Matthæus

23:8

But be not ye called Rabbi: for one is your Master, even Christ; and all ye are brethren. (KJB)

Men verðið ikki tit kallaðir Rabbi: tí ein er Meistari tykkara, enntá  Christus; og allir tit eru brøður. (F)

Men tit skulu ikki lata tykkum kalla rabbi; tí ein er meistari tykkara, og tit eru allir brøður. (VD)

Men tit skulu ikki lata tey kalla tykkum rabbi; tí at ein er meistari tykkara, og allir eru tit brøður. (JD)

Markus

13:6

For many shall come in my name, saying, I am Christ; and shall deceive many. (KJB)

Tí mangir skulu koma í navni mínum, sigandi, Eg eri Christus; og skulu villleiða mangar. (F)

Mangir skulu koma í navni Mínum og siga: »Tað eri eg!« Og teir skulu villleiða mong. (VD)

Mangir skulu koma í navni mínum og siga: »Tað eri eg;« og teir skulu villleiða mong. (JD)

Lukas

2:26

And it was revealed unto him by the Holy Ghost, that he should not see death, before he had seen the Lord's Christ. (KJB)

Og tað var opinberað honum av Heilaga Andanum, at hann skuldi ikki síggja deyða, fyrrenn hann hevði sæð Harrans Christ. (F)

Honum var opinberað av Heilaga Andanum, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrrenn hann hevði sæð hin salvaða Harrans. (VD)

Og heilagi andin hevði gjørt hann varan við, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrr enn hann hevði sæð hin salvaða Harrans. (JD)

Lukas

4:41


And devils also came out of many, crying out, and saying, Thou art Christ the Son of God. And he rebuking them suffered them not to speak: for they knew that he was Christ. (KJB)

Og djevlar eisini komu út úr mongum, geylandi út, og sigandi, Tú ert Christus, Sonur Guðs. Og hartandi teir loyvdi hann teim ei at tala: tí teir vitstu at hann var Christus. (F)

Illir andar fóru eisini út úr mongum, og teir róptu: »Tú ert Sonur Guds!« Men Hann hótti at teimum og læt teir ikki sleppa at tala; tí teir vitstu, at Hann var Kristus. (VD)

Eisini illir andar fóru út úr mongum, og teir rópaðu og søgdu: »Tú ert sonur Guðs!« Og hann hótti at teimum og gav teimum ikki loyvi at tala, tí at teir vistu, at hann var Kristus. (JD)

Lukas

21:8

And he said, Take heed that ye be not deceived: for many shall come in my name, saying, I am Christ; and the time draweth near: go ye not therefore after them. (KJB)

Og hann segði, Gevið gætur, at  tit  verði  ikki  villleiddir:  tí mangir skulu koma í navni mínum, sigandi, Eg eri Christus; og tíðin nærkast: farið tit ikki tessvegna aftaná teimum. (F)

Hann svaraði: »Síggið til, at tit verða ikki villleiddir! Tí mangir skulu koma í navni Mínum og siga: »Tað eri eg!« og: »Tíðin er nær!« - Farið ikki eftir teimum! (VD)

Men hann segði: »Varið tykkum, at tit ikki verða leiddir villir; tí at mangir skulu koma í navni mínum og siga: »Tað eri eg« og »tíðin er í nánd.« Men fylgið teimum ikki! (JD)

Jóhannes

4:42

And said unto the woman, Now we believe, not because of thy saying: for we have heard him ourselves, and know that this is indeed the Christ, the Saviour of the world. (KJB)

Og søgdu við kvinnuna, Nú trúgva vit, ikki uppá grund av framsøgn tíni: tí vit hava hoyrt hann sjálvir, og vita at hesin er veruliga Christus, Frelsari heimsins. (F)

Tey søgdu við kvinnuna: »Nú trúgva vit ikki longur av tí, sum tú hevur sagt; tí nú hava vit sjálv hoyrt, og nú vita vit, at hesin er sanniliga frelsari heimsins.« (VD)

Og við konuna søgdu teir: »Vit trúgva nú ikki longur fyri talu tína; tí at sjálvir hava vit hoyrt, og vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins.« (JD)

Jóhannes

6:69

And we believe and are sure that thou art that Christ, the Son of the living God. (KJB)

Og vit trúgva og eru vísir í at tú ert hasin Christus, Sonur hins livandi Guðs. (F)

og vit hava trúð og fingið at síggja, at Tú ert hin Heilagi Guds.« (VD)

og vit hava trúð og vita, at tú ert hin heilagi Guðs.« (JD)

Gerningar

2:30

Therefore being a prophet, and knowing that God had sworn with an oath to him, that of the fruit of his loins, according to the flesh, he would raise up Christ to sit on his throne; (KJB)

Tessvegna verandi ein prophetur og vitandi at Guð hevði svorið við einum eiði til hansara, at av ávøksti lenda hans, samsvarandi við kjøtið, vildi hann reisa upp Christ at sita á trónu hansara; (F)

Við tað at hann nú var profetur og vitsti, at Gud við eiði hevði svorið honum, at Hann av frukt lenda hansara skuldi seta ein í hásæti hansara, (VD)

Tá ið hann nú var ein profetur og visti, at Guð við eiði hevði svorið honum at seta ein av fruktini úr lendum hansara í hásæti hansara, (JD)

Gerningar

4:26

The kings of the earth stood up, and the rulers were gathered together against the Lord, and against his Christ. (KJB)

Kongar jarðarinnar stigu upp, og stjórnararnir vóru savnaðir saman ímóti Harranum, og ímóti Christi hansara. (F)

Kongar jarðarinnar reistust, og høvdingarnir tóku seg saman móti Harranum og móti hinum salvaða Hansara.« (VD)

Heimsins kongar risu upp og høvdingarnir tóku seg saman móti Harranum og móti hinum salvaða hansara. (JD)

Gerningar

9:20

And straightway he preached Christ in the synagogues, that he is the Son of God. (KJB)

Og beinanvegin prædikaði hann Christ í synagogunum, at hann er Sonur Guðs. (F)

Og við tað sama prædikaði hann Jesus í sýnagogunum, at Hann er Sonur Guds. (VD)

Og við tað sama fór hann at prædika í samkomuhúsunum um Jesus, at hann er sonur Guðs. (JD)

Gerningar

10:48

And he commanded them to be baptized in the name of the Lord. Then prayed they him to tarry certain days. (KJB)

Og hann beyð tey at verða doypt í navni Harrans. Tá bóðu tey hann at dvølja ávísar dagar. (KJB)

Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Tey bóðu hann tá steðga har nakrar dagar. (VD)

Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Síðan bóðu tey hann steðga har nakrar dagar. (JD)

Gerningar

15:11

But we believe that through the grace of the Lord Jesus Christ we shall be saved, even as they. (KJB)

Men vit trúgva at gjøgnum náði Harrans Jesu Christs skulu vit verða frelstir, enntá eins og teir. (F)

Vit trúgva jú, at vit verða frelstir av náði Harrans Jesusar - vit líka væl sum teir!« (VD)

Men vit trúgva, at vit verða frelstir við Harrans Jesu náði á sama hátt sum teir.« (JD)

Gerningar

16:31

And they said, Believe on the Lord Jesus Christ, and thou shalt be saved, and thy house. (KJB)

Og teir søgdu, Trúgv á tann Harra Jesus Christ, og tú  skalt verða frelstur, og hús títt. (F)

Teir svaraðu: »Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur, tú og hús títt!« (VD)

Men teir søgdu: »Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt.« (JD)

Gerningar

19:4

Then said Paul, John verily baptized with the baptism of repentance, saying unto the people, that they should believe on him which should come after him, that is, on Christ Jesus. (KJB)

Tá segði Paulus, Jóhannes sanniliga doypti við umvendingar-dópinum, sigandi við fólkið, at tey skuldu trúgva á hann sum skuldi koma eftir hann, tað er, á Christ Jesus. (F)

Tá segði Paulus: »Jóhannes doypti við umvendingardópi, táið hann segði við fólkið, at tey skuldu trúgva á Hann, sum eftir hann kom, tað er á Jesus.« (VD)

Men Paulus segði: »Jóhannes doypti við umvendingar dópi, í tí hann segði við fólkið, at tey skuldu trúgva á tann, sum kom eftir hann, tað er á Jesus.« (JD)

Gerningar

28:31

Preaching the kingdom of God, and teaching those things which concern the Lord Jesus Christ, with all confidence, no man forbidding him. (KJB)

Prædikandi kongadømi Guðs, og frálærandi teir lutir sum viðvíkja Harranum Jesusi Christi, við øllum frímóði, eingin maður sýtandi honum. (F)

og hann prædikaði ríki Guds og lærdi um Harran Jesus við øllum dirvi, óhindraður. (VD)

og hann boðaði um Guðs ríki og talaði um Harran Jesus Krist við øllum treystleika, uttan hindurs. (JD)

Romverjar

1:3

Concerning his Son Jesus Christ our Lord, which was made of the seed of David according to the flesh; (KJB)

Viðvíkjandi Syni sínum Jesusi Christi Harra várum, sum varð gjørdur av sáði Dávids samsvarandi við kjøtið; (F)

um Son Hansara, sum eftir holdinum er føddur av ætt Dávids, (VD)

um son hansara, sum eftir holdinum er føddur av Dávids ætt, (JD)

Romverjar

1:4

And declared to be the Son of God with power, according to the spirit of holiness, by the resurrection from the dead: (KJB)

Og yvirlýstur at vera Sonur Guðs við kraft, samsvarandi við heilagleiks-andan, við uppreisnini frá hinum deyðu: (F)

og sum eftir Anda heilagleikans er við kraft prógvaður at vera Sonur Guds við uppreisn frá hinum deyðu - Jesus Kristus, Harra okkara. (VD)

men eftir anda heilagleikans er veldigliga prógvaður at vera sonur Guðs við uppreisn frá deyðum, Jesus Krist, váran harra, (JD)

Romverjar

1:16

For I am not ashamed of the gospel of Christ: for it is the power of God unto salvation to every one that believeth; to the Jew first, and also to the Greek. (KJB)

Tí eg skammist ikki við gleði-boðskap Christs: tí hann er kraft Guðs til frelsu fyri hvønn tann sum trýr; fyri Jødan fyrst, og eisini fyri Grikkan. (F)

Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda - fyrst - og Grikka. (VD)

Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, bæði fyri Jøda fyrst og síðan fyri Grikka. (JD)

Romverjar

10:17

So then faith cometh by hearing, and hearing by the word of God. (KJB)

So kemur tá trúgv við at hoyra, og at hoyra við orði Guðs. (F)

So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar. (VD)

So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists. (JD)

Romverjar

14:10

But why dost thou judge thy brother? or why dost thou set at nought thy brother? for we shall all stand before the judgment seat of Christ. (KJB)

Men hví dømirt tú bróðir tín? ella hví gert tú bróðir tín til einkiðs? tí vit skulu allir standa frammi fyri dómstóli Christs. (F)

Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Vit skulu jú øll standa fyri dómstóli Guds. (VD)

Men tú, hví dømir tú bróður tín? Ella tú, hví vanvirðir tú bróður tín? Tí at vit skulu allir fara fram fyri Guðs dómstól. (JD)

1. Corintharar

5:4

In the name of our Lord Jesus Christ, when ye are gathered together, and my spirit, with the power of our Lord Jesus Christ, (KJB)

Í navni várs Harra Jesu Christs, tá ið tit eru savnaðir saman, og andi mín, við kraft várs Harra Jesu Christs, (F)

at táið tit og andi mín koma saman, skal hann, í navni Harra okkara Jesusar og við kraft Harra okkara Jesusar, (VD)

hann skal í navni várs harra Jesu, við tað at andi mín og andi tykkara eru saman komnir við kraft várs harra Jesu, (JD)

1. Corintharar

9:1

Am I not an apostle? am I not free? have I not seen Jesus Christ our Lord? are not ye my work in the Lord? (KJB)

Eri eg ikki ein apostul? eri eg ikki fríur? havi eg ikki sæð Jesus Christ váran Harra? eru tit ikki verk mítt í Harranum? (F)

Eri eg ikki frælsur! Eri eg ikki ápostul! Havi eg ikki sæð Jesus, Harra okkara! Eru tit ikki verk mítt í Harranum! (VD)

Eri eg ikki fríur? Eri eg ikki ápostul? Havi eg ikki sæð Jesus, harra okkara? Eru tit ikki verk mítt í Harranum? (JD)

1. Corintharar

9:18

What is my reward then? Verily that, when I preach the gospel, I may make the gospel of Christ without charge, that I abuse not my power in the gospel. (KJB)

Hvat er tá endurgjald mítt? Sanniliga at, tá ið eg prædiki gleðiboðskapin, eg kann seta fram gleðiboðskap Christs uttan kostnað, at  eg  misbrúki ikki mátt mín í gleði-boðskapinum. (F)

Hvat er tá løn mín? At eg, táið eg kunngeri evangeliið, geri tað fyri einki og soleiðis ikki geri nýtslu av rætti mínum í evangeliinum. (VD)

Hvør er tá løn mín? At eg, tá ið eg boði gleðiboðskapin, geri tað fyri einki, so at eg ikki geri nýtslu av rætti mínum í gleðiboðskapinum. (JD)

1. Corintharar

10:9

Neither let us tempt Christ, as some of them also tempted, and were destroyed of serpents. (KJB)

Eiheldur latum okkum freista Christ, sum summir av teimum eisini freistaðu, og vórðu oyddir av høggormum. (F)

Latið okkum heldur ikki freista Harran, eins og nakrir av teimum freistaðu Hann - og vórðu dripnir av ormum! (VD)

Latum okkum ikki heldur freista Guð, eins og nakrir av teimum freistaðu hann og vórðu týndir av slangum. (JD)

1. Corintharar

16:22

If any man love not the Lord Jesus Christ, let him be Anathema Maranatha. (KJB)

Um nakar maður elski ikki Harran Jesus Christ, lat hann vera A-na´-the-ma Ma´-ran-a-tha. (F)

Um onkur elskar ikki Harran, hann veri bannaður! Marana, ta! (VD)

Um einhvør ikki elskar Harran, hann veri bannaður! Maran ata! (JD)

1. Corintharar

16:23

The grace of our Lord Jesus Christ be with you. (KJB)

Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum. (F)

Náði Harrans Jesusar veri við tykkum! (VD)

Harrans Jesu náði veri við tykkum! (JD)

2. Corintharar

10:7


Do ye look on things after the outward appearance? If any man trust to himself that he is Christ's, let him of himself think this again, that, as he is Christ's, even so are we Christ's. (KJB)

Hyggja tit at lutum eftir hini útvortis útsjónd? Um nakar maður líti til sín sjálvs at hann er Christs, lat hann um seg sjálvan hugsa hetta aftur, at, eins og hann er Christs, enntá soleiðis eru vit Christs. (F)

Tit hyggja bert á hitt útvortis? Heldur onkur seg vera vísan í, at hann hoyrir Kristusi til, so dømi hann aftur frá sær sjálvum, at eins og hann hoyrir Kristusi til, hoyra eisini vit Honum til! (VD)

Lítið at tí, sum er beint fyri eygunum! Um einhvør heldur seg vísan í tí, at hann sjálvur hoyrir Kristi til, tá hugsi hann tað aftur frá sær sjálvum, at líkasum hann hoyrir Kristi til, soleiðis eisini vit. (JD)

2. Corintharar

11:31


The God and Father of our Lord Jesus Christ, which is blessed for evermore, knoweth that I lie not. (KJB)

Guð og Faðir várs Harra Jesu Christs, sum er vælsignaður um ævir meir, veit at eg ljúgvi ikki. (F)

Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum signaður er í allar ævir, veit, at eg lúgvi ikki! (VD)

Guð og faðir Harrans Jesu, hann sum vælsignaður er allar ævir, veit, at eg ikki ljúgvi. (JD)

Galatarar

1:22

And was unknown by face unto the churches of Judaea which were in Christ: (KJB)

Og var ókendur av andliti fyri kirkjunum av Judæu sum vóru í Christi: (F)

Men persónliga kendu hinar kristnu samkomurnar í Judea meg ikki; (VD)

Men persónliga var eg tá ókunnigur hjá hinum kristnu kirkjuliðunum í Júdeu. (JD)

Galatarar

3:17

And this I say, that the covenant, that was confirmed before of God in Christ, the law, which was four hundred and thirty years after, cannot disannul, that it should make the promise of none effect. (KJB)

Og hetta sigi eg, at sáttmálan, sum varð staðfestur frammanundan av Guði í Christi, kann lógin, sum var fýra hundrað og tríati ár aftaná, ikki ógilda, at hon skuldi gjørt fyrijáttanina av ongari virkni. (F)

Tað, sum eg vil siga, er hetta: Sáttmála, ið frammanundan er staðfestur av Gudi, kann lógin, sum kom 430 ár seinni, ikki seta úr gildi, so hon skuldi gjørt lyftið til einkis. (VD)

Tað sum eg vil siga, er hetta: Ein sáttmála, sum frammanundan var staðfestur av Guði, kann lógin, sum kom fýra hundrað og tríati ár seinni, ikki gera ónýtan, so at hon skuldi gera fyrijáttanina til einkis. (JD)

Galatarar

4:7

Wherefore thou art no more a servant, but a son; and if a son, then an heir of God through Christ. (KJB)

Hvørsvegna tú ert ei meira tænari, men sonur; og um sonur, tá arvingi Guðs gjøgnum Christ. (F)

Tú ert tá ikki trælur longur, men sonur; og ert tú sonur, ert tú eisini arvingi við Gudi. (VD)

So ert tú tá ikki longur trælur, men sonur; men ert tú sonur, tá ert tú eisini arvingi fyri Guðs sakir. (JD)

Galatarar

6:15

For in Christ Jesus neither circumcision availeth any thing, nor uncircumcision, but a new creature. (KJB)

Tí í Christi Jesusi hvørki umskering gagnar nakað, ella ó-umskering, men ein nýggjur skapningur. (F)

Tí hvørki tað at vera umskorin ella tað at vera óumskorin er nakað; alt varir um at vera nýggjur skapningur. (VD)

Tí at hvørki er umskering nakað ella yvirhúð, men eina nýggjur skapningur. (JD)

Ephesarar

3:9

And to make all men see what is the fellowship of the mystery, which from the beginning of the world hath been hid in God, who created all things by Jesus Christ: (KJB)

Og at fáa allar menn at sjá hvat er samfelag loyndar-dómsins, sum frá  byrjan veraldarinnar hevur verið fjaldur í Guði, hvør allar lutir skapaði við Jesusi Christi: (F)

og at upplýsa øll um, hvussu húshaldið er við loyndar-málinum, ið frá ævigum tíðum hevur verið fjalt í Gudi, sum alt hevur skapt (VD)

og at upplýsa allar um, hvussu tað er við húshaldinum við hesum loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið fjaldur í Guði, sum allar lutir hevur skapað, (JD)

Ephesarar

3:14

For this cause I bow my knees unto the Father of our Lord Jesus Christ, (KJB)

Fyri hesa grund eg boyggi knæ míni at Faðir várs Harra Jesu Christs, (F)

Tí er tað, eg boyggi knø míni fyri Faðirinum (VD)

Tess vegna er tað, at eg boyggi knæ míni fyri faðirinum, (JD)

Ephesarar

5:21

Submitting yourselves one to another in the fear of God. (KJB)

Undirgevandi tykkum sjálvar hvør fyri øðrum í ótta Guðs. (F)

Verið hvørt øðrum undirgivið í ótta Kristusar! (VD)

og eru hvør øðrum undirgivnir í ótta Krists! (JD)

Ephesarar

5:29

For no man ever yet hated his own flesh; but nourisheth and cherisheth it, even as the Lord the church: (KJB)

Tí eingin maður nakrantíð enn hataði sítt egna kjøt; men nørir og fjálgar tað, enntá eins og Harrin kirkjuna: (F)

Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí - eins og Kristus ger við samkomuna. (VD)

Tí at eingin hevur á nøkrum sinni hatað sítt egna hold; men hann føðir tað og fjálgar um tað, eins og eisini Kristus ger við kirkjuliðið; (JD)

Philippensarar

4:13

I can do all things through Christ which strengtheneth me. (KJB)

Eg megni gera allar lutir gjøgnum Christ sum styrkir meg. (F)

Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan. (VD)

Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan. (JD)

Colossensarar

1:2


To the saints and faithful brethren in Christ which are at Colosse: Grace be unto you, and peace, from God our Father and the Lord Jesus Christ. (KJB)

Til hinna heilagu og trúføstu brøðra í Christi sum eru í Co-los´-se: Náði veri innat tykkum, og friður, frá Guði Faðir várum og Harranum Jesusi Christi. (F)

- til hinar heiløgu og trúgvandi brøður í Kristusi í Kolosse. Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara! (VD)

til hinar heilagu og trúgvandi brøðurnar í Kolossu, sum hoyra Kristi til: náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum! (JD)

Colossensarar

3:15

And let the peace of God rule in your hearts, to the which also ye are called in one body; and be ye thankful. (KJB)

Og latið frið Guðs ráða í hjørtum tykkara, til hvørs eisini tit eru kallaðir í einum likami; og verið tit takksamir. (F)

Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami - og verðið takksom! (VD)

Og latið frið Krists ráða í hjørtum tykkara, sum tit eisini vórðu kallaðir til í einum likami, og verðið takksamir! (JD)

Fyrri

Thessalonica

1:1


Paul, and Silvanus, and Timotheus, unto the church of the Thessalonians which is in God the Father and in the Lord Jesus Christ: Grace be unto you, and peace, from God our Father, and the Lord Jesus Christ. (KJB)

Paulus, og Sil-va´-nus, og Timotheus, til kirkju Thess-a-lo´-ni-car-anna sum er í Guði Faðirinum og í Harranum Jesusi Christi: Náði veri innat tykkum, og friður, frá Guði Faðir várum, og Harranum Jesusi Christi. (F)

Paulus, Silvanus og Timoteus - til samkomu Tessalonikamanna í Gudi Faðir og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður! (VD)

Paulus og Silvanus og Timoteus til kirkjuliðið av Tessalónikumonnum í Guði faðir og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður! (JD)

Fyrri

Thessalonica

2:19

For what is our hope, or joy, or crown of rejoicing? Are not even ye in the presence of our Lord Jesus Christ at his coming? (KJB)

Tí hvat er vón okkara, ella gleði, ella fagnaðar-krúna? Eru ikki enntá tit í nærveru várs Harra Jesu Christs við komu hansara? (F)

Tí hvør er vón okkara, gleði okkara ella heiðurskransur okkara! - Eru ikki eisini tit tað fyri Harra okkara Jesusi í komu Hansara! (VD)

Tí at hvør er vón okkara ella gleði okkara ella heiðurskransur okkara, um ikki tit við eru tað frammi fyri ásjón várs harra Jesu í komu hansara? (JD)

Fyrri

Thessalonica

3:11


Now God himself and our Father, and our Lord Jesus Christ, direct our way unto you. (KJB)

Nú, Guð sjálvur og Faðir okkara, og Harri okkara Jesus Christus, beini veg okkara innat tykkum. (F)

Men Hann sjálvur, Gud og Faðir okkara, og Harri okkara Jesus Kristus, beini leið okkara til tykkara! (VD)

Men sjálvur Guð og faðir vár, og vár harri Jesus greiði veg okkara til tykkara! (JD)

Fyrri

Thessalonica

3:13

To the end he may stablish your hearts unblameable in holiness before God, even our Father, at the coming of our Lord Jesus Christ with all his saints. (KJB)

Til tess endamáls hann má grundfesta  hjørtu tykkara ólastilig í heilagleika frammi fyri Guði, enntá Faðir várum, við komu várs Harra Jesu Christs við øllum heilagu hansara. (F)

so Hann styrkir hjørtu tykkara og ger tey ólastandi í heilagleika fyri Gudi og Faðir okkara, táið Harri okkara Jesus kemur við øllum hinum heiløgu Sínum! (VD)

fyri at hann kann styrkja hjørtu tykkara, so at tey verða ólastandi í heilagleika frammi fyri Guði og faðir várum við komu várs harra Jesu saman við øllum heilagum sínum! Amen. (JD)

Seinni

Thessalonica

1:8

In flaming fire taking vengeance on them that know not God, and that obey not the gospel of our Lord Jesus Christ: (KJB)

Í logandi eldi takandi hevnd á teir sum kenna ikki Guð, og sum lýða ikki gleðiboðskap várs Harra Jesu Christs: (F)

við logandi eldi, táið Hann letur koma hevnd yvir tey, sum ikki kenna Gud, og yvir tey, sum ikki eru evangelii Harra okkara Jesu Krists lýðin. (VD)

í logandi eldi, tá ið hann letur hevnd koma yvir teir, sum ikki kenna Guð, og yvir teir, sum ikki eru lýdnir móti gleði-boðskapinum um váran harra, Jesus, (JD)

Seinni

Thessalonica

1:12

That the name of our Lord Jesus Christ may be glorified in you, and ye in him, according to the grace of our God and the Lord Jesus Christ. (KJB)

At navn várs Harra Jesu Christs má verða dýrðmett í tykkum, og tit í honum, samsvarandi við náði Guðs várs og Harrans Jesu Christs. (F)

fyri at navn Harra okkara Jesusar kann dýrmetast í tykkum, og tit í Honum, eftir náði Guds okkara og Harrans Jesu Krists. (VD)

fyri at várs harra Jesu navn má verða dýrmett í tykkum og tit í honum eftir náði Guðs várs og Harrans Jesu Krists. (JD)

Seinni

Thessalonica

2:2

That ye be not soon shaken in mind, or be troubled, neither by spirit, nor by word, nor by letter as from us, as that the day of Christ is at hand. (KJB)

At tit verði ikki skjótt skakaðir í sinni, ella verði órógvaðir, hvørki við anda, ella við orði, ella við brævi sum frá okkum, sum at dagur Christs er fyri hond. (F)

ikki at vera skjótar at lata tykkum gera í ørviti ella ræða, hvørki við nøkrum anda, nakrari talu ella nøkrum brævi - sum skal vera frá okkum - eins og dagur Harrans stóð fyri durunum. (VD)

at tit ikki mega vera so skjótir at lata tykkum vika burtur frá skili ella lata tykkum ræða, hvørki við nøkrum anda ella við nakrari talu ella við nøkrum brævi, sum skuldi tað verið frá okkum, sum at Harrans dagur longu var í hondum. (JD)

Fyrri

Timotheus

2:7

Whereunto I am ordained a preacher, and an apostle, (I speak the truth in Christ, and lie not;) a teacher of the Gentiles in faith and verity. (KJB)

At hvørjum eg eri innsettur ein prædikumaður, og ein apostul, (eg tali sannleikan í Christi, og ljúgvi ikki;) ein lærari av Heidningunum í trúgv og sannleika. (F)

Fyri hetta eri eg settur til prædikara og ápostul - eg sigi sannleika, eg lúgvi ikki - heidningum til lærara í trúgv og sannleika. (VD)

og hann eri eg settur sum boðberi og ápostul fyri - eg sigi sannleika, eg ljúgvi ikki - sum lærari hjá heidningum í trúgv og sannleika. (JD)

Seinni

Timotheus

2:19

Nevertheless the foundation of God standeth sure, having this seal, The Lord knoweth them that are his. And, Let every one that nameth the name of Christ depart from iniquity. (KJB)

Hóast hetta, grundvøllur Guðs stendur tryggur, havandi hetta innsigli, Harrin kennir teir sum eru hansara. Og, Lat hvønn tann sum nevnir navn Christs víkja frá misgerð. (F)

Tó, fasti grundvøllur Guds stendur og hevur hetta innsigli: »Harrin kennir Síni«, og: »Hvør tann, sum nevnir navn Harrans, haldi seg frá órættvísi!« (VD)

Men Guðs fasti grundvøllur stendur og hevur hetta innsiglið: »Harrin kennir síni« og »Hvør tann, sum nevnir navn Harrans, skal halda sær frá órættvísi.« (JD)

Seinni

Timotheus

4:22

The Lord Jesus Christ be with thy spirit. Grace be with you. Amen.

Harrin Jesus Christus veri við anda tínum. Náði veri við tykkum. A´-men. (F)

Harrin Jesus veri við anda tínum! Náðin veri við tykkum! (VD)

Harrin veri við tínum anda! Náðin veri við tykkum! (JD)

Philemon

1:20

Yea, brother, let me have joy of thee in the Lord: refresh my bowels in the Lord. (KJB)

Ja, bróðir, lat meg hava frøi av tær í Harranum: endurfríska vælvildargoymslur mínar í Harranum. (F)

Ja, bróðir, ver mær »hentur« í Harranum, lívga hjarta mítt í Kristusi! (VD)

Ja, bróðir! lat meg fáa gagn av tær í Harranum, lívga hjarta mítt í Kristi! (JD)

Hebrearar

3:1

Wherefore, holy brethren, partakers of the heavenly calling, consider the Apostle and High Priest of our profession, Christ Jesus; (KJB)

Hvørsvegna, heilagu brøður, luttakarar í hini himinsku kallan, umhugsið Apostulin og Høvuðsprestin av játtan okkara, Christ Jesus; (F)

Heiløgu brøður, tit, sum hava fingið lut í himmalskum kalli, hugsið tí um ápostulin og høvuðsprestin, ið vit játta, Jesus, (VD)

Tess vegna, heilagu brøður, luttiknir í himmalskari kallan! gevið far um útsendingin og høvuðsprestin, sum vit kennast við, Jesus, (JD)

Fyrri

Pætur

3:15

But sanctify the Lord God in your hearts: and be ready always to give an answer to every man that asketh you a reason of the hope that is in you with meekness and fear: (KJB)

Men halgið Harran Guð í hjørtum tykkara: og verið til reiðar altíð at geva eitt svar til hvørs mans sum biður tykkum um frágreiðing fyri ta vón sum er í tykkum við eyðmjúkleika og ótta: (F)

nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er - tó við spakføri og ótta (VD)

men halgið Krist sum Harran í hjørtum tykkara; verið altíð búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum, men tó við spakføri og ótta, (JD)

Fyrsti

Jóhannes

1:7

But if we walk in the light, as he is in the light, we have fellowship one with another, and the blood of Jesus Christ his Son cleanseth us from all sin. (KJB)

Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er í ljósinum, hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu Christs Sonar hansara reinsar okkum frá allari synd. (F)

Men liva vit í ljósinum - eins og Hann er í ljósinum - so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd. (VD)

Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. (JD)

Fyrsti

Jóhannes

4:3

And every spirit that confesseth not that Jesus Christ is come in the flesh is not of God: and this is that spirit of antichrist, whereof ye have heard that it should come; and even now already is it in the world. (KJB)

Og hvør andi sum játtar ikki at Jesus Christus er komin í kjøtinum er ikki av Guði: og hesin er hasin andi an´-ti-christ-s, um hvønn tit hava hoyrt at hann skuldi koma; og enntá nú longu er hann í heiminum. (F)

Men ein og hvør andi, sum ikki játtar Jesus, er ikki frá Gudi; hetta er andi Antikrists, sum tit hava hoyrt, kemur - og hann er longu nú í heiminum. (VD)

Og ein og hvør andi, sum ikki viðkennir sær Jesus, er ikki frá Guði; og hetta er Antikrists andi, sum tit hava hoyrt um, at hann kemur, og hann er longu nú í heiminum. (JD)

Annar

Jóhannes

1:9

Whosoever transgresseth, and abideth not in the doctrine of Christ, hath not God. He that abideth in the doctrine of Christ, he hath both the Father and the Son. (KJB)

Hvørsumhelst misbrýtur, og verður ikki verandi í Guðslæru Christs, hevur ikki Guð. Hann sum verður verandi í Guðslæru Christs, hann hevur bæði Faðirin og Sonin. (F)

Hvør tann, ið víkur av leið og verður ikki verandi í læru Kristusar, hevur ikki Gud; tann, sum verður verandi í læruni, hevur bæði Faðirin og Sonin. (VD)

Ein og hvør, sum víkur frá og ikki er støðufastur í læru Krists, hann hevur ikki Guð. Tann, sum er støðufastur í læruni, hann hevur bæði faðirin og sonin. (JD)

Judas

 1:25

To the only wise God our Saviour, be glory and majesty, dominion and power, both now and ever. Amen. (KJB)

Til hins einasta vísa Guðs várs Frelsara, veri dýrd og hátign, harradømi og máttur, bæði nú og ævir. A´-men. (F)

Honum, hinum einasta Gudi, Frelsara okkara við Jesusi Kristi, Harra okkara, tilhoyrir dýrd, hátign, styrki og máttur, framman undan allari tíð, nú og í allar ævir. Amen. (VD)

hinum einasta Guði, frelsara várum fyri Jesus Krist, váran harra, veri dýrd, hátign, vald og máttur fyri allar ævir og nú og um allar ævir! Amen. (JD)

Jóhannesar

Opinbering

 1:9

I John, who also am your brother, and companion in tribulation, and in the kingdom and patience of Jesus Christ, was in the isle that is called Patmos, for the word of God, and for the testimony of Jesus Christ. (KJB)

Eg Jóhannes, hvør eisini eri bróðir tykkara, og lagsmaður í trongslu, og í kongadømi og tolmóði Jesu Christs, var á oynni sum er kallað Patmos, fyri orð Guðs, og fyri vitnisburð Jesu Christs. (F)

Eg, Jóhannes, sum eri bróðir tykkara og havi lut við tykkum í trongdini, ríkinum og tolinum í Jesusi, var í oynni, sum kallast Patmos, fyri orðs Guds skuld, og fyri vitnisburðar Jesu skuld. (VD)

Eg, Jóhannes, bróðir tykkara og felagi í trongdini og kongaríkinum og tolmóðini í Jesusi, var á oynni, sum eitur Patmos, fyri Guðs orðs og Jesu vitnisburðar sakir. (JD)

Jóhannesar

Opinbering 11:15

And the seventh angel sounded; and there were great voices in heaven, saying, The kingdoms of this world are become the kingdoms of our Lord, and of his Christ; and he shall reign for ever and ever. (KJB)

Og hin sjeyndi eingilin ljóðaði; og tað vóru miklar røddir í himni, sigandi, Kongadømir hesa heims eru vorðin kongadømir Harra várs, og Christs hansara; og hann skal ráða um ævir og ævir. (F)

Sjeyndi eingilin blásti í lúður; tá hoyrdust í Himli harðar røddir, ið søgdu: »Kongadømi heimsins er fallið Harra okkara og hinum salvaða Hansara í lut, og Hann skal vera kongur í aldur og allar ævir!« (VD)

Og sjeyndi eingilin básúnaði, og tað hoyrdust harðar røddir á himni, sum søgdu: »Heimsins kongadømið er vorðið Harra várs og hins salvaða hansara, og hann skal vera kongur um aldur og allar ævir.« (JD)

Jóhannesar

Opinbering 12:10

And I heard a loud voice saying in heaven, Now is come salvation, and strength, and the kingdom of our God, and the power of his Christ: for the accuser of our brethren is cast down, which accused them before our God day and night. (KJB)

Og eg hoyrdi eina harða rødd sigandi í himni, Nú er komin frelsa, og styrki, og kongadømi Guðs várs, og máttur Christs hansara: tí ákærari brøðra vára er kastaður niður, sum ákærdi teir frammi fyri Guði várum dag og nátt. (F)

Eg hoyrdi harða rødd í Himli siga: »Nú eru frelsan, mátturin og ríkið vorðin Guds okkara, og veldið hins salvaða Hansara! Tí klagari brøðra okkara er kastaður niður, hann, sum klagaði teir fyri Gudi okkara dag og nátt. (VD)

Og eg hoyrdi harða rødd á himni, sum segði: »Nú er komin frelsan og mátturin og ríki Guðs várs og veldi hins salvaða hansara; tí at klagari brøðra vára er stoyttur oman, hann sum klagaði teir fyri Guði várum dag og nátt. (JD)

Jóhannesar

Opinbering 12:17

And the dragon was wroth with the woman, and went to make war with the remnant of her seed, which keep the commandments of God, and have the testimony of Jesus Christ. (KJB)

Og drekin varð vreiður við kvinnuna, og fór at føra kríggj við leivdina av sáði hennara, hvørjir varðveita boðini hjá Guði, og hava vitnisburð Jesu Christs. (F)

Drekin varð vreiður við kvinnuna og fór avstað at berjast við hini av avkomi hennara, tey, sum halda boð Guds og hava vitnisburð Jesusar. (VD)

Og drekin gjørdist kvinnuni vreiður og fór burtur fyri at taka upp stríð móti hinum av avkomi hennara, teimum sum varðveita Guðs boð og hava Jesu vitnisburð. (JD)

Jóhannesar

Opinbering 22:21

The grace of our Lord Jesus Christ be with you all. Amen. (KJB)

Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum øllum.  A´men. (F)

Náði Harrans Jesusar veri við øllum! (VD)

Náði Harrans Jesu veri við øllum! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







Guð Harrin Jesus Christ Heilagur Faðir vár gjørt umvendingar føsta sodomi fótnotur Amen

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF Antioch vs Alexandria - PDF

facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri
Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher


Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA