Matthæus

1:22

Now all this was done, that it might be fulfilled which was spoken of the Lord by the prophet, saying, (KJB)

Nú, alt hetta varð gjørt, at tað mátti verða uppfylt hvørt talað varð av Harranum við prophetinum, sigandi, (F)

Alt hetta hendi, fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er av Harranum við profetinum, sum sigur: (VD)

Men hetta hendi alt samalt, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var av Harranum við profetinum, ið sigur: (JD)

Matthæus

 6:10

Thy kingdom come. Thy will be done in earth, as it is in heaven. (KJB)

Komi kongadømi títt. Veri gjørdur vilji tín á jørð, sum hann er í himni. (F)

Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við! (VD)

komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð; (JD)

Matthæus

8:13

And Jesus said unto the centurion, Go thy way; and as thou hast believed, so be it done unto thee. And his servant was healed in the selfsame hour. (KJB)

Og Jesus segði við hundraðs-ovastan, Far leið tína; og sum tú hevurt trúð, so veri tað gjørt tær. Og tænari hansara varð grøddur í sjálvum hinum sama tíma. (F)

So segði Jesus við høvuðsmannin: »Far! Tær verði, sum tú trúði!« Og drongurin varð frískur í somu stund. (VD)

Og Jesus segði við herhøvdingan: »Far tú heim; tær verði, sum tú trúði!« Og drongurin varð frískur í somu stund. (JD)

Matthæus

18:31

So when his fellowservants saw what was done, they were very sorry, and came and told unto their lord all that was done. (KJB)

So tá ið samtænarar hansara sóu tað sum var gjørt, vórðu teir sera syrgnir, og komu og søgdu harra sínum alt sum var gjørt. (F)

Táið nú samtænarar hansara sóu tilgongdina, vórðu teir ógvuliga harmir; og teir komu og søgdu harra sínum frá, hvussu vorðið var. (VD)

Tá ið nú lagsmenn hansara sóu, hvat ið hent var, vórðu teir ógvuliga harmir; og teir komu og søgdu harra sínum frá øllum tilganginum. (JD)

Matthæus

21:4

All this was done, that it might be fulfilled which was spoken by the prophet, saying, (KJB)

Alt hetta varð gjørt, at tað mátti verða uppfylt hvørt talað var við prophetinum, sigandi, (F)

- Hetta hendi, fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við profetinum, ið sigur: (VD)

Men hetta hendi, til tess at tað skuldi ganga út, sum talað er av profetinum, tá ið hann sigur: (JD)

Matthæus

21:21

Jesus answered and said unto them, Verily I say unto you, If ye have faith, and doubt not, ye shall not only do this which is done to the fig tree, but also if ye shall say unto this mountain, Be thou removed, and be thou cast into the sea; it shall be done. (KJB)

Jesus svaraði og segði við teir, Sanniliga sigi eg tykkum, Um tit hava trúgv, og ivast ikki, tit skulu ikki einans gera hetta sum er gjørt við fikutræið, men eisini um tit skulu siga við hetta fjall, Veri tú burtflutt, og veri tú kastað inn í sjógvin; tað skal verða gjørt. (F)

Jesus svaraði reimum: »Sanniliga, sigi Eg rykkum: Hava tit trúgv og ivast ikki, skulu tit ikki bert kunna gera hetta við fikutræið; nei, um tit so siga við hetta fjall: »Lyft teg upp og kasta teg í havið!« skal so verða. (VD)

Men Jesus svaraði og segði við teir: »Sanniliga sigi eg tykkum, um tit hava trúgv og ikki ivast, tá skulu tit ikki bert kunna gera hetta við fikutræið; men um tit so siga við hetta fjallið: »Lyft teg upp og kasta teg í havið!« tá skal tað verða so. (JD)

Matthæus

25:21

His lord said unto him, Well done, thou good and faithful servant: thou hast been faithful over a few things, I will make thee ruler over many things: enter thou into the joy of thy lord. (KJB)

Harri hansara segði við hann, Væl gjørt, góði og trúfasti tænari: tú hevurt verið trúfastur yvir fáum lutum, eg vil gera teg stjórnara yvir mongum  lutum: gakk tú inn til frøis harra tíns. (F)

Harri hansara segði við hann: »Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!« (VD)

Húsbóndi hansara segði við hann: »Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!« (JD)

Matthæus

25:23

His lord said unto him, Well done, good and faithful servant; thou hast been faithful over a few things, I will make thee ruler over many things: enter thou into the joy of thy lord. (KJB)

Harri hansara segði við hann, Væl gjørt, góði og trúfasti tænari; tú hevurt verið trúfastur yvir fáum lutum, eg vil gera teg stjórnara yvir mongum lutum: gakk tú inn til frøis harra tíns. (F)

Harri hansara segði við hann: »Gott, tú góði og trúgvi tænari! Tú vart trúgvur yvir lítlum; eg skal seta teg yvir nógv. Far inn til gleði harra tíns!« (VD)

Húsbóndi hansara segði við hann: »Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!« (JD)

Matthæus

26:42

He went away again the second time, and prayed, saying, O my Father, if this cup may not pass away from me, except I drink it, thy will be done. (KJB)

Hann fór burtur aftur aðru ferðina, og bað, sigandi, O Faðir mín, um hetta bikar mái ikki flyta burt frá mær, uttan eg tað drekki, verði gjørdur vilji tín. (F)

Aftur fór Hann burtur, aðru ferð, og bað: »Faðir Mín! Kann hesin kalikur ikki fara frá Mær - má Eg drekka hann - so verði vilji Tín!« (VD)

Uppaftur á øðrum sinni fór hann burtur frá teimum og bað og segði: »Faðir mín, um tað ikki er gjørligt, at henda skál kann ganga um meg, uttan at eg skal drekka hana, tá verði vilji tín!« (JD)

Matthæus

26:56

But all this was done, that the scriptures of the prophets might be fulfilled. Then all the disciples forsook him, and fled. (KJB)

Men alt hetta varð gjørt, at skriftir prophetanna máttu verða uppfyltar. Tá yvirgóvu allir lærusveinarnir hann, og flýddu. (F)

Men alt hetta hevur hent, fyri at skriftir profetanna skuldu ganga út.« Tá rýmdu allir lærisveinarnir frá Honum og flýddu. (VD)

Men alt hetta er hent, til tess at skriftir profetanna skuldu ganga út.« Tá fóru allir lærusveinarnir frá honum og rýmdu. (JD)

Matthæus

27:54

Now when the centurion, and they that were with him, watching Jesus, saw the earthquake, and those things that were done, they feared greatly, saying, Truly this was the Son of God. (KJB)

Nú, tá ið herovastin, og teir sum vóru við honum, vaktandi Jesus, sóu jarðskjálvtan, og teir lutir ið vórðu gjørdir, óttaðust teir stórliga, sigandi, Sanniliga, hesin var Sonur Guðs. (F)

Men táið høvuðsmaðurin og teir, ið við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu jarðskjálvtan og tað, sum hendi, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: »Sanniliga, hesin var Sonur Guds!« (VD)

Men tá ið høvuðsmaðurin og teir, sum saman við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu landskjálvtan og tað, ið til barst, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: »Sanniliga var hesin sonur Guðs!« (JD)

Matthæus

28:11

Now when they were going, behold, some of the watch came into the city, and shewed unto the chief priests all the things that were done. (KJB)

Nú, sum tær vóru farandi, sí, summir av varðmonnunum komu inn í staðin, og sýndu høvuðsprestunum allar lutirnar sum vóru gjørdir. (F)

Meðan tær nú vóru á leið hagar, komu nakrir av vaktini inn í staðin og bóru høvuðsprestunum boð um alt, ið hent hevði. (VD)

Men meðan tær vóru á leiðini hagar, sí, tá komu nakrir av vaktarmonnunum inn í staðin og søgdu høvuðsprestunum frá øllum tí, ið til hevði borist. (JD)

Markus

4:11

And he said unto them, Unto you it is given to know the mystery of the kingdom of God: but unto them that are without, all these things are done in parables: (KJB)

Og hann segði við teir, Tykkum er tað givið at kenna loyndardóm kongadømis Guðs: men teim ið eru fyri uttan, verða allir hesir lutir gjørdir í dømisøgum: (F)

Tá segði Hann við teir: »Tykkum er loyndarmál Guds ríkis givið; men teimum, ið uttanfyri eru, verður alt sagt í líknilsum, (VD)

Og hann segði við teir: »Tykkum eru Guðs ríkis loyndarmál givin; men til teirra, ið uttanfyri eru, kemur alt í líknilsum, (JD)

Markus

5:14

And they that fed the swine fled, and told it in the city, and in the country. And they went out to see what it was that was done. (KJB)

Og teir sum føddu svínini flýddu, og søgdu frá tí í staðinum, og á landinum. Og tey fóru út at síggja hvat tað var sum var gjørt. (F)

Men svínahirðarnir tóku til beins og fóru og søgdu frá tí inni í staðnum og í bygdunum har. Og fólk fór út at síggja, hvat tað var, ið hent hevði. (VD)

Og hirðarnir, sum sótu hjá teimum, rýmdu og søgdu frá inni í staðinum og úti um á bygdum; og fólk fóru út at síggja, hvat tað var, sum hent var. (JD)

Markus

5:33

But the woman fearing and trembling, knowing what was done in her, came and fell down before him, and told him all the truth. (KJB)

Men kvinnan óttandi og piprandi, vitandi hvat var gjørt í henni, kom og fell niður frammi fyri  honum, og segði honum allan sannleikan. (F)

Kvinnan - sum vitsti, hvat hana hevði hent - kom nú rødd og skelvandi og fall niður fyri Honum og segði Honum alt, sum tað var. (VD)

Men konan kom óttafull og piprandi, av tí at hon visti, hvat ið henni var hent, og kastaði seg niður fyri føturnar á honum, og segði honum allan sannleikan. (JD)

Markus

13:30

Verily I say unto you, that this generation shall not pass, till all these things be done. (KJB)

Sanniliga sigi eg tykkum, at henda ætt skal ikki ganga undir, fyrrenn   allir   hesir lutir verða gjørdir. (F)

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent. (VD)

Sanniliga sigi eg tykkum: Henda slektin skal als ikki ganga undir, fyrr enn alt hetta hendir. (JD)

Lukas

4:23

And he said unto them, Ye will surely say unto me this proverb, Physician, heal thyself: whatsoever we have heard done in Capernaum, do also here in thy country. (KJB)

Og hann segði við tey, Tit vilja vissuliga siga við meg hetta orðtakið, Lækni, grøð teg sjálvan: hvatsumhelst vit hava hoyrt gjørt í Ca-per´-na-um, ger eisini her í landi tínum. (F)

Tá segði Hann við tey: »Sjálvsagt fara tit at minna Meg á orðtakið: »Lækni, grøð teg sjálvan!« »Ger eisini her í heimbygd Tíni slík stórverk, sum vit hava frætt, hava hent í Kapernaum!«« (VD)

Og hann segði við tey: »Óivað munnu tit fara og siga við meg hetta orðtakið: »Lækni, lek sjálvan teg. Ger eisini her í heimbygd tíni so stór verk, sum vit hava frætt at vera hend í Kapernaum.«« (JD)

Lukas

8:34

When they that fed them saw what was done, they fled, and went and told it in the city and in the country. (KJB)

Tá ið teir sum føddu tey sóu hvat var gjørt, flýddu teir, og fóru og søgdu frá tí í staðinum og á landinum. (F)

Men táið hirðarnir sóu tað, sum hent hevði, flýddu teir og søgdu frá tí inni í staðnum og í bygdunum. (VD)

Men tá ið hirðarnir sóu tað, sum hent var, rýmdu teir og bóru tíðindi um hetta inn í staðin og út um bygdir. (JD)

Lukas

8:35

Then they went out to see what was done; and came to Jesus, and found the man, out of whom the devils were departed, sitting at the feet of Jesus, clothed, and in his right mind: and they were afraid. (KJB)

Tá fóru tey út at sjá hvat var gjørt; og komu til Jesu, og funnu mannin, út úr hvørjum djevlarnir vóru  farnir  avstað, sitandi við føtur Jesu, klæddan, og í sínum rætta sinni: og tey vórðu rædd. (F)

Fólk kom tá út at síggja tað, sum hent hevði; tey komu til Jesus og funnu mannin, ið hinir illu andarnir vóru farnir út úr, sitandi við føtur Jesusar, ílatnan og við seg sjálvan; tá óttaðust tey. (VD)

Og tey fóru út at síggja tað, sum hent var, og tey komu til Jesus og funnu mannin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, sitandi ílatnan og við sínum fulla viti við føturnar á Jesusi; og ótti kom á tey. (JD)

Lukas

8:56

And her parents were astonished: but he charged them that they should tell no man what was done. (KJB)

Og foreldur hennara vórðu ovfarin: men hann álegði teimum at tey skuldu siga ongum manni hvat var gjørt. (F)

Foreldur hennara vórðu ovfarin. Men Hann beyð teimum ongum at siga tað, sum hent hevði. (VD)

Og foreldur hennara vórðu heilt bilsin. Men hann beyð teimum ongum at siga frá hesum tilburði. (JD)

Lukas

9:7

Now Herod the tetrarch heard of all that was done by him: and he was perplexed, because that it was said of some, that John was risen from the dead; (KJB)

Nú, fjórðingsfúrstin Heródes hoyrdi um alt tað sum varð gjørt av honum: og hann var ørkymlaður av tí at tað varð sagt av summum, at Jóhannes var risin frá hinum deyðu; (F)

Men Heródes fjórðingshøvdingi frætti alt tað, sum hendi; og hann var í døpurhuga, tí summi søgdu, at Jóhannes var risin upp frá hinum deyðu, (VD)

Men Heródes, fjórðingshøvdingin, fekk at frætta alt hetta, ið hendi; og hann var í døpurhuga, av tí at summi søgdu, at Jóhannes var risin upp frá deyðum, (JD)

Lukas

11:2

And he said unto them, When ye pray, say, Our Father which art in heaven, Hallowed be thy name. Thy kingdom come. Thy will be done, as in heaven, so in earth. (KJB)

Og hann segði við teir, Tá ið tit biðja, sigið, Faðir vár, sum ert í himni, Halgað veri navn títt. Komi kongadømi títt. Veri gjørdur vilji tín, sum í himni, so á jørð. (F)

Hann segði við teir: »Táið tit biðja, sigið tá: »Faðir! Heilagt verði navn Títt! Komi ríki Títt! (VD)

Men hann segði við teir: »Tá ið tit biðja, tá sigið: Faðir, heilagt veri navn títt, komi ríki títt, (JD)

Lukas

22:42

Saying, Father, if thou be willing, remove this cup from me: nevertheless not my will, but thine, be done. (KJB)

Sigandi, Faðir, um tú veri viljugur, tak burtur hetta bikar frá mær: hóast hetta ikki vilji mín, men tín, veri gjørdur. (F)

og segði: / »Faðir, hevði Tú viljað tikið henda kalik frá Mær! Tó, verði ikki vilji Mín, men Tín!« (VD)

og segði: / »Faðir, hevði tú viljað tikið hesa skál frá mær! Men verði tó ikki mín vilji, men tín!« (JD)

Lukas

23:31

For if they do these things in a green tree, what shall be done in the dry? (KJB)

Tí um teir geri hesar lutir í einum grønum træi, hvat skal verða gjørt í hinum turra? (F)

Tí verður gjørt so við hitt grøna træið, hvussu fer tá at gangast hinum turra!« (VD)

Tí at gera tey hetta við hitt grøna træið, hvussu fer tá at gangast hinum turra?« « (JD)

Lukas

23:47

Now when the centurion saw what was done, he glorified God, saying, Certainly this was a righteous man. (KJB)

Nú, tá ið hundraðsovastin sá hvat var gjørt, dýrðmetti hann Guð, sigandi, Vissuliga, hesin var ein rættvísur maður.  (F)

Men táið høvuðsmaðurin sá tað, ið hendi, gav hann Gudi dýrd og segði: »Sanniliga var hesin Maður rættvísur!« (VD)

Men tá ið herhøvdingin sá tað, sum hendi, gav hann Guði æruna og segði: »Av sonnum var hesin maður rættvísur!« (JD)

Lukas

23:48

And all the people that came together to that sight, beholding the things which were done, smote their breasts, and returned. (KJB)

Og alt fólkið sum kom saman til hasar sjónar, skoðandi teir lutir sum vóru gjørdir, bardi seg fyri bringu, og vendi aftur. (F)

Og alt fólkið, sum saman var komið at síggja hetta, sló seg fyri bróstið og fór avstað aftur, táið tey sóu tað, ið hendi. (VD)

Og allar tær mannamúgvur, sum saman vóru komnar at síggja hesa sjón, slógu seg fyri bringuna, tá ið tær sóu, hvat ið hendi, og fóru avstað aftur. (JD)

Lukas

24:21

But we trusted that it had been he which should have redeemed Israel: and beside all this, to day is the third day since these things were done. (KJB)

Men vit troystaðu á at tað hevði verið hann sum skuldi havt endurloyst Ísrael: og umframt alt hetta, í dag er hin triðji dagur síðan hesir lutir vórðu gjørdir. (F)

Vit vónaðu, at Hann var tann, ið skuldi endurloysa Ísrael; men tó - oman á alt hetta er í dag triði dagurin, síðani hetta hendi. (VD)

Men vit vónaðu, at hann var tann, ið skuldi loysa út Ísrael. Men ið hvussu er, so er tað tó nú triði dagurin, síðan hetta barst til. (JD)

Lukas

24:35

And they told what things were done in the way, and how he was known of them in breaking of bread. (KJB)

Og teir søgdu frá hvørjir lutir vóru gjørdir á veginum, og hvussu hann varð kendur av teimum í bróting av breyði. (F)

Tá søgdu teir frá tí, sum hent hevði á vegnum, og hvussu Hann varð kendur av teimum, táið Hann breyt breyðið. (VD)

Og hesir søgdu frá tí, sum hent var á veginum, og hvussu hann varð kendur av teimum, við tað at hann breyt breyðið. (JD)

Jóhannes

1:3

All things were made by him; and without him was not any thing made that was made. (KJB)

Allir lutir vórðu gjørdir av honum; og uttan hann varð ikki nakar lutur gjørdur sum varð gjørdur. (F)

Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. (VD)

Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið. (JD)

Jóhannes

1:28

These things were done in Bethabara beyond Jordan, where John was baptizing. (KJB)

Hesir lutir vórðu gjørdir í Beth-a-ba´-ru; hinumegin Jordan, hvar Jóhannes doypti. (F)

Hetta hendi í Betania hinumegin Jordan, har sum Jóhannes doypti. (VD)

Hetta hendi í Betániu, hinumegin Jórdan, har sum Jóhannes doypti. (JD)

Jóhannes

15:7

If ye abide in me, and my words abide in you, ye shall ask what ye will, and it shall be done unto you. (KJB)

Um tit verði verandi í mær, og orðini hjá mær verði verandi í tykkum, skulu tit umbiðja hvat tit vilja, og tað skal verða gjørt tykkum. (F)

Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað! (VD)

Verða tit verandi í mær, og verða orð míni verandi í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tað skal veitast tykkum. (JD)

Jóhannes

19:36

For these things were done, that the scripture should be fulfilled, A bone of him shall not be broken. (KJB)

Tí hesir lutir vórðu gjørdir, at skriftin skuldi verða uppfylt, Eitt bein hans skal ei verða brotið. (F)

Tí hetta hendi, fyri at skriftin skuldi ganga út: »Einki bein í Honum skal verða brotið.« (VD)

Tí at hetta hendi, til tess at skriftin skuldi ganga út: »Bein skal ikki verða brotið í tí.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

4:9

If we this day be examined of the good deed done to the impotent man, by what means he is made whole; (KJB)

Um vit henda dag verða rannsakaðir um ta góðu gerð gjørda við vanmáttiga mannin, við hvørjum háttalagi hann er gjørdur heilur; (F)

Við tað at vit í dag verða tiknir til avhoyringar fyri vælgerð móti sjúkum manni - um, hvørjum hann er grøddur við, (VD)

Tá ið vit í dag verða rannsóktir fyri eina góðgerð móti einum vanførum manni, um hvat hann er vorðin heilskapaður við, (JD)

Gerningar

Apostlanna

4:16

Saying, What shall we do to these men? for that indeed a notable miracle hath been done by them is manifest to all them that dwell in Jerusalem; and we cannot deny it. (KJB)

Sigandi, Hvat skulu vit gera við hesar menn?  tí at eitt merkisvert kraftarverk víst hevur verið gjørt av teimum er eyðsýnt fyri øllum teim sum dvøljast í Jerusalem; og vit kunnu ikki avnokta tað. (F)

»Hvat skulu vit gera við hesar menn? Tí at skilligt tekin er gjørt við teimum, er jú øllum opinbert, sum í Jerúsalem búgva, og tað kunnu vit ikki nokta. (VD)

»Hvat skulu vit gera við hesar menn? Tí at eitt skilligt tekin er hent av teirra ávum, tað er øllum teimum kunnigt, sum búgva í Jerúsalem, og vit kunnu ikki nokta fyri tí. (JD)

Gerningar

Apostlanna

4:21

So when they had further threatened them, they let them go, finding nothing how they might punish them, because of the people: for all men glorified God for that which was done. (KJB)

So tá ið teir høvdu víðari hótt teir, lótu teir teir fara, finnandi einkið hvussu teir máttu revsað teir, uppá grund av fólkinum: tí allir menn dýrðmettu Guð fyri tað sum var gjørt. (F)

Teir hóttu teir tá enn meir og lótu teir so fara. Tí fyri fólksins skuld sóu teir sær ongar vegir til at straffa teir, við tað at øll lovaðu Gudi fyri tað, sum hent hevði. (VD)

Men teir hóttu teir tá enn meira, og sleptu teimum, tí at teir vistu sær eingi ráð at revsa teir, fyri fólksins skuld; tí at øll lovaðu Guði fyri tað, sum hent var. (JD)

Gerningar

Apostlanna

4:28

For to do whatsoever thy hand and thy counsel determined before to be done. (KJB)

Fyri at gera hvatsumhelst hond tín og ráð títt avráddi fyrifram at verða gjørt. (F)

- til at gera tað, sum hond Tín og ráð Títt frammanundan høvdu gjørt av, skuldi henda. (VD)

at gera alt tað, sum hond tín og ráð títt frammanundan høvdu fyriskipað skuldi hendast. (JD)

Gerningar

Apostlanna

4:30

By stretching forth thine hand to heal; and that signs and wonders may be done by the name of thy holy child Jesus. (KJB)

Við at rætta fram hond tína at grøða; og at tekin og undur mega verða gjørd við navni heilaga barns tíns Jesu. (F)

við tað at Tú rættir út hond Tína til grøðing og letur tekin og undur henda við navni Jesusar, heilaga tænara Tíns!« (VD)

við tað at tú rættir út hond tína til heilsubótar, og tekin og undur henda við navn heilaga tænara tíns, Jesu.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

5:7

And it was about the space of three hours after, when his wife, not knowing what was done, came in. (KJB)

Og tað var umleið skeiðið á tríggjar tímar aftaná, tá ið kona hansara, ei vitandi hvat var gjørt, kom inn. (F)

Okkurt um tríggjar tímar seinni kom kona hansara inn - hon vitsti einki um tað, ið hent hevði. (VD)

Og okkurt um tríggjar tímar seinni bar tað so til, at kona hansara, sum einki visti um tað, ið hent hevði, kom inn. (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:16

This was done thrice: and the vessel was received up again into heaven. (KJB)

Hetta varð gjørt trísinnis: og ílatið varð móttikið upp aftur inn í himin. (F)

Hetta hendi tríggjar ferðir; so varð tað alt fyri eitt tikið upp aftur til Himmals. (VD)

Hetta hendi tríggjar ferðir, og alt fyri eitt varð luturin tikin upp aftur til himmals. (JD)

Gerningar

Apostlanna

11:10

And this was done three times: and all were drawn up again into heaven. (KJB)

Og hetta varð gjørt tríggjar ferðir: og allir vórðu drignir upp aftur inn í himin. (F)

Hetta hendi tríggjar ferðir; so varð tað alt samalt drigið upp aftur til Himmals. (VD)

Hetta hendi tríggjar ferðir, og alt varð so aftur drigið upp í himmalin. (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:12

Then the deputy, when he saw what was done, believed, being astonished at the doctrine of the Lord. (KJB)

Fulltrúin, tá ið hann sá hvat var gjørt, trúði tá, verandi ovfarin yvir Guðslæru Harrans. (F)

Táið landshøvdingin sá hetta, ið hent hevði, kom hann til trúgv, og hann undraðist stórliga á læru Harrans. (VD)

Tá tók landshøvdingin við trúgv, tá ið hann sá henda tilburð, og hann undraðist stórliga á læru Harrans. (JD)

Gerningar

Apostlanna

14:3

Long time therefore abode they speaking boldly in the Lord, which gave testimony unto the word of his grace, and granted signs and wonders to be done by their hands. (KJB)

Langa tíð tessvegna vórðu teir verandi, talandi djarvliga í Harranum, sum gav náðar-orði sínum vitnisburð, og veitti tekin og undur at verða gjørd við hondum teirra. (F)

Har vóru teir nú langa tíð og talaðu djarvir í Harranum, og Hann gav náðiorði Sínum vitnisburð og læt tekin og undur verða gjørd við hondum teirra. (VD)

Teir dvaldust tá har eina langa tíð og talaðu við góðum treysti í Harranum, sum gav orðinum um náði sína vitnisburð, við tað at hann læt tekin og undur henda við hondum teirra. (JD)

Gerningar

Apostlanna

21:14

And when he would not be persuaded, we ceased, saying, The will of the Lord be done. (KJB)

Og tá ið hann vildi ikki verða yvirtalaður, góvust vit, sigandi, Vilji Harrans veri gjørdur. (F)

Við tað at hann nú ikki læt seg yvirtala, góvust vit og søgdu: »Verði vilji Harrans!« (VD)

Men tá ið hann ikki læt seg tala frá, tagnaðu vit og søgdu: »Verði vilji Harrans!« (JD)

Gerningar

Apostlanna

24:2

And when he was called forth, Tertullus began to accuse him, saying, Seeing that by thee we enjoy great quietness, and that very worthy deeds are done unto this nation by thy providence, (KJB)

Og tá ið hann varð kallaður fram, byrjaði Ter´-tul-lus at ákæra hann, sigandi, Eftir sum at við tær vær njótum mikla stillsemi, og at sera verdugar gerðir verða gjørdar hesi tjóð við forsjón tíni, (F)

Hann varð tá kallaður inn, og Tertullus fór nú at klaga hann og segði: / »Nógvan frið njóta vit við tær, og rættarbøtur á allan hátt og allastaðni falla hesum fólki í lut við umsorgan tíni; hetta ásanna vit, mektigasti Feliks, og bera tær alla tøkk. (VD)

Og tá ið hann var kallaður fyri, tók Tertullus at klaga hann og segði: / »At vit av tínum ávum njóta miklan frið, og at rættarbøtur í øllum førum og allar staðir verða hesum fólki givnar av tíni umsjón, mætasti Feliks, tað ásanna vit við allari takksemi. (JD)

Gerningar

Apostlanna

26:26

For the king knoweth of these things, before whom also I speak freely: for I am persuaded that none of these things are hidden from him; for this thing was not done in a corner. (KJB)

Tí kongur veit um hesar lutir, frammi fyri hvørjum eg eisini tali frítt: tí eg eri sannførdur at eingir av hesum lutum eru fjaldir fyri honum; tí hesin lutur varð ikki gjørdur í einum úthorni. (F)

Kongur veit um hetta, og við hann tali eg djarvur; tí eg eri vísur í, at einki av hesum er honum ókunnigt; hetta hevur jú ikki hent í avkróki! (VD)

Tí at kongurin hevur greiðu á hesum, og til hansara tali eg við góðum treysti; tí at eg hugsi ikki, at nakað av hesum er dult fyri honum, tí at ikki hevur hetta tilborist í einum avbýli. (JD)

Gerningar

Apostlanna

28:9

So when this was done, others also, which had diseases in the island, came, and were healed: (KJB)

So tá ið hetta var gjørt, onnur eisini, sum høvdu sjúkdómar á oynni, komu og vórðu grødd: (F)

Táið hetta hevði hent, komu eisini hini har í oynni, sum sjúkur høvdu, og vórðu grødd. (VD)

Og tá ið hetta hevði tilborist, komu eisini hini á oynni, sum høvdu sjúkdómar, til hansara og vórðu grødd. (JD)

Fyrri

Corintharar

9:15

But I have used none of these things: neither have I written these things, that it should be so done unto me: for it were better for me to die, than that any man should make my glorying void. (KJB)

Men eg havi brúkt ongar av hesum lutum: eiheldur havi eg skrivað hesar lutir, at tað skuldi verða soleiðis gjørt mær: tí tað var betri fyri meg at doyð, enn at nakar maður skuldi gjørt rósan mína til einkiðs. (F)

Men eg havi ongum av hesum gjørt nýtslu av. Heldur ikki skrivi eg hetta, fyri at so skal verða við mær; eg vildi fyrr doyð, enn at nakar skal gera rós mítt til einkis. (VD)

Men eg havi ikki gjørt nýtslu av nøkrum av hesum; og eg skrivi hetta heldur ikki fyri tað, at tað skal verða gjørt soleiðis við meg; tí at heldur vildi eg doyð, enn at nakar skuldi gera rós mítt til einkis. (JD)

Fyrri

Corintharar

14:26

How is it then, brethren? when ye come together, every one of you hath a psalm, hath a doctrine, hath a tongue, hath a revelation, hath an interpretation. Let all things be done unto edifying. (KJB)

Hvussu er tað tá, brøður? tá ið tit koma saman, hvør og ein av tykkum hevur ein psálm, hevur eina Guðslæru, hevur eina tungu, hevur eina opinbering, hevur eina týðing. Latið allar lutir verða gjørdar til uppbyggingar. (F)

Hvussu er tá, brøður? - Táið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungutalu, útlegging - latið alt vera til uppbygging! (VD)

Hvussu er tað tá, brøður? Tá ið tit koma saman, tá hevur hvør sítt: ein hevur ein sálm, ein læru, ein opinbering, ein tungutalu, ein týðing. Alt veri til uppbyggingar! (JD)

Fyrri

Corintharar

14:40

Let all things be done decently and in order. (KJB)

Latið allar lutir verða gjørdar sómasamliga og í reglu. (F)

Men alt gangi sømiliga og við skili! (VD)

Men sómi og skil veri á øllum! (JD)

Annar

Corintharar

3:7

But if the ministration of death, written and engraven in stones, was glorious, so that the children of Israel could not stedfastly behold the face of Moses for the glory of his countenance; which glory was to be done away: (KJB)

Men um tænastan av deyða, ritað og ískavað í steinar, var dýrdarfull, so at børn Ísraels kundu ikki støðufastliga skoða andlit Mósesar fyri dýrdini av ásjón hansara; hvør dýrd varð at verða avtikin: (F)

Um nú tænasta deyðans, sum við bókstøvum var høgd inn í steinar, kom fram í dýrd, so Ísraelsmenn fingu ikki hugt á andlit Mósesar fyri dýrd andlits hansara - sum tó svann burtur - (VD)

Men tá ið tænasta deyðans, sum við bókstøvum var innhøgd í steinar, kom fram í dýrd, so at Ísraelsmenn ikki toldu at líta at andliti Mósesar fyri ljómanum í andliti hansara, sum tó hvarv burtur, (JD)

Annar

Corintharar

3:11

For if that which is done away was glorious, much more that which remaineth is glorious. (KJB)

Tí um tað sum varð avtikið var dýrdarfult, mikið meira tað sum verður verandi er dýrdarfult. (F)

Tí var tað, sum burtur svann, í dýrd - mangan meir skal tað, sum varir við, vera í dýrd. (VD)

Tí at tá ið tað, sum hvørvur burtur, kom fram í dýrd, tá skal mikið meira tað, sum varir við, vera í dýrd. (JD)

Annar

Corintharar

3:14

But their minds were blinded: for until this day remaineth the same vail untaken away in the reading of the old testament; which vail is done away in Christ. (KJB)

Men hugar teirra vórðu blindaðir: tí inntil henda dag er verandi hitt sama slørið, óburturtikið í lesingini av hinum gamla testamenti; hvørt slør verður tikið av í Christi. (F)

Men sinni teirra varð hert; tí líka til henda dag hava tey fyri andlitinum við sama lagi, táið hin gamli sáttmálin verður lisin, hann, sum svinnur burt í Kristusi. (VD)

Men hugur teirra varð forherðaður; tí at líka til dagin í dag liggur sama skýlið yvir upplestrinum av hinum gamla sáttmálanum og verður ikki tikið burturav; tí at eina í Kristi fer tað burtur. (JD)

Colossensarnir

4:9


With Onesimus, a faithful and beloved brother, who is one of you. They shall make known unto you all things which are done here. (KJB)

Við O-nes´-i-mus-i, einum trúføstum og háttelskaðum bróðuri, hvør er ein av tykkum. Teir skulu gera kunnar tykkum allar lutir sum eru gjørdir her. (F)

Eisini sendi eg Onesimus, hin trúfasta og elskaða bróðurin, sum er úr býi tykkara; teir skulu siga tykkum frá øllum her. (VD)

saman við Onesimusi, hinum trúgva og elskaða bróðurinum, sum er frá bygd tykkara. Teir skulu greiða tykkum frá, hvussu alt stendur til her. (JD)

Hebrearar

10:29

Of how much sorer punishment, suppose ye, shall he be thought worthy, who hath trodden under foot the Son of God, and hath counted the blood of the covenant, wherewith he was sanctified, an unholy thing, and hath done despite unto the Spirit of grace? (KJB)

Til hvussu mikið svárari revsing, halda tit, skal hann verða hildin verdur, hvør hevur traðkað undir fót Son Guðs, og hevur roknað blóð sáttmálans, við hvørjum hann varð halgaður, ein vanheilagan lut, og hevur gjørt háðan innat náðar-Andanum? (F)

- Hvussu mangan verri revsing halda tit tá ikki, tann skal roknast verdur, sum traðkar Son Guds undir fótum, vanvirðir blóð sáttmálans - tað, sum hann varð halgaður í - og háðar Anda náðinnar! (VD)

hvør mikið verri revsing ætla tit tá ikki, at tann skal verða hildin verdur at fáa, sum hevur traðkað son Guðs undir fótum og hevur hildið blóð sáttmálans, sum hann varð halgaður í, fyri óreint, og hevur vanvirt anda náðinnar? (JD)

Jóhannesar

Opinbering

21:6

And he said unto me, It is done. I am Alpha and Omega, the beginning and the end. I will give unto him that is athirst of the fountain of the water of life freely. (KJB)

Og hann segði við meg, Tað er gjørt. Eg eri Alpha og Omega, byrjanin og endin. Eg vil geva honum sum er tyrstur av kelduni av lívsins vatni fyri einkið. (F)

Hann segði við meg: »Tað er gjørt! Eg eri alfa og omega, upphavið og endin. Eg skal geva hinum tysta at drekka fyri einki av keldu lívsvatnsins. (VD)

Og hann segði við meg: »Tað er hent. Eg eri Alfa og Omega, upphavið og endin. Eg skal geva tí, sum tystur er, av keldu lívsvatnsins fyri einki. (JD)

Jóhannesar

Opinbering

22:6

And he said unto me, These sayings are faithful and true: and the Lord God of the holy prophets sent his angel to shew unto his servants the things which must shortly be done. (KJB)

Og hann segði við meg, Hesar framsagnir eru trúfastar og sannar: og Harrin Guð hinna heilagu propheta sendi eingil sín at sýna tænarum  sínum hasar lutir sum mugu brátt verða gjørdir. (F)

Hann segði við meg: »Hesi orð eru trúverd og sonn; og Harrin, Gud anda profetanna, hevur sent eingil Sín at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt fer at henda. (VD)

Og hann segði við meg: »Hesi orð eru álítandi og sonn; og Harrin, Guð anda profetanna, sendi eingil sín til at sýna tænarum sínum tað, sum brátt skal henda. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár gjørt umvendingar føsta sodomi fótnotur Amen

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF Antioch vs Alexandria - PDF

facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri
Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher


Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA