Judas

1:1

Jude, the servant of Jesus Christ, and brother of James, to them that are sanctified by God the Father, and preserved in Jesus Christ, and called: (KJB)

Judas, tænari Jesu Christs, og bróðir Jákobs, til teirra sum eru halgaðir av Guði Faðirinum, og varðveittir í Jesusi Christi, og kallaðir: (FKJ)

Judas, tænari Jesu Krists og bróðir Jákups - til hini kallaðu, sum eru elskað í Gudi Faðir og varðveitt Jesusi Kristi. (VD)

Judas, tænari Jesu Krists og bróðir Jákups - til hini kallaðu, sum eru elskað í Gudi Faðir og varðveitt Jesusi Kristi. (JD)

Judas

1:3


Act 14:22

Beloved, when I gave all diligence to write unto you of the common salvation, it was needful for me to write unto you, and exhort you that ye should earnestly contend for the faith which was once delivered unto the saints. (KJB)

Háttelskaðu, tá ið eg veitti allan íðinskap at skriva tykkum um hina felags frelsu, var tað neyðturviligt hjá mær at skriva tykkum, og formana tykkum, at tit skuldu álvarsamligani stríða fyri trúnni, sum varð einaferð fingin teimum heilagu. (FKJ)

Tit elskaðu! Táið mær lá nógv á hjarta at skriva til tykkara um felags frelsu okkara, sá eg meg noyddan at skriva til tykkara við áminning um at berjast fyri trúnni, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur. (VD)


↑ Samanber gjølla við King James ↑

Elskaðu tit; tá ið tað var mær ógvuliga nógv um at gera at skriva til tykkara um okkara felags frelsu, helt eg meg vera noyddan til at skriva til tykkara at minna tykkum um at stríðast fyri teirri trúgv, sum eina ferð fyri allar er fingin hinum heilagu. (JD)

Judas

1:4

For there are certain men crept in unawares, who were before of old ordained to this condemnation, ungodly men, turning the grace of our God into lasciviousness, and denying the only Lord God, and our Lord Jesus Christ. (KJB)

Tí at tað eru ávísir menn, skridnir inn óvarnandi, sum vórðu áður frá gamlari tíð útnevndir til hesa dómfelling, ógudiligir menn, umgerandi náði Guðs várs yvirí skendsku, og avnoktandi hin einasta Harra Guð, og váran Harra Jesus Christ. (FKJ)

Tí nøkur menniskju hava sníkt seg inn, sum langt síðani er skrivað um frammanundan, at tey skulu falla undir henda dóm: Gudleys, ið misbrúka náði Guds okkara til skammloysi og avnokta einasta høvdinga og Harra okkara, Jesus Kristus. (VD)

Tí at nakrir menn hava smeitt seg inn, sum langt síðan frammanundan vóru innskrivaðir til henda dóm: gudleysir, sum misbrúka náði Guðs várs til ólíkligskap og avnokta okkara einasta høvdinga og harra Jesus Krist. (JD)

Judas

1:5

I will therefore put you in remembrance, though ye once knew this, how that the Lord, having saved the people out of the land of Egypt, afterward destroyed them that believed not. (KJB)

Eg vil tí seta tykkum í endurminning, tó at tit einaferð vitstu hetta, hvussu ið Harrin, havandi frelst fólkið út úr Egyptalandi, aftaná oyddi tey sum trúðu ikki. (FKJ)

Men tó at tit eina ferð fyri allar vita tað alt, skal eg tó minna tykkum um, at Harrin, eftir at Hann hevði frelst fólkið út av Egyptalandi, seinni oyddi tey, sum trúðu ikki, (VD)

Men tó at tit vita alt burturav, vil eg kortini minna tykkum á, at tá ið Harrin hevði bjargað fólkinum út úr Egyptalandi, týndi hann síðan tey, sum ikki trúðu. (JD)

Judas

1:12

These are spots in your feasts of charity, when they feast with you, feeding themselves without fear: clouds they are without water, carried about of winds; trees whose fruit withereth, without fruit, twice dead, plucked up by the roots; (KJB)

Hesir eru blettir í tykkara vælvildar-festum, tá ið teir festa við tykkum, nørandi seg sjálvar uttan ótta: skýggjˇ teir eru, uttan vatn, drivnir umkring av vindum; trø, hvørs ávøkstur følnar, uttan ávøkst, tværreisur deyðir, slitnir upp við røturnar ; (FKJ)

Hesi eru skerini við kærleiksmáltíðir tykkara; uttan at skammast halda tey veitslur við tykkum og fóðra seg sjálv. Tey eru vatnleys skýggj - fúkandi fyri vindinum, trø, ber sum um heystið, ófruktbør, tvær ferðir deyð, rykt upp við rót. (VD)

Hesir menn eru skerini við kærleiksmáltíðir tykkara, tá ið teir ósmædnir sita í veitslum við tykkum og nøra at sær; teir eru vatnleys skýggj, sum rekast fyri vindum; følnað trø, fruktaleys, tvær reisur deyð, rivin upp við rót; (JD)

Judas

1:14

And Enoch also, the seventh from Adam, prophesied of these, saying, Behold, the Lord cometh with ten thousands of his saints, (KJB)

Og Enoch eisini, hin sjeyndi frá Adami, propheteraði um hesar, sigandi, Sí, Harrin kemur við tíggju túsundum av sínum heilagu, (FKJ)

Um hesi var tað eisini, Enok, sjeyndi maður frá Ádami, profeteraði og segði: »Harrin kemur við hinum mongu túsund heiløgu Sínum (VD)

Men um hesar menn var tað eisini Enok, sjeyndi maður frá Ádami, spáaði, tá ið hann segði: »Sí, Harrin er komin við sínum heilagu tíggju túsund, (JD)

Judas

1:16

These are murmurers, complainers, walking after their own lusts; and their mouth speaketh great swelling words, having men's persons in admiration because of advantage. (KJB)

Hesir eru knarrarar, klagarar, gangandi eftir teirra egnu lystum ; og teirra muður talar mikil uppblásandi orð, havandi persónar manna í metum uppá grund av frama. (FKJ)

Hetta eru tey, sum knarra og gremja seg um lut sín - og so liva tey eftir lystum sínum! Muður teirra talar hugmóðig orð, tóat tey fyri vinnings skuld smikra fyri fólki. (VD)

Hesir menn eru slíkir, sum knarra og klaga um lagnu sína, og tó ganga eftir girndum sínum; og muður teirra mælir hástór orð, og tó sýna teir virðing fyri fólki fyri vinnings skuld. (JD)

Judas

1:19

These be they who separate themselves, sensual, having not the Spirit. (KJB)

Hesir veri teir sum atskilja seg sjálvar, sansaligir, ei havandi Andan. (FKJ)

Hetta eru tey, sum skilja seg frá, náttúrlig menniskju, sum ikki hava anda. (VD)

Hesir menn eru teir, sum valda split, náttúrligar menniskjur, sum ikki hava anda. (JD)

Judas

1:21

Keep yourselves in the love of God, looking for the mercy of our Lord Jesus Christ unto eternal life. (KJB)

Haldið tykkum sjálvar í kærleika Guðs, væntandi eftir miskunn várs Harra Jesu Christs til ævigs lívs. (FKJ)

og haldið tykkum soleiðis í kærleika Guds, meðan tit bíða eftir náði Harra okkara Jesu Krists til ævigt lív! (VD)

og haldið tykkum sjálv í Guðs kærleika, meðan tit bíða eftir várs harrra Jesu Krists náði til ævigt lív. (JD)

Judas

1:22

And of some have compassion, making a difference: (KJB)

Og við summum havið várkunn, gerandi mun: (FKJ)

Talið summi til rættis, tí tey ivast! (VD)

Og summi skulu tit tala til rættis, tá ið tey eru í iva, (JD)

Judas

1:24

Now unto him that is able to keep you from falling, and to present you faultless before the presence of his glory with exceeding joy, (KJB)

Nú, honum sum er førur fyri at varða tykkum frá at falla, og at seta tykkum fram feilafríar frammi fyri nærveruni av síni dýrd við ovurhonds fagnaði, (FKJ)

Honum, sum mentur er at varðveita tykkum frá falli og lata tykkum stíga fram fyri dýrd Sína, ólastandi, í gleði, (VD)

Men honum, sum er mentur at varðveita tykkum frá at falla og lata tykkum koma fram fyri dýrd sína, lýtaleys í fagnaði, (JD)

Judas

1:25

To the only wise God our Saviour, be glory and majesty, dominion and power, both now and ever. Amen. (KJB)

Til hins einasta vísa Guðs várs Frelsara, veri dýrd og hátign, harradømi og máttur, bæði nú og ævir. Amen. (FKJ)

Honum, hinum einasta Gudi, Frelsara okkara við Jesusi Kristi, Harra okkara, tilhoyrir dýrd, hátign, styrki og máttur, framman undan allari tíð, nú og í allar ævir. Amen. (VD)

hinum einasta Guði, frelsara várum fyri Jesus Krist, váran harra, veri dýrd, hátign, vald og máttur fyri allar ævir og nú og um allar ævir! Amen. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher