1. Timotheus

1:1


Paul, an apostle of Jesus Christ by the commandment of God our Saviour, and Lord Jesus Christ, which is our hope; (KJB)

Paulus, ein ápostul Jesu Christs við boði Guðs Frelsara várs, og Harra Jesu Christs, sum er vón okkara; (FKJ)

Paulus, ápostul Krists Jesu eftir boði frá Gudi, Frelsara okkara, og Kristi Jesusi, vón okkara (VD)

Paulus, ápostul Krists Jesu eftir boði frá Guði, frelsara várum, og Kristi Jesusi, vón vári, (JD)

1. Timotheus

1:2


Unto Timothy, my own son in the faith: Grace, mercy, and peace, from God our Father and Jesus Christ our Lord. (KJB)

Til Timotheusar, míns egna sonar í trúnni: Náði, miskunn, og friður, frá Guði Faðir várum og Jesusi Christi Harra várum. (FKJ)

- til Timoteus, ektabarn mítt í trúnni. Náði, miskunn, friður, frá Gudi Faðir og Kristi Jesusi, Harra okkara! (VD)

til Timoteusar, sum er mín skilgitni sonur í trúnni: Náði, miskunn, friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, harra várum! (JD)

1. Timotheus

1:10


For whoremongers, for them that defile themselves with mankind, for menstealers, for liars, for perjured persons, and if there be any other thing that is contrary to sound doctrine; (KJB)

Til horkallar, til teir sum dálka seg sjálvar við mannkyni, til mannatjóvar, til lygnarar, til meinsvornar persónar, og um tað veri seg nakað annað ting sum er andstatt við heilnæma Guðslæru; (FKJ)

siðloysingar, tey, sum synda móti náttúruni, menniskja-tjóvar, lygnarar, meinsvorin - og alt annað, sum er ímóti hini heilnæmu læru, (VD)

horkallum, siðloysingum móti náttúruni, mannatjóvum, lygnarum, meinsvornum, og hvat so annað er, sum er ímót hini heilnæmu læruni, (JD)

1. Timotheus

1:17


Now unto the King eternal, immortal, invisible, the only wise God, be honour and glory for ever and ever. Amen. (KJB)

Nú, hinum æviga Kongi, ódeyðiliga, ósjónliga, hinum einasta vísa Guði, veri heiður og dýrd um ævir og ævir. Amen. (FKJ)

Men kongi aldanna, hinum óforgeingiliga, ósjónliga, einasta Gudi, veri heiður og dýrd í aldur og allar ævir! Amen. (VD)

Men kongi ævanna, hinum óforgongiliga, ósjónliga, einasta Guði veri heiður og dýrd um aldur og allar ævir! Amen. (JD)

1. Timotheus

2:2

For kings, and for all that are in authority; that we may lead a quiet and peaceable life in all godliness and honesty. (KJB)

Fyri kongum, og fyri øllum sum eru í myndugleika, at vit mega føra eitt stilt og friðsamt lív í øllum gudiligleika og ærligleika. (FKJ)

fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett - fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði. (VD)

fyri kongum og øllum teimum, sum eru settir hátt, fyri at vit mega liva eitt stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og sóma. (JD)

1. Timotheus

2:7


Whereunto I am ordained a preacher, and an apostle, (I speak the truth in Christ, and lie not;) a teacher of the Gentiles in faith and verity. (KJB)

Hvarat eg eri innsettur ein prædikumaður, og ein ápostul, (eg tali sannleikan í Christi, og lúgvi ikki;) ein lærari av Heidningunum í trúgv og sannleika. (FKJ)

Fyri hetta eri eg settur til prædikara og ápostul - eg sigi sannleika, eg lúgvi ikki - heidningum til lærara í trúgv og sannleika. (VD)

og hann eri eg settur sum boðberi og ápostul fyri - eg sigi sannleika, eg ljúgvi ikki - sum lærari hjá heidningum í trúgv og sannleika. (JD)

1. Timotheus

2:11

Let the woman learn in silence with all subjection. (KJB)

Lat kvinnuna læra í kvirri við allari undirgivni. (FKJ)

Kvinnan skal still lata seg læra, við øllum lýdni; (VD)

Kona eigur at læra í kvirri, í øllum undirgivni. (JD)

1. Timotheus

2:15

Notwithstanding she shall be saved in childbearing, if they continue in faith and charity and holiness with sobriety. (KJB)

Hóast hetta, hon skal verða frelst í barnsføðing, um tær haldi áfram í trúgv og vælvild og heilagleika við hóvsemi. (FKJ)

Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, so satt sum tær verða verandi í trúgv, kærleika og heilagleika við siðprýði. (VD)

Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, um tær verða standandi í trúgv og kærleika og heilagleika við hóvsemi. (JD)

1. Timotheus

3:3


Not given to wine, no striker, not greedy of filthy lucre; but patient, not a brawler, not covetous; (KJB)

Ikki givin til vín, eingin sláari, ikki grádigur eftir skitnum vinningi; men tolinmóðigur, ikki eitt klandursvætti, ikki ágirndarsamur; (FKJ)

ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagjarnur. (VD)

ikki tráur eftir víni, ikki eftir bardøgum, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagrammur; (JD)

1. Timotheus

3:16


And without controversy great is the mystery of godliness: God was manifest in the flesh, justified in the Spirit, seen of angels, preached unto the Gentiles, believed on in the world, received up into glory. (KJB)

Og uttan stríðsmál, mikil er loyndardómur gudiligleikans: Guð varð givin til kennar í kjøtinum, rættvísgjørdur í Andanum, sæddur av einglum, prædikaður Heidningunum, trúðin á í heiminum, móttikin upp inn í dýrd. (FKJ)

Og - sum ein og hvør má sanna - stórt er loyndarmál gudsóttans: Hann, sum varð opinberaður í holdi, rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, prædikaður millum fólkasløg, trúgvin í heiminum, tikin upp í dýrd. (VD)

Og eyðvitað er loyndardómur gudsóttans mikil: Hann, sum varð opinberaður í holdi, varð rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, boðaður heidninga millum, trúgvin í heimi, tikin upp í dýrd. (JD)

1. Timotheus

4:12


Let no man despise thy youth; but be thou an example of the believers, in word, in conversation, in charity, in spirit, in faith, in purity. (KJB)

Lat ongan mann vanvirða ungdóm tín; men ver tú ein fyrimynd hjá teimum trúgvandi, í orði, í atferð, í vælvild, í anda, í trúgv, í reinleika. (FKJ)

Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika! (VD)

Lat ongan vanvirða teg fyri ungdóm tín, men ver tú ein fyrimynd teirra, sum trúgva, í orði, í atferð, í kærleika, í trúgv, í reinleika. (JD)

1. Timotheus

4:13


Till I come, give attendance to reading, to exhortation, to doctrine. (KJB)

Til eg komi, gev umvartan til upplesturs, til formaning, til Guðslæru. (FKJ)

Ver íðin í upplestrinum, áminningini, læruni, inntil eg komi! (VD)

Legg tær, inntil eg komi, eina við upplestrinum, áminningini, læruni! (JD)

1. Timotheus

4:15


Meditate upon these things; give thyself wholly to them; that thy profiting may appear to all. (KJB)

Grunda yvir hesum tingum; gev teg heilvegis til teirra; at tín framgongd má sýnast fyri øllum. (FKJ)

Hugsa um hetta, liv í hesum, so framgongd tín kann verða øllum opinber! (VD)

Hugsa um hetta, liv í hesum, fyri at framgongd tín má vera øllum kunnug! (JD)

1. Timotheus

4:16


Take heed unto thyself, and unto the doctrine; continue in them: for in doing this thou shalt both save thyself, and them that hear thee. (KJB)

Gev gætur eftir tær sjálvum, og eftir Guðslæruni; halt áfram í teimum: tí at við at gera hetta skalt tú frelsa bæði teg sjálvan, og tey sum hoyra teg. (FKJ)

Akta eftir tær sjálvum og eftir læruni, ger støðugt tað! Tí táið tú tað gert, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg. (VD)

Gev gætur eftir tær sjálvum og eftir læruni; halt á við tí; tí at tá ið tú gert tað, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg. (JD)

1. Timotheus

5:4


But if any widow have children or nephews, let them learn first to shew piety at home, and to requite their parents: for that is good and acceptable before God. (KJB)

Men um nøkur einkja havi børn ella barnabørn, lat tey læra fyrst at sýna virðing heima, og at viðurgjalda foreldrum sínum: tí at tað er gott og góðtakiligt frammi fyri Guði. (FKJ)

Men hevur einkja børn ella barnabørn, so lat tey læra fyrst at vísa sínum egna húsi gudsótta sín og løna foreldrum sínum aftur! Tað er tekkiligt í eygum Guds. (VD)

Men um einhvør einkja hevur børn ella barnabørn, tá lat tey læra fyrst og fremst at sýna skyldu sína móti sínum egna húsi og at veita foreldrum sínum endurgjald; tí at hetta er tekkiligt í Guðs eygum. (JD)

1. Timotheus

5:17


Let the elders that rule well be counted worthy of double honour, especially they who labour in the word and doctrine. (KJB)

Lat teir elstar, sum stjórna væl, verða taldar tvífaldan heiður verdar, serstakliga teir sum strevast í orðinum og Guðslæru. (FKJ)

Hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru. (VD)

Teir elstu, sum standa væl fyri, skulu vera hildnir tvífalda æru verdir, helst teir, sum arbeiða í talu og læru. (JD)

1. Timotheus

5:21


I charge thee before God, and the Lord Jesus Christ, and the elect angels, that thou observe these things without preferring one before another, doing nothing by partiality. (KJB)

Eg áleggi tær frammi fyri Guði, og Harranum Jesusi Christi, og hinum útvaldu einglum, at tú gái eftir hesum tingum uttan at taka ein framum annan, gerandi einkið við partískni. (FKJ)

Eg vitni fyri Gudi og Kristi Jesusi og hinum útvaldu einglum, at tú mást akta eftir øllum hesum uttan fordóm, og at tú einki gert av partakenslu. (VD)

Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guðs og Krists Jesu og hinna útvaldu eingla, at tú gáar um hetta uttan nakran fyridóm, og at tú einki gert fyri at vera einumhvørjum til vildar. (JD)

1. Timotheus

6:1


Let as many servants as are under the yoke count their own masters worthy of all honour, that the name of God and his doctrine be not blasphemed. (KJB)

Lat so mangar tænarar, sum eru undir okinum, rokna sínar egnu meistarar allan heiður verdar, at navn Guðs og Guðslæra hansara verði ikki Guðsspottað. (FKJ)

Øll, sum eru trælir undir oki, skulu halda harrar sínar alla æru verdar, so navn Guds og læran ikki verða spottað. (VD)

Allir teir, sum eru trælir undir oki, skulu halda harrar sínar alla æru verdar, fyri at ikki Guðs navn og læran skulu verða spottað. (JD)

1. Timotheus

6:5


Perverse disputings of men of corrupt minds, and destitute of the truth, supposing that gain is godliness: from such withdraw thyself. (KJB)

Rangvørgir orðadráttir av monnum av spiltum hugum, og eiðasørir fyri sannleikanum, haldandi at vinningur er gudiligleiki: frá slíkum hav teg undan. (FKJ)

støðugt klandur - millum menniskju, sum eru hugspilt og hava mist sannleikan, so tey halda gudsóttan vera vinning. (VD)

íðuligir tvídráttir millum manna, sum eru spiltir í huga og skildir frá sannleikanum, teir sum halda gudsóttan vera ein vinning. (JD)

1. Timotheus

6:17


Charge them that are rich in this world, that they be not highminded, nor trust in uncertain riches, but in the living God, who giveth us richly all things to enjoy; (KJB)

Álegg teimum sum eru ríkir í hesum heimi, at teir veri ikki hástórir, ella troysti á óviss ríkidømir, men á hin livandi Guð, sum gevur okkum ríkligani øll ting at njóta; (FKJ)

Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta. (VD)

Teimum, sum eru ríkir í hesum núverandi heimi, skalt tú bjóða, at teir ikki mega vera hugmóðigir, heldur ikki byggja vón sína á hitt ótrygga ríkidømið, men á Guð, sum gevur okkum allar lutir ríkliga til nýtslu, (JD)

1. Timotheus

6:19


Laying up in store for themselves a good foundation against the time to come, that they may lay hold on eternal life. (KJB)

Leggjandi niðurfyri í goymslu til sín sjálvs ein góðan grundvøll ímóti hini komandi tíð, at teir mega leggja hald á ævigt lív. (FKJ)

og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív! (VD)

so at teir savna sær sjálvum niðurfyri ein góðan grundvøll fyri komandi tíð, til tess at teir kunnu grípa hitt sanna lívið. (JD)

1. Timotheus

6:20

O Timothy, keep that which is committed to thy trust, avoiding profane and vain babblings, and oppositions of science falsely so called: (KJB)

O Timotheus, varðveit tað sum tær er litið til, skýggjandi vanheilagar og fáfongdar blabbanir, og mótstøður av vitinskapi - falsliga sokallaðum: (FKJ)

Á, Timoteus! Varðveit tað, sum tær er litið upp í hendur, og vend tær burt frá hinum vanheilaga, tóma tosi og mótstøðu »kunnskaparins« - sum tað av órøttum verður kallað, (VD)

O, Timoteus! Varðveit gripin, sum tær er litin til, og vend tær burtur frá hinum vanheilaga svassi og mótsøgnunum frá hinum kunnleika, sum falsliga verður kallaður so, (JD)

1. Timotheus

6:21


Which some professing have erred concerning the faith. Grace be with thee. Amen. (KJB)

Sum, summir játtandi, eru farnir skeivir viðvíkjandi trúnni. Náði veri við tær. Amen. (FKJ)

og sum nøkur játta seg undir og eru vilst burt frá trúnni! Náðin veri við tær! (VD)

sum summir viðkenna sær og eru vilstir burtur frá trúnni! Náðin veri við tykkum! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher