2. Jóhannes

1:1


Joh 14:6

The elder unto the elect lady and her children, whom I love in the truth; and not I only, but also all they that have known the truth; (KJB)

Hin elsti til hina útvaldu frú og børn hennara, sum eg elski í sannleikanum; og ikki eg einans, men eisini øll tey sum hava kent sannleikan; (FKJ)

Hin elsti - til hina útvaldu frú og børn hennara, sum eg av sonnum elski - og ikki bert eg, men eisini øll, ið hava lært sannleikan at kenna - (VD)

Hin elsti til hina útvaldu frú* og børn hennara, sum eg elski í sannleika, og ikki eg einsamallur, men eisini øll, sum hava ásannað sannleikan, (JD)


*man merkja: eitt kirkjulið.

2. Jóhannes

1:3

Grace be with you, mercy, and peace, from God the Father, and from the Lord Jesus Christ, the Son of the Father, in truth and love. (KJB)

Náði veri við tykkum, miskunn, og friður, frá Guði Faðirinum, og frá Harranum Jesusi Christi, Syni Faðirsins, í sannleika og kærleika. (FKJ)

Náði, miskunn, friður, frá Gudi Faðir og frá Jesusi Kristi, Syni Faðirsins, skal vera við okkum, í sannleika og kærleika. (VD)

Náði, miskunn og friður frá Guði faðir og frá Jesusi Kristi, syni faðirsins, skal vera við okkum í sannleika og kærleika. (JD)

2. Jóhannes

1:5

And now I beseech thee, lady, not as though I wrote a new commandment unto thee, but that which we had from the beginning, that we love one another. (KJB)

Og nú bøni eg teg, frú, ikki sum um eg skrivaði eitt nýtt boð til tín, men tað sum vit høvdu frá byrjanini, at vit elski hvør annan. (FKJ)

Og nú biði eg teg, frú - ikki, sum eg hevði skrivað tær nýtt boð, men tað, sum vit høvdu frá upphavi - at vit skulu elska hvørt annað. (VD)

Og nú biði eg teg, frú, ikki so sum eg skrivaði eitt nýtt boð til tín, men heldur tað, sum vit høvdu frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan. (JD)

2. Jóhannes

1:9

Whosoever transgresseth, and abideth not in the doctrine of Christ, hath not God. He that abideth in the doctrine of Christ, he hath both the Father and the Son. (KJB)

Hvørsumhelst misbrýtur, og verður ikki verandi í Guðslæru Christs, hevur ikki Guð. Hann, sum verður verandi í Guðslæru Christs, hann hevur bæði Faðirin og Sonin. (FKJ)

Hvør tann, ið víkur av leið og verður ikki verandi í læru Kristusar, hevur ikki Gud; tann, sum verður verandi í læruni, hevur bæði Faðirin og Sonin. (VD)

Ein og hvør, sum víkur frá og ikki er støðufastur í læru Krists, hann hevur ikki Guð. Tann, sum er støðufastur í læruni, hann hevur bæði faðirin og sonin. (JD)

2. Jóhannes

1:10

If there come any unto you, and bring not this doctrine, receive him not into your house, neither bid him God speed: (KJB)

Um tað komi nakar til tykkara, og komi ikki við hesi Guðslæru, takið ikki ímóti honum inn í hús tykkara, eiheldur bjóðið honum Guðs byr: (FKJ)

Kemur onkur til tykkara og lærir ikki hesa læru, so takið ikki ímóti honum í húsum tykkara og biðið hann ikki vælkomnan! (VD)

Um einhvør kemur til tykkara, og ikki kemur við hesi læruni, tá skulu tit ikki geva honum hús og ikki biðja hann vera vælkomnan. (JD)

2. Jóhannes

1:11

For he that biddeth him God speed is partaker of his evil deeds. (KJB)

Tí at hann, sum býður honum Guðs byr, er luttakari í hans illu gerðum. (FKJ)

Tí tann, ið biður hann vera vælkomnan, fær lut við honum í óndu verkum hansara. (VD)

Tí at tann, sum biður hann vera vælkomnan, kemur upp í part við honum í hansara illu gerningum. (JD)

2. Jóhannes

1:13

The children of thy elect sister greet thee. Amen. (KJB)

Børnini hjá tíni útvaldu systur lata heilsa tær. Amen. (FKJ)

Børn systur tínar, hinnar útvaldu, lata heilsa tær. (VD)

Børnini hjá systur tíni, hini útvaldu, lata heilsa tær. (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher