Matthæus

13:51


Jesus saith unto them, Have ye understood all these things? They say unto him, Yea, Lord. (KJB)

Jesus sigur við teir, Hava tit skilt allar hesar lutir?  Teir siga við hann, Ja, Harri. (F)

Hava tit fatað alt hetta?« Teir svaraðu Honum: »Ja.« (VD)

Fataðu tit hetta alt?« Teir siga við hann: »Ja.« (JD)

Markus

9:24


And straightway the father of the child cried out, and said with tears, Lord, I believe; help thou mine unbelief. (KJB)

Og beinanvegin rópaði faðir barnsins út, og segði við tárum, Harri, eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni. (F)

Við tað sama rópti faðir barnsins: »Eg trúgvi - hjálp vantrúgv míni!« (VD)

Í stundini skar barnsins faðir í róp og segði: »Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!« (JD)

Markus

10:51


And Jesus answered and said unto him, What wilt thou that I should do unto thee? The blind man said unto him, Lord, that I might receive my sight. (KJB)

Og Jesus tók til orða og segði við hann, Hvat vilt tú at eg skuldi gjørt tær? Blindi maðurin segði við hann, Harri, at eg mátti móttikið sjón mína. (F)

Jesus tók til orða og segði við hann: »Hvat vilt tú, at Eg skal gera fyri teg?« Hin blindi svaraði Honum: »Rabbuni, at eg kann fáa sjón mína!« (VD)

Og Jesus tók til orða og segði við hann: »Hvat vilt tú, at eg skal gera tær?« Men hin blindi segði við hann: »Rabbuni, at eg má fáa sjón mína aftur!« (JD)

Markus

11:10


Blessed be the kingdom of our father David, that cometh in the name of the Lord: Hosanna in the highest. (KJB)

Vælsignað veri kongadømi faðirs okkara Dávids, sum kemur í navni Harrans: Ho-san´-na í tí hægsta. (F)

Signað veri ríki Dávids, faðirs okkara, sum kemur! Hosianna á hæddini!« (VD)

Vælsignað veri hitt komandi ríki faðirs várs Dávids! Hosianna í hægsta himli!« (JD)

Lukas

2:38


And she coming in that instant gave thanks likewise unto the Lord, and spake of him to all them that looked for redemption in Jerusalem. (KJB)

Og hon komandi í teirri løtu veitti líkaleiðis Harranum tøkkir, og talaði um hann fyri øllum teim sum væntaðu eftir endurloysing í Jerusalem. (F)

Hon kom til í somu stund og lovaði Gudi; og hon tosaði um Hann við øll, sum væntaðu endurloysing Jerúsalems. (VD)

Eisini hon kom til í teirri somu stund og lovaði Guði og talaði um hann við øll, sum væntaðu bjarging Jerúsalems. (JD)

Lukas

7:31


And the Lord said, Whereunto then shall I liken the men of this generation? and to what are they like? (KJB)

Og Harrin segði, Við hvat skal eg tá líkna menninar av hesi ætt? og hvørjum eru teir líkir? (F)

Hvat skal Eg tá líkna menniskjuni í hesi ætt við, og hvørjum eru tey lík? (VD)

Hvat skal eg tá líkna fólkini í hesi slekt við? Hvørjum eru tey lík? (JD)

Lukas

9:57


And it came to pass, that, as they went in the way, a certain man said unto him, Lord, I will follow thee whithersoever thou goest. (KJB)

Og tað bar á, at, sum teir ferðaðust  á veginum,  segði  ein ávísur maður við hann, Harri, eg vil fylgja tær hvagarsumhelst tú fert. (F)

Sum teir nú hildu ferðina fram, segði ein við Hann: »Eg skal fylgja Tær, hvar Tú so fert.« (VD)

Og meðan teir komu ferðandi fram á leið, segði nakar við hann: »Eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.« (JD)

Lukas

22:31


And the Lord said, Simon, Simon, behold, Satan hath desired to have you, that he may sift you as wheat: (KJB)

Og Harrin segði, Símon, Símon, sí, Satan hevur umbiðið at fáa tykkum, at hann má sálda tykkum sum hveiti: (F)

Símun, Símun! Satan vildi hava tykkum í vald sítt at sálda tykkum sum hveiti. (VD)

Símun, Símun, sí, Sátan hevur kravt tykkum, at sálda tykkum sum hveiti. (JD)

Lukas

23:42


And he said unto Jesus, Lord, remember me when thou comest into thy kingdom. (KJB)

Og hann segði við Jesus, Harri, minst til mín tá ið tú kemurt inn í kongadømi títt. (F)

So segði hann við Jesus: »Harri, minst til mín, táið Tú kemur í ríki Tínum!« (VD)

Og hann segði: »Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!« (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:30


And when forty years were expired, there appeared to him in the wilderness of mount Sina an angel of the Lord in a flame of fire in a bush. (KJB)

Og tá ið fjøruti ár vóru útliðin, birtist fyri honum í oyðimørk Si´-na-fjals ein eingil Harrans í einum eldsloga í einum runni. (F)

Táið so 40 ár vóru gingin, vísti eingil seg fyri honum í oyðimørkini við Sinaifjall í brennandi tornarunni. (VD)

Og tá ið fjøruti ár vóru umliðin, birtist ein eingil fyri honum í oyðimørkini við Sinaifjallið í eldsloga í einum tornarunni. (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:37


This is that Moses, which said unto the children of Israel, A prophet shall the Lord your God raise up unto you of your brethren, like unto me; him shall ye hear. (KJB)

Hesin er tann Móses, sum segði við børn Ísraels: Ein prophet skal Harrin Guð tykkara reisa upp tykkum av brøðrum tykkara, mær líkan; hann skulu tit hoyra. (F)

Hann er tann Móses, ið segði við Ísraelsmenn: »Profet líkan mær skal Gud reisa tykkum upp av brøðrum tykkara.« (VD)

Hetta er tann Móses, sum segði við Ísraelsmenn: »Ein profet, tílíkan sum meg, skal Guð reisa tykkum upp av brøðrum tykkara.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

9:5


And he said, Who art thou, Lord? And the Lord said, I am Jesus whom thou persecutest: it is hard for thee to kick against the pricks. (KJB)

Og hann segði, Hvør ert tú, Harri?  Og Harrin segði, Eg eri Jesus hvørjum tú søkirt at: tað verður torført hjá tær at sparka ímóti broddunum. (F)

Tá segði hann: »Hvør ert Tú, Harri?« Hann svaraði: »Eg eri Jesus, Hann, sum tú søkir at. (VD)

Men hann segði: »Hvør ert tú, Harri?« Og hann svaraði: »Eg eri Jesus, sum tú søkir at. (JD)

Gerningar

Apostlanna

9:6


And he trembling and astonished said, Lord, what wilt thou have me to do? And the Lord said unto him, Arise, and go into the city, and it shall be told thee what thou must do. (KJB)

Og hann, skelvandi og ovfarin, segði, Harri, hvat vilt tú hava meg at gera? Og Harrin segði við hann, Reis teg, og far inn í staðin, og tað skal verða sagt tær hvat tú mást gera. (F)

Men reis teg og far inn í staðin, so skal verða sagt tær, hvat tú skalt gera!« (VD)

Men statt upp og far inn í staðin, og har skal tær verða sagt, hvat tú eigur at gera.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:48


And he commanded them to be baptized in the name of the Lord. Then prayed they him to tarry certain days. (KJB)

Og hann beyð tey at verða doypt í navni Harrans. Tá bóðu tey hann at dvølja ávísar dagar. (F)

Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Tey bóðu hann tá steðga har nakrar dagar. (VD)

Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Síðan bóðu tey hann steðga har nakrar dagar. (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:2


As they ministered to the Lord, and fasted, the Holy Ghost said, Separate me Barnabas and Saul for the work whereunto I have called them. (KJB)

Sum teir tænaðu til Harrans, og fastaðu, segði Heilagi Andin, Atskiljið mær Barnabas og Saulus fyri tað verk at hvørjum eg havi kallað teir. (F)

Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: »Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!« (VD)

Meðan teir hildu gudstænastu og fastaðu, segði heilagi andin: »Takið mær teir frá, Barnabas og Saul, til tann gerning, sum eg havi kallað teir til!« (JD)

Gerningar

Apostlanna

16:10


And after he had seen the vision, immediately we endeavoured to go into Macedonia, assuredly gathering that the Lord had called us for to preach the gospel unto them. (KJB)

Og eftir at hann hevði sæð sjónina, alt fyri eitt royndu vit at fara inn í Mac-e-do´-ni-u, vissuliga fangandi at Harrin hevði kallað okkum  fyri  at prædika teimum gleði-boðskapin. (F)

Táið hann hevði sæð hesa sjón, royndu vit við tað sama at sleppa yvir til Makedonia; tí vit dugdu at síggja, at Gud hevði kallað okkum at kunngera teimum evangeliið. (VD)

Og alt fyri eitt sum hann hevði sæð hesa sjón, royndu vit at sleppa avstað til Makedóniu, tí at vit fingu tað burtur úr tí, at Guð hevði kallað okkum til at boða teimum gleðiboðskapin. (JD)

Gerningar

Apostlanna

17:27


That they should seek the Lord, if haply they might feel after him, and find him, though he be not far from every one of us: (KJB)

At teir skuldu søkja Harran, um møguliga teir máttu trilvað eftir honum, og funnið hann, tó hann veri ikki fjart frá hvørjum einastum av okkum: (F)

fyri at tey skuldu søkja Gud, um tey tó kundu kenna og finna Hann - tóat Hann er ikki langt frá nøkrum av okkum. (VD)

so at tey skuldu leita eftir Guði, um tað kundi verða, at tey kundu trilva seg fram og finna hann, tó at hann kortini ikki er langt burtur frá nøkrum einasta av okkum; (JD)

Gerningar

Apostlanna

21:20


And when they heard it, they glorified the Lord, and said unto him, Thou seest, brother, how many thousands of Jews there are which believe; and they are all zealous of the law: (KJB)

Og tá ið teir hoyrdu tað, dýrðmettu teir Harran, og søgdu við hann, Tú sært, bróðir, hvussu mong túsundir av Jødum tað eru sum trúgva; og teir eru allir vandlátir um lógina: (F)

Táið teir hoyrdu tað, prísaðu teir Gudi. So søgdu teir við hann: »Tú sært, bróðir, hvussu mangir túsund Jødar ið eru, sum hava tikið við trúgv, og teir eru allir ídnir fyri lógini. (VD)

Men tá ið teir hoyrdu tað, lovaðu teir Guði, og teir søgdu við hann: »Tú sært, bróðir, hvussu mong túsund tað eru av Jødunum, sum hava tikið við trúgv, og allir eru teir vandnir um lógina. (JD)

Gerningar

Apostlanna

22:16


And now why tarriest thou? arise, and be baptized, and wash away thy sins, calling on the name of the Lord. (KJB)

Og nú, hví drálart tú? reis teg, og verð doyptur, og tváa burtur syndir tínar, kallandi á navn Harrans. (F)

Og nú, hví drálar tú? Reis teg, lat teg doypa, og fá syndir tínar avtváaðar, táið tú ákallar navn Hansara!« (VD)

Og nú, hvørjum drálar tú eftir? Statt upp og lat teg verða doyptan og syndir tínar verða avtváaðar, og ákalla navn hansara!« (JD)

Romverjar

1:3


Concerning his Son Jesus Christ our Lord, which was made of the seed of David according to the flesh; (KJB)

Viðvíkjandi Syni sínum Jesusi Christi Harra várum, sum varð gjørdur av sáði Dávids samsvarandi við kjøtið; (F)

um Son Hansara, sum eftir holdinum er føddur av ætt Dávids, (VD)

um son hansara, sum eftir holdinum er føddur av Dávids ætt, (JD)

Romverjar

6:11


Likewise reckon ye also yourselves to be dead indeed unto sin, but alive unto God through Jesus Christ our Lord. (KJB)

Líkaleiðis roknið tit eisini tykkum sjálvar at vera deyðar í roynd og veru yvirfyri synd, men livandi yvirfyri Guði gjøgnum Jesus Christ váran Harra. (F)

Soleiðis skulu eisini tit rokna tykkum sum deyð frá syndini, men livandi fyri Gudi í Kristi Jesusi. (VD)

Soleiðis skulu tit eisini halda tykkum sjálv vera deyð fyri syndini, men livandi fyri Guði í Kristi Jesusi. (JD)

Fyrri

Corintharar

2:8


Which none of the princes of this world knew: for had they known it, they would not have crucified the Lord of glory. (KJB)

Hvønn eingir av prinsum hesa heims kendu; tí høvdu teir kent hann, vildu teir ei havt krossfest dýrdar-Harran. (F)

Henda vísdóm hevur eingin av harrunum í hesum heimi kent; tí kendu teir hann, høvdu teir ikki krossfest Harra dýrdarinnar. (VD)

og sum eingin av høvdingunum í hesum heimi kendi; tí at høvdu teir kent hann, tá høvdu teir ikki krossfest dýrdardrottin. (JD)

Fyrri

Corintharar

10:28


But if any man say unto you, This is offered in sacrifice unto idols, eat not for his sake that shewed it, and for conscience sake: for the earth is the Lord's, and the fulness thereof: (KJB)

Men um nakar maður sigi við tykkum, Hetta er ofrað skurðgudum í sláturofri, etið ikki hansara vegna sum sýndi tað, og samvitskunnar  vegna: tí at jørðin er Harrans, og fylling hennar: (F)

Men sigur onkur við tykkum: »Hetta er offurkjøt!« so latið vera at eta tað - fyri hansara skuld, sum segði tykkum tað, og fyri samvitskunnar skuld! (VD)

Men um einhvør sigur við tykkum: »Hetta er offurkjøt,« tá etið ikki, fyri hansarar skuld, sum varaði tykkum við, og fyri samvitskunnar skuld. (JD)

Fyrri

Corintharar

15:47


The first man is of the earth, earthy: the second man is the Lord from heaven. (KJB)

Hin fyrsti maður er av jørðini, jarðiskur: hin annar maður er Harrin frá himni. (F)

Hitt fyrsta menniskjað var av jørðini, jørðiskt; hitt annað menniskjað er av Himli. (VD)

Hin fyrsti maðurin var frá jørð, av mold, hin annar maðurin er frá himni. (JD)

Annar

Corintharar

4:10


Always bearing about in the body the dying of the Lord Jesus, that the life also of Jesus might be made manifest in our body. (KJB)

Altíð berandi umkring í likaminum doygging Harrans Jesu, at lív Jesu eisini mátti verða gjørt eyðsýnt í likami okkara. (F)

Altíð bera vit deyða Jesusar við okkum í likaminum, fyri at eisini lív Jesusar skal opinberast í likami okkara. (VD)

altíð berandi deyðing Jesu við okkum í likaminum, fyri at eisini Jesu lív má verða opinberað í likami okkara. (JD)

Galatarar

6:17


From henceforth let no man trouble me: for I bear in my body the marks of the Lord Jesus. (KJB)

Hiðanfrá lat ongan mann órógva meg: tí eg beri í likami mínum merkini Harrans Jesu. (F)

Hereftir geri eingin mær ófrið! Tí eg beri merki Jesusar á likami mínum. (VD)

Hereftir geri eingin mær ónáðir! tí at eg beri merki Jesu á likami mínum. (JD)

Ephesarar

3:14


For this cause I bow my knees unto the Father of our Lord Jesus Christ, (KJB)

Fyri hesa grund eg boyggi knæ míni at Faðir várs Harra Jesu Christs, (F)

Tí er tað, eg boyggi knø míni fyri Faðirinum (VD)

Tess vegna er tað, at eg boyggi knæ míni fyri faðirinum, (JD)

Ephesarar

5:29


For no man ever yet hated his own flesh; but nourisheth and cherisheth it, even as the Lord the church: (KJB)

Tí eingin maður nakrantíð enn hataði sítt egna kjøt; men nørir og fjálgar tað, enntá eins og Harrin kirkjuna: (F)

Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí - eins og Kristus ger við samkomuna. (VD)

Tí at eingin hevur á nøkrum sinni hatað sítt egna hold; men hann føðir tað og fjálgar um tað, eins og eisini Kristus ger við kirkjuliðið; (JD)

Colossens.

arar

1:2


To the saints and faithful brethren in Christ which are at Colosse: Grace be unto you, and peace, from God our Father and the Lord Jesus Christ. (KJB)

Til hinna heilagu og trúføstu brøðra í Christi sum eru í Co-los´-se: Náði veri innat tykkum, og friður, frá Guði Faðir várum og Harranum Jesusi Christi. (F)

- til hinar heiløgu og trúgvandi brøður í Kristusi í Kolosse. Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara! (VD)

til hinar heilagu og trúgvandi brøðurnar í Kolossu, sum hoyra Kristi til: náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum! (JD)

Colossens.

3:16


Let the word of Christ dwell in you richly in all wisdom; teaching and admonishing one another in psalms and hymns and spiritual songs, singing with grace in your hearts to the Lord. (KJB)

Latið orð Christs dvøljast í tykkum ríkliga í øllum vísdómi; lærandi og áminnandi hvør annan við psálmum og lov-psálmum og andaligum songum, syngjandi við náði í hjørtum tykkara til Harrans. (F)

Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi! (VD)

Latið orð Krists búgva ríkliga hjá tykkum í øllum vísdómi, so at tit læra og áminna hvør annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum, og syngja yndisliga Guði lov í hjørtum tykkara. (JD)

Fyrri

Thessalonica

1:1


Paul, and Silvanus, and Timotheus, unto the church of the Thessalonians which is in God the Father and in the Lord Jesus Christ: Grace be unto you, and peace, from God our Father, and the Lord Jesus Christ. (KJB)

Paulus, og Sil-va´-nus, og Timotheus, til kirkju Thess-a-lo´-ni-car-anna sum er í Guði Faðirinum og í Harranum Jesusi Christi: Náði veri innat tykkum, og friður, frá Guði Faðir várum, og Harranum Jesusi Christi. (F)

Paulus, Silvanus og Timoteus - til samkomu Tessalonikamanna í Gudi Faðir og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður! (VD)

Paulus og Silvanus og Timoteus til kirkjuliðið av Tessalónikumonnum í Guði faðir og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður! (JD)

Fyrri

Timotheus

1:1


Paul, an apostle of Jesus Christ by the commandment of God our Saviour, and Lord Jesus Christ, which is our hope; (KJB)

Paulus, ein apostul Jesu Christs við boðinum av Guði Frelsara várum, og Harra Jesusi Christi, sum er vón okkara; (F)

Paulus, ápostul Krists Jesu eftir boði frá Gudi, Frelsara okkara, og Kristi Jesusi, vón okkara (VD)

Paulus, ápostul Krists Jesu eftir boði frá Guði, frelsara várum, og Kristi Jesusi, vón vári, (JD)

Fyrri

Timotheus

5:21


I charge thee before God, and the Lord Jesus Christ, and the elect angels, that thou observe these things without preferring one before another, doing nothing by partiality. (KJB)

Eg áleggi tær frammi fyri Guði, og Harranum Jesusi Christi, og hinum útvaldu einglum, at tú gái eftir hesum lutum uttan at taka ein framum annan, gerandi einkið við partískni. (F)

Eg vitni fyri Gudi og Kristi Jesusi og hinum útvaldu einglum, at tú mást akta eftir øllum hesum uttan fordóm, og at tú einki gert av partakenslu. (VD)

Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guðs og Krists Jesu og hinna útvaldu eingla, at tú gáar um hetta uttan nakran fyridóm, og at tú einki gert fyri at vera einumhvørjum til vildar. (JD)

Fyrri

Timotheus

6:15


Which in his times he shall shew, who is the blessed and only Potentate, the King of kings, and Lord of lords; (KJB)

Hvønn í sínum tíðum hann skal sýna, hvør er hin vælsignaði og einasti Veldisharri, Kongur konga, og Harri harra; (F)

sum hin sæli og eina valdandi skal lata okkum síggja á tíð síni - Kongur konganna og Harri harranna, (VD)

sum hin sæli og eini alvaldi, kongur konganna og drottur drottanna, skal á sínum tíma lata birtast, (JD)

Seinni

Timotheus

2:14


Of these things put them in remembrance, charging them before the Lord that they strive not about words to no profit, but to the subverting of the hearers. (KJB)

Um hesar lutir set teir í endur-minning, áleggjandi teimum frammi fyri Harranum at teir stríði ikki um orð at ongum gagni, men til umkoll-koyringina av hoyrarunum. (F)

Minn á hetta, og vitna fyri ásjón Harrans, at tey mugu ikki stríðast um orð - til ongan bata, men teimum til oyðing, sum hoyra! (VD)

Minn á hetta, við tað at tú leggur teimum dýran við fyri ásjón Guðs ikki at liggja í orðadrátti, sum einki gagn er í, men er til oyðileggingar fyri tey, sum hoyra tað. (JD)

Seinni

Timotheus

4:1


I charge thee therefore before God, and the Lord Jesus Christ, who shall judge the quick and the dead at his appearing and his kingdom; (KJB)

Eg áleggi tær tessvegna frammi fyri Guði, og Harranum Jesusi Christi, hvør døma skal hinar livandi og hinar deyðu við birting sína og kongadømi sítt; (F)

Eg vitni fyri Gudi og fyri Kristi Jesusi, sum skal døma livandi og deyð, og við opinbering og ríki Hansara: (VD)

Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guðs og Krists Jesu, sum døma skal livandi og deyð, og við opinbering hansara og ríki hansara: (JD)

Titus

1:4


To Titus, mine own son after the common faith: Grace, mercy, and peace, from God the Father and the Lord Jesus Christ our Saviour. (KJB)

Til Titusar, míns egna sonar eftir hini felags trúgv: Náði, miskunn, og friður, frá Guði Faðirinum og Harranum Jesusi Christi Frelsara várum. (F)

- til Titus, ektabarn mítt í felags trúgv. Náði og friður frá Gudi Faðir og Kristi Jesusi, Frelsara okkara! (VD)

til Titusar, skilgitna son mín í felags trúgv: Náði og friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, frelsara várum! (JD)

Hebrearar

8:2


A minister of the sanctuary, and of the true tabernacle, which the Lord pitched, and not man. (KJB)

Ein tænara halgidómsins, og hins sanna tabernakkuls, hvørt Harrin uppsló, og ikki maður. (F)

sum tænari í halgidóminum og hinum sanna tabernakli, sum Harrin og ikki menniskja hevur reist. (VD)

sum halgitænari í halgidóminum og hini sonnu tjaldbúðini, sum Guð hevur reist og ikki maður. (JD)

Hebrearar

10:30


For we know him that hath said, Vengeance belongeth unto me, I will recompense, saith the Lord. And again, The Lord shall judge his people. (KJB)

Tí vit kenna hann sum hevur sagt, Hevnd hoyrir mær til, eg skal endurgjalda, sigur Harrin. Og  aftur, Harrin skal døma fólk sítt. (F)

Vit kenna jú Hann, sum sagt hevur: »Mær hoyrir hevndin til, Eg skal endurgjalda!« og aftur: »Harrin skal døma fólk Sítt.« (VD)

Tí at vit kenna tann, sum hevur sagt: »Mær hoyrir hevndin til, eg skal endurgjalda.« Og uppaftur: »Harrin skal døma fólk sítt.« (JD)

Annar

Jóhannes

1:3


Grace be with you, mercy, and peace, from God the Father, and from the Lord Jesus Christ, the Son of the Father, in truth and love. (KJB)

Náði veri við tykkum, miskunn, og friður, frá Guði Faðirinum, og frá Harranum Jesusi Christi, Syni Faðirsins, í sannleika og kærleika. (F)

Náði, miskunn, friður, frá Gudi Faðir og frá Jesusi Kristi, Syni Faðirsins, skal vera við okkum, í sannleika og kærleika. (VD)

Náði, miskunn og friður frá Guði faðir og frá Jesusi Kristi, syni faðirsins, skal vera við okkum í sannleika og kærleika. (JD)

Judas

1:4


For there are certain men crept in unawares, who were before of old ordained to this condemnation, ungodly men, turning the grace of our God into lasciviousness, and denying the only Lord God, and our Lord Jesus Christ. (KJB)

Tí tað eru ávísir menn skridnir inn óvarnandi, hvørjir vórðu áður frá gamlari tíð útnevndir til hesa dómfelling, ógudiligir menn, umgerandi náði Guðs várs yvir í skendsku, og avnoktandi hin einasta Harra Guð, og Harra váran Jesus Christ. (F)

Tí nøkur menniskju hava sníkt seg inn, sum langt síðani er skrivað um frammanundan, at tey skulu falla undir henda dóm: Gudleys, ið misbrúka náði Guds okkara til skammloysi og avnokta einasta høvdinga og Harra okkara, Jesus Kristus. (VD)

Tí at nakrir menn hava smeitt seg inn, sum langt síðan frammanundan vóru innskrivaðir til henda dóm: gudleysir, sum misbrúka náði Guðs várs til ólíkligskap og avnokta okkara einasta høvdinga og harra Jesus Krist. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

16:5


And I heard the angel of the waters say, Thou art righteous, O Lord, which art, and wast, and shalt be, because thou hast judged thus. (KJB)

Og eg hoyrdi eingil vatnanna siga, Tú ert rættvísur, O Harri, sum ert, og vart, og skalt verða, av tí at tú hevurt dømt svá. (F)

Og eg hoyrdi eingil vatnanna siga: »Rættvísur ert Tú, sum ert, og sum vart, Tú heilagi, at Tú hevur felt henda dóm! (VD)

Og eg hoyrdi eingil vatnanna siga: »Rættvísur ert tú, tú sum ert, og tú sum vart, tú hin heilagi, tí at tú hevur dømt soleiðis: (JD)

Opinbering

Jóhannesar

17:14


These shall make war with the Lamb, and the Lamb shall overcome them: for he is Lord of lords, and King of kings: and they that are with him are called, and chosen, and faithful. (KJB)

Hesir skulu føra kríggj við Lambið, og Lambið skal yvir-vinna teir: tí hann er Harri harra og Kongur konga: og teir sum eru við honum eru kallaðir, og útvaldir, og trúfastir. (F)

Hesir skulu berjast við lambið; men lambið skal sigra - tað og tey, sum við tí eru, hini kallaðu, útvaldu og trúføstu - tí tað er Harri harra og Kongur konga.« (VD)

Hesir skulu stríða móti lambinum, og lambið skal vinna á teimum, - tí at tað er drottur drotta og kongur konga - og teir, sum eru við tí, hinir kallaðu og útvaldu og trúgvu.« (JD)

Opinbering

Jóhannesar

19:1


And after these things I heard a great voice of much people in heaven, saying, Alleluia; Salvation, and glory, and honour, and power, unto the Lord our God: (KJB)

Og eftir hesar lutir hoyrdi eg mikla rødd av nógvum fólki í himni, sigandi; Alleluia; Frelsa, og dýrd, og heiður, og máttur, til Harrans Guðs várs: (F)

Síðani hoyrdi eg eins og hart ljóð av stórum skara í Himli; tey søgdu: »Halleluja! Frelsan, dýrdin og kraftin hoyrir Gudi okkara til. (VD)

Eftir hetta hoyrdi eg sum harða rødd av stórum skara á himni, og teir søgdu: »Halleluja! Frelsan og dýrdin og mátturin er Guðs várs! (JD)

Opinbering

Jóhannesar

19:16

And he hath on his vesture and on his thigh a name written, KING OF KINGS, AND LORD OF LORDS. (KJB)

Og hann hevur á kappa sínum og á lend síni eitt navn ritað, KONGUR KONGA, OG HARRI HARRA. (F)

Á kappanum og á lendum Sínum hevur Hann navn skrivað: »Kongur konga og Harri harra.« (VD)

Og á skikkju síni og á lend síni hevur hann navn skrivað: »Kongur konga og drottur drotta.« (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár gjørt umvendingar føsta sodomi fótnotur Amen

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF Antioch vs Alexandria - PDF

facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri
Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher


Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA