Hebrearar

1:2


Hath in these last days spoken unto us by his Son, whom he hath appointed heir of all things, by whom also he made the worlds; (KJB)

Hevur í hesum síðstu døgum talað til okkara við Syni sínum, hvønn hann skipað hevur arvinga til øll ting, við hvørjum eisini hann gjørdi verøldirnar; (FKJ)

hevur Hann við endan á hesum døgum talað til okkara við Syninum, / sum Hann hevur sett til arvinga alra luta, og sum Hann eisini hevur skapt heimin við. (VD)

hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin, / sum hann setti til arvinga til allar lutir, og sum hann eisini hevur gjørt heimin við. (JD)

Hebrearar

1:3

Who being the brightness of his glory, and the express image of his person, and upholding all things by the word of his power, when he had by himself purged our sins, sat down on the right hand of the Majesty on high; (KJB)

Hvør, verandi bjartleikin av dýrd hansara, og úttrykkiliga myndin av persóni hansara, og haldandi uppi øllum tingum við orði kraftar sínar, tá ið hann við sær sjálvum hevði reinskað okkara syndir, settist niður við høgru hond Hátignarinnar á hæddini; (FKJ)

Hann er ljómi dýrdar Hansara og ímynd veru Hansara, og Hann ber alt við orði máttar Síns; tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini. (VD)

Hann sum er ljómin av dýrd hansara og avmyndin av veru hansara og ber allar lutir við orði veldis síns, hann settist, tá ið hann hevði gjørt reinsan fyri syndirnar, við høgru hond á hátignini á høgum himni, (JD)

Hebrearar

1:7

And of the angels he saith, Who maketh his angels spirits, and his ministers a flame of fire. (KJB)

Og um einglarnar sigur hann, Sum ger sínar einglar til andar, og sínar tænarar til ein loga av eldi. (FKJ)

Um einglarnar sigur Hann: »Hann ger einglar Sínar til vindar og tænarar Sínar til eldsloga«, (VD)

Og um einglarnar sigur hann: »Hann ger vindar til einglar sínar, og geisandi eld til sveinar sínar;« (JD)

Hebrearar

1:8

But unto the Son he saith, Thy throne, O God, is for ever and ever: a sceptre of righteousness is the sceptre of thy kingdom. (KJB)

Men við Sonin sigur hann, Tín tróna, O Guð, er um ævir og ævir: ein veldissproti av rættvísi er veldissproti kongadømis tíns. (FKJ)

men um Sonin: »Hásæti Títt, Gud, stendur í allar ævir, og sproti rættvísinnar er sproti ríkis Tíns. (VD)

men um sonin: »Stólur tín, Guð, stendur um allar ævir, og stavur rættvísinnar er stavur ríkis tíns. (JD)

Hebrearar

1:11

They shall perish; but thou remainest; and they all shall wax old as doth a garment; (KJB)

Teir skulu ganga undir; men tú verðurt verandi; og teir allir skulu gerast gamlir sum ger eitt klæði; (FKJ)

teir skulu forganga, men Tú verður; teir skulu allir eldast sum klæði; (VD)

Teir forganga, men tú verður, og sum eini klæði teir allir skulu eldast, (JD)

Hebrearar

2:7

Thou madest him a little lower than the angels; thou crownedst him with glory and honour, and didst set him over the works of thy hands: (KJB)

gjørdirt hann lítið lægri enn einglarnar; tú krýndirt hann við dýrd og æru, og settirt hann yvir verkum handa tína: (FKJ)

Stutta tíð lætst Tú Hann vera lægri enn einglarnar; so krýndi Tú Hann við dýrd og heiður; (VD)

Lítið lægri enn einglarnar tú gjørdi hann; við dýrd og æru tú hevur krýnt hann, og hevur sett hann at ráða yvir handaverki tínum; (JD)

Hebrearar

2:10

For it became him, for whom are all things, and by whom are all things, in bringing many sons unto glory, to make the captain of their salvation perfect through sufferings. (KJB)

Tí at tað sømdi honum, fyri hvønn eru øll ting, og við hvørjum eru øll ting, í at føra mangar synir til dýrdar, at gera upphavsmannin til teirra frelsu fullkomnan ígjøgnum líðingar. (FKJ)

Tí tað sømdi Honum, fyri hvørs skuld alt er til, og við hvørjum alt er til, táið Hann førdi mong børn til dýrd, at fullkoma upphavsmann frelsu teirra við líðingum. (VD)

Tí at tað sømdi honum, sum allir lutir eru til fyri, og sum allir lutir eru til við, tá ið hann førdi mangar synir til dýrdar, at fullkoma upphavsmannin til frelsu teirra gjøgnum líðingar (JD)

Hebrearar

2:14

Forasmuch then as the children are partakers of flesh and blood, he also himself likewise took part of the same; that through death he might destroy him that had the power of death, that is, the devil; (KJB)

Við tað tá at børnini eru luttakarar í kjøti og blóði, sjálvur hann eisini somuleiðis tók lut í tí sama; at, gjøgnum deyða, hann mátti oyðileggja hann sum hevði mátt deyðans, tað er, djevulin; (FKJ)

Við tað at nú børnini hava lut í blóði og holdi, fekk eisini Hann á sama hátt lut í tí, fyri at Hann við deyðanum skuldi gera hann til einkis, sum hevur veldi deyðans - tað er Djevulin - (VD)

Av tí at nú børnini eiga lut í holdi og blóði, tá fekk hann eisini á líka hátt lut í tí, fyri at hann við deyðanum skuldi gera tann máttleysan, sum hevur deyðans veldi, tað er djevulin, (JD)

Hebrearar

2:16

For verily he took not on him the nature of angels; but he took on him the seed of Abraham. (KJB)

Tí at sanniliga tók hann ikki á seg náttúru eingla; men hann tók á seg sáð Ábrahams. (FKJ)

Tað er jú ikki einglum, Hann tekur Sær av, men avkomi Ábrahams tekur Hann Sær av. (VD)

Tí at víst er tað, at tað ikki eru einglar, sum hann tekur at sær, men avkom Ábrahams tekur hann at sær. (JD)

Hebrearar

3:1

Wherefore, holy brethren, partakers of the heavenly calling, consider the Apostle and High Priest of our profession, Christ Jesus; (KJB)

Hvørsvegna, heilagu brøður, luttakarar í himinsku kallanini, umhugsið Ápostulin og Høvuðsprestin av okkara játtan, Christ Jesus; (FKJ)

Heiløgu brøður, tit, sum hava fingið lut í himmalskum kalli, hugsið tí um ápostulin og høvuðsprestin, ið vit játta, Jesus, (VD)

Tess vegna, heilagu brøður, luttiknir í himmalskari kallan! gevið far um útsendingin og høvuðsprestin, sum vit kennast við, Jesus, (JD)

Hebrearar

3:4

For every house is builded by some man; but he that built all things is God. (KJB)

Tí at hvørt hús verður bygt av onkrum manni; men hann, sum øll ting bygdi, er Guð. (FKJ)

Hvørt hús verður jú gjørt av onkrum; men tann, sum alt hevur gjørt, er Gud. (VD)

Tí at eitt og hvørt hús verður gjørt av einumhvørjum, men Guð er tann, sum alt hevur gjørt. (JD)

Hebrearar

3:6

But Christ as a son over his own house; whose house are we, if we hold fast the confidence and the rejoicing of the hope firm unto the end. (KJB)

Men Christus sum sonur yvir egna húsi hansara; hvørs hús vit eru, um vit haldi fast treystið og fagnaðin av vónini óvikaðum framat endanum. (FKJ)

men Kristus er tað sum Sonur yvir húsi Hansara. Og hús Hansara eru vit - so satt sum vit halda dirvinum og vónini, ið vit rósa okkum av, føstum líka til endan. (VD)

men Kristus er tað eins og sonur yvir húsi hansara; og hús hansara eru vit, so framt vit fasthalda frímóðinum og vónini, sum vit rósa okkum av, óvikaðum líka til endans. (JD)

Hebrearar

3:7

Wherefore (as the Holy Ghost saith, To day if ye will hear his voice, (KJB)

Hvørsvegna, (eins og Halgi Andin sigur, Í dag, um tit vilji hoyra rødd hansara, (FKJ)

- Sum Heilagi Andin tí sigur: »Í dag - um tit hoyra rødd Hansara - (VD)

Tí er tað eins og heilagi andin sigur: »Í dag, um tit hoyra rødd hansara, (JD)

Hebrearar

3:8

Harden not your hearts, as in the provocation, in the day of temptation in the wilderness: (KJB)

Herðið ikki hjørtu tykkara, sum í tirringini, á freistingardeginum í oyðimørkini: (FKJ)

herðið ikki hjørtu tykkara, eins og varð í beiskleikanum, freistingardagin í oyðimørkini, (VD)

tá forherðið ikki hjørtu tykkara, eins og í beiskleikanum freistingardagin í oyðimørkini; (JD)

Hebrearar

3:10


Psalms 95:10

Wherefore I was grieved with that generation, and said, They do alway err in their heart; and they have not known my ways. (KJB)

Hvørsvegna eg varð harmur við ta ætt, og segði, Teir alvegis fara skeivir í hjørtum sínum; og teir hava ikki kent mínar vegir. (FKJ)

Tí varð Eg vreiður á ta ætt og segði: »Tey villast altíð í hjartanum!« Men tey kendu ikki vegir Mínar; (VD)

Fyri tað varð eg hesi ætt grammur og segði: »Í heilum teir villast í hjørtum sínum.« Men teir kendu ikki vegir mínar, (JD)

Hebrearar

3:14

For we are made partakers of Christ, if we hold the beginning of our confidence stedfast unto the end; (KJB)

Tí at vit eru gjørdir luttakarar í Christi, um vit haldi byrjanina av okkara treysti støðufast framat endanum; (FKJ)

Tí vit hava fingið lut við Kristusi, so satt sum vit halda hini fyrstu, fullu vissu okkara óvikaðari líka til endan. (VD)

Tí at vit eru vorðnir luttiknir í Kristi, so framt sum vit fasthalda óvikaðum líka til endans treysti okkara, soleiðis sum tað var í fyrstuni. (JD)

Hebrearar

3:15

While it is said, To day if ye will hear his voice, harden not your hearts, as in the provocation. (KJB)

Meðan tað verður sagt, Í dag, um tit vilji hoyra rødd hansara, herðið ikki hjørtu tykkara, sum í tirringini. (FKJ)

- Táið nú verður sagt: »Í dag - um tit hoyra rødd Hansara - so herðið ikki hjørtu tykkara, eins og í beiskleikanum!« (VD)

Tá ið sagt verður: »Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara eins og í beiskleikanum« - (JD)

Hebrearar

3:16

For some, when they had heard, did provoke: howbeit not all that came out of Egypt by Moses. (KJB)

Tí at summir, tá ið teir høvdu hoyrt, tirraðu: hvussu enn er ikki allir sum komu út úr Egyptalandi við Mósesi. (FKJ)

- hvørji vóru tá tey, sum hoyrdu og voldu tó beiskleika? Vóru tað ikki øll, sum fóru út av Egyptalandi við Mósesi! (VD)

hvørjir vóru tá teir, sum hoyrdu og tó voldu beiskleika? Vóru tað ikki allir teir, sum gingu út úr Egyptalandi við Mósesi? (JD)

Hebrearar

3:17

But with whom was he grieved forty years? was it not with them that had sinned, whose carcases fell in the wilderness? (KJB)

Men við hvørjar varð hann harmur í fjøruti ár? var tað ikki við teir sum høvdu syndað, hvørs ræ fullu í oyðimørkini? (FKJ)

Hvørji var Hann vreiður á í 40 ár? Vóru tað ikki tey, sum syndaðu, so deyðu kroppar teirra fullu í oyðimørkini! (VD)

Men hvørjum varð hann grammur í fjøruti ár? Var tað ikki teimum, sum høvdu syndað, og sum ræini av fullu niður í oyðimørkini? (JD)

Hebrearar

4:6

Seeing therefore it remaineth that some must enter therein, and they to whom it was first preached entered not in because of unbelief: (KJB)

Við tað, tessvegna, at tað stendur eftir, at summir eiga at ganga harinn, og teir, fyri hvørjum tað varð fyrst prædikað, gingu ikki inn uppá grund av vantrúgv: (FKJ)

Við tað at soleiðis stendur eftir, at nøkur skulu koma inn til hana, og tey, sum fyrst fingu hin glaða boðskap at hoyra, fóru ikki inn fyri vantrúar skuld, (VD)

Av tí at tað soleiðis stendur eftir, at nakrir skulu ganga inn til hennara, og teir, sum fyrst fingu gleðiboðini boðað, ikki gingu inn fyri ólýdnis sakir, (JD)

Hebrearar

4:7

Again, he limiteth a certain day, saying in David, To day, after so long a time; as it is said, To day if ye will hear his voice, harden not your hearts. (KJB)

Avmarkar hann aftur ein dag, sigandi hjá Dávidi, Í dag, eftir so langa tíð; eins og tað er sagt, Í dag, um tit vilji hoyra rødd hansara, herðið ikki hjørtu tykkara. (FKJ)

so ásetur Hann aftur dag: »Í dag« - táið Hann so langa tíð eftir sigur við Dávidi - soleiðis sum frammanundan er nevnt -: »Í dag, um tit hoyra rødd Hansara, so herðið ikki hjørtu tykkara!« (VD)

tá tilskilar hann aftur ein dag: »í dag,« við tað at hann hjá Dávidi sigur eftir so langa tíð, sum sagt er áður: »Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara!« (JD)

Hebrearar

4:8

For if Jesus had given them rest, then would he not afterward have spoken of another day. (KJB)

Tí at um Jesus hevði givið teimum hvíld, tá vildi hann ikki aftaná havt talað um ein annan dag. (FKJ)

- Tí hevði Josva leitt tey til hvílu, so hevði Gud ikki talað um ein annan dag seinni. (VD)

Tí at hevði Jósva latið teir fáa hvíld, tá mundi hann ikki hava talað um ein annan dag aftaná. (JD)

Hebrearar

4:11

Let us labour therefore to enter into that rest, lest any man fall after the same example of unbelief. (KJB)

Latum okkum streva, tessvegna, eftir at ganga inn í ta hvíldina, at ikki nakar maður falli eftir hinum sama vantrúar fyridømi. (FKJ)

Latið okkum tí gera okkum ómak fyri at koma inn til ta hvílu, so eingin skal falla við sama ólýdni, sum tey góvu dømi um! (VD)

Latum okkum tí royna alt tað vit kunnu at ganga inn til hina hvíldina, fyri at ikki nakar skal falla av sama ólýdnis fyridømi. (JD)

Hebrearar

5:4

And no man taketh this honour unto himself, but he that is called of God, as was Aaron. (KJB)

Og eingin maður tekur sær sjálvum henda heiður, men hann sum er kallaður av Guði, eins og Aaron varð. (FKJ)

Eingin tekur sær sjálvum henda heiður; nei, hann verður kallaður av Gudi, eins og Áron. (VD)

Og eingin tekur sær sjálvum hesa æru, men hann verður kallaður av Guði, eins og eisini Áron varð tað. (JD)

Hebrearar

5:12

For when for the time ye ought to be teachers, ye have need that one teach you again which be the first principles of the oracles of God; and are become such as have need of milk, and not of strong meat. (KJB)

Tí at tá ið, eftir tíðini, tit áttu at verið frálærarar, hava tit tørv á at ein læri tykkum aftur hvørjar veri seg hinar fyrstu grundreglur orakla Guðs; og eru vorðnir slíkir sum hava tørv á mjólk, og ikki á sterkum mati. (FKJ)

Tí hóast tit - eftir tíðini - áttu at verið lærarar, tørvar tykkum aftur, at onkur lærir tykkum hinar fyrstu grundir í orði Guds, og tit eru vorðin slík, sum mugu fáa mjólk, ikki mat. (VD)

Tí tó at tit eftir tíðini áttu at verið lærarar, tá hava tit aftur fyri neyðini, at einhvør skal læra tykkum byrjanargrundirnar í Guðs orðum; og tað er soleiðis vorðið við tykkum, at tykkum er tørvur á mjólk og ikki á fastari føði. (JD)

Hebrearar

5:14

But strong meat belongeth to them that are of full age, even those who by reason of use have their senses exercised to discern both good and evil. (KJB)

Men sterkur matur hoyrir til teirra sum eru við fullan aldur, enntá teirra sum uppá grund av brúki hava sínar sansir vandar til at greina bæði gott og ilt. (FKJ)

Men maturin er fyri hini fullkomnu, tey, sum við at nýta sansarnar hava vant teir at skilja millum gott og ilt. (VD)

Men hin fasta føðin er fyri vaksin, fyri tey, sum við temjing hava vant sansarnar til at skilja gott frá illum. (JD)

Hebrearar

6:2

Of the doctrine of baptisms, and of laying on of hands, and of resurrection of the dead, and of eternal judgment. (KJB)

Av Guðslæruni um dópar, og um handaálegging, og um uppreisn av teimum deyðu, og um ævigan dóm. (FKJ)

við læru um dópar og handaálegging, um uppreisn hinna deyðu og ævigan dóm! (VD)

við læru um skírnir og handaálegging og uppreisn frá deyðum og ævigan dóm. (JD)

Hebrearar

6:6

If they shall fall away, to renew them again unto repentance; seeing they crucify to themselves the Son of God afresh, and put him to an open shame. (KJB)

Um teir skulu falla frá, at endurnýggja teir aftur til umvendingar; við tað at teir krossfesta fyri sær sjálvum Son Guðs av nýggjum, og seta hann til opna skomm. (FKJ)

og sum so eru fallin frá - tey er tað ómøguligt at endurnýggja til umvending aftur, / við tað at tey av nýggjum krossfesta sær Son Guds og gera Hann til spott. (VD)

og so hava fallið frá, - tað er ómøguligt aftur at endurnýggja teir til umvendingar, við tað at teir av nýggjum krossfesta sær sjálvum Guðs son og gera hann til spott. (JD)

Hebrearar

6:10

For God is not unrighteous to forget your work and labour of love, which ye have shewed toward his name, in that ye have ministered to the saints, and do minister. (KJB)

Tí at Guð er ikki órættvísur at gloyma tykkara verk og kærleiks arbeiði, sum tit hava sýnt mótvegis navni hansara, í at tit hava tænt mótvegis teimum heilagu, og tæna. (FKJ)

Gud er ikki órættvísur, so Hann skuldi gloymt verk tykkara og kærleikan, ið tit hava víst navni Hansara, við tað at tit hava tænt og tæna hinum heiløgu. (VD)

Tí at Guð er ikki órættvísur, so at hann skuldi gloyma gerning tykkara og kærleikan, sum tit hava sýnt navni hansara, við tað at tit hava tænt og tæna hinum heilagu. (JD)

Hebrearar

7:14

For it is evident that our Lord sprang out of Juda; of which tribe Moses spake nothing concerning priesthood. (KJB)

Tí at tað er eyðsýnt, at Harri okkara rann út úr Juda; um hvørja ættargrein Móses talaði einkið viðvíkjandi prestadømi. (FKJ)

- Ein og hvør veit jú, at Harri okkara er runnin upp av Juda, og viðvíkjandi teirri ætt hevur Móses einki talað um prestar. (VD)

Tí at tað er almannakunnugt, at harri okkara er upprunnin av Júda, og viðvíkjandi teirri ættargrein hevur Móses einki talað um prestar. (JD)

Hebrearar

7:17

For he testifieth, Thou art a priest for ever after the order of Melchisedec. (KJB)

Tí at hann vitnar, Tú ert ein prestur um ævir eftir skipan Melchisedecs. (FKJ)

Hann fær jú tann vitnisburð: »Tú ert prestur í allar ævir á hátti Melkizedeks.« (VD)

Tí at hann fær tann vitnisburð: »Tú ert prestur allar ævir á Melkisedeks vísi.« (JD)

Hebrearar

7:21

(For those priests were made without an oath; but this with an oath by him that said unto him, The Lord sware and will not repent, Thou art a priest for ever after the order of Melchisedec:) (KJB)

(Tí at teir prestarnir vórðu gjørdir uttan eið; men hesin við einum eiði av honum sum segði við hann, Harrin svór og vil ikki iðrast, Tú ert prestur um ævir eftir skipan Melchisedecs:) (FKJ)

- tí hinir gjørdust prestar uttan eið, men Hann við eiði - við Honum, ið sigur við Hann: »Harrin svór, og Hann skal ikki angra tað: »Tú ert prestur í allar ævir«« (VD)

tí at hinir eru vorðnir prestar uttan eið, men hann við eiði frá tí, sum segði við hann: »Harrin svór, og ikki skal hann iðra seg um tað: »Tú ert prestur allar ævir,«« - (JD)

Hebrearar

7:25

Wherefore he is able also to save them to the uttermost that come unto God by him, seeing he ever liveth to make intercession for them. (KJB)

Hvørsvegna hann er førur fyri eisini at frelsa teir til hins ytsta, sum koma til Guðs við honum, við tað at hann ævir livir til at ganga í forbøn fyri teimum. (FKJ)

Tí kann Hann eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum. (VD)

Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum. (JD)

Hebrearar

7:26

For such an high priest became us, who is holy, harmless, undefiled, separate from sinners, and made higher than the heavens; (KJB)

Tí ein slíkur høvuðsprestur sámaði okkum, sum er heilagur, meinaleysur, ódálkaður, atskildur frá syndarum, og gjørdur hægri enn himnarnir; (FKJ)

Slíkan høvuðsprest var tað eisini, vit máttu hava, heilagan, sakleysan, reinan, skildan frá syndarum og settan høgt - upp um Himlarnar, (VD)

Okkum høvdi eisini slíkur høvuðsprestur, heilagur, sakleysur, reinur, skildur frá syndarum og hevjaður upp um himnarnar, (JD)

Hebrearar

7:27

Who needeth not daily, as those high priests, to offer up sacrifice, first for his own sins, and then for the people's: for this he did once, when he offered up himself. (KJB)

Hvør tørvast ikki dagliga, eins og teir høvuðsprestarnir, at ofra upp sláturoffur, fyrst fyri sínar egnu syndir, og síðan fyri fólksins: tí at hetta hann gjørdi einaferð, tá ið hann ofraði upp seg sjálvan. (FKJ)

ein, sum ikki hvønn dag hevur fyri neyðini - eins og høvuðsprestarnir - at bera fram offur, fyrst fyri Sínar egnu syndir og síðani fyri fólksins; tí hetta gjørdi Hann eina ferð fyri allar, táið Hann ofraði Seg sjálvan. (VD)

ein sum ikki dagliga hevur fyri neyðini, eins og høvuðsprestarnir, at bera fram offur fyrst fyri sínar egnu syndir, síðan fyri syndirnar hjá fólkinum; tí at hetta gjørdi hann eina ferð burturav, tá ið hann ofraði seg sjálvan. (JD)

Hebrearar

7:28

For the law maketh men high priests which have infirmity; but the word of the oath, which was since the law, maketh the Son, who is consecrated for evermore. (KJB)

Tí at lógin ger menn til høvuðsprestar sum hava veikleika; men orðið av tí eiðinum, sum var síðan lógina, ger Sonin, sum er innvígaður um ævirmeir. (FKJ)

Tí lógin setur til høvuðsprestar menniskju, sum hava brek; men orð eiðarins, sum kom eftir lógina, setur inn Sonin, sum er gjørdur fullkomin í allar ævir. (VD)

Tí at lógin innsetir til høvuðsprestar menn, sum hava brek; men orðið í tí eiðinum, sum kom aftan á lógina, innsetir son, sum er fullkomin gjørdur allar ævir. (JD)

Hebrearar

8:2

A minister of the sanctuary, and of the true tabernacle, which the Lord pitched, and not man. (KJB)

Ein tænara halgidómsins, og av tí sanna tabernaklinum, sum Harrin uppsló, og ikki maður. (FKJ)

sum tænari í halgidóminum og hinum sanna tabernakli, sum Harrin og ikki menniskja hevur reist. (VD)

sum halgitænari í halgidóminum og hini sonnu tjaldbúðini, sum Guð hevur reist og ikki maður. (JD)

Hebrearar

8:4

For if he were on earth, he should not be a priest, seeing that there are priests that offer gifts according to the law: (KJB)

Tí at um hann var á jørð, skuldi hann ei verið prestur, við tað at har eru prestar sum ofra gávur samsvarandi við lógina: (FKJ)

Var Hann nú á jørðini, so var Hann als ikki prestur; tí her eru teir, ið eftir lógini bera fram gávurnar - (VD)

Var hann nú á jørðini, hevði hann als ikki verið prestur, við tað at her eru teir, sum frambera gávurnar samsvarandi lógini, (JD)

Hebrearar

8:5

Who serve unto the example and shadow of heavenly things, as Moses was admonished of God when he was about to make the tabernacle: for, See, saith he, that thou make all things according to the pattern shewed to thee in the mount. (KJB)

Sum tæna at fyridøminum og skugganum av himinskum tingum, eins og Móses varð varaður við av Guði, tá ið hann var um at gera tabernaklið: tí at, Síggj til, sigur hann, at tú geri øll ting samsvarandi við mynstrið, sýnt fyri tær á fjallinum. (FKJ)

teir, ið tæna við mynd og skugga hins himmalska, eftir fyriskipanini, ið Móses fekk, táið hann skuldi gera tabernaklið. »Síggj til,« segði Hann, »at tú gert alt eftir fyrimyndini, ið víst tær varð á fjallinum!« (VD)

teir sum veita tænastu fyri eini avmynd og einum skugga av hinum himmalska, eftir teirri ávísing, sum Móses fekk frá Guði, tá ið hann ætlaði sær at skipa tjaldbúðina; tí at hann sigur: »Gáa eftir, at tú gert alt eftir fyrimynd, sum tær varð sýnd á fjallinum!« (JD)

Hebrearar

8:12

For I will be merciful to their unrighteousness, and their sins and their iniquities will I remember no more. (KJB)

Tí at eg vil vera miskunnarfullur móti órættvísi teirra, og teirra syndir og teirra misgerðir vil eg minnast ei meira. (FKJ)

Tí Eg skal vera órættvísi teirra náðigur og ikki longur minnast syndir teirra.« (VD)

Tí at eg skal verða miskunnsamur móti misgerðum teirra, og eg skal ikki longur minnast syndir teirra.« (JD)

Hebrearar

9:6

Now when these things were thus ordained, the priests went always into the first tabernacle, accomplishing the service of God. (KJB)

Nú, tá ið hesi tingini vórðu soleiðis fyriskipaði, fóru prestarnir altíð inn í hitt fyrsta tabernaklið, fullførandi Guðs-tænastuna. (FKJ)

Á tann hátt var hetta gjørt. Inn í hitt fremra tjaldið fara prestarnir altíð, táið teir gera tænastu sína; (VD)

Tá ið nú hetta er soleiðis skipað, tá ganga prestarnir støðugt inn í hina fremru tjaldbúðina, tá ið teir gera tænastuna. (JD)

Hebrearar

9:12

Neither by the blood of goats and calves, but by his own blood he entered in once into the holy place, having obtained eternal redemption for us. (KJB)

Eiheldur við blóðinum av geitum og kálvum, men við sínum egna blóði gekk hann inn einaferð inn í hitt heilaga staðið, havandi vunnið æviga endurloysing fyri okkum. (FKJ)

og Hann fór, ikki við blóði av bukkum og kálvum, men við Sínum egna blóði, eina ferð fyri allar inn í halgidómin og vann æviga endurloysing. (VD)

og gekk ikki heldur við blóði av bukkum ella kálvum, men við sínum egna blóði eina ferð með alla inn í halgidómin og vann æviga loysn. (JD)

Hebrearar

9:26

For then must he often have suffered since the foundation of the world: but now once in the end of the world hath he appeared to put away sin by the sacrifice of himself. (KJB)

Tí at so mátti hann ofta havt liðið síðan grundlegging veraldarinnar: men nú, einaferð í enda veraldarinnar, hevur hann birtst til at koyra burtur synd við sláturofringini av sær sjálvum. (FKJ)

- So mátti Hann havt liðið ofta, frá tí heimurin varð grundaður. Men nú er Hann við enda tíðanna opinberaður eina ferð fyri allar til at taka burt syndina við ofri Sínum. (VD)

annars mátti hann hava liðið fleiri ferðir frá tí, at heimurin varð grundaður; men nú er hann opinberaður eina ferð með alla við endan á tíðunum til at avtaka syndina við ofri sínum. (JD)

Hebrearar

9:27

And as it is appointed unto men once to die, but after this the judgment: (KJB)

Og eins og tað er fyriskipað monnum einaferð at doyggja, men eftir hetta er dómurin: (FKJ)

Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð - og hareftir er dómur - (VD)

Og eins og tað er menniskjunum lagað eina ferð at doyggja, og eftir tað er dómur, (JD)

Hebrearar

10:9

Then said he, Lo, I come to do thy will, O God. He taketh away the first, that he may establish the second. (KJB)

Segði hann síðani, Sí, eg komi at gera tín vilja, O Guð. Hann tekur burtur hitt fyrsta, at hann má grundleggja hitt annað. (FKJ)

so hevur Hann harnæst sagt: »Hygg, Eg komi at gera vilja Tín!« - Hann tekur hitt fyrra burtur fyri at seta hitt seinna í staðin - (VD)

hevur hann tínæst sagt: »Sí, eg eri komin til at gera vilja tín.« Hann tekur hitt fyrra av, fyri at staðfesta hitt seinna. (JD)

Hebrearar

10:12

But this man, after he had offered one sacrifice for sins for ever, sat down on the right hand of God; (KJB)

Men hesin maður, eftir at hann hevði ofrað eitt sláturoffur fyri syndir um ævir, settist niður við høgru hond Guðs; (FKJ)

men Hann hevur borið fram eitt offur fyri syndir og hevur síðani við alla sett Seg við høgru hond Guds (VD)

men hesin hevur borið fram eittans offur fyri syndir, og er so setstur með alla við høgru hond Guðs, (JD)

Hebrearar

10:15

Whereof the Holy Ghost also is a witness to us: for after that he had said before, (KJB)

Hvarum Halgi Andin eisini er eitt vitni fyri okkum: tí at eftir at hann áður hevði sagt, (FKJ)

Tað vitnar eisini Heilagi Andin fyri okkum. Tí eftir at Hann hevur sagt: (VD)

Men eisini heilagur andi vitnar fyri okkum; tí at aftan á at hann hevur sagt: (JD)

Hebrearar

10:23

Let us hold fast the profession of our faith without wavering; (for he is faithful that promised;) (KJB)

Latum okkum halda fast við játtingina av okkara trúgv, uttan vaklan; (tí at hann er trúfastur, sum fyrijáttaði;) (FKJ)

Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara - tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið! (VD)

latum okkum halda óvikuliga fast við játtingina av vón okkara; tí at trúfastur er tann, sum fyrijáttanina hevur givið; (JD)

Hebrearar

10:30

For we know him that hath said, Vengeance belongeth unto me, I will recompense, saith the Lord. And again, The Lord shall judge his people. (KJB)

Tí at vit kenna hann sum hevur sagt, Hevnd hoyrir mær til, eg skal endurgjalda, sigur Harrin. Og aftur, Harrin skal døma fólk sítt. (FKJ)

Vit kenna jú Hann, sum sagt hevur: »Mær hoyrir hevndin til, Eg skal endurgjalda!« og aftur: »Harrin skal døma fólk Sítt.« (VD)

Tí at vit kenna tann, sum hevur sagt: »Mær hoyrir hevndin til, eg skal endurgjalda.« Og uppaftur: »Harrin skal døma fólk sítt.« (JD)

Hebrearar

10:34

For ye had compassion of me in my bonds, and took joyfully the spoiling of your goods, knowing in yourselves that ye have in heaven a better and an enduring substance. (KJB)

Tí at tit høvdu samkenslu við mær í bondum mínum, og tóku gleðiliga ræningina av tykkara góðsi, vitandi í tykkum sjálvum, at tit hava í himni eina betri og eina varandi fæogn. (FKJ)

Bæði høvdu tit samkenslu við fangunum, og tit bóru tað við gleði, um tað, ið tit áttu, varð rænt - tit vitstu jú, at tit sjálv áttu betri ogn, eina, sum verður varandi. (VD)

Tí at bæði høvdu tit samkenslu við fangunum og tóku tit tað við gleði, at ognir tykkara vórðu rændar frá tykkum, við tað at tit vistu, at tit sjálvir áttu eina betri og varandi ogn. (JD)

Hebrearar

10:39

But we are not of them who draw back unto perdition; but of them that believe to the saving of the soul. (KJB)

Men vit eru ikki av teimum, sum havast undan, til undirgangs; men av teimum, sum trúgva, til frelsing sálarinnar. (FKJ)

- Tó, vit eru ikki av teimum, ið sigast undan - til fortaping - men av teimum, ið trúgva - sálini til frelsu. (VD)

Men vit eru ikki teir, sum berast undan, til glatanar, men teir, sum trúgva, til sálarhjálpar. (JD)

Hebrearar

11:6

But without faith it is impossible to please him: for he that cometh to God must believe that he is, and that he is a rewarder of them that diligently seek him. (KJB)

Men uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast honum: tí at hann, sum kemur til Guðs, má trúgva at hann er, og at hann er ein endurgjaldari av teimum sum dúgligani søkja hann. (FKJ)

Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann. (VD)

Men uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast honum; tí at tann, sum kemur fram fyri Guð, eigur at trúgva, at hann er til, og at hann lønar teimum, sum leita til hansara. (JD)

Hebrearar

11:10

For he looked for a city which hath foundations, whose builder and maker is God. (KJB)

Tí at hann væntaði eftir einum staði sum hevur grundvøllir, hvørs byggimeistari og smiður er Guð. (FKJ)

Tí hann væntaði staðin, ið hevur fastan grundvøll, og hvørs byggimeistari og skapari er Gud. (VD)

Tí at hann væntaði tann stað, sum stendur á fastari grund, og sum Guð er byggingar-meistari og smiður at. (JD)

Hebrearar

11:11

Through faith also Sara herself received strength to conceive seed, and was delivered of a child when she was past age, because she judged him faithful who had promised. (KJB)

Gjøgnum trúgv eisini Sára sjálv fekk styrki til at ala sáð, og varð loyst við barn, tá ið hon var yvir aldur, tí at hon dømdi hann trúfastan sum hevði fyrijáttað. (FKJ)

Við trúgv fekk eisini Sára kraft at grunda ætt, tóat hon var farin um tann aldur; tí hon roknaði Hann trúfastan, sum hevði lovað tað. (VD)

Við trúgv fekk eisini sjálv Sára kraft til at barnast, og tað tó at hon var komin yvir tann aldur, tí at hon helt tann trúfastan, sum hevði fyrijáttað tað. (JD)

Hebrearar

11:13

These all died in faith, not having received the promises, but having seen them afar off, and were persuaded of them, and embraced them, and confessed that they were strangers and pilgrims on the earth. (KJB)

Allir hesir doyði í trúgv, ei havandi móttikið fyrijáttanirnar, men havandi sæð tær langt burturifrá, og vóru sannførdir um tær, og fevndu tær, og játtaðu, at teir vóru fremmandir og pílagrímar á jørðini. (FKJ)

Í trúgv doyðu øll hesi, uttan at hava fingið tað, sum lovað var; men tey sóu tað langt burtur og heilsaðu tí og játtaðu, at tey vóru fremmand og útlendingar á jørðini. (VD)

Í trúgv doyðu allir hesir, uttan at teir høvdu ognast fyrijáttanirnar; men teir sóu tær og heilsaðu teimum langt burtur frá og ásannaðu, at teir vóru fremmandir og útlendingar á jørðini. (JD)

Hebrearar

11:34

Quenched the violence of fire, escaped the edge of the sword, out of weakness were made strong, waxed valiant in fight, turned to flight the armies of the aliens. (KJB)

Sløktu grimmleikan av eldi, komust undan svørðseggini, út úr veikleika vórðu gjørdir sterkir, vuksu reystir í bardaga, vendu á flótta herar teirra fremmandu. (FKJ)

sløktu eldsbál, sluppu undan svørðsegg, fingu styrki eftir veikleika, vórðu veldig í bardaga, fingu fíggindaherar at víkja. (VD)

sløktu eldsmegi, komust undan svørðseggjum, vórðu sterkir aftan á veikleika, gjørdust veldigir í stríði, fingu fíggindaherar at víkja. (JD)

Hebrearar

11:37

They were stoned, they were sawn asunder, were tempted, were slain with the sword: they wandered about in sheepskins and goatskins; being destitute, afflicted, tormented; (KJB)

Teir vórðu steinaðir, teir vórðu sagaðir sundur, vórðu freistaðir, vórðu vignir við svørðinum: teir reikaðu um í seyðaskinnum og geitaskinnum; verandi neyðstaddir, trongslaðir, pínslaðir; (FKJ)

tey vórðu steinað, sagað sundur, freistað, dripin við svørði; tey gingu um í seyðaskinnum og geitaskinnum; tey liðu neyð, trongd, ringa viðferð (VD)

teir vórðu steinaðir, teir vórðu sagaðir sundur, teir vórður freistaðir, teir vórðu dripnir við svørði, teir flakkaðu um í seyðaskinnum og geitaskinnum, neyðstaddir, attrongdir, illa viðfarnir, - (JD)

Hebrearar

12:7

If ye endure chastening, God dealeth with you as with sons; for what son is he whom the father chasteneth not? (KJB)

Um tit úthaldi aging, so fer Guð við tykkum sum við sonum; tí at hvør sonur er hann, hvønn faðirin agar ikki? (FKJ)

Tað er til uppfostran tykkara, tit tola líðingar; Gud ger við tykkum sum við synir - hvør er sonurin, ið faðirin tyktar ikki! (VD)

Haldið út og takið móti aga; Guð fer við tykkum sum við sonum; tí at hvør er tann sonur, sum faðirin ikki agar? (JD)

Hebrearar

12:20

(For they could not endure that which was commanded, And if so much as a beast touch the mountain, it shall be stoned, or thrust through with a dart: (KJB)

(Tí at teir kundu ikki úthalda tað, sum varð boðið, Og um so mikið sum eitt djór nemi fjallið, skal tað verða steinað, ella stoytt ígjøgn við einum píli: (FKJ)

tey vóru ikki ment at bera boðið, ið givið varð: »Um tað so bert er dýr, ið nemur við fjallið, skal tað verða steinað.« (VD)

tí at tey orkaðu ikki at bera tað, sum boðið var: »Um tað so bert er eitt djór, sum kemur at fjallinum, skal tað verða steinað.« (JD)

Hebrearar

12:28

Wherefore we receiving a kingdom which cannot be moved, let us have grace, whereby we may serve God acceptably with reverence and godly fear: (KJB)

Hvørsvegna vit, móttakandi kongadømi sum kann ikki verða vikað, latum okkum hava náði, við hvørji vit mega tæna Guði góðtakiligani við virðing og gudiligum ótta: (FKJ)

Táið vit nú fáa ríki, sum ikki kann verða rist, so latið okkum tá vera takksom og harvið tæna Gudi, Honum til tokka, við gudræðslu og ótta! (VD)

Latum tí okkum, sum fáa eitt óskakandi ríki, vera takksamar og við tað tæna Guði, honum til tokka, við blúgv og ótta! (JD)

Hebrearar

13:21

Make you perfect in every good work to do his will, working in you that which is wellpleasing in his sight, through Jesus Christ; to whom be glory for ever and ever. Amen. (KJB)

Geri tykkum fullkomnar í hvørjum góðum verki, til at gera vilja hansara, virkandi í tykkum tað sum er væltoknandi í eygsjón hansara, gjøgnum Jesus Christ; til hvørs veri dýrd um ævir og ævir. Amen. (FKJ)

Hann geri tykkum fullkomin í øllum góðum, til at gera vilja Sín, og Hann virki í tykkum tað, sum Honum toknast, við Jesusi Kristi! Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen. (VD)

hann geri tykkum fulldugandi í øllum góðum, til at gera vilja hansara, við tað at hann virkar í okkum tað, sum tekkiligt er fyri ásjón hansara, við Jesusi Kristi! Honum veri dýrdin um aldur og allar ævir! Amen. (JD)

Hebrearar

13:25

Grace be with you all. Amen. (KJB)

Náði veri við tykkum øllum. Amen. (FKJ)

Náðin veri við tykkum øllum! (VD)

24 Náðin veri við tykkum øllum! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher