Jóhannes

1:3

All things were made by him; and without him was not any thing made that was made. (KJB)

Øll ting vórðu gjørd av honum; og uttan hann varð ikki nakað ting gjørt, sum varð gjørt. (FKJ)

Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. (VD)

Allir lutir eru vorðnir til við, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið. (JD)

Jóhannes

1:13

Which were born, not of blood, nor of the will of the flesh, nor of the will of man, but of God. (KJB)

Hvørjir føddir vórðu, ikki av blóði, ella av vilja kjøtsins, ella av vilja mans, men av Guði. (FKJ)

tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi. (VD)

sum ikki eru gitnir* av blóði, ei heldur av holds vilja, ei heldur av mans vilja, men av Guði. (JD)


Eitt av teimum góðu, gomlu handritunum skrivar: sum ikki varð gitin…

(sum=Kristus).

Jóhannes

1:14

And the Word was made flesh, and dwelt among us, (and we beheld his glory, the glory as of the only begotten of the Father,) full of grace and truth. (KJB)

Og Orðið varð gjørt kjøt, og dvaldist okkara millum, (og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrdina sum av tí eingitna av Faðirinum,) fulla av náði og sannleika. (FKJ)

Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum. (VD)

Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika. (JD)

Jóhannes

1:18

No man hath seen God at any time; the only begotten Son, which is in the bosom of the Father, he hath declared him. (KJB)

Eingin maður hevur sæð Guð á nøkrum sinni; hin eingitni Sonurin, sum er í favni Faðirsins, hann hevur kunngjørt hann. (FKJ)

Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; hin einborni Sonurin, sum er í fangi Faðirsins, hevur kunngjørt Hann. (VD)

Eingin hevur á nøkrum sinni sæð Guð; hin einborni sonurin*, sum er í fangi faðirsins, hann hevur kunngjørt hann. (JD)


*Mong av teimum elstu handritunum hava: einborin Guð.

Jóhannes

1:27

He it is, who coming after me is preferred before me, whose shoe's latchet I am not worthy to unloose. (KJB)

Hann tað er, sum, komandi aftaná meg, er settur fremri enn eg, hvørs skótvong eg eri ikki verdur at loysa upp. (FKJ)

Hann, sum kemur eftir meg, og sum eg ikki eri verdigur at loysa skóreimina hjá.« (VD)

hann sum kemur aftan á meg, sum eg ikki eri verdur at loysa tveingirnar hjá.« (JD)

Jóhannes

1:29


Gen 22:7-8

The next day John seeth Jesus coming unto him, and saith, Behold the Lamb of God, which taketh away the sin of the world. (KJB)

Tann næsta dagin sær Jóhannes Jesus komandi at sær, og sigur, Sí Guðs Lambið, sum tekur burtur synd heimsins. (FKJ)

Dagin eftir sá hann Jesus koma til sín, og segði: »Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins! (VD)

Dagin eftir sær hann Jesus koma til sín og sigur: »Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins! (JD)

Jóhannes

1:40

One of the two which heard John speak, and followed him, was Andrew, Simon Peter's brother. (KJB)

Ein av teimum báðum sum hoyrdu Jóhannes tala, og fylgdu honum, var Andreas, bróðir Símun Pæturs. (FKJ)

(1:41) Annar av teimum báðum, ið hoyrdu tað, sum Jóhannes segði, og fóru aftan á Jesusi, var Andrias, bróðir Símun Pætur. (VD)

(1:41) Andrias, bróðir Símun Pæturs, var annar av teimum báðum, sum høvdu hoyrt hetta av Jóhannesi og høvdu fylgt honum. (JD)

Jóhannes

1:42


1Cor 10:4

And he brought him to Jesus. And when Jesus beheld him, he said, Thou art Simon the son of Jona: thou shalt be called Cephas, which is by interpretation, A stone. (KJB)

Og hann førdi hann til Jesu. Og tá ið Jesus skoðaði hann, segði hann, Tú ert Símun, sonur Jóna: tú skalt verða kallaður Cephas, sum er, við týðing, Ein steinur. (FKJ)

(1:43) Og hann fór til Jesus við honum. Jesus hugdi uppá hann og segði: »Tú ert Símun, sonur Jóhannes; tú skalt eita Kefas« (tað er útlagt: Petrus). (VD)

(1:43) Og hann førdi hann til Jesus. Men Jesus hugdi upp á hann og segði: »Tú ert Símun, sonur Jónasar, tú skalt verða kallaður Kefas (sum er útlagt: Petros; tað er: klettur.) (JD)




And he brought him to Jesus. And Jesus looking upon him, said: Thou art Simon the son of Jona. Thou shalt be called Cephas, which is interpreted Peter.  (Douay-Rheims)

Jóhannes

1:49

Nathanael answered and saith unto him, Rabbi, thou art the Son of God; thou art the King of Israel. (KJB)

Nathanael svaraði og sigur við hann, Rabbi, tú ert Sonur Guðs; tú ert Kongur Ísraels. (FKJ)

(1:50) Natanael svaraði Honum: »Rabbi, Tú ert Sonur Guds, Tú ert kongur Ísraels!« (VD)

(1:50) Natanael svaraði honum: »Rabbi, tú ert sonur Guðs, tú ert kongur Ísraels!« (JD)

Jóhannes

1:51

And he saith unto him, Verily, verily, I say unto you, Hereafter ye shall see heaven open, and the angels of God ascending and descending upon the Son of man. (KJB)

Og hann sigur við hann, Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Hereftir skulu tit síggja himin opnan, og Guðs einglar stígandi upp og stígandi niður omanyvir Menniskjusonin. (FKJ)

(1:52) So segði Hann við hann: »Sanniliga, sanniliga sigi Eg tykkum: Tit skulu fáa at síggja Himmalin opnan og einglar Guds stíga upp og fara niður yvir Menniskjasyninum!« (VD)

(1:52) Og hann segði við hann: »Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu síggja himmalin opnan, og einglar Guðs stíga upp og stíga niður yvir menniskjusonin.« (JD)

Jóhannes

2:9


When the ruler of the feast had tasted the water that was made wine, and knew not whence it was: (but the servants which drew the water knew;) the governor of the feast called the bridegroom, (KJB)

Tá ið veitsluleiðarin hevði smakkað vatnið, sum var gjørt til vín, og vitsti ikki hvaðani tað var: (men tænararnir, sum oystu vatnið, vitstu;) kallaði veitslustjórin brúðgómin, (FKJ)

Táið fyristøðumaðurin nú smakkaði á vatnið - sum var vorðið vín - og ikki vitsti, hvaðani tað var komið - men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið uppúr, vitstu tað - rópti fyristøðumaðurin brúðgómin (VD)

Men tá ið høvuðskokkurin smakkaði á vatnið, sum var vorðið vín, og ikki visti, hvaðan tað var, - men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið upp, vistu tað - kallar høvuðskokkurin á brúðgómin (JD)

Jóhannes

2:10


And saith unto him, Every man at the beginning doth set forth good wine; and when men have well drunk, then that which is worse: but thou hast kept the good wine until now. (KJB)

Og sigur við hann, Hvør maður at byrja við setur fram gott vín; og tá ið menn hava væl drukkið, tá tað sum er verri : men tú hevurt goymt tað góða vínið inntil nú. (FKJ)

og segði við hann: / »Hvør maður setur fyrst hitt góða vínið fram, og táið teir eru vorðnir druknir, tá hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið til nú!« (VD)

og sigur við hann: / »Hvør maður setir fyrst hitt góða vínið fram, og tá ið teir eru vorðnir druknir, hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið líka til nú.« (JD)

Jóhannes

2:17


And his disciples remembered that it was written, The zeal of thine house hath eaten me up. (KJB)

Og hansara lærusveinar mintust, at tað stóð skrivað, Vandlæti húss tíns hevur etið meg upp. (FKJ)

Tá kom lærisveinum Hansara í hug, at skrivað er: »Ídni fyri húsi Tínum hevur etið Meg upp.« (VD)

Lærusveinum hansara rann í huga, at skrivað stendur: »Vandni um hús títt skal eta meg upp.« (JD)

Jóhannes

2:22


When therefore he was risen from the dead, his disciples remembered that he had said this unto them; and they believed the scripture, and the word which Jesus had said. (KJB)

Tá ið tí hann var risin frá hinum deyðu, mintust hansara lærusveinar at hann hevði sagt hetta við teir; og teir trúðu skriftini, og orðinum sum Jesus hevði sagt. (FKJ)

Seinni, táið Hann var risin upp frá hinum deyðu, mintust lærisveinar Hansara, at Hann hevði sagt hetta, og teir trúðu skriftini og orðinum, ið Jesus hevði sagt. (VD)

Tá ið hann tí var upprisin frá deyðum, mintust lærusveinar hansara til, at hann hevði sagt hetta; og teir trúðu skriftini og tí orði, sum Jesus hevði sagt. (JD)

Jóhannes

2:24


But Jesus did not commit himself unto them, because he knew all men, (KJB)

Men Jesus trúði seg ikki til teirra, av tí at hann kendi allar menn, (FKJ)

Men Jesus sjálvur leit Seg ikki til teirra, tí Hann kendi øll, (VD)

Men Jesus sjálvur leit seg ikki til teirra, við tað at hann kendi allar, (JD)

Jóhannes

2:25


And needed not that any should testify of man: for he knew what was in man. (KJB)

Og tørvaði ikki at nakar skuldi vitna um mannin: tí at hann vitsti hvat var í manni. (FKJ)

og tí Honum nýttist ikki, at nakar skuldi vitna um menniskjuna; Hann vitsti sjálvur, hvat í menniskjuni var. (VD)

og honum ikki tørvaði, at nakar vitnaði um menniskjuna; tí at hann visti sjálvur, hvat ið var í menniskjuni. (JD)

Jóhannes

3:2

The same came to Jesus by night, and said unto him, Rabbi, we know that thou art a teacher come from God: for no man can do these miracles that thou doest, except God be with him. (KJB)

Tann sami kom til Jesu um náttina, og segði við hann, Rabbi, vit vita at tú ert ein lærari, komin frá Guði: tí at eingin maður kann gera hesi kraftarverkini sum tú gert, uttan Guð veri seg við honum. (FKJ)

Hann kom til Hansara á nátt og segði við Hann: »Rabbi! Vit vita, at Tú ert lærari, komin frá Gudi; tí eingin kann gera hesi tekin, sum Tú gert, uttan Gud er við honum.« (VD)

Hesin kom til hansara á nátt og segði við hann: »Rabbi, vit vita, at tú ert lærari, komin frá Guði; tí at eingin kann gera hesi tekin, sum tú gert, uttan Guð er við honum.« (JD)

Jóhannes

3:3

Jesus answered and said unto him, Verily, verily, I say unto thee, Except a man be born again, he cannot see the kingdom of God. (KJB)

Jesus svaraði og segði við hann, Sanniliga, sanniliga, sigi eg tær, Uttan ein maður verði endurføddur, kann hann ikki sjá kongadømi Guðs. (FKJ)

Jesus svaraði honum: »Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum, kann hann ikki síggja ríki Guds.« (VD)

Jesus svaraði og segði við hann: »Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.« (JD)

Jóhannes

3:5

Jesus answered, Verily, verily, I say unto thee, Except a man be born of water and of the Spirit, he cannot enter into the kingdom of God. (KJB)

Jesus svaraði, Sanniliga, sanniliga, sigi eg tær, Uttan ein maður verði føddur av vatni og av Andanum, kann hann ikki koma inn í kongadømi Guðs. (FKJ)

Jesus svaraði: »Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds. (VD)

Jesus svaraði: »Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann koma inn í Guðs ríki, uttan hann verður føddur av vatni og anda. (JD)

Jóhannes

3:13

And no man hath ascended up to heaven, but he that came down from heaven, even the Son of man which is in heaven. (KJB)

Og eingin maður hevur stigið upp til himins, uttan hann sum kom niður frá himni, enntá Menniskjusonurin sum er í himni. (FKJ)

Og tó er eingin farin upp til Himmals uttan Hann, sum er stigin niður av Himli, Menniskjasonurin, sum er í Himli. (VD)

Og eingin er farin upp til himmalin, uttan tann, sum fór niður av himlinum, menniskjusonurin, [sum er í himlinum].* (JD)


*er ikki í teimum elstu handritunum

Jóhannes

3:15

That whosoever believeth in him should not perish, but have eternal life. (KJB)

At hvørsumhelst trýr á hann, skuldi ikki glatast, men hava ævigt lív. (FKJ)

fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum. (VD)

til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum. (JD)

Jóhannes

3:16

For God so loved the world, that he gave his only begotten Son, that whosoever believeth in him should not perish, but have everlasting life. (KJB)

Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav sín eingitna Son, til tess at hvørsumhelst, trýr á hann, skuldi ikki glatast, men hava ævigtvarandi lív. (FKJ)

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. (VD)

Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. (JD)

Jóhannes

3:18

He that believeth on him is not condemned: but he that believeth not is condemned already, because he hath not believed in the name of the only begotten Son of God. (KJB)

Hann, ið trýr á hann, verður ikki fordømdur: men hann, ið trýr ikki, er fordømdur longu, av tí at hann hevur ikki trúð á navn hins eingitna Sonar Guðs. (FKJ)

Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds. (VD)

Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guðs sonar. (JD)

Jóhannes

3:20

For every one that doeth evil hateth the light, neither cometh to the light, lest his deeds should be reproved. (KJB)

Tí at hvør tann, ið ger ilt, hatar ljósið, eiheldur kemur til ljósið, at ikki hansara gerðir skuldu verða átalaðar. (FKJ)

Hvør tann, ið ger ilt, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, fyri at verk hansara skulu ikki verða opinberað. (VD)

Tí at ein og hvør, sum ger tað, ið ilt er, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, til tess at gerningar hansara ikki skulu verða átalaðir. (JD)

Jóhannes

3:25

Then there arose a question between some of John's disciples and the Jews about purifying. (KJB)

Tá reis tað upp ein spurningur ímillum summar av lærusveinum Jóhannesar og Jødarnar um skírgan. (FKJ)

Nú varð stríð millum lærisveinar Jóhannesar og ein Jøda um reinsan. (VD)

Tá kom upp trætumál millum lærusveina Jóhannesar og Jøda um reinsan. (JD)

Jóhannes

3:34

For he whom God hath sent speaketh the words of God: for God giveth not the Spirit by measure unto him. (KJB)

Tí at hann, sum Guð hevur sent, talar orðini hjá Guði: tí at Guð gevur ikki Andan eftir máli at honum. (FKJ)

Tí Hann, sum Gud hevur sent, talar orð Guds; Gud gevur ikki Andan eftir máli. (VD)

Tí at tann, sum Guð sendi út, talar Guðs orð; tí at hann gevur ikki andan eftir máli. (JD)

Jóhannes

3:36

He that believeth on the Son hath everlasting life: and he that believeth not the Son shall not see life; but the wrath of God abideth on him. (KJB)

Hann, ið trýr á Sonin, hevur ævigtvarandi lív: og hann, ið trýr ikki Syninum, skal ikki síggja lív; men Guðs vreiði verður verandi á honum. (FKJ)

Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.« (VD)

Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.« (JD)

Jóhannes

4:16


Jesus saith unto her, Go, call thy husband, and come hither. (KJB)

Jesus sigur við hana, Far, kalla mann tín, og kom higar. (FKJ)

Hann segði við hana: »Far avstað og rópa mann tín og kom so higar!« (VD)

Hann sigur við hana: »Far avstað og rópa mann tín, og kom higar!« (JD)

Jóhannes

4:24


God is a Spirit: and they that worship him must worship him in spirit and in truth. (KJB)

Guð er ein Andi: og teir, sum tilbiðja hann, mugu tilbiðja hann í anda og í sannleika. (FKJ)

Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.« (VD)

Guð er andi, og teir, sum tilbiðja hann, eiga at tilbiðja í anda og sannleika.« (JD)

Jóhannes

4:42


And said unto the woman, Now we believe, not because of thy saying: for we have heard him ourselves, and know that this is indeed the Christ, the Saviour of the world. (KJB)

Og søgdu við kvinnuna, Nú trúgva vit, ikki vegna tína framsøgn: tí at vit hava hoyrt hann sjálvir, og vita at hesin er veruliga Christus˜, Frelsari heimsins. (FKJ)

Tey søgdu við kvinnuna: »Nú trúgva vit ikki longur av tí, sum tú hevur sagt; tí nú hava vit sjálv hoyrt, og nú vita vit, at hesin er sanniliga frelsari heimsins.« (VD)

Og við konuna søgdu teir: »Vit trúgva nú ikki longur fyri talu tína; tí at sjálvir hava vit hoyrt, og vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins.« (JD)

Jóhannes

4:46


So Jesus came again into Cana of Galilee, where he made the water wine. And there was a certain nobleman, whose son was sick at Capernaum. (KJB)

So Jesus kom aftur inn í Cana av Galileu, har hann gjørdi vatnið til vín. Og har var ein ávísur aðalsmaður, hvørs sonur var sjúkur í Capernaum. (FKJ)

Hann kom tá aftur til Kana í Galilea, har sum Hann hevði gjørt vatnið til vín. Í Kapernaum var ein embætismaður kongsins; hann hevði son liggjandi sjúkan. (VD)

Hann kom tá aftur til Kána í Galileu, har sum hann hevði gjørt vatnið til vín. Og har var ein kongsmaður í Kapernaum, sum sonurin lá sjúkur hjá. (JD)

Jóhannes

5:4


For an angel went down at a certain season into the pool, and troubled the water: whosoever then first after the troubling of the water stepped in was made whole of whatsoever disease he had. (KJB)

Tí ein eingil fór niður um ávísa tíð inn í hylin, og órógvaði vatnið: hvørsumhelst tá fyrstur eftir órógvingina av vatninum steig í, varð gjørdur heilur av hvørjumsumhelst sjúkdómi hann hevði. (FKJ)

av og á fór eingil niður í hylin og órógvaði vatnið; tann, ið tá fyrstur fór niður í vatnið, eftir at tað var órógvað, varð frískur, hvørja sjúku hann so hevði.)* (VD)


*Orðini í () eru ikki í teimum elstu handritunum.

tí at við hvørt fór eingil Harrans niður í hylin og órógvaði vatnið. Tann, sum tá fyrstur fór niðurí, aftan á at vatnið var komið í røring, fekk heilsuna aftur, hvørjum sjúkdómi hann so var sjúkur av).*


Hesi orðini í () standa ikki í teimum elstu og bestu handritunum. (JD)

Jóhannes

5:5


And a certain man was there, which had an infirmity thirty and eight years. (KJB)

Og ein ávísur maður var har, sum hevði ein veikleika tríati og átta ár. (FKJ)

Nú var har maður, sum hevði verið sjúkur í 38 ár. (VD)

Men har var ein maður, sum hevði verið sjúkur í átta og tríati ár. (JD)

Jóhannes

5:16


And therefore did the Jews persecute Jesus, and sought to slay him, because he had done these things on the sabbath day. (KJB)

Og tí søktu Jødarnir at Jesusi, og royndu at bana honum, av tí at hann hevði gjørt hesi tingini á sabbatsdeginum. (FKJ)

Tí lógu Jødarnir eftir Jesusi - tí Hann hevði gjørt hetta sabbat. (VD)

Og nú vóru Jødarnir eftir Jesusi fyri tað, at hann gjørdi hetta ein hvíludag. (JD)

Jóhannes

5:22


Rom 14:10

For the Father judgeth no man, but hath committed all judgment unto the Son: (KJB)

Tí at Faðirin dømir ongan mann, men hevur litið Syninum allan dóm til: (FKJ)

Faðirin dømir heldur ikki nakran, men hevur givið Syninum allan dómin, (VD)

Tí at heldur ikki dømir faðirin nakran, men hann hevur givið syninum allan dómin, (JD)

Jóhannes

5:29


And shall come forth; they that have done good, unto the resurrection of life; and they that have done evil, unto the resurrection of damnation. (KJB)

Og skulu koma fram; tey, sum hava gjørt gott, til lívs uppreisnar; og tey, sum hava gjørt ilt, til heldømingar uppreisnar. (FKJ)

Og tey skulu koma fram; tey, sum hava gjørt gott, skulu rísa upp til lív, og tey, sum hava gjørt ónt, skulu rísa upp til dóm. (VD)

og tey skulu ganga út, tey, sum hava gjørt gott, til lívs uppreisnar, og tey, sum hava gjørt ilt, til dóms uppreisnar. (JD)

Jóhannes

5:30


I can of mine own self do nothing: as I hear, I judge: and my judgment is just; because I seek not mine own will, but the will of the Father which hath sent me. (KJB)

Eg kann av mær sjálvum einkið gera: eins og eg hoyri, dømi eg: og dómur mín er rættvísur; tí at eg søki ikki mín egna vilja, men vilja Faðirsins sum hevur sent meg. (FKJ)

Eg kann einki gera av Mær sjálvum; so sum Eg hoyri, dømi Eg; og dómur Mín er rættvísur, tí Eg søki ikki vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg. (VD)

Eg kann als einki gera av mær sjálvum; eins og eg hoyri, soleiðis dømi eg, og dómur mín er rættvísur, tí at eg søki ikki vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg. (JD)

Jóhannes

5:39


Search the scriptures; for in them ye think ye have eternal life: and they are they which testify of me. (KJB)

Kannið skriftirnar; tí at í teimum halda tit, at tit hava ævigt lív: og tær eru tær sum vitna um meg. (FKJ)

Tit rannsaka skriftirnar, tí tit hugsa, at tit hava ævigt lív í teimum; og tað eru tær, ið vitna um Meg. (VD)

Tit rannsaka skriftirnar, tí at í teimum halda tit, at tit hava ævigt lív, og tað eru tær, sum vitna um meg; (JD)

Jóhannes

6:4

And the passover, a feast of the Jews, was nigh. (KJB)

Og umleypið, ein høgtíð hjá Jødunum, var í nánd. (FKJ)

Páskirnar, høgtíð Jødanna, vóru nær. (VD)

Men páskir, hátíðin hjá Jødum, vóru í nánd. (JD)

Jóhannes

6:7


Philip answered him, Two hundred pennyworth of bread is not sufficient for them, that every one of them may take a little. (KJB)

Philippus svaraði honum, Tvey hundrað denara virði av breyði er ikki nóg mikið hjá teimum, at hvør og ein av teimum kann fáa eitt sindur. (FKJ)

Filip svaraði Honum: »Breyð fyri 200 denarar er ikki nóg mikið til teirra, so hvør kann fáa eitt lítið sindur.« (VD)

Filippus svaraði honum: »Breyð fyri tvey hundrað denarar røkkur ikki til hjá teimum, so at hvør teirra kann fáa eitt lítið sindur.« (JD)

Jóhannes

6:11


And Jesus took the loaves; and when he had given thanks, he distributed to the disciples, and the disciples to them that were set down; and likewise of the fishes as much as they would. (KJB)

Og Jesus tók breyðini; og tá ið hann hevði veitt tøkkir, deildi hann út til lærusveinanna, og lærusveinarnir til teirra sum setstir vóru niður; og somuleiðis av fiskunum, so mikið sum teir vildu. (FKJ)

So tók Jesus breyðini, takkaði og býtti út til teirra, ið sótu har, somuleiðis av fiskunum, so mikið sum tey vildu hava. (VD)

Jesus tók tá breyðini, og tá ið hann hevði takkað, býtti hann tey til teirra, sum setstir vóru niður, somuleiðis eisini av fiskunum so mikið, sum teir vildu hava. (JD)

Jóhannes

6:14


Then those men, when they had seen the miracle that Jesus did, said, This is of a truth that prophet that should come into the world. (KJB)

Teir menninir, tá ið teir høvdu sæð kraftarverkið sum Jesus gjørdi, tá søgdu, Hetta er av sonnum hin propheturin sum skuldi koma inn í heimin. (FKJ)

Táið nú fólkið sá tekinið, ið Hann gjørdi, søgdu tey: »Vissuliga er hesin profeturin, ið koma skal í heimin!« (VD)

Tá ið nú fólkini sóu tað tekinið, sum hann hevði gjørt, søgdu tey: »Hesin er av sonnum profeturin, sum koma skal í heimin.« (JD)

Jóhannes

6:22


The day following, when the people which stood on the other side of the sea saw that there was none other boat there, save that one whereinto his disciples were entered, and that Jesus went not with his disciples into the boat, but that his disciples were gone away alone; (KJB)

Tann fylgjandi dagin, tá ið fólkið, sum stóð hinumegin sjógvin, sá, at tað var eingin annar bátur har, uttan tann, inn í hvønn hansara lærusveinar vóru farnir, og at Jesus fór ikki við sínum lærusveinum inn í bátin, men at hansara lærusveinar vóru farnir avstað einsamallir; (FKJ)

Dagin eftir hendi hetta: Fólkið, ið stóð hinumegin vatnið, hevði sæð, at har var ikki meir enn ein bátur, og at Jesus var ikki farin í tann bátin saman við lærisveinum Sínum, men at lærisveinar Hansara fóru avstað einsamallir. (VD)

Dagin eftir sá mannamúgvan, sum stóð hinumegin vatnið, at har ikki hevði verið meira enn ein bátur og at Jesus ikki var farin inn í bátin saman við lærusveinum sínum, men at lærusveinar hansara vóru farnir avstað einsamallir; (JD)

Jóhannes

6:24

When the people therefore saw that Jesus was not there, neither his disciples, they also took shipping, and came to Capernaum, seeking for Jesus. (KJB)

Tá ið fólkið tí sá, at Jesus var ikki har, eiheldur hansara lærusveinar, tóku tey eisini bátsføri, og komu til Capernaum, søkjandi eftir Jesusi. (FKJ)

Táið fólkið tí nú sá, at Jesus var ikki har, og lærisveinar Hansara heldur ikki, fóru tey eisini sjálv í bátarnar og komu til Kapernaum at leita eftir Jesusi. (VD)

Tá ið tí mannamúgvan sá, at Jesus ikki var har, ikki heldur lærusveinar hansara, fóru tey í bátarnar og komu til Kapernaum fyri at leita eftir Jesusi. (JD)

Jóhannes

6:33

For the bread of God is he which cometh down from heaven, and giveth life unto the world. (KJB)

Tí at breyð Guðs er hann sum kemur niður frá himni, og gevur heiminum lív. (FKJ)

Tí breyð Guds er tað, ið kemur niður av Himli og gevur heiminum lív.« (VD)

Tí at Guðs breyð er tað, sum kemur niður av himni og gevur heiminum lív.« (JD)

Jóhannes

6:39

And this is the Father's will which hath sent me, that of all which he hath given me I should lose nothing, but should raise it up again at the last day. (KJB)

Og hetta er vilji Faðirsins, sum hevur sent meg, at av øllum, sum hann hevur givið mær, skuldi eg einkið missa, men skuldi reisa tað upp aftur á evsta degi. (FKJ)

Og hetta er vilji Hansara, sum sendi Meg, at Eg skal einki missa av øllum, ið Hann hevur givið Mær, men reisa tað upp síðsta dag. (VD)

Men hetta er vilji hansara, sum sendi meg, at av øllum tí, sum hann hevur givið mær, skal eg einki missa, men eg skal reisa tað upp á evsta degi. (JD)

Jóhannes

6:40

And this is the will of him that sent me, that every one which seeth the Son, and believeth on him, may have everlasting life: and I will raise him up at the last day. (KJB)

Og hetta er vilji hansara sum sendi meg, at hvør tann ið sær Sonin, og trýr á hann, má hava ævigtvarandi lív: og eg vil reisa hann upp á evsta degi. (FKJ)

Tí hetta er vilji Faðirs Míns, at hvør tann, ið sær Sonin og trýr á Hann, skal hava ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.« (VD)

Tí at hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.« (JD)

Jóhannes

6:43

Jesus therefore answered and said unto them, Murmur not among yourselves. (KJB)

Jesus tessvegna svaraði og segði við teir, Knarrið ikki tykkara millum. (FKJ)

Jesus svaraði teimum: »Knarrið ikki tykkara millum! (VD)

Jesus svaraði og segði við teir: »Ilskist ikki tykkara millum! (JD)

Jóhannes

6:45

It is written in the prophets, And they shall be all taught of God. Every man therefore that hath heard, and hath learned of the Father, cometh unto me. (KJB)

Skrivað stendur í prophetunum, Og teir skulu verða allir lærdir av Guði. Hvør maður, tessvegna, sum hevur hoyrt, og hevur lært av Faðirinum, kemur til mín. (FKJ)

Skrivað stendur hjá profetunum: »Tey skulu øll verða lærd av Gudi.« Hvør tann, sum hevur lurtað eftir Faðirinum og lært, kemur til Mín. (VD)

Skrivað er hjá profetunum: »Og teir skulu allir verða upplærdir av Guði.« Ein og hvør, sum hevur hoyrt av faðirinum og lært, kemur til mín. (JD)

Jóhannes

6:47

Verily, verily, I say unto you, He that believeth on me hath everlasting life. (KJB)

Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Hann, ið trýr á meg, hevur ævigtvarandi lív. (FKJ)

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr, hevur ævigt lív. (VD)

Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr, hevur ævigt lív. (JD)

Jóhannes

6:58


This is that bread which came down from heaven: not as your fathers did eat manna, and are dead: he that eateth of this bread shall live for ever. (KJB)

Hetta er tað breyðið sum kom niður frá himni: ikki eins og tykkara fedrar ótu manna, og eru deyðir: hann, ið etur av hesum breyði, skal liva um ævir. (FKJ)

Hetta er breyðið, ið komið er niður av Himli; ikki er við tí, sum táið fedrar tykkara ótu og doyðu; tann, ið etur hetta breyð, skal liva í allar ævir.« (VD)

Hetta er breyðið, sum er komið niður av himni; tað er ikki sum hjá fedrunum, sum ótu og doyðu; tann, sum etur hetta breyðið, skal liva allar ævir.« (JD)

Jóhannes

6:65


And he said, Therefore said I unto you, that no man can come unto me, except it were given unto him of my Father. (KJB)

Og hann segði, Tí segði eg við tykkum, at eingin maður kann koma til mín, uttan tað var givið honum av Faðir mínum. (FKJ)

Og Hann segði: »Tí var tað, Eg segði tykkum, at eingin kann koma til Mín, uttan tað er honum givið av Faðirinum.« (VD)

Og hann segði: »Tess vegna havi eg sagt tykkum, at eingin kann koma til mín, uttan at tað er honum givið av faðirinum.« (JD)

Jóhannes

6:69


And we believe and are sure that thou art that Christ, the Son of the living God. (KJB)

Og vit trúgva og eru vísir í, at tú ert hin Christus, Sonur hins livandi Guðs. (FKJ)

og vit hava trúð og fingið at síggja, at Tú ert hin Heilagi Guds.« (VD)

og vit hava trúð og vita, at tú ert hin heilagi Guðs.« (JD)

Jóhannes

7:8


Go ye up unto this feast: I go not up yet unto this feast; for my time is not yet full come. (KJB)

Farið tit niðan til hesa hátíðina: eg fari ikki niðan enn til hesa hátíðina; tí at mín tíð er ikki enn fult komin. (FKJ)

Farið tit niðan til høgtíðina! Eg fari ikki enn niðan til hesa høgtíð; tíð Mín er ikki fullkomin enn.« (VD)

Farið tit niðan til hátíðina, eg fari ikki niðan til hesa hátíðina; tí at tíð mín er enn ikki fullkomin.« (JD)

Jóhannes

7:16


Jesus answered them, and said, My doctrine is not mine, but his that sent me. (KJB)

Jesus svaraði teimum, og segði, Mín Guðslæra er ikki mín, men hansara sum sendi meg. (FKJ)

Jesus svaraði teimum: »Læra Mín er ikki Mín, men Hansara, sum hevur sent Meg. (VD)

Tá svaraði Jesus teimum og segði: »Læra mín er ikki mín, men hansara, sum sendi meg. (JD)

Jóhannes

7:17


If any man will do his will, he shall know of the doctrine, whether it be of God, or whether I speak of myself. (KJB)

Um nakar maður vilji gera vilja hansara, hann skal vita av Guðslæruni, hvørt hon veri seg av Guði, ella hvørt eg tali av mær sjálvum. (FKJ)

Vil nakar gera vilja Hansara, skal hann fáa at síggja, um læran er av Gudi, ella Eg tali av Mær sjálvum. (VD)

Vil nakar gera vilja hansara, skal hann koma til royndar um læruna, annaðhvørt hon er frá Guði, ella um eg tali av mær sjálvum. (JD)

Jóhannes

7:20


The people answered and said, Thou hast a devil: who goeth about to kill thee? (KJB)

Fólkið svaraði og segði, Tú hevurt ein djevul: hvør liggur úti eftir at drepa teg? (FKJ)

Fólkið svaraði: »Tú ert settur av illum anda! Hvør liggur Tær eftir lívinum!« (VD)

Mannamúgvan svaraði: »Tú hevur ein illan anda. Hvør roynir at taka teg av døgum?« (JD)

Jóhannes

7:21


Jesus answered and said unto them, I have done one work, and ye all marvel. (KJB)

Jesus svaraði og segði við tey, Eg havi gjørt eitt verk, og tit øll undrast. (FKJ)

Jesus svaraði teimum: »Eitt verk gjørdi Eg, og tit undrast øll á tað. (VD)

Jesus svaraði og segði við teir: »Ein gerning gjørdi eg, og tit undrast allir á hann. (JD)

Jóhannes

7:22


Moses therefore gave unto you circumcision; (not because it is of Moses, but of the fathers;) and ye on the sabbath day circumcise a man. (KJB)

Móses tessvegna gav tykkum umskering; (ikki av tí at hon er av Mósesi, men av fedrunum;) og tit á sabbatsdegnum umskera ein mann. (FKJ)

Móses hevur givið tykkum umskeringina - ikki so, at hon er frá Mósesi, men frá fedrunum - og tit umskera mann sabbat. (VD)

Móses hevur givið tykkum umskeringina - ja, hon er nú ikki frá Mósesi, men frá fedrunum - og tit umskera mann um hvíludagin. (JD)

Jóhannes

7:23


If a man on the sabbath day receive circumcision, that the law of Moses should not be broken; are ye angry at me, because I have made a man every whit whole on the sabbath day? (KJB)

Um maður á sabbatsdeginum móttaki umskering, fyri at Móselógin skuldi ei verðið brotin; eru tit firtnir inná meg, av tí at eg havi gjørt ein mann hvørt vet heilan á sabbatsdegnum? (FKJ)

Verður nú maður umskorin sabbat, fyri at Móselóg skal ikki verða brotin, eru tit tá ill inn á Meg, tí Eg gjørdi eitt heilt menniskja frískt sabbat? (VD)

Fær nú maður umskering ein hvíludag, fyri at Móselóg ikki skal verða brotin, eru tit tá vreiðir við meg fyri tað, at eg gjørdi allan mannin frískan ein hvíludag? (JD)

Jóhannes

7:26


But, lo, he speaketh boldly, and they say nothing unto him. Do the rulers know indeed that this is the very Christ? (KJB)

Men sí, hann talar djarvliga, og teir siga einkið við hann. Vita stjórnararnir veruliga, at hesin er sjálvasti Christus? (FKJ)

Og nú talar Hann frítt, og teir siga ikki orð við Hann! Munnu ráðharrarnir veruliga hava ásannað, at Hann er Kristus? (VD)

Og sí, hann talar opinberliga, og teir siga einki við hann. Munnu høvuðsmenninir av sonnum hava skilt, at hann er Kristus? (JD)

Jóhannes

7:33


Then said Jesus unto them, Yet a little while am I with you, and then I go unto him that sent me. (KJB)

Tá segði Jesus við teir, Enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum, og so fari eg til hansara sum sendi meg. (FKJ)

Jesus segði tá: »Stutta tíð enn eri Eg hjá tykkum; so fari Eg avstað til Hansara, sum sendi Meg. (VD)

Tá segði Jesus: »Enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum, so fari eg til hansara, sum sendi meg. (JD)

Jóhannes

7:39

(But this spake he of the Spirit, which they that believe on him should receive: for the Holy Ghost was not yet given; because that Jesus was not yet glorified.) (KJB)

(Men hetta talaði hann um Andan, sum teir, sum trúgva á hann, skuldu móttaka: tí at Halgi Andin var ikki enn givin; av tí at Jesus var ikki enn dýrðmettur.) (FKJ)

Hetta segði Hann um Andan, ið tey skuldu fáa, sum trúðu á Hann; tí Heilagi Andin var ikki enn, av tí at Jesus var ikki enn vorðin dýrmætur. (VD)

Men hetta segði hann um andan, sum teir, ið trúðu á hann, skuldu fáa; tí at enn var andin ikki komin, við tað at Jesus enn ikki var vorðin dýrmettur. (JD)

Jóhannes

7:40

Many of the people therefore, when they heard this saying, said, Of a truth this is the Prophet. (KJB)

Mong av fólkunum tessvegna, tá ið tey hoyrdu hesa framsøgn, søgdu, Av sonnum, hesin er Propheturin. (FKJ)

Nøkur av fólkinum søgdu nú, táið tey hoyrdu hesi orð: »Vissuliga er hesin profeturin!« (VD)

Nakrir úr mannamúgvuni, sum hoyrdu hesi orð, søgdu nú: »Sanniliga er hesin profeturin.« (JD)

Jóhannes

7:50

Nicodemus saith unto them, (he that came to Jesus by night, being one of them,) (KJB)

Nicodemus sigur við teir, (hann sum kom til Jesu um náttina, verandi ein teirra,) (FKJ)

Nikodemus, sum var ein teirra - hann, sum einaferð áður hevði verið hjá Honum - segði við teir: (VD)

Nikodemus - hann sum fyrr var komin til hansara og sum var ein teirra - sigur við teir: (JD)

Jóhannes

7:53

And every man went unto his own house. (KJB)

Og hvør maður fór at sínum egna húsi. (FKJ)

Og teir fóru hvør til sín sjálvs. (VD)

[Og teir fóru heim, hvør til sín. (JD)

Jóhannes

8:6

This they said, tempting him, that they might have to accuse him. But Jesus stooped down, and with his finger wrote on the ground, as though he heard them not. (KJB)

Hetta teir søgdu, freistandi hann, at teir máttu hava til at ákæra hann. Men Jesus heyk niður, og við sínum fingri skrivaði á jørðina, sum um hann hoyrdi teir ei. (FKJ)

- Hetta søgdu teir fyri at freista Hann, so teir kundu hava okkurt at klaga Hann fyri. Men Jesus boygdi Seg niður og skrivaði við fingrinum á jørðina. (VD)

Men hetta søgdu teir fyri at freista hann, so at teir kundu hava okkurt at klaga hann fyri. Men Jesus lútaði seg niður og skrivaði við fingrinum á jørðina. (JD)

Jóhannes

8:9


And they which heard it, being convicted by their own conscience, went out one by one, beginning at the eldest, even unto the last: and Jesus was left alone, and the woman standing in the midst. (KJB)

Og teir sum hoyrdu tað, verðandi kendir skyldigir av síni egnu samvitsku, fóru út ein eftir einum, byrjandi við tí elsta, alt at tí síðsta: og Jesus varð eftir einsamallur, og kvinnan standandi í miðjuni. (FKJ)

Táið teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað, ein fyri og annar eftir, hinir elstu fyrstir; og Jesus var einsamallur eftir við kvinnuni, ið stóð har. (VD)

Men tá ið teir hoyrdu hetta, fóru teir avstað hvør eftir annan, hinir elstu fyrstir, og Jesus var einsamallur eftir og konan framman fyri honum. (JD)

Jóhannes

8:10


When Jesus had lifted up himself, and saw none but the woman, he said unto her, Woman, where are those thine accusers? hath no man condemned thee? (KJB)

Tá ið Jesus hevði rætt upp seg sjálvan, og sá ongan uttan kvinnuna, segði hann við hana, Kvinna, hvar eru teir tínir ákærarar? hevur eingin maður fordømt teg? (FKJ)

Tá rætti Jesus Seg upp og segði við hana: »Kvinna, hvar eru teir? Var eingin, sum dømdi teg?« (VD)

Og Jesus rætti seg upp og segði við hana: »Kona, hvar eru teir? Dómfeldi eingin teg?« (JD)

Jóhannes

8:11


She said, No man, Lord. And Jesus said unto her, Neither do I condemn thee: go, and sin no more. (KJB)

Hon segði, Eingin maður, Harri. Og Jesus segði við hana, Eiheldur eg fordømi teg: far, og synda ikki meira. (FKJ)

Hon svaraði: »Eingin, Harri!« Tá segði Jesus: »Heldur ikki Eg dømi teg; far avstað og synda ikki longur!« (VD)

Men hon svaraði: »Eingin, harri.« Men Jesus segði: »Eg dómfelli teg ikki heldur. Far avstað, synda ikki longur!«]* (JD)


*Orðini frá 7,53 til 8,11 standa ikki í teimum flestu av teimum elstu handritunum.

Jóhannes

8:20


These words spake Jesus in the treasury, as he taught in the temple: and no man laid hands on him; for his hour was not yet come. (KJB)

Hesi orðini talaði Jesus í skattkamarinum, sum hann frálærdi í templinum: og eingin maður legði hendur á hann; tí at hansara tími var ikki enn komin. (FKJ)

Hesi orð talaði Hann við tempulkistuna, meðan Hann lærdi í templinum; og eingin legði hond á Hann, tí tími Hansara var ikki komin enn. (VD)

Hesi orð talaði hann hjá tempulkistuni, meðan hann lærdi í halgidóminum; og eingin legði hond á hann, tí at tími hansara var enn ikki komin. (JD)

Jóhannes

8:21


Then said Jesus again unto them, I go my way, and ye shall seek me, and shall die in your sins: whither I go, ye cannot come. (KJB)

Tá segði Jesus aftur við teir, Eg fari mín veg, og tit skulu søkja meg, og skulu doyggja í tykkara syndum: hvagar eg fari, kunnu tit ikki koma. (FKJ)

Hann segði tá aftur við teir: »Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir Mær, og tit skulu doyggja í synd tykkara; hagar sum Eg fari, kunnu tit ikki koma.« (VD)

Hann segði nú aftur við teir: »Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir mær, og tit skulu doyggja í synd tykkara. Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma.« (JD)

Jóhannes

8:24


Exo 3:14

I said therefore unto you, that ye shall die in your sins: for if ye believe not that I am he, ye shall die in your sins. (KJB)

Eg segði tessvegna við tykkum, at tit skulu doyggja í tykkara syndum: tí at um tit trúgvi ikki at eg eri hann, skulu tit doyggja í tykkara syndum. (FKJ)

Tí segði Eg við tykkum: »Tit skulu doyggja í syndum tykkara«; tí trúgva tit ikki, at tað eri Eg, skulu tit doyggja í syndum tykkara.« (VD)

Tí segði eg við tykkum, at tit skulu doyggja í syndum tykkara; tí at, um tit ikki trúgva, at eg eri tann, sum eg eri, tá skulu tit doyggja í syndum tykkara.« (JD)

Jóhannes

8:28


Then said Jesus unto them, When ye have lifted up the Son of man, then shall ye know that I am he, and that I do nothing of myself; but as my Father hath taught me, I speak these things. (KJB)

Tá segði Jesus við teir, Tá ið tit hava lyft upp Menniskjusonin, tá skulu tit vita at eg eri hann, og at eg geri einkið av mær sjálvum; men eins og Faðir mín hevur lært meg, tali eg hesi tingini. (FKJ)

Jesus segði tá: »Táið tit fáa lyft Menniskjasonin upp, skulu tit skilja, at tað eri Eg, og at Eg geri einki av Mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum Faðir Mín hevur lært Meg. (VD)

Jesus segði tí: »Tá ið tit fáa hevjað upp menniskjusonin, tá skulu tit koma at sanna, at eg eri tann, sum eg eri, og at eg geri einki av mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum faðir mín hevur lært meg tað. (JD)

Jóhannes

8:29


And he that sent me is with me: the Father hath not left me alone; for I do always those things that please him. (KJB)

Og hann, sum sendi meg, er við mær: Faðirin hevur ikki eftirlatið meg einsamallan; tí at eg geri altíð tey tingini sum tokna honum. (FKJ)

Og Hann, sum sendi Meg, er við Mær; Hann hevur ikki latið Meg einsamallan, tí Eg geri altíð tað, sum Honum líkar.« (VD)

Og tann, sum sendi meg, er við mær; ikki hevur hann latið meg vera einsamallan, tí at eg geri altíð tað, sum honum líkar.« (JD)

Jóhannes

8:44


Ye are of your father the devil, and the lusts of your father ye will do. He was a murderer from the beginning, and abode not in the truth, because there is no truth in him. When he speaketh a lie, he speaketh of his own: for he is a liar, and the father of it. (KJB)

Tit eru av faðir tykkara djevlinum, og lystir faðirs tykkara vilja tit gera. Hann var ein myrðari frá byrjanini, og varð ikki verandi í sannleikanum, av tí at tað er eingin sannleiki í honum. Tá ið hann talar eina lygn, talar hann av sínum egna: tí at hann er ein lygnari, og faðirin at henni. (FKJ)

Tit eru av einum faðir - Djevulinum - og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar. (VD)

Tit hava djevulin til faðirs, og tað, sum faðir tykkara lystir, vilja tit gera. Hann var manndrápari frá upphavi og stendur ikki í sannleikanum, tí at sannleiki er ikki í honum; tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí at hann er lygnari og faðir at lygnini. (JD)

Jóhannes

8:58


Exo 3:14

Jesus said unto them, Verily, verily, I say unto you, Before Abraham was, I am. (KJB)

Jesus segði við teir, Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Áður enn Ábraham varð, eg eri. (FKJ)

Jesus segði við teir: »Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri Eg(VD)

Jesus segði við teir: »Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri eg(JD)

Jóhannes

8:59


Then took they up stones to cast at him: but Jesus hid himself, and went out of the temple, going through the midst of them, and so passed by. (KJB)

Tá tóku teir upp steinar at kasta eftir honum: men Jesus fjaldi seg, og fór út úr templinum, farandi ígjøgnum teirra mittu, og soleiðis fór framvið. (FKJ)

Tá tóku teir upp steinar at kasta á Hann. Men Jesus fjaldi Seg og fór út úr templinum. (VD)

Tá tóku teir steinar upp til at kasta eftir honum. Men Jesus fjaldi seg og fór út úr halgidóminum. (JD)

Jóhannes

9:1

And as Jesus passed by, he saw a man which was blind from his birth. (KJB)

Og, sum Jesus fór framvið, sá hann ein mann sum var blindur frá síni føðing. (FKJ)

Táið Hann nú fór longur, sá Hann mann, ið var føddur blindur. (VD)

Og tá ið hann gekk framvið, sá hann ein mann, sum var blindur frá føðingini. (JD)

Jóhannes

9:4

I must work the works of him that sent me, while it is day: the night cometh, when no man can work. (KJB)

Eg má virka verkini hjá honum sum sendi meg, meðan dagur er: náttin kemur, tá ið eingin maður kann virka. (FKJ)

Eg má gera verk Hansara, sum hevur sent Meg, so leingi sum dagur er; náttin kemur - táið eingin kann arbeiða. (VD)

Vit eiga at gera gerningar hansara, sum sendi meg, meðan dagur er; nátt kemur, tá ið eingin kann arbeiða. (JD)

Jóhannes

9:6

When he had thus spoken, he spat on the ground, and made clay of the spittle, and he anointed the eyes of the blind man with the clay, (KJB)

Tá ið hann svá hevði talað, spýtti hann á jørðina, og gjørdi leir úr spýttinum, og hann salvaði eyguni hjá tí blinda manninum við leirinum, (FKJ)

Táið Hann hetta hevði sagt, spýtti Hann á jørðina, gjørdi deiggj av spýttinum og smurdi deiggið á eygu hansara. (VD)

Tá ið hann hevði sagt hetta, spýtti hann á jørðina og gjørdi runu av spýttinum og smurdi rununa upp á eyguni á honum (JD)

Jóhannes

9:8

The neighbours therefore, and they which before had seen him that he was blind, said, Is not this he that sat and begged? (KJB)

Grannarnir tessvegna, og teir sum áður høvdu sæð hann, at hann var blindur, søgdu, Er ikki hetta hann sum sat og biddaði? (FKJ)

Tá søgdu grannarnir og tey, sum áður høvdu verið von at síggja hann sum biddara: »Er hetta ikki hann, ið sat og biddaði?« (VD)

Tá søgdu grannarnir og teir, sum høvdu sæð hann áður, tí at hann var ein, sum bað um olmussu: »Er ikki hetta hann, sum er vanur at sita og biðja om olmussu?« (JD)

Jóhannes

9:11


He answered and said, A man that is called Jesus made clay, and anointed mine eyes, and said unto me, Go to the pool of Siloam, and wash: and I went and washed, and I received sight. (KJB)

Hann svaraði og segði, Ein maður, sum er kallaður Jesus, gjørdi leir, og salvaði eygu míni, og segði við meg, Far til hylin Siloam, og tváa tær: og eg fór og tvó mær, og eg fekk sjón. (FKJ)

Hann svaraði: »Maðurin, sum kallast Jesus, gjørdi deiggj og smurdi tað á eygu míni og segði við meg: »Far til Siloam og vaska tær!« Táið eg so fór avstað og vaskaði mær, fekk eg sjónina.« (VD)

Hann svaraði: »Tann maðurin, sum kallaður er Jesus, gjørdi runu og smurdi hana upp á eyguni á mær og segði við meg: Far til Siloam og tváa tær. Tá ið eg so fór avstað og tváaði mær, fekk eg sjónina.« (JD)

Jóhannes

9:35

Jesus heard that they had cast him out; and when he had found him, he said unto him, Dost thou believe on the Son of God? (KJB)

Jesus hoyrdi at teir høvdu kastað hann út; og tá ið hann hevði funnið hann, segði hann við hann, Trýrt tú á Son Guðs? (FKJ)

Jesus fekk at frætta, at teir høvdu rikið hann út, og táið Hann hitti hann, segði Hann við hann: »Trýrt tú á Son Guds?« (VD)

Jesus fekk at hoyra, at teir høvdu koyrt hann út, og tá ið hann hitti hann, segði hann við hann: »Trýrt tú á menniskjusonin?« (JD)

Jóhannes

9:38

And he said, Lord, I believe. And he worshipped him. (KJB)

Og hann segði, Harri, eg trúgvi. Og hann tilbað hann. (FKJ)

Tá segði hann: »Eg trúgvi, Harri!« og fall niður fyri Honum. (VD)

Men hann segði: »Eg trúgvi, Harri,« og hann fell á knæ niður fyri honum. (JD)

Jóhannes

9:41

Jesus said unto them, If ye were blind, ye should have no sin: but now ye say, We see; therefore your sin remaineth. (KJB)

Jesus segði við teir, Um tit vóru blindir, høvdu tit onga synd havt: men nú siga tit, Vit síggja; synd tykkara verður verandi. (FKJ)

Jesus svaraði teimum: »Vóru tit blindir, høvdu tit ikki synd; men nú siga tit: »Vit síggja!« - verður synd tykkara verandi.« (VD)

Jesus segði við teir: »Vóru tit blindir, tá høvdu tit ikki synd; men nú siga tit: vit síggja - synd tykkara verður verandi.« (JD)

Jóhannes

10:12

But he that is an hireling, and not the shepherd, whose own the sheep are not, seeth the wolf coming, and leaveth the sheep, and fleeth: and the wolf catcheth them, and scattereth the sheep. (KJB)

Men hann sum er ein leigusveinur, og ikki hirðin, hvørs egnu seyðirnir eru ikki, sær úlvin koma, og fer frá seyðunum, og flýggjar: og úlvurin fangar teir, og spjaðir seyðirnar. (FKJ)

Men tann, ið leigaður er og ikki er hirði - sum ikki eigur seyðin - sær úlvin koma og rýmir frá seyðinum og flýggjar; og úlvurin rænir seyðin og spjaðir hann sundur. (VD)

Leigusveinurin, sum ikki er hirði og sum ikki eigur seyðirnar, sær úlvin koma og fer frá seyðunum og rýmir, og úlvurin rænir teir og spjaðir teir sundur, (JD)

Jóhannes

10:13


The hireling fleeth, because he is an hireling, and careth not for the sheep. (KJB)

Leigusveinurin flýggjar, av tí at hann er ein leigusveinur, og hevur ikki umsorgan fyri seyðunum. (FKJ)

- Tí hann er leigaður, og seyðurin liggur honum ikki á hjarta. (VD)

av tí at hann er leigusveinur og hann einki leggur í seyðirnar. (JD)

Jóhannes

10:26


But ye believe not, because ye are not of my sheep, as I said unto you. (KJB)

Men tit trúgva ikki, av tí at tit eru ikki av seyðum mínum, eins og eg segði við tykkum. (FKJ)

Men tit trúgva ikki, tí tit eru ikki av seyði Mínum! (VD)

men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum. (JD)

Jóhannes

10:29


My Father, which gave them me, is greater than all; and no man is able to pluck them out of my Father's hand. (KJB)

Faðir mín, sum gav mær teir, er størri enn allir; og eingin maður er førur fyri at slíta teir út úr hond Faðirs míns. (FKJ)

Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns. (VD)

Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins. (JD)

Jóhannes

10:30

I and my Father are one. (KJB)

 Eg og Faðir mín eru eitt. (FKJ)

Eg og Faðirin, Vit eru eitt.« (VD)

Eg og faðirin eru eitt.« (JD)

Jóhannes

10:32


Jesus answered them, Many good works have I shewed you from my Father; for which of those works do ye stone me? (KJB)

Jesus svaraði teimum, Mong góð verk havi eg sýnt tykkum frá Faðir mínum; fyri hvørt av teim verkunum steina tit meg? (FKJ)

Jesus segði við teir: »Mong góð verk havi Eg víst tykkum frá Faðir Mínum; hvørt av hesum verkum er tað, tit steina Meg fyri?« (VD)

Jesus tók tá til orða og segði við teir: »Mangar góðar gerningar havi eg sýnt tykkum frá faðirinum; fyri hvønn av hesum gerningum steina tit meg?« (JD)

Jóhannes

10:38


But if I do, though ye believe not me, believe the works: that ye may know, and believe, that the Father is in me, and I in him. (KJB)

Men um eg geri, tó at tit trúgvi ikki mær, trúgvið verkunum: at tit mega vita, og trúgva, at Faðirin er í mær, og eg í honum. (FKJ)

Men geri Eg tey, so trúgvið verkunum, um tit so ikki trúgva Mær, so tit kunnu skilja og sanna, at Faðirin er í Mær, og Eg eri í Faðirinum!« (VD)

Men geri eg teir, tá trúgvið gerningunum, um tit so ikki trúgva mær, til tess at tit mega vita og sanna, at faðirin er í mær og eg í faðirinum.« (JD)

Jóhannes

11:1


Now a certain man was sick, named Lazarus, of Bethany, the town of Mary and her sister Martha. (KJB)

Nú, ein ávísur maður var sjúkur, nevndur Lazarus, úr Bethaniu, býi teirra Mariu og systur hennara Marthu. (FKJ)

Maður lá sjúkur, Lazarus úr Betania, bygdini, sum Maria og systir hennara, Marta, búðu í. (VD)

Men ein maður var sjúkur, Lázarus frá Betániu, úr teirri bygdini, sum Maria og Marta, systir hennara, búðu í. (JD)

Jóhannes

11:3


Therefore his sisters sent unto him, saying, Lord, behold, he whom thou lovest is sick. (KJB)

Tí sendu systrar hansara til hansara, sigandi, Harri, sí, hann, hvønn tú elskart, er sjúkur. (FKJ)

Tá sendu systrarnar Jesusi boð og lótu siga: »Harri! Hann, ið Tú elskar, er sjúkur.« (VD)

Systrarnar sendu tá boð til hansara og lótu siga við hann: »Harri, sí, tann sum tú elskar, er sjúkur.« (JD)

Jóhannes

11:12


Then said his disciples, Lord, if he sleep, he shall do well. (KJB)

Tá søgdu lærusveinar hansara, Harri, um hann sovi, skal honum vera væl statt. (FKJ)

Tá søgdu lærisveinarnir við Hann: »Harri, svevur hann, so verður hann frískur aftur!« (VD)

Lærusveinarnir søgdu tá við hann: »Harri, er hann sovnaður, tá verður hann frískur.« (JD)

Jóhannes

11:19


And many of the Jews came to Martha and Mary, to comfort them concerning their brother. (KJB)

Og mangir av Jødunum komu til Marthu og Mariu, at troysta tær viðvíkjandi bróður teirra. (FKJ)

Og nógvir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróður teirra. (VD)

Men mangir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróðurin. (JD)

Jóhannes

11:30


Now Jesus was not yet come into the town, but was in that place where Martha met him. (KJB)

Nú, Jesus var ikki enn komin inn í býin, men var á tí staðnum har Martha møtti honum. (FKJ)

Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men var staddur, har sum Marta hevði møtt Honum. (VD)

Men Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men hann var enn á tí staði, har sum Marta hevði møtt honum. (JD)

Jóhannes

11:31


The Jews then which were with her in the house, and comforted her, when they saw Mary, that she rose up hastily and went out, followed her, saying, She goeth unto the grave to weep there. (KJB)

Jødarnir tá, sum vóru hjá henni í húsinum, og troystaðu hana, tá ið teir sóu Mariu, at hon reis upp skundisligani og fór út, fylgdu henni, sigandi, Hon fer á grøvina at gráta har. (FKJ)

Táið nú Jødarnir, sum vóru heima hjá henni og troystaðu hana, sóu, at Maria skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á henni, við tað at teir hildu, at hon fór út til grøvina at gráta har. (VD)

Tá ið nú Jødarnir, sum vóru við hús hjá Mariu og troystaðu hana, sóu, at hon skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á hana, av tí at teir hugsaðu, at hon fór út til grøvina at gráta har. (JD)

Jóhannes

11:41


Then they took away the stone from the place where the dead was laid. And Jesus lifted up his eyes, and said, Father, I thank thee that thou hast heard me. (KJB)

Tá tóku teir burtur steinin frá staðnum har hin deyði var lagdur. Og Jesus lyfti upp eygum sínum, og segði, Faðir, eg takki tær at tú hevurt hoyrt meg. (FKJ)

Teir tóku tá steinin burtur. Og Jesus lyfti upp eygu Síni og segði: »Faðir, Eg takki Tær, at Tú hevur hoyrt Meg! (VD)

Teir tóku tá steinin frá. Men Jesus lyfti upp eygum sínum og segði: »Faðir, eg takki tær fyri tað, at tú hevur hoyrt meg. (JD)

Jóhannes

11:45


Then many of the Jews which came to Mary, and had seen the things which Jesus did, believed on him. (KJB)

Mangir av Jødunum sum komu til Mariu, og høvdu sæð tingini sum Jesus gjørdi, tá trúðu á hann. (FKJ)

Nógvir av Jødunum, ið komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum Hann gjørdi, komu nú til trúgv á Hann. (VD)

Mangir av Jødunum, teir, sum komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum hann gjørdi, trúðu nú á hann. (JD)

Jóhannes

11:50


Nor consider that it is expedient for us, that one man should die for the people, and that the whole nation perish not. (KJB)

Eiheldur umhugsa, at tað er gagnligt hjá okkum at ein maður skuldi doyð fyri fólkið, og at øll tjóðin glatist ikki. (FKJ)

»Tit skilja einki! / Ei heldur kemur tykkum í hug, at tað er okkum til gagn, at ein maður doyr fyri fólkið, og ikki øll tjóðin gongur til grundar.« (VD)

»Tit vita als einki / og heldur ikki hugsa tit um, at tað er gagnligari fyri tykkum, at ein maður doyr fyri fólkið, enn at øll tjóðin fer til grundar.« (JD)

Jóhannes

11:57


Now both the chief priests and the Pharisees had given a commandment, that, if any man knew where he were, he should shew it, that they might take him. (KJB)

Nú, bæði teir fremstu prestarnir og Phariseararnir høvdu givið eini boð, at um nakar maður vitsti hvar hann var, skuldi hann sýna tað, at teir máttu taka hann. (FKJ)

Men høvuðsprestarnir og Fariseararnir høvdu givið boð um, at tann, ið fekk at vita, hvar Hann var, skuldi siga frá, so teir kundu taka Hann. (VD)

Men høvuðsprestarnir og Fariseararnir høvdu givið boð, at um onkur visti, hvar hann var, skuldi hann siga frá, so at teir kundu taka hann. (JD)

Jóhannes

12:1


Then Jesus six days before the passover came to Bethany, where Lazarus was which had been dead, whom he raised from the dead. (KJB)

Síðan, seks dagar áðrenn umleypið, kom Jesus til Bethaniu, har Lazarus var, sum hevði verið deyður, hvønn hann reisti frá teimum deyðu. (FKJ)

Seks dagar fyri páskir kom Jesus tá til Betania, har Lazarus búði, hann, sum Jesus hevði reist upp frá hinum deyðu. (VD)

Seks dagar fyri páskir kom Jesus til Betániu, har sum Lázarus var, sum Jesus hevði vakt upp frá deyðum. (JD)

Jóhannes

12:4

Then saith one of his disciples, Judas Iscariot, Simon's son, which should betray him, (KJB)

Tá sigur ein av hansara lærusveinum, Judas Iscariot, sonur Símunar, sum skuldi svíkja hann, (FKJ)

Tá segði ein av lærisveinum Hansara, Judas Iskariot - hann, sum seinni sveik Hann -: (VD)

Sigur tá Judas Iskarjot, ein av lærusveinum hansara, sum seinni skuldi svíkja hann: (JD)

Jóhannes

12:20

And there were certain Greeks among them that came up to worship at the feast: (KJB)

Og har vóru ávísir Grikkar millum teirra sum komu niðan at tilbiðja á hátíðini: (FKJ)

Nú vóru nakrir Grikkar millum teirra, sum komu niðan at tilbiðja á høgtíðini. (VD)

Men millum teirra, sum fóru niðan at halda bøn um hátíðina, vóru nakrir Grikkar. (JD)

Jóhannes

12:41

These things said Esaias, when he saw his glory, and spake of him. (KJB)

Hesi ting segði Esaias, tá ið hann sá dýrd hansara, og talaði um hann. (FKJ)

Hetta segði Esaias, hann sá dýrd Hansara og talaði um Hann. (VD)

Hetta segði Jesaja, tá ið hann sá dýrd hansara og talaði um hann. (JD)

Jóhannes

12:42

Nevertheless among the chief rulers also many believed on him; but because of the Pharisees they did not confess him, lest they should be put out of the synagogue: (KJB)

Hóast hetta, millum hinna fremstu av stjórnarunum trúðu eisini mangir á hann; men uppá grund av Pharisearunum játtaðu teir hann ikki, at ikki teir skuldu verðið stoyttir út úr sýnagoguni: (FKJ)

Tó vóru mangir, sum trúðu á Hann, eisini av ráðharrunum; men teir kendust ikki við tað; tí teir óttaðust Fariseararnar og vildu sleppa frá at verða koyrdir úr sýnagoguni. (VD)

Kortini trúðu tó mangir av ráðharrunum á hann, men fyri Farisearanna skuld vildu teir ikki kennast við tað, fyri at teir ikki skuldu verða útkoyrdir úr samkomuhúsinum; (JD)

Jóhannes

12:45

And he that seeth me seeth him that sent me. (KJB)

Og hann sum sær meg, sær hann sum sendi meg. (FKJ)

Og tann, ið sær Meg, sær Hann, ið sendi Meg! (VD)

og tann, sum sær meg, hann sær tann, sum sendi meg. (JD)

Jóhannes

13:2


And supper being ended, the devil having now put into the heart of Judas Iscariot, Simon's son, to betray him; (KJB)

Og kvøldmáltíðin verandi endað, djevulin havandi nú lagt inn í hjartað á Judasi Iscariot, Símunar syni, at svíkja hann; (FKJ)

Teir hildu kvøldmáltíð, og Djevulin hevði longu skotið Judasi Iskariot, syni Símun, inn í hjartað, at hann skuldi svíkja Hann. (VD)

Og meðan kvøldmáltíð varð hildin, tá ið djevulin longu hevði skotið inn í hjartað á Judasi Símunarsyni Iskarjot, at hann skuldi svíkja hann, (JD)

Jóhannes

13:3


Jesus knowing that the Father had given all things into his hands, and that he was come from God, and went to God; (KJB)

Jesus, vitandi at Faðirin hevði givið øll ting inn í hendur hansara, og at hann var komin frá Guði, og fór til Guðs; (FKJ)

Og Jesus vitsti, at Faðirin hevði givið Honum alt í hendur, og at Hann var gingin út frá Gudi og fór til Gud. (VD)

og tá ið hann visti, at faðirin hevði givið honum allar lutir í hendur, og at hann var komin frá Guði og fór til Guðs, (JD)

Jóhannes

13:6


Then cometh he to Simon Peter: and Peter saith unto him, Lord, dost thou wash my feet? (KJB)

Tá kemur hann til Símun Pæturs: og Pætur sigur við hann, Harri, tváart tú føtur mínar? (FKJ)

Hann kom tá til Símun Pætur. Hann segði við Hann: »Harri, vaskar Tú mær um føturnar!« (VD)

Hann kemur tá til Símun Pæturs, og hann sigur við hann: »Harri, tváar tú føtur mínar?« (JD)

Jóhannes

13:10


Jesus saith to him, He that is washed needeth not save to wash his feet, but is clean every whit: and ye are clean, but not all. (KJB)

Jesus sigur við hann, Hann, sum er tváaður, tarvast ikki, uttan at tváa føtur sínar, men er reinur hvørt vet: og tit eru reinir, men ikki allir. (FKJ)

Jesus svaraði honum: »Tann, ið baðaður er, honum nýtist bert at vaska sær um føturnar; tí hann er reinur, allur sum hann er. Og tit eru reinir - tó ikki allir.« (VD)

Jesus sigur við hann: »Tann, sum er tváaður, hann hevur ikki fyri neyðini at tváa sær (uttan um føturnar;)* men hann er reinur allur sum hann er. Og tit eru reinir, men ikki allir.« (JD)


*Summi handrit hava ikki hesi orðini í ().

Jóhannes

13:18


speak not of you all: I know whom I have chosen: but that the scripture may be fulfilled, He that eateth bread with me hath lifted up his heel against me. (KJB)

Eg tali ikki um tykkum allar: eg veit, hvørjar eg havi útvalt: men at skriftin má verða uppfylt, Hann, sum etur breyð við mær, hevur lyft upp hæli sínum ímóti mær. (FKJ)

Eg tali ikki um tykkum allar; Eg veit, hvørjar Eg havi útvalt. Men skriftin mátti ganga út: »Hann, ið etur breyðið við Mær, hevur lyft hæl sín móti Mær.« (VD)

Eg tali ikki um tykkum allar. Eg veit, hvørjar eg havi útvalt; men skriftin mátti ganga út: Tann, sum breyð mítt etur, hevur lyft upp hæli sínum móti mær. (JD)

Jóhannes

13:36


Simon Peter said unto him, Lord, whither goest thou? Jesus answered him, Whither I go, thou canst not follow me now; but thou shalt follow me afterwards. (KJB)

Símun Pætur segði við hann, Harri, hvagar fert tú? Jesus svaraði honum, Hvagar eg fari, kanst tú ikki fylgja mær nú; men tú skalt fylgja mær síðani. (FKJ)

Tá segði Símun Pætur við Hann: »Harri, hvar fert Tú?« Jesus svaraði: »Hagar sum Eg fari, kanst tú ikki fylgja Mær nú, men tú skalt fylgja Mær seinni.« (VD)

Símun Pætur sigur við hann: »Harri, hvar fert tú?« Jesus svaraði: »Hagar, sum eg fari, kanst tú ikki fylgja mær nú; men tú skalt fylgja mær seinni.« (JD)

Jóhannes

14:2


Rev 21:2

In my Father's house are many mansions: if it were not so, I would have told you. I go to prepare a place for you. (KJB)

Í Faðirs míns húsi eru mong ríkmanshús: um tað var ikki so, vildi eg havt sagt tykkum. Eg fari at fyribúgva eitt stað til tykkara. (FKJ)

Í húsi Faðirs Míns eru nógvir bústaðir; var tað ikki so, hevði Eg sagt tykkum tað; tí Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar. (VD)

Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. (JD)

Jóhannes

14:4

And whither I go ye know, and the way ye know. (KJB)

Og hvagar eg fari vita tit, og vegin vita tit.

Og hagar sum Eg fari, vita tit vegin.« (VD)

Og hvar eg fari, hagar vita tit vegin.« (JD)

Jóhannes

14:12

Verily, verily, I say unto you, He that believeth on me, the works that I do shall he do also; and greater works than these shall he do; because I go unto my Father. (KJB)

Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Hann sum trýr á meg, verkini sum eg geri skal hann gera eisini; og størri verk˙ enn hesi skal hann gera; av tí at eg fari til Faðirs míns. (F)

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr á Meg, skal eisini gera tey verk, ið Eg geri - og hann skal gera størri enn hesi. Tí Eg fari til Faðirin; (VD)

Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr á meg, hann skal eisini gera teir gerningar, sum eg geri; og hann skal gera enn størri gerningar enn hesar, tí at eg fari til faðirin. (JD)

Jóhannes

14:16

And I will pray the Father, and he shall give you another Comforter, that he may abide with you for ever; (KJB)

Og eg vil biðja Faðirin, og hann skal geva tykkum ein annan Uggara, at hann má verða verandi hjá tykkum um ævir; (F)

Og Eg skal biðja Faðirin, og Hann skal geva tykkum annan Talsmann at vera hjá tykkum allar ævir, (VD)

Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, (JD)

Jóhannes

14:26

But the Comforter, which is the Holy Ghost, whom the Father will send in my name, he shall teach you all things, and bring all things to your remembrance, whatsoever I have said unto you. (KJB)

Men Uggarin, sum er Heilagi Andin, hvønn Faðirin vil senda í navni mínum, hann skal læra tykkum allar lutir, og føra allar lutir til minnis tykkara, hvatsumhelst   eg havi sagt tykkum. (F)

men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum. (VD)

Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum. (JD)

Jóhannes

14:28

Ye have heard how I said unto you, I go away, and come again unto you. If ye loved me, ye would rejoice, because I said, I go unto the Father: for my Father is greater than I. (KJB)

Tit hava hoyrt hvussu eg segði við tykkum, Eg fari avstað, og komi aftur til tykkara. Um tit elskaðu meg, vildu tit fegnast, av tí at eg segði, Eg fari til Faðirsins: tí Faðir mín er størri enn eg. (F)

Tit hoyrdu, at Eg segði við tykkum: »Eg fari burtur, og Eg komi aftur til tykkara.« - Elskaðu tit Meg, høvdu tit gleðst um, at Eg fari til Faðirin; tí Faðirin er størri enn Eg. (VD)

Tit hoyrdu, at eg segði við tykkum: Eg fari burtur og komi til tykkara. Elskaðu tit meg, tá høvdu tit glett tykkum um, at eg fari til faðirin; tí at faðirin er størri enn eg. (JD)

Jóhannes

15:11


These things have I spoken unto you, that my joy might remain in you, and that your joy might be full. (KJB)

Hesar lutir havi eg talað til tykkara, at fagnaður mín mátti vera verandi í tykkum, og at fagnaður tykkara mátti vera fullur. (F)

Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at gleði Mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin. (VD)

Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin. (JD)

Jóhannes

15:14


Ye are my friends, if ye do whatsoever I command you. (KJB)

Tit eru vinir mínir, um tit geri hvatsumhelst ið eg bjóði tykkum. (F)

Gera tit tað, sum Eg gevi tykkum boð um, eru tit vinir Mínir. (VD)

Tit eru vinir mínir, um tit gera tað, sum eg bjóði tykkum. (JD)

Jóhannes

15:26


But when the Comforter is come, whom I will send unto you from the Father, even the Spirit of truth, which proceedeth from the Father, he shall testify of me: (KJB)

Men tá ið Uggarin er komin, hvønn eg vil senda tykkum frá Faðirinum, enntá sannleiks-Andin, hvør útgongur frá Faðirinum, hann skal vitna um meg: (F)

Men táið Talsmaðurin kemur, sum Eg skal senda tykkum frá Faðirinum, Andi sannleikans, sum út gongur frá Faðirinum - Hann skal vitna um Meg. (VD)

Men tá ið talsmaðurin kemur, sum eg skal senda tykkum frá faðirinum, sannleikans andi, sum gongur út frá faðirinum, tá skal hann vitna um meg. (JD)

Jóhannes

16:3


And these things will they do unto you, because they have not known the Father, nor me. (KJB)

Og hesar lutir vilja teir gera við tykkum, av tí at teir hava ikki kent Faðirin, ella meg. (F)

Hetta fara teir at gera, tí teir kenna hvørki Faðirin ella Meg. (VD)

Og hetta gera teir, av tí at teir hvørki kenna faðirin ella meg. (JD)

Jóhannes

16:7


Nevertheless I tell you the truth; It is expedient for you that I go away: for if I go not away, the Comforter will not come unto you; but if I depart, I will send him unto you. (KJB)

Hóast hetta, eg sigi tykkum sannleikan; Tað er gagnligt fyri tykkum at eg fari avstað: tí um eg fari ikki avstað, vil Uggarin ikki koma til tykkara; men um eg fari avstað, vil eg senda hann til tykkara. (F)

Tó, Eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum til gagn, at Eg fari burtur; tí fari Eg ikki burtur, kemur Talsmaðurin ikki til tykkara, men fari Eg burtur, skal Eg senda tykkum Hann. (VD)

Men eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara. (JD)

Jóhannes

16:8


And when he is come, he will reprove the world of sin, and of righteousness, and of judgment: (KJB)

Og tá ið hann er komin, vil hann írættaseta heimin um synd, og um rættvísi, og um dóm: (F)

Táið Hann kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm - (VD)

Og tá ið hann kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm. (JD)

Jóhannes

16:10


Of righteousness, because I go to my Father, and ye see me no more; (KJB)

Um rættvísi, av tí at eg fari til Faðirs míns, og tit síggja meg ei meira; (F)

um rættvísi, tí Eg fari til Faðir Mín, og tit síggja Meg ikki longur, (VD)

um rættvísi, av tí at eg fari til faðirin, og tit síggja meg ikki longur; (JD)

Jóhannes

16:16


A little while, and ye shall not see me: and again, a little while, and ye shall see me, because I go to the Father. (KJB)

Ein lítil stund, og tit skulu ikki sjá meg: og aftur, ein lítil stund, og tit skulu sjá meg, av tí at eg fari til Faðirin. (FKJ)

Lítla stund, so síggja tit Meg ikki longur, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg!« (VD)

Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja meg.« (JD)

Jóhannes

16:23


And in that day ye shall ask me nothing. Verily, verily, I say unto you, Whatsoever ye shall ask the Father in my name, he will give it you. (KJB)

Og á tí degi skulu tit umbiðja meg einkið. Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, Hvatsumhelst tit skulu umbiðja Faðirin í navni mínum, hann vil geva tykkum tað (F).

Tann dag fara tit einki at spyrja Meg um. Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvat tit so biðja Faðirin um, skal Hann geva tykkum í navni Mínum. (VD)

Og tann dagin skulu tit ikki spyrja meg um nakað. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvat tit so biðja faðirin um, tað skal hann geva tykkum í navni mínum. (JD)

Jóhannes

16:27


For the Father himself loveth you, because ye have loved me, and have believed that I came out from God. (KJB)

Tí Faðirin sjálvur elskar tykkum, av tí at tit hava elskað meg, og hava trúð at eg kom út frá Guði. (F)

tí Faðirin elskar tykkum sjálvur, aftur fyri at tit hava elskað Meg og trúð, at Eg eri gingin út frá Gudi. (VD)

tí at faðirin sjálvur elskar tykkum, av tí at tit hava elskað meg og trúð, at eg eri gingin út frá faðirinum. (JD)

Jóhannes

16:29


His disciples said unto him, Lo, now speakest thou plainly, and speakest no proverb. (KJB)

Lærusveinar hansara søgdu við hann, Sí, nú talart tú greidliga, og talart einkið myndmál. (F)

Tá søgdu lærisveinar Hansara: »Nú talar Tú beint fram og sigur einki líknilsi! (VD)

Lærusveinar hansara siga: »Sí, nú talar tú beint fram og sigur einki líknilsi. (JD)

Jóhannes

16:33


These things I have spoken unto you, that in me ye might have peace. In the world ye shall have tribulation: but be of good cheer; I have overcome the world. (KJB)

Hesar lutir havi eg talað til tykkara, at í mær tit máttu hava frið. Í heiminum skulu tit hava trongslu: men verið við gott treyst; eg havi yvirvunnið heimin. (F)

Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir - Eg havi sigrað yvir heiminum!« (VD)

Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at tit skulu hava frið í mær. Í heiminum hava tit trongd; men havið gott treyst, eg havi vunnið sigur av heiminum.« (JD)

Jóhannes

17:1


These words spake Jesus, and lifted up his eyes to heaven, and said, Father, the hour is come; glorify thy Son, that thy Son also may glorify thee: (KJB)

Hesi orðini talaði Jesus, og lyfti upp eygum sínum til himins, og segði, Faðir, tímin er komin; dýrðmet Son tín, at Sonur tín eisini má dýrðmeta teg: (F)

Hetta talaði Jesus; og Hann lyfti upp eygu Síni móti himli og segði: »Faðir! Tímin er komin - ger Son Tín dýrmætan, fyri at Sonur Tín kann gera Teg dýrmætan, (VD)

Hetta talaði Jesus og hann lyfti upp eygum sínum til himmalin og segði: »Faðir, tímin er komin; ger son tín dýrmettan, til tess at sonurin skal dýrmeta teg; (JD)

Jóhannes

17:12


While I was with them in the world, I kept them in thy name: those that thou gavest me I have kept, and none of them is lost, but the son of perdition; that the scripture might be fulfilled. (KJB)

Meðan eg var hjá teimum í heiminum, varðveiddi eg teir í navni tínum: teir sum tú gavst mær havi eg varðveitt, og eingin av teimum er burturmistur, uttan glatanar-sonurin; at skriftin mátti verða uppfylt. (F)

Meðan Eg var hjá teimum, varðveitti Eg tey í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær; Eg vardi tey, og eingin av teimum fortaptist - uttan fortapingarsonurin, fyri at skriftin skuldi ganga út. (VD)

Tá ið eg var hjá teimum, varðveitti eg teir í navni tínum, sum tú hevur givið mær, og eg vardi teir, og eingin teirra glataðist uttan glatanar-sonurin, fyri at skriftin skuldi ganga út. (JD)

Jóhannes

17:17

Sanctify them through thy truth: thy word is truth. (KJB)

Halga teir gjøgnum sannleika tín: orð títt er sannleiki. (F)

Halga tey í sannleikanum! Orð Títt er sannleiki. (VD)

Halga teir í sannleikanum; orð títt er sannleiki. (JD)

Jóhannes

17:21

That they all may be one; as thou, Father, art in me, and I in thee, that they also may be one in us: that the world may believe that thou hast sent me. (KJB)

At teir allir mega vera eitt; eins og tú, Faðir, ert í mær, og eg í tær, at teir eisini mega vera eitt í okkum: at heimurin má trúgva at tú hevurt sent meg. (F)

at tey øll skulu verða eitt, sum Tú, Faðir, ert í Mær, og Eg eri í Tær - at eisini tey skulu vera eitt í Okkum, fyri at heimurin skal trúgva, at Tú hevur sent Meg. (VD)

at teir allir mega vera eitt, at eins og tú, faðir, ert í mær og eg eri í tær, teir eisini mega vera í okkum, til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg. (JD)

Jóhannes

18:5


Exo 3:14

They answered him, Jesus of Nazareth. Jesus saith unto them, I am he. And Judas also, which betrayed him, stood with them. (KJB)

Teir svaraðu honum, Jesus úr Nazareth. Jesus sigur við teir, Eg eri hann. Og Judas eisini, sum sveik hann, stóð hjá teimum. (F)

Teir svaraðu Honum: »Jesusi úr Nazaret.« Jesus segði við teir: »Tað eri Eg.« - Eisini Judas, sum sveik Hann, stóð har hjá teimum. (VD)

Teir svaraðu honum: »Eftir Jesusi úr Nazaret.« Jesus sigur við teir: »Tað eri eg.« Men eisini Judas, sum sveik hann, stóð har hjá teimum. (JD)

Jóhannes

18:6


As soon then as he had said unto them, I am he, they went backward, and fell to the ground. (KJB)

So skjótt tá sum hann hevði sagt við teir, Eg eri hann, fóru teir aftureftir, og fullu til jarðarinnar. (F)

Táið Hann nú segði við teir: »Tað eri Eg,« fóru teir aftur eftir hæli og fullu til jarðar. (VD)

Tá ið hann nú segði við teir: »Tað eri eg,« hopaðu teir aftur eftir hæli og fullu til jarðar. (JD)

Jóhannes

18:19


The high priest then asked Jesus of his disciples, and of his doctrine. (KJB)

Høvuðspresturin spurdi tá Jesus um lærusveinar hansara, og um Guðslæru hansara. (F)

Høvuðspresturin spurdi nú Jesus um lærisveinar Hansara og læru Hansara. (VD)

Høvuðspresturin spurdi nú Jesus um lærusveinar hansara og um læru hansara. (JD)

Jóhannes

18:20


Jesus answered him, I spake openly to the world; I ever taught in the synagogue, and in the temple, whither the Jews always resort; and in secret have I said nothing. (KJB)

Jesus svaraði honum, Eg talaði opinlýsliga fyri heiminum; eg alsamt lærdi í synagogunum, og í templinum, hvagar Jødarnir altíð leita; og í loyndum havi eg einkið sagt. (F)

Jesus svaraði honum: »Eg havi talað opinberliga fyri heiminum; Eg havi altíð lært í sýnagogum og í templinum, har sum allir Jødar koma saman; í loyndum havi Eg einki talað. (VD)

Jesus svaraði honum: »Eg havi talað opinberliga fyri heiminum; eg havi altíð lært í samkomu-húsum og í halgidóminum, har sum allir Jødarnir koma saman, og í loyndum havi eg einki talað. (JD)

Jóhannes

18:34


Jesus answered him, Sayest thou this thing of thyself, or did others tell it thee of me? (KJB)

Jesus svaraði honum, Sigurt tú henda lut av tær sjálvum, ella søgdu aðrir tær tað um meg? (F)

Jesus svaraði: »Sigur tú hetta av tær sjálvum, ella hava aðrir sagt tær tað um Meg?« (VD)

Jesus svaraði: »Sigur tú hetta av tær sjálvum, ella hava aðrir sagt tær tað um meg?« (JD)

Jóhannes

18:36


Jesus answered, My kingdom is not of this world: if my kingdom were of this world, then would my servants fight, that I should not be delivered to the Jews: but now is my kingdom not from hence. (KJB)

Jesus svaraði, Kongadømi mítt er ei av hesum heimi: um kongadømi mítt var av hesum heimi, tá vildu tænarar mínir barst, at eg skuldi ikki verðið givin upp til Jødanna: men nú er kongadømi mítt ikki haðanfrá. (F)

Jesus svaraði: »Ríki Mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki Mítt av hesum heimi, høvdu tænarar Mínir barst fyri, at Eg skuldi ikki verða givin upp til Jødarnar; men nú er ríki Mítt ikki av honum.« (VD)

Jesus svaraði: »Ríki mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki mítt av hesum heimi, tá høvdu sveinar mínir stríðst fyri mær, til tess at eg ikki varð givin upp til Jødarnar. Men nú er ríki mítt ikki haðani.« (JD)

Jóhannes

18:40


Then cried they all again, saying, Not this man, but Barabbas. Now Barabbas was a robber. (KJB)

Tá rópaðu teir allir aftur, sigandi, Ikki henda mann,  men Barabbas. Nú, Barabbas var ein ránsmaður. (F)

Tá róptu tey uppaftur øll og søgdu: »Ikki Hann, nei, Barabbas!« - Og Barabbas var ránsmaður. (VD)

Teir rópaðu tá aftur og søgdu: »Nei, ikki honum, men Barabbasi.« Men Barabbas var ránsmaður. (JD)

Jóhannes

19:2


And the soldiers platted a crown of thorns, and put it on his head, and they put on him a purple robe, (KJB)

Og hermenninir flættaðu eina krúnu av tornum, og settu hana á høvur hansara, og teir settu á hann eina purpur skikkju, (F)

Og hermenninir flættaðu krúnu av tornum og settu hana á høvd Hansara og hongdu purpurkappa um Hann. So gingu teir fram fyri Hann (VD)

Og hermenninir flættaðu eina krúnu av tornum og settu á høvdið á honum og kastaðu ein skarlakskappa uttan um hann, /  og teir gingu yvir til hansara (JD)

Jóhannes

19:3


And said, Hail, King of the Jews! and they smote him with their hands. (KJB)

Og søgdu, Heilur og sælur, Kongur Jødanna! og teir slógu hann við hondum sínum. (F)

og søgdu: / »Heilur - kongur Jødanna!« - Og teir slógu Hann undir vangan. (VD)

 og søgdu: »Heilur og sælur, kongur Jødanna!« Og teir slógu hann í andlitið. (JD)

Jóhannes

19:16


Then delivered he him therefore unto them to be crucified. And they took Jesus, and led him away. (KJB)

Tá gav hann hann tessvegna yvir til teirra at verða krossfestan. Og teir tóku Jesus, og leiddu hann avstað. (F)

Tá gav hann Hann upp til teirra at verða krossfestan. Teir tóku nú Jesus við sær, (VD)

Tá gav hann hann upp til teirra, at hann skuldi verða krossfestur. / Teir tóku nú Jesus; (JD)

Jóhannes

19:35


And he that saw it bare record, and his record is true: and he knoweth that he saith true, that ye might believe. (KJB)

Og hann sum sá tað gav frágreiðing, og frágreiðing hansara er sonn: og hann veit at hann sigur satt, at tit mega trúgva. (F)

- Tann, ið hevur sæð tað, hevur vitnað tað, og vitnisburður hansara er sannur; hann veit, at hann sigur satt, fyri at eisini tit skulu trúgva. (VD)

Og tann, sum hevur sæð tað, hevur vitnað um tað, og vitnisburður hansara er sannur, og hann veit, at hann sigur tað, sum satt er, til tess at eisini tit mega trúgva. (JD)

Jóhannes

19:38


And after this Joseph of Arimathaea, being a disciple of Jesus, but secretly for fear of the Jews, besought Pilate that he might take away the body of Jesus: and Pilate gave him leave. He came therefore, and took the body of Jesus. (KJB)

Og eftir hetta Jóseph úr A-ri-ma-thæ´-u, verandi ein læru-sveinur Jesu, men loyniliga av ótta fyri Jødunum, bønaði Pilatus at hann mátti taka burtur likam Jesu: og Pilatus gav honum loyvi. Hann kom tessvegna, og tók likam Jesu. (F)

Eftir hetta bað Jósef úr Arimatea - sum var lærisveinur Jesusar - tó loyniliga, av ótta fyri Jødunum - Pilatus um loyvi at taka likam Jesusar; og Pilatus gav honum loyvi til tað. Hann kom tá og tók niður likam Jesusar. (VD)

Síðan kom Jósef úr Arimateu, sum var ein lærusveinur Jesu, men í duldum, av ótta fyri Jødunum, og bað Pilatus um, at hann mátti taka Jesu likam niður. Pilatus eftirlíkaði honum. Hann kom tí og tók likam hansara. (JD)

Jóhannes

19:39


And there came also Nicodemus, which at the first came to Jesus by night, and brought a mixture of myrrh and aloes, about an hundred pound weight. (KJB)

Og har kom eisini Nic-o-de´-mus, sum í fyrstani kom til Jesu um nátt, og kom við eini blanding av myrru og a-lo-e´-um, umleið eitt hundrað pund í vekt. (F)

Eisini Nikodemus kom, hann, sum fyrstu ferð var komin til Jesus á nátt; hann hevði við sær blanding av myrra og aloe, eini 100 pund. (VD)

Men Nikodemus, hann sum í fyrstuni var komin til hansara um náttina, kom eisini og hevði við sær okkurt um hundrað pund av eini blanding av myrru og aloe. (JD)

Jóhannes

20:16


Jesus saith unto her, Mary. She turned herself, and saith unto him, Rabboni; which is to say, Master. (KJB)

Jesus sigur við hana, Maria. Hon vendi sær, og sigur við hann, Rab-bo´-ni; sum er at siga, Meistari. (F)

Jesus segði við hana: »Maria!« Tá vendi hon sær og segði við Hann á hebraiskum: »Rabbuni!« (tað er meistari). (VD)

Jesus sigur við hana: »Maria!« Hon vendir sær á og sigur við hann á hebráiskum: »Rabbuni!« (tað merkir: meistari). (JD)

Jóhannes

20:17


Jesus saith unto her, Touch me not; for I am not yet ascended to my Father: but go to my brethren, and say unto them, I ascend unto my Father, and your Father; and to my God, and your God. (KJB)

Jesus sigur við hana, Nem ikki við meg; tí eg eri ikki enn stigin upp til Faðirs míns: men gakk til brøðra mína, og sig við teir, Eg stígi upp innat Faðir mínum, og Faðir tykkara; og til Guðs míns, og Guðs tykkara. (F)

Jesus segði við hana: »Nem ikki við Meg! Eg eri ikki enn farin upp til Faðir Mín; nei, far til brøður Mínar og sig við teir, at Eg fari upp til Faðir Mín og Faðir tykkara, til Gud Mín og Gud tykkara!« (VD)

Jesus sigur við hana: »Nem ikki við meg; tí at eg eri enn ikki farin upp til faðirin; men far til brøður mínar og sig teimum: Eg fari upp til faðirs míns og faðirs tykkara, til Guðs míns og Guðs tykkara.« (JD)

Jóhannes

20:19


Then the same day at evening, being the first day of the week, when the doors were shut where the disciples were assembled for fear of the Jews, came Jesus and stood in the midst, and saith unto them, Peace be unto you. (KJB)

Síðan hin sama dagin um kvøld, verandi hin fyrsti dagur vikunnar, tá ið hurðarnar vóru lokaðar hvar lærusveinarnir vóru savnaðir av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð í miðjuni, og sigur við teir, Friður veri innat tykkum. (F)

Táið nú kvøldið var komið henda dagin, fyrsta dagin í vikuni, og dyrnar vóru stongdar, har sum lærisveinarnir vóru, av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð mitt ímillum teirra og segði við teir: »Friður veri við tykkum!« (VD)

Men tá ið komið var at kvøldi henda sama fyrsta dag í vikuni og meðan dyrnar, har sum lærusveinarnir vóru, vóru læstar, av ótta fyri Jødunum, kom Jesus og stóð mitt ímillum teirra og sigur við teir: »Friður veri við tykkum!« (JD)

Jóhannes

20:25


The other disciples therefore said unto him, We have seen the Lord. But he said unto them, Except I shall see in his hands the print of the nails, and put my finger into the print of the nails, and thrust my hand into his side, I will not believe. (KJB)

Hinir lærusveinarnir tí søgdu við hann, Vit hava sæð Harran. Men hann segði við teir, Uttan eg skal síggja í hondum hansara merkið av naglunum, og seti fingur mín inn í merkið av naglunum, og trýsti hond mína inn í síðu hansara, vil eg ikki trúgva. (F)

Hinir lærisveinarnir søgdu nú við hann: »Vit hava sæð Harran!« Men hann svaraði teimum: »Fái eg ikki at síggja naglamerkini í hondum Hansara, og sleppi eg ikki at stinga fingur mín í naglamerkini og stinga hond mína í síðu Hansara, vil eg als ikki trúgva tí!« (VD)

Hinir lærusveinarnir søgdu tá við hann: »Vit hava sæð Harran!« Men hann segði við teir: »Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.« (JD)

Jóhannes

20:27


Then saith he to Thomas, Reach hither thy finger, and behold my hands; and reach hither thy hand, and thrust it into my side: and be not faithless, but believing. (KJB)

Tá sigur hann til Thomasar, Rætt higar fingur tín, og skoða hendur mínar; og rætt higar hond tína, og trýst hana inn í síðu mína: og ver ikki trúgvleysur, men trúgvandi. (F)

So segði Hann við Tummas: »Rætt fingur tín higar - hygg hendur Mínar! Rætt hond tína higar og stikk hana í síðu Mína! Og ivast ikki, men trúgv!« (VD)

Síðan sigur hann við Tummas: »Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi.« (JD)

Jóhannes

20:29


Jesus saith unto him, Thomas, because thou hast seen me, thou hast believed: blessed are they that have not seen, and yet have believed. (KJB)

Jesus sigur við hann, Thomas, av tí at tú hevurt sæð meg, hevurt tú trúð: signaðir eru teir sum hava ikki sæð, og hava trúð. (F)

Jesus segði við hann: »Av tí at tú hevur sæð Meg, trýrt tú! Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva!« (VD)

Jesus sigur við hann: »Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!« (JD)

Jóhannes

21:3


Simon Peter saith unto them, I go a fishing. They say unto him, We also go with thee. They went forth, and entered into a ship immediately; and that night they caught nothing. (KJB)

Símon Pætur sigur við teir, Eg fari a’ fiska. Teir siga við hann, Vit eisini fara við tær. Teir fóru fram, og fóru inn í ein bát alt fyri eitt; og ta náttina fingu teir einkið. (F)

Símun Pætur segði tá við teir: »Eg fari út at fiska.« Teir søgdu við hann: »Eisini vit koma við tær.« So fóru teir avstað og fóru í bátin; men ta náttina fingu teir einki. (VD)

Símun Pætur sigur við teir: »Eg fari út at fiska.« Teir siga við hann: »Vit koma eisini við tær.« Teir fóru so avstað og fóru í bátin. Men ta náttina fingu teir einki. (JD)

Jóhannes

21:11


Simon Peter went up, and drew the net to land full of great fishes, an hundred and fifty and three: and for all there were so many, yet was not the net broken. (KJB)

Símon Pætur fór upp, og dró netið í land fult av stórum fiskum, eitt hundrað og fimti og trimum:og fyri alt har vóru so mangir, tó varð ikki netið skrætt. (F)

Tá fór Símun Pætur í bátin og dró garnið á land, fult av stórum fiski, 153; og tó at so mangir vóru, skrædnaði garnið ikki. (VD)

Símun Pætur fór tá út og dró nótina á land, fulla av stórum fiskum, hundrað og fimmti og trimum. Og tó at teir vóru so nógvir, skrædnaði nótin ikki. (JD)

Jóhannes

21:14


This is now the third time that Jesus shewed himself to his disciples, after that he was risen from the dead. (KJB)

Henda er nú hin triðja ferðin sum Jesus sýndi seg fyri lærusveinum sínum, eftir at hann var risin frá hinum deyðu. (F)

Hetta var nú triðja ferðin, Jesus opinberaði Seg fyri lærisveinum Sínum, eftir at Hann var risin upp frá hinum deyðu. (VD)

Hetta var longu triðja ferðin, at Jesus opinberaði seg fyri lærusveinunum, eftir tað hann var risin upp frá deyðum. (JD)

Jóhannes

21:15


So when they had dined, Jesus saith to Simon Peter, Simon, son of Jonas, lovest thou me more than these? He saith unto him, Yea, Lord; thou knowest that I love thee. He saith unto him, Feed my lambs. (KJB)

So tá ið teir høvdu etið, sigur Jesus við Símon Pætur, Símon, sonur Jónasar, elskart tú meg meir enn hesir?  Hann sigur við hann, Ja, Harri; tú veitst at eg elski teg.  Hann sigur við hann, Føð lomb míni. (F)

Táið teir høvdu etið, segði Jesus við Símun Pætur: »Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg, meir enn hesir?« Hann svaraði Honum: »Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!« Tá segði Hann við hann: »Føð lomb Míni!« (VD)

Tá ið teir nú høvdu etið morgunmat, sigur Jesus við Símun Pætur: »Símun Jóhannesarson, elskar tú meg meira enn hesir?« Hann sigur við hann: »Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.« Hann sigur við hann: »Røkta lomb míni!« (JD)

Jóhannes

21:16


He saith to him again the second time, Simon, son of Jonas, lovest thou me? He saith unto him, Yea, Lord; thou knowest that I love thee. He saith unto him, Feed my sheep. (KJB)

Hann sigur við hann aftur ta aðru ferðina, Símon, sonur Jónasar, elskart tú meg? Hann sigur við hann, Ja, Harri; tú veitst at eg elski teg.  Hann sigur við hann, Føð seyð mín. (F)

Uppaftur segði Hann við hann, aðru ferð: »Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg?« Hann svaraði Honum: »Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!« Tá segði Hann við hann: »Ver hirði hjá seyði Mínum!« (VD)

Hann sigur aftur á øðrum sinni við hann: »Símun Jóhannesarson, elskar tú meg?« Hann sigur við hann: »Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.« Hann sigur við hann: »Ver hirði hjá seyði mínum!« (JD)

Jóhannes

21:17


He saith unto him the third time, Simon, son of Jonas, lovest thou me? Peter was grieved because he said unto him the third time, Lovest thou me? And he said unto him, Lord, thou knowest all things; thou knowest that I love thee. Jesus saith unto him, Feed my sheep. (KJB)

Hann sigur við hann ta triðju ferðina, Símon, sonur Jónasar, elskart tú meg? Pætur varð syrgin av tí at hann segði við hann ta triðju ferðina, Elskart tú meg?  Og hann segði  við hann, Harri, tú veitst allar lutir; tú veitst at eg elski teg. Jesus sigur við hann, Føð seyð mín. (F)

Hann segði triðju ferð við hann: »Símun, sonur Jóhannes, hevur tú Meg kæran?« Pætur varð tungur, tí Hann triðju ferð segði við hann: »Hevur tú Meg kæran?« og hann segði við Hann: »Harri, Tú veitst alt, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!« Tá segði Jesus við hann: »Føð seyð Mín! (VD)

Hann sigur við hann á triðja sinni: »Símun Jóhannesarson, ert tú góður við meg?« Pætur varð syrgin, tí at hann segði við hann á triðja sinni: »Ert tú góður við meg?« og hann segði við hann: »Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!« Jesus sigur við hann: »Røkta lomb míni! (JD)

Jóhannes

21:25


And there are also many other things which Jesus did, the which, if they should be written every one, I suppose that even the world itself could not contain the books that should be written. Amen. (KJB)

Og tað eru eisini mangir aðrir lutir sum Jesus gjørdi, hvørjir, um teir skuldu verðið skrivaðir hvør og ein, haldi eg at enntá heimurin sjálvur kundi ikki rúmað bókunum sum skuldu verðið skrivaðar. Amen. (F)

Men eisini er mangt annað, sum Jesus hevur gjørt; skuldi tað verðið skrivað, hvørt fyri seg, haldi eg, at allur heimurin hevði ikki rúmað bókunum, ið tá høvdu verðið skrivaðar. (VD)

Tað er eisini mangt annað, sum Jesus gjørdi, og skuldi tað alt verið skrivað upp, hvørt fyri seg, hugsi eg, at ikki allur heimurin kundi rúma teimum bókum, sum tá vórðu skrivaðar. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher