Matthæus

12:31

Wherefore I say unto you, All manner of sin and blasphemy shall be forgiven unto men: but the blasphemy against the Holy Ghost shall not be forgiven unto men. (KJB)

Hvørsvegna eg sigi tykkum, Alt slag av synd og Guðs-spottan skal verða fyrigivin monnum: men Guðs-spottanin ímóti Heilaga Andanum skal ikki verða fyrigivin monnum. (F)

Tí sigi Eg tykkum: Øll synd og spottan skal verða menniskjum fyrigivin; men spottan móti Andanum skal ikki verða fyrigivin. (VD)

Tí sigi eg tykkum: Hvør synd og spottan skal verða monnum fyrigivin, men spottan ímóti andanum skal ikki verða fyrigivin. (JD)

Matthæus

25:31

When the Son of man shall come in his glory, and all the holy angels with him, then shall he sit upon the throne of his glory: (KJB)

Tá ið Menniskjusonurin skal koma í dýrd síni, og allir hinir heilagu einglar við honum, tá skal hann sita uppiá trónu dýrdar sínar: (F)

Men táið Menniskjasonurin kemur í dýrd Síni, og allir einglarnir koma við Honum, skal Hann sita í hásæti dýrdar Sínar. (VD)

Men tá ið menniskjusonurin kemur í dýrd síni og allir einglarnir við honum, tá skal hann sita í dýrdarhásæti sínum. (JD)

Jóhannes

7:39

(But this spake he of the Spirit, which they that believe on him should receive: for the Holy Ghost was not yet given; because that Jesus was not yet glorified.) (KJB)

(Men hetta talaði hann um Andan, sum teir sum trúgva á hann skuldu móttaka: tí Heilagi Andin var ikki enn givin; av tí at Jesus var ikki enn dýrð-mettur.) (F)

Hetta segði Hann um Andan, ið tey skuldu fáa, sum trúðu á Hann; tí Heilagi Andin var ikki enn, av tí at Jesus var ikki enn vorðin dýrmætur. (VD)

Men hetta segði hann um andan, sum teir, ið trúðu á hann, skuldu fáa; tí at enn var andin ikki komin, við tað at Jesus enn ikki var vorðin dýrmettur. (JD)

Gerningar

Apostlanna

6:3


Wherefore, brethren, look ye out among you seven men of honest report, full of the Holy Ghost and wisdom, whom we may appoint over this business. (KJB)

Hvørsvegna, brøður, hyggið tit út tykkara millum sjey menn av ærligum ummæli, fullir av Heilaga Andanum og vísdómi, hvørjar vit mega skipa yvir hesum starvi. (F)

Útveljið tí millum tykkara, brøður, sjey menn, sum hava góðan vitnisburð um seg og eru fullir av Anda og vísdómi! Teir skulu vit so seta at røkja hetta starv. (VD)

Hyggið tykkum tí, brøður, um eftir sjey monnum tykkara millum, sum hava gott orð á sær og eru fullir av heilagum anda og vísdómi, teir vilja vit so seta yvir hesum starvi. (JD)

Fyrri

Corintharar

2:13

Which things also we speak, not in the words which man's wisdom teacheth, but which the Holy Ghost teacheth; comparing spiritual things with spiritual. (KJB)

Hvørjar lutir vit eisini tala, ikki í orðunum sum vísdómur mans lærir, men sum Heilagi Andin lærir; berandi saman andaligar lutir við andaligar. (F)

Tað tala vit eisini um, ikki við orðum, ið menniskjaligur vísdómur lærir, men við orðum, ið Andin lærir, táið vit týða hitt andaliga við andaligum orðum. (VD)

og tað tala vit um, ikki við orðum, sum eru lærd av menniskjuligum vísdómi, men við orðum, sum eru lærd av andanum, við tað at vit týða andlig evni við andligum orðum*. (JD)

Fyrri

Thessalonica

5:27


I charge you by the Lord that this epistle be read unto all the holy brethren. (KJB)

Eg áleggi tykkum við Harran at hesin epistil verði lisin fyri øllum heilagu brøðrunum. (F)

Eg áleggi tykkum við Harranum at lata brævið verða lisið fyri øllum brøðrunum. (VD)

Eg leggi tykkum við Harranum dýran við, at tit lata brævið verða lisið upp fyri øllum brøðrunum. (JD)

Seinni

Pætur

1:21

For the prophecy came not in old time by the will of man: but holy men of God spake as they were moved by the Holy Ghost. (KJB)

Tí prophetïið kom ikki í gamlari tíð við vilja mans: men heilagir menn Guðs talaðu sum teir vórðu drivnir av Heilaga Andanum. (F)

Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds. (VD)

tí at onga tíð er nakað profetaorð borið fram av mannavilja, men menn frá Guði talaðu, drivnir av heilagum anda. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

18:20

Rejoice over her, thou heaven, and ye holy apostles and prophets; for God hath avenged you on her. (KJB)

Fegnast yvir henni, himin, og tit heilagu apostlar og prophetar; tí Guð hevur hevnt tykkum á henni.

Fegnast yvir henni, Himmal - og tit heiløgu, tit ápostlar og profetar - at Gud hevur hildið dóm yvir henni fyri tykkum!« (VD)

Fegnast yvir henni, tú himin, og tit heilagu, og tit ápostlar, og tit profetar, tí at Guð hevur hildið dóm fyri tykkum yvir henni!« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

22:6

And he said unto me, These sayings are faithful and true: and the Lord God of the holy prophets sent his angel to shew unto his servants the things which must shortly be done. (KJB)

Og hann segði við meg, Hesar framsagnir eru trúfastar og sannar: og Harrin Guð hinna heilagu propheta sendi eingil sín at sýna tænarum sínum hasar lutir sum mugu brátt verða gjørdir. (F)

Hann segði við meg: »Hesi orð eru trúverd og sonn; og Harrin, Gud anda profetanna, hevur sent eingil Sín at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt fer at henda. (VD)

Og hann segði við meg: »Hesi orð eru álítandi og sonn; og Harrin, Guð anda profetanna, sendi eingil sín til at sýna tænarum sínum tað, sum brátt skal henda. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár gjørt umvendingar føsta sodomi fótnotur Amen

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF Antioch vs Alexandria - PDF

facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri
Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher


Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA