Leviticus

16:8

And Aaron shall cast lots upon the two goats; one lot for the LORD, and the other lot for the scapegoat. (KJB)

Og Aaron skal kasta lutir yvir tær tvær geitirnar; ein lut fyri HARRAN, og hin lutin fyri syndabukkin. (FKJ)

Áron skal kasta lut um bukkarnar, ein lut fyri HARRAN og ein fyri Azazel. (VD)

og Áron skal luta um báðar havrarnar, um annan fyri Harran og um hin fyri Ázazel*. (JD)


*demonur - andi - í oyðimørkini

Matthæus

5:44

But I say unto you, Love your enemies, bless them that curse you, do good to them that hate you, and pray for them which despitefully use you, and persecute you; (KJB)

Men eg sigi tykkum, Elskið fíggindar tykkara; vælsignið tey, sum banna tykkum; gerið væl mót teimum, ið hata tykkum; og biðjið fyri teimum, sum meinfýsnisliga brúka tykkum, og søkja at tykkum; (FKJ)

Men Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum (VD)

Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara (og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum), og biðið fyri teimum, ið (illkenna tykkum og) forfylgja tykkum, (JD)


() er ikki í teim elstu handritunum.

Matthæus

11:19

The Son of man came eating and drinking, and they say, Behold a man gluttonous, and a winebibber, a friend of publicans and sinners. But wisdom is justified of her children. (KJB)

Menniskjusonurin kom etandi og drekkandi, og tey siga, Sí ein mann - átufrekan, og ein vínsvølg, ein vin hjá tollarum og syndarum. Men vísdómur er rættvísgjørdur av børnum sínum. (FKJ)

Menniskjasonurin kom - Hann etur og drekkur - og tey siga: »Hygg - átari og vínsvølgur, vinmaður tollara og syndara!« Tó, vísdómurin er rættvísgjørdur av børnum sínum.« (VD)

Menniskjusonurin kom, og hann etur og drekkur, og tey siga: »Sí, slíkur átari og drykkjumaður, tollara og syndara vinur.« Og vísdómurin er vorðin rættvísgjørdur av børnum* sínum.« (JD)


*ella av gerningum sínum.

Matthæus

12:47

Then one said unto him, Behold, thy mother and thy brethren stand without, desiring to speak with thee. (KJB)

Tá segði ein við hann, Sí, móðir tín og brøður tínir standa fyri uttan, tráandi at tala við teg. (FKJ)

Ein segði nú við Hann: »Móðir Tín og brøður Tínir standa uttanfyri og vilja tosa við Teg!« (VD)

Og onkur segði við hann: »Sí, móðir tín og brøður tínir standa her fyri uttan og spyrja eftir tær at hitta teg.« (JD)


Er ikki í teim elstu handritunum.

Matthæus

17:21

Howbeit this kind goeth not out but by prayer and fasting. (KJB)

Hvussu enn er, hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu. (FKJ)

Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu.« (VD)

[Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu«].* (JD)

 

Hetta versið stendur ikki í summum av teimum elstu handskriftunum; lænt frá Mark. 9:29.

Matthæus

18:11

For the Son of man is come to save that which was lost. (KJB)

Tí at Menniskjusonurin er komin at frelsa tað sum var burturvilst. (FKJ)

Tí Menniskjasonurin er komin at frelsa tað, sum fortapt var. (VD)

[Tí at menniskjusonurin er komin at bjarga tí, ið er burtur farið.]* (JD)


*helst lænt frá Luk. 19,10

Matthæus

19:29

And every one that hath forsaken houses, or brethren, or sisters, or father, or mother, or wife, or children, or lands, for my name's sake, shall receive an hundredfold, and shall inherit everlasting life. (KJB)

Og hvør tann sum er farin frá húsum, ella brøðrum, ella systrum, ella faðir, ella móður, ella konu, ella børnum, ella jørðum, fyri navns míns skuld, skal móttaka hundraðfalt aftur, og skal arva ævigtvarandi lív. (FKJ)

Og hvør tann, ið er farin frá húsum, brøðrum, systrum, faðir, móður, konu, børnum ella jørð fyri navns Míns skuld, skal fáa tað mangar ferðir aftur og arva ævigt lív. (VD)

Og hvør tann, sum er farin frá brøðrum ella systrum ella faðir ella móður [ella konu]* ella børnum ella jørðum ella húsum fyri navns míns sakir, skal fáa tað aftur mangar ferðir og arva eitt ævigt lív. (JD)


*Hesi orðini eru við í summum handritunum.

Matthæus

20:16

So the last shall be first, and the first last: for many be called, but few chosen. (KJB)

Soleiðis skulu hinir síðstu verða fyrstir, og hinir fyrstu síðstir: tí at mangir veri kallaðir, men fáir útvaldir. (FKJ)

Soleiðis skulu hini síðstu verða fyrst, og hini fyrstu síðst; [tí mong eru kallað, men fá eru útvald.«] (VD)

Orðini í [ ]  eru ikki í mongum av teimum elstu handritunum.

Soleiðis skulu teir seinastu verða fyrstir og teir fyrstu seinastir, [tí at mong eru kallað, men fá útvøld«]*. (JD)


* Hesi orðini standa ikki í nógvum av teim elstu handskriftunum,

lænt frá Matt. 22:14

Matthæus

23:14

Woe unto you, scribes and Pharisees, hypocrites! for ye devour widows' houses, and for a pretence make long prayer: therefore ye shall receive the greater damnation. (KJB)

Vei tykkum, skriftlærdum og Pharisearum, hyklarum! tí at tit oyðeta húsini hjá einkjum, og á kvamsvís halda langa bøn: tí skulu tit fáa tess størri heldøming. (FKJ)

Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit eta upp húsini hjá einkjum og halda á kvamsvís langar bønir; tit skulu tí fáa tess harðari dóm. (VD)

[Vei tykkum, skriftlærdir og Farisearar, tykkara falsarar! Tí at tit oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir; tit skulu tí fáa tess strangari dóm.]* (JD)


* Hetta versið er ikki í teim elstu handskriftunum, man vera lænt frá Mark. 12,40

Matthæus

27:35


Psalms 22:18

And they crucified him, and parted his garments, casting lots: that it might be fulfilled which was spoken by the prophet, They parted my garments among them, and upon my vesture did they cast lots. (KJB)

Og teir krossfestu hann, og skiftu klæðir hansara sundur, kastandi lutir: at tað mátti verða uppfylt, sum varð talað við prophetinum, Teir skiftu míni klæðir sundur sín ámillum, og um mín kappa teir kastaðu lutir. (FKJ)

Teir krossfestu Hann nú, og býttu klæði Hansara millum sín við lutakasti. (VD)

Men tá ið teir høvdu krossfest hann, býttu teir klæði hansara sundur ímillum sín og lutaðu um tey, [fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av profetinum: »Klæði míni býttu teir sín ámillum, og um kyrtil mín kastaðu teir lut.«]*. (JD)


* Hesi orðini standa ikki í teimum elstu handskriftunum.

Matthæus

27:51

And, behold, the veil of the temple was rent in twain from the top to the bottom; and the earth did quake, and the rocks rent; (KJB)

Og sí, forhangið av templinum varð skrætt í tvent frá ovast til niðast; og jørðin skalv, og klettarnir klovnaðu; (FKJ)

skrædnaði forhangið í templinum í tvey, frá í erva líka niður ígjøgnum; jørðin skalv, og klettarnir klovnaðu; (VD)

Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini* klovnaðu, (JD)


*ella: klettarnir, sum gravir vóru høgdar í.

Markus

3:32

And the multitude sat about him, and they said unto him, Behold, thy mother and thy brethren without seek for thee. (KJB)

Og mannamúgvan sat íkring hann, og tey søgdu við hann, Sí, móðir tín og brøður tínir fyri uttan søkja teg. (FKJ)

Fólkið sat rundan um Hann; og tey søgdu við Hann: »Móðir Tín og brøður Tínir eru uttanfyri og spyrja eftir Tær!« (VD)

Og ein mannfjøld sat rundan um hann, og tey siga við hann: »Hygg, móðir tín og brøður tínir [og systrar tínar]* eru uttanfyri og spyrja eftir tær!« (JD)


*Hesi orðini standa ikki í summum handritunum.

Markus

7:16

If any man have ears to hear, let him hear. (KJB)

Um nakar maður havi oyru at hoyra, lat hann hoyra. (FKJ)

Tann, sum hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!« (VD)

[Um nakar hevur oyru at hoyra við, hann hoyri!«]* (JD)


*Hetta versið er ikki í nógvum av teimum elstu handskriftunum.

Markus

8:26

And he sent him away to his house, saying, Neither go into the town, nor tell it to any in the town. (KJB)

Og hann sendi hann avstað heim til húsar hansara, sigandi, Hvørki far inn í býin, ella sig tað fyri nøkrum í býinum. (FKJ)

Hann sendi hann tá heim til hansara sjálvs og segði: »Tú mást ikki fara inn í bygdina, ei heldur siga nøkrum í bygdini tað.« (VD)

Og hann sendi hann heim til sín og segði: »Tú mást ikki fara inn í bygdina, [og heldur ikki mást tú siga nøkrum í bygdini frá.«]* (JD)


*Hesi orðini standa ikki í summum av teimum elstu handskriftunum.

Markus

9:29

And he said unto them, This kind can come forth by nothing, but by prayer and fasting. (KJB)

Og hann segði við teir, Hetta slagið kann koma út við ongum, uttan við bøn og føstu. (FKJ)

Hann svaraði teimum: »Hetta slagið rekst ikki út við nøkrum uttan við bøn og føstu.« (VD)

Og hann segði við teir: »Hetta slagið fer ikki út við nøkrum, uttan við bøn [og føstu].*« (JD)


* Hesi bæði orðini eru ikki í summum av teimum elstu handskriftinum.

Markus

9:44

Where their worm dieth not, and the fire is not quenched. (KJB)

Har ormur teirra doyr ikki, og eldurin verður ikki sløktur. (FKJ)

har ormur teirra doyr ikki, og eldurin sløknar ikki. (VD)

Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar. (JD)


44 og 46 bæði=48 og tey standa ikki í teimum elstu handritunum.

Markus

9:49

For every one shall be salted with fire, and every sacrifice shall be salted with salt. (KJB)

Tí at hvør og ein skal verða saltaður við eldi, og hvørt sláturoffur skal verða saltað við salti. (FKJ)

Tí ein og hvør skal verða saltaður við eldi, og eitt og hvørt offur skal verða saltað við salti. (VD)

Tí at ein og hvør skal verða saltaður við eldi, [eins og eitt og hvørt offur skal verða saltað við salti.]*


*Stendur ikki í nógvum av teimum elstu handskriftunum. (JD)

Markus

10:7

For this cause shall a man leave his father and mother, and cleave to his wife; (KJB)

Fyri hesa grund skal maður fara frá faðir sínum og móður, og krøkja seg til konu sína; (FKJ)

Tí skal maðurin fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, (VD)

Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni, [og halda seg til konu sína,]* (JD)


*Hesi orðini eru ikki í summum av teimum elstu handritunum.

Markus

10:24

And the disciples were astonished at his words. But Jesus answereth again, and saith unto them, Children, how hard is it for them that trust in riches to enter into the kingdom of God! (KJB)

Og lærusveinarnir vórðu bilsnir at orðum hansara. Men Jesus tekur til orða aftur, og sigur við teir, Børn, hvør torført tað er hjá teimum, sum troysta á ríkidømir, at ganga inn í kongadømi Guðs! (FKJ)

Ræðsla kom á lærisveinarnar av orðum Hansara. Tá tók Jesus aftur til orða og segði við teir: »Børn! Hvussu torført er ikki teimum, ið seta álit sítt á ríkdóm, at koma inn í ríki Guds! (VD)

Men ræðsla kom á lærusveinarnar av orðum hansara. Men Jesus tók aftur til orða og sigur við teir: »Børn míni, hvør torført er tað [hjá teimum, ið seta álit sítt á ríkidømi]* at koma inn í Guðs ríki! (JD)


*Hesi orðini eru ikki í summum av teimum elstu handskriftunum.

Markus

11:26

But if ye do not forgive, neither will your Father which is in heaven forgive your trespasses. (KJB)

Men um tit fyrigevi ikki, eiheldur vil tykkara Faðir, sum er í himni, fyrigeva misgerðir tykkara. (FKJ)

Men fyrigeva tit ikki, skal Faðir tykkara, sum í Himli er, heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.« (VD)

[Men um tit ikki fyrigeva, tá skal faðir tykkara, sum er í himlunum, heldur ikki fyrigeva misgerðir tykkara.«]* (JD)


* Hetta versið stendur ikki í nógvum av teimum elstu handskriftunum.

Markus

15:28

And the scripture was fulfilled, which saith, And he was numbered with the transgressors. (KJB)

Og skriftin varð uppfylt, sum sigur, Og hann varð taldur við misgerðarmonnunum. (FKJ)

Tá gekk skriftin út, sum sigur: »Hann varð roknaður millum illgerðarmenn.« (VD)

[Og skriftin gekk út, ið sigur: »Og hann varð roknaður javnt við lógbrotsmenn.«]* (JD)


* Hetta versið stendur ikki í summum av teimum elstu handskriftunum; kann vera tikið frá Luk. 22,37

Markus

16:20

And they went forth, and preached every where, the Lord working with them, and confirming the word with signs following. Amen. (KJB)

Og teir fóru út, og prædikaðu allar staðir, Harrin virkandi við teimum, og staðfestandi orðið við teknum fylgjandi. Amen. (FKJ)

Men teir fóru út og prædikaðu allastaðni, og Harrin var við í verkinum og staðfesti orðið við tekinunum, ið við fylgdu. (VD)

Men teir fóru út og prædikaðu allar staðir, og Harrin arbeiddi við og staðfesti orðið við teimum tekinunum, sum við fylgdu.] (JD)


*Versini 9-20 eru ikki í teimum elstu handskriftunum.

Lukas

1:28


And the angel came in unto her, and said, Hail, thou that art highly favoured, the Lord is with thee: blessed art thou among women. (KJB)

Og eingilin kom inn til hennara, og segði, Heil og sæl, tú sum hátt ert yndað, Harrin er við tær: vælsignað ert millum kvenna. (FKJ)

Eingilin kom inn til hennara og segði: »Heil, tú náðaða! Harrin er við tær; signað ert tú millum kvinnur!« (VD)

Og eingilin kom inn hjá henni og segði: »Heil veri tú, sum náði hevur fingið! Harrin er við tær, [tú sum ert vælsignað av kvinnum!«]* (JD)


*Hesi orðini eru ikki í summum av teimum elstu handritunum.

Lukas

2:14

Glory to God in the highest, and on earth peace, good will toward men. (KJB)

Dýrd til Guðs í tí hægsta, og friður á jørð, góður vilji móti monnum. (FKJ)

»Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!« (VD)

»Heiður veri Guði í hægsta himli, [og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki]* (JD)


*ella: friður á jørð í menniskjum, sum Guð hevur tokka til.

Lukas

9:54


And when his disciples James and John saw this, they said, Lord, wilt thou that we command fire to come down from heaven, and consume them, even as Elias did? (KJB)

Og tá ið hansara lærusveinar, Jákob og Jóhannes, sóu tað, søgdu teir, Harri, vilt tú at vit skipa eldi at koma niður frá himni, og upptæra teir, enntá sum Elias gjørdi? (FKJ)

Táið Jákup og Jóhannes, lærisveinar Hansara, sóu hetta, søgdu teir: »Harri, vilt Tú, at vit skula bjóða eldi at falla niður av himli og oyða tey, eins og Elias gjørdi?« (VD)

Men tá ið Jákup og Jóhannes, lærusveinar hansara, sóu tað, søgdu teir: »Harri, vilt tú, at vit skulu bjóða, at eldur skal falla niður av himni og týna teir (eins og Elia gjørdi)* (JD)


* Orðini "eins og Elia gjørdi" standa ikki í teimum elstu handskriftunum.

Lukas

9:55


But he turned, and rebuked them, and said, Ye know not what manner of spirit ye are of. (KJB)

Men hann vendi sær, og hartaði teir, og segði, Tit vita ikki hvørsháttar anda tit eru av. (FKJ)

Men Hann vendi Sær á og hevði at teimum og segði: »Tit vita ikki, hvørjum anda tit eru av! (VD)

Men hann vendi sær á og hevði at teimum (og segði: »Tit vita ikki, av hvørjum anda tit eru. (JD)

Lukas

9:56


For the Son of man is not come to destroy men's lives, but to save them. And they went to another village. (KJB)

Tí at Menniskjusonurin er ikki komin at oyða mannalív, men at frelsa tey. Og teir fóru til eina aðra bygd. (FKJ)

Tí Menniskjasonurin er ikki komin at oyða mannalív, men at frelsa.« Síðani fóru teir í aðra bygd. (VD)

Tí at menniskjusonurin er ikki komin at týna mannasálir, men at bjarga teimum)* / Og teir fóru í eina aðra bygd. (JD)


*Hesi orðini standa ikki í teimum elstu handskriftunum.

Lukas

14:5


And answered them, saying, Which of you shall have an ass or an ox fallen into a pit, and will not straightway pull him out on the sabbath day? (KJB)

Og tók til orða við teir, sigandi, Hvør av tykkum skal hava ein asna ella ein oksa dotnan í eina holu, og vil ikki beinanvegin toga hann úr á sabbatsdeginum? (FKJ)

So tók Hann til orða og segði við teir: »Um sonur ella oksi hjá onkrum tykkara dettur í brunn - hvør er hann, sum tá ikki við tað sama dregur hann uppúr aftur sabbat!« (VD)

Og hann tók til orða og segði við teir: »Hvør tykkara, sum eigur ein son* ella ein oksa, ið dettur í ein brunn, man ikki alt fyri eitt draga hann uppúr um hvíludagin?« (JD)


*Mong handrit lesa: asna fyri son.

Lukas

17:36


Two men shall be in the field; the one shall be taken, and the other left. (KJB)

Tveir menn skulu vera á markini; tann eini skal verða tikin, og hin latin eftir. (FKJ)

Tveir menn skulu vera úti á markini; annar skal verða tikin við, og annar skal verða latin eftir.« (VD)

(Tveir menn skulu vera staddir úti á markini; annar skal verða tikin við, og annar latin eftir.«)* (JD)


*Hetta versið er ikki í hinum elstu handskriftunum.

Lukas

23:17


(For of necessity he must release one unto them at the feast.) (KJB)

(Tí av neyðsyn mátti hann lata teimum ein leysan á hátíðini.) (FKJ)

Men hann var noyddur at geva teimum ein leysan um høgtíðina. (VD)

(Men hann noyddist at sleppa teimum einum fanga leysum um hátíðina.)* (JD)


*Hetta versið stendur ikki í mongum av teimum elstu handskriftunum.

Lukas

24:40

And when he had thus spoken, he shewed them his hands and his feet. (KJB)

Og tá ið hann svá hevði talað, sýndi hann teimum sínar hendur og sínar føtur. (FKJ)

Táið Hann hevði sagt hetta, vísti Hann teimum hendur Sínar og føtur Sínar. (VD)

*Og tá ið hann hevði sagt hetta, sýndi hann teimum hendur sínar og føtur sínar. (JD)


*Versið er ikki í teimum elstu handritunum.

Lukas

24:42

And they gave him a piece of a broiled fish, and of an honeycomb. (KJB)

Og teir góvu honum eitt stykki av einum stoktum fiski, og av eini hunangskøku. (FKJ)

Tá góvu teir Honum stykki av steiktum fiski og nakað av hunangskøku. (VD)

Og teir góvu honum eitt stykki av stoktum fiski (og eitt sindur av eini hunangskøku).* (JD)


*Hesi orðini standa ikki í teimum elstu handritunum.

Lukas

24:51

And it came to pass, while he blessed them, he was parted from them, and carried up into heaven. (KJB)

Og tað bar á, meðan hann vælsignaði teir, varð hann skildur frá teimum, og borin upp inn í himin. (FKJ)

Og í tí Hann signaði teir, skiltist Hann frá teimum og varð tikin upp til Himmals. (VD)

Og tað hendi, í tí hann vælsignaði teir, skildist hann frá teimum (og varð lyftur upp til himmals).* (JD)


*Hesi orðini standa ikki í teimum elstu handritunum.

Jóhannes

1:13

Which were born, not of blood, nor of the will of the flesh, nor of the will of man, but of God. (KJB)

Hvørjir føddir vórðu, ikki av blóði, ella av vilja kjøtsins, ella av vilja mans, men av Guði. (FKJ)

tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi. (VD)

sum ikki eru gitnir* av blóði, ei heldur av holds vilja, ei heldur av mans vilja, men av Guði. (JD)


Eitt av teimum góðu, gomlu handritunum skrivar: sum ikki varð gitin…

(sum=Kristus).

Jóhannes

1:18

No man hath seen God at any time; the only begotten Son, which is in the bosom of the Father, he hath declared him. (KJB)

Eingin maður hevur sæð Guð á nøkrum sinni; hin eingitni Sonurin, sum er í favni Faðirsins, hann hevur kunngjørt hann. (FKJ)

Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; hin einborni Sonurin, sum er í fangi Faðirsins, hevur kunngjørt Hann. (VD)

Eingin hevur á nøkrum sinni sæð Guð; hin einborni sonurin*, sum er í fangi faðirsins, hann hevur kunngjørt hann. (JD)


*Mong av teimum elstu handritunum hava: einborin Guð.

Jóhannes

3:13

And no man hath ascended up to heaven, but he that came down from heaven, even the Son of man which is in heaven. (KJB)

Og eingin maður hevur stigið upp til himins, uttan hann sum kom niður frá himni, enntá Menniskjusonurin sum er í himni. (FKJ)

Og tó er eingin farin upp til Himmals uttan Hann, sum er stigin niður av Himli, Menniskjasonurin, sum er í Himli. (VD)

Og eingin er farin upp til himmalin, uttan tann, sum fór niður av himlinum, menniskjusonurin, [sum er í himlinum].* (JD)


*er ikki í teimum elstu handritunum

Jóhannes

5:3


In these lay a great multitude of impotent folk, of blind, halt, withered, waiting for the moving of the water. (KJB)

Í hesum lá ein mikil fjøld av ússaligum fólki, av blindum, høltum, visnaðum, bíðandi eftir røringini av vatninum. (FKJ)

Í teimum lá mongd av sjúkum: Blind, lamin, visin, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi órógvast. (VD)

Í teimum lá mongd av sjúkum fólki, blindum, høltum, visnum, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi koma í røring; (JD)

Jóhannes

5:4


For an angel went down at a certain season into the pool, and troubled the water: whosoever then first after the troubling of the water stepped in was made whole of whatsoever disease he had. (KJB)

Tí ein eingil fór niður um ávísa tíð inn í hylin, og órógvaði vatnið: hvørsumhelst tá fyrstur eftir órógvingina av vatninum steig í, varð gjørdur heilur av hvørjumsumhelst sjúkdómi hann hevði. (FKJ)

Tí av og á fór eingil niður í hylin og órógvaði vatnið; tann, ið tá fyrstur fór niður í vatnið, eftir at tað var órógvað, varð frískur, hvørja sjúku hann so hevði.)* (VD)


*Orðini í () eru ikki í teimum elstu handritunum.

tí at við hvørt fór eingil Harrans niður í hylin og órógvaði vatnið. Tann, sum tá fyrstur fór niðurí, aftan á at vatnið var komið í røring, fekk heilsuna aftur, hvørjum sjúkdómi hann so var sjúkur av).*


Hesi orðini í () standa ikki í teimum elstu og bestu handritunum. (JD)

Jóhannes

7:53


And every man went unto his own house. (KJB)

Og hvør maður fór at sínum egna húsi. (FKJ)

Og teir fóru hvør til sín sjálvs. (VD)

[Og teir fóru heim, hvør til sín. (JD)

Jóhannes

8:11


She said, No man, Lord. And Jesus said unto her, Neither do I condemn thee: go, and sin no more. (KJB)

Hon segði, Eingin maður, Harri. Og Jesus segði við hana, Eiheldur eg fordømi teg: far, og synda ikki meira. (FKJ)

Hon svaraði: »Eingin, Harri!« Tá segði Jesus: »Heldur ikki Eg dømi teg; far avstað og synda ikki longur!« (VD)

Men hon svaraði: »Eingin, harri.« Men Jesus segði: »Eg dómfelli teg ikki heldur. Far avstað, synda ikki longur!«]* (JD)


*Orðini frá 7,53 til 8,11 standa ikki í teimum flestu av teimum elstu handritunum.

Jóhannes

13:10


Jesus saith to him, He that is washed needeth not save to wash his feet, but is clean every whit: and ye are clean, but not all. (KJB)

Jesus sigur við hann, Hann, sum er tváaður, tarvast ikki, uttan at tváa føtur sínar, men er reinur hvørt vet: og tit eru reinir, men ikki allir. (FKJ)

Jesus svaraði honum: »Tann, ið baðaður er, honum nýtist bert at vaska sær um føturnar; tí hann er reinur, allur sum hann er. Og tit eru reinir - tó ikki allir.« (VD)

Jesus sigur við hann: »Tann, sum er tváaður, hann hevur ikki fyri neyðini at tváa sær (uttan um føturnar;)* men hann er reinur allur sum hann er. Og tit eru reinir, men ikki allir.« (JD)


*Summi handrit hava ikki hesi orðini í ().

Gerningar

8:37

And Philip said, If thou believest with all thine heart, thou mayest. And he answered and said, I believe that Jesus Christ is the Son of God. (KJB)

Og Philippus segði, Um tú trýrt við øllum hjarta tínum, so kanst tú. Og hann svaraði og segði, Eg trúgvi at Jesus Christus er Sonur Guðs. (FKJ)

Filip svaraði: »Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða gjørt.« Hann svaraði: »Eg trúgvi, at Jesus Kristus er Sonur Guds!«* (VD)


*V. 37 stendur ikki í teimum elstu handritunum.

(Og Filippus segði: »Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða.« Men hann svaraði og segði: »Eg trúgvi, at Jesus Kristus er sonur Guðs.«)* (JD)


*Hetta versið stendur ikki í teimum elstu handritunum.

Gerningar

15:34


Notwithstanding it pleased Silas to abide there still. (KJB)

Hóast hetta, tað hóvaði Silasi at verða har enn. (FKJ)

Men Silas setti sær fyri at steðga har. (VD)

[Men Silas setti sær fyri at verða verandi har]*. (JD)


* Hetta versið er ikki í teimum mætastu handritunum.

Gerningar

20:28


Take heed therefore unto yourselves, and to all the flock, over the which the Holy Ghost hath made you overseers, to feed the church of God, which he hath purchased with his own blood. (KJB)

Gevið gætur, tessvegna, eftir tykkum sjálvum, og eftir øllum fylginum, yvir hvørt Halgi Andin hevur gjørt tykkum umsjónarmenn, at føða kirkju Guðs, sum hann hevur keypt við sínum egna blóði. (FKJ)

Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði! (VD)

Gevið gætur um tykkum sjálvar og um alt tað fylgið, sum heilagi andin hevur sett tykkum sum tilsjónarmenn fyri, til at røkta Harrans* kirkjulið, sum hann hevur vunnið sær við sínum egna blóði. (JD)


*Mong handrit hava Guðs.

Gerningar

21:22


What is it therefore? the multitude must needs come together: for they will hear that thou art come. (KJB)

Hvat er tí at gera? mannfjøldin má neyðugt koma saman: tí at tey fara at hoyra at tú ert komin. (FKJ)

Hvat er nú at gera? Ið hvussu er, fer mongd av fólki at koma saman, tí tey fáa at frætta, at tú ert komin. (VD)

Hvat er tá at gera? (Ivaleyst man stór mannfjøld koma saman);* tí at tey fáa at frætta, at tú ert komin. (JD)


*() ikki í summum av teimum elstu handritunum.

Gerningar

24:6


Who also hath gone about to profane the temple: whom we took, and would have judged according to our law. (KJB)

Hvør eisini hevur fingist við at vanhalga templið: hvønn vit tóku, og vildu havt dømt samsvarandi við lóg okkara. (FKJ)

Eisini hevur hann roynt at vanhalga templið. Vit tóku hann tí og ætlaðu at døma hann eftir lóg okkara; (VD)

Hann hevur meira at siga roynt at vanhalga halgidómin; og vit tóku hann tá (og ætlaðu at døma hann eftir lóg okkara. (JD)

Gerningar

24:7


But the chief captain Lysias came upon us, and with great violence took him away out of our hands, (KJB)

Men hin fremsti herovastin Lýsias kom uppá okkum, og við miklum harðskapi tók hann burt út úr hondum okkara, (FKJ)

men Lýsias herhøvdingi gjørdi mikið yvirgangsverk: Hann kom til og tók hann úr hondum okkara. (VD)

Men Lýsias herhøvdingin kom til og førdi hann burtur úr hondunum á okkum við stórari valdsgerð, (JD)

Gerningar

24:8


Commanding his accusers to come unto thee: by examining of whom thyself mayest take knowledge of all these things, whereof we accuse him. (KJB)

Skipandi hans ákærarum at koma til sín: við rannsókn av hvørjum tú sjálvur kanst nema kunnleika um øll hesi ting, hvarum vit ákæra hann. (FKJ)

Og hann segði, at teir, ið høvdu klagu móti honum, skuldu koma til tín; frá honum kanst tú sjálvur, um tú granskar málið, fáa alt at vita, sum vit klaga hann fyri.« (VD)

og hann beyð klagumonnum hansara at koma til tín)*; og av honum kanst tú, tá ið tú sjálvur sóknast eftir, fáa kunnugleika um alt tað, sum vit klaga hann fyri.« (JD)


*Orðini í () standa ikki í teimum mætastu handritunum.

Gerningar

28:16


And when we came to Rome, the centurion delivered the prisoners to the captain of the guard: but Paul was suffered to dwell by himself with a soldier that kept him. (KJB)

Og tá ið vit komu til Róm, fekk hundraðsovastin lívvarðarovastanum fangarnar: men Paulusi varð loyvt at dvøljast fyri seg sjálvan við einum hermanni sum vaktaði hann. (FKJ)

Táið vit nú vóru komnir til Róm, gav høvuðsmaðurin fangarnar upp til høvdingan fyri lívvaktini; tó slapp Paulus at búgva fyri seg sjálvan saman við hermanninum, ið helt vakt yvir honum. (VD)

Og tá ið vit so vóru komnir inn í Róm, (flýddi høvuðsmaðurin høvdinganum fyri lívvaktini fangarnar; tó)* fekk Paulus loyvi at búgva fyri seg sjálvan saman við tí hermanninum, sum helt vakt yvir honum. (JD)


*Orðini í () standa ikki í teimum elstu handritunum.

Gerningar

28:29


And when he had said these words, the Jews departed, and had great reasoning among themselves. (KJB)

Og tá ið hann hevði sagt hesi orð, fóru Jødarnir avstað, og høvdu mikla umráðing sín ámillum. (FKJ)

Táið hann hetta hevði sagt, fóru Jødarnir avstað, og teir trættu ógvuliga hvør við annan. (VD)

[Og tá ið hann hevði sagt hetta, fóru Jødarnir avstað, og teir høvdu stórt orðstríð sín ámillum.]* (JD)


*Hetta versið stendur ikki í teimum mætastu handritunum.

Romverjar

16:24


The grace of our Lord Jesus Christ be with you all. Amen. (KJB)

Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum øllum. Amen. (FKJ)

Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum øllum! Amen! (VD)

Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum øllum! Amen.* (JD)


Hetta versið stendur ikki í summum gomlum handritum.

1. Corintharar

2:13

Which things also we speak, not in the words which man's wisdom teacheth, but which the Holy Ghost teacheth; comparing spiritual things with spiritual. (KJB)

Hvørjar lutir eisini vit tala, ikki í orðunum sum vísdómur mans lærir, men sum Halgi Andin lærir; berandi saman andligar lutir við andligar. (FKJ)

Tað tala vit eisini um, ikki við orðum, ið menniskjaligur vísdómur lærir, men við orðum, ið Andin lærir, táið vit týða hitt andaliga við andaligum orðum. (VD)

og tað tala vit um, ikki við orðum, sum eru lærd av menniskjuligum vísdómi, men við orðum, sum eru lærd av andanum, við tað at vit týða andlig evni við andligum orðum*. (JD)


*ella: fyri andligum menniskjum.

1. Corintharar

7:21

Art thou called being a servant? care not for it: but if thou mayest be made free, use it rather. (KJB)

Ert tú kallaður, verandi tænari? legg ei í tað: men um tú kanst verða gjørdur fríur, brúka tað heldur. (FKJ)

Vart tú kallaður sum trælur, so ger tær onga sorg av tí! Men kanst tú eisini verða frælsur, so tak fyrr tað! (VD)

Ert tú kallaður sum trælur? Ber ikki sút um tað! Men um enn tú eisini kanst verða frælsur, tá ger tær tess meira gott úr tí*. (JD)


Ella: Men kanst tú eisini verða frelstur, tá vel tað heldur

Ephesarar

1:1


Paul, an apostle of Jesus Christ by the will of God, to the saints which are at Ephesus, and to the faithful in Christ Jesus: (KJB)

Paulus, ein ápostul Jesu Christs við vilja Guðs, til hinna heilagu sum eru í Ephesus, og til hinna trúføstu í Christi Jesusi: (FKJ)

Paulus, við vilja Guds ápostul Krists Jesu - til hini heiløgu í Efesus, tey, sum trúgva á Kristus Jesus. (VD)

Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, til teirra heilagu, sum eru í Efesus*, og sum eru trúgvandi í Kristi Jesusi. (JD)


*Orðini ››í Efesus‹‹ standa ikki í summum av teim elstu handritunum.

2. Jóhannes

1:1

The elder unto the elect lady and her children, whom I love in the truth; and not I only, but also all they that have known the truth; (KJB)

Hin elsti til hina útvaldu frú og børn hennara, sum eg elski í sannleikanum; og ikki eg einans, men eisini øll tey sum hava kent sannleikan; (FKJ)

Hin elsti - til hina útvaldu frú og børn hennara, sum eg av sonnum elski - og ikki bert eg, men eisini øll, ið hava lært sannleikan at kenna - (VD)

Hin elsti til hina útvaldu frú* og børn hennara, sum eg elski í sannleika, og ikki eg einsamallur, men eisini øll, sum hava ásannað sannleikan, (JD)


*man merkja: eitt kirkjulið.

Opinbering

Jóhannesar

1:8

I am Alpha and Omega, the beginning and the ending, saith the Lord, which is, and which was, and which is to come, the Almighty. (KJB)

Eg eri Alpha og Omega, byrjanin og endingin, sigur Harrin, sum er, og sum var, og sum koma skal, hin Almáttugi. (FKJ)

Eg eri alfa og omega,* sigur Gud Harrin, Hann, sum er, sum var, og sum kemur, hin Alvaldi. (VD)


*Fyrsti og síðsti bókstavur í grikskum;

Eg eri Alfa og Omega*, sigur Harrin Guð, hann, sum er, og sum var, og sum kemur, hin alvaldi. (JD)


*t.e. byrjan og endi.

Opinbering

Jóhannesar

13:1


Gen 22:17

And I stood upon the sand of the sea, and saw a beast rise up out of the sea, having seven heads and ten horns, and upon his horns ten crowns, and upon his heads the name of blasphemy. (KJB)

OG eg stóð uppiá sandi havsins, og sá eitt djór rísa upp út úr sjónum, havandi sjey høvd og tíggju horn, og uppiá hansara hornum tíggju krúnur, og uppiá hansara høvdum Guðsspottanar-navnið. (FKJ)

Og hann stóð á sandinum við havið. / Eg sá nú dýr koma upp úr havinum; tað hevði tíggju horn og sjey høvd, á hornum sínum tíggju krúnur og á høvdum sínum nøvn gudsspottanar. (VD)

Og hann tók støðu* á sandinum við havið. / Og eg sá djór stíga upp úr havinum; tað hevði tíggju horn og sjey høvd, og á hornunum á tí vóru tíggju krúnur, og á høvdunum á tí vóru gudsspottanar nøvn. (JD)


*Í summum handritum stendur: og eg tók støðu.






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár gjørt umvendingar føsta sodomi fótnotur Amen

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF Antioch vs Alexandria - PDF

facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri
Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher


Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA