3. Jóhannes

1:1


Joh 14:6

The elder unto the wellbeloved Gaius, whom I love in the truth. (KJB)

Hin elsti til hin háttelskaða Gaius, sum eg elski í sannleikanum. (FKJ)

Hin elsti - til Gajus, hin elskaða, sum eg av sonnum elski. (VD)

Hin elsti til hin elskaða Gajus, sum eg elski í sannleika. (JD)

3. Jóhannes

1:6

Which have borne witness of thy charity before the church: whom if thou bring forward on their journey after a godly sort, thou shalt do well: (KJB)

Sum hava borið vitnisburð um tína vælvild frammi fyri kirkjuni: hvørjar, um tú føri áfram á teirra ferð eftir einum gudligum máta, skalt tú gera væl: (FKJ)

Teir hava fyri samkomuni vitnað um kærleika tín. Og tú gert væl í at hjálpa teimum á veg, soleiðis sum Gudi er verdigt; (VD)

og teir hava vitnað fyri kirkjufólkinum um kærleika tín; og tú gert væl í at fremja ferð teirra, soleiðis sum tað er sámiligt fyri Guði; (JD)

3. Jóhannes

1:8

We therefore ought to receive such, that we might be fellowhelpers to the truth. (KJB)

 Vit, tessvegna, áttu at taka ímóti slíkum, at vit máttu verið felags hjálparar fyri sannleikanum. (FKJ)

Skylda okkara er tí at taka okkum av slíkum, so vit kunnu verða samverkamenn sannleikans. (VD)

Av teirri grund eiga vit at taka okkum av slíkum monnum, fyri at vit kunnu verða arbeiðisfelagar fyri sannleikanum. (JD)

3. Jóhannes

1:10

Wherefore, if I come, I will remember his deeds which he doeth, prating against us with malicious words: and not content therewith, neither doth he himself receive the brethren, and forbiddeth them that would, and casteth them out of the church. (KJB)

Hvørsvegna, um eg komi, vil eg minnast hansara gerðir sum hann ger, prátandi ímóti okkum við illviljasomum orðum : og ikki nøgdur harvið, eiheldur sjálvur tekur hann ímóti brøðrunum, og noktar teimum sum vildu, og kastar teir út úr kirkjuni. (FKJ)

Eg skal tí, táið eg komi, minna um verkini, ið hann ger, hvussu hann baktalar okkum við illum orðum. Og hetta er honum ikki nóg mikið; nei - fyrst tekur hann ikki sjálvur ímóti brøðrunum, og síðani forðar hann teimum, ið vilja gera tað, og koyrir tey úr samkomuni. (VD)

Av teirri grund ætli eg, tá ið eg komi, at minna á teir gerningar, sum hann ger, við tað at hann baktalar okkum við illum orðum; og ikki nøgdur við hetta, tekur hann ikki sjálvur ímót brøðrunum, og teimum, sum vilja gera tað, forðar hann og koyrir tey út úr kirkjuliðinum. (JD)

3. Jóhannes

1:14

But I trust I shall shortly see thee, and we shall speak face to face. Peace be to thee. Our friends salute thee. Greet the friends by name. (KJB)

Men eg líti á, at eg skal brátt sjá teg, og vit skulu tala andlit til andlits. Friður veri til tín. Okkara vinir lata heilsa tær. Heilsa vinunum viðˆ navni. (FKJ)

Men eg vóni skjótt at fáa teg at síggja, og tá skulu vit tala munnliga saman. / Friður veri við tær! Vinirnir lata heilsa tær. Heilsa vinunum við navni! (VD)

Men eg vóni skjótt at síggja teg, og tá skulu vit munnliga tala saman. / Friður veri við tær. Vinirnir lata heilsa tær. Heilsa tú vinunum, hvørjum einsæris. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher