth he thank that servant because he did the things that were commanded him? I trow not. (KJB)

Takkar hann tí tænaranum, av tí at hann gjørdi tey ting sum honum vórðu boðin? Eg trúgvi ikki. (FKJ)

Man hann takka tænaranum fyri, at hann gjørdi tað, ið honum var álagt! Eg haldi ikki. (VD)

Man hann veita húskallinum tøkk fyri, at hann gjørdi tað, sum honum var lagt á? (JD)

Lukas

17:36


Two men shall be in the field; the one shall be taken, and the other left. (KJB)

Tveir menn skulu vera á markini; tann eini skal verða tikin, og hin latin eftir. (FKJ)

Tveir menn skulu vera úti á markini; annar skal verða tikin við, og annar skal verða latin eftir.« (VD)

(Tveir menn skulu vera staddir úti á markini; annar skal verða tikin við, og annar latin eftir.«)* (JD)


*Hetta versið er ikki í hinum elstu handskriftunum.

Lukas

18:24

And when Jesus saw that he was very sorrowful, he said, How hardly shall they that have riches enter into the kingdom of God! (KJB)

Og tá ið Jesus sá, at hann varð ógvuliga sorgarfullur, segði hann, Hvør treyðugligani skulu teir, sum hava ríkidømir, ganga inn í kongadømi Guðs! (FKJ)

Táið Jesus nú sá, hvussu tungur hann varð, segði Hann: »Hvussu torført er ikki teimum, ið hava ríkdóm, at koma inn í ríki Guds! (VD)

Men tá ið Jesus sá tað á honum, segði hann: »Hvussu torført er hjá teimum, sum eiga ríkidømi, at koma inn í Guðs ríki! (JD)

Lukas

18:28

Then Peter said, Lo, we have left all, and followed thee. (KJB)

Tá segði Pætur, Sí, vit hava eftirlatið alt, og fylgt tær. (FKJ)

Tá segði Pætur: »Vit eru farnir frá øllum okkara egna og hava fylgt Tær.« (VD)

Men Pætur segði: »Sí, vit hava yvirgivið okkara egna og fylgt tær.« (JD)

Lukas

19:45

And he went into the temple, and began to cast out them that sold therein, and them that bought; (KJB)

Og hann fór inn í templið, og tók at kasta út teir sum seldu harí, og teir sum keyptu; (FKJ)

Hann fór nú inn í templið og fór at reka út teir, sum seldu; (VD)

Og hann gekk inn í halgidómin og tók at koyra út teir, sum har seldu, (JD)

Lukas

20:13

Then said the lord of the vineyard, What shall I do? I will send my beloved son: it may be they will reverence him when they see him. (KJB)

Tá segði harrin av víngarðinum, Hvat skal eg gera? Eg vil senda mín háttelskaða son: vera má at teir vilja virðingaróttast hann, tá ið teir síggja hann. (FKJ)

Tá segði víngarðsharrin: »Hvat skal eg gera? Eg skal senda son mín, hin elskaða; teir fara kortini at hava virðing fyri honum!« (VD)

Men víngarðsins harri segði: »Hvat skal eg gera? Eg vil senda elskaða son mín; teir munnu fara at hava fyrilit fyri honum.« (JD)

Lukas

20:16

He shall come and destroy these husbandmen, and shall give the vineyard to others. And when they heard it, they said, God forbid. (KJB)

Hann skal koma og oyða hesar víngarðsmenn, og skal geva víngarðin til aðrar. Og tá teir hoyrdu tað, søgdu teir, Guð sýti fyri. (FKJ)

Hann fer at koma og gera enda á hesum víngarðsmonnum og lata aðrar fáa víngarðin.« Táið teir hoyrdu hetta, søgdu teir: »Tað verði aldri!« (VD)

Hann skal koma og týna hesum víngarðsmonnum av lívi og geva øðrum víngarðin.« Men tá ið teir hetta hoyrdu, søgdu teir: »Tað verði aldri!« (JD)

Lukas

20:23

But he perceived their craftiness, and said unto them, Why tempt ye me? (KJB)

Men hann varnaðist teirra sniðfundni, og segði við teir, Hví freista tit meg? (FKJ)

Men Hann var varur við svik teirra og segði við teir: »Hví freista tit Meg? (VD)

Men við tað at hann kendi fals teirra, segði hann við teir: (JD)

Lukas

20:30

And the second took her to wife, and he died childless. (KJB)

Og hin annar tók hana til konu, og hann doyði barnleysur. (FKJ)

Somuleiðis hin annar. (VD)

Somuleiðis hin annar. (JD)

Lukas

21:4


For all these have of their abundance cast in unto the offerings of God: but she of her penury hath cast in all the living that she had. (KJB)

Tí at allir hesir hava av síni yvirflóð kastað inn afturat ofrum Guðs: men hon av síni armóð hevur kastað inn alt tað livibreyðið sum hon hevði. (FKJ)

Tí øll hesi løgdu gávur sínar av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alla ogn sína, sum hon hevði.« (VD)

tí at hesi øll hava lagt niður fyri til gávurnar av tí, sum tey høvdu til avlops; men hon legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti at bjarga lívinum við.« (JD)

Lukas

21:8


And he said, Take heed that ye be not deceived: for many shall come in my name, saying, I am Christ; and the time draweth near: go ye not therefore after them. (KJB)

Og hann segði, Gevið gætur, at tit verði ikki villleiddir: tí at mangir skulu koma í navni mínum, sigandi, Eg eri Christus; og tíðin nærkast: farið tit ikki, tessvegna, aftaná teimum. (FKJ)

Hann svaraði: »Síggið til, at tit verða ikki villleiddir! Tí mangir skulu koma í navni Mínum og siga: »Tað eri eg!« og: »Tíðin er nær!« - Farið ikki eftir teimum! (VD)

Men hann segði: »Varið tykkum, at tit ikki verða leiddir villir; tí at mangir skulu koma í navni mínum og siga: »Tað eri eg« og »tíðin er í nánd.« Men fylgið teimum ikki! (JD)

Lukas

22:14


And when the hour was come, he sat down, and the twelve apostles with him. (KJB)

Og tá ið tímin var komin, settist hann niður, og hinir tólv ápostlarnir við honum. (FKJ)

Táið so tímin kom, settist Hann til borðs, og ápostlarnir við Honum. (VD)

Og tá ið tímin kom, settist hann til borðs og ápostlarnir við honum. (JD)

Lukas

22:16


For I say unto you, I will not any more eat thereof, until it be fulfilled in the kingdom of God. (KJB)

Tí at eg sigi tykkum, Eg vil ikki meira eta av tí, inntil tað verði uppfylt í kongadømi Guðs. (FKJ)

Tí Eg sigi tykkum: Eg skal aldri aftur eta tað, fyrrenn tað er vorðið fullkomið í ríki Guds.« (VD)

tí at eg sigi tykkum, at eg skal onga tíð meira eta tað, fyrr enn tað verður fullbúgvið í Guðs ríki.« (JD)

Lukas

22:18


For I say unto you, I will not drink of the fruit of the vine, until the kingdom of God shall come. (KJB)

Tí at eg sigi tykkum, Eg vil ikki drekka av fruktini av víntræinum, inntil kongadømi Guðs skal koma. (FKJ)

Tí Eg sigi tykkum: Frá hesi stund skal Eg ikki drekka av ávøksti víntræsins, fyrrenn ríki Guds kemur.« (VD)

tí at eg sigi tykkum, eg skal frá hesi stund ikki drekka av fruktum víntræsins, fyrr enn Guðs ríki kemur.« (JD)

Lukas

22:31


And the Lord said, Simon, Simon, behold, Satan hath desired to have you, that he may sift you as wheat: (KJB)

Og Harrin segði, Símun, Símun, sí, Satan hevur umbiðið at fáa tykkum, at hann má sálda tykkum sum hveiti: (FKJ)

Símun, Símun! Satan vildi hava tykkum í vald sítt at sálda tykkum sum hveiti. (VD)

Símun, Símun, sí, Sátan hevur kravt tykkum, at sálda tykkum sum hveiti. (JD)

Lukas

22:42


Saying, Father, if thou be willing, remove this cup from me: nevertheless not my will, but thine, be done. (KJB)

Sigandi, Faðir, um tú veri viljugur, tak burtur hetta bikar frá mær: hóast hetta, ikki vilji mín, men tín, veri gjørdur. (FKJ)

og segði: / »Faðir, hevði Tú viljað tikið henda kalik frá Mær! Tó, verði ikki vilji Mín, men Tín!« (VD)

og segði: / »Faðir, hevði tú viljað tikið hesa skál frá mær! Men verði tó ikki mín vilji, men tín!« (JD)

Lukas

22:44


And being in an agony he prayed more earnestly: and his sweat was as it were great drops of blood falling down to the ground. (KJB)

Og, verandi í einum kvøljustríði, bað hann meiri inniligani: og hansara sveitti varð sum vóru tað stórir blóðsdropar, fallandi niður til jarðarinnar. (FKJ)

Og Hann kom í deyðaangist og bað enn tráligari; sveitti Hansara varð sum blóðsdropar, ið fullu niður á jørðina. (VD)

Og tá ið hann var í deyðaangist, bað hann enn meira tráliga, og sveitti hansara varð rætt sum blóðsdropar, sum fullu á jørðina. (JD)

Lukas

22:64


And when they had blindfolded him, they struck him on the face, and asked him, saying, Prophesy, who is it that smote thee? (KJB)

Og tá ið teir høvdu bundið fyri eyguni á honum, slógu teir hann á andlitið, og spurdu hann, sigandi, Prophetera, hvør er tað ið sló teg? (FKJ)

Teir kastaðu klæði yvir Hann og spurdu Hann: »Profetera - hvør var tað, ið sló Teg?« (VD)

Og teir bundu fyri eyguni á honum og spurdu hann og søgdu: »Profetera! Hvør var tað, sum sló teg?« (JD)

Lukas

22:65

And many other things blasphemously spake they against him. (KJB)

Og mong onnur ting Guðsspottanarligani talaðu teir ímóti honum. (FKJ)

Og mong onnur háðorð talaðu teir móti Honum. (VD)

Og mong onnur tílík spottorð talaðu teir til hansara. (JD)

Lukas

22:68

And if I also ask you, ye will not answer me, nor let me go. (KJB)

Og um eg eisini spyrji tykkum, so vilja tit ikki svara mær, ella lata meg fara. (FKJ)

og um Eg spyrji, svara tit ikki! (VD)

og um eg spyrji, tá svara tit mær ikki. (JD)

Lukas

23:17


(For of necessity he must release one unto them at the feast.) (KJB)

(Tí av neyðsyn mátti hann lata teimum ein leysan á hátíðini.) (FKJ)

Men hann var noyddur at geva teimum ein leysan um høgtíðina. (VD)

(Men hann noyddist at sleppa teimum einum fanga leysum um hátíðina.)* (JD)


*Hetta versið stendur ikki í mongum av teimum elstu handskriftunum.

Lukas

23:23


And they were instant with loud voices, requiring that he might be crucified. And the voices of them and of the chief priests prevailed. (KJB)

Og tey vóru ástreingjandi við hørðum røddum, krevjandi at hann mátti verða krossfestur. Og røddirnar hjá teimum og hjá teimum fremstu prestunum høvdu yvirvág. (FKJ)

Men tey strongdu á við hørðum rópum og kravdu, at Hann skuldi verða krossfestur - og róp teirra vórðu við yvirlutan. (VD)

Men tey strongdu á við hørðum rópum og kravdu, at hann skuldi verða krossfestur; og róp teirra vórðu við yvirlutan. (JD)

Lukas

23:25


And he released unto them him that for sedition and murder was cast into prison, whom they had desired; but he delivered Jesus to their will. (KJB)

Og hann læt teimum leysan hann sum fyri uppreist og morð var kastaður inn í fongsul, hvønn tey høvdu tráað; men hann gav Jesus yvir til teirra vilja. (FKJ)

Hann gav tann leysan, sum tey bóðu um, hann, ið var settur fastur fyri uppreistur og manndráp; men Jesus gav hann upp til vilja teirra. (VD)

og hann slepti honum leysum, sum fyri uppreist og manndráp hevði verið settur fastur, tí, sum tey bóðu um; men Jesus gav hann teimum eftir vild teirra. (JD)

Lukas

23:38


And a superscription also was written over him in letters of Greek, and Latin, and Hebrew, THIS IS THE KING OF THE JEWS. (KJB)

Og ein yvirskrift eisini varð ritað yvir honum við Grikskum, og Latínskum, og Hebraiskum bókstøvum, HESIN ER KONGUR JØDANNA. (FKJ)

Eisini var yvirskrift sett uppi yvir Honum: »Hetta er kongur Jødanna.« (VD)

Men ein yvirskrift var eisini uppi yvir honum: Hetta er kongur Jødanna. (JD)

Lukas

23:42


And he said unto Jesus, Lord, remember me when thou comest into thy kingdom. (KJB)

Og hann segði við Jesus, Harri, minst til mín, tá ið tú kemurt inn í kongadømi títt. (FKJ)

So segði hann við Jesus: »Harri, minst til mín, táið Tú kemur í ríki Tínum!« (VD)

Og hann segði: »Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!« (JD)

Lukas

23:43

And Jesus said unto him, Verily I say unto thee, To day shalt thou be with me in paradise. (KJB)

Og Jesus segði við hann, Sanniliga sigi eg tær, Í dag skalt tú vera við mær í paradís. (FKJ)

Hann svaraði honum: »Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!« (VD)

Og hann segði við hann: »Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!« (JD)

Lukas

23:44

And it was about the sixth hour, and there was a darkness over all the earth until the ninth hour. (KJB)

Og tað var um hin sætta tíma, og tað varð eitt myrkur yvir allari jørðini inntil hin níggjunda tíma. (FKJ)

Tað var nú um sætta tíman; tá varð myrkur um alt landið, líka til níggjunda tíman; (VD)

Og tað var nú okkurt um hin sætta tíman, og myrkur kom um alt landið líka til hin níggjunda tíman, (JD)

Lukas

23:45

And the sun was darkened, and the veil of the temple was rent in the midst. (KJB)

Og sólin varð myrkjað, og forhangið av templinum varð skrætt í miðjuni. (FKJ)

tí sólin myrknaði. Forhangið í templinum skrædnaði eftir miðjuni. (VD)

við tað at sólin myrknaði. Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey eftir miðjuni. (JD)

Lukas

24:1


Now upon the first day of the week, very early in the morning, they came unto the sepulchre, bringing the spices which they had prepared, and certain others with them. (KJB)

Nú, uppá hin fyrsta dag vikunnar, reiðuliga árla um morgunin, komu tær at gravhýsinum, komandi við hinum angandi kryddurtum sum tær høvdu tilreitt, og ávísar aðrar við teimum. (FKJ)

Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga, í lýsingini, komu tær til grøvina og høvdu við sær hinar angandi urtirnar, ið tær høvdu gjørt til. (VD)

Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga á morgni, komu tær til grøvina og høvdu við tær angandi urtirnar, sum tær høvdu gjørt til. (JD)

Lukas

24:12

Then arose Peter, and ran unto the sepulchre; and stooping down, he beheld the linen clothes laid by themselves, and departed, wondering in himself at that which was come to pass. (KJB)

Tá reistist Pætur, og rann at gravhýsinum; og, húkandi niður, skoðaði hann línklæðini løgd fyri seg sjálv, og fór avstað, undrandi í sær sjálvum á tað sum á hevði borið. (FKJ)

Men Pætur reistist og leyp út til grøvina, og táið hann bukkaði seg niður, sá hann einki uttan línklæðini liggja har; hann fór tá aftur til hús í undran um tað, ið hent hevði. (VD)

Men Pætur fór tó á føtur og rann út til grøvina, og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har og einki annað; og hann fór heim aftur til sín sjálvs og undraðist á tað, sum var hent. (JD)

Lukas

24:36

And as they thus spake, Jesus himself stood in the midst of them, and saith unto them, Peace be unto you. (KJB)

Og sum teir soleiðis talaðu, stóð Jesus sjálvur í teirra mittu, og sigur við teir, Friður veri at tykkum. (FKJ)

Meðan teir nú tosaðu um hetta, stóð Hann sjálvur mitt ímillum teirra; og Hann segði við teir: »Friður veri við tykkum!« (VD)

Men best sum teir tala um hetta, stóð hann sjálvur mitt ímillum teirra; og hann sigur við teir: »Friður veri við tykkum!« (JD)

Lukas

24:40

And when he had thus spoken, he shewed them his hands and his feet. (KJB)

Og tá ið hann svá hevði talað, sýndi hann teimum sínar hendur og sínar føtur. (FKJ)

Táið Hann hevði sagt hetta, vísti Hann teimum hendur Sínar og føtur Sínar. (VD)

*Og tá ið hann hevði sagt hetta, sýndi hann teimum hendur sínar og føtur sínar. (JD)


*Versið er ikki í teimum elstu handritunum.

Lukas

24:42

And they gave him a piece of a broiled fish, and of an honeycomb. (KJB)

Og teir góvu honum eitt stykki av einum stoktum fiski, og av eini hunangskøku. (FKJ)

Tá góvu teir Honum stykki av steiktum fiski og nakað av hunangskøku. (VD)

Og teir góvu honum eitt stykki av stoktum fiski (og eitt sindur av eini hunangskøku).* (JD)


*Hesi orðini standa ikki í teimum elstu handritunum.

Lukas

24:49

And, behold, I send the promise of my Father upon you: but tarry ye in the city of Jerusalem, until ye be endued with power from on high. (KJB)

Og sí, eg sendi fyrijáttan Faðirs míns uppá tykkum: men dvøljið tit í Jerusalems staði, inntil tit verði útgjørdir við kraft frá tí høga. (FKJ)

Og Eg sendi yvir tykkum tað, sum Faðir Mín hevur lovað; men tit skulu verða í staðnum, inntil tit verða latnir í kraft av hæddini.« (VD)

Og sí, eg sendi fyrijáttan faðirs míns yvir tykkum; men tit skulu halda tykkum kvirrar í staðinum, inntil tit verða íklæddir kraft frá tí høga.« (JD)

Lukas

24:51

And it came to pass, while he blessed them, he was parted from them, and carried up into heaven. (KJB)

Og tað bar á, meðan hann vælsignaði teir, varð hann skildur frá teimum, og borin upp inn í himin. (FKJ)

Og í tí Hann signaði teir, skiltist Hann frá teimum og varð tikin upp til Himmals. (VD)

Og tað hendi, í tí hann vælsignaði teir, skildist hann frá teimum (og varð lyftur upp til himmals).* (JD)


*Hesi orðini standa ikki í teimum elstu handritunum.

Lukas

24:53

And were continually in the temple, praising and blessing God. Amen. (KJB)

Og vóru støðugt í templinum, prísandi og vælsignandi Guð. Amen. (FKJ)

Og teir vóru altíð í templinum, og prísaðu Gudi. (VD)

Og teir vóru støðugt í halgidóminum og lovaðu Guði. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher