Matthæus

4:18

And Jesus, walking by the sea of Galilee, saw two brethren, Simon called Peter, and Andrew his brother, casting a net into the sea: for they were fishers. (KJB)

Og Jesus, gangandi við Galileusjógvin, sá tveir brøður, Símon kallaðan Pætur, og Andreas bróður hansara, kastandi eitt garn inn í sjógvin: tí teir vóru fiskimenn. (F)

Sum Hann nú gekk við vatnið í Galilea, sá Hann tveir brøður, Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróður hansara, seta garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn. (VD)

Sum hann nú gekk fram við vatninum í Galileu, sá hann tveir brøður, Símun, ið nevnist Pætur, og Andrias, bróður hansara, ið fingust við at seta gørn í vatnið, tí at teir vóru fiskimenn. (JD)

Matthæus

4:23

And Jesus went about all Galilee, teaching in their synagogues, and preaching the gospel of the kingdom, and healing all manner of sickness and all manner of disease among the people. (KJB)

Og Jesus fór um alla Galileu, frálærandi í synagogum teirra, og prædikandi gleðiboðskap kongadømisins, og grøðandi øll sløg av sjúku og øll sløg av ilsku millum fólksins. (F)

Jesus ferðaðist nú um alt Galilea, lærdi í sýnagogum teirra, prædikaði evangelium ríkisins og grøddi hvørja sjúku og alskyns veikleika hjá fólkinum. (VD)

Og hann ferðaðist um í øllum Galileulandi, lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku hjá fólki. (JD)

Matthæus

8:3

And Jesus put forth his hand, and touched him, saying, I will; be thou clean. And immediately his leprosy was cleansed. (KJB)

Og Jesus rætti fram hond sína, og nam við hann, sigandi, Eg vil; veri tú reinur. Og í stundini varð spitalskni hansara reinsað. (F)

Tá rætti Hann út hondina, nam við hann og segði: »Eg vil; verð reinur!« Við tað sama varð hann reinsaður frá spitalsku síni. (VD)

Og hann rætti út hondina, nam við hann og segði: »Eg vil, verð reinur!« Og við tað sama varð spitalska sjúka hansara reinsað. (JD)

Matthæus

8:5

And when Jesus was entered into Capernaum, there came unto him a centurion, beseeching him, (KJB)

Og tá ið Jesus var farin inn í Ca-per´na-um, kom ein hundraðsovasti til hansara, bønandi hann, (F)

Táið Hann so var komin inn í Kapernaum, kom høvuðsmaður til Hansara, bað Hann (VD)

Men tá ið hann var komin inn í Kapernaum, kom til hansara ein herhøvdingi og bað hann og segði: (JD)

Matthæus

8:7

And Jesus saith unto him, I will come and heal him. (KJB)

Og Jesus sigur við hann, Eg vil koma og grøða hann. (F)

Jesus segði við hann: »Eg skal koma og grøða hann!« (VD)

Hann sigur við hann: »Eg skal koma og gera hann frískan.« (JD)

Matthæus

8:29

And, behold, they cried out, saying, What have we to do with thee, Jesus, thou Son of God? art thou come hither to torment us before the time? (KJB)

Og, sí, teir geylaðu út, sigandi, Hvat hava vit at gera við teg, Jesus, tú Sonur Guðs? ert tú komin higar at pínsla okkum áðrenn tíðina? (F)

Teir róptu: »Hvat hava vit við Teg at gera, Tú Sonur Guds! Ert Tú komin higar at pína okkum, áðrenn tíð er?« (VD)

Og sí, teir rópaðu og søgdu: »Hvat hava vit at gera við teg, tú sonur Guðs? Ert tú komin higar, áðrenn tíðin er, at pína okkum?« (JD)

Matthæus

9:12

But when Jesus heard that, he said unto them, They that be whole need not a physician, but they that are sick. (KJB)

Men tá ið Jesus hoyrdi tað, segði hann við teir, Teimum ið eru heilir tarvast ikki lækna, men teimum ið eru sjúkir. (F)

Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: »Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum! (VD)

Men tá ið hann hoyrdi tað, segði hann: »Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið hava ilt. (JD)

Matthæus

9:22

But Jesus turned him about, and when he saw her, he said, Daughter, be of good comfort; thy faith hath made thee whole. And the woman was made whole from that hour. (KJB)

Men Jesus vendi sær runt, og tá ið hann sá hana, segði hann, Dóttir, ver við góða uggan; trúgv tín hevur gjørt teg heila. Og kvinnan varð gjørd heil frá tí tíma. (F)

Tá vendi Jesus Sær á, og táið Hann sá hana, segði Hann: »Ver hugreyst, dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg.« Og kvinnan varð grødd frá somu stund. (VD)

Men hann vendi sær á, og tá ið hann sá hana, segði hann: »Hav tú gott treysti, dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg.« Og konan varð frísk frá teirri somu stund. (JD)

Matthæus

12:25

And Jesus knew their thoughts, and said unto them, Every kingdom divided against itself is brought to desolation; and every city or house divided against itself shall not stand: (KJB)

Og Jesus kendi hugsanir teirra, og segði við teir, Hvørt kongadømi sundurdeilt ímóti sær sjálvum verður ført til oyðingar; og hvør staður ella hús sundurdeilt ímóti sær sjálvum skal ikki standa: (F)

Men Jesus, sum vitsti, hvat teir hugsaðu, segði við teir: »Hvørt ríki, sum kemur í stríð við seg sjálvt, legst í oyði, og eingin býur, sum kemur í stríð við seg sjálvan, verður standandi, einki hús heldur. (VD)

Men við tað at hann kendi hugsan teirra, segði hann við teir: »Hvørt ríki, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, verður lagt oyðið; og hvør bygd og hvørt heim, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, kann ikki standa við. (JD)

Matthæus

13:36

Then Jesus sent the multitude away, and went into the house: and his disciples came unto him, saying, Declare unto us the parable of the tares of the field. (KJB)

Tá sendi Jesus mannfjøldina avstað, og fór inn í húsið: og lærusveinar hansara komu til hansara, sigandi, Greið okkum dømisøguna um illgresið í akrinum. (F)

So læt Hann fólkið fara og fór til hús. Og lærisveinar Hansara komu til Hansara og søgdu: »Útlegg okkum líknilsið um illgrasið í veltuni!« (VD)

So fór hann frá mannamúgvunum og kom heim til húsa. Og lærusveinar hansara komu til hansara og søgdu: »Grein fyri okkum líknilsið um illgresið í kornveltuni.« (JD)

Matthæus

13:51

Jesus saith unto them, Have ye understood all these things? They say unto him, Yea, Lord. (KJB)

Jesus sigur við teir, Hava tit skilt allar hesar lutir? Teir siga við hann, Ja, Harri. (F)

Hava tit fatað alt hetta?« Teir svaraðu Honum: »Ja.« (VD)

Fataðu tit hetta alt?« Teir siga við hann: »Ja.« (JD)

Matthæus

14:14

And Jesus went forth, and saw a great multitude, and was moved with compassion toward them, and he healed their sick. (KJB)

Og Jesus fór fram, og sá eina mikla mannfjøld, og varð rørdur við várkunn mótvegis teimum, og hann grøddi tey sjúku teirra. (F)

Táið Hann kom á land, sá Hann tí nógv fólk har; og Honum tykti hjartaliga synd í teimum, og Hann grøddi tey av teimum, sum sjúk vóru. (VD)

Og tá ið hann steig upp á land, sá hann eina stóra mannfjøld, og honum tókti hjartaliga synd í teimum, og hann grøddi tey av teimum, ið sjúk vóru. (JD)

Matthæus

14:22

And straightway Jesus constrained his disciples to get into a ship, and to go before him unto the other side, while he sent the multitudes away. (KJB)

Og beinanvegin noyddi Jesus lærusveinar sínar at fara inn í ein bát, og at fara undan honum yvir hinumegin, meðan hann sendi mannamúgvurnar avstað. (F)

Við tað sama noyddi Hann nú lærisveinar Sínar at fara í bátin og fara undan Sær yvir um aftur vatnið, meðan Hann læt fólkið fara. (VD)

Og við tað sama noyddi hann lærusveinarnar at fara í bátin og fara undan honum yvir um hinumegin, meðan hann læt mannamúgvurnar fara avstað. (JD)

Matthæus

14:25

And in the fourth watch of the night Jesus went unto them, walking on the sea. (KJB)

Og í hini fjórðu náttarvøku fór Jesus til teirra, gangandi á sjónum. (KJB)

Í fjórðu náttarvøku kom nú Jesus til teirra, gangandi á vatninum. (VD)

Og í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra gangandi eftir vatninum. (JD)

Matthæus

15:16

And Jesus said, Are ye also yet without understanding? (KJB)

Og Jesus segði, Eru tit eisini enn uttan skil? (F)

Hann segði: »Fata eisini tit so lítið enn? (VD)

Men hann segði: »Eru tit við so skilaleysir enn? (JD)

Matthæus

15:30

And great multitudes came unto him, having with them those that were lame, blind, dumb, maimed, and many others, and cast them down at Jesus' feet; and he healed them: (KJB)

Og miklar mannfjøldir komu til hansara, havandi við sær tey sum vóru lamin, blind, málleys, vanfør, og mong onnur, og kastaðu tey niður við føtur Jesu; og hann grøddi tey: (F)

Tá kom nógv fólk til Hansara; tey høvdu við sær lamin, blind, stumm, kryplar og mong onnur; tey løgdu tey fyri føtur Hansara; og Hann grøddi tey - (VD)

Og stórar mannamúgvur komu til hansara og høvdu við sær lamin, blind, dumm, kryplar og mong onnur; og tey kastaðu tey niður fyri føtur hansara. Og hann grøddi tey; (JD)

Matthæus

16:20

Then charged he his disciples that they should tell no man that he was Jesus the Christ. (KJB)

Tá álegði hann lærusveinum sínum at teir ongum manni skuldu siga at hann var Jesus Christurin. (F)

Tá álegði Hann lærisveinum Sínum, at teir máttu ongum siga, at Hann var Kristus. (VD)

Tá beyð hann lærusveinunum ongum at siga frá, at hann var Kristus. (JD)

Matthæus

17:11

And Jesus answered and said unto them, Elias truly shall first come, and restore all things. (KJB)

Og Jesus svaraði og segði við teir, E-li´-as sanniliga skal fyrst koma, og endurbøta allar lutir. (F)

Hann svaraði: »Víst kemur Elias og skal beina alt aftur í lag; (VD)

Men hann svaraði teimum og segði: »Væl kemur Elia og skal føra alt aftur í lag; (JD)

Matthæus

17:20

And Jesus said unto them, Because of your unbelief: for verily I say unto you, If ye have faith as a grain of mustard seed, ye shall say unto this mountain, Remove hence to yonder place; and it shall remove; and nothing shall be impossible unto you. (KJB)

Og Jesus segði við teir, Uppá grund av vantrúgv tykkara: tí sanniliga sigi eg tykkum, Um tit hava trúgv sum eitt sinnops-korn, skulu tit siga við hetta fjall, Burtflyt hiðan til hasa staðar; og tað skal burtflyta; og einkið skal vera ógjørligt tykkum. (F)

Hann svaraði teimum: »Tí tit eru so vantrúnir! Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv sum sinopskorn, kunnu tit siga við hetta fjall: »Flyt teg hiðani og hagar!« og tað skal flyta seg. Og einki skal vera tykkum ómøguligt. (VD)

Men hann segði við teir: »Av tí at tit eru so fátrúnir. Tí at sanniliga sigi eg tykkum: um tit hava trúgv sum eitt sinopskorn, tá kunnu tit siga við hetta fjallið: »Flyt teg hiðani og hagar,« og tað skal flyta seg, og einki skal verða ógjørligt hjá tykkum. (JD)

Matthæus

18:2

And Jesus called a little child unto him, and set him in the midst of them, (KJB)

Og Jesus kallaði eitt lítið barn til sín, og setti tað í miðju teirra, (F)

Tá rópti Hann lítið barn til Sín, læt tað standa mitt ímillum teirra (VD)

Og hann kallaði eitt lítið barn til sín og setti tað mitt inn ímillum teirra (JD)

Matthæus

22:37

Jesus said unto him, Thou shalt love the Lord thy God with all thy heart, and with all thy soul, and with all thy mind. (KJB)

Jesus segði við hann, Tú skalt elska Harran Guð tín við øllum hjarta tínum, og við allari sál tíni, og við øllum huga tínum. (F)

Hann svaraði honum: »»Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.« (VD)

Men hann segði við hann: » »Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!« (JD)

Matthæus

24:2

And Jesus said unto them, See ye not all these things? verily I say unto you, There shall not be left here one stone upon another, that shall not be thrown down. (KJB)

Og Jesus segði við teir, Síggja tit ikki allar hesar lutir? sanniliga sigi eg tykkum, Her skal ikki verða latin eftir ein steinur uppiá øðrum, sum skal ikki verða kastaður niður. (F)

Men Hann tók til orða og segði við teir: »Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga, sigi Eg tykkum: Her skal ikki verða latin steinur eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.« (VD)

Men hann tók til orða og segði við teir: »Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga sigi eg tykkum: her skal ikki liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.« (JD)

Markus

1:41

And Jesus, moved with compassion, put forth his hand, and touched him, and saith unto him, I will; be thou clean. (KJB)

Og Jesus, rørdur við várkunn, rætti fram hond sína, og nam við hann, og sigur við hann, Eg vil; veri tú reinur. (F)

Tá tykti Honum hjartaliga synd í honum; Hann rætti út hondina, nam við hann og segði: »Eg vil; verð reinur!« (VD)

Og honum tókti hjartaliga synd í honum, og hann rætti hondina út og nam við hann og sigur: »Eg vil, verð reinur!« (JD)

Markus

1:43

And he straitly charged him, and forthwith sent him away; (KJB)

Og strangliga álegði hann honum, og við tað sama sendi hann avstað; (F)

Tá koyrdi Jesus hann alt fyri eitt avstað, beyð honum strangliga (VD)

Og hann legði honum ríkan við og koyrdi hann avstað alt fyri eitt (JD)

Markus

5:13

And forthwith Jesus gave them leave. And the unclean spirits went out, and entered into the swine: and the herd ran violently down a steep place into the sea, (they were about two thousand;) and were choked in the sea. (KJB)

Og við tað sama gav Jesus teim loyvi. Og hinir óreinu andarnir fóru út, og fóru inn í svínini: og fylgið rann harðliga oman eitt bratt stað inn í sjógvin, (tey vóru um tvey túsund;) og vórðu kódnað í sjónum. (F)

Hann gav teimum loyvi til tað. Tá fóru hinir óreinu andarnir út og fóru í svínini; og fylgið, eini 2000 í tali, stoytti sær út av bakkanum í vatnið og druknaði í vatninum. (VD)

Og hann eftirlíkaði teimum. Og hinir óreinu andarnir fóru út og fóru í svínini; og fylgið stoyttist oman av hamrinum í vatnið, okkurt um tvey túsund í tali, og druknaði í vatninum. (JD)

Markus

5:19

Howbeit Jesus suffered him not, but saith unto him, Go home to thy friends, and tell them how great things the Lord hath done for thee, and hath had compassion on thee. (KJB)

Hvussu enn er loyvdi Jesus honum ikki, men sigur við hann, Far heim til vina tína, og sig teim hvussu miklar lutir Harrin hevur gjørt fyri teg, og hevur havt várkunn við tær. (F)

Hann gav honum tó ikki loyvi til tað, men segði við hann: »Far heim til tín sjálvs, til tíni egnu, og sig teimum frá stórverkunum, ið Harrin hevur gjørt fyri teg, og at Hann hevur miskunnað tær!« (VD)

Og hann loyvdi honum tað ikki, men sigur við hann: »Far tú heim til tín sjálvs og til húsfólk tíni og sig teimum, hvørjar stórar gerðir Harrin hevur gjørt ímóti tær, og hvussu hann hevur miskunnað tær.« (JD)

Markus

5:24

And Jesus went with him; and much people followed him, and thronged him. (KJB)

Og Jesus fór við honum: og mikið fólk fylgdi honum, og trongdi hann. (F)

Tá fór Hann avstað við honum, og nógv fólk fylgdi Honum, og tey troðkaðust um Hann. (VD)

Og hann fór við honum; og ein stór mannamúgva fylgdi honum, og tey troðkaðust um hann. (JD)

Markus

6:34

And Jesus, when he came out, saw much people, and was moved with compassion toward them, because they were as sheep not having a shepherd: and he began to teach them many things. (KJB)

Og Jesus, tá ið hann kom út, sá mikið fólk, og varð rørdur við várkunn mótvegis teimum, av tí at  tey vóru eins og seyðir, ei havandi hirða: og hann fór undir at læra tey mangar lutir. (F)

Táið Hann tí kom upp á land, sá Hann nógv fólk; og Honum tykti hjartaliga synd í teimum, tí tey vóru sum seyður, ið ongan hirða hevur; og Hann fór at læra tey nógv. (VD)

Og tá ið hann kom upp á land, sá hann eina stóra mannfjøld, og honum tókti hjartaliga synd í teimum, tí at tey vóru sum seyðir, ið ongan hirða hava; og hann tók undir at læra tey mangt. (JD)

Markus

7:27

But Jesus said unto her, Let the children first be filled: for it is not meet to take the children's bread, and to cast it unto the dogs. (KJB)

Men Jesus segði við hana, Lat børnini fyrst verða mettað: tí tað er ikki sámiligt at taka breyðið hjá børnunum, og at kasta hundunum tað. (F)

Men Hann segði við hana: »Lat børnini fyrst verða mett! Tað er ikki rætt at taka breyð barnanna og blaka tað fyri hinar smáu hundar.« (VD)

Og hann segði við hana: »Lat fyrst børnini eta seg mett; tí at tað er ikki vakurt at taka breyðið hjá børnunum og blaka hundunum tað.« (JD)

Markus

8:1

In those days the multitude being very great, and having nothing to eat, Jesus called his disciples unto him, and saith unto them, (KJB)

Í teimum døgum, mannfjøldin verandi sera mikil, og havandi einkið at eta, kallaði Jesus lærusveinar sínar til sín, og sigur við teir, (F)

Á hesum somu døgum, táið har aftur var nógv fólk, og tey einki høvdu at eta, rópti Hann lærisveinar Sínar og segði við teir: (VD)

Um hetta leitið, tá ið aftur stór mannamúgva var saman komin, og tey einki høvdu at eta, rópar hann lærusveinarnar til sín og sigur við teir: (JD)

Markus

8:17

And when Jesus knew it, he saith unto them, Why reason ye, because ye have no bread? perceive ye not yet, neither understand? have ye your heart yet hardened?

Og tá ið Jesus vitsti tað, sigur hann við teir, Hví umráðast tit, av tí at tit hava einkið breyð? fata tit ikki enn, eiheldur skilja? hava tit hjarta tykkara enn herdað? (F)

Men táið Hann varð varur við hetta, segði Hann við teir: »Hví tosa tit um tað, at tit einki breyð hava við? Fata tit ikki enn, og skilja tit ikki? Er hjarta tykkara so hart? (VD)

Og tá ið hann varð varur við hetta, sigur hann við teir: »Hví hugsa tit um tað, at tit einki breyð hava við? Skyna tit ikki enn, ella skilja tit ikki? Er hjartað í tykkum hert? (JD)

Markus

9:21

And he asked his father, How long is it ago since this came unto him? And he said, Of a child. (KJB)

Og hann spurdi faðir hansara, Hvussu langt er tað síðan hetta kom til hansara? Og hann segði, Frá barni av. (F)

Jesus spurdi nú faðir hansara: »Hvussu leingi hevur honum vitað so við?« Hann svaraði: »Frá tí hann var barn; (VD)

Og hann spurdi faðir hansara: »Hvussu langt er tað síðan, hetta kom á hann?« Men hann segði: »Frá barnaárunum. (JD)

Markus

10:52

And Jesus said unto him, Go thy way; thy faith hath made thee whole. And immediately he received his sight, and followed Jesus in the way. (KJB)

Og Jesus segði við hann, Far leið  tína; trúgv tín hevur gjørt teg heilan. Og í stundini móttók hann sjón sína, og fylgdi Jesusi á veginum. (F)

Jesus segði við hann: »Far avstað - trúgv tín hevur frelst teg!« Við tað sama fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi Honum á leið. (VD)

Men Jesus segði við hann: »Far tú avstað, trúgv tín hevur frelst teg!« Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum á leið. (JD)

Markus

11:11

And Jesus entered into Jerusalem, and into the temple: and when he had looked round about upon all things, and now the eventide was come, he went out unto Bethany with the twelve. (KJB)

Og Jesus fór inn í Jerusalem, og inn í templið: og tá ið hann hevði hugt runt umkring uppá allar lutir, og nú aftantíðin var komin, fór hann út til Be-tha´-ni-u við teim tólv. (F)

So fór Hann inn í Jerúsalem, í templið; og táið Hann hevði hugt at øllum, fór Hann út til Betania við hinum tólv, við tað at longu var vorðið kvøld. (VD)

Og hann fór inn í Jerúsalem og inn í halgidómin; og tá ið hann hevði hugt at øllum, fór hann út til Betániu við teimum tólv, av tí at tað longu var seint á degi. (JD)

Markus

11:14

And Jesus answered and said unto it, No man eat fruit of thee hereafter for ever. And his disciples heard it. (KJB)

Og Jesus tók til orða og segði við tað, Eingin maður eti ávøkst av tær hereftir um ævir. Og lærusveinar hansara hoyrdu tað. (F)

Tá tók Hann til orða og segði við tað: »Aldri í ævir skal nakar aftur eta ávøkst av tær!« Og lærisveinar Hansara hoyrdu tað. (VD)

Og hann tók til orða og segði við tað: »Onga tíð á ævini eti nakar frukt av tær meira!« Og lærusveinar hansara hoyrdu hetta. (JD)

Markus

11:15

And they come to Jerusalem: and Jesus went into the temple, and began to cast out them that sold and bought in the temple, and overthrew the tables of the moneychangers, and the seats of them that sold doves; (KJB)

Og teir koma til Jerusalem: og Jesus fór inn í templið, og fór undir at kasta út teir sum seldu og keyptu í templinum, og velti um koll borðini hjá peninga-vekslarunum, og sessirnar hjá teim sum seldu dúgvur; (F)

So komu teir til Jerúsalem; og Hann fór inn í templið og fór at reka út teir, sum seldu og keyptu í templinum; Hann koyrdi umkoll borð teirra, ið vekslaðu pening, og stólar teirra, ið seldu dúvur. (VD)

Og teir koma til Jerúsalem; og hann gekk inn í halgidómin og tók at reka út teir, sum seldu, og teir, sum keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. (JD)

Markus

12:41

And Jesus sat over against the treasury, and beheld how the people cast money into the treasury: and many that were rich cast in much. (KJB)

Og Jesus sat yvirav skattkamarinum, og skoðaði hvussu fólkið kastaði pening inn í skattkamarið: og mong sum vóru rík kastaðu inn mikið. (F)

Hann setti Seg nú beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu fólkið legði pening í kistuna. Mong rík løgdu nógv. (VD)

Og hann settist niður beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu mannfjøldin legði peningar í kistuna; og mong rík løgdu nógv. (JD)

Markus

14:22

And as they did eat, Jesus took bread, and blessed, and brake it, and gave to them, and said, Take, eat: this is my body. (KJB)

Og sum teir ótu, tók Jesus breyð, og vælsignaði, og breyt tað, og gav til teirra, og segði, Takið, etið: hetta er likam mítt. (F)

Meðan teir nú ótu, tók Hann breyð, signaði og breyt tað, gav teimum tað og segði: »Takið hetta! Hetta er likam Mítt.« (VD)

Og meðan teir fingu sær at eta, tók hann breyð, vælsignaði og breyt tað og gav teimum tað og segði: »Fáið tykkum, hetta er likam mítt!« (JD)

Markus

16:9

Now when Jesus was risen early the first day of the week, he appeared first to Mary Magdalene, out of whom he had cast seven devils. (KJB)

Nú, tá ið Jesus var upprisin árla hin fyrsta dag vikunnar, birtist hann fyrst fyri Mariu Mag-da-le´-nu, út úr hvørji hann hevði kastað sjey djevlar. (F)

Men táið Hann var risin upp, árla fyrsta dagin í vikuni, opinberaðist Hann fyrst fyri Mariu Magdalenu, sum Hann hevði rikið sjey illar andar út úr. (VD)

Men tá ið hann var risin upp árla hin fyrsta dagin í vikuni, opinberaðist hann fyrst fyri Mariu Magdalenu, henni, sum hann hevði rikið sjey illar andar út úr. (JD)

Lukas

5:34

And he said unto them, Can ye make the children of the bridechamber fast, while the bridegroom is with them? (KJB)

Og hann segði við teir, Kunnu tit fáa børn brúðarkamarsins at fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum? (F)

Jesus svaraði teimum: »Munnu tit fáa brúðmenninar at fasta, so leingi sum brúðgómurin er hjá teimum! (VD)

Men Jesus segði við teir: »Munnu tit kunna fáa brúðmenninar at fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum? (JD)

Lukas

7:19

And John calling unto him two of his disciples sent them to Jesus, saying, Art thou he that should come? or look we for another? (KJB)

Og Jóhannes kallandi til sín tveir av lærusveinum sínum sendi teir til Jesu, sigandi, Ert tú hann sum skuldi koma? ella vænta vit eftir einum øðrum? (F)

(7:18) Tá kallaði Jóhannes tveir lærisveinar sínar til sín, (7:19) sendi teir til Harran og læt siga: »Ert Tú tann, ið kemur, ella skulu vit vænta ein annan?« (VD)

Tá kallaði Jóhannes tveir av lærusveinum sínum til sín og sendi teir til Harrans og læt siga: »Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?« (JD)

Lukas

7:22

Then Jesus answering said unto them, Go your way, and tell John what things ye have seen and heard; how that the blind see, the lame walk, the lepers are cleansed, the deaf hear, the dead are raised, to the poor the gospel is preached. (KJB)

Svarandi segði Jesus tá við teir, Farið leið tykkara, og sigið Jóhannesi hvørjar lutir tit hava sæð og hoyrt; hvussu ið tey blindu síggja, tey lamnu ganga, tey spitølsku verða reinsað, tey deyvu hoyra, tey deyðu verða reist, fyri teimum fátæku verður gleðiboðskapurin prædikaður. (F)

Hann svaraði teimum tá: »Farið og sigið Jóhannesi frá tí, sum tit hava sæð og hoyrt: Blind síggja, lamin ganga, spitølsk verða reinsað, deyv hoyra, deyð rísa upp, og evangeliið verður boðað fátækum - (VD)

Og hann svaraði og segði við teir: »Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hava sæð og hoyrt: Blind fáa sjón, lamin ganga, spitølsk verða rein, deyv hoyra, deyð rísa upp, fátækum verður gleðiboðskapurin boðaður; (JD)

Lukas

7:37

And, behold, a woman in the city, which was a sinner, when she knew that Jesus sat at meat in the Pharisee's house, brought an alabaster box of ointment, (KJB)

Og, sí, ein kvinna í staðinum, sum var ein syndarinna, tá ið hon vitsti at Jesus sat til matar í húsi Pharisearans, kom við eini alabasturkrukku av salvu, (FKJ

Og har í býnum var syndafull kvinna; táið hon fekk at vita, at Hann sat til borðs heima hjá Farisearanum, kom hon við alabasturkrukku við salvu (VD)

Og sí, har var í bygdini ein syndafull kona; og tá ið hon fekk at vita av, at hann sat til borðs heima við hús hjá Farisearanum, kom hon við eini alabastur-krukku av smyrslum (JD)

Lukas

8:38

Now the man out of whom the devils were departed besought him that he might be with him: but Jesus sent him away, saying, (KJB)

Nú, maðurin út úr hvørjum djevlarnir vóru farnir avstað bønaði hann at hann mátti verða hjá honum: men Jesus sendi hann avstað, sigandi, (F)

Men maðurin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, bað Hann loyva sær at vera hjá Honum; men Hann læt hann fara frá Sær og segði: (VD)

Men maðurin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, bað hann um at sleppa at vera hjá honum; men hann læt hann fara frá sær og segði: (JD)

Lukas

8:42

For he had one only daughter, about twelve years of age, and she lay a dying. But as he went the people thronged him. (KJB)

Tí hann hevði eina einastu dóttur, umleið tólv ár til aldurs, og hon lá at doyggja. Men sum hann fór trongdi fólkið hann. (F)

tí einkadóttir hansara - hon var um tólv ár - lá og stríddist. Táið nú Jesus fór avstað, troðkaðist fólkið um Hann. (VD)

tí at einasta dóttirin, hann átti, um tólv ára gomul, lá at doyggja. Men meðan hann var á leiðini hagar, trongdust mannamúgvurnar uttan um hann. (JD)

Lukas

9:43

And they were all amazed at the mighty power of God. But while they wondered every one at all things which Jesus did, he said unto his disciples, (KJB)

Og tey vórðu øll ovfarin yvir máttugu kraft Guðs. Men meðan tey undraðust hvør og ein á allar lutir sum Jesus gjørdi, segði hann við lærusveinar sínar, (F)

Øll vóru tá sligin av undran yvir stórleika Guds. Men táið øll undraðust á alt tað, sum Hann gjørdi, segði Hann við lærisveinar Sínar: (VD)

Men tey stóðu øll heilt bilsin av hátign Guðs. Men meðan øll undraðust á alt tað, sum hann gjørdi, segði hann við lærusveinar sínar: (JD)

Lukas

9:60

Jesus said unto him, Let the dead bury their dead: but go thou and preach the kingdom of God. (KJB)

Jesus segði við hann, Lat teir deyðu jarða sínar deyðu: men far tú og prædika kongadømi Guðs. (F)

Tá segði Hann við hann: »Lat hini deyðu jarða síni deyðu, men far tú avstað og ber boð um ríki Guds!« (VD)

Men hann segði við hann: »Lat hini deyðu jarða síni deyðu; men far tú og boða Guðs ríki!« (JD)

Lukas

10:21

In that hour Jesus rejoiced in spirit, and said, I thank thee, O Father, Lord of heaven and earth, that thou hast hid these things from the wise and prudent, and hast revealed them unto babes: even so, Father; for so it seemed good in thy sight. (KJB)

Í tí tíma fegnaðist Jesus í anda, og segði, Eg takki tær, O Faðir, Harra himins og jarðar, at tú hevurt fjalt hesar lutir frá hinum vísu og vitru, og hevurt opinberað bróstabørnum teir; enntá so, Faðir; tí soleiðis tóktist tað gott í eygsjón tíni. (F)

Í somu stund fyltist Hann av gleði í Heilaga Andanum og segði: »Eg prísi Tær, Faðir, Harri Himmals og jarðar, at Tú hevur dult hetta fyri vísum og klókum og opinberað ómyndigum tað! Ja, Faðir! Tí so líkaði Tær, at verða skuldi. (VD)

Í teirri somu stund gjørdist hann glaður í heilagum anda og segði: »Eg lovi tær, faðir, harra himins og jarðar, fyri at tú hevur fjalt hetta fyri vísum og vitrum og opinberað tað fyri ómyndingum. Ja, faðir; tí at soleiðis hendi tað, sum tær líkar best. (JD)

Lukas

10:39

And she had a sister called Mary, which also sat at Jesus' feet, and heard his word. (KJB)

Og hon hevði eina systur nevnd Maria, sum eisini settist við føtur Jesu, og hoyrdi orðið hjá honum. (F)

Hon hevði systur, ið æt Maria; hon setti seg við føtur Harrans at lurta eftir tí, sum Hann segði. (VD)

Og hon átti eina systur, sum æt Maria; hon settist niður við føturnar á Jesusi og lýddi á talu hansara. (JD)

Lukas

10:41

And Jesus answered and said unto her, Martha, Martha, thou art careful and troubled about many things: (KJB)

Og Jesus svaraði og segði við hana, Martha, Martha, tú ert sútfull og órógvað um mangar lutir: (F)

Men Harrin svaraði henni: »Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum; (VD)

Men Harrin svaraði og segði við hana: »Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; (JD)

Lukas

13:2

And Jesus answering said unto them, Suppose ye that these Galilaeans were sinners above all the Galilaeans, because they suffered such things? (KJB)

Og takandi til orða segði Jesus við teir, Halda tit at hesir Galilæarar vóru  syndarar yvir øllum Galilæarunum, av tí at teir liðu slíkar lutir? (F)

Tá svaraði Hann teimum: »Halda tit, at hesir Galilearar vóru syndarar fram um allar aðrar Galilearar, fyri tað at teir hava liðið hetta? (VD)

Og hann svaraði og segði við teir: »Halda tit, at hesir Galileingarnir vóru størri syndarar enn allir aðrir Galileingar, av tí at teir hava verið fyri hesum. (JD)

Lukas

19:1

And Jesus entered and passed through Jericho. (KJB)

Og Jesus fór inn í og fór ígjøgnum Jericho. (F)

So kom Hann inn í Jeriko og fór ígjøgnum býin. (VD)

Og hann fór inn í Jeriko og helt ferðini har ígjøgnum. (JD)

Lukas

23:43

And Jesus said unto him, Verily I say unto thee, To day shalt thou be with me in paradise. (KJB)

Og Jesus segði við hann, Sanniliga sigi eg tær, Í dag skalt tú vera við mær í paradís. (F)

Hann svaraði honum: »Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!« (VD)

Og hann segði við hann: »Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!« (JD)

Lukas

24:36

And as they thus spake, Jesus himself stood in the midst of them, and saith unto them, Peace be unto you. (KJB)

Og sum teir soleiðis talaðu, stóð Jesus sjálvur í miðju teirra, og sigur við teir, Friður veri innat tykkum. (F)

Meðan teir nú tosaðu um hetta, stóð Hann sjálvur mitt ímillum teirra; og Hann segði við teir: »Friður veri við tykkum!« (VD)

Men best sum teir tala um hetta, stóð hann sjálvur mitt ímillum teirra; og hann sigur við teir: »Friður veri við tykkum!« (JD)

Jóhannes

1:40

One of the two which heard John speak, and followed him, was Andrew, Simon Peter's brother. (KJB)

Ein av teimum báðum sum hoyrdu Jóhannes tala, og fylgdu honum, var Andreas, bróðir Símon Pæturs. (F)

41 Annar av teimum báðum, ið hoyrdu tað, sum Jóhannes segði, og fóru aftan á Jesusi, var Andrias, bróðir Símun Pætur. (VD)

41 Andrias, bróðir Símun Pæturs, var annar av teimum báðum, sum høvdu hoyrt hetta av Jóhannesi og høvdu fylgt honum. (JD)

Jóhannes

3:2

The same came to Jesus by night, and said unto him, Rabbi, we know that thou art a teacher come from God: for no man can do these miracles that thou doest, except God be with him. (KJB)

Hin sami kom til Jesu á nátt, og segði við hann, Rabbi, vit vita at tú ert ein lærari komin frá Guði: tí eingin maður kann gera hesi kraftaverkini sum tú gert, uttan Guð veri við honum. (F)

Hann kom til Hansara á nátt og segði við Hann: »Rabbi! Vit vita, at Tú ert lærari, komin frá Gudi; tí eingin kann gera hesi tekin, sum Tú gert, uttan Gud er við honum.« (VD)

Hesin kom til hansara á nátt og segði við hann: »Rabbi, vit vita, at tú ert lærari, komin frá Guði; tí at eingin kann gera hesi tekin, sum tú gert, uttan Guð er við honum.« (JD)

Jóhannes

4:16

Jesus saith unto her, Go, call thy husband, and come hither. (KJB)

Jesus sigur við hana, Gakk, kalla mann tín, og kom higar. (F)

Hann segði við hana: »Far avstað og rópa mann tín og kom so higar!« (VD)

Hann sigur við hana: »Far avstað og rópa mann tín, og kom higar!« (JD)

Jóhannes

4:46

So Jesus came again into Cana of Galilee, where he made the water wine. And there was a certain nobleman, whose son was sick at Capernaum. (KJB)

So Jesus kom aftur inn í Cana av Galileu, hvar hann gjørdi vatnið vín. Og har var ein ávísur aðalsmaður, hvørs sonur var sjúkur í Ca-per´-na-um. (F)

Hann kom tá aftur til Kana í Galilea, har sum Hann hevði gjørt vatnið til vín. Í Kapernaum var ein embætismaður kongsins; hann hevði son liggjandi sjúkan. (VD)

Hann kom tá aftur til Kána í Galileu, har sum hann hevði gjørt vatnið til vín. Og har var ein kongsmaður í Kapernaum, sum sonurin lá sjúkur hjá. (JD)

Jóhannes

6:14

Then those men, when they had seen the miracle that Jesus did, said, This is of a truth that prophet that should come into the world. (KJB)

Hasir menninir, tá ið teir høvdu sæð kraftarverkið sum Jesus gjørdi, søgdu tá, Hesin er av sonnum hasin propheturin sum skuldi koma inn í heimin. (F)

Táið nú fólkið sá tekinið, ið Hann gjørdi, søgdu tey: »Vissuliga er hesin profeturin, ið koma skal í heimin!« (VD)

Tá ið nú fólkini sóu tað tekinið, sum hann hevði gjørt, søgdu tey: »Hesin er av sonnum profeturin, sum koma skal í heimin.« (JD)

Jóhannes

7:50

Nicodemus saith unto them, (he that came to Jesus by night, being one of them,) (KJB)

Nic-o-de´-mus sigur við teir, (hann ið kom til Jesu á nátt, verandi ein av teimum,) (F)

Nikodemus, sum var ein teirra - hann, sum einaferð áður hevði verið hjá Honum - segði við teir: (VD)

Nikodemus - hann sum fyrr var komin til hansara og sum var ein teirra - sigur við teir: (JD)

Jóhannes

8:20

These words spake Jesus in the treasury, as he taught in the temple: and no man laid hands on him; for his hour was not yet come. (KJB)

Hesi orðini talaði Jesus í skattkamarinum, sum hann frá-lærdi í templinum: og eingin maður legði hendur á hann; tí tími hansara var ikki enn komin. (F)

Hesi orð talaði Hann við tempulkistuna, meðan Hann lærdi í templinum; og eingin legði hond á Hann, tí tími Hansara var ikki komin enn. (VD)

Hesi orð talaði hann hjá tempulkistuni, meðan hann lærdi í halgidóminum; og eingin legði hond á hann, tí at tími hansara var enn ikki komin. (JD)

Jóhannes

8:21

Then said Jesus again unto them, I go my way, and ye shall seek me, and shall die in your sins: whither I go, ye cannot come. (KJB)

Tá segði Jesus aftur við teir, Eg fari leið mína, og tit skulu søkja eftir mær, og skulu doyggja í syndum tykkara: hvagar eg fari, kunnu tit ikki koma. (F)

Hann segði tá aftur við teir: »Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir Mær, og tit skulu doyggja í synd tykkara; hagar sum Eg fari, kunnu tit ikki koma.« (VD)

Hann segði nú aftur við teir: »Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir mær, og tit skulu doyggja í synd tykkara. Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma.« (JD)

Jóhannes

9:1

And as Jesus passed by, he saw a man which was blind from his birth. (KJB)

Og sum Jesus fór framvið, sá hann ein mann sum var blindur frá føðing sínari. (F)

Táið Hann nú fór longur, sá Hann mann, ið var føddur blindur. (VD)

Og tá ið hann gekk framvið, sá hann ein mann, sum var blindur frá føðingini. (JD)

Jóhannes

11:3

Therefore his sisters sent unto him, saying, Lord, behold, he whom thou lovest is sick. (KJB)

Tessvegna sendu systrar hansara til hansara, sigandi, Harri, sí, hann hvønn tú elskart er sjúkur. (F)

Tá sendu systrarnar Jesusi boð og lótu siga: »Harri! Hann, ið Tú elskar, er sjúkur.« (VD)

Systrarnar sendu tá boð til hansara og lótu siga við hann: »Harri, sí, tann sum tú elskar, er sjúkur.« (JD)

Jóhannes

11:45

Then many of the Jews which came to Mary, and had seen the things which Jesus did, believed on him. (KJB)

Mangir av Jødunum tá, sum komu til Mariu, og høvdu sæð teir lutir sum Jesus gjørdi, trúðu á hann. (F)

Nógvir av Jødunum, ið komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum Hann gjørdi, komu nú til trúgv á Hann. (VD)

Mangir av Jødunum, teir, sum komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum hann gjørdi, trúðu nú á hann. (JD)

Jóhannes

13:3

Jesus knowing that the Father had given all things into his hands, and that he was come from God, and went to God; (KJB)

Jesus vitandi at Faðirin hevði givið allar lutir inn í hendur hans, og at hann var komin frá Guði, og fór til Guðs; (F)

Og Jesus vitsti, at Faðirin hevði givið Honum alt í hendur, og at Hann var gingin út frá Gudi og fór til Gud. (VD)

og tá ið hann visti, at faðirin hevði givið honum allar lutir í hendur, og at hann var komin frá Guði og fór til Guðs, (JD)

Jóhannes

19:39

And there came also Nicodemus, which at the first came to Jesus by night, and brought a mixture of myrrh and aloes, about an hundred pound weight. (KJB)

Og har kom eisini Nic-o-de´-mus, sum í fyrstani kom til Jesu um nátt, og kom við eini blanding av myrru og a-lo-e´-um, umleið eitt hundrað pund í vekt. (F)

Eisini Nikodemus kom, hann, sum fyrstu ferð var komin til Jesus á nátt; hann hevði við sær blanding av myrra og aloe, eini 100 pund. (VD)

Men Nikodemus, hann sum í fyrstuni var komin til hansara um náttina, kom eisini og hevði við sær okkurt um hundrað pund av eini blanding av myrru og aloe. (JD)

Gerningar

3:26

Unto you first God, having raised up his Son Jesus, sent him to bless you, in turning away every one of you from his iniquities. (KJB)

Tykkum hevur Guð fyrst, havandi reist upp Son sín Jesus, sent hann at vælsigna tykkum, í at hvør og ein av tykkum vendir sær burtur frá misgerðum sínum. (F)

Til tykkara fyrst sendi Gud tænara Sín, táið Hann reisti Hann upp, at signa tykkum, táið ein og hvør tykkara vendir við frá illverkum sínum.« (VD)

Fyri tykkum hevur Guð fyrst reist upp tænara sín, og hevur sent hann at vælsigna tykkum, við tað at ein og hvør tykkara vendir sær frá illskapi sínum.« (JD)

Gerningar

7:45

Which also our fathers that came after brought in with Jesus into the possession of the Gentiles, whom God drave out before the face of our fathers, unto the days of David; (KJB)

Hvørt eisini fedrar várir ið komu aftaná førdu inn við Jesusi inn í ogn Heidninganna, hvørjar Guð dreiv út undan andliti fedra vára, at døgum Dávids; (F)

Hetta tóku fedrar okkara í arv og fluttu tað við Josva inn í landið, sum heidningarnir áttu, ið Gud rak burtur frá ásjón fedra okkara - líka til dagar Dávids. (VD)

Hetta tóku eisini fedrar okkara í arv og fluttu tað við Jósva inn í landið, sum heidningarnir sótu við, teir sum Guð rak út undan fedrum okkara, líka til Dávids dagar. (JD)

Gerningar

9:20

And straightway he preached Christ in the synagogues, that he is the Son of God. (KJB)

Og beinanvegin prædikaði hann Christ í synagogunum, at hann er Sonur Guðs. (F)

Og við tað sama prædikaði hann Jesus í sýnagogunum, at Hann er Sonur Guds. (VD)

Og við tað sama fór hann at prædika í samkomuhúsunum um Jesus, at hann er sonur Guðs. (JD)

Gerningar

9:29

And he spake boldly in the name of the Lord Jesus, and disputed against the Grecians: but they went about to slay him. (KJB)

Og hann talaði djarvliga í navni Harrans Jesu, og kjakaðist ímóti Grikkunum: men teir gingu um fyri at vega hann. (F)

og vitnaði hugreystur í navni Harrans. Og hann tosaði við Jødarnar, sum talaðu griskt, og hevði orðadrátt við teir. Teir royndu tá at drepa hann; (VD)

Og hann bæði talaði og hevði orðadrátt við Hellenistarnar; og teir høvdu í umbúna at taka hann av døgum. (JD)

Gerningar

10:48

And he commanded them to be baptized in the name of the Lord. Then prayed they him to tarry certain days. (KJB)

Og hann beyð tey at verða doypt í navni Harrans. Tá bóðu tey hann at dvølja ávísar dagar. (F)

Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Tey bóðu hann tá steðga har nakrar dagar. (VD)

Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Síðan bóðu tey hann steðga har nakrar dagar. (JD)

Gerningar

16:7

After they were come to Mysia, they assayed to go into Bithynia: but the Spirit suffered them not. (KJB)

Eftir at teir vóru komnir til My´-si-u, royndu teir at fara inn í Bithy´-ni-u: men Andin loyvdi teim ei. (F)

Táið teir vóru komnir at Mýsia, royndu teir at halda fram til Bitýnia, men Andi Jesusar loyvdi teimum tað ikki. (VD)

Og tá ið teir vóru komnir at Mýsiu, royndu teir at fara til Betýniu, og Jesu andi loyvdi teimum tað ikki. (JD)

Gerningar

18:25

This man was instructed in the way of the Lord; and being fervent in the spirit, he spake and taught diligently the things of the Lord, knowing only the baptism of John. (KJB)

Hesin maður var undirvístur í vegi Harrans; og verandi brennandi í andanum, talaði hann og frálærdi greiniliga lutir Harrans, kennandi einans dóp Jóhannesar. (F)

Hann var lærdur veg Harrans, og við tað at hann var brennandi í andanum, talaði hann og lærdi skilagott um Jesus, tóat hann bert kendi dóp Jóhannesar. (VD)

Hann hevði verið upplærdur um veg Harrans, og brennandi í andanum talaði hann og lærdi greiniliga um Jesus, tó at hann bert kendi dóp Jóhannesar. (JD)

Gerningar

19:10

And this continued by the space of two years; so that all they which dwelt in Asia heard the word of the Lord Jesus, both Jews and Greeks. (KJB)

Og hetta helt áfram yvir bilið á tvey ár; so at allir teir ið dvaldust í Asiu hoyrdu orð Harrans Jesu, bæði Jødar og Grikkar. (F)

Hetta vardi við í tvey ár, so at øll, sum í Asia búðu, fingu at hoyra orð Harrans, bæði Jødar og Grikkar. (VD)

Og hetta vardi við í tvey ár, so at øll tey, sum búðu í Ásiu, fingu at hoyra orð Harrans, bæði Jødar og Grikkar. (JD)

Gerningar

24:24

And after certain days, when Felix came with his wife Drusilla, which was a Jewess, he sent for Paul, and heard him concerning the faith in Christ. (KJB)

Og eftir ávísar dagar, tá ið Felix kom við konu síni Dru-sil´-lu, sum var ein Jødinna, sendi hann eftir Paulusi, og hoyrdi hann viðvíkjandi trúnni á Christ. (F)

Nakrar dagar eftir kom Feliks við konu síni, Drusillu, sum var jødisk; hann sendi so boð eftir Paulusi og hoyrdi hann um trúnna á Kristus Jesus. (VD)

Tá ið nakrir dagar vóru farnir, kom Feliks við Drusillu, konu síni, sum var av Jøda ætt, og sendi boð eftir Paulusi, og lýddi á talu hansara um trúnna á Krist Jesus. (JD)

Romverjar

1:3

Concerning his Son Jesus Christ our Lord, which was made of the seed of David according to the flesh; (KJB)

Viðvíkjandi Syni sínum Jesusi Christi Harra várum, sum varð gjørdur av sáði Dávids sam-svarandi við kjøtið; (F)

um Son Hansara, sum eftir holdinum er føddur av ætt Dávids, (VD)

um son hansara, sum eftir holdinum er føddur av Dávids ætt, (JD)

Romverjar

1:4

And declared to be the Son of God with power, according to the spirit of holiness, by the resurrection from the dead: (KJB)

Og yvirlýstur at vera Sonur Guðs við kraft, samsvarandi við heilagleiks-andan, við uppreisnini frá hinum deyðu: (F)

og sum eftir Anda heilagleikans er við kraft prógvaður at vera Sonur Guds við uppreisn frá hinum deyðu - Jesus Kristus, Harra okkara. (VD)

men eftir anda heilagleikans er veldigliga prógvaður at vera sonur Guðs við uppreisn frá deyðum, Jesus Krist, váran harra, (JD)

Romverjar

15:8

Now I say that Jesus Christ was a minister of the circumcision for the truth of God, to confirm the promises made unto the fathers: (KJB)

Nú, eg sigi at Jesus Christus var ein tænari hjá umskeringini fyri sannleika Guðs, at staðfesta fyrijáttanirnar gjørdar fedrunum: (F)

Eg sigi: Kristus er vorðin tænari hinna umskornu til vitnisburð um, at Gud er sannorðaður - fyri at staðfesta lyftini til fedrarnar; (VD)

Tí at eg sigi, at Kristus er vorðin tænari fyri umskorin fyri Guðs sannføris skuld, fyri at staðfesta tær fyrijáttanir, sum fedrunum vóru givnar, (JD)

Romverjar

16:18

For they that are such serve not our Lord Jesus Christ, but their own belly; and by good words and fair speeches deceive the hearts of the simple. (KJB)

Tí teir sum eru slíkir tæna ikki Harra várum Jesusi Christi, men teirra egna búki; og við góðum orðum og føgrum talum villleiða teir hjørtuni á teimum einføldu. (F)

Tí slík tæna ikki Harra okkara Kristusi, men sínum egna búki; og við søtum orðum og fagrari talu dára tey hjørtu hinna einfaldu. (VD)

Tí at slíkir tæna ikki harra okkara, Kristi, men heldur sínum egna búki, og við fagurlátum og blíðmæltum orðum dára teir hjørtuni í góðvarnum. (JD)

I. Corinth

16:22

If any man love not the Lord Jesus Christ, let him be Anathema Maranatha. (KJB)

Um nakar maður elski ikki Harran Jesus Christ, lat hann vera A-na´-the-ma Ma´-ran-a-tha. (F)

Um onkur elskar ikki Harran, hann veri bannaður! Marana, ta! (VD)

Um onkur elskar ikki Harran, hann veri bannaður! Marana, ta! (VD)

II. Corinth

4:6

For God, who commanded the light to shine out of darkness, hath shined in our hearts, to give the light of the knowledge of the glory of God in the face of Jesus Christ. (KJB)

Tí Guð, hvør beyð ljósinum at skína út úr myrkri, hevur skinið í hjørtum okkara, at geva ljósið av kunnleikanum til dýrd Guðs í andliti Jesu Christs. (F)

Tí Gud, sum beyð, at ljós skuldi skína fram úr myrkri, er tann, ið hevur latið tað skína í hjørtum okkara, fyri at kunnskapurin um dýrd Guds í ásjón Jesu Krists skuldi lýsa fram. (VD)

Tí at Guð, sum segði: »Úr myrkrinum skal ljós skína fram!« hann læt tað skína í hjørtum okkara, fyri at lata kunnleikan um Guðs dýrd í ásjón Krists lýsa fram. (JD)

II. Corinth

5:18

And all things are of God, who hath reconciled us to himself by Jesus Christ, and hath given to us the ministry of reconciliation; (KJB)

Og allir lutir eru av Guði, hvør hevur endursónað okkum til sín sjálvs við Jesusi Christi, og hevur givið til okkara endursóningar-tænastuna; (F)

Og alt er tað frá Gudi, sum við Kristusi samdi okkum við Seg sjálvan og gav okkum tænastu sáttarinnar. (VD)

Men alt er frá Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðar-tænastuna; (JD)

Galatarar

5:24

And they that are Christ's have crucified the flesh with the affections and lusts. (KJB)

Og teir sum eru Christs hava krossfest kjøtið við lystunum og girndunum. (F)

Og tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, hava krossfest holdið við lystum og girndum tess. (VD)

Men tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, tey hava krossfest holdið við lystunum og girndunum. (JD)

Galatarar

6:15

For in Christ Jesus neither circumcision availeth any thing, nor uncircumcision, but a new creature. (KJB)

Tí í Christi Jesusi hvørki umskering gagnar nakað, ella óumskering, men ein nýggjur skapningur. (F)

Tí hvørki tað at vera umskorin ella tað at vera óumskorin er nakað; alt varir um at vera nýggjur skapningur. (VD)

Tí at hvørki er umskering nakað ella yvirhúð, men eina nýggjur skapningur. (JD)

Ephesarar

3:6

That the Gentiles should be fellowheirs, and of the same body, and partakers of his promise in Christ by the gospel: (KJB)

At Heidningarnir skuldu vera samarvingar, og av hinum sama likami, og luttakarar í fyrijáttan hansara í Christi við gleðiboðskapinum: (F)

At heidningarnir við eru arvingar, hoyra við til likamið og eiga part við í lyftinum í Kristi Jesusi við evangeliinum. (VD)

at heidningarnir eru samarvingar og samlimir og samluttiknir í fyrijáttanini í Kristi Jesusi við gleðiboðskapinum, (JD)

Ephesarar

3:9

And to make all men see what is the fellowship of the mystery, which from the beginning of the world hath been hid in God, who created all things by Jesus Christ: (KJB)

Og at fáa allar menn at sjá hvat er samfelag loyndar-dómsins, sum frá byrjan veraldarinnar hevur verið fjaldur í Guði, hvør allar lutir skapaði við Jesusi Christi: (F)

og at upplýsa øll um, hvussu húshaldið er við loyndarmálinum, ið frá ævigum tíðum hevur verið fjalt í Gudi, sum alt hevur skapt (VD)

og at upplýsa allar um, hvussu tað er við húshaldinum við hesum loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið fjaldur í Guði, sum allar lutir hevur skapað, (JD)

Ephesarar

3:14

For this cause I bow my knees unto the Father of our Lord Jesus Christ, (KJB)

Fyri hesa grund eg boyggi knæ míni at Faðir várs Harra Jesu Christs, (F)

Tí er tað, eg boyggi knø míni fyri Faðirinum (VD)

Tí er tað, eg boyggi knø míni fyri Faðirinum (VD)

Colossensarar

1:2

To the saints and faithful brethren in Christ which are at Colosse: Grace be unto you, and peace, from God our Father and the Lord Jesus Christ. (KJB)

Til hinna heilagu og trúføstu brøðra í Christi sum eru í Co-los´-se: Náði veri innat tykkum, og friður, frá Guði Faðir várum og Harranum Jesusi Christi. (F)

- til hinar heiløgu og trúgvandi brøður í Kristusi í Kolosse. Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara! (VD)

til hinar heilagu og trúgvandi brøðurnar í Kolossu, sum hoyra Kristi til: náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum! (JD)

Colossensarar

1:28

Whom we preach, warning every man, and teaching every man in all wisdom; that we may present every man perfect in Christ Jesus: (KJB)

Hvønn vit prædika, ávarandi hvønn mann, og lærandi hvønn mann í øllum vísdómi; at vit mega seta fram hvønn mann fullkomnan í Christi Jesusi: (F)

Hann kunngera vit, táið vit áminna hvørt menniskja og læra hvørt menniskja við øllum vísdómi, fyri at kunna leiða hvørt menniskja fram, fullkomið í Kristusi. (VD)

Og hann boða vit, við tað at vit áminna hvønn mann og læra hvønn mann við øllum vísdómi, fyri at vit kunnu leiða hvønn mann fram fullkomnan í Kristi; (JD)

Collosensarar

4:12

Epaphras, who is one of you, a servant of Christ, saluteth you, always labouring fervently for you in prayers, that ye may stand perfect and complete in all the will of God. (KJB)

Ep´-a-phras, hvør er ein av tykkum, ein tænari Christs, letur heilsa tykkum, altíð strevandi inniliga fyri tykkum í bønum, at tit mega standa fullkomnir og fullførir í øllum vilja Guðs. (F)

Epafras letur heilsa tykkum, hann, sum er úr býi tykkara - tænari Krists Jesu, sum altíð stríðir fyri tykkum í bønum sínum, at tit skulu standa fullkomin og fullvís í øllum vilja Guds. (VD)

Epafras letur heilsa tykkum, hann sum er frá bygd tykkara, ein Krists Jesu tænari, sum altíð stríðir fyri tykkum í bønum sínum, fyri at tit mega standa fullkomnir og fullvísir í øllum vilja Guðs. (JD)

II Thess

2:8

And then shall that Wicked be revealed, whom the Lord shall consume with the spirit of his mouth, and shall destroy with the brightness of his coming: (KJB)

Og tá skal hasin Vondi verða opinberaður, hvønn Harrin skal upptæra við anda munns síns, og skal oyðileggja við bjartleikanum av komu síni: (F)

og tá skal hin lógleysi stíga fram, hann, sum Harrin Jesus skal drepa við anda muns Síns og gera til einkis við opinbering komu Sínar. (VD)

og tá skal lógloysingurin verða opinberaður, - hann sum Harrin Jesus skal týna við anda muns síns og forkoma við opinbering komu sínar - (JD)

II. Tim

4:22

The Lord Jesus Christ be with thy spirit. Grace be with you. Amen. (KJB)

Harrin Jesus Christus veri við anda tínum. Náði veri við tykkum. Amen. (F)

Harrin Jesus veri við anda tínum! Náðin veri við tykkum! (VD)

Harrin veri við tínum anda! Náðin veri við tykkum! (JD)

Philemon

1:6

That the communication of thy faith may become effectual by the acknowledging of every good thing which is in you in Christ Jesus. (KJB)

At samfelagið av trúgv tíni má gerast árinssamt við viðurkenningini av hvørjum góðum luti sum er í tykkum í Christi Jesusi. (F)

fyri at felagsskapur tín í trúnni kann verða virksamur fyri Kristus í hinum fulla kunnleika um alt hitt góða, sum í tykkum er. (VD)

fyri at felagsskapur tín í trúnni má verða virksamur fyri Krist í kunnleika um alt tað góða, sum er í tykkum. (JD)

Hebrearar

4:8

For if Jesus had given them rest, then would he not afterward have spoken of another day. (KJB)

Tí um Jesus hevði givið teim hvíld, tá vildi hann ikki aftaná havt talað um ein annan dag. (F)

- Tí hevði Josva leitt tey til hvílu, so hevði Gud ikki talað um ein annan dag seinni. (VD)

Tí at hevði Jósva latið teir fáa hvíld, tá mundi hann ikki hava talað um ein annan dag aftaná. (JD)

I. Pætur

5:14

Greet ye one another with a kiss of charity. Peace be with you all that are in Christ Jesus. Amen. (KJB)

Heilsið tit hvør øðrum við vælvildar-kossi. Friður veri við tykkum øllum sum eru í Christi Jesusi. A´-men. (F)

Heilsið hvør øðrum við kærleikskossi! Friður veri við øllum tykkum, sum eru í Kristusi! (VD)

Heilsið hvør øðrum við kærleiks kossi. Friður veri við tykkum øllum, sum eru í Kristi! (JD)

Judas

1:25

To the only wise God our Saviour, be glory and majesty, dominion and power, both now and ever. Amen. (KJB)

Til hins einasta vísa Guðs várs Frelsara, veri dýrd og hátign, harradømi og máttur, bæði nú og ævir. Amen.

Honum, hinum einasta Gudi, Frelsara okkara við Jesusi Kristi, Harra okkara, tilhoyrir dýrd, hátign, styrki og máttur, framman undan allari tíð, nú og í allar ævir. Amen. (VD)

hinum einasta Guði, frelsara várum fyri Jesus Krist, váran harra, veri dýrd, hátign, vald og máttur fyri allar ævir og nú og um allar ævir! Amen. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár gjørt umvendingar føsta sodomi fótnotur Amen

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF Antioch vs Alexandria - PDF

facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri
Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher


Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA