1. Thess.

1:1


Paul, and Silvanus, and Timotheus, unto the church of the Thessalonians which is in God the Father and in the Lord Jesus Christ: Grace be unto you, and peace, from God our Father, and the Lord Jesus Christ. (KJB)

Paulus, og Silvanus, og Timotheus, til kirkju Thessalonicaranna, sum er í Guði Faðirinum og í Harranum Jesusi Christi: Náði veri at tykkum, og friður, frá Guði Faðir várum, og Harranum Jesusi Christi. (FKJ)

Paulus, Silvanus og Timoteus - til samkomu Tessalonikamanna í Gudi Faðir og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður! (VD)

Paulus og Silvanus og Timoteus til kirkjuliðið av Tessalónikumonnum í Guði faðir og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður! (JD)

1. Thess.

1:4

Knowing, brethren beloved, your election of God. (KJB)

Vitandi, háttelskaðu brøður, tykkara útveljing av Guði. (FKJ)

Vit vita jú, at tit eru útvaldir, tit brøður, elskaðir av Gudi. (VD)

av tí at vit vita, brøður, elskaðir av Guði, at tit eru útvaldir; (JD)

1. Thess.

2:3


For our exhortation was not of deceit, nor of uncleanness, nor in guile: (KJB)

Tí at okkara formaning var ikki av villu, ella av óreinsku, ella av sviki: (FKJ)

prædika okkara er ikki útrunnin av sviki ella óreinsku, er ei heldur í falsi; (VD)

tí at boðan okkara var ikki sprottin av villu ella av óreinsku og kom heldur ikki við sviki. (JD)

1. Thess.

2:4


But as we were allowed of God to be put in trust with the gospel, even so we speak; not as pleasing men, but God, which trieth our hearts. (KJB)

Men eins og vit vórðu loyvdir av Guði at verða settir í álit við gleðiboðskapinum, enntá soleiðis tala vit; ikki sum toknandi monnum, men Guði, sum roynir hjørtu okkara. (FKJ)

nei, eins og vit av Gudi eru hildnir tað verdir, at evangeliið er okkum trúgvið upp í hendur, so tala vit, ikki fyri at toknast menniskjum, men Gudi, sum roynir hjørtu okkara. (VD)

Men líkasum vit av Guði eru hildnir verdir til at fáa gleðiboðskapin litnan til, soleiðis tala vit, ikki fyri at tekkjast monnum, men Guði, honum, sum rannsakar hjørtu okkara. (JD)

1. Thess.

2:8


So being affectionately desirous of you, we were willing to have imparted unto you, not the gospel of God only, but also our own souls, because ye were dear unto us. (KJB)

Soleiðis verandi alskliga tráiligir um tykkum, vóru vit viljugir at hava tillutað tykkum, ikki gleðiboðskap Guðs einans, men eisini okkara egnu sálir, av tí at tit vóru okkum kærir. (FKJ)

so var tað okkum, av hjartans kærleika til tykkara, gleði at geva tykkum, ikki bert evangelium Guds, men okkara egna lív við; tí tit vóru vorðnir okkum kærir. (VD)

soleiðis høvdu vit hug til av inniligum kærleika til tykkara at býta við tykkum ikki bert gleðiboðskap Guðs, men eisini okkara egna lív, av tí at tit vóru vorðnir okkum elskuligir. (JD)

1. Thess.

2:12


That ye would walk worthy of God, who hath called you unto his kingdom and glory. (KJB)

At tit vildu ganga verdigir av Guði, sum hevur kallað tykkum til kongadømis síns og dýrdar. (FKJ)

og vitnaðu fyri tykkum, at tit máttu liva Gudi verdiga, sum kallaði tykkum til ríki Sítt og dýrd Sína. (VD)

og bønaðu tykkum, at tit skuldu liva sum tað er sámiligt fyri Guði, sum kallaði tykkum til ríki sítt og dýrd sína. (JD)

1. Thess.

2:15


Who both killed the Lord Jesus, and their own prophets, and have persecuted us; and they please not God, and are contrary to all men: (KJB)

Sum bæði drópu Harran Jesus, og sínar egnu prophetar, og hava søkt at okkum; og teir toknast ikki Guði, og eru andstøðis móti øllum monnum: (FKJ)

ið bæði drópu Harran Jesus og profetarnar, róku okkum út, ikki toknast Gudi og standa øllum menniskjum ímóti. (VD)

sum bæði tóku Harran Jesus av lívi og profetarnar, og sum róku okkum út og ikki hugna Guði og standa øllum menniskjum ímót, (JD)

1. Thess.

2:19


For what is our hope, or joy, or crown of rejoicing? Are not even ye in the presence of our Lord Jesus Christ at his coming? (KJB)

Tí at hvat er okkara vón, ella gleði, ella fagnaðar-krúna? Eru ikki enntá tit í nærveru várs Harra Jesu Christs við hansara komu? (FKJ)

Tí hvør er vón okkara, gleði okkara ella heiðurskransur okkara! - Eru ikki eisini tit tað fyri Harra okkara Jesusi í komu Hansara! (VD)

Tí at hvør er vón okkara ella gleði okkara ella heiðurskransur okkara, um ikki tit við eru tað frammi fyri ásjón várs harra Jesu í komu hansara? (JD)

1. Thess.

3:2


And sent Timotheus, our brother, and minister of God, and our fellowlabourer in the gospel of Christ, to establish you, and to comfort you concerning your faith: (KJB)

Og sendu Timotheus, bróður okkara, og tænara Guðs, og okkara samarbeiðara í gleðiboðskapi Christs, at grundfesta tykkum, og at ugga tykkum viðvíkjandi trúgv tykkara: (FKJ)

og vit sendu Timoteus, bróður okkara og tænara Guds í evangelii Kristusar, at styrkja tykkum og áminna tykkum um trúgv tykkara, (VD)

og vit sendu Timoteus, bróður okkara og tænara Guðs í gleðiboðskapinum um Krist, til at styrkja tykkum og áminna tykkum um trúgv tykkara, (JD)

1. Thess.

3:6


But now when Timotheus came from you unto us, and brought us good tidings of your faith and charity, and that ye have good remembrance of us always, desiring greatly to see us, as we also to see you: (KJB)

Men nú, tá ið Timotheus kom frá tykkum til okkum, og bar okkum góð tíðindir um tykkara trúgv og vælvild, og at tit hava góða endurminning um okkum altíð, stórliga tráandi at síggja okkum, sum vit eisini at síggja tykkum: (FKJ)

Men nú Timoteus er komin til okkara frá tykkum og hevur borið okkum góð tíðindi um trúgv og kærleika tykkara og um, at tit altíð hava okkum í góðum minni, og at tykkum leingist at síggja okkum, eins og okkum leingist eftir tykkum, (VD)

Men nú, tá ið Timoteus er komin aftur til okkara frá tykkum og hevur borið okkum góð tíðindi um trúgv tykkara og kærleika, og um at tit altíð hava okkum í góðum minni, og at tykkum leingist eftir at síggja okkum, eins og okkum leingist eftir tykkum, (JD)

1. Thess.

3:8

For now we live, if ye stand fast in the Lord. (KJB)

Tí at nú liva vit, um tit standi fastir í Harranum. (FKJ)

Tí nú liva vit, táið tit standa fastir í Harranum. (VD)

Tí at nú liva vit, tá ið tit standa fastir í Harranum. (JD)

1. Thess.

3:11


Now God himself and our Father, and our Lord Jesus Christ, direct our way unto you. (KJB)

Nú, Guð sjálvur og Faðir vár, og vár Harri Jesus Christus, beini okkara veg at tykkum. (FKJ)

Men Hann sjálvur, Gud og Faðir okkara, og Harri okkara Jesus Kristus, beini leið okkara til tykkara! (VD)

Men sjálvur Guð og faðir vár, og vár harri Jesus greiði veg okkara til tykkara! (JD)

1. Thess.

3:13


To the end he may stablish your hearts unblameable in holiness before God, even our Father, at the coming of our Lord Jesus Christ with all his saints. (KJB)

Til tess endamáls, at hann má grundfesta tykkara hjørtu ólastilig í heilagleika frammi fyri Guði, enntá Faðir várum, við komu várs Harra Jesu Christs við øllum hans heilagu. (FKJ)

so Hann styrkir hjørtu tykkara og ger tey ólastandi í heilagleika fyri Gudi og Faðir okkara, táið Harri okkara Jesus kemur við øllum hinum heiløgu Sínum! (VD)

fyri at hann kann styrkja hjørtu tykkara, so at tey verða ólastandi í heilagleika frammi fyri Guði og faðir várum við komu várs harra Jesu saman við øllum heilagum sínum! Amen. (JD)

1. Thess.

4:4


That every one of you should know how to possess his vessel in sanctification and honour; (KJB)

At hvør og ein tykkara skuldi vita, hvussu at ogna sær sítt ker í heilagleika og heiðuri; (FKJ)

at ein og hvør tykkara veit at vinna sína egnu konu í heilagleika og æru, (VD)

at ein og hvør av tykkum veit at vinna sær sítt egna ker í heilagskapi og heiðuri, (JD)

1. Thess.

4:8


He therefore that despiseth, despiseth not man, but God, who hath also given unto us his holy Spirit. (KJB)

Hann, tessvegna, sum vanvirðir, vanvirðir ikki mann, men Guð, sum eisini hevur givið okkum sín heilaga Anda. (FKJ)

Tann, ið vanvirðir hetta, vanvirðir tí ikki menniskja, men Gud, sum eisini gevur Heilaga Anda Sín í tykkum. (VD)

Tann, sum tí vanvirðir hetta, vanvirðir ikki eina menniskju, men Guð, sum eisini gevur heilaga anda sín til tykkara. (JD)

1. Thess.

4:11


And that ye study to be quiet, and to do your own business, and to work with your own hands, as we commanded you; (KJB)

Og at tit studeri at vera stillir, og at gera tykkar egna gerning, og at arbeiða við tykkar egnu hondum, eins og vit buðu tykkum; (FKJ)

og at seta æru tykkara í at liva stillir og ansa hvør eftir sínum egna og arbeiða við hondum tykkara, soleiðis sum vit søgdu við tykkum, (VD)

og at seta eina æru í tí at liva stillisliga og varða hvør um sítt egna og arbeiða við hondum tykkara, soleiðis sum vit hava boðið tykkum, (JD)

1. Thess.

4:12


That ye may walk honestly toward them that are without, and that ye may have lack of nothing. (KJB)

At tit mega ganga ærligani mótvegis teimum sum eru fyri uttan, og at tit mega hava trot á ongum tingi. (FKJ)

so tit kunnu vísa teimum, ið uttanfyri eru, sámiligan atburð, og ongan treingja til. (VD)

fyri at tit mega sýna teimum, sum uttanfyri eru, eina sámiliga atferð, og tit ikki skulu treingja til nakran. (JD)

1. Thess.

4:13


But I would not have you to be ignorant, brethren, concerning them which are asleep, that ye sorrow not, even as others which have no hope. (KJB)

Men eg vildi ikki havt tykkum at verið óvitandi, brøður, viðvíkjandi teimum sum sova, at tit syrgi ikki, enntá eins og aðrir sum hava onga vón. (FKJ)

Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teimum, ið sovnað eru - fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga. (VD)

Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi viðvíkjandi teimum, sum sovna burtur, fyri at tit ikki skulu syrgja eins og hinir, sum ikki hava vón. (JD)

1. Thess.

4:14


For if we believe that Jesus died and rose again, even so them also which sleep in Jesus will God bring with him. (KJB)

Tí at um vit trúgva, at Jesus doyði og reis aftur, enntá so teir eisini, sum sova í Jesusi, vil Guð føra við honum. (FKJ)

so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum. (VD)

Tí at um vit trúgva tí, at Jesus er deyður og risin upp, tá skal Guð eisini somuleiðis við Jesusi leiða tey fram, sum sovnað eru burtur, saman við honum. (JD)

1. Thess.

5:27


I charge you by the Lord that this epistle be read unto all the holy brethren. (KJB)

Eg áleggi tykkum við Harran, at hesin epistil verði lisin fyri øllum hinum heilagu brøðrum. (FKJ)

Eg áleggi tykkum við Harranum at lata brævið verða lisið fyri øllum brøðrunum. (VD)

Eg leggi tykkum við Harranum dýran við, at tit lata brævið verða lisið upp fyri øllum brøðrunum. (JD)

1. Thess.

5:28

The grace of our Lord Jesus Christ be with you. Amen. (KJB)

Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum. Amen. (FKJ)

Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum! (VD)

Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher