Colossensarar

1:2


To the saints and faithful brethren in Christ which are at Colosse: Grace be unto you, and peace, from God our Father and the Lord Jesus Christ. (KJB)

Til hinna heiløgu og trúføstu brøðra í Christi, sum eru í Colosse: Náði veri at tykkum, og friður, frá Guði Faðir várum og Harranum Jesusi Christi. (FKJ)

- til hinar heiløgu og trúgvandi brøður í Kristusi í Kolosse. Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara! (VD)

til hinar heilagu og trúgvandi brøðurnar í Kolossu, sum hoyra Kristi til: náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum! (JD)

Colossensarar

1:6

Which is come unto you, as it is in all the world; and bringeth forth fruit, as it doth also in you, since the day ye heard of it, and knew the grace of God in truth: (KJB)

Sum er komið til tykkara, eins og tað er í øllum heiminum; og ber fram ávøkst, sum tað ger eisini í tykkum, síðan tann dag tit hoyrdu um tað, og kendu náði Guðs í sannleika: (FKJ)

sum komið er til tykkara, eins og tað eisini er í øllum heiminum, og ber ávøkst og veksur - sum hjá tykkum, frá tí degi tit hoyrdu tað og av sonnum lærdu at kenna náði Guds. (VD)

sum er komin til tykkara, eins og hann eisini er í øllum heiminum og ber ávøkst og veksur, líkasum eisini hjá tykkum, frá tí degi, tá ið tit hoyrdu hann og fingu at kenna náði Guðs í sannleika, (JD)

Colossensarar

1:14


Rom 3:25

In whom we have redemption through his blood, even the forgiveness of sins: (KJB)

Í hvørjum vit hava endurloysing gjøgnum blóð hansara, enntá fyrigeving syndanna: (FKJ)

Í Honum hava vit endurloysingina, fyrigeving syndanna. (VD)

sum vit hava endurloysingina í, fyrigeving syndanna. (JD)

Colossensarar

1:16


Eph  3:9

For by him were all things created, that are in heaven, and that are in earth, visible and invisible, whether they be thrones, or dominions, or principalities, or powers: all things were created by him, and for him: (KJB)

Tí at av honum vórðu øll ting skapað, sum eru í himni, og sum eru á jørð, sjónlig og ósjónlig, hvørt tey veri seg trónur, ella harradømir, ella fúrstadømir, ella máttir: øll ting vórðu skapað av honum, og til hansara: (FKJ)

í Honum varð alt skapt, tað í Himlunum og tað á jørðini, hitt sjónliga og hitt ósjónliga - veri tað nú hásæti, harradømi, tignir ella vald - alt er skapt við Honum og til Hansara, (VD)

tí at í honum vórðu allir lutir skapaðir í himnunum og á jørðini, hinir sjónligu og hinir ósjónligu, annaðhvørt tað eru hásæti ella harradømi ella máttir ella vald. Allir lutir eru skapaðir við honum og til hansara; (JD)

Colossensarar

1:23

If ye continue in the faith grounded and settled, and be not moved away from the hope of the gospel, which ye have heard, and which was preached to every creature which is under heaven; whereof I Paul am made a minister; (KJB)

Um tit haldi áfram í trúnni grundfestir og støðugir, og verði ikki fluttir burtur frá vón gleðiboðskaparins, sum tit hava hoyrt, og sum varð prædikaður fyri hvørjum skapningi sum er undir himni; hjá hvørjum eg, Paulus, eri gjørdur ein tænari; (FKJ)

- so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfest og føst, og lata tykkum ikki vika frá vónini í evangeliinum, sum tit hava hoyrt, sum er prædikað fyri øllum skapninginum undir himli, og hvørs tænari eg, Paulus, eri vorðin. (VD)

so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfestir og fastir, og ikki lata tykkum vika frá vónini í tí gleðiboðskapi, sum tit hava hoyrt, sum er boðaður fyri øllum skapninginum undir himninum, og sum eg, Paulus, eri vorðin tænari hjá. (JD)

Colossensarar

1:28


Whom we preach, warning every man, and teaching every man in all wisdom; that we may present every man perfect in Christ Jesus: (KJB)

Hvønn vit prædika, ávarandi hvønn mann, og lærandi hvønn mann í øllum vísdómi; at vit mega seta fram hvønn mann fullkomnan í Christi Jesusi: (FKJ)

Hann kunngera vit, táið vit áminna hvørt menniskja og læra hvørt menniskja við øllum vísdómi, fyri at kunna leiða hvørt menniskja fram, fullkomið í Kristusi. (VD)

Og hann boða vit, við tað at vit áminna hvønn mann og læra hvønn mann við øllum vísdómi, fyri at vit kunnu leiða hvønn mann fram fullkomnan í Kristi; (JD)

Colossensarar

2:2


That their hearts might be comforted, being knit together in love, and unto all riches of the full assurance of understanding, to the acknowledgement of the mystery of God, and of the Father, and of Christ; (KJB)

At teirra hjørtu máttu verða uggað, verðandi knýtt saman í kærleika, og at øllum ríkidømi av hini fullu sannføring av skili, til ásanningina av loyndardómi Guðs, og Faðirsins, og Christs; (FKJ)

- fyri at hjørtu teirra skulu verða troystað, so tey verða knýtt saman í kærleika og náa fram til allan ríkdóm hinnar fullu vitsvissu, til kunnskap um loyndarmál Guds, sum er Kristus. (VD)

fyri at hjørtu teirra mega verða magnað, við tað at tey verða samanbundin í kærleika og vinna fram til allan ríkdómin í teirri fullvissu skynsemi, til kunnleika um loyndardóm Guðs, tað er Krist, (JD)

Colossensarar

2:11


In whom also ye are circumcised with the circumcision made without hands, in putting off the body of the sins of the flesh by the circumcision of Christ: (KJB)

Í hvørjum tit eisini eru umskornir við umskeringini - gjørd uttan hendur, í at latast úr likami kjøts-syndanna við umskering Christs: (FKJ)

Í Honum eru tit eisini umskorin við umskering, ið ikki er gjørd við hondum, við at verða latin úr holdslikaminum, við umskering Kristusar - (VD)

í honum eru tit eisini umskornir við umskering, sum ikki er gjørd við hond, við úrlating úr holdslikaminum, við umskering Krists, (JD)

Colossensarar

2:13


And you, being dead in your sins and the uncircumcision of your flesh, hath he quickened together with him, having forgiven you all trespasses; (KJB)

Og tykkum, verandi deyðir í tykkara syndum og óumskering kjøts tykkara, hevur hann livandigjørt saman við honum, havandi fyrigivið tykkum allar misgerðir; (FKJ)

Eisini tykkum, sum vóru deyð í syndum tykkara og óumskorna standi tykkara - holdinum - gjørdi Hann livandi við Honum. Hann fyrigav okkum øll misbrot okkara (VD)

Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum tykkara og í yvirhúð holds tykkara, gjørdi hann livandi saman við honum, við tað at hann fyrigav okkum allar misgerðir okkara, (JD)

Colossensarar

2:18


Let no man beguile you of your reward in a voluntary humility and worshipping of angels, intruding into those things which he hath not seen, vainly puffed up by his fleshly mind, (KJB)

Latið ongan mann tøla tykkum frá tykkara sigursprísi í fríviljugari eyðmýkt og tilbiðjan av einglum, treingjandi inn í tey tingini sum hann hevur ikki sæð, fáfongdarligani uppblásin av sínum kjøtliga huga, (FKJ)

Latið ongan ræna sigurslønina frá tykkum, um onkur roynir hetta við »eyðmjúkleika« og eingladýrkan, við tað at hann tekst við tað, sum hann hevur sæð í sjónum - uttan grund uppblástur av holdliga sinni sínum - (VD)

Latið ongan døma sigursprísin frá tykkum, sum hevur hugnað í eyðmýkt og eingladýrkan, við tað at hann fæst við sjónir sínar, er grundaleyst hástórur av sínum holdliga huga, (JD)

Colossensarar

3:5

Mortify therefore your members which are upon the earth; fornication, uncleanness, inordinate affection, evil concupiscence, and covetousness, which is idolatry: (KJB)

Deyðið tí tykkara limir sum eru uppiá jørðini; siðloysi, óreinsku, ómátaliga yndan, illa lyst, og ágirnd, sum er avgudadýrkan: (FKJ)

Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan - og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan! (VD)

So deyðið tá hinar jørðisku limirnar, ólevnað, óreinsku, fýsni, illa lyst og ágirnd, sum ikki er annað enn avgudadýrkan; (JD)

Colossensarar

3:6

For which things' sake the wrath of God cometh on the children of disobedience: (KJB)

Fyri hvørja luta skuld Guðs vreiði kemur á børn ólýdnisins: (FKJ)

Fyri hetta kemur vreiði Guds. (VD)

fyri hetta kemur Guðs vreiði. (JD)

Colossensarar

3:8

But now ye also put off all these; anger, wrath, malice, blasphemy, filthy communication out of your mouth. (KJB)

Men nú eisini tit, leggið av alt hetta; firtni, vreiði, illvilja, Guðsspottan, skitna samtalu út úr munni tykkara. (FKJ)

Men nú skulu eisini tit leggja tað av alt samalt: Vreiði, illsinni, óndskap, háð, skammiligt tos av munni tykkara. (VD)

Men nú skulu eisini tit leggja tað alt samalt av, vreiði, bræði, illskap, háðan, illavorðið tos av munni tykkara. (JD)

Colossensarar

3:9

Lie not one to another, seeing that ye have put off the old man with his deeds; (KJB)

Lúgvið ikki hvør fyri øðrum, við tað at tit hava latist úr hinum gamla manni við gerðum hansara; (FKJ)

Lúgvið ikki hvørt fyri øðrum, tit, sum jú hava latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess (VD)

Ljúgvið ikki hvør fyri øðrum, við tað at tit hava avklæðst hina gomlu menniskjuna við gerningum hennara (JD)

Colossensarar

3:10

And have put on the new man, which is renewed in knowledge after the image of him that created him: (KJB)

Og hava latist í hin nýggja mann, sum verður endurnýggjaður í kunnleika eftir mynd hansara sum skapti hann: (FKJ)

og latið tykkum í hitt nýggja, sum verður endurnýggjað til kunnskap - eftir mynd Hansara, sum skapti tað! (VD)

og íklæðst hina nýggju, sum verður endurnýggjað til kunnleika samsvarandi mynd hansara, sum skapaði hana, (JD)

Colossensarar

3:15

And let the peace of God rule in your hearts, to the which also ye are called in one body; and be ye thankful. (KJB)

Og latið frið Guðs ráða í tykkara hjørtum, til hvørs eisini tit eru kallaðir í einum likami; og verið tit takksamir. (FKJ)

Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami - og verðið takksom! (VD)

Og latið frið Krists ráða í hjørtum tykkara, sum tit eisini vórðu kallaðir til í einum likami, og verðið takksamir! (JD)

Colossensarar

3:16

Let the word of Christ dwell in you richly in all wisdom; teaching and admonishing one another in psalms and hymns and spiritual songs, singing with grace in your hearts to the Lord. (KJB)

Latið orð Christs búgva í tykkum ríkligani í øllum vísdómi; lærandi og áminnandi hvør annan við psálmum og lov-psálmum og andligum songum, syngjandi við náði í tykkara hjørtum til Harrans. (FKJ)

Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi! (VD)

Latið orð Krists búgva ríkliga hjá tykkum í øllum vísdómi, so at tit læra og áminna hvør annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum, og syngja yndisliga Guði lov í hjørtum tykkara. (JD)

Colossensarar

3:17


And whatsoever ye do in word or deed, do all in the name of the Lord Jesus, giving thanks to God and the Father by him. (KJB)

Og hvatsumhelst tit geri, í orði, ella gerningi, gerið alt í Harrans Jesu navni, veitandi tøkkir til Guðs og Faðirsins við honum. (FKJ)

Alt, sum tit gera í orði ella verki - gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum! (VD)

Og alt, hvat tit so gera í orði ella verki, gerið tað alt í Harrans Jesu navni, takkandi Guði faðir við honum. (JD)

Colossensarar

3:18


Wives, submit yourselves unto your own husbands, as it is fit in the Lord. (KJB)

Ektakonur, undirgevið tykkum sjálvar yvirfyri tykkara egnu ektamonnum, sum tað er hóskiligt í Harranum. (FKJ)

Tit konur! Verið monnum tykkara undirgivnar, sum sømir seg í Harranum! (VD)

Tit konur, verið monnunum undirgivnar, sum tað sømir í Harranum. (JD)

Colossensarar

3:22


Servants, obey in all things your masters according to the flesh; not with eyeservice, as menpleasers; but in singleness of heart, fearing God: (KJB)

Tænarar, lýðið í øllum tingum tykkara meistarar samsvarandi við kjøtið; ikki við eygnatænastu, sum manntoknarar; men í einfaldleika av hjarta, óttandi Guð: (FKJ)

Tit trælir! Aktið í øllum harrar tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men í einfaldi hjartans, í ótta Harrans! (VD)

Tit tænarar, lýðið í øllum lutum húsbóndum tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu eins og teir, sum vilja toknast monnum, men í einfaldi hjartans, so sum teir, sum óttast Guð. (JD)

Colossensarar

3:24

Knowing that of the Lord ye shall receive the reward of the inheritance: for ye serve the Lord Christ. (KJB)

Vitandi, at av Harranum skulu tit fáa arvs-endurgjaldið: at tit tæna Harranum Christi. (FKJ)

Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna. (VD)

við tað at tit vita, at tit afturfyri av Harranum skulu fáa arvin í løn. Tit tæna Harranum Kristi. (JD)

Colossensarar

4:8

Whom I have sent unto you for the same purpose, that he might know your estate, and comfort your hearts; (KJB)

Hvønn eg havi sent tykkum fyri hitt sama endamál, at hann mátti vita tykkara tilstand, og ugga tykkara hjørtu; (FKJ)

Hann sendi eg til tykkara, júst fyri at tit skulu vita, hvussu til stendur við okkum, og fyri at hann skal troysta hjørtu tykkara. (VD)

hann sendi eg til tykkara, beint tí at tit skulu fáa at vita, hvussu tað stendur til hjá okkum, og tí at hann skal ugga hjørtu tykkara, (JD)

Colossensarar

4:9

With Onesimus, a faithful and beloved brother, who is one of you. They shall make known unto you all things which are done here. (KJB)

Við Onesimusi, einum trúføstum og háttelskaðum bróðuri, sum er ein av tykkum. Teir skulu gera kunn tykkum øll ting sum eru gjørd her. (FKJ)

Eisini sendi eg Onesimus, hin trúfasta og elskaða bróðurin, sum er úr býi tykkara; teir skulu siga tykkum frá øllum her. (VD)

saman við Onesimusi, hinum trúgva og elskaða bróðurinum, sum er frá bygd tykkara. Teir skulu greiða tykkum frá, hvussu alt stendur til her. (JD)

Colossensarar

4:12

Epaphras, who is one of you, a servant of Christ, saluteth you, always labouring fervently for you in prayers, that ye may stand perfect and complete in all the will of God.

 (KJB)

Epaphras, sum er ein av tykkum, ein tænari Christs, letur heilsa tykkum, altíð strevandi inniligani fyri tykkum í bønum, at tit mega standa fullkomnir og fullførir í øllum vilja Guðs. (FKJ)

Epafras letur heilsa tykkum, hann, sum er úr býi tykkara - tænari Krists Jesu, sum altíð stríðir fyri tykkum í bønum sínum, at tit skulu standa fullkomin og fullvís í øllum vilja Guds. (VD)

Epafras letur heilsa tykkum, hann sum er frá bygd tykkara, ein Krists Jesu tænari, sum altíð stríðir fyri tykkum í bønum sínum, fyri at tit mega standa fullkomnir og fullvísir í øllum vilja Guðs. (JD)

Colossensarar

4:13

For I bear him record, that he hath a great zeal for you, and them that are in Laodicea, and them in Hierapolis. (KJV)

Tí at eg beri honum frágreiðing, at hann hevur mikið vandlæti fyri tykkum, og teimum sum eru í Laodiceu, og teimum í Hierapolis. (FKJ)

Tí eg gevi honum tann vitnisburð, at hann ger sær nógvan ómak fyri tykkum og teimum í Laodikea og teimum í Hierapolis. (VD)

Tí at eg gevi honum tann vitnisburð, at hann hevur mikið stríð fyri tykkum og teimum í Laodikeu og teimum í Hierapolis. (JD)

Colossensarar

4:15

Salute the brethren which are in Laodicea, and Nymphas, and the church which is in his house. (KJB)

Heilsið brøðrunum sum eru í Laodiceu, og Nymphasi, og kirkjuni sum er í húsi hansara. (FKJ)

Heilsið brøðrunum í Laodikea, somuleiðis Nymfu og samkomuni í húsi hennara! (VD)

Heilsið brøðrunum í Laodikeu og Nymfas og kirkjuliðinum í húsum teirra. (JD)

Colossensarar

4:18

The salutation by the hand of me Paul. Remember my bonds. Grace be with you. Amen. (KJB)

Heilsanin við hondini hjá mær, Paulusi. Minnist míni bond. Náði veri við tykkum. Amen.  (FKJ)

Heilsan er við míni, Paulusar, egnu hond. Minnist leinkjur mínar! Náðin veri við tykkum! (VD)

Heilsanin við míni, Paulusar, egnu hond. Minnist til leinkjur mínar! Náðin veri við tykkum! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher