2. Timotheus

1:7

For God hath not given us the spirit of fear; but of power, and of love, and of a sound mind. (KJB)

Tí at Guð hevur ikki givið okkum anda ótta; men kraftar, og kærleiks, og av einum sunnum sinni. (FKJ)

Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis. (VD)

Tí at ikki gav Guð okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemis anda. (JD)

2. Timotheus

1:9

Who hath saved us, and called us with an holy calling, not according to our works, but according to his own purpose and grace, which was given us in Christ Jesus before the world began, (KJB)

Sum hevur frelst okkum, og kallað okkum við heilagari kallan, ikki samsvarandi við verk? okkara, men samsvarandi við sína egnu fyriætlan og náði, sum varð givin okkum í Christi Jesusi áðrenn verøldin byrjaði, (FKJ)

sum frelsti okkum og kallaði okkum við heiløgum kalli, ikki eftir verkum okkara, men eftir tí, sum Hann sjálvur hevði sett Sær fyri, og eftir náðini, sum okkum varð givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum, (VD)

hann sum frelsti okkum og kallaði okkum við heilagum kalli, ikki eftir gerningum okkara, men eftir síni egnu ráðagerð og náðini, sum okkum er givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum, (JD)

2. Timotheus

1:11

Whereunto I am appointed a preacher, and an apostle, and a teacher of the Gentiles. (KJB)

Hvarat eg eri útnevndur ein prædikumaður, og ein ápostul, og ein lærari av Heidningunum. (FKJ)

til at boða evangeliið eri eg settur prædikari, ápostul og lærari heidninga. (VD)

sum eg eri settur at vera boðberi og ápostul og lærari fyri. (JD)

2. Timotheus

2:12

If we suffer, we shall also reign with him: if we deny him, he also will deny us: (KJB)

Um vit líða, skulu vit eisini ráða við honum : um vit avnokta hann, vil hann eisini avnokta okkum: (FKJ)

halda vit út, skulu vit eisini ráða við Honum; avnokta vit, skal eisini Hann avnokta okkum; (VD)

halda vit út, skulu vit eisini ráða við honum; avnokta vit, skal hann eisini avnokta okkum; (JD)

2. Timotheus

2:13

If we believe not, yet he abideth faithful: he cannot deny himself. (KJB)

Um vit trúgva ikki, hann verður verandi trúgvur: hann kann ikki avnokta seg sjálvan. (FKJ)

eru vit ótrúgv, verður Hann tó verandi trúgvur, tí avnokta Seg sjálvan kann Hann ikki. (VD)

eru vit ótrúgvir, verður hann tó trúgvur; tí at seg sjálvan kann hann ikki avnokta. (JD)

2. Timotheus

2:14

Of these things put them in remembrance, charging them before the Lord that they strive not about words to no profit, but to the subverting of the hearers. (KJB)

Um hesi tingini set teir í endurminning, áleggjandi teimum frammi fyri Harranum, at teir stríði ikki um orð? at ongum gagni, men til umkollkoyringina av hoyrarunum. (FKJ)

Minn á hetta, og vitna fyri ásjón Harrans, at tey mugu ikki stríðast um orð - til ongan bata, men teimum til oyðing, sum hoyra! (VD)

Minn á hetta, við tað at tú leggur teimum dýran við fyri ásjón Guðs ikki at liggja í orðadrátti, sum einki gagn er í, men er til oyðileggingar fyri tey, sum hoyra tað. (JD)

2. Timotheus

2:15

Study to shew thyself approved unto God, a workman that needeth not to be ashamed, rightly dividing the word of truth. (KJB)

Studera at sýna teg sjálvan viðurkendan yvirfyri Guði, ein verkamann sum tarvast ikki at skammast, rættliga deilandi sannleiks-orðið. (FKJ)

Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt! (VD)

Legg tær eina við at sýna teg sjálvan sum fullroyndan fyri Guði, ein arbeiðismann, sum ikki tørvar at skammast, sum fer reiðuliga um sannleiksorðið. (JD)

2. Timotheus

2:19

Nevertheless the foundation of God standeth sure, having this seal, The Lord knoweth them that are his. And, Let every one that nameth the name of Christ depart from iniquity. (KJB)

Hóast hetta, grundvøllur Guðs stendur tryggur, havandi hetta innsigli, Harrin kennir teir sum eru hansara. Og, Lat hvønn tann, sum nevnir navn Christs, víkja frá misgerð. (FKJ)

Tó, fasti grundvøllur Guds stendur og hevur hetta innsigli: »Harrin kennir Síni«, og: »Hvør tann, sum nevnir navn Harrans, haldi seg frá órættvísi(VD)

Men Guðs fasti grundvøllur stendur og hevur hetta innsiglið: »Harrin kennir síni« og »Hvør tann, sum nevnir navn Harrans, skal halda sær frá órættvísi(JD)

2. Timotheus

3:2

For men shall be lovers of their own selves, covetous, boasters, proud, blasphemers, disobedient to parents, unthankful, unholy, (KJB)

Tí at menn skulu vera elskarar síns egna sjálvs, ágirndarsamir, reyparar, hugmóðigir, Guðsspottarar, óhoyriligir móti foreldrum, ótakksamir, vanheilagir, (FKJ)

Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheiløg, (VD)

tí at menniskjuni skulu vera sjálvkær, peningagramm, reypsom, hástór, spottsom, óhoyrilig móti foreldrum, ótakksom, vanheilag, (JD)

2. Timotheus

3:3

Without natural affection, trucebreakers, false accusers, incontinent, fierce, despisers of those that are good, (KJB)

Uttan náttúrligan alsk, sáttmálabrótarar, falskir ákærarar, ósærstýrligir, harðligir, vanvirðarar av teim sum eru góðir, (FKJ)

kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða, (VD)

kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, óhóvsom, ólátað, ikki elskandi tað, sum gott er, (JD)

2. Timotheus

3:10

But thou hast fully known my doctrine, manner of life, purpose, faith, longsuffering, charity, patience, (KJB)

Men tú hevurt til fulnar kent mína Guðslæru, lívsførslu, endamál, trúgv, langmóð, vælvild, tolmóð, (FKJ)

Men tú hevur fylgt mær eftir, í læru, í atburði, í ætlan, í trúgv, í langmóði, í kærleika, í toli, (VD)

Men tú hevur fylgt mær eftir í læru, í atferð, í ráðum, í trúgv, í langmóði, í kærleika, í toli, (JD)

2. Timotheus

3:16

All scripture is given by inspiration of God, and is profitable for doctrine, for reproof, for correction, for instruction in righteousness: (KJB)

Øll skrift er givin við íblástri av Guði, og er gagnlig til Guðslæru, til írættaseting, til rættleiðing, til undirvísing í rættvísi: (FKJ)

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, (VD)

Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi, (JD)

2. Timotheus

4:1

I charge thee therefore before God, and the Lord Jesus Christ, who shall judge the quick and the dead at his appearing and his kingdom; (KJB)

Eg áleggi tær tí frammi fyri Guði, og Harranum Jesusi Christi, hvør døma skal hinar livandi og hinar deyðu við birting sína og kongadømi sítt; (FKJ)

Eg vitni fyri Gudi og fyri Kristi Jesusi, sum skal døma livandi og deyð, og við opinbering og ríki Hansara: (VD)

Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guðs og Krists Jesu, sum døma skal livandi og deyð, og við opinbering hansara og ríki hansara: (JD)

2. Timotheus

4:3

For the time will come when they will not endure sound doctrine; but after their own lusts shall they heap to themselves teachers, having itching ears; (KJB)

Tí at tann tíð vil koma, tá ið teir vilja ikki úthalda heilnæma Guðslæru; men eftir sínum egnu lystum skulu teir hópa til sín sjálvs frálærarar, havandi skriðandi oyru; (FKJ)

Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni; (VD)

Tí at tann tíð skal koma, tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, soleiðis sum tað kitlar teir í oyruni, (JD)

2. Timotheus

4:16

At my first answer no man stood with me, but all men forsook me: I pray God that it may not be laid to their charge. (KJB)

Við mítt fyrsta rættarsvar stóð eingin maður hjá mær, men allir menn yvirgóvu meg: eg biði Guð, at tað má ikki verða lagt til teirra rokning. (FKJ)

Fyrstu ferð eg vardi meg, kom eingin mær til hjálpar, nei, øll sviku meg - hevði tað ikki verðið teimum tilroknað! (VD)

Í fyrstu málsvørn míni kom eingin mær til hjálpar, men allir fóru frá mær. Gævi, at tað ikki má verða teimum tilroknað! (JD)

2. Timotheus

4:18

And the Lord shall deliver me from every evil work, and will preserve me unto his heavenly kingdom: to whom be glory for ever and ever. Amen. (KJB)

Og Harrin skal útfría meg frá hvørjum illum verki, og vil varðveita meg at himinska kongadømi sínum: til hvørs veri dýrd um ævir og ævir. Amen. (FKJ)

Og Harrin skal bjarga mær frá øllum óndum verki og frelsa meg inn í himmalska ríki Sítt. Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen. (VD)

Harrin skal bjarga mær frá øllum illum verki og føra meg frelstan inn í sítt himmalska ríki. Honum veri æran um aldur og allar ævir! Amen. (JD)

2. Timotheus

4:22

The Lord Jesus Christ be with thy spirit. Grace be with you. Amen. (KJB)

Harrin Jesus Christus veri við anda tínum. Náði veri við tykkum. Amen. (FKJ)

Harrin Jesus veri við anda tínum! Náðin veri við tykkum! (VD)

Harrin veri við tínum anda! Náðin veri við tykkum! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher