Faðir vár bønin í Matthæus

Matthæus

 6:9

After this manner therefore pray ye: Our Father which art in heaven, Hallowed be thy name. (KJB)

Eftir hesum háttarlagi, tessvegna, biðjið tit: Faðir vár, sum ert í himni; Halgað veri navn títt. (FKJ)

Tí skulu tit biðja soleiðis: »Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt! (VD)

Tí eiga tit at biðja soleiðis: Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; (JD)

Matthæus

 6:10

Thy kingdom come. Thy will be done in earth, as it is in heaven. (KJB)

Komi kongadømi títt. Veri gjørdur vilji tín á jørð, sum hann er í himni. (FKJ)

Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við! (VD)

komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð; (JD)

Matthæus

 6:11

Give us this day our daily bread. (KJB)

Gev okkum henda dag okkara dagliga breyð. (FKJ)

Gev okkum í dag dagliga breyð okkara! (VD)

gev okkum í dag okkara dagliga breyð; (JD)

Matthæus

 6:12

And forgive us our debts, as we forgive our debtors. (KJB)

Og fyrigev okkum skuldir okkara, sum vit fyrigeva skuldnarum okkara. (FKJ)

Fyrigev okkum skuldir okkara, sum eisini vit fyrigeva skuldarum okkara. (VD)

og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara; (JD)

Matthæus

 6:13

And lead us not into temptation, but deliver us from evil: For thine is the kingdom, and the power, and the glory, for ever. Amen. (KJB)

Og leið okkum ikki inn í freisting, men bjarga okkum frá illum : Tí at títt er konga-dømið, og mátturin, og dýrdin, um ævir. Amen. (FKJ)

Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá illum! Tí Títt er ríkið og valdið, Tín er heiðurin, í allar ævir. Amen.« (VD)

og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa. (JD)

Faðir vár bønin í Lukas

Lukas

11:2


And he said unto them, When ye pray, say, Our Father which art in heaven, Hallowed be thy name. Thy kingdom come. Thy will be done, as in heaven, so in earth. (KJB)

Og hann segði við teir, Tá ið tit biðja, sigið, Faðir vár sum ert í himni, Halgað veri navn títt. Komi kongadømi títt. Veri gjørdur vilji tín, sum í himni, so á jørð. (FKJ)

Hann segði við teir: »Táið tit biðja, sigið tá: »Faðir! Heilagt verði navn Títt! Komi ríki Títt! (VD)

Men hann segði við teir: »Tá ið tit biðja, tá sigið: Faðir, heilagt veri navn títt, komi ríki títt, (JD)

Lukas

11:3

Give us day by day our daily bread. (KJB)

Gev okkum dag um dag okkara dagliga breyð. (FKJ)

Gev okkum hvønn dag dagliga breyð okkara! (VD)

gev okkum hvønn dag okkara dagliga breyð, (JD)

Lukas

11:4

And forgive us our sins; for we also forgive every one that is indebted to us. And lead us not into temptation; but deliver us from evil. (KJB)

Og fyrigev okkum syndir okkara; tí at vit eisini fyrigeva hvørjum tí, sum er skyldigur móti okkum. Og leið okkum ikki inn í freisting; men bjarga okkum frá illum. (FKJ)

Fyrigev okkum syndir okkara - tí eisini vit fyrigeva øllum, ið skylda okkum! Leið okkum ikki í freisting!«« (VD)

og fyrigev okkum syndir okkara, tí at eisini vit sjálvir fyrigeva einum og hvørjum, sum okkum er skyldugur; og leið okkum ikki í freistingar.« (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár gjørt umvendingar føsta sodomi fótnotur Amen

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF Antioch vs Alexandria - PDF

facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri
Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher


Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA