The Actc of the Apostles

Gerningar Apostlanna

Ápostlasøgan

Ápostlasøgan

Gerningar

Apostlanna

1:3


To whom also he shewed himself alive after his passion by many infallible proofs, being seen of them forty days, and speaking of the things pertaining to the kingdom of God: (KJB)

Fyri hvørjum eisini hann sýndi seg livandi eftir sína líðing við mongum ósvitaligum prógvum, verðandi sæddur av teimum í fjøruti dagar, og talandi um tingini, hoyrandi til kongadømis Guðs: (FKJ)

Fyri teimum hevði Hann eisini, eftir at Hann hevði liðið, víst Seg livandi við mongum prógvum, við tað at Hann í 40 dagar læt teir síggja Seg, og talaði um tað, sum hoyrir ríki Guds til. (VD)

teimum, sum hann eisini sýndi seg fyri livandi aftan á pínslu sína við mongum prógvum, við tað at hann læt teir síggja seg í fjøruti dagar og talaði um tað, sum hoyrir Guðs ríki til. (JD)

Gerningar

Apostlanna

1:8


But ye shall receive power, after that the Holy Ghost is come upon you: and ye shall be witnesses unto me both in Jerusalem, and in all Judaea, and in Samaria, and unto the uttermost part of the earth. (KJB)

Men tit skulu fáa kraft, eftir at Halgi Andin er komin uppá tykkum: og tit skulu vera mær vitnir bæði í Jerusalem, og í allari Judæu, og í Samariu, og at ytsta parti jarðarinnar. (FKJ)

Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerúsalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.« (VD)

Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

1:13


And when they were come in, they went up into an upper room, where abode both Peter, and James, and John, and Andrew, Philip, and Thomas, Bartholomew, and Matthew, James the son of Alphaeus, and Simon Zelotes, and Judas the brother of James. (KJB)

Og tá ið teir vóru komnir inn, fóru teir upp í eitt ovara rúm, hvar vórðu verandi bæði Pætur, og Jákob, og Jóhannes, og Andreas, Philippus, og Tummas, Bartholomæus, og Matthæus; Jákob, sonur Alphæusar; og Símun Zelotes; og Judas, bróðir Jákobs. (FKJ)

Táið teir vóru komnir hagar, fóru teir upp í salin í erva, har sum teir hildu til - Pætur, Jóhannes, Jákup, Andrias, Filip, Tummas, Bartolomeus, Matteus, Jákup, sonur Alfeus, Símun Zelotes og Judas, sonur Jákup. (VD)

Og tá ið teir vóru inn komnir, fóru teir upp í ta loftsstovuna, har sum teir vóru vanir at vera, Pætur og Jóhannes og Jákup og Andrias, Filippus og Tummas, Bartolomeus og Matteus, Jákup sonur Alfeusar og Símun Zelotes og Judas sonur Jákups. (JD)

Gerningar

Apostlanna

1:14


These all continued with one accord in prayer and supplication, with the women, and Mary the mother of Jesus, and with his brethren. (KJB)

Allir hesir hildu áfram við einum samljómi í bøn og áheitan; við kvinnunum; og Mariu, móður Jesu; og við brøðrum hansara. (FKJ)

Allir hesir hildu á í bønini av einum huga saman við nøkrum kvinnum, Mariu, móður Jesus, og brøðrum Hansara. (VD)

Allir hesir vóru samhugaðir áhaldandi í bønini saman við nøkrum kvinnum og Mariu, móður Jesu, og við brøðrum hansara. (JD)

Gerningar

Apostlanna

1:15


And in those days Peter stood up in the midst of the disciples, and said, (the number of names together were about an hundred and twenty,) (KJB)

Og í teimum døgum stóð Pætur upp í miðju lærusveinanna, og segði, (talið á nøvnum saman vóru umleið hundrað og tjúgu,) (FKJ)

Á hesum døgum reistist Pætur mitt ímillum brøðurnar - har var tá savnaður ein flokkur, okkurt um 120 í tali; hann segði: (VD)

Og í hesum døgum stóð Pætur upp millum brøðranna og segði - og har var komin saman ein flokkur av monnum okkurt um stórt hundrað í tali -: (JD)

Gerningar

Apostlanna

1:25


That he may take part of this ministry and apostleship, from which Judas by trans-gression fell, that he might go to his own place. (KJB)

At hann má taka part í hesi tænastu og ápostladømi, frá hvørjum Judas við misgerð fell, at hann mátti fara til sítt egna stað. (FKJ)

at taka sætið í hesi tænastu og hesum ápostladómi, sum Judas fór úr fyri at fara til sítt egna stað!« (VD)

til at taka lut í hesi tænastu og ápostladømi, sum Judas gav frá sær fyri at fara til sín egna stað.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

2:1


And when the day of Pentecost was fully come, they were all with one accord in one place. (KJB)

Og tá ið Hvítusunnudagurin var fullvegis komin, vóru tey øll við einum samljómi í einum plássi. (FKJ)

Táið nú hvítusunnudagur kom, vóru tey øll komin saman á einum staði. (VD)

Og tá ið nú hvítusunnudagurin var komin, vóru teir allir saman komnir á einum staði. (JD)

Gerningar

Apostlanna

2:7


And they were all amazed and marvelled, saying one to another, Behold, are not all these which speak Galilaeans? (KJB)

Og teir vórðu allir ógvaðir og undraðust, sigandi hvør til annan, Sí, eru ikki allir hesir, ið tala, Galilæarar? (FKJ)

Tey vórðu øll ovfarin og undraðust og søgdu: »Hyggið, eru ikki allir hesir, ið tala, Galilearar? (VD)

Og teir vórðu allir bilsnir og undraðust og søgdu: »Sí, eru ikki allir hesir, ið tala, Galileumenn? (JD)

Gerningar

Apostlanna

2:10


Phrygia, and Pamphylia, in Egypt, and in the parts of Libya about Cyrene, and strangers of Rome, Jews and proselytes, (KJB)

Phrýgiu, og Pamphýliu, í Egyptalandi, og í pørtunum av Libyu kring Cýrene, og fremmandir úr Róm, Jødar og prosilýttar, (FKJ)

í Frýgia, Pamfýlia, Egyptalandi og landspørtum Libya við Kýrene, og vit úr Róm, sum her búgva, / bæði Jødar og trúskiftingar, (VD)

í Frýgíu og Pamfýliu, Egyptalandi og Libyubygdunum við Kýrene, og vit Rómverjar, sum her hava setst niður, Jødar og proselýtar; (JD)

Gerningar

Apostlanna

2:22


Ye men of Israel, hear these words; Jesus of Nazareth, a man approved of God among you by miracles and wonders and signs, which God did by him in the midst of you, as ye yourselves also know: (KJB)

Tit menn av Ísrael, hoyrið hesi orð; Jesus úr Nazareth, ein maður - viðurkendur av Guði tykkara millum við kraftarverkum og undrum og teknum, hvørji Guð gjørdi við honum í tykkara mittu, eins og tit sjálvir eisini vita: (FKJ)

Tit menn av Ísrael, hoyrið hesi orð! Jesus úr Nazaret, mann, ið av Gudi varð prógvaður fyri tykkum við kraftargerðum, undrum og teknum, sum Gud við Honum gjørdi mitt ímillum tykkara - so sum tit sjálvir vita - (VD)

Tit Ísraelsmenn, hoyrið hesi orð: Jesus úr Nasaret, ein mann, sum av Guði var sannaður fyri tykkum við kraftargerningum og undurum og teknum, sum Guð læt hann gera tykkara millum, so sum tit sjálvir vita, (JD)

Gerningar

Apostlanna

2:23


Him, being delivered by the determinate counsel and foreknowledge of God, ye have taken, and by wicked hands have crucified and slain: (KJB)

Hann, verðandi givin upp við fyriskipaða ráði og fyrivitan Guðs, hava tit tikið, og hava við vondum hondum krossfest og vigið: (FKJ)

Hann, sum eftir fyriskipaða ráði Guds og fyrivitan Hansara varð svikin, Hann drópu tit - krossfestu Hann við hondum lógloysinga. (VD)

hann, sum eftir Guðs fyriskipaða ráði og fyrivitan var vorðin givin upp, hava tit krossfest við vándra manna hondum og tikið av lívi; (JD)

Gerningar

Apostlanna

2:27


Because thou wilt not leave my soul in hell, neither wilt thou suffer thine Holy One to see corruption. (KJB)

Av tí at tú vilt ikki eftirlata mína sál í helviti, eiheldur vilt tú tillata Hinum Heilaga tínum at síggja rot. (FKJ)

Tí Tú skalt ikki lata sál Mína eftir í deyðaríkinum, ei heldur lata hin Heilaga Tín síggja rot. (VD)

tí at ikki vilt tú lata sál mína verða eftir í helheimi, og ikki heldur vilt tú lata tín heilaga síggja rot. (JD)

Gerningar

Apostlanna

2:30


Therefore being a prophet, and knowing that God had sworn with an oath to him, that of the fruit of his loins, according to the flesh, he would raise up Christ to sit on his throne; (KJB)

Tessvegna verandi ein prophetur, og vitandi at Guð hevði svorið við einum eiði til hansara, at av ávøkstinum av hansara lendum, samsvarandi við kjøtið, vildi hann reisa upp Christ til at sita á hásæti hansara; (FKJ)

Við tað at hann nú var profetur og vitsti, at Gud við eiði hevði svorið honum, at Hann av frukt lenda hansara skuldi seta ein í hásæti hansara, (VD)

Tá ið hann nú var ein profetur og visti, at Guð við eiði hevði svorið honum at seta ein av fruktini úr lendum hansara í hásæti hansara, (JD)

Gerningar

Apostlanna

2:31


He seeing this before spake of the resurrection of Christ, that his soul was not left in hell, neither his flesh did see corruption. (KJB)

Hann, síggjandi hetta frammanundan, talaði um uppreisn Christs, at hansara sál varð ikki eftirlatin í helviti, eiheldur sá hansara kjøt rot. (FKJ)

so talaði hann framsíggin um uppreisn Kristusar, at hvørki varð Hann latin eftir í deyðaríkinum, ei heldur sá hold Hansara rot. (VD)

so talaði hann, av tí at hann sá hetta frammanundan, um uppreisn Krists, at hvørki varð hann latin eftir í helheimi og ikki heldur sá likam hansara rot. (JD)

Gerningar

Apostlanna

2:41


Then they that gladly received his word were baptized: and the same day there were added unto them about three thousand souls. (KJB)

Tey, sum tá gleðiliga tóku ímóti orði hansara, vórðu doypt: og tann sama dagin vórðu lagdar afturat teimum umleið trý túsund sálir. (FKJ)

Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust aftrat okkurt um 3000 sálir. (VD)

Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust okkurt um trý túsund sálir til. (JD)

Gerningar

Apostlanna

2:42


And they continued stedfastly in the apostles' doctrine and fellowship, and in breaking of bread, and in prayers. (KJB)

Og tey hildu áfram støðufastligani í ápostlanna Guðslæru og samfelagi, og í breyðbróting, og í bønum. (FKJ)

Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar. (VD)

Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna og samfelagið og breyðbrótingina og bønirnar. (JD)

Gerningar

Apostlanna

2:47


Praising God, and having favour with all the people. And the Lord added to the church daily such as should be saved. (KJB)

Prísandi Guði, og havandi yndi hjá øllum fólkinum. Og Harrin legði afturat kirkjuni dagligani slík sum skuldu verða frelst. (FKJ)

tey lovaðu Gudi og vóru nógv umhildin av øllum fólkinum. Og Harrin legði dagliga aftrat teimum nøkur, sum lótu seg frelsa. (VD)

og tey lovaðu Guði og høvdu yndi hjá øllum fólkinum. Men Harrin legði hvønn dag nøkur aftur at teimum, sum verða frelst. (JD)

Gerningar

Apostlanna

3:1

Now Peter and John went up together into the temple at the hour of prayer, being the ninth hour. (KJB)

Nú, Pætur og Jóhannes fóru niðan saman inn í templið um bønartíman, sum er hin níggjundi tímin. (F)

Pætur og Jóhannes fóru saman niðan í templið um bønatíman - sum var hin níggjundi. (VD)

Men Pætur og Jóhannes gingu niðan í halgidómin um bønastundina, um nónbil. (JD)

Gerningar

Apostlanna

3:11

And as the lame man which was healed held Peter and John, all the people ran together unto them in the porch that is called Solomon's, greatly wondering. (KJB)

Og sum hin lamni maðurin sum varð grøddur helt Pæturi og Jóhannesi, rann alt fólkið saman til teirra í súlna-ganginum sum er kallaður Sálomons, stórliga undrandi. (F)

Meðan hann nú helt seg aftrat Pæturi og Jóhannesi, streymaði alt fólkið ovfarið saman um teir í tí súlugongini, sum kallast Sálomons. (VD)

Men tá ið hann helt seg aftur at Pæturi og Jóhannesi, flokkaðist alt fólkið um teir í teirri súlnagongini, sum er kallað eftir Sálomoni, og tey vóru heilt óttafull. (JD)

Gerningar

Apostlanna

3:13

The God of Abraham, and of Isaac, and of Jacob, the God of our fathers, hath glorified his Son Jesus; whom ye delivered up, and denied him in the presence of Pilate, when he was determined to let him go. (KJB)

Guð Ábrahams, og Ísaacs, og Jácobs, Guð fedra vára, hevur dýrðmett Son sín Jesus; hvønn tit góvu upp, og avnoktaðu hann í hjástøðu Pilatusar, tá ið hann var avráddur í at lata hann fara. (F)

Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups, Gud fedra okkara, hevur givið tænara Sínum, Jesusi, dýrd, Honum, sum tit góvu upp og avnoktaðu fyri Pilatusi, táið hann dømdi, at Hann skuldi verða givin leysur. (VD)

Guð Ábrahams og Ísaks og Jákups, og Guð fedra vára hevur dýrmætan gjørt tænara sín, Jesus, sum tit góvu upp og avnoktaðu frammi fyri Pilatusi, tá ið hann dømdi, at hann skuldi sleppa leysur. (JD)

Gerningar

Apostlanna

3:18

But those things, which God before had shewed by the mouth of all his prophets, that Christ should suffer, he hath so fulfilled. (KJB)

Men teir lutir, sum Guð frammanundan hevði sýnt við munninum á øllum prophetum sínum, at Christus skuldi líða, hevur hann soleiðis uppfylt. (F)

Men Gud læt á henda hátt tað ganga út, sum Hann frammanundan við munni alra profetanna hevði boðað - at Kristus Hansara skuldi líða. (VD)

Men Guð læt soleiðis tað ganga út, sum hann frammanundan hevði boðað við munninum á øllum profetunum, at Kristus hansara skuldi líða. (JD)

Gerningar

Apostlanna

3:20

And he shall send Jesus Christ, which before was preached unto you: (KJB)

Og hann skal senda Jesus Christ, hvør frammanundan varð prædikaður tykkum: (F)

og Hann kann senda hin tykkum ætlaða Kristus, Jesus, (VD)

og hann kann senda tann Krist, sum tykkum er tilætlaður, Jesus, (JD)

Gerningar

Apostlanna

3:21

Whom the heaven must receive until the times of restitution of all things, which God hath spoken by the mouth of all his holy prophets since the world began. (KJB)

Hvørjum himinin má taka ímóti inntil tíðirnar av endurreisn av øllum lutum, sum Guð hevur talað við munninum á øllum heilagu prophetum sínum síðan verøldin byrjaði. (F)

sum Himmalin skal hýsa, inntil tær tíðir táið alt verður endurreist, sum Gud hevur talað um við munni heilagra profeta Sína frá upphavi. (VD)

sum himmalin eigur at taka ímóti, líka til endurreisnartíðin fyri øllum lutum er komin, sum Guð hevur talað um við munn-inum á sínum heilagu profetum frá fyrndartíðum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

3:22


For Moses truly said unto the fathers, A prophet shall the Lord your God raise up unto you of your brethren, like unto me; him shall ye hear in all things whatsoever he shall say unto you. (KJB)

Tí Móses sanniliga segði við fedrarnar, Ein prophet skal Harrin Guð tykkara reisa tykkum upp av brøðrum tykkara, mær líkan; hann skulu tit hoyra í øllum lutum hvørjar-sumhelst hann skal siga tykkum. (F)

Móses hevur jú sagt: »Profet eins og meg skal Harrin Gud tykkara reisa tykkum upp av brøðrum tykkara; Hann skulu tit hoyra í øllum, sum Hann talar til tykkara. (VD)

Tí at Móses segði: »Ein profet skal Harrin Guð tykkara reisa tykkum upp av brøðrum tykkara eins og meg; á hann skulu tit lýða í øllum tí, sum hann talar til tykkara. (JD)

Gerningar

Apostlanna

3:24


Yea, and all the prophets from Samuel and those that follow after, as many as have spoken, have likewise foretold of these days. (KJB)

Ja, og allir prophetarnir frá Samueli  og teir ið fylgja aftaná, so mangir sum hava talað, hava líkaleiðis frammanundan sagt frá um hesar dagar. (F)

Somuleiðis allir profetarnir frá Sámuel og úteftir, so mangir sum hava talað, hava eisini sagt, at hesir dagar skuldu koma. (VD)

Og eisini allir profetarnir frá Sámuel og teir, sum aftaná komu, so mangir sum hava talað, teir hava eisini boðað hesar dagarnar. (JD)

Gerningar

Apostlanna

3:25


Ye are the children of the prophets, and of the covenant which God made with our fathers, saying unto Abraham, And in thy seed shall all the kindreds of the earth be blessed. (KJB)

Tit eru børn prophetanna, og sáttmálans sum Guð gjørdi við fedrar várar, sigandi við Ábraham, Og í sáði tínum skulu allar ættir jarðarinnar verða vælsignaðar. (F)

Tit eru synir profetanna og synir sáttmálans, ið Gud gjørdi við fedrar okkara, táið Hann segði við Ábraham: »Í avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.« (VD)

Tit eru synir profetanna og synir sáttmálans, sum Guð gjørdi við fedrar tykkara, tá ið hann segði við Ábraham: »Og av avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini fáa signing.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

3:26


Unto you first God, having raised up his Son Jesus, sent him to bless you, in turning away every one of you from his iniquities. (KJB)

Tykkum hevur Guð fyrst, havandi reist upp Son sín Jesus, sent hann at vælsigna tykkum, í at hvør og ein av tykkum vendir sær burtur frá misgerðum sínum. (F)

Til tykkara fyrst sendi Gud tænara Sín, táið Hann reisti Hann upp, at signa tykkum, táið ein og hvør tykkara vendir við frá illverkum sínum.« (VD)

Fyri tykkum hevur Guð fyrst reist upp tænara sín, og hevur sent hann at vælsigna tykkum, við tað at ein og hvør tykkara vendir sær frá illskapi sínum.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

4:2


Being grieved that they taught the people, and preached through Jesus the resurrection from the dead. (KJB)

Verandi harmaðir at teir lærdu fólkið, og prædikaðu gjøgn Jesus uppreisnina frá teim deyðu. (F)

Teir vóru illir um, at teir lærdu fólkið og í Jesusi kunngjørdu uppreisnina frá hinum deyðu. (VD)

av tí at teir vóru illir um, at teir lærdu fólkið og í Jesusi boðaðu uppreisn frá deyðum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

4:8


Then Peter, filled with the Holy Ghost, said unto them, Ye rulers of the people, and elders of Israel, (KJB)

Pætur, fyltur við Heilaga Anda-num, segði tá við teir: Tit stjórnarar fólksins, og Ísraels elstu, (F)

Tá segði Pætur við teir, fyltur av Heilaga Andanum: »Tit ráðharrar og elstu fólksins! (VD)

Tá segði Pætur við teir, fyltur av heilagum anda: »Tit, ráðharrar fólksins og elstu! (JD)

Gerningar

Apostlanna

4:21


So when they had further threatened them, they let them go, finding nothing how they might punish them, because of the people: for all men glorified God for that which was done. (KJB)

So tá ið teir høvdu víðari hótt teir, lótu teir teir fara, finnandi einkið hvussu teir máttu revsað teir, uppá grund av fólkinum: tí allir menn dýrðmettu Guð fyri tað sum var gjørt. (F)

Teir hóttu teir tá enn meir og lótu teir so fara. Tí fyri fólksins skuld sóu teir sær ongar vegir til at straffa teir, við tað at øll lovaðu Gudi fyri tað, sum hent hevði. (VD)

Men teir hóttu teir tá enn meira, og sleptu teimum, tí at teir vistu sær eingi ráð at revsa teir, fyri fólksins skuld; tí at øll lovaðu Guði fyri tað, sum hent var. (JD)

Gerningar

Apostlanna

4:24


And when they heard that, they lifted up their voice to God with one accord, and said, Lord, thou art God, which hast made heaven, and earth, and the sea, and all that in them is: (KJB)

Og tá ið teir hoyrdu tað, lyftu teir upp rødd sína til Guðs við einum samljómi, og søgdu, Harri, tú ert Guð, sum hevurt gjørt himin, og jørð, og sjógvin, og alt sum í teim er: (F)

Táið tey hoyrdu tað, lyftu tey av einum hjarta upp rødd sína til Gud og søgdu: »Harri, Tú, sum hevur gjørt himmalin, jørðina og havið og alt, sum teimum er í! (VD)

Tá ið tey hoyrdu tað, hevjaðu tey samhugað reyst sína til Guðs og søgdu: »Harri, tú ert tann, sum gjørt hevur himmalin og jørðina og havið og alt, sum í teimum er, (JD)

Gerningar

Apostlanna

4:25


Who by the mouth of thy servant David hast said, Why did the heathen rage, and the people imagine vain things? (KJB)

Hvør við munni tænara tíns Dávids hevurt sagt: Hví leikaðu hinir heidnu óðir, og hví ímyndar fólkið fáfongdar lutir? (F)

Tú hevur við munni Dávids, tænara Tíns, sagt: »Hví froystu heidningarnir, og hví høvdu fólkini fáfongt í huga? (VD)

tú sum við heilagum anda hevur sagt gjøgnum munn Dávids, faðirs várs, tænara tíns: »Hví leikaðu heidningarnir óðir og høvdu fólk fáfongt í ráði? (JD)

Gerningar

Apostlanna

4:26


The kings of the earth stood up, and the rulers were gathered together against the Lord, and against his Christ. (KJB)

Kongar jarðarinnar stigu upp, og stjórnararnir vóru savnaðir saman ímóti Harranum, og ímóti Christi hansara. (F)

Kongar jarðarinnar reistust, og høvdingarnir tóku seg saman móti Harranum og móti hinum salvaða Hansara.« (VD)

Heimsins kongar risu upp og høvdingarnir tóku seg saman móti Harranum og móti hinum salvaða hansara. (JD)

Gerningar

Apostlanna

4:27


For of a truth against thy holy child Jesus, whom thou hast anointed, both Herod, and Pontius Pilate, with the Gentiles, and the people of Israel, were gathered together, (KJB)

Tí av sonnum ímóti heilaga barni tínum Jesusi, hvønn tú hevurt salvað, bæði Heródes, og Pontius Pilatus, saman við Heidningunum, og fólki Ísraels, vóru savnaðir saman, (F)

Ja, av sonnum, í hesum býi hava teir tikið seg saman móti heilaga tænara Tínum, Jesusi, sum Tú salvaði - bæði Heródes og Pontius Pilatus, saman við heidningunum og fólkum Ísraels (VD)

Tí av sonnum tóku teir seg saman í hesum staði móti hinum heilaga tænara tínum, Jesusi, sum tú salvaði, bæði Heródes og Pontius Pilatus tillíka við heidningunum og Ísraels fólkum, (JD)

Gerningar

Apostlanna

4:30


By stretching forth thine hand to heal; and that signs and wonders may be done by the name of thy holy child Jesus. (KJB)

Við at rætta fram hond tína at grøða; og at tekin og undur mega verða gjørd við navni heilaga barns tíns Jesu. (F)

við tað at Tú rættir út hond Tína til grøðing og letur tekin og undur henda við navni Jesusar, heilaga tænara Tíns!« (VD)

við tað at tú rættir út hond tína til heilsubótar, og tekin og undur henda við navn heilaga tænara tíns, Jesu.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

5:7


And it was about the space of three hours after, when his wife, not knowing what was done, came in. (KJB)

Og tað var umleið skeiðið á tríggjar tímar aftaná, tá ið kona hansara, ei vitandi hvat var gjørt, kom inn. (F)

Okkurt um tríggjar tímar seinni kom kona hansara inn - hon vitsti einki um tað, ið hent hevði. (VD)

Og okkurt um tríggjar tímar seinni bar tað so til, at kona hansara, sum einki visti um tað, ið hent hevði, kom inn. (JD)

Gerningar

Apostlanna

5:23


Saying, The prison truly found we shut with all safety, and the keepers standing without before the doors: but when we had opened, we found no man within. (KJB)

Sigandi, Fongslið sanniliga funnu vit lokað við øllum tryggleika, og varðmenninar standandi uttanfyri framman-fyri durunum: men tá ið vit høvdu latið upp, funnu vit ongan mann innanfyri. (F)

»Fangahúsið funnu vit tryggiliga læst, og vaktar-menninir stóðu fyri durunum; men táið vit lótu upp, funnu vit ongan inni har.« (VD)

»Fangahúsið funnu vit stongt bæði væl og virðiliga og vaktarmenninar standandi fyri durunum; men tá ið vit lótu upp, funnu vit ongan inni.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

5:24


Now when the high priest and the captain of the temple and the chief priests heard these things, they doubted of them whereunto this would grow. (KJB)

Nú, tá ið høvuðspresturin og høvuðsmaður tempulsins og høvuðsprestarnir hoyrdu hesar lutir, ivaðust teir um teir at hvørjum hetta mundi vaksa. (F)

Táið høvuðsmaður tempulsins og høvuðsprestarnir hoyrdu hesi orð, vitstu teir ikki, hvat teir skuldu hugsa um teir, og hvussu hetta fór at verða. (VD)

Men tá ið teir hoyrdu hesi orð, bæði høvuðsmaðurin fyri halgidóminum og høvuðsprestarnir, vórðu teir ráðvillir um teir, hvat ið mundi fara at verða úr hesum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

5:28


Saying, Did not we straitly command you that ye should not teach in this name? and, behold, ye have filled Jerusalem with your doctrine, and intend to bring this man's blood upon us. (KJB)

Sigandi, Buðu vit ikki tykkum strangliga at tit skuldu ikki frálæra í hesum navni? og, sí, tit hava fylt Jerusalem við Guðslæru tykkara, og ætla at føra blóðið av hesum manni uppá okkum. (F)

»Vit góvu tykkum av álvara tað boð, at tit máttu ikki læra í hesum navni; og nú hava tit fylt Jerúsalem við læru tykkara og ætla at føra blóðið av hesum manni yvir okkum!« (VD)

»Strangliga buðu vit tykkum ikki at læra í hesum navni, og sí, tit hava fylt Jerúsalem við læru tykkara, og tit vilja føra yvir okkum blóðið av hesum manni.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

5:32


And we are his witnesses of these things; and so is also the Holy Ghost, whom God hath given to them that obey him. (KJB)

Og vit eru vitnir hans um hesar lutir; og tað er eisini Heilagi Andin, hvønn Guð hevur givið til teirra sum lýða hann. (F)

Vit eru vitni Hansara um hetta - og Heilagi Andin við - Hann, sum Gud hevur givið teimum, ið lýða Hann.« (VD)

Og vit eru vitni um hesar lutir, og heilagi andin, sum Guð hevur givið teimum, sum eru honum lýðin.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

5:34


Then stood there up one in the council, a Pharisee, named Gamaliel, a doctor of the law, had in reputation among all the people, and commanded to put the apostles forth a little space; (KJB)

Tá stóð tað upp ein í ráðinum, ein Phariseari, nevndur Gamaliel, ein lærumeistari lógarinnar, hildin í umdømi millum als fólksins, og gav boð um at seta apostlarnar út eitt lítið bil; (F)

Men tá reistist í ráðnum Fariseari, ið æt Gamaliel, lóglærari, sum var nógv umhildin av øllum fólkinum; hann segði, at teir skuldu lata menninar fara út eitt sindur. (VD)

Men í ráðinum reistist tá ein Fariseari, Gamaliel at navni, ein lóglærari, sum var í miklum metum hjá øllum fólkinum, og hann beyð, at teir skuldu lata menninar fara útum eina lítla løtu. (JD)

Gerningar

Apostlanna

5:37


After this man rose up Judas of Galilee in the days of the taxing, and drew away much people after him: he also perished; and all, even as many as obeyed him, were dispersed. (KJB)

Eftir henda mann reis upp Judas úr Galileu í døgunum av skattingini, og dró burtur mikið fólk eftir sær: eisini hann týndist; og allir, enntá so mangir sum lýddu hann, vórðu spreiddir. (F)

Eftir hann steig Judas úr Galilea fram - tað var, táið skattaútskrivingin var; hann fekk mongd av fólki at fylgja sær eftir. Men eisini hann læt lív, og øll, sum trúðu honum, vórðu spjadd sundur. (VD)

Aftan á hann reis upp Judas frá Galileu, í teirri tíðini, tá ið skattaútskrivingin var, og fekk fólk í fylgi við sær. Hann læt eisini lív, og allir teir, sum góvu seg undir hann, vórðu drivnir hvør frá øðrum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

5:42


And daily in the temple, and in every house, they ceased not to teach and preach Jesus Christ. (KJB)

Og dagliga í templinum, og í hvørjum húsi, góvust teir ikki at frálæra og prædika Jesus Christ. (F)

Og teir góvu ikki uppat at læra hvønn dag í templinum og í húsunum og at kunngera evangeliið um Kristus Jesus. (VD)

og teir lótu ikki av at læra hvønn dag í halgidóminum og heima og at boða gleðiboðskapin um Krist Jesus. (JD)

Gerningar

Apostlanna

6:3


Wherefore, brethren, look ye out among you seven men of honest report, full of the Holy Ghost and wisdom, whom we may appoint over this business. (KJB)

Hvørsvegna, brøður, hyggið tit út tykkara millum sjey menn av ærligum ummæli, fullir av Heilaga Andanum og vísdómi, hvørjar vit mega skipa yvir hesum starvi. (F)

Útveljið tí millum tykkara, brøður, sjey menn, sum hava góðan vitnisburð um seg og eru fullir av Anda og vísdómi! Teir skulu vit so seta at røkja hetta starv. (VD)

Hyggið tykkum tí, brøður, um eftir sjey monnum tykkara millum, sum hava gott orð á sær og eru fullir av heilagum anda og vísdómi, teir vilja vit so seta yvir hesum starvi. (JD)

Gerningar

Apostlanna

6:8


And Stephen, full of faith and power, did great wonders and miracles among the people. (KJB)

Og Stephan, fullur av trúgv og kraft, gjørdi mikil undur og kraftaverk millum fólksins. (F)

Stefanus var fullur av náði og kraft og gjørdi undur og stór tekin millum fólkið. (VD)

Men Stefan gjørdi, fullur av náði og kraft, undur og stór tekin millum fólkið. (JD)

Gerningar

Apostlanna

6:13


And set up false witnesses, which said, This man ceaseth not to speak blasphemous words against this holy place, and the law: (KJB)

Og settu upp følsk vitnir, sum søgdu, Hesin maður gevst ikki at tala Guðs-spottilig orð ímóti hesum heilaga staði, og lógini: (F)

So førdu teir fram lygivitni, ið søgdu: »Hetta menniskja gevur ikki uppat at tala móti hesum heilaga staði og móti lógini! (VD)

Og teir førdu fram lygivitni, sum søgdu: »Hesin maður heldur ikki uppat at tala móti hesum heilaga staði og móti lógini; (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:2


And he said, Men, brethren, and fathers, hearken; The God of glory appeared unto our father Abraham, when he was in Mesopotamia, before he dwelt in Charran, (KJB)

Og hann segði, Menn, brøður, og fedrar, lýðið á; Guð dýrdarinnar birtist faðir okkara Ábrahami, tá ið hann var í Mesopotamiu, áðrenn hann dvaldist í Charran, (F)

Hann svaraði: »Brøður og fedrar, hoyrið meg! Gud dýrdarinnar vísti Seg fyri faðir okkara Ábrahami, meðan hann var í Mesopotamia, áðrenn hann búsettist í Karan, (VD)

Men hann segði: »Hoyrið meg, brøður og fedrar! Dýrdarinnar Guð birtist fyri faðir okkara Ábrahami, meðan hann var í Mesopotámiu, áðrenn hann búsettist í Káran, (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:11


Now there came a dearth over all the land of Egypt and Chanaan, and great affliction: and our fathers found no sustenance. (KJB)

Nú, tað kom ein svøltur yvir alt Egyptaland og Chanaan, og mikil trongsla: og fedrar várir funnu einkið uppihald. (F)

So kom hungur um alt Egyptaland og Kána'an, og stór trongd, og fedrar okkara funnu ikki føði. (VD)

Men hungur kom um alt Egyptaland og Kánáan og stór trongd, og fedrar okkara fingu ikki føðslu. (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:15


So Jacob went down into Egypt, and died, he, and our fathers, (KJB)

So Jácob fór niður inn í Egyptaland, og doyði, hann, og fedrar várir, (F)

Jákup fór nú suður til Egyptalands. Og hann og fedrar okkara doyðu. (VD)

Og Jákup fór suður til Egyptalands og hann andaðist, hann og fedrar okkara. (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:16


And were carried over into Sychem, and laid in the sepulchre that Abraham bought for a sum of money of the sons of Emmor the father of Sychem. (KJB)

Og vórðu bornir yvir inn í Sy´-chem, og lagdir í gravhýsið sum Ábraham keypti fyri peninga-upphædd av sonum Emmors, faðir Sychems. (F)

Teir vórðu fluttir til Sikem og lagdir í grøvina, sum Ábraham hevði keypt frá sonum Hemor í Sikem fyri virði í peningi. (VD)

Og teir vórðu fluttir haðan til Sikem og lagdir í grøvina, sum Ábraham hevði keypt fyri silvur av sonum Hemors í Sikem. (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:17


But when the time of the promise drew nigh, which God had sworn to Abraham, the people grew and multiplied in Egypt, (KJB)

Men tá ið tíðin fyri fyrijátt-anini nærkaðist, sum Guð hevði svorið til Ábrahams, vaks fólkið og margfaldaðist í Egyptalandi, (F)

Sum nú tíðin nærkaðist, táið lyftið skuldi ganga út, sum Gud hevði givið Ábrahami, vaks fólkið og nørdist í Egyptalandi, (VD)

Men so hvørt sum tíðin nærkaðist fyri teirri fyrijáttan, sum Guð hevði lovað Ábrahami, vaks fólkið og tók til í Egyptalandi, (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:30


And when forty years were expired, there appeared to him in the wilderness of mount Sina an angel of the Lord in a flame of fire in a bush. (KJB)

Og tá ið fjøruti ár vóru útrunnin, birtist fyri honum í oyðu Sina fjalls ein eingil Harrans í einum eldsloga í einum runni. (FKJ)

Táið so 40 ár vóru gingin, vísti eingil seg fyri honum í oyðimørkini við Sinaifjall í brennandi tornarunni. (VD)

Og tá ið fjøruti ár vóru umliðin, birtist ein eingil fyri honum í oyðimørkini við Sinaifjallið í eldsloga í einum tornarunni. (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:31


When Moses saw it, he wondered at the sight: and as he drew near to behold it, the voice of the Lord came unto him, (KJB)

Tá ið Móses sá tað, undraðist hann á sjónina: og sum hann nærkaðist at skoða tað, kom rødd Harrans til hansara, (F)

Táið Móses sá hetta, undraðist hann á sjónina; og táið hann fór hagar at hyggja, hvat tað var, ljóðaði rødd Harrans til hansara: (VD)

Og tá ið Móses sá tað, undraðist hann á hesa sjón; og tá ið hann fór hagar fyri at hyggja at, ljóðaði rødd Harrans: (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:32


Saying, I am the God of thy fathers, the God of Abraham, and the God of Isaac, and the God of Jacob. Then Moses trembled, and durst not behold. (KJB)

Sigandi, Eg eri Guð  fedra tína, Guð Ábrahams, og Guð Ísaacs, og Guð Jácobs. Tá nøtraði Móses, og tordi ei líta at. (F)

»Eg eri Gud fedra tína, Gud Ábrahams, Ísaks og Jákups.« Tá skalv Móses av ræðslu og tordi ikki at hyggja at tí. (VD)

»Eg eri Guð fedra tína, Guð Ábrahams og Ísaks og Jákups.« Men Móses skalv av ræðslu og tordi ikki at hyggja at. (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:37


This is that Moses, which said unto the children of Israel, A prophet shall the Lord your God raise up unto you of your brethren, like unto me; him shall ye hear. (KJB)

Hesin er tann Móses, sum segði við børn Ísraels: Ein prophet skal Harrin Guð tykkara reisa upp tykkum av brøðrum tykkara, mær líkan; hann skulu tit hoyra. (F)

Hann er tann Móses, ið segði við Ísraelsmenn: »Profet líkan mær skal Gud reisa tykkum upp av brøðrum tykkara.« (VD)

Hetta er tann Móses, sum segði við Ísraelsmenn: »Ein profet, tílíkan sum meg, skal Guð reisa tykkum upp av brøðrum tykkara.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:38


This is he, that was in the church in the wilderness with the angel which spake to him in the mount Sina, and with our fathers: who received the lively oracles to give unto us: (KJB)

Hesin er hann, sum var í kirkjuni í oyðimørkini við einglinum sum talaði til hansara á fjallinum Sina, og við fedrum várum: hvør móttók hinar lívligu oraklar at geva til okkara: (F)

Hann er tann, sum í samkomuni í oyðimørkini var við einglinum, ið talaði við hann á Sinaifjalli, og við fedrum okkara; og hann fekk livandi orð at geva okkum. (VD)

Hetta er tann, sum í kirkjuliðinum í oyðimørkini var við einglinum, sum talaði til hansara á Sinaifjalli, og við fedrum okkara; hann sum tók móti livandi orðum at geva okkum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:45

Which also our fathers that came after brought in with Jesus into the possession of the Gentiles, whom God drave out before the face of our fathers, unto the days of David; (KJB)

Hvørt eisini fedrar várir ið komu aftaná førdu inn við Jesusi inn í ogn Heidninganna, hvørjar Guð dreiv út undan andliti fedra vára, at døgum Dávids;

Hetta tóku fedrar okkara í arv og fluttu tað við Josva inn í landið, sum heidningarnir áttu, ið Gud rak burtur frá ásjón fedra okkara - líka til dagar Dávids. (VD)

Hetta tóku eisini fedrar okkara í arv og fluttu tað við Jósva inn í landið, sum heidningarnir sótu við, teir sum Guð rak út undan fedrum okkara, líka til Dávids dagar. (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:46

Who found favour before God, and desired to find a tabernacle for the God of Jacob. (KJB)

Hvør fann yndi frammi fyri Guði, og tráaði at finna eitt tabernakkul til Guðs Jácobs. (F)

Hann fann náði hjá Gudi og bað um, at hann skuldi finna Gudi Jákups bústað. (VD)

Hann fann náði hjá Guði og bað um, at hann mátti finna ein bústað fyri Guði Jákups. (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:48

Howbeit the most High dwelleth not in temples made with hands; as saith the prophet, (KJB)

Hvussu so er býr hin Hægsti ikki í templum gjørdum við hondum; sum sigur propheturin, (F)

Tó, hin Hægsti býr ikki í húsum, ið gjørd eru við hondum - sum profeturin sigur: (VD)

Men ikki býr hin hægsti í , sum er gjørt við hondum, soleiðis sum profeturin sigur: (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:59

And they stoned Stephen, calling upon God, and saying, Lord Jesus, receive my spirit. (KJB)

Og teir steinaðu Stephan, sum hann kallaði uppá Guð, sigandi, Harri Jesus, tak ímóti anda mínum. (F)

So steinaðu teir Stefanus; men hann bað og segði: »Harri Jesus, tak móti anda mínum!« (VD)

Og teir steinaðu Stefan; meðan bað hann og segði: »Harri Jesus, tak tú móti anda mínum!« (JD)

Gerningar

Apostlanna

8:9

But there was a certain man, called Simon, which beforetime in the same city used sorcery, and bewitched the people of Samaria, giving out that himself was some great one: (KJB)

Men har var ein ávísur maður, kallaður Símon, sum frammanundan í hinum sama staði brúkti gand, og forheksaði fólkið av Samariu, setandi fram at sjálvur hann var einhvør mikil: (F)

Har var nú maður, ið æt Símun; hann hevði frammanundan fingist við gand har í býnum og gjørt fólkið í Samaria ovfarið; hann segði seg sjálvan at vera nakað stórt. (VD)

Men ein maður, Símun at navni, var frammanundan har í bygdini; hann hevði gand fyri og gjørdi fólkið í Sámáriu bilsið, við tað at hann segði seg sjálvan vera nakað stórt. (JD)

Gerningar

Apostlanna

8:12

But when they believed Philip preaching the things concerning the kingdom of God, and the name of Jesus Christ, they were baptized, both men and women. (KJB)

Men tá ið tey trúðu Philippusi prædikandi lutirnar viðvíkjandi kongadømi Guðs, og navni Jesu Christs, vórðu tey doypt, bæði menn og kvinnur. (F)

Men táið tey nú trúðu Filip, sum kunngjørdi teimum evangeliið um ríki Guds og navn Jesu Krists, lótu tey seg doypa, bæði menn og kvinnur. (VD)

Men tá ið tey nú trúðu Filippusi, sum boðaði teimum gleðiboðskapin um Guðs ríki og Jesu Krists navn, lótu tey seg doypa bæði menn og konur. (JD)

Gerningar

Apostlanna

8:13

Then Simon himself believed also: and when he was baptized, he continued with Philip, and wondered, beholding the miracles and signs which were done. (KJB)

Tá trúði Símon sjálvur eisini: og tá ið hann var doyptur, helt hann áfram við Philippusi, og undraðist, skoðandi kraftaverkini og tekinini sum vórðu gjørd. (F)

Eisini Símun sjálvur kom til trúnna, og táið hann var doyptur, helt hann seg nær at Filip. Táið hann nú sá tekinini og kraftargerðirnar, ið gjørd vórðu, varð hann rættiliga ovfarin. (VD)

Men Símun trúði eisini sjálvur við, og tá ið hann var doyptur, helt hann seg støðugt aftur at Filippusi; og tá ið hann sá tey tekin og tær stóru kraftargerðir, sum gjørd vórðu, undraðist hann. (JD)

Gerningar

Apostlanna

8:20

But Peter said unto him, Thy money perish with thee, because thou hast thought that the gift of God may be purchased with money. (KJB)

Men Pætur segði við hann, Peningur tín glatist við tær, av tí at tú hevurt hugsað at gáva Guðs kann verða keypt við peningi. (F)

Tá segði Pætur við hann: »Til grundar gangi silvur títt, og tú sjálvur við, táið tú heldur teg kunna keypa gávu Guds fyri pening! (VD)

Men Pætur segði við hann: »Illa veri silvuri tínum úr og tær sjálvum tillíka, av tí at tú hugsaði at kunna vinna Guðs gávu fyri pening! (JD)

Gerningar

Apostlanna

8:22

Repent therefore of this thy wickedness, and pray God, if perhaps the thought of thine heart may be forgiven thee. (KJB)

Vend um tessvegna frá hesi vondsku tíni, og bið Guð, um møguliga hugsan hjarta tíns má verða fyrigivin tær. (F)

Umvend teg tí frá hesum óndskapi tínum og bið til Harran, so hugsan hjarta tíns kanska kann verða tær fyrigivin! (VD)

Vend tí huga tínum frá hesum illskapi tínum, og bið Harran um, at hjartans ætlan tín kortini má verða tær fyrigivin; (JD)

Gerningar

Apostlanna

8:26

And the angel of the Lord spake unto Philip, saying, Arise, and go toward the south unto the way that goeth down from Jerusalem unto Gaza, which is desert. (KJB)

Og eingil Harrans talaði við Philippus, sigandi, Reis teg, og far suðureftir at veginum sum fer oman frá Jerusalem til Gaza, sum er oyðimørk. (F)

Eingil Harrans talaði til Filip og segði: »Reis teg og far suður eftir - eftir vegnum, ið gongur úr Jerúsalem oman til Gaza!« - Hesin vegur er oyðin. (VD)

Men eingil Harrans talaði til Filippusar og segði: »Statt upp og far suður eftir og gakk eftir tí veginum, sum gongur oman frá Jerúsalem til Gasa!« - Tað er ein oyðivegur. - (JD)

Gerningar

Apostlanna

8:37

And Philip said, If thou believest with all thine heart, thou mayest. And he answered and said, I believe that Jesus Christ is the Son of God. (KJB)

Og Philippus segði: Um tú trýrt við øllum hjarta tínum, kanst tú. Og hann svaraði og segði, Eg trúgvi at Jesus Christus er Sonur Guðs. (F)

Filip svaraði: »Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða gjørt.« Hann svaraði: »Eg trúgvi, at Jesus Kristus er Sonur Guds!«* (VD)


*V. 37 stendur ikki í teimum elstu handritunum.

(Og Filippus segði: »Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða.« Men hann svaraði og segði: »Eg trúgvi, at Jesus Kristus er sonur Guðs.«)* (JD)


*Hetta versið stendur ikki í teimum elstu handritunum.

Gerningar

Apostlanna

9:5


And he said, Who art thou, Lord? And the Lord said, I am Jesus whom thou persecutest: it is hard for thee to kick against the pricks. (KJB)

Og hann segði, Hvør ert tú, Harri?  Og Harrin segði, Eg eri Jesus hvørjum tú søkirt at: tað verður torført hjá tær at sparka ímóti broddunum. (F)

Tá segði hann: »Hvør ert Tú, Harri?« Hann svaraði: »Eg eri Jesus, Hann, sum tú søkir at. (VD)

Men hann segði: »Hvør ert tú, Harri?« Og hann svaraði: »Eg eri Jesus, sum tú søkir at. (JD)

Gerningar

Apostlanna

9:6


And he trembling and astonished said, Lord, what wilt thou have me to do? And the Lord said unto him, Arise, and go into the city, and it shall be told thee what thou must do. (KJB)

Og hann, skelvandi og ovfarin, segði, Harri, hvat vilt tú hava meg at gera? Og Harrin segði við hann, Reis teg, og far inn í staðin, og tað skal verða sagt tær hvat tú mást gera. (F)

Men reis teg og far inn í staðin, so skal verða sagt tær, hvat tú skalt gera!« (VD)

Men statt upp og far inn í staðin, og har skal tær verða sagt, hvat tú eigur at gera.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

9:8

And Saul arose from the earth; and when his eyes were opened, he saw no man: but they led him by the hand, and brought him into Damascus. (KJB)

Og Saulus reistist frá jørðini; og tá ið eygu hansara vóru opnað, sá hann ongan mann: men teir leiddu hann við hondini, og førdu hann inn í Damascus. (F)

Saul reistist nú upp av jørðini; men táið hann læt upp eyguni, sá hann einki. Teir tóku tá í hond hansara og leiddu hann inn í Damaskus. (VD)

Og Saul reistist upp av jørðini; men tá ið hann læt eyguni upp, sá hann einki, og teir leiddu hann við hondunum og fóru við honum inn í Damaskus. (JD)

Gerningar

Apostlanna

9:20


And straightway he preached Christ in the synagogues, that he is the Son of God. (KJB)

Og beinanvegin prædikaði hann Christ í synagogunum, at hann er Sonur Guðs. (F)

Og við tað sama prædikaði hann Jesus í sýnagogunum, at Hann er Sonur Guds. (VD)

Og við tað sama fór hann at prædika í samkomuhúsunum um Jesus, at hann er sonur Guðs. (JD)

Gerningar

Apostlanna

9:29

And he spake boldly in the name of the Lord Jesus, and disputed against the Grecians: but they went about to slay him. (KJB)

Og hann talaði djarvliga í navni Harrans Jesu, og kjakaðist ímóti Grikkunum: men teir gingu um fyri at vega hann. (F)

og vitnaði hugreystur í navni Harrans. Og hann tosaði við Jødarnar, sum talaðu griskt, og hevði orðadrátt við teir. Teir royndu tá at drepa hann; (VD)

og talaði frímóðiga í Harrans navni. / Og hann bæði talaði og hevði orðadrátt við Hellenistarnar; og teir høvdu í umbúna at taka hann av døgum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

9:31


Then had the churches rest throughout all Judaea and Galilee and Samaria, and were edified; and walking in the fear of the Lord, and in the comfort of the Holy Ghost, were multiplied. (KJB)

Tá høvdu kirkjurnar hvíld út gjøgnum alla Judæu og Galileu og Samariu, og vórðu uppbygdar; og gangandi í ótta Harrans, og í uggan Heilaga Andans, vórðu margfaldaðar. (F)

Samkoman hevði nú frið um alt Judea, Galilea og Samaria; hon varð uppbygd og livdi í ótta Harrans og vaks við hjálp Heilaga Andans. (VD)

So hevði nú kirkjuliðið frið um alla Júdeu og Galileu og Sámáriu og varð uppbygt og gekk fram í Harrans ótta og tók til við áminning heilaga andans. (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:1


There was a certain man in Caesarea called Cornelius, a centurion of the band called the Italian band, (KJB)

Tað var ein ávísur maður í Cæsareu kallaður Cornelius, ein hundraðs-ovasti av liðinum kallað hitt Italiska liðið, (F)

Í Kesarea var maður, sum æt Kornelius, høvuðsmaður fyri herliðinum, ið kallaðist hitt italska. (VD)

Men ein maður var í Kesareu, Kornelius at navni, høvuðsmaður fyri tí herliðinum, sum kallast hitt itáliska; (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:6


He lodgeth with one Simon a tanner, whose house is by the sea side: he shall tell thee what thou oughtest to do. (KJB)

Hann hevur innivist hjá einum Símoni einum garvara, hvørs hús er við sævarstrondina: hann skal siga tær hvat tú áttirt at gera. (F)

Hann heldur til hjá garvara, ið eitur Símun, og sum hevur hús við sjógvin.« (VD)

hann heldur til hjá einum, sum eitur Símun, einum garvara, sum hevur hús við sjógvin.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:11


And saw heaven opened, and a certain vessel descending unto him, as it had been a great sheet knit at the four corners, and let down to the earth: (KJB)

Og sá himin upplatnan, og eitt ávíst ílat dalandi at sær, sum hevði tað verið ein stórur dúkur, knýttur við hini fýra hornini, og sigin niður til jarðarinnar: (F)

Hann sá Himmalin opnan og nakað eins og stóran dúk dala niður; bundið var í hornini fýra á tí, og tað varð sígt niður á jørðina. (VD)

og hann sá himmalin opnan, og ein lut koma niður nakað sum ein stóran dúk, sum eftir teimum fýra hornunum varð sigin niður til jarðar; (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:12


Wherein were all manner of fourfooted beasts of the earth, and wild beasts, and creeping things, and fowls of the air. (KJB)

Hvarí vóru alskyns fýrføtt djór˙ jarðarinnar, og villini djór˙, og skriðkykt˙, og fuglar luftarinnar. (F)

Í tí vóru øll fýrføtt dýr og skriðdýr jarðarinnar og fuglar himmalsins. (VD)

og á honum vóru øll ferføtt djór og skriðdjór á jørðini og himmalsins fuglar. (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:14


But Peter said, Not so, Lord; for I have never eaten any thing that is common or unclean. (KJB)

Men Pætur segði, Ei so, Harri; tí eg havi aldri etið nakað sum er algongt ella óreint. (F)

Men Pætur svaraði: »Minni enn so, Harri! Aldri havi eg etið nakað vanheilagt ella óreint.« (VD)

Men Pætur segði: »Nei, Harri, á ongum sinni; tí at onga tíð havi eg etið nakað vanheilagt og óreint!« (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:16


This was done thrice: and the vessel was received up again into heaven. (KJB)

Hetta varð gjørt trísinnis: og ílatið varð móttikið upp aftur inn í himin. (F)

Hetta hendi tríggjar ferðir; so varð tað alt fyri eitt tikið upp aftur til Himmals. (VD)

Hetta hendi tríggjar ferðir, og alt fyri eitt varð luturin tikin upp aftur til himmals. (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:21


Then Peter went down to the men which were sent unto him from Cornelius; and said, Behold, I am he whom ye seek: what is the cause wherefore ye are come? (KJB)

Tá fór Pætur oman til mannanna sum vóru sendir til hansara frá Corneliusi; og segði, Sí, eg eri hann hvønn tit søkja: hvør er grundin fyri hví tit eru komnir? (F)

So fór Pætur oman til menninar og segði: »Eg eri tann, ið tit leita eftir! Av hvørji grund eru tit komnir higar?« (VD)

Og Pætur fór oman til menninar og segði: »Sí, eg eri tann, sum tit leita eftir, hvørji eru ørindi tykkara, hví eru tit higar komnir?« (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:22


And they said, Cornelius the centurion, a just man, and one that feareth God, and of good report among all the nation of the Jews, was warned from God by an holy angel to send for thee into his house, and to hear words of thee. (KJB)

Og teir søgdu, Hundraðsovastin Cornelius, ein rættvísur maður, og ein sum óttast Guð, og av góðum ummæli millum alrar Jøda tjóðar, varð varslaður frá Guði við einum heilagum eingli at senda eftir tær inn í hús síni, og at hoyra orð˙ av tær. (F)

Teir svaraðu: »Kornelius høvuðsmaður, rættvísur maður, sum óttast Gud og hevur góðan vitnisburð frá øllum Jødafólkinum, fekk frá heiløgum eingli boð, at hann skuldi heinta teg til sín og hoyra, hvat tú hevur at siga.« (VD)

Men teir søgdu: »Kornelius, ein høvuðsmaður, ein rættvísur maður, og maður sum óttast Guð og sum hevur gott ummæli hjá øllum Jødafólkinum, hevur fingið tey boðini frá einum heilagum eingli, at hann skuldi heimta teg heim til sín og hoyra, hvat ið tú hevur at siga.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:23


Then called he them in, and lodged them. And on the morrow Peter went away with them, and certain brethren from Joppa accompanied him. (KJB)

Tá kallaði hann teir inn, og gav teim innivist. Og um morgunin fór Pætur avstað við teimum, og ávísir brøður frá Joppe fylgdust við teimum. (F)

Hann bað teir tá koma inn og hýsti teimum. Og dagin eftir reistist hann og fór avstað við teimum, og nakrir av brøðrunum í Joppe fóru við honum. (VD)

«vz Hann bjóðaði teimum tá inn og gav teimum innivist. Men dagin eftir reistist hann og fór avstað við teimum, og nakrir av brøðrunum úr Joppe fóru við honum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:30


And Cornelius said, Four days ago I was fasting until this hour; and at the ninth hour I prayed in my house, and, behold, a man stood before me in bright clothing, (KJB)

Og Cornelius segði, Fyri fýra døgum síðani fastaði eg inntil henda tíma ; og við hin níggjunda tíma bað eg í húsi mínum, og sí, ein maður stóð frammanfyri mær í bjørtum klædnaði, (FKJ)

Tá svaraði Kornelius: »Fyri fýra døgum síðani bað eg í húsi mínum; tað var júst um hesa tíðina, um níggjunda tíman. Og tá stóð maður í skínandi klæðum framman fyri mær. (VD)

Og Kornelius segði: »Fyri fýra døgum síðan, okkurt um nóntíð líkasum nú, helt eg bøn í húsi mínum; og sí, ein maður stóð framman fyri mær í skínandi klæðum; (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:32


Send therefore to Joppa, and call hither Simon, whose surname is Peter; he is lodged in the house of one Simon a tanner by the sea side: who, when he cometh, shall speak unto thee. (KJB)

Send tessvegna til Joppe, og kalla higar Símon, hvørs tilnavn er Pætur; hann hevur innivist í húsinum  hjá einum Símoni,  einum garvara, við sævar-strondina: hvør, tá ið hann kemur, skal tala fyri tær. (F)

Send tí boð til Joppe og lat Símun, sum hevur tilnavnið Pætur, kalla til tín! Hann heldur til í húsi Símunar garvara við sjógvin; hann skal tala til tín, táið hann kemur.« (VD)

Send tí boð til Joppe og fá til tín Símun, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; hann heldur til í húsinum hjá Símuni garvara við sjógvin.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:33


Immediately therefore I sent to thee; and thou hast well done that thou art come. Now therefore are we all here present before God, to hear all things that are commanded thee of God. (KJB)

Alt fyri eitt tessvegna sendi eg til tín; og tú hevurt gjørt væl at tú ert komin. Nú, tessvegna eru vit øll her til staðar frammi fyri Guði, at hoyra allar lutir sum eru bodnir tær av Guði. (F)

Tí sendi eg við tað sama boð til tín, og tú gjørdi væl, at tú komst. Og nú eru vit øll stødd her fyri ásjón Guds at hoyra alt, ið tú hevur fingið boð um av Harranum.« (VD)

Tí sendi eg alt fyri eitt boð til tín, og tú gjørdi væl, at tú komst. Nú eru vit tá øll her til staðar fyri ásjón Guðs fyri at hoyra alt tað, sum tær er boðið av Harranum.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:36


The word which God sent unto the children of Israel, preaching peace by Jesus Christ: (he is Lord of all:) (KJB)

Hitt orðið sum Guð sendi børnum Ísraels, prædikandi frið við Jesusi Christi: (hann er Harri alra:) (F)

- Orðið, ið Hann sendi út til Ísraelsmenn, táið Hann við Jesusi Kristi - sum er Harri alra - kunngjørdi frið í evangeliinum, (VD)

Hitt orðið, hann sendi Ísraels monnum, tá ið hann boðaði gleðiboðskapin um frið við Jesusi Kristi, - hann er harri yvir øllum, - (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:48


And he commanded them to be baptized in the name of the Lord. Then prayed they him to tarry certain days. (KJB)

Og hann beyð tey at verða doypt í navni Harrans. Tá bóðu tey hann at dvølja ávísar dagar. (F)

Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Tey bóðu hann tá steðga har nakrar dagar. (VD)

Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Síðan bóðu tey hann steðga har nakrar dagar. (JD)

Gerningar

Apostlanna

11:2


And when Peter was come up to Jerusalem, they that were of the circumcision contended with him, (KJB)

Og tá ið Pætur var komin niðan til Jerusalem, trætaðu teir sum vóru av umskeringini við hann, (F)

Táið Pætur so kom niðan til Jerúsalem, settu teir, sum umskornir vóru, at honum og søgdu: (VD)

Og tá ið Pætur kom niðan til Jerúsalem, átalaðu hinir av umskeringini hann (JD)

Gerningar

Apostlanna

11:7


And I heard a voice saying unto me, Arise, Peter; slay and eat. (KJB)

Og eg hoyrdi eina rødd sigandi við meg, Reis teg, Pætur; drep og et. (F)

Eg hoyrdi eisini rødd, ið segði við meg: »Reis teg, Pætur, drep og et!« (VD)

Og eg hoyrdi eisini eina rødd siga við meg: »Statt upp, Pætur, drep og et!« (JD)

Gerningar

Apostlanna

11:9


But the voice answered me again from heaven, What God hath cleansed, that call not thou common. (KJB)

Men røddin svaraði mær aftur frá himni, Hvat Guð hevur reinsað, tað kalla ikki tú algongt. (F)

Rødd svaraði aðru ferð av Himli: »Tað, sum Gud hevur reinsað, mást tú ikki kalla vanheilagt!« (VD)

Men røddin svaraði mær aðra ferð av himlinum: »Tað, sum Guð hevur reinsað, skalt tú ikki halda vanheilagt!« (JD)

Gerningar

Apostlanna

11:10


And this was done three times: and all were drawn up again into heaven. (KJB)

Og hetta varð gjørt tríggjar ferðir: og allir vórðu drignir upp aftur inn í himin. (F)

Hetta hendi tríggjar ferðir; so varð tað alt samalt drigið upp aftur til Himmals. (VD)

Hetta hendi tríggjar ferðir, og alt varð so aftur drigið upp í himmalin. (JD)

Gerningar

Apostlanna

11:11


And, behold, immediately there were three men already come unto the house where I was, sent from Caesarea unto me. (KJB)

Og, sí, alt fyri eitt vóru tað tríggir menn longu komnir at húsunum hvar eg var, sendir frá Cæsareu til mín. (F)

Í tí sama stóðu tríggir menn uttan fyri húsið, har sum eg var; teir vóru sendir til mín úr Kesarea. (VD)

Og sí, í somu stund stóðu tríggir menn uttan fyri húsið, sum eg var í, sendir frá Kesareu til mín. (JD)

Gerningar

Apostlanna

11:13


And he shewed us how he had seen an angel in his house, which stood and said unto him, Send men to Joppa, and call for Simon, whose surname is Peter; (KJB)

Og hann sýndi okkum hvussu hann hevði sæð ein eingil í húsum sínum, sum stóð og segði við hann, Send menn til Joppe, og kalla eftir Símoni, hvørs  tilnavn er Pætur; (F)

Hann segði okkum tá, hvussu hann hevði sæð eingilin standa í húsi sínum og siga: »Send boð til Joppe og fá til tín Símun, sum hevur tilnavnið Pætur! (VD)

Og hann segði okkum frá, hvussu hann hevði sæð eingilin standa inni í húsi sínum og siga: »Send boð til Joppe og heimta Símun, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; (JD)

Gerningar

Apostlanna

11:16


Then remembered I the word of the Lord, how that he said, John indeed baptized with water; but ye shall be baptized with the Holy Ghost. (KJB)

Tá mintist eg aftur orðið hjá Harranum, hvussu ið hann segði, Jóhannes víst doypti við vatni; men tit skulu verða doyptir  við Heilaga Andanum. (F)

Tá runnu mær orð Harrans í hug, hvussu Hann segði: »Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir í Heilaga Andanum.« (VD)

Tá kom eg at minnast á orð Harrans, at hann segði: »Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir við heilagum anda.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

11:20


And some of them were men of Cyprus and Cyrene, which, when they were come to Antioch, spake unto the Grecians, preaching the Lord Jesus. (KJB)

Og summir av teimum vóru menn úr Cýpros og Cyrene, sum, tá ið teir vóru komnir til Antiochiu, talaðu fyri Grikkunum, prædikandi Harran Jesus. (F)

Men millum teirra vóru nakrir menn úr Kýpern og Kýrene, sum komu til Antiokia, og har talaðu teir til Grikkar við og kunngjørdu teimum evangeliið um Harran Jesus. (VD)

Men teirra millum vóru nakrir menn frá Kýpern og Kýrene, og tá ið hesir somu komu til Antiokíu, talaðu teir eisini til Grikkar og boðaðu gleðiboðskapin um Harran Jesus. (JD)

Gerningar

Apostlanna

11:22


Then tidings of these things came unto the ears of the church which was in Jerusalem: and they sent forth Barnabas, that he should go as far as Antioch. (KJB)

Tá komu tíðindir um hesar lutir at oyrunum á kirkjuni sum var í Jerusalem: og teir sendu fram Barnabas, at hann skuldi fara so langt sum til Antiochiu. (F)

Tíðindini um hetta komu nú samkomuni í Jerúsalem fyri oyru, og teir sendu Barnabas til Antiokia. (VD)

Men tíðindini um tey komu fyri oyruni á kirkjuliðinum, sum var í Jerúsalem, og tey sendu Barnabas avstað til Antiokíu. (JD)

Gerningar

Apostlanna

11:24


For he was a good man, and full of the Holy Ghost and of faith: and much people was added unto the Lord. (KJB)

Tí hann var ein góður maður, og fullur av Heilaga Andanum og av trúgv: og mikið fólk varð lagt afturat Harranum. (F)

Tí hann var góður maður og fullur av Heilaga Andanum og trúgv. - Og stórur skari varð vunnin fyri Harran. (VD)

tí at hann var ein góður maður og fullur av heilagum anda og trúgv; og ein stórur skari varð førdur til Harrans. (JD)

Gerningar

Apostlanna

11:25


Then departed Barnabas to Tarsus, for to seek Saul: (KJB)

Tá fór Barnabas avstað til Tarsus, fyri at søkja Saulus: (F)

So fór hann til Tarsus at leita upp Saul; (VD)

Og hann fór avstað til Tarsus at leita upp Saul, (JD)

Gerningar

Apostlanna

11:28


And there stood up one of them named Agabus, and signified by the spirit that there should be great dearth throughout all the world: which came to pass in the days of Claudius Caesar. (KJB)

Og har stóð upp ein av teimum nevndur Agabus, og uppmálaði eftir andanum at tað skuldi verða mikil svøltur út gjøgnum allan heimin: hvørt hendi á døgum Claudiusar Cæsars. (F)

Ein teirra - hann æt Agabus - reistist og segði við Andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma yvir allan heimin; hon kom eisini á døgum Klaudiusar. (VD)

Og ein teirra, Agabus at navni, steig fram og boðaði av andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma yvir allan heimin; og hon kom eisini, meðan Klaudius var keisari. (JD)

Gerningar

Apostlanna

12:13


And as Peter knocked at the door of the gate, a damsel came to hearken, named Rhoda. (KJB)

Og sum Pætur bankaði á hurð portursins, kom ein genta at gáa hvør tað var, nevnd Rhoda. (F)

Táið hann bankaði á porturdyrnar, kom arbeiðskona, ið æt Rode, at vita, hvør tað var. (VD)

Men tá ið hann bankaði á hurðina við útdyrnar, kom ein arbeiðiskona, sum æt Rode, út at vita, hvør ið tað kundi vera. (JD)

Gerningar

Apostlanna

12:20


And Herod was highly displeased with them of Tyre and Sidon: but they came with one accord to him, and, having made Blastus the king's chamberlain their friend, desired peace; because their country was nourished by the king's country. (KJB)

Og Heródes var ógvuliga ónøgdur við teir úr Týrus og Sidon: men teir komu við einum ljómi til hansara, og, havandi gjørt Blastus kamarharra kongs til vin sín, bóðu um frið; av tí at land teirra varð nørt av landi kongsins. (F)

Hann var ógvuliga illur inn á fólkið í Týrus og Sidon. Men teir komu samráddir til hansara; og táið teir høvdu fingið Blastus, kamarharra kongsins, í part við sær, bóðu teir um frið; tí land teirra hevði innløgur úr landi kongsins. (VD)

Men hann var ógvuliga grammur við Týringar og Sidoningar. Men teir komu samráddir til hansara og fingu Blastus, sum var hirðmaður kongsins, í lið við sær, og bóðu um frið, av tí at land teirra fekk innløgur úr landi kongsins. (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:2


As they ministered to the Lord, and fasted, the Holy Ghost said, Separate me Barnabas and Saul for the work whereunto I have called them. (KJB)

Sum teir tænaðu til Harrans, og fastaðu, segði Heilagi Andin, Atskiljið mær Barnabas og Saulus fyri tað verk at hvørjum eg havi kallað teir. (F)

Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: »Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!« (VD)

Meðan teir hildu gudstænastu og fastaðu, segði heilagi andin: »Takið mær teir frá, Barnabas og Saul, til tann gerning, sum eg havi kallað teir til!« (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:6


And when they had gone through the isle unto Paphos, they found a certain sorcerer, a false prophet, a Jew, whose name was Barjesus: (KJB)

Og tá ið teir vóru farnir gjøgnum oynna til Paphos, funnu teir ein ávísan gandakall, ein falskan prophet, ein Jøda, hvørs navn var Bar-jesus: (F)

Táið teir nú høvdu ferðast um alla oynna, líka til Pafus, hittu teir gandakall, lygiprofet, Jøda, ið æt Barjesus. (VD)

Og tá ið teir høvdu farið um alla oynna til Pafos, hittu teir ein gandakall, ein svikaprofet, ein Jøda, Bar-Jesus at navni. (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:12


Then the deputy, when he saw what was done, believed, being astonished at the doctrine of the Lord. (KJB)

Fulltrúin, tá ið hann sá hvat var gjørt, trúði tá, verandi ovfarin yvir Guðslæru Harrans. (F)

Táið landshøvdingin sá hetta, ið hent hevði, kom hann til trúgv, og hann undraðist stórliga á læru Harrans. (VD)

Tá tók landshøvdingin við trúgv, tá ið hann sá henda tilburð, og hann undraðist stórliga á læru Harrans. (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:18


And about the time of forty years suffered he their manners in the wilderness. (KJB)

Og umleið tíðina á fjøruti ár útstóð hann atburðir teirra í oyðimørkini. (F)

Og um 40 ár toldi Hann atburð teirra í oyðimørkini. (VD)

Og um fjøruti ár føddi og fostraði hann tey í oyðimørkini. (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:26


Men and brethren, children of the stock of Abraham, and whosoever among you feareth God, to you is the word of this salvation sent. (KJB)

Menn og brøður, børn Ábrahams stammu, og hvørsumhelst tykkara millum óttast Guð, til tykkara er orðið av hesi frelsu sent. (F)

Tit menn, brøður, synir ættar Ábrahams, og teir ímillum tykkara, sum óttast Gud! Okkum er orðið um hesa frelsu sent. (VD)

Góðu menn og brøður, ættarmenn Ábrahams, og teir tykkara millum, sum óttast Guð, okkum er orðið um hesa frelsu sent. (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:31

And he was seen many days of them which came up with him from Galilee to Jerusalem, who are his witnesses unto the people. (KJB)

Og hann varð sæddur mangar dagar av teimum sum komu niðan við honum frá Galileu til Jerusalem, hvørjir eru vitnir hansara fyri fólkinum. (F)

og Hann opinberaði Seg í nógvar dagar fyri teimum, sum vóru farnir við Honum úr Galilea til Jerúsalem, og sum eru vitni Hansara fyri fólkinum. (VD)

og hann varð sæddur nógvar dagar av teimum, sum høvdu gingið við honum frá Galileu niðan til Jerúsalem, teir sum eru vitni hansara fyri fólkinum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:33


Psa 2:7

God hath fulfilled the same unto us their children, in that he hath raised up Jesus again; as it is also written in the second psalm, Thou art my Son, this day have I begotten thee. (KJB)

Guð hevur uppfylt okkum børnum teirra hina somu, í at hann hevur reist upp Jesus aftur; sum tað eisini stendur skrivað í øðrum psálminum, Tú ert Sonur mín, henda dag havi eg gitið teg. (F)

at tað hevur Gud uppfylt okkum, børnum teirra, táið Hann reisti Jesus upp - / soleiðis sum eisini er skrivað í øðrum sálmi: »Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag.« (VD)

at Guð hevur uppfylt hana fyri okkum, børnum teirra, tá ið hann reisti upp Jesus; / soleiðis sum eisini er skrivað í øðrum sálminum: »Tú ert sonur mín, í dag havi eg føtt teg.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:36

For David, after he had served his own generation by the will of God, fell on sleep, and was laid unto his fathers, and saw corruption: (KJB)

Tí Dávid, eftir at hann hevði tænað egna ættarliði sínum við vilja Guðs, fell í svøvn, og varð lagdur at fedrum sínum, og sá rot: (F)

Dávid sovnaði jú, táið hann í lívstíð síni hevði tænt ráði Guds, og hann varð savnaður til fedrar sínar og sá rot; (VD)

Tí at Dávid sovnaði burtur, eftir tað at hann í síni egnu ætt hevði tænað Guðs ráði, og varð lagdur at fedrum sínum og fekk at kenna rot; (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:38

Be it known unto you therefore, men and brethren, that through this man is preached unto you the forgiveness of sins: (KJB)

Veri tað kunnugt tykkum tessvegna, menn og brøður, at gjøgnum henda mann verður tykkum prædikað fyrigevingin av syndum: (F)

So skulu tit tá vita, tit menn, brøður, at við Honum verður tykkum kunngjørd fyrigeving syndanna; (VD)

Tað veri tí tykkum vituligt, brøður mínir, at í honum er syndafyrigeving boðað tykkum; (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:42

And when the Jews were gone out of the synagogue, the Gentiles besought that these words might be preached to them the next sabbath. (KJB)

Og tá ið Jødarnir vóru farnir út úr synagoguni, bønaðu Heidningarnir at hesi orðini máttu verða prædikað til teirra næsta sabbatin. (F)

Táið tey nú fóru út, bóðu tey teir um, at hesi orð skuldu verða talað til teirra næsta sabbat. (VD)

Men tá ið teir fóru út, bóðu teir um, at hesi orð máttu verða talað til teirra næsta hvíludag. (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:44

And the next sabbath day came almost the whole city together to hear the word of God. (KJB)

Og hin næsta sabbatsdagin kom næstan hin heili staðurin saman at hoyra orð Guðs. (F)

Næsta sabbat kom so nærum allur býurin saman at hoyra orð Guds. (VD)

Men næsta hvíludagin kom at kalla øll bygdin saman at hoyra Harrans orð. (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:49

And the word of the Lord was published throughout all the region. (KJB)

Og orð Harrans varð kunngjørt út gjøgnum alt umráðið. (F)

Og orð Harrans breiddist um alt landið. (VD)

Og orð Harrans breiddist út um alt landið. (JD)

Gerningar

Apostlanna

13:52

And the disciples were filled with joy, and with the Holy Ghost. (KJB)

Og lærusveinarnir vórðu fyltir við gleði, og við Heilaga Andanum. (F)

Men lærisveinarnir vórðu fullir av gleði og Heilaga Andanum. (VD)

Men lærusveinarnir fyltust av gleði og heilagum anda. (JD)

Gerningar

Apostlanna

14:8


And there sat a certain man at Lystra, impotent in his feet, being a cripple from his mother's womb, who never had walked: (KJB)

Og tað sat ein ávísur maður í Lystru, máttleysur í fótum sínum, verandi krypil frá lívmóður móður sínar, hvør aldri hevði gingið: (F)

Í Lystra sat maður, sum ongan mátt hevði í fótunum; hann var lamin frá móðurlívi og hevði aldri gingið. (VD)

Og í Lýstru sat ein maður, sum var maktarleysur í fótunum, haltur frá móðurlívi, sum aldri hevði gingið. (JD)

Gerningar

Apostlanna

14:9


The same heard Paul speak: who stedfastly beholding him, and perceiving that he had faith to be healed, (KJB)

Hin sami hoyrdi Paulus tala: hvør støðufastliga skoðandi hann, og varnandi at hann hevði trúgv til tess at verða grøddur, (F)

Hann hoyrdi Paulus tala. Táið nú Paulus festi eyguni á hann og sá, at hann hevði trúgv at verða grøddur, segði hann hart: (VD)

Hann hoyrdi Paulus tala; og tá ið hesin festi eygað á hann og sá, at hann hevði trúgv til tess, at hann kundi verða hjálptur, (JD)

Gerningar

Apostlanna

14:11


And when the people saw what Paul had done, they lifted up their voices, saying in the speech of Lycaonia, The gods are come down to us in the likeness of men. (KJB)

Og tá ið fólkið sá hvat Paulus hevði gjørt, hevjaðu tey upp røddum sínum, sigandi á málinum av Lycaoniu, Til okkara eru komnir niður gudarnir í mannalíki. (F)

Táið fólkið sá tað, sum Paulus hevði gjørt, lyftu tey upp rødd sína og róptu á lýkaoniskum: »Gudarnir eru vorðnir menniskjum líkir og eru komnir niður til okkara!« (VD)

Men tá ið mannamúgvurnar sóu, hvat ið Paulus gjørdi, hevjaðu tey upp reyst sína og søgdu á lýkaóniskum máli: »Gudarnir eru í mannalíki stignir niður til okkara!« (JD)

Gerningar

Apostlanna

14:13

Then the priest of Jupiter, which was before their city, brought oxen and garlands unto the gates, and would have done sacrifice with the people. (KJB)

Presturin av Jupiter, hvørt var frammi fyri staðinum, kom tá við oksum og kransum at portrunum, og vildi havt gjørt sláturoffur við fólkinum. (F)

Presturin í zeustemplinum, sum uttan fyri býin var, kom at portrunum við tarvum og kransum og ætlaði at ofra saman við fólkinum. (VD)

Og presturin fyri tað Zeustemplið, sum var uttan fyri staðin, kom við oksum og kransum at portrunum og ætlaði at ofra, og manna-múgvurnar við honum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

14:17

Nevertheless he left not himself without witness, in that he did good, and gave us rain from heaven, and fruitful seasons, filling our hearts with food and gladness. (KJB)

Hóast hetta, hann eftirlæt ei seg sjálvan uttan vitnisburð, í at hann gjørdi gott, og gav oss regn frá himni, og fruktagóðar tíðir, fyllandi hjørtu vár við mati og gleði. (F)

tó læt Hann ikki Seg sjálvan uttan vitnisburð; tí Hann gjørdi gott, gav tykkum regn og fruktbarar tíðir av himli og mettaði hjørtu tykkara við føði og gleði.« (VD)

tó at hann ikki læt seg sjálvan uttan vitnisburð, við tað at hann gjørdi gott og gav tykkum regn og gróðurríkar tíðir av himni, og mettaði hjørtu tykkara við føði og fagnaði.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

14:19

And there came thither certain Jews from Antioch and Iconium, who persuaded the people, and, having stoned Paul, drew him out of the city, supposing he had been dead. (KJB)

Og tað komu hagar ávísir Jødar úr Antiochiu og Iconium, hvørjir yvirtalaðu fólkið, og havandi steinað Paulus, drógu hann út úr staðinum, haldandi at hann hevði verið deyður. (F)

Men nú komu nakrir Jødar hagar úr Antiokia og Ikonium. Teir fingu fólkið í sín part, og tey steinaðu Paulus og drógu hann út um býin, í teirri trúgv, at hann var deyður. (VD)

Men so komu Jødar hagar frá Antiokíu og Ikonium, og teir fingu fólkið til at halda við sær, og tey steinaðu Paulus og drógu hann út úr bygdini og hildu hann vera deyðan. (JD)

Gerningar

Apostlanna

14:22

Confirming the souls of the disciples, and exhorting them to continue in the faith, and that we must through much tribulation enter into the kingdom of God. (KJB)

Støðufestandi sálir læru-sveinanna, og formanandi teir at halda áfram í trúnni, og at vit mugu gjøgnum mikla trongslu ganga inn í kongadømi Guðs. (F)

og styrktu sálir lærisveinanna, ámintu tey um at standa føst í trúnni og søgdu teimum, at tað er gjøgnum nógvar trongdir, vit skulu ganga inn í ríki Guds. (VD)

Og teir styrktu sálir lærusveinanna og ámintu teir um at vera fastar í trúnni, og søgdu teimum, at vit eiga at ganga inn í Guðs ríki gjøgnum mangar trongdir. (JD)

Gerningar

Apostlanna

15:5


But there rose up certain of the sect of the Pharisees which believed, saying, That it was needful to circumcise them, and to command them to keep the law of Moses. (KJB)

Men tað risu upp ávísir av sect Pharisearanna sum trúðu, sigandi, At tað var neyðturviligt at umskera teir, og at bjóða teimum at halda lóg Mósesar. (F)

Men nakrir av flokki Farisearanna, sum vóru komnir til trúnna, reistust og søgdu: »Teir eiga at verða umskornir og fáa boð um at halda Móselóg!« (VD)

Men nakrir úr Fariseara flokkinum, sum høvdu tikið við trúgv, reistust og søgdu: »Teir eiga at verða umskornir og at fáa boð um at halda Móselóg.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

15:11


But we believe that through the grace of the Lord Jesus Christ we shall be saved, even as they. (KJB)

Men vit trúgva at gjøgnum náði Harrans Jesu Christs skulu vit verða frelstir, enntá eins og teir. (F)

Vit trúgva jú, at vit verða frelstir av náði Harrans Jesusar - vit líka væl sum teir!« (VD)

Men vit trúgva, at vit verða frelstir við Harrans Jesu náði á sama hátt sum teir.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

15:17

That the residue of men might seek after the Lord, and all the Gentiles, upon whom my name is called, saith the Lord, who doeth all these things. (KJB)

At hinir eftirverandi av monnum mega søkja eftir Harranum, og allir Heidningarnir, uppiá hvørjum navn mítt er kallað, sigur Harrin, hvør allar hesar lutir ger. (F)

fyri at leivdin av menniskjum skal søkja Harran, allir heidningar, sum navn Mítt er nevnt yvir - sigur Harrin, sum ger hetta.« (VD)

so at teir, sum eftir eru av monnum, mega leita til Harrans, og øll heiðin fólk, sum navn mítt er nevnt yvir,« sigur Harrin, sum hetta ger, (JD)

Gerningar

Apostlanna

15:18


Known unto God are all his works from the beginning of the world. (KJB)

Kunnug Guði eru øll verk hansara frá byrjan veraldarinnar. (F)

- Gud kennir frá ævunum øll verk Síni. (VD)

sum kunnigt er frá upphavi. (JD)

Gerningar

Apostlanna

15:22


Then pleased it the apostles and elders, with the whole church, to send chosen men of their own company to Antioch with Paul and Barnabas; namely, Judas surnamed Barsabas, and Silas, chief men among the brethren: (KJB)

Tá hóvaði tað apostlunum og hinum elstu, við allari kirkjuni, at senda útvaldar menn úr egna samlagi teirra til Antiochiu við Paulusi og Barnabasi; nevniliga, Judas tilnevndur Barsabas, og Silas, fremstir menn  brøðranna millum: (F)

Tá gjørdu teir av, ápostlarnir og hinir elstu saman við allari samkomuni, at velja nakrar menn millum sín og senda teir til Antiokia við Paulusi og Barnabasi; teir valdu Judas, sum kallaðist Barsabbas, og Silas; hesir vóru hávirdir menn millum brøðurnar. (VD)

Tá samtyktu ápostlarnir og hinir elstu saman við øllum kirkjuliðinum at senda menn, sum til tess vórðu valdir teirra millum, til Antiokíu saman við Paulusi og Barnabasi og vóru tað Judas, sum kallaðist Barsabbas, og Silas, nógv virdir menn brøðranna millum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

15:23


And they wrote letters by them after this manner; The apostles and elders and brethren send greeting unto the brethren which are of the Gentiles in Antioch and Syria and Cilicia: (KJB)

Og teir skrivaðu brøv við teimum eftir hesum háttalagi; Apostlarnir og teir elstu og brøðurnir senda kvøðu til brøðranna sum eru av Heidningunum í Antiochiu og Sýriu og Ciliciu: (F)

Teir skrivaðu soleiðis við teimum: »Ápostlarnir, hinir elstu og brøðurnir heilsa brøðrunum av heidningunum í Antiokia, Sýrlandi og Kilikia. (VD)

Og teir skrivaðu hetta við teimum: »Ápostlarnir og hinir elstu, brøðurnir, senda brøðrunum í Antiokíu og Sýriulandi og Kilikíu, sum áður vóru heidnir, heilsan sína. (JD)

Gerningar

Apostlanna

15:24


Forasmuch as we have heard, that certain which went out from us have troubled you with words, subverting your souls, saying, Ye must be circumcised, and keep the law: to whom we gave no such commandment: (KJB)

Við tað at vit hava hoyrt, at ávísir sum fóru út frá okkum hava órógvað tykkum við orðum, veltandi um koll sálir tykkara, sigandi, Tit mugu verða umskornir, og halda lógina: til hvørja vit góvu einkið slíkt boð: (F)

Av tí at vit hava frætt, at nakrir, sum komnir eru frá okkum, hava órógvað tykkum við talu síni og volt sálum tykkara ófrið - vit hava einki boð givið teimum um tað - (VD)

Av tí at vit hava hoyrt, at nakrir, sum eru komnir frá okkum, hava loypt ekka á tykkum við orðum sínum og hava órógvað sálir tykkara, uttan at vit hava givið teimum nakað í umboð, (JD)

Gerningar

Apostlanna

15:33


And after they had tarried there a space, they were let go in peace from the brethren unto the apostles. (KJB)

Og eftir at teir høvdu dvølt har eitt bil, vórðu teir latnir fara í friði frá brøðrunum til apostlanna. (F)

Táið teir so høvdu verið har eina tíð, lótu brøðurnir teir fara í friði til teirra, sum sent teir høvdu. (VD)

Og tá ið teir høvdu verið har eina tíð, lótu brøðurnir teir fara avstað aftur í friði til teirra, sum høvdu sent teir. (JD)

Gerningar

Apostlanna

15:34


Notwithstanding it pleased Silas to abide there still. (KJB)

Hóast hetta, tað hóvaði Silasi at verða verandi har enn. (F)

Men Silas setti sær fyri at steðga har. (VD)

[Men Silas setti sær fyri at verða verandi har]*. (JD)


* Hetta versið er ikki í teimum mætastu handritunum.

Gerningar

Apostlanna

15:37


And Barnabas determined to take with them John, whose surname was Mark. (KJB)

Og Barnabas avráddi at taka við teimum Jóhannes, hvørs tilnavn var Markus. (F)

Barnabas vildi tá eisini taka Jóhannes við, hann, sum kallaðist Markus. (VD)

Men Barnabas vildi eisini taka Jóhannes, sum kallaðist Markus, við. (JD)

Gerningar

Apostlanna

15:40


And Paul chose Silas, and departed, being recommended by the brethren unto the grace of God. (KJB)

Og Paulus valdi Silas, og fór avstað, verðandi litin upp av brøðrunum til náðar Guðs. (F)

Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, eftir at brøðurnir høvdu givið hann upp til náði Harrans. (VD)

Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, givin upp í Harrans náði av brøðrunum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

16:1


Then came he to Derbe and Lystra: and, behold, a certain disciple was there, named Timotheus, the son of a certain woman, which was a Jewess, and believed; but his father was a Greek: (KJB)

Tá kom hann til Derbe og Lystru: og, sí, ein ávísur lærusveinur var har, nevndur Timotheus, sonur einar ávísrar kvinnu, sum var Jødinna, og trúði; men faðir hansara var Grikki: (F)

Hann kom tá til Derbe og Lystra. Har var lærisveinur, ið æt Timoteus, sonur trúgvandi jødiska kvinnu; faðirin var griskur. (VD)

Og hann kom líka til Derbe og Lýstru, og sí, har var ein lærusveinur, Timoteus at navni, sonur av eini trúgvandi kvinnu av Jødaætt, men faðirin var grikskur. (JD)

Gerningar

Apostlanna

16:7


After they were come to Mysia, they assayed to go into Bithynia: but the Spirit suffered them not. (KJB)

Eftir at teir vóru komnir til Mysiu, royndu teir at fara inn í Bithyniu: men Andin loyvdi teim ei. (F)

Táið teir vóru komnir at Mýsia, royndu teir at halda fram til Bitýnia, men Andi Jesusar loyvdi teimum tað ikki. (VD)

Og tá ið teir vóru komnir at Mýsiu, royndu teir at fara til Betýniu, og Jesu andi loyvdi teimum tað ikki. (JD)

Gerningar

Apostlanna

16:10


And after he had seen the vision, immediately we endeavoured to go into Macedonia, assuredly gathering that the Lord had called us for to preach the gospel unto them. (KJB)

Og eftir at hann hevði sæð sjónina, alt fyri eitt royndu vit at fara inn í Macedoniu, vissuliga fangandi at Harrin hevði kallað okkum  fyri  at prædika teimum gleði-boðskapin. (F)

Táið hann hevði sæð hesa sjón, royndu vit við tað sama at sleppa yvir til Makedonia; tí vit dugdu at síggja, at Gud hevði kallað okkum at kunngera teimum evangeliið. (VD)

Og alt fyri eitt sum hann hevði sæð hesa sjón, royndu vit at sleppa avstað til Makedóniu, tí at vit fingu tað burtur úr tí, at Guð hevði kallað okkum til at boða teimum gleðiboðskapin. (JD)

Gerningar

Apostlanna

16:12


And from thence to Philippi, which is the chief city of that part of Macedonia, and a colony: and we were in that city abiding certain days. (KJB)

Og haðanfrá til Philippi, sum er hin fremsti staðurin av tí partinum av Macedoniu, og ein niðursetustaður: og vit vóru í tí staðinum dvøljandi ávísar dagar. (F)

haðani til Filippi, sum er fyrsti býurin í tí partinum av Makedonia, nýbygd. Har í býnum steðgaðu vit eina tíð. (VD)

og haðan til Filippi, sum er fyrsta bygdin í tí partinum av Makedóniu, og er ein nýbygd. Í hesi bygdini dvaldu vit nakrar dagar. (JD)

Gerningar

Apostlanna

16:16


And it came to pass, as we went to prayer, a certain damsel possessed with a spirit of divination met us, which brought her masters much gain by soothsaying: (KJB)

Og tað bar á, sum vit fóru til bønar, ein ávís genta heltikin við einum spásagnaranda møtti okkum, sum veitti meistarum sínum miklan vinning við spásøgn: (F)

Nú hendi tað, einaferð vit fóru út til bønastaðið, at vit møttu gentu, ið hevði spádómsanda, og sum vann harrum sínum nógva inntøku við at spáa. (VD)

Men tað bar so til, tá vit gingu út á bønahaldsstaðin, at okkum møtti ein genta, sum hevði spádómsanda og sum veitti húsbóndum sínum stóran vinning við at spáa. (JD)

Gerningar

Apostlanna

16:18


And this did she many days. But Paul, being grieved, turned and said to the spirit, I command thee in the name of Jesus Christ to come out of her. And he came out the same hour. (KJB)

Og hetta gjørdi hon mangar dagar. Men Paulus, verandi nívdur, vendi sær og segði til andans, Eg bjóði tær í navni Jesu Christs at koma út úr henni. Og hann kom út hina somu stund.(F)

Hetta gjørdi hon í nógvar dagar. Tá harmaðist Paulus um tað, og hann vendi sær og segði við andan: »Í navni Jesu Krists sigi eg við teg, at tú skalt fara út úr henni!« Og hann fór út í somu stund. (VD)

Hetta gjørdi hon fleiri dagar. Men Paulusi líkaði hetta illa, og hann vendi sær við og segði við andan: »Eg bjóði tær í navni Jesu Krists at fara út úr henni!« Og hann fór út í stundini. (JD)

Gerningar

Apostlanna

16:22


And the multitude rose up together against them: and the magistrates rent off their clothes, and commanded to beat them. (KJB)

Og mannfjøldin reis upp saman ímóti teimum: og høvuðsmenninir skræddu av klæðir síni, og buðu at berja teir. (F)

Eisini fólkið reistist móti teimum. Dómararnir lótu tá klæðini skræða av teimum og søgdu, at teir skuldu verða húðflongdir. (VD)

Og mannamúgvan reistist móti teimum, og stýrismenninir skræddu klæðini av teimum og buðu, at teir skuldu verða bardir við støvum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

16:26


And suddenly there was a great earthquake, so that the foundations of the prison were shaken: and immediately all the doors were opened, and every one's bands were loosed. (KJB)

Og brádliga varð tað ein mikil jarðskjálvti, so at grundvøllirnir av fongslinum vórðu skakaðir: og alt fyri eitt vórðu allar dyrnar opnaðar, og hvørs og eins bond vórðu loyst. (F)

Tá kom knappliga stórur jarðskjálvti, so grundvøllur fangahússins ristist, og við tað sama sprungu allar dyr upp, og leinkjurnar loystust av øllum. (VD)

Tá kom knappliga ein stórur landskjálvti, so at grundvøllurin í fangahúsinum ristist, og alt fyri eitt opnaðust allar dyr, og leinkjurnar fullu av øllum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

16:31


And they said, Believe on the Lord Jesus Christ, and thou shalt be saved, and thy house. (KJB)

Og teir søgdu, Trúgv á tann Harra Jesus Christ, og tú skalt vera frelstur, og hús títt. (F)

Teir svaraðu: »Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur, tú og hús títt!« (VD)

Men teir søgdu: »Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

16:40


And they went out of the prison, and entered into the house of Lydia: and when they had seen the brethren, they comforted them, and departed. (KJB)

Og teir fóru út úr fongslinum, og fóru inn í hús Lydiu: og tá ið teir høvdu sæð brøðurnar, uggaðu teir teir, og fóru avstað. (F)

So fóru teir út úr fangahúsinum og fóru inn hjá Lýdiu. Táið teir høvdu hitt brøðurnar og ámint teir, fóru teir avstað. (VD)

Og tá ið teir vóru komnir út úr fangahúsinum, fóru teir heim til Lýdiu; og tá ið teir høvdu hitt brøðurnar og givið teimum áminningar, fóru teir avstað. (JD)

Gerningar

Apostlanna

17:5


But the Jews which believed not, moved with envy, took unto them certain lewd fellows of the baser sort, and gathered a company, and set all the city on an uproar, and assaulted the house of Jason, and sought to bring them out to the people. (KJB)

Men teir Jødar sum trúðu ikki, drivnir við øvund, tóku til sín ávísar ósømiligar felagar av tí lægra  slaginum, og savnaðu eitt samlag, og settu allan staðin í eitt uppstig, og lupu á hús Jasons og royndu at føra teir út til fólksins. (F)

Tá kom øvund á Jødarnar, og teir tóku við sær nakrar óvandamenn av letingunum á torginum, fingu saman mannfjøld og loyptu røring í staðin; so hildu teir á hús Jasons og royndu at fáa fatur á teimum fyri at føra teir út til fólkið. (VD)

Men yvri kom í Jødarnar, og teir tóku við sær nakrar óvandaligar menn av teimum, sum ganga og rekast á torgunum, og gjørdu uppstig og loyptu staðin í røring; og teir hildu at húsinum hjá Jasoni og sóknaðust eftir teimum fyri at føra teir út til fólkið. (JD)

Gerningar

Apostlanna

17:13


But when the Jews of Thessalonica had knowledge that the word of God was preached of Paul at Berea, they came thither also, and stirred up the people. (KJB)

Men tá ið Jødarnir av Thessalonicu høvdu kunnleika at orð Guðs varð prædikað av Paulusi í Berøu, komu teir hagar eisini, og østu upp fólkið. (F)

Men táið Jødarnir í Tessalonika fingu at vita, at orð Guds varð kunngjørt av Paulusi í Berøa við, komu teir og loyptu eisini har øði í fólkið. (VD)

Men tá ið Jødarnir í Tessalóniku fingu at frætta, at eisini í Berøu varð Guðs orð boðað av Paulusi, komu teir og loyptu eisini her røring og øsing í mannamúgvurnar. (JD)

Gerningar

Apostlanna

17:16


Now while Paul waited for them at Athens, his spirit was stirred in him, when he saw the city wholly given to idolatry. (KJB)

Nú, meðan Paulus bíðaði eftir teimum í Athen, varð andi hansara rørdur í honum, tá ið hann sá staðin heilt givnan til skurðgudadýrkanar. (F)

Meðan Paulus tá bíðaði eftir teimum í Aten, harmaðist andi hansara í honum, táið hann sá, at býurin var fullur av avgudum. (VD)

Men meðan nú Paulus bíðaði eftir teimum í Aten, gramdist andi hansara so sáran í honum, tá ið hann sá, at staðurin var fullur av skurðgudum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

17:18


Then certain philosophers of the Epicureans, and of the Stoicks, encountered him. And some said, What will this babbler say? other some, He seemeth to be a setter forth of strange gods: because he preached unto them Jesus, and the resurrection. (KJB)

Ávísir heimspekingar av hinum Epicurisku, og av hinum Stoisku, tá truffust á við hann. Og summir søgdu, Hvat vil hesin geiparin siga? summir aðrir, Hann tykist vera ein leggjari fram av fremmandum gudum: vegna tess at hann prædikaði teimum Jesus, og uppreisnina. (F)

Eisini nakrir av hinum epikursku og stoisku vísdómslærarunum góvu seg í orðaskifti við hann; summir søgdu: »Hvat er tað, hatta møsnið sigur?« Men summir søgdu: »Hann tykist at vera ein, ið boðar útlendskar gudar!« - av tí at hann kunngjørdi evangeliið um Jesus og uppreisnina. (VD)

Men nakrir av hinum epikursku og stóisku heimspekingunum góvu seg eisini í orðaskifti við hann; og summir søgdu: »Hvat man hasin geiparin hava at siga?« og aðrir hildu fyri: »Hann tykist at vera boðari um ókendar gudar;« av tí at hann boðaði gleðiboðskapin um Jesus og uppreisnina. (JD)

Gerningar

Apostlanna

17:19


And they took him, and brought him unto Areopagus, saying, May we know what this new doctrine, whereof thou speakest, is? (KJB)

Og teir tóku hann, og førdu hann til Areopagos, sigandi, Mega vit vita hvat henda nýggja Guðslæra, hvarum tú talart, er? (F)

So tóku teir hann, fóru niðan á Areopagus við honum og søgdu: »Kunnu vit fáa at vita, hvat hetta er fyri nýggj læra, tú boðar? (VD)

Og teir tóku hann við sær og fóru við honum niðan á Areopagos og søgdu: »Kunnu vit fáa at vita, hvat ið hetta er fyri ein nýggj læra, sum tú talar um? (JD)

Gerningar

Apostlanna

17:22


Then Paul stood in the midst of Mars' hill, and said, Ye men of Athens, I perceive that in all things ye are too superstitious. (KJB)

Tá stóð Paulus á miðjum Mars heyggi, og segði, Tit menn av Athen, eg varnist at tit í øllum lutum eru ov pátrúnir. (F)

Paulus steig nú fram mitt á Areopagus og segði: »Tit menn í Aten! Eg síggi, at tit á allan hátt eru ógvuliga ídnir fyri gudsdýrkan tykkara. (VD)

Men Paulus stóð á miðjum Areopagos og tók til orða: »Atenmenn, eg síggi, at tit í øllum lutum eru ógvuliga hygnir um gudsdýrkan tykkara. (JD)

Gerningar

Apostlanna

17:23


For as I passed by, and beheld your devotions, I found an altar with this inscription, TO THE UNKNOWN GOD. Whom therefore ye ignorantly worship, him declare I unto you. (KJB)

Tí sum eg fór framvið, og skoðaði tilbiðjingar tykkara, fann eg eitt altar við hesi áskrift, TIL HINS ÓKUNNA GUÐS. Hvønn tessvegna tit fákunnugliga tilbiðja, hann kunngeri eg tykkum. (F)

Tí táið eg gekk um og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini altar við hesi innskrift: »Fyri ókendan Gud.« - Hann, ið tit soleiðis dýrka og ikki kenna, Hann kunngeri eg tykkum. (VD)

Tí at tá ið eg gekk um her og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini eitt altar, sum skrivað var á: »Ókunnum gudi.« Tað sum tit nú dýrka uttan at kenna tað, tað boði eg tykkum: (JD)

Gerningar

Apostlanna

17:26


And hath made of one blood all nations of men for to dwell on all the face of the earth, and hath determined the times before appointed, and the bounds of their habitation; (KJB)

Og hevur gjørt av einum blóði allar tjóðir manna fyri at dvøljast á allari yvirflatu jarðarinnar, og hevur ásett tíðirnar frammanundan fyriskipaðar, og mørkini av bústaði teirra; (F)

Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði - til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra, (VD)

Og hann hevur latið øll fólk av einum blóði búgva um allan jarðarkringin og tilskilað teimum fyrisettar tíðir og markini fyri bústaði teirra, (JD)

Gerningar

Apostlanna

17:27


That they should seek the Lord, if haply they might feel after him, and find him, though he be not far from every one of us: (KJB)

At teir skuldu søkja Harran, um møguliga teir máttu trilvað eftir honum, og funnið hann, tó hann veri ikki fjart frá hvørjum einastum av okkum: (F)

fyri at tey skuldu søkja Gud, um tey tó kundu kenna og finna Hann - tóat Hann er ikki langt frá nøkrum av okkum. (VD)

so at tey skuldu leita eftir Guði, um tað kundi verða, at tey kundu trilva seg fram og finna hann, tó at hann kortini ikki er langt burtur frá nøkrum einasta av okkum; (JD)

Gerningar

Apostlanna

17:32


And when they heard of the resurrection of the dead, some mocked: and others said, We will hear thee again of this matter. (KJB)

Og tá ið teir hoyrdu um uppreisn hinna deyðu, háðaðu summir: og aðrir søgdu, Vit vilja hoyra teg aftur um hetta mál. (F)

- Táið teir hoyrdu um uppreisn hinna deyðu, spottaðu summir; men summir søgdu: »Vit skulu hoyra teg aftur um hetta!« (VD)

Men tá ið teir hoyrdu um uppreisn av deyðum, spottaðu summir, men summir søgdu: »Vit vilja hoyra frá tær um hetta eina ferð enn.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

18:1


After these things Paul departed from Athens, and came to Corinth; (KJB)

Eftir hesar lutir fór Paulus avstað úr Athen, og kom til Corinth; (F)

Eftir hetta fór Paulus úr Aten og kom til Korint. (VD)

Eftir hetta fór hann úr Aten og kom til Korint. (JD)

Gerningar

Apostlanna

18:5


And when Silas and Timotheus were come from Macedonia, Paul was pressed in the spirit, and testified to the Jews that Jesus was Christ. (KJB)

Og tá ið Silas og Timotheus vóru komnir frá  Mac-e-do´-ni-u, var Paulus pressaður í andanum, og vitnaði fyri Jødunum at Jesus var Christus. (F)

Táið Silas og Timoteus komu úr Makedonia, hevði Paulus tí nóg mikið at gera við at tala og vitna fyri Jødunum, at Jesus er Kristus. (VD)

Men tá ið teir Silas og Timoteus komu oman frá Makedóniu, gjørdi Paulus einki annað uttan talaði, og hann vitnaði fyri Jødunum, at Jesus var Kristus. (JD)

Gerningar

Apostlanna

18:6


And when they opposed themselves, and blasphemed, he shook his raiment, and said unto them, Your blood be upon your own heads; I am clean: from henceforth I will go unto the Gentiles. (KJB)

Og tá ið teir settu seg sjálvar ímóti, og Guðs-spottaðu, rysti hann búnað sín, og segði við teir, Blóð tykkara veri uppiá egnu høvdum tykkara; eg eri reinur: hiðanfrá vil eg fara til Heidninganna. (F)

Men táið teir stóðu ímóti og spottaðu, risti hann dustið av klæðum sínum og segði við teir: »Blóð tykkara komi yvir tykkara egna høvd! Eg eri reinur; hereftir fari eg til heidningarnar.« (VD)

Men tá ið teir stóðu ímót og spottaðu, risti hann dustið av klæðum sínum og segði við teir: »Blóð tykkara komi yvir høvur tykkara! Eg eri reinur; frá hesi stund fari eg til heidningarnar.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

18:7


And he departed thence, and entered into a certain man's house, named Justus, one that worshipped God, whose house joined hard to the synagogue. (KJB)

Og hann fór avstað haðan, og fór inn í húsið hjá einum ávísum manni, nevndum Justus, ein sum tilbað Guð, hvørs hús lá tætt uppat synagoguni. (F)

So fór hann haðani og fekk sær tilhald hjá manni, ið æt Titus Justus, og sum dýrkaði Gud; hús hansara var tætt við sýnagoguna. (VD)

Og hann fór burtur haðan og kom inn í húsið hjá einum manni, sum æt Titus Justus og sum dýrkaði Guð, og hús hansara var tætt upp at samkomuhúsinum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

18:17

Then all the Greeks took Sosthenes, the chief ruler of the synagogue, and beat him before the judgment seat. And Gallio cared for none of those things. (KJB)

Tá tóku allir Grikkarnir Sos´-the-nes, hin fremsta stjórnaran av synagoguni, og bardu hann frammi fyri dómstólinum. Og Gal´-li-o legði ikki í nakran av teimum lutum. (F)

Tá løgdu teir allir hond á Sostenes sýnagogustjóra og bankaðu hann beint framman fyri dómstólin. Men Gallio legði líka í alt hetta. (VD)

Men tá tóku teir allir Sostenes, fyristøðumannin fyri samkomuhúsinum, og bardu hann framman fyri dómstólin. Og Gallio læt alt hetta ikki við seg koma. (JD)

Gerningar

Apostlanna

18:20

When they desired him to tarry longer time with them, he consented not; (KJB)

Tá ið teir tráaðu hann at dvølja longri tíð hjá teimum, samtykti hann ikki; (F)

Teir bóðu hann tá verða har nakað longur; men hann samtykti ikki, (VD)

Men tá ið teir bóðu hann steðga har eitt sindur longur, samtykti hann ikki í tí, (JD)

Gerningar

Apostlanna

18:21


But bade them farewell, saying, I must by all means keep this feast that cometh in Jerusalem: but I will return again unto you, if God will. And he sailed from Ephesus. (KJB)

Men beyð teim farvæl, sigandi, Eg má við øllum midlum halda hesa hátíð sum kemur í Jerusalem: men eg vil koma aftur til tykkara, um Guð vilji. Og hann sigldi frá Eph´-e-sus. (F)

men segði teimum farvæl við hesum orðum: »Eg má endiliga halda hesa høgtíðina, sum fyri stendur, í Jerúsalem; men eg skal koma aftur til tykkara, um Gud vil.« So fór hann við skipi úr Efesus. (VD)

men heilsaði teimum og segði: »Eg skal koma aftur til tykkara, um Guð vil.« Og hann sigldi so út frá Efesus. (JD)

Gerningar

Apostlanna

18:24


And a certain Jew named Apollos, born at Alexandria, an eloquent man, and mighty in the scriptures, came to Ephesus. (KJB)

Og ein ávísur Jødi nevndur A-pol´-los, føddur í Alexandriu, ein væltalandi maður, og máttugur í skriftunum, kom til Eph´-e-sus. (F)

Til Efesus kom nú Jødi, ið æt Apollos; hann var ættaður úr Aleksandria og var orðkringur maður, sterkur í skriftunum. (VD)

Men ein Jødi, Ápollos at navni, ættaður úr Aleksandriu, ein orðhagur maður og sterkur í skriftunum, kom til Efesus. (JD)

Gerningar

Apostlanna

18:25


This man was instructed in the way of the Lord; and being fervent in the spirit, he spake and taught diligently the things of the Lord, knowing only the baptism of John. (KJB)

Hesin maður var undirvístur í vegi Harrans; og verandi brennandi í andanum, talaði hann og frálærdi greiniliga lutir Harrans, kennandi einans dóp Jóhannesar. (F)

Hann var lærdur veg Harrans, og við tað at hann var brennandi í andanum, talaði hann og lærdi skilagott um Jesus, tóat hann bert kendi dóp Jóhannesar. (VD)

Hann hevði verið upplærdur um veg Harrans, og brennandi í andanum talaði hann og lærdi greiniliga um Jesus, tó at hann bert kendi dóp Jóhannesar. (JD)

Gerningar

Apostlanna

18:27


And when he was disposed to pass into Achaia, the brethren wrote, exhorting the disciples to receive him: who, when he was come, helped them much which had believed through grace: (KJB)

Og tá ið hann var lyntur at fara inn í A-chai´-u, skrivaðu brøðurnir, formanandi lærusveinarnar at taka ímóti honum: hvør, tá ið hann var komin, hjálpti teimum mikið sum høvdu trúð gjøgnum náði; (F)

Táið hann so hevði hug at fara longur, til Akaia, skrivaðu brøðurnir til lærisveinarnar har og bóðu teir taka ímóti honum. Táið hann var komin hagar, varð hann við náði Guds hinum trúgvandi til stóra nyttu. (VD)

Men tá ið hann hevði hug at fara yvirum til Akkeu, elvdu brøðurnir honum til og skrivaðu til lærusveinarnar at taka ímót honum. Og komin hagar var hann við Guðs náði hinum trúgvandi til stóra hjálp; (JD)

Gerningar

Apostlanna

18:28


For he mightily convinced the Jews, and that publickly, shewing by the scriptures that Jesus was Christ. (KJB)

Tí hann máttugliga sannførdi Jødarnar, og tað almennliga, sýnandi við skriftunum, at Jesus var Christus. (F)

Tí við miklari kraft tepti hann Jødarnar, so øll hoyrdu, og prógvaði við skriftunum, at Jesus er Kristus. (VD)

tí at menniliga tepti hann Jødarnar so øll hoyrdu, og prógvaði út av skriftunum, at Jesus var Kristus. (JD)

Gerningar

Apostlanna

19:2


He said unto them, Have ye received the Holy Ghost since ye believed? And they said unto him, We have not so much as heard whether there be any Holy Ghost. (KJB)

Segði hann við teir, Hava tit móttikið Heilaga Andan síðan tit trúðu? Og teir søgdu við hann, Vit hava ikki so mikið sum hoyrt hvørt tað veri nakar Heilagur Andi. (F)

Har hitti hann nakrar lærisveinar, og hann segði við teir: »Fingu tit Heilaga Andan, táið tit komu til trúgv?« Teir svaraðu honum: »Vit hava ikki so mikið sum hoyrt, at Heilagi Andin er.« (VD)

og hann segði við teir: »Fingu tit heilagan anda, tá ið tit tóku við trúgv?« Men teir søgdu við hann: »Nei, vit hava ikki so mikið sum hoyrt, at heilagur andi er til.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

19:3


And he said unto them, Unto what then were ye baptized? And they said, Unto John's baptism. (KJB)

Og hann segði við teir, At hvørjum vórðu tit tá doyptir? Og teir søgdu, At dópi Jóhannesar. (F)

Hann segði: »Hvørjum dópi vórðu tit tá doyptir við?« Teir svaraðu: »Við dópi Jóhannesar.« (VD)

Og hann segði við teir: »Hvørjum dópi eru tit tá doyptir við?« Teir søgdu: »Við dópi Jóhannesar!« (JD)

Gerningar

Apostlanna

19:4


Then said Paul, John verily baptized with the baptism of repentance, saying unto the people, that they should believe on him which should come after him, that is, on Christ Jesus. (KJB)

Tá segði Paulus, Jóhannes sanniliga doypti við umvendingar-dópinum, sigandi við fólkið, at tey skuldu trúgva á hann sum skuldi koma eftir hann, tað er, á Christ Jesus. (F)

Tá segði Paulus: »Jóhannes doypti við umvendingardópi, táið hann segði við fólkið, at tey skuldu trúgva á Hann, sum eftir hann kom, tað er á Jesus.« (VD)

Men Paulus segði: »Jóhannes doypti við umvendingar dópi, í tí hann segði við fólkið, at tey skuldu trúgva á tann, sum kom eftir hann, tað er á Jesus.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

19:8

And he went into the synagogue, and spake boldly for the space of three months, disputing and persuading the things concerning the kingdom of God. (KJB)

Og hann fór inn í synagoguna, og talaði djarvliga í skeiðið á tríggjar mánaðir, samrøðandi og sannførandi lutirnar viðvíkjandi kongadømi Guðs. (F)

Hann fór nú inn í sýnagoguna og vitnaði hugreystur í tríggjar mánaðir; hann helt samtalur og sannførdi tey um tað, sum hoyrir ríki Guds til. (VD)

Og hann gekk inn í samkomuhúsið og í tríggjar mánaðir talaði hann har treystliga, við tað at hann samtalaði við teir og sannførdi teir um tað, sum hoyrir til Guðs ríki. (JD)

Gerningar

Apostlanna

19:10

And this continued by the space of two years; so that all they which dwelt in Asia heard the word of the Lord Jesus, both Jews and Greeks. (KJB)

Og hetta helt áfram yvir bilið á tvey ár; so at allir teir ið dvaldust í Asiu hoyrdu orð Harrans Jesu, bæði Jødar og Grikkar. (F)

Hetta vardi við í tvey ár, so at øll, sum í Asia búðu, fingu at hoyra orð Harrans, bæði Jødar og Grikkar. (VD)

Og hetta vardi við í tvey ár, so at øll tey, sum búðu í Ásiu, fingu at hoyra orð Harrans, bæði Jødar og Grikkar. (JD)

Gerningar

Apostlanna

19:11

And God wrought special miracles by the hands of Paul: (KJB)

Og Guð virkaði serstøk krafta-verk við hondum Paulusar: (F)

Gud gjørdi við hondum Paulusar størri kraftargerðir enn vanligt, (VD)

Og Guð gjørdi óvanlig kraftarverk við hondum Paulusar, (JD)

Gerningar

Apostlanna

19:12

So that from his body were brought unto the sick handkerchiefs or aprons, and the diseases departed from them, and the evil spirits went out of them. (KJB)

So at frá likami hansara vórðu førd til hinna sjúku sveittadúkar, ella svintur, og sjúkdómarnir viku frá teimum, og hinir illu andarnir fóru út úr teimum. (F)

so at enntá sveittadúkar og fyriklæði, sum verið høvdu á likami hansara, vórðu borin til hini sjúku; sjúkurnar viku tá frá teimum, og hinir illu andarnir fóru út. (VD)

so at fólk enntá tóku sveittadúkar ella svintur, sum hann hevði havt á kroppinum, og bóru tey til tey sjúku, og sjúkdómarnir viku frá teimum, og hinir illu andarnir fóru út úr teimum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

19:13

Then certain of the vagabond Jews, exorcists, took upon them to call over them which had evil spirits the name of the Lord Jesus, saying, We adjure you by Jesus whom Paul preacheth. (KJB)

Avísir av umstrúkandi Jødunum, djevlaútdrívarum, tóku tá uppá seg at kalla yvir tey sum høvdu illar andar navn Harrans Jesu, sigandi, Vit svørja tykkum við Jesusi hvønn Paulus prædikar. (F)

Men eisini nakrir av hinum jødisku andamanarunum, ið struku um, tóku sær fyri at nevna navn Harrans Jesusar yvir teimum, sum høvdu hinar illu andarnar; teir søgdu: »Eg mani tykkum við hinum Jesusi, sum Paulus prædikar!« (VD)

Men eisini nakrir av teimum Jødum, sum struku um og mánaðu, tóku sær fyri at nevna Harrans Jesu navn yvir teimum, sum høvdu hinar illu andarnar, í tí teir søgdu: »Eg máni tykkum við tí Jesusi, sum Paulus prædikar!« (JD)

Gerningar

Apostlanna

19:15

And the evil spirit answered and said, Jesus I know, and Paul I know; but who are ye? (KJB)

Og tann illi andin svaraði og segði, Jesus kenni eg, og Paulus kenni eg; men hvørjir eru tit? (F)

Men hin illi andin svaraði teimum: »Jesus kenni eg, og Paulus veit eg um; men tit, hvørjir eru tit!« (VD)

Men hin illi andin svaraði og segði við teir: »Jesus kenni eg, og Paulus veit eg um; men tit, hvørjir eru tit?« (JD)

Gerningar

Apostlanna

19:16

And the man in whom the evil spirit was leaped on them, and overcame them, and prevailed against them, so that they fled out of that house naked and wounded. (KJB)

Og maðurin í hvørjum illi andin var leyp á teir, og yvirvann teir, og sigraði ímóti teimum, so at teir flýddu út úr tí húsi naknir og særdir. (F)

Og maðurin, sum hin illi andin var í, leyp á teir, vann av teimum og fekk slíkt vald á teimum, at teir flýddu naknir og særdir av húsinum. (VD)

Og maðurin, sum hin illi andin var í, leyp á teir og fekk teir báðar undir seg og tuskaði teir so av, at teir flýddu naknir og særdir út úr húsinum. (JD)


Viðm.: talan er um 7 synir Sceva, samanber við 19:14

Gerningar

Apostlanna

19:20

So mightily grew the word of God and prevailed. (KJB)

So máttugliga vaks orð Guðs og sigraði. (F)

Við slíkari kraft virkaði orð Harrans og fekk vald. (VD)

So veldiliga vaks og styrknaði orð Harrans. (JD)

Gerningar

Apostlanna

19:35

And when the townclerk had appeased the people, he said, Ye men of Ephesus, what man is there that knoweth not how that the city of the Ephesians is a worshipper of the great goddess Diana, and of the image which fell down from Jupiter? (KJB)

Og tá ið býarskrivarin hevði sissað fólkið, segði hann, Tit Eph-es´-arar, hvør maður er tað sum veit ikki hvussu ið staður Eph-e´-sar-anna er ein tilbiðjari av hini miklu gudinnu Dianu, og av myndini sum fell niður frá Jupiter? (F)

Býskrivarin fekk tó fólkið at sissast og segði: »Tit menn í Efesus! Man nakað menniskja vera, sum veit ikki, at staður Efesusmanna er tempulverjari hinnar stóru Artemisar og himmalfalnu myndarinnar! (VD)

Men býskrivarin fekk flokkin at sissast og segði: »Efesusmenn, hvør er tann maður, sum ikki veit, at staður Efesusmanna er tempulverji fyri hina miklu Artemis og hina himinfalnu mynd? (JD)

Gerningar

Apostlanna

19:37

For ye have brought hither these men, which are neither robbers of churches, nor yet blasphemers of your goddess. (KJB)

Tí tit hava ført higar hesar menn, sum eru hvørki rænarar av kirkjum, ella tá spottarar av gudinnu tykkara. (F)

Tit eru komnir higar við hesum monnum, ið hvørki eru tempulránsmenn ella spotta gudinnu tykkara. (VD)

Tí at tit hava ført hesar menn higar, sum hvørki eru tempulránsmenn ella spotta gudinnu okkara. (JD)

Gerningar

Apostlanna

20:4


And there accompanied him into Asia Sopater of Berea; and of the Thessalonians, Aristarchus and Secundus; and Gaius of Derbe, and Timotheus; and of Asia, Tychicus and Trophimus. (KJB)

Og tað vóru í fylgi við honum inn í Asiu So´-pa-ter úr Be-rø´-u; og av Thess-a-lo´-nic-ar-unum,  A-ris´-tar-chus og Se-cun´-dus; og Gai´-us úr Der´-be, og Timotheus; og úr Asiu, Tych-i´-cus og Tro´-phi-mus. (F)

Í fylgi við honum til Asia vóru Sopater, sonur Pyrrus, úr Berøa, av Tessalonikamonnum Aristarkus og Sekundus, Gajus úr Derbe og Timoteus, og Týkikus og Trofimus úr Asia. (VD)

Og honum fylgdu líka til Ásiu Sopater, sonur Pýrrusar, úr Berøu, og av Tessalóniku-monnum Aristarkus og Sekundus, og Gajus úr Derbe og Timoteus og Ásiumenninir Týkíkus og Trofimus. (JD)

Gerningar

Apostlanna

20:7


And upon the first day of the week, when the disciples came together to break bread, Paul preached unto them, ready to depart on the morrow; and continued his speech until midnight. (KJB)

Og uppá hin fyrsta dag vikunnar, tá ið lærusveinarnir komu saman at bróta breyð, prædikaði Paulus teimum, til reiðar at fara avstað um morgunin; og helt áfram talu sína inntil midnátt. (F)

Fyrsta dagin í vikuni vóru vit tá komin saman at bróta breyðið, og Paulus helt samtalur við teir, við tað at hann dagin eftir ætlaði at fara haðani. Hann helt á at tala líka til midnátt. (VD)

Men tá ið vit fyrsta dagin í vikuni vóru saman komin at bróta breyðið, samtalaði Paulus við tey, av tí at hann ætlaði at fara avstað dagin eftir, og hann toygdi taluna út líka at midnátt. (JD)

Gerningar

Apostlanna

20:8


And there were many lights in the upper chamber, where they were gathered together. (KJB)

Og har vóru mong ljós í hinum ovara kamari, hvar teir vóru savnaðir saman. (F)

Nógvar lampur vóru í salinum í erva, har vit vóru savnað. (VD)

Men tað vóru nógvar lampur í loftstovuni, har sum vit vóru saman komin. (JD)

Gerningar

Apostlanna

20:15


And we sailed thence, and came the next day over against Chios; and the next day we arrived at Samos, and tarried at Trogyllium; and the next day we came to Miletus. (KJB)

Og vit sigldu haðan, og komu næsta dagin yvir ímóti Chi´-os; og næsta dagin komu vit fram í Sa´-mos, og dvaldu í Tro-gyl´-li-um; og næsta dagin komu vit til Mi-le´-tus. (F)

So hildu vit avstað haðani og komu dagin eftir beint áraka Kios. Uppaftur dagin eftir fóru vit inn í Samos, vórðu liggjandi í Trogillium og komu so næsta dag til Milet. (VD)

Og haðan sigldu vit og komu dagin eftir beint áraka Kios; og annan dagin løgdu vit at Samos og næsta dagin komu vit til Milet. (JD)

Gerningar

Apostlanna

20:19


Serving the Lord with all humility of mind, and with many tears, and temptations, which befell me by the lying in wait of the Jews: (KJB)

Tænandi Harranum við øllum eyðmjúkleika av sinni, og við mongum tárum, og freistingum, sum viðfórust mær við liggjanini í lúr av Jødunum: (F)

hvussu eg havi tænt Harranum í øllum eyðmjúkleika, við tárum og í freistingum, sum eru komnar á meg, við tað at Jødarnir hava ligið eftir mær. (VD)

at eg tænaði Harranum í allari eyðmýkt og við tárum og í teimum royndum, sum mær hava verið fyri av svikaráðum Jødanna; (JD)

Gerningar

Apostlanna

20:23


Save that the Holy Ghost witnesseth in every city, saying that bonds and afflictions abide me. (KJB)

Uttan at Heilagi Andin vitnar í hvørjum staði, sigandi at bond og líðingar bíða mær. (F)

bert, at Heilagi Andin í hvørjum býi vitnar fyri mær og sigur, at bond og trongdir bíða mær. (VD)

bert, at heilagi andin bygd eftir bygd vitnar fyri mær og sigur, at bond og trongdir bíða mær. (JD)

Gerningar

Apostlanna

20:24


But none of these things move me, neither count I my life dear unto myself, so that I might finish my course with joy, and the ministry, which I have received of the Lord Jesus, to testify the gospel of the grace of God. (KJB)

Men eingir av hesum lutum vika meg, eiheldur rokni eg lív mítt kært mær sjálvum, so at eg mátti fullført skeið mítt við gleði, og tænastuna, sum eg havi móttikið av Harranum Jesusi, at vitna gleðiboðskap náðar Guðs. (F)

Men eg rokni lív mítt einki vert fyri meg sjálvan, bert eg kann enda skeið mítt og tænastuna, ið eg havi fingið frá Harranum Jesusi - at vitna um náðievangelium Guds. (VD)

Men eg meti lív mítt einkis vert fyri meg sjálvan, um eg bara má fullføra skeið mítt og ta tænastuna, sum eg fekk frá Harranum Jesusi: at vitna um gleðiboðskapin um Guðs náði. (JD)

Gerningar

Apostlanna

20:25


And now, behold, I know that ye all, among whom I have gone preaching the kingdom of God, shall see my face no more. (KJB)

Og nú, sí, eg veit at tit allir, hvørja millum eg havi gingið prædikandi kongadømi Guðs, skulu síggja andlit mítt ei meira. (F)

Og nú - eg veit, at tit fáa ikki andlit mítt at síggja aftur, øll tit, sum eg gekk ímillum og prædikaði ríkið. (VD)

Og nú, sí, eg veit, at tit ikki meira skulu síggja andlit mítt, allir tit, sum eg gekk ímillum og boðaði ríkið. (JD)

Gerningar

Apostlanna

20:28


Take heed therefore unto yourselves, and to all the flock, over the which the Holy Ghost hath made you overseers, to feed the church of God, which he hath purchased with his own blood. (KJB)

Gevið gætur tessvegna eftir tykkum sjálvum, og eftir øllum fylginum yvir hvørt Heilagi Andin hevur gjørt tykkum umsjónarmenn, at føða kirkju Guðs, sum hann hevur keypt við sínum egna blóði. (F)

Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði! (VD)

Gevið gætur um tykkum sjálvar og um alt tað fylgið, sum heilagi andin hevur sett tykkum sum tilsjónarmenn fyri, til at røkta Harrans* kirkjulið, sum hann hevur vunnið sær við sínum egna blóði. (JD)


*Mong handrit hava Guðs.

Gerningar

Apostlanna

20:32


And now, brethren, I commend you to God, and to the word of his grace, which is able to build you up, and to give you an inheritance among all them which are sanctified. (KJB)

Og nú, brøður, eg gevi tykkum yvir til Guðs, og til náðar-orðs hansara, hvørt er ført fyri at byggja tykkum upp, og at geva tykkum ein arv millum alra teirra sum eru halgaðir. (F)

Og nú gevi eg tykkum upp til Gud og náðiorð Hansara, Hann, sum er mentur at byggja tykkum upp og geva tykkum arvalut millum øll tey, sum halgað eru. (VD)

Og nú gevi eg tykkum yvir til Guðs og náðiorðs hansara, hann sum er mentur at uppbyggja tykkum og geva tykkum arvalut saman við øllum teimum, sum halgað eru. (JD)

Gerningar

Apostlanna

21:8


And the next day we that were of Paul's company departed, and came unto Caesarea: and we entered into the house of Philip the evangelist, which was one of the seven; and abode with him. (KJB)

Og næsta dagin, vit sum vóru av samlagi Paulusar, fóru avstað, og komu til Cæ-sa-re´-u: og vit fóru inn í húsið hjá Philippusi evangelisti, sum var ein av teim sjey; og vórðu verandi hjá honum. (F)

Dagin eftir fóru vit haðani og komu til Kesarea. Har fóru vit inn hjá Filip evangelisti - sum var ein av hinum sjey - og vórðu hjá honum. (VD)

Men dagin eftir fóru vit avstað haðan og komu til Kesareu, og vit fóru inn við hús hjá Filippusi evangelisti, sum var ein av teimum sjey, og vit vórðu verandi hjá honum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

21:9


And the same man had four daughters, virgins, which did prophesy. (KJB)

Og hin sami maður hevði fýra døtur, jomfrýr, hvørjar propheteraðu. (F)

Hann átti fýra ógiftar døtur, sum høvdu profetiska gávu. (VD)

Hann átti fýra ógiftar døtur, sum profeteraðu. (JD)

Gerningar

Apostlanna

21:10


And as we tarried there many days, there came down from Judaea a certain prophet, named Agabus. (KJB)

Og sum vit dvaldu har mangar dagar, kom tað oman frá Judæu ein ávísur prophetur, nevndur Ag´-a-bus. (F)

Vit steðgaðu nú har fleiri dagar. Tá kom oman úr Judea profetur, ið æt Agabus. (VD)

Men tá ið vit dvaldu har fleiri dagar, kom ein profetur oman frá Júdeu, Agabus at navni. (JD)

Gerningar

Apostlanna

21:20


And when they heard it, they glorified the Lord, and said unto him, Thou seest, brother, how many thousands of Jews there are which believe; and they are all zealous of the law: (KJB)

Og tá ið teir hoyrdu tað, dýrðmettu teir Harran, og søgdu við hann, Tú sært, bróðir, hvussu mong túsundir av Jødum tað eru sum trúgva; og teir eru allir vandlátir um lógina: (F)

Táið teir hoyrdu tað, prísaðu teir Gudi. So søgdu teir við hann: »Tú sært, bróðir, hvussu mangir túsund Jødar ið eru, sum hava tikið við trúgv, og teir eru allir ídnir fyri lógini. (VD)

Men tá ið teir hoyrdu tað, lovaðu teir Guði, og teir søgdu við hann: »Tú sært, bróðir, hvussu mong túsund tað eru av Jødunum, sum hava tikið við trúgv, og allir eru teir vandnir um lógina. (JD)

Gerningar

Apostlanna

21:22


What is it therefore? the multitude must needs come together: for they will hear that thou art come. (KJB)

Hvat er tessvegna at gera? mannfjøldin má neyðugt koma saman: tí tey vilja hoyra at tú ert komin. (F)

Hvat er nú at gera? Ið hvussu er, fer mongd av fólki at koma saman, tí tey fáa at frætta, at tú ert komin. (VD)

Hvat er tá at gera? (Ivaleyst man stór mannfjøld koma saman);* tí at tey fáa at frætta, at tú ert komin. (JD)


*() ikki í summum av teimum elstu handritunum.

Gerningar

Apostlanna

22:3


I am verily a man which am a Jew, born in Tarsus, a city in Cilicia, yet brought up in this city at the feet of Gamaliel, and taught according to the perfect manner of the law of the fathers, and was zealous toward God, as ye all are this day. (KJB)

Eg eri sanniliga ein maður sum eri ein Jødi, føddur í Tarsus, einum staði í Ci-li´-ci-u, tó aldur upp í hesum staði við føtur Ga-ma´-li-el-s, og lærdur samsvarandi við fullkomna háttalag fedralógarinnar, og var vandlátur mótvegis Guði, eins og tit allir eru henda dag. (F)

»Eg eri Jødi, føddur í Tarsus í Kilikia, men uppvaksin í hesum staði, upplærdur við føtur Gamaliels eftir fedralóg okkara í strangleika hennara. Eg var íðin fyri Gudi, sum tit allir eru í dag. (VD)

»Eg eri Jødi, føddur í Tarsus í Kilikíu, men aldur upp í hesum staði við føtur Gamaliels, upplærdur í strangleikanum eftir fedralógini, og eg var vandlátur fyri Guði, eins og tit allir eru í dag. (JD)

Gerningar

Apostlanna

22:9


And they that were with me saw indeed the light, and were afraid; but they heard not the voice of him that spake to me. (KJB)

Og teir sum vóru við mær sóu víst ljósið, og vórðu ræddir; men teir hoyrdu ikki røddina á honum sum talaði til mín. (F)

- Teir, ið við mær vóru, sóu ljósið, men hoyrdu ikki rødd Hansara, sum talaði við meg. (VD)

Teir, sum við mær vóru, sóu væl ljósið, men røddina, sum talaði til mín, hoyrdu teir ikki. (JD)

Gerningar

Apostlanna

22:16


And now why tarriest thou? arise, and be baptized, and wash away thy sins, calling on the name of the Lord. (KJB)

Og nú, hví drálart tú? reis teg, og verð doyptur, og tváa burtur syndir tínar, kallandi á navn Harrans. (F)

Og nú, hví drálar tú? Reis teg, lat teg doypa, og fá syndir tínar avtváaðar, táið tú ákallar navn Hansara!« (VD)

Og nú, hvørjum drálar tú eftir? Statt upp og lat teg verða doyptan og syndir tínar verða avtváaðar, og ákalla navn hansara!« (JD)

Gerningar

Apostlanna

22:20


And when the blood of thy martyr Stephen was shed, I also was standing by, and consenting unto his death, and kept the raiment of them that slew him. (KJB)

Og tá ið blóðið á Martýri tínum Stephani varð úthelt, stóð eg eisini hjá, og samtykti at deyða hansara, og varðaði búnað teirra ið drópu hann. (F)

Táið blóð Stefanusar, vitnis Tíns, varð úthelt, stóð eg sjálvur hjá og samtykti í tí og ansaði eftir klæðum teirra, sum drópu hann.« (VD)

Og tá ið blóðið av Stefani, vitni tínum, varð úthelt, var eg har hjá staddur, og eg hevði góðan hugnað í tí og ansaði eftir klæðunum hjá teimum, sum tóku hann av lívi.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

22:30


On the morrow, because he would have known the certainty wherefore he was accused of the Jews, he loosed him from his bands, and commanded the chief priests and all their council to appear, and brought Paul down, and set him before them. (KJB)

Um morgunin, av tí at hann vildi havt vitað vissuna um hvørsvegna hann varð ákærdur av Jødunum, loysti hann hann frá bondum hansara, og beyð høvuðsprestunum og øllum ráði teirra at birtast, og førdi Paulus oman, og setti hann frammi fyri teimum. (F)

Men við tað at hann vildi hava okkurt álítandi at vita um, hvat hann var klagaður fyri av Jødunum, læt hann hann dagin eftir loysa úr bondunum og gav boð, at høvuðsprestarnir og alt ráðið skuldi koma saman. So læt hann leiða Paulus oman og føra fram fyri teir. (VD)

Men dagin eftir, tá ið hann vildi fáa fulla greiðu á, hvat ið hann var klagaður fyri av Jødunum, slepti hann honum leysum og beyð, at høvuðsprestarnir og alt ráðið skuldu koma saman, og hann kom oman við Paulusi og førdi hann fram fyri teir. (JD)

Gerningar

Apostlanna

23:2


And the high priest Ananias commanded them that stood by him to smite him on the mouth. (KJB)

Og høvuðspresturin An-a-nï´-as beyð teimum sum stóðu hjá honum at sláa hann á munnin. (F)

Ánanias høvuðsprestur segði tá við teir, ið hjá honum stóðu, at teir skuldu sláa hann á munnin. (VD)

Men høvuðspresturin Ánanias beyð teimum, sum stóðu hjá honum, at sláa hann á munnin. (JD)

Gerningar

Apostlanna

23:6


But when Paul perceived that the one part were Sadducees, and the other Pharisees, he cried out in the council, Men and brethren, I am a Pharisee, the son of a Pharisee: of the hope and resurrection of the dead I am called in question. (KJB)

Men tá ið Paulus varnaðist at tann eini parturin vóru Sad-du-ce´-ar-ar, og hin Pharisearar, rópaði hann út í ráðinum, Menn og brøður, eg eri ein Phariseari, sonurin hjá einum Phariseara: um vónina og uppreisn av hinum deyðu eri eg kallaður í forhoyr. (F)

- Nú vitsti Paulus, at annar parturin av teimum var Saddukearar, og annar Farisearar. Tí rópti hann í ráðnum: »Tit menn, brøður! Eg eri Fariseari, sonur Fariseara; fyri vón og fyri uppreisn hinna deyðu er tað, eg verði dømdur!« (VD)

Men við tað at Paulus visti, at annar parturin av teimum vóru Saddukearar, og annar parturin Farisearar, rópaði hann í ráðinum: »Góðu menn og brøður! Eg eri Fariseari, sonur Fariseara; tað er fyri vón og fyri uppreisn av deyðum, at eg verði dømdur!« (JD)

Gerningar

Apostlanna

23:9


And there arose a great cry: and the scribes that were of the Pharisees' part arose, and strove, saying, We find no evil in this man: but if a spirit or an angel hath spoken to him, let us not fight against God. (KJB)

Og tað reis eitt mikið róp: og hinir skriftlærdu sum vóru í parti Pharisearanna risu, og stríddu, sigandi, Vit finna einkið ilt í hesum manni: men um ein andi ella ein eingil hevur talað til hansara, latum okkum ikki berjast ímóti Guði. (F)

Nú varð nógv róp; og nakrir skriftlærdir av Fariseara-flokkinum reistust, trættu harðliga og søgdu: »Vit finna einki ilt hjá hesum manni! Hvat, um tað nú var andi, ið talaði við hann, ella eingil!« (VD)

Nú kom stórt róp í, og nakrir av teimum skriftlærdu úr parti Farisearanna fóru á føtur og stríddust harðliga og søgdu: »Vit finna einki ilt hjá hesum manni. Men um nú ein andi ella ein eingil hevur talað til hansara?« (JD)

Gerningar

Apostlanna

23:10


And when there arose a great dissension, the chief captain, fearing lest Paul should have been pulled in pieces of them, commanded the soldiers to go down, and to take him by force from among them, and to bring him into the castle. (KJB)

Og tá ið tað reis ein mikil tvídráttur, fremsti herovastin, óttandi fyri bara ikki Paulus skuldi havt vorðið togaður í stykkir av teimum, beyð hermonnunum at fara oman, og at taka hann við valdi frá millum teirra, og at føra hann inn í borgina. (F)

Við tað at nú varð hart stríð, varð herhøvdingin ræddur fyri, at Paulus skuldi verða sundurskræddur av teimum; hann segði tí við herfólkið, at teir skuldu fara oman og taka hann frá teimum við valdi og føra hann inn í borgina. (VD)

Men tá ið nú gjørdist mikil tvídráttur, óttaðist herhøvdingin fyri, at Paulus skuldi verða skræddur sundur av teimum, og beyð herliðinum at fara oman og slíta hann leysan frá teimum og fara við honum inn í borgina. (JD)

Gerningar

Apostlanna

23:11


And the night following the Lord stood by him, and said, Be of good cheer, Paul: for as thou hast testified of me in Jerusalem, so must thou bear witness also at Rome. (KJB)

Og ta fylgjandi náttina stóð Harrin hjá honum, og segði, Ver við gott treyst, Paulus: tí eins og tú hevurt vitnað um meg í Jerusalem, soleiðis mást tú bera vitni eisini í Rom. (F)

Náttina eftir stóð Harrin fyri honum og segði: »Ver hugreystur! Sum tú hevur vitnað um Meg í Jerúsalem, skalt tú vitna um Meg í Róm við!« (VD)

Men náttina eftir stóð Harrin framman fyri honum og segði: »Hav tú gott treyst, tí at eins og tú hevur vitnað um meg í Jerúsalem, soleiðis eigur tú eisini at vitna í Róm.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

23:12


And when it was day, certain of the Jews banded together, and bound themselves under a curse, saying that they would neither eat nor drink till they had killed Paul. (KJB)

Og tá ið tað varð dagur, ávísir av Jødunum gingu saman í lið, og bundu seg sjálvar undir eina bølbiðing, sigandi at teir vildu hvørki eta ella drekka til teir høvdu dripið Paulus. (F)

Táið nú var vorðið dagur, tóku Jødarnir seg saman og bannaðu sær fyri, at teir skuldu hvørki leska vátt ella turt, fyrrenn teir høvdu dripið Paulus. (VD)

Men tá ið dagur kom, tóku Jødarnir seg saman og svóru dýrar eiðir um, at teir hvørki skuldu eta ella drekka, fyrr enn teir høvdu tikið Paulus av døgum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

23:15


Now therefore ye with the council signify to the chief captain that he bring him down unto you to morrow, as though ye would enquire something more perfectly concerning him: and we, or ever he come near, are ready to kill him. (KJB)

Nú, tessvegna tit saman við ráðinum gevið til kennar fyri fremsta herovastanum at hann føri hann oman til tykkara í morgin, sum um tit vildu fregnað okkurt meiri fullkomiliga viðvíkjandi honum: og vit, áður nakrantíð hann komi nær, eru til reiðar at drepa hann. (F)

Tí mugu tit nú saman við ráðnum lata herhøvdingan vita, at hann skal leiða hann oman til tykkara, sum at tit høvdu ætlað at granska mál hansara gjøllari. So halda vit okkum til reiðar at drepa hann, áðrenn hann kemur vegin fram.« (VD)

Nú skulu tit saman við ráðinum senda herhøvdinganum tey boð, at hann skal føra hann oman til tykkara, sum at tit vildu kanna um viðurskifti hansara enn gjøllari; men vit eru til reiðar at drepa hann, áðrenn hann er komin vegin fram.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

23:17


Then Paul called one of the centurions unto him, and said, Bring this young man unto the chief captain: for he hath a certain thing to tell him. (KJB)

Tá kallaði Paulus ein av hundraðsovastunum til sín, og segði, Før henda unga mann til fremsta herovastans: tí hann hevur nakað ávíst at siga honum. (F)

Tá rópti Paulus ein høvuðsmannin og segði: »Far við hesum unga manni til herhøvdingan! Hann hevur nakað at siga honum.« (VD)

Men Paulus kallaði ein av høvuðsmonnunum til sín og segði: »Far tú við hesum unga manninum til herhøvdingan, tí at hann hevur eini boð til hansara.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

23:30


And when it was told me how that the Jews laid wait for the man, I sent straightway to thee, and gave commandment to his accusers also to say before thee what they had against him. Farewell. (KJB)

Og tá ið tað varð sagt mær hvussu ið Jødarnir lógu á lúr eftir manninum, sendi eg beinanveg til tín, og gav ákærarum hansara boð eisini at siga frammi fyri tær hvat teir høvdu ímóti honum. Farvæl. (F)

Men við tað at mær eru send boð um, at Jødarnir hava lagt svikaráð móti manninum, sendi eg hann við tað sama til tín. Eg havi eisini sagt við teir, ið hava klagu móti honum, at teir skulu flyta fram fyri teg tað, sum teir hava at siga.« (VD)

Men tá ið eg havi fingið at vita av, at Jødarnir hava svikalistir í umbúnaði móti manninum, sendi eg hann alt fyri eitt til tín, og havi eg eisini boðið klagumonnunum at flyta fram fyri teg tað, sum teir hava at siga.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

23:32


On the morrow they left the horsemen to go with him, and returned to the castle: (KJB)

Um morgunin yvirlótu teir reiðmenninar at fara við honum, og vendu aftur til slottsins: (F)

Dagin eftir lótu teir hestmenninar fara longur við honum og fóru sjálvir aftur til borgina. (VD)

Men dagin eftir lótu teir reiðmenninar fara longur við honum og vendu sjálvir aftur til borgina. (JD)

Gerningar

Apostlanna

23:35


I will hear thee, said he, when thine accusers are also come. And he commanded him to be kept in Herod's judgment hall. (KJB)

Eg vil hoyra teg, segði hann, tá ið ákærarar tínir eru eisini komnir. Og hann beyð hann at verða hildnan í dómshøll He-ró´-des-ar. (F)

»Eg skal taka teg til avhoyringar, táið eisini teir koma, sum hava klagu móti tær.« Síðani segði hann, at hann skuldi verða settur fastur í borg Heródesar. (VD)

»Eg skal taka teg í forhoyr, so skjótt sum eisini klagumenn tínir eru higar komnir.« Og hann beyð, at hann skuldi verða hildin í varðhaldi í Heródesar-borgini. (JD)

Gerningar

Apostlanna

24:6


Who also hath gone about to profane the temple: whom we took, and would have judged according to our law. (KJB)

Hvør eisini hevur gingið um fyri at vanhalga templið: hvønn vit tóku, og vildu havt dømt samsvarandi við lóg okkara. (F)

Eisini hevur hann roynt at vanhalga templið. Vit tóku hann tí og ætlaðu at døma hann eftir lóg okkara; (VD)

Hann hevur meira at siga roynt at vanhalga halgidómin; og vit tóku hann tá (og ætlaðu at døma hann eftir lóg okkara. (JD)

Gerningar

Apostlanna

24:7


But the chief captain Lysias came upon us, and with great violence took him away out of our hands, (KJB)

Men fremsti herovastin Lýs-i-as kom uppá okkum, og við miklum harðskapi tók hann burtur út úr hondum okkara, (F)

men Lýsias herhøvdingi gjørdi mikið yvirgangsverk: Hann kom til og tók hann úr hondum okkara. (VD)

Men Lýsias herhøvdingin kom til og førdi hann burtur úr hondunum á okkum við stórari valdsgerð, (JD)

Gerningar

Apostlanna

24:8


Commanding his accusers to come unto thee: by examining of whom thyself mayest take knowledge of all these things, whereof we accuse him. (KJB)

Bjóðandi ákærarum hans at koma til tín: við rannsakan av hvørjum tú sjálvur kanst nema kunnleika um allar hesar lutir, hvarum vit ákæra hann. (F)

Og hann segði, at teir, ið høvdu klagu móti honum, skuldu koma til tín; frá honum kanst tú sjálvur, um tú granskar málið, fáa alt at vita, sum vit klaga hann fyri.« (VD)

og hann beyð klagumonnum hansara at koma til tín)*; og av honum kanst tú, tá ið tú sjálvur sóknast eftir, fáa kunnugleika um alt tað, sum vit klaga hann fyri.« (JD)


*Orðini í () standa ikki í teimum mætastu handritunum.

Gerningar

Apostlanna

24:14


But this I confess unto thee, that after the way which they call heresy, so worship I the God of my fathers, believing all things which are written in the law and in the prophets: (KJB)

Men hetta játti eg tær, at eftir tí veginum sum teir kalla ranglæra, soleiðis tilbiði eg Guð fedra mína, trúgvandi øllum lutum sum eru skrivaðir í lógini og í prophetunum: (F)

Men tað gangi eg við fyri tær, at eftir tí vegi, sum teir kalla villuflokk, tæni eg so Gudi fedra mína, at eg trúgvi øllum tí, sum skrivað er í lógini og profetunum, (VD)

Men hetta viðgangi eg fyri tær, at eftir tí vegi, sum teir kalla ein stakflokk, tæni eg soleiðis Guði fedra vára, at eg trúgvi øllum tí, sum stendur í lógini, og tí, sum er skrivað hjá profetunum, (JD)

Gerningar

Apostlanna

24:15


And have hope toward God, which they themselves also allow, that there shall be a resurrection of the dead, both of the just and unjust. (KJB)

Og havi vón mótvegis Guði, hvat teir sjálvir eisini viðurkenna, at tað skal verða ein uppreisn av hinum deyðu, bæði av hinum rættvísu og órættvísu. (F)

og havi ta vón til Gud - tað vænta hesir við sjálvir - at uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum. (VD)

og havi ta vón til Guðs, sum teir sjálvir eisini hava í væntan, at uppreisn skal koma at verða bæði av rættvísum og órættvísum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

24:20


Or else let these same here say, if they have found any evil doing in me, while I stood before the council, (KJB)

Ella annars lat hesar somu her siga, um teir havi funnið nakra illa gerð í mær, meðan eg stóð frammi fyri ráðinum, (F)

Ella lat hesar sjálvar siga, hvønn órætt teir funnu hjá mær, táið eg stóð fyri ráðnum (VD)

Ella lat hesar sjálvar siga, hvørja søk teir hava funnið hjá mær, tá ið eg stóð fyri ráðinum; (JD)

Gerningar

Apostlanna

24:22


And when Felix heard these things, having more perfect knowledge of that way, he deferred them, and said, When Lysias the chief captain shall come down, I will know the uttermost of your matter. (KJB)

Og tá ið Felix hoyrdi hesar lutir, havandi meiri fullkomnan kunnleika um tann vegin, útsetti hann teir, og segði, Tá ið Lýs´-i-as fremsti herovastin skal koma oman, vil eg vita hitt evsta um mál tykkara. (F)

Men Feliks - sum fullvæl vitsti um vegin - setti málið út og segði: »Táið Lýsias herhøvdingi kemur higar oman, skal eg granska søk tykkara.« (VD)

Men Feliks frestaði málinum, av tí at hann visti gjøllari um vegin, og hann segði: »Tá ið Lýsias, herhøvdingin, kemur oman higar, skal eg gera mál tykkara av.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

24:23


And he commanded a centurion to keep Paul, and to let him have liberty, and that he should forbid none of his acquaintance to minister or come unto him. (KJB)

Og hann beyð einum hundraðsovasta at varða Paulus, og at lata hann fáa sømdir, og at hann skuldi sýta ongum av kunningum hansara at tæna honum ella koma til hansara. (F)

Og hann beyð høvuðsmanninum, at hann skuldi sita fastur, men tó so, at hann hevði frið, og at hann mátti ikki forða nøkrum av hansara egnu at koma og vera honum til tænastu. (VD)

Og hann beyð høvuðsmonnunum at halda honum í varðhaldi og lata hann fáa náðir og ikki forða nøkrum av hansara egnu at veita honum ein beina. (JD)

Gerningar

Apostlanna

24:24


And after certain days, when Felix came with his wife Drusilla, which was a Jewess, he sent for Paul, and heard him concerning the faith in Christ. (KJB)

Og eftir ávísar dagar, tá ið Felix kom við konu síni Dru-sil´-lu, sum var ein Jødinna, sendi hann eftir Paulusi, og hoyrdi hann viðvíkjandi trúnni á Christ. (F)

Nakrar dagar eftir kom Feliks við konu síni, Drusillu, sum var jødisk; hann sendi so boð eftir Paulusi og hoyrdi hann um trúnna á Kristus Jesus. (VD)

Tá ið nakrir dagar vóru farnir, kom Feliks við Drusillu, konu síni, sum var av Jøda ætt, og sendi boð eftir Paulusi, og lýddi á talu hansara um trúnna á Krist Jesus. (JD)

Gerningar

Apostlanna

24:26


He hoped also that money should have been given him of Paul, that he might loose him: wherefore he sent for him the oftener, and communed with him. (KJB)

Hann vónaði eisini at peningur skuldi havt verðið givin honum av Paulusi, at hann mátti loysa hann: hvørsvegna hann sendi eftir honum tess oftari, og samtaði við hann. (F)

Hann vónaði eisini, at hann skuldi fáa pening frá Paulusi; tí læt hann hann eisini oftari føra til sín og tosaði við hann. (VD)

Eisini gjørdi hann sær vón um, at hann skuldi fáa pengar av Paulusi; tí var tað eisini, at hann oftari sendi boð eftir honum og talaði við hann. (JD)

Gerningar

Apostlanna

25:1


Now when Festus was come into the province, after three days he ascended from Caesarea to Jerusalem. (KJB)

Nú, tá ið Festus var komin inn í ríkispartin, eftir tríggjar dagar steig hann niðan úr Cæ-sa-re´-u til Jerusalem. (F)

Tríggjar dagar eftir at Festus hevði tikið við landshøvdingaembætinum, fór hann úr Kesarea niðan til Jerúsalem. (VD)

Tá ið Festus hevði tikið við landshøvdingaembæti sínum, fór hann tríggjar dagar aftaná niðan til Jerúsalem frá Kesareu. (JD)

Gerningar

Apostlanna

25:6


And when he had tarried among them more than ten days, he went down unto Caesarea; and the next day sitting on the judgment seat commanded Paul to be brought. (KJB)

Og tá ið hann hevði dvalt millum teirra meira enn tíggju dagar, fór hann oman til Cæ-sa-re´-u; og næsta dagin sitandi á dómstólinum beyð Paulus at verða fingnan. (F)

Táið hann nú hevði verið hjá teimum ikki meir enn átta ella tíggju dagar, fór hann til Kesarea. Dagin eftir setti hann seg á dómstólin og beyð, at Paulus skuldi verða førdur fram. (VD)

Men tá ið hann hevði steðgað hjá teimum í mesta lagi átta ella tíggju dagar, fór hann oman til Kesareu; og dagin eftir settist hann á dómstólin og beyð, at Paulus skuldi verða førdur fram. (JD)

Gerningar

Apostlanna

25:16


To whom I answered, It is not the manner of the Romans to deliver any man to die, before that he which is accused have the accusers face to face, and have licence to answer for himself concerning the crime laid against him. (KJB)

Til hvørja eg svaraði, Tað er ikki háttalag Romverjanna at geva nakran mann yvir at doyggja, áður enn at hann sum er ákærdur havi ákærararnar andlit til andlits, og havi loyvi at svara fyri sær viðvíkjandi brotsgerðini lagdari ímóti honum. (F)

Eg svaraði teimum, at Rómverjar eru ikki vanir at geva mann nøkrum í hendur bert fyri at gera teimum til vildar, men at hin klagaði má fyrst standa andlit til andlit við klagararnar, so hann fær høvi at verja seg móti klaguni. (VD)

Eg svaraði teimum, at tað var ikki siður hjá Rómverjum at geva nakran mann upp bert fyri at gera onkrum eftir vild, fyrr enn hin ásakaði hevði havt klagumenninar fyri eygunum á sær og fingið føri til at verja seg móti ásakanini. (JD)

Gerningar

Apostlanna

25:19


But had certain questions against him of their own superstition, and of one Jesus, which was dead, whom Paul affirmed to be alive. (KJB)

Men høvdu ávísar spurningar ímóti honum um teirra egnu pátrúgv, og um ein Jesus, sum var deyður, hvønn Paulus váttaði at vera livandi. (F)

teir høvdu bert nakrar stríðsspurningar við hann um sína egnu gudsdýrkan og um ein Jesus, sum deyður er, men sum Paulus segði, livir. (VD)

men teir høvdu nøkur trætumál við hann um teirra egnu gudsdýrkan og um ein Jesus, sum var deyður, men sum Paulus segði liva. (JD)

Gerningar

Apostlanna

26:6


And now I stand and am judged for the hope of the promise made of God unto our fathers: (KJB)

Og nú standi eg og verði dømdur fyri vónina um ta fyrijáttan gjørd fedrum várum av Guði: (F)

Og nú standi eg her og skal verða dømdur fyri vónina um lyftið, ið av Gudi er givið fedrunum, (VD)

Og nú standi eg her og verði søktur fyri vónina um ta fyrijáttan, sum av Guði varð givin fedrum okkara, (JD)

Gerningar

Apostlanna

26:26


For the king knoweth of these things, before whom also I speak freely: for I am persuaded that none of these things are hidden from him; for this thing was not done in a corner. (KJB)

Tí kongur veit um hesar lutir, frammi fyri hvørjum eg eisini tali frítt: tí eg eri sannførdur at eingir av hesum lutum eru fjaldir fyri honum; tí hesin lutur varð ikki gjørdur í einum úthorni. (F)

Kongur veit um hetta, og við hann tali eg djarvur; tí eg eri vísur í, at einki av hesum er honum ókunnigt; hetta hevur jú ikki hent í avkróki! (VD)

Tí at kongurin hevur greiðu á hesum, og til hansara tali eg við góðum treysti; tí at eg hugsi ikki, at nakað av hesum er dult fyri honum, tí at ikki hevur hetta tilborist í einum avbýli. (JD)

Gerningar

Apostlanna

26:30


And when he had thus spoken, the king rose up, and the governor, and Bernice, and they that sat with them: (KJB)

Og tá ið hann svá hevði talað, reis upp kongur, og landsstjórin, og Ber-ni´-ce, og tey sum sótu við teim. (F)

Kongurin reistist nú, og landshøvdingin og Berenike og tey, sum sótu har saman við teimum. (VD)

Tá reistist kongurin og landshøvdingin og Berenike og tey, sum sótu saman við teimum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

27:11


Nevertheless the centurion believed the master and the owner of the ship, more than those things which were spoken by Paul. (KJB)

Hóast hetta trúði hundraðs-ovastin stýrimanninum og eigara skipsins, meir enn teimum lutum sum vórðu talaðir av Paulusi. (F)

Men høvuðsmaðurin setti meiri lít til stýrimannin og skiparan enn til tað, ið Paulus segði. (VD)

Men høvuðsmaðurin hevði betri álit á stýrimanninum og skiparanum enn á tí, sum Paulus segði. (JD)

Gerningar

Apostlanna

27:17


Which when they had taken up, they used helps, undergirding the ship; and, fearing lest they should fall into the quicksands, strake sail, and so were driven. (KJB)

Hvønn, tá ið teir høvdu tikið upp, brúktu teir hjálparmidlar, undirgyrðandi skipið; og, óttandi bara ikki teir skuldu falla inn í kyksendini, strikaðu segl, og so vórðu riknir. (F)

Táið teir høvdu tikið hann inn, tóku teir til bjargingarráð og løgdu tog um skipið. Og við tað at teir óttaðust fyri, at teir skuldu reka niður á Sýrtuna, løgdu teir seglið og róku so. (VD)

Tá ið teir høvdu drigið hann inn, tóku teir tað til ráða at royna at bjarga og løgdu tog um skipið; og við tað at teir óttaðust fyri, at teir skuldu dríva suður í Sýrtuna, strikaðu teir seglini og lótu so reka. (JD)

Gerningar

Apostlanna

27:19

And the third day we cast out with our own hands the tackling of the ship. (KJB)

Og hin triðja dagin kastaðu vit út við okkara egnu hondum skipsgreiðurnar.

Triðja dagin kastaðu vit við egnum hondum skipsgreiðurnar út. (VD)

og triðja dagin kastaðu teir við egnum hondum skipsgreiðurnar út. (JD)

Gerningar

Apostlanna

27:34

Wherefore I pray you to take some meat: for this is for your health: for there shall not an hair fall from the head of any of you. (KJB)

Hvørsvegna eg biði tykkum at fáa tykkum nakað av mati: tí hetta er fyri heilsu tykkara: tí tað skal ikki eitt hár falla frá høvdinum á nøkrum tykkara. (F)

Eg biði tykkum tí fáa tykkum at eta; tað hoyrir við til bjarging tykkara. Tí ikki skal hár falla av høvdi nakars tykkara.« (VD)

Tí biði eg tykkum fáa tykkum at eta; tí at hetta er tykkum til bjargingar. Tí at ikki skal hár á høvdi skalast á nøkrum tykkara.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

27:43

But the centurion, willing to save Paul, kept them from their purpose; and commanded that they which could swim should cast themselves first into the sea, and get to land: (KJB)

Men hundraðsovastin, viljugur at bjarga Paulusi, helt teir frá ráði teirra; og beyð at teir sum dugdu at svimja skuldu kasta seg fyrstar inn í sjógvin, og koma sær til lands: (F)

Men høvuðsmaðurin - sum vildi bjarga Paulusi - forðaði teimum í hesum, sum teir ætlaðu, og segði, at teir, ið dugdu at svimjà, skuldu fyrstir leypa á sjógvin og koma sær á land; (VD)

Men høvuðsmaðurin, sum vildi bjarga Paulusi, forðaði teimum í hesi ætlan teirra og beyð, at teir, sum dugdu at svimja, skuldu leypa á sjógvin og fyrstir sleppa sær á land, (JD)

Gerningar

Apostlanna

28:1


And when they were escaped, then they knew that the island was called Melita. (KJB)

Og tá ið teir vóru komnir undan, tá vitstu teir at oyggin varð kallað Me-li´-ta. (F)

Táið vit nú vóru bjargaðir, fingu vit at vita, at oyggin æt Malta. (VD)

Og tá vit nú vóru bjargaðir, fingu vit at vita, at oyggin æt Malta. (JD)

Gerningar

Apostlanna

28:9


So when this was done, others also, which had diseases in the island, came, and were healed: (KJB)

So tá ið hetta var gjørt, onnur eisini, sum høvdu sjúkdómar á oynni, komu og vórðu grødd: (F)

Táið hetta hevði hent, komu eisini hini har í oynni, sum sjúkur høvdu, og vórðu grødd. (VD)

Og tá ið hetta hevði tilborist, komu eisini hini á oynni, sum høvdu sjúkdómar, til hansara og vórðu grødd. (JD)

Gerningar

Apostlanna

28:16


And when we came to Rome, the centurion delivered the prisoners to the captain of the guard: but Paul was suffered to dwell by himself with a soldier that kept him. (KJB)

Og tá ið vit komu til Rom, fekk hundraðsovastin lívvarðar-ovastanum fangarnar: men Paulusi varð loyvt at dvøljast fyri seg sjálvan við einum hermanni sum varðaði hann. (F)

Táið vit nú vóru komnir til Róm, gav høvuðsmaðurin fangarnar upp til høvdingan fyri lívvaktini; tó slapp Paulus at búgva fyri seg sjálvan saman við hermanninum, ið helt vakt yvir honum. (VD)

Og tá ið vit so vóru komnir inn í Róm, (flýddi høvuðsmaðurin høvdinganum fyri lívvaktini fangarnar; tó)* fekk Paulus loyvi at búgva fyri seg sjálvan saman við tí hermanninum, sum helt vakt yvir honum. (JD)


*Orðini í () standa ikki í teimum elstu handritunum.

Gerningar

Apostlanna

28:23


And when they had appointed him a day, there came many to him into his lodging; to whom he expounded and testified the kingdom of God, persuading them concerning Jesus, both out of the law of Moses, and out of the prophets, from morning till evening. (KJB)

Og tá ið teir høvdu útnevnt honum ein dag, komu tað mangir til hansara inn í herbergi hansara; fyri hvørjum hann útlegði og vitnaði kongadømi Guðs, sannførandi teir viðvíkjandi Jesusi, bæði út frá Móselógini, og út frá prophetunum, frá morgni til kvølds. (F)

Teir ásettu so dag við hann, og tá komu teir fjølmentari til hansara í herbergið; hann útlegði tá fyri teimum og vitnaði um ríki Guds og royndi at sannføra teir viðvíkjandi Jesusi, út av Móselóg og profetunum, frá árla á morgni líka til kvølds. (VD)

Tá ið teir so høvdu avrátt ein dag við hann, komu teir til hansara í herbergi hansara fleiri í tali, og fyri teimum greiddi hann og vitnaði um Guðs ríki og royndi at sannføra teir um Jesus bæði út av Móselógini og profetunum, frá tíðliga á morgni til kvølds. (JD)

Gerningar

Apostlanna

28:25


And when they agreed not among themselves, they departed, after that Paul had spoken one word, Well spake the Holy Ghost by Esaias the prophet unto our fathers, (KJB)

Og tá ið teir samdust ikki sín ámillum, fóru teir avstað, eftir at Paulus hevði talað eitt orð, Væl talaði Heilagi Andin við E-sai´-as-i propheti til fedra vára, (F)

Teir fóru so frá honum, ósamdir sín ámillum, eftir at Paulus hevði sagt hetta eina orð: »Rætt talaði Heilagi Andin við Esaiasi profeti til fedrar tykkara, (VD)

Og í ósemju sín ámillum fóru teir avstað, tá ið Paulus hevði sagt hetta eina orðið: »Beint talaði heilagi andin við Jesaja profeti til fedrar tykkara, (JD)

Gerningar

Apostlanna

28:29


And when he had said these words, the Jews departed, and had great reasoning among themselves. (KJB)

Og tá ið hann hevði sagt hesi orðini, fóru Jødarnir avstað, og høvdu mikla umráðing sín ámillum. (F)

Táið hann hetta hevði sagt, fóru Jødarnir avstað, og teir trættu ógvuliga hvør við annan. (VD)

[Og tá ið hann hevði sagt hetta, fóru Jødarnir avstað, og teir høvdu stórt orðstríð sín ámillum.]* (JD)


*Hetta versið stendur ikki í teimum mætastu handritunum.

Gerningar

Apostlanna

28:31


Preaching the kingdom of God, and teaching those things which concern the Lord Jesus Christ, with all confidence, no man forbidding him. (KJB)

Prædikandi kongadømi Guðs, og frálærandi teir lutir sum viðvíkja Harranum Jesusi Christi, við øllum frímóði, eingin maður sýtandi honum. (F)

og hann prædikaði ríki Guds og lærdi um Harran Jesus við øllum dirvi, óhindraður. (VD)

og hann boðaði um Guðs ríki og talaði um Harran Jesus Krist við øllum treystleika, uttan hindurs. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher