Esaiah

5:14

Therefore hell hath enlarged herself, and opened her mouth without measure: and their glory, and their multitude, and their pomp, and he that rejoiceth, shall descend into it. (KJB)

Tí hevur helviti størrað um seg sjálva, og opnað sín munn uttan mát: og teirra dýrd, og teirra fjøld, og teirra skrúð, og hann ið fegnast, skulu stíga niður inn í tað. (FKJ)

Ja, tí verður deyðaríkið enn átufrekari, tað gapar ómetaliga, og niður stoytast hinir stóru í býnum og hin geylandi, káti hópur, øll, ið stuttleika sær har. (VD)

Tí skal helheimur lata upp gap sítt og tamba øgiliga á kjafti; oman hagar verða tignarmenn stoyttir, øll hin hámikla, veitsluglaða múgva. (JD)

Esaiah

9:1

Nevertheless the dimness shall not be such as was in her vexation, when at the first he lightly afflicted the land of Zebulun and the land of Naphtali, and afterward did more grievously afflict her by the way of the sea, beyond Jordan, in Galilee of the nations. (KJB)

Hóast hetta, niðan skal ei vera slík sum var í pláging hennara, tá ið at byrja við hann lættliga nívdi land Zebulons og land Naphtalis, og síðan meiri svárliga nívdi hana við sævarvegin, hinumegin Jordan, í Galileu tjóðanna. (FKJ)

Tí ikki skal altíð vera myrkur í landinum, har sum nú angist ræður; í tíðini, sum fór, leiddi Hann vanæru yvir land Zebulons og Naftali, men á komandi tíðum skal Hann lata koma heiður yvir tað, yvir vegin fram við havinum, landið hinumegin Jordan, Galilea heidninganna. (VD)

Men eina ferð skal ikki vera myrkur í tí landi, sum nú er í neyðum statt. Í forðum læt hann Zebulons land og Naftali land verða fyri vanvirðing, men eina ferð skal hann aftur lata heiður koma yvir vegin til havið, yvir landið handan Jórdan og yvir heidninganna kring. (JD)

Esaiah

9:3

Thou hast multiplied the nation, and not increased the joy: they joy before thee according to the joy in harvest, and as men rejoice when they divide the spoil. (KJB)

Tú hevurt margfaldað tjóðina, og ikki økt um frøina: teir frøast frammi fyri tær samsvarandi við frøina á heysti, og eins og menn fegnast tá ið teir skifta fongin. (FKJ)

Tú letur tað vaksa, fólkið, sum Tú áður ikki gavst mikla gleði; tey gleðast fyri ásjón Tíni, sum ein gleðist um heystið, sum ein fegnast, táið fongur verður skiftur. (VD)

Tú økir fagnaðin í stórum, tú gert gleðina mikla; tey gleðast fyri ásjón tíni eins og á kornskurðartíð, fegnast, eins og tá ið herfongur verður býttur. (JD)

Esaiah

10:27


Luk 4:18

And it shall come to pass in that day, that his burden shall be taken away from off thy shoulder, and his yoke from off thy neck, and the yoke shall be destroyed because of the anointing. (KJB)

Og tað skal bera á í tí degi, at hansara byrði skal verða tikin burt omanav tíni øksl, og hans ok omanav tínum hálsi, og okið skal verða oyðilagt orsakað av salvingini. (FKJ)

Tann dag skal byrði hansara verða tikin av øksl tíni, og ok hansara av hálsi tínum, ja okið skal bresta fyri fiti. (VD)

Á tí degi tekur hann byrðina av herðum tínum og okið av hálsi tínum; ja, av ovurfiti skal okið brotna. (JD)

Esaiah

12:2

Behold, God is my salvation; I will trust, and not be afraid: for the LORD JEHOVAH is my strength and my song; he also is become my salvation. (KJB)

Sí, Guð er mín frelsa; eg vil troysta, og ei vera ræddur: tí at HARRIN JEHOVAH er mín styrki og mín songur; hann eisini er vorðin mín frelsa. (FKJ)

Gud er frelsa mín; eg eri tryggur og óttist ikki, tí Harrin HARRIN er styrki og lovsongur mín, og Hann varð mær til frelsu!« (VD)

Sí, Guð er frelsa mín, eg eri ekkaleysur og óttist ikki, tí at Harrin er máttur og lovsongur mín, og hann varð mær frelsa.« (JD)

Esaiah

14:9

Hell from beneath is moved for thee to meet thee at thy coming: it stirreth up the dead for thee, even all the chief ones of the earth; it hath raised up from their thrones all the kings of the nations. (KJB)

Helviti frá í neðra er rørt fyri teg til at møta tær við tína komu: tað øsir upp hinar deyðu tín vegna, enntá allar hinar fremstu jarðarinnar; tað hevur reist upp frá teirra trónum allar kongar tjóðanna. (FKJ)

Órógv kemur í deyðaríkið harniðri fyri tína skuld, táið tað tekur ímóti tær; fyri tína skuld vekur tað upp deydningar, allar høvdingar jarðarinnar; tað fær allar kongar tjóðanna at reisast úr hásætum teirra. (VD)

Tín vegna er stákan har niðri í helheimi til tess at taka ímóti tær; tín vegna vekur hann deydningar allar, ið einaferð reystastir vóru á foldum, rekur allar tjóðkongar úr hásætum teirra. (JD)

Esaiah

14:11

Thy pomp is brought down to the grave, and the noise of thy viols: the worm is spread under thee, and the worms cover thee. (KJB)

Títt skrúð er ført niður til grøvina, og ljóðið av tínum stórfiólum: ormurin er spreiddur undir tær, og ormarnir dekka teg. (FKJ)

Niður í deyðaríkið er dýrd tín stoytt, ljóðið av hørpum tínum; undir tær er reidd lega av ormum, maðkar hevur tú oman á tær! (VD)

Skreyt títt og tínar ljómandi hørpur eru farin niður til heljar; ormar eru breiddir undir teg, og maðkar eru áklæði títt. (JD)

Esaiah

14:12

How art thou fallen from heaven, O Lucifer, son of the morning! how art thou cut down to the ground, which didst weaken the nations! (KJB)

Hvør ert tú fallin frá himni, O Luçifer, sonur morgunsins! hvør ert tú høgdur niður til jarðarinnar, sum veiktirt tjóðirnar! (FKJ)

Nei, at tú falst av himli, lýsandi morgunstjørna! Nei, at tú vart feldur til jarðar, fólkakúgari tín! (VD)


Rev 22:16, Rev 2:26-28

Á, hvør ert tú fallin av himni, tú ljómandi morgunstjørna, rindur til jarðar, tú kúgari alra tjóða! (JD)


Rev 22:16, Rev 2:26-28

Esaiah

14:13


For thou hast said in thine heart, I will ascend into heaven, I will exalt my throne above the stars of God: I will sit also upon the mount of the congregation, in the sides of the north: (KJB)

Tí at tú hevurt sagt í hjarta tínum, Eg vil stíga upp inn í himin, eg vil upphevja mítt hásæti uppum stjørnur Guðs: eg vil sita eisini uppiá fjalli samkomunnar, í síðum norðursins: (FKJ)

Tú vart tann, sum segði í hjarta tínum: »Eg skal fara upp til Himmals; høgt yvir stjørnum Guds skal eg reisa hásæti mítt; eg skal seta meg á gudatingfjallið ytst í norðri; (VD)

Tú, sum segði í tínum hjarta: Eg skal stíga upp til himna, reisa mítt hásæti hátt yvir stjørnum Guðs og sessast á tingfjalli gudanna, dygst í norðuri, (JD)

Esaiah

14:15

Yet thou shalt be brought down to hell, to the sides of the pit. (KJB)

Tó skalt tú verða førdur niður til helvitis, til síður holunnar. (FKJ)

- Nei, í deyðaríkið skalt tú verða stoyttur niður, niðast í grøvina! (VD)

Nei, til heljar skalt tú verða rind oman dygst niður í gravardýpið. (JD)

Esaiah

18:2

That sendeth ambassadors by the sea, even in vessels of bulrushes upon the waters, saying, Go, ye swift messengers, to a nation scattered and peeled, to a people terrible from their beginning hitherto; a nation meted out and trodden down, whose land the rivers have spoiled! (KJB)

 Sum sendir umboðsmenn eftir sjónum, enntá í farum av ljósasaksi uppiá vøtnunum, sigandi, Farið, tit skjótu sendisveinar, til tjóðar - spjødd og flust, til fólks - øgiligt frá síni byrjan higartil; ein tjóð - mátað upp og troðin niður, hvørs land áirnar hava spilt! (FKJ)

tú, sum sendir boð yvir um havið, í rørbátum yvir um vatnið! Farið avstað, tit kviku sendiboð, til hitt hávaksna fólk við glinsandi húð, til fólkið, ið tey ræðast víða um, hitt sterka og sigrandi fólk í landinum, sum áir streyma ígjøgnum! (VD)

Tú, sum býrt út sendimenn yvir havið í sevbátum yvir vøtnini: Tit fljótu ørindrekar, farið til hitt hávaksna, glæsiliga fólkið, til tjóðir, sum ræðslan so víðan stendst av, til hitt ovursterka fólkið, ið traðkar alt undir fótum, og gjøgnum land tess renna áirnar. (JD)

Esaiah

26:4

Trust ye in the LORD for ever: for in the LORD JEHOVAH is everlasting strength: (KJB)

Lítið tit á HARRAN um ævir: tí at í HARRANUM JEHOVAH er ævigtvarandi styrki: (FKJ)

Lítið í allar ævir á HARRAN, tí Harrin HARRIN er ævigur klettur! (VD)

Lítið allar ævir á Harran, tí at hann er ævigur klettur. (JD)

Esaiah

35:8

And an highway shall be there, and a way, and it shall be called The way of holiness; the unclean shall not pass over it; but it shall be for those: the wayfaring men, though fools, shall not err therein. (KJB)

Og ein alfaravegur skal vera har, og ein vegur, og hann skal verða kallaður Vegur heilagleikans; hin óreini skal ikki fara yvir hann; men hann skal vera til hasar: hinir vegfarandi menn, hóast dárar, skulu ei fara skeivir harí. (FKJ)

Og har skal vera lagdur vegur, hann skal eita Heilagi Vegur; eingin óreinur skal ganga eftir honum, nei, hann skal hoyra fólki Hansara til; eingin ferðamaður - um tað so er dári - skal villast. (VD)

Har skal verða lagdur vegur; hann skal verða kallaður vegurin halgi; hann má eingin óreinur ganga; hann skal vera fyri fólk hans; fákunnir skulu ikki villast á honum. (JD)

Esaiah

37:26

Hast thou not heard long ago, how I have done it; and of ancient times, that I have formed it? now have I brought it to pass, that thou shouldest be to lay waste defenced cities into ruinous heaps. (KJB)

Hevurt tú ikki hoyrt langt síðan, hvussu eg havi gjørt tað; og úr fyrndar tíðum, at eg havi myndað tað? nú havi eg fingið tað at bera á, at tú skuldirt verða til tess at leggja í oyði vardar staðir til oyðusamar dungar. (FKJ)

- Hevur tú ikki hoyrt tað? Tað er langt síðani, hetta kom upp í huga Mínum, frá ævigum tíðum havi Eg gjørt tað so av. Og nú havi Eg latið tað koma, so tú hevur fingið vald at leggja í oyði víggirdar staðir og gera teir til oydnar grótrúgvur. (VD)

Hevur tú ikki frætt tað? Longu í forðum fekk eg tað í lag, í fyrndartíð skipaði eg tað. Og nú lati eg tað koma fram, svá at tú mátti sorla víggirdar borgir og gera tær at oydnum grótrúgvum. (JD)

Esaiah

40:22

It is he that sitteth upon the circle of the earth, and the inhabitants thereof are as grasshoppers; that stretcheth out the heavens as a curtain, and spreadeth them out as a tent to dwell in: (KJV)

Tað er hann sum situr uppiá kringi jarðarinnar, og hennara íbúgvar eru sum grashoppur; sum strekkir út himnarnar sum ein dúk, og breiðir teir út sum eitt tjald at búgva í: (FKJ)

Tað er Hann, ið situr høgt yvir jørðini, so víð sum hon er, og tey, ið á henni búgva, eru sum grashoppur; tað er Hann, ið breiðir út himmalin sum tunt teppi og spennir hann út eins og tjald at búgva í. (VD)

Tað er hann, ið situr hátt yvir jarðarkringinum, og teir, sum har búgva, eru sum ongsprettur; tað er hann, ið tenur út himinin eins og dúk og breiðir hann út eins og tjald til at búgva undir. (JD)

Esaiah

53:1

Who hath believed our report? and to whom is the arm of the LORD revealed? (KJB)

Hvør hevur trúð fráboðan vári? og fyri hvørjum er armur HARRANS opinberaður? (FKJ)

Hvør trúði tí, ið vit hoyrdu, og hvørjum varð armur HARRANS opinberur! (VD)

Hvør trúði tí, sum okkum var boðað, og hvørjum varð armur Harrans opinberaður? (JD)

Esaiah

53:9

And he made his grave with the wicked, and with the rich in his death; because he had done no violence, neither was any deceit in his mouth. (KJB)

Og hann reiddi sína grøv við teimum vondu, og við tí ríka í deyða sínum; tí at hann hevði ongan harðskap gjørt, eiheldur var nakað svik í hansara munni. (FKJ)

Teir ætlaðu Honum grøv millum hinar gudleysu; men hjá einum ríkum var Hann í deyðanum - tí Hann hevði ongan órætt gjørt, og svik var ikki í munni Hansara. (VD)

Millum gudleysa teir góvu honum grøv, leggstað hjá ríkum, tó at hann ongan órætt hevði gjørt, og svik vóru ikki í munni hans. (JD)

Esaiah

53:10

Yet it pleased the LORD to bruise him; he hath put him to grief: when thou shalt make his soul an offering for sin, he shall see his seed, he shall prolong his days, and the pleasure of the LORD shall prosper in his hand. (KJB)

Tó toknaði tað HARRANUM at knúsa hann; hann hevur sett hann til harm: tá ið tú skalt gera hansara sál til eitt offur fyri synd, skal hann síggja sáð sítt, hann skal framleingja hansara dagar, og HARRANS fragd skal framganga í hond hansara. (FKJ)

Tað var vilji HARRANS at sora Hann, Hann sló Hann við sjúku; táið sál Hansara hevði fullført skyldofrið, skuldi Hann síggja avkom og liva leingi, og vilji HARRANS skuldi hava framgongd við hond Hansara. (VD)

Men Harranum hugaði at ráma hann við sjúku; tá ið sál hans hevði framborið sektaroffur, skuldi hann fáa avkom at síggja, liva langa ævi, og Harrans vilji við hans hond verða framdur. (JD)

Esaiah

55:6

Seek ye the LORD while he may be found, call ye upon him while he is near: (KJB)

Søkið tit HARRAN, meðan hann kann verða funnin; kallið tit uppá hann, meðan hann er nær: (FKJ)

Leitið til HARRAN, meðan Hann er at finna, kallið á Hann, ta stund Hann er nær! (VD)

Leitið til Harrans, meðan hann er at finna, kallið á hann ta stund, hann er nær. (JD)

Esaiah

55:11

So shall my word be that goeth forth out of my mouth: it shall not return unto me void, but it shall accomplish that which I please, and it shall prosper in the thing whereto I sent it. (KJB)

Soleiðis skal orð mítt vera sum gongur fram út úr munni mínum: tað skal ikki venda aftur til mín tómt, men tað skal fullføra tað sum mær toknar, og tað skal framganga í tí luti, hvartil eg sendi tað. (FKJ)

so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum - tað skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til. (VD)

soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







Gen Exo Lev Num Deu 1Sá 2Sá 1Ko 2Ko Job Psá Orð Esa Jer Har Eze Dán Hós Mik Hag Zec

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF Antioch vs Alexandria - PDF

facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri
Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher


Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA