1. Pætur

1:6

Wherein ye greatly rejoice, though now for a season, if need be, ye are in heaviness through manifold temptations: (KJB)

Í hvørji tit stórliga fegnast, tó at nú í eitt skeið, um neyðugt veri, tit eru í tyngslu gjøgnum margfaldar freistingar: (FKJ)

Í henni gleðast tit, um tit so nú stutta tíð - táið so skal vera - hava sorg í alskyns royndum, (VD)

sum tit skulu fegnast um, tó at tit nú eina skamma stund, um so skal vera, kenna harm í mongum ymsum royndum, (JD)

1. Pætur

1:9

Receiving the end of your faith, even the salvation of your souls. (KJB)

Móttakandi endalyktina av tykkara trúgv, enntá frelsuna av sálum tykkara. (FKJ)

og náa málið fyri trúgv tykkara - frelsu sálanna. (VD)

tá ið tit náa málið fyri trúgv tykkara, frelsu sálanna. (JD)

1. Pætur

1:20

Who verily was foreordained before the foundation of the world, but was manifest in these last times for you, (KJB)

Sum sanniliga varð fyrifram skipaður áðrenn grundlegging veraldarinnar, men varð eyðsýndur í hesum síðstu tíðum fyri tykkum, (FKJ)

Hansara, sum kendur var frammanundan, áðrenn heimurin varð grundaður, men varð opinberaður við enda tíðanna fyri tykkara skuld, (VD)

hann, sum var kendur frammanundan, áðrenn verøldin var grundløgd, men varð opinberaður við endan á tíðunum fyri tykkara skuld, (JD)

1. Pætur

1:22

Seeing ye have purified your souls in obeying the truth through the Spirit unto unfeigned love of the brethren, see that ye love one another with a pure heart fervently: (KJB)

Við tað at tit hava skírgað tykkara sálir í at lýða sannleikan gjøgnum Andan at ófalsaðum alski av brøðrunum, síggið til at tit elski hvør annan við einum reinum hjarta inniliga: (FKJ)

Eftir at hava reinsað sálir tykkara í lýdni fyri sannleikanum til bróðurkærleika, sum ikki bert er eiti - havið brennandi kærleika hvør til annan av reinum hjarta - (VD)

Reinsið sálir tykkara í lýdni móti sannleikanum til falsleysan bróðurkærleika, og elskið hvør annan inniliga av hjarta, (JD)

1. Pætur

1:23

Being born again, not of corruptible seed, but of incorruptible, by the word of God, which liveth and abideth for ever. (KJB)

Verandi endurføddir, ikki av forgongiligum sáði, men av óforgongiligum, viðˆ Guðs orði, sum livir og verður um ævir. (FKJ)

tit, sum endurfødd eru, ikki av forgeingiligum sáði, men óforgeingiligum, við orði Guds, sum livir og varir! (VD)

tit sum eru endurføddir, ikki av forgongiligum, men av óforgongiligum sáði, við Guðs livandi og varandi orði. (JD)

1. Pætur

1:24

For all flesh is as grass, and all the glory of man as the flower of grass. The grass withereth, and the flower thereof falleth away: (KJB)

Tí at alt kjøt er sum gras, og øll dýrdin hjá manni sum blóman hjá grasi. Grasið følnar, og tess blóma fellur burtur: (FKJ)

Tí alt kjøt er sum gras, og øll dýrd tess sum blóma grassins; grasið følnar, og blóma tess fellur av; (VD)

Tí at: alt kjøt er sum gras og øll tess dýrd sum blóma á grasi; grasið følnar og blóman fellur av; (JD)

1. Pætur

2:2

As newborn babes, desire the sincere milk of the word, that ye may grow thereby: (KJB)

Sum nýfødd pinkubørn, tráið hina falsleysu mjólk orðsins, at tit mega vaksa harav: (FKJ)

Tráið - eins og nýfødd børn - eftir hini óblandaðu mjólk orðsins, fyri at tit av henni kunnu vaksa til frelsu (VD)

og stundið eins og nýfødd børn eftir hini andligu, ósviknu mjólk, fyri at tit kunnu vaksa av henni til frelsu; (JD)

1. Pætur

2:3

If so be ye have tasted that the Lord is gracious. (KJB)

Um so veri, at tit havi smakkað, at Harrin er náðisamur. (FKJ)

- so satt sum tit hava smakkað, at Harrin er góður! (VD)

um tað er so, at tit hava smakkað, at Harrin er góður. (JD)

1. Pætur

2:6

Wherefore also it is contained in the scripture, Behold, I lay in Sion a chief corner stone, elect, precious: and he that believeth on him shall not be confounded. (KJB)

Hvørsvegna eisini tað er innihildið í skriftini, Sí, eg leggi í Sion ein aðalhyrnisstein, útvaldan, dýrabæran: og hann, sum trýr á hann, skal ei verða til skammar. (FKJ)

Í skriftini stendur jú: »Eg leggi í Zion hornstein, útvaldan, dýrabaran; tann, ið trýr á Hann, skal als ikki verða til skammar.« (VD)

Tí at tað eitur í skriftini: »Sí, eg leggi í Sion ein aðalhyrnisstein, útvaldan og dýrmætan; og tann, sum trýr á hann, skal als ikki verða til skammar.« (JD)

1. Pætur

2:7

Unto you therefore which believe he is precious: but unto them which be disobedient, the stone which the builders disallowed, the same is made the head of the corner, (KJB)

Tykkum tessvegna, sum trúgva, er hann dýrabærur: men teimum ið eru ólýdnir, steinurin sum smiðirnir vrakaðu, hin sami er gjørdur høvuðs hornsteinurin, (FKJ)

Tykkum, ið trúgva, er Hann tá dýrabarur; men hinum vantrúgvandi er hesin steinur, sum teir, ið bygdu, vrakaðu, vorðin hornsteinur, (VD)

Tykkum tí, sum trúgva, hoyrir æran til; men hinum vantrúgvu er hesin steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, vorðin ein aðalhyrnissteinur (JD)

1. Pætur

2:8

And a stone of stumbling, and a rock of offence, even to them which stumble at the word, being disobedient: whereunto also they were appointed. (KJB)

Og ein snávingarsteinur, og ein meinbogaklettur, enntá hjá teimum sum snáva um orðið, verandi ólýdnir: at hvørjum teir eisini vórðu útnevndir. (FKJ)

snávisteinur og klettur til fall - / hesum, sum snáva, av tí at tey trúgva ikki orðinum - til tað vóru tey eisini ætlað. (VD)

og ein snávingarsteinur og ein meinbogaklettur; / og teir renna á hann, við tað at teir eru ólýdnir móti orðinum, men til tess vóru teir eisini ætlaðir. (JD)

1. Pætur

2:11

Dearly beloved, I beseech you as strangers and pilgrims, abstain from fleshly lusts, which war against the soul;  (KJB)

Kærliga háttelskaðu, eg bøni tykkum sum fremmandar og pílagrímar, haldið tykkum frá kjøtligum girndum, sum kríggjast ímóti sálini; (FKJ)

Tit elskaðu! Eg áminni tykkum sum gestir og útlendingar at halda tykkum frá hinum holdligu lystum, sum eru í bardaga við sálina! (VD)

Elskaðu tit! Eg áminni tykkum sum gestir og útlendingar at halda tykkum frá holdligum girndum, sum jú eru í stríði móti sálini, (JD)

1. Pætur

2:12

Having your conversation honest among the Gentiles: that, whereas they speak against you as evildoers, they may by your good works, which they shall behold, glorify God in the day of visitation. (KJB)

Havandi tykkara atferð ærliga millum Heidninganna: til tess at, hvar ið teir tala ímóti tykkum sum illgerðarmenn, teir mega, av tykkara góðu verkum sum teir skulu skoða, dýrðmeta Guð á vitjunardeginum. (FKJ)

Og havið góðan atburð millum heidningarnar, so tey, um tey nú baktala tykkum sum illgerðarmenn, kunnu síggja góðu verk tykkara og fyri teirra skuld prísa Gudi vitjunardagin! (VD)

so at tit hava eina góða atferð heidninganna millum, fyri at teir av teimum góðu gerningum, sum teir fáa at síggja, kunnu prísa Guði á vitjunardeginum fyri tað, sum teir nú tala ilt um tykkum fyri sum illgerðarmenn. (JD)

1. Pætur

2:18

Servants, be subject to your masters with all fear; not only to the good and gentle, but also to the froward. (KJB)

Tænarar, verið undirgivnir fyri tykkara meistarum við øllum ótta; ikki einans fyri teimum góðu og mildu, men eisini fyri teimum rangvørgu. (FKJ)

Tit trælir! Verið í øllum ótta harrum tykkara undirgivin, ikki bert hinum góðu og mildu, men eisini hinum rangvørgu! (VD)

Tit tænarar, verið húsbóndum tykkara undirgivnir við mesta ótta, ikki bert teimum góðu og mildu, men eisini teimum ólagaligu. (JD)

1. Pætur

2:19

For this is thankworthy, if a man for conscience toward God endure grief, suffering wrongfully. (KJB)

Tí at hetta er tøkk vert, um maður av samviti við Guð úthaldi kvøl, líðandi órættliga. (FKJ)

Tað finnur náði, um onkur, bundin til Gud í samvitsku síni, er tolin í sorgum, tóat hann líður órætt. (VD)

Tí at tað fær yndi, um einhvør av samviti við Guð tolir tvørleikar og líður sakleysur. (JD)

1. Pætur

2:20

For what glory is it, if, when ye be buffeted for your faults, ye shall take it patiently? but if, when ye do well, and suffer for it, ye take it patiently, this is acceptable with God. (KJB)

Tí at hvat rós er tað, um, tá ið tit verða bardir fyri tykkara feilir, tit skulu taka tað tolmóðiga? men um, tá ið tit gera væl, og líða fyri tað, tit taki tað tolmóðiga, hetta er góðtakiligt hjá Guði. (FKJ)

- Hvat rós er í tí, um tit eru tolin, táið tit verða sligin fyri syndir tykkara! Men eru tit tolin, táið tit gera hitt góða og tó líða ilt - tað finnur náði hjá Gudi. (VD)

Tí at hvat rós er í tí, um tit eru tolnir, tá ið tit synda og fáa revsing afturfyri? Men um tit eru tolnir, tá ið tit gera gott og líða ilt kortini, tað finnur náði hjá Guði. (JD)

1. Pætur

3:5

For after this manner in the old time the holy women also, who trusted in God, adorned themselves, being in subjection unto their own husbands: (KJB)

Tí eftir hesum háttarlagi í hini gomlu tíð, hinar heilagu kvinnur eisini, sum litu á Guð, prýddu seg sjálvar, verandi í undirgivni yvirfyri sínum egnu ektamonnum: (FKJ)

Soleiðis var tað jú eisini, hinar heiløgu kvinnur í forðum prýddu seg, tær, ið settu vón sína til Gud og vóru sínum egnu monnum undirgivnar (VD)

Tí at soleiðis prýddu seg eisini í forðum hinar heilagu kvinnurnar, sum settu vón sína til Guðs og vóru sínum egnu monnum undirgivnar, (JD)

1. Pætur

3:8

Finally, be ye all of one mind, having compassion one of another, love as brethren, be pitiful, be courteous: (KJB)

At enda, verið tit allir av einum huga, havandi várkunn hvør við øðrum, elskið sum brøður, verið samkenslufullir, verið kurteisligir: (FKJ)

Og seinast: Verið øll samsint, samlíðandi, elskið brøðurnar, verið miskunnsom, eyðmjúk! (VD)

Til endans, verið allir samhugaðir, samlíðandi, blíðir við brøðurnar, miskunnsamir, eyðmjúkir. (JD)

1. Pætur

3:13

And who is he that will harm you, if ye be followers of that which is good? (KJB)

Og hvør er hann sum man granda tykkum, um tit veri eftirfylgjarar av tí sum er gott? (FKJ)

Og hvør er tann, ið kann gera tykkum ilt, um tit eru íðin fyri hinum góða! (VD)

Og hvør er tann, sum kann gera tykkum ilt, tá ið tit eru ágrýtnir fyri tí góða? (JD)

1. Pætur

3:15

But sanctify the Lord God in your hearts: and be ready always to give an answer to every man that asketh you a reason of the hope that is in you with meekness and fear: (KJB)

Men halgið Harran Guð í hjørtum tykkara: og verið tilreiðar altíð at geva eitt svar til hvønn mann sum biður tykkum um frágreiðing fyri ta vón sum er í tykkum, við eyðmýkt og ótta: (FKJ)

nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er - tó við spakføri og ótta (VD)

men halgið Krist sum Harran í hjørtum tykkara; verið altíð búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum, men tó við spakføri og ótta, (JD)

1. Pætur

3:18

For Christ also hath once suffered for sins, the just for the unjust, that he might bring us to God, being put to death in the flesh, but quickened by the Spirit: (KJB)

Tí at Christus eisini hevur eina ferð liðið fyri syndir, hin rættvísi fyri hinar órættvísu, at hann mátti føra okkum til Guðs, verðandi tikin av lívi í kjøtinum, men livandigjørdur av Andanum: (FKJ)

Kristus doyði jú eisini eina ferð fyri syndir, rættvísur fyri órættvís, fyri at Hann kundi leiða okkum til Gud. Hann leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum; (VD)

Tí at Kristus leið eisini eina ferð fyri syndarar, ein rættvísur fyri órættvísar, fyri at hann kundi leiða okkum fram til Guðs, hann, sum leið deyðan í likaminum, men varð livandi gjørdur í andanum, (JD)

1. Pætur

3:20

Which sometime were disobedient, when once the longsuffering of God waited in the days of Noah, while the ark was a preparing, wherein few, that is, eight souls were saved by water. (KJB)

Sum onkuntíð vóru ólýdnir, tá ið einaferð Guðs langmóð bíðaði á døgum Nóah, meðan ørkin var í fyrireiking, hvarí fáar, tað er átta sálir, vórðu frelstar við vatni. (FKJ)

teimum, sum í forðum vóru ólýðin, táið langmóð Guds bíðaði á døgum Nóa, meðan ørkin varð smíðað. Í henni vórðu nakrar fáar - átta - sálir frelstar við vatni - (VD)

teimum, sum í forðum høvdu verið ólýdnir, ta ferðina Guðs langmóð bíðaði á døgum Nóa, meðan ørkin varð smíðað, sum nøkur fá, - tað eru átta sálir - vórðu bjargað í gjøgnum vatn, (JD)

1. Pætur

3:21

The like figure whereunto even baptism doth also now save us (not the putting away of the filth of the flesh, but the answer of a good conscience toward God,) by the resurrection of Jesus Christ: (KJB)

Hin líka mynd við hvat enntá dópur eisini nú frelsir okkum, (ikki burturtøkan av óreinsku kjøtsins, men aftursvarið av eini góðari samvitsku mótvegis Guði,) við uppreisn Jesu Christs: (FKJ)

sum nú eisini frelsir tykkum í avmynd síni, dópinum, sum ikki er, at óreinska holdsins verður tikin burt, men er sáttmáli einar góðar samvitsku við Gud, við uppreisn Jesu Krists, (VD)

sum nú eisini frelsir tykkum í sínum mótbílæti, dópinum, hann sum ikki er burturtekt av óreinskuni á likaminum, men bøn til Guðs um góða samvitsku fyri uppreisn Jesu Krists, (JD)

1. Pætur

4:1

Forasmuch then as Christ hath suffered for us in the flesh, arm yourselves likewise with the same mind: for he that hath suffered in the flesh hath ceased from sin; (KJB)

Eftirsum tá at Christus hevur liðið fyri okkum í kjøtinum, brynjið tykkum á sama hátt við hinum sama sinni: tí at hann, sum hevur liðið í kjøtinum, er hildin uppat frá synd; (FKJ)

Táið nú Kristus hevur liðið í holdinum, skulu eisini tit vápna tykkum við sama sinnalagi - tí tann, sum liðið hevur í holdinum, hevur einki at gera við synd longur - (VD)

Við tað at nú Kristus hevur liðið í holdinum, tá vápnið eisini tit tykkum við tí sama sinnalagi, tí at tann, sum hevur liðið í holdinum, er hildin uppat við synd; (JD)

1. Pætur

4:8

And above all things have fervent charity among yourselves: for charity shall cover the multitude of sins. (KJB)

Og framum øll ting havið inniliga vælvild tykkara millum: tí at vælvild skal hylja fjøldina av syndum. (FKJ)

Og havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda! (VD)

Fram um alt havið inniligan kærleika hvør til annan; tí at kærleiki fjalir fjøld av syndum; (JD)

1. Pætur

4:11

If any man speak, let him speak as the oracles of God; if any man minister, let him do it as of the ability which God giveth: that God in all things may be glorified through Jesus Christ, to whom be praise and dominion for ever and ever. Amen. (KJB)

Um nakar maður tali, lat hann tala sum oraklar Guðs; um nakar maður tæni, lat hann gera tað sum av førleikanum sum Guð gevur: at Guð í øllum tingum má verða dýrðmettur gjøgnum Jesus Christ, til hvørs veri prís og harradømi um ævir og ævir. Amen. (FKJ)

Talar onkur, so tali hann sum orð Guds! Hevur onkur tænastu, so tæni hann, eftir sum Gud gevur honum kraft til tað, so Gud kann verða ærdur í øllum við Jesusi Kristi, sum eigur dýrd og mátt í aldur og allar ævir! Amen. (VD)

Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð; um einhvør hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Guð gevur, til tess at Guð má verða æraður í øllum lutum fyri Jesus Krist; hansara er dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir. Amen. (JD)

1. Pætur

4:14

If ye be reproached for the name of Christ, happy are ye; for the spirit of glory and of God resteth upon you: on their part he is evil spoken of, but on your part he is glorified. (KJB)

Um tit verði háðaðir fyri navn Christs, glaðir eru tit; tí at andi dýrdarinnar og Guðs hvílir uppiá tykkum: fyri teirra part verður hann ilt talaður um, men fyri tykkara part verður hann dýrðmettur. (FKJ)

Verða tit háðað fyri navn Kristusar, eru tit sæl; Andi dýrdarinnar og Guds hvílir yvir tykkum. (VD)

Um tit verða háðaðir fyri Krists navns skuld, tá eru tit sælir, tí at andi dýrdarinnar og andi Guðs hvílir yvir tykkum. (JD)

1. Pætur

4:19

Wherefore let them that suffer according to the will of God commit the keeping of their souls to him in well doing, as unto a faithful Creator. (KJB)

Hvørsvegna lat teir, sum líða samsvarandi við vilja Guðs, líta upp varðveitingina av sínum sálum til hansara í at gera væl, sum einum trúføstum Skapara. (FKJ)

Tí skulu tey, sum eftir vilja Guds líða, geva hinum trúfasta skapara upp sálir sínar - og gera hitt góða. (VD)

Tí skulu eisini tey, sum líða eftir Guðs vilja, líta sálir sínar til hin trúfasta skaparan, meðan tey halda fram við at gera tað, sum gott er. (JD)

1. Pætur

5:2

Feed the flock of God which is among you, taking the oversight thereof, not by constraint, but willingly; not for filthy lucre, but of a ready mind; (KJB)

Føðið tað Guðs fylgi sum er tykkara millum, takandi umsjónina yvir tí, ikki av tvingsli, men villigani; ikki fyri skitnan vinning, men av fúsum huga; (FKJ)

Røktið fylgi Guds, ið hjá tykkum er, og havið umsjón við tí, ikki av tvingsli, men sjálvkravdir, ikki fyri at fáa ljótan vinning, men av fúsum hjarta, (VD)

Røktið tað Guðs fylgið, sum er hjá tykkum og havið umsjón við tí, ikki treyðir, men hugaligir, eftir Guðs vilja; heldur ikki fyri ósømiligan vinning, men av góðum huga; (JD)

1. Pætur

5:3

Neither as being lords over God's heritage, but being ensamples to the flock. (KJB)

Eiheldur sum verandi harrar yvir Guðs arvaluti, men verandi fyridømir fyri fylginum. (FKJ)s

heldur ikki sum teir, ið vilja vera harrar yvir samkomunum, men sum fyrimyndir fylgisins (VD)

ikki heldur soleiðis, at tit vilja ráða yvir kirkjuliðunum, men soleiðis, at tit verða fyrimynd fyri fylginum; (JD)

1. Pætur

5:5

Likewise, ye younger, submit yourselves unto the elder. Yea, all of you be subject one to another, and be clothed with humility: for God resisteth the proud, and giveth grace to the humble. (KJB)

Somuleiðis, tit yngru, undirgevið tykkum sjálvar at teimum eldru. Ja, allir av tykkum verið undirgivnir hvør fyri øðrum, og verið klæddir við eyðmjúkleika: tí at Guð stendur hinum dramblátu ímóti, og gevur náði til tey eyðmjúku. (FKJ)

Somuleiðis tit ungu! Verið hinum eldru undirgivin! Og latið tykkum øll í eyðmjúkleika hvørt móti øðrum! Tí Gud stendur hinum stoltu ímóti, men hinum eyðmjúku gevur Hann náði. (VD)

Somuleiðis tit ungu, verið teimum eldru undirbrotlig; og klæðist øll í lítillæti hvør móti øðrum, tí at Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði. (JD)

1. Pætur

5:8

Be sober, be vigilant; because your adversary the devil, as a roaring lion, walketh about, seeking whom he may devour: (KJB)

Verið edrúir, verið árvaknir; av tí at tykkara mótstandari, djevulin, sum ein ýlandi leyva gongur um, søkjandi hvønn hann kann gloypa: (FKJ)

Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt. (VD)

Verið ódruknir, vakið! Mótstøðumaður tykkara, djevulin, gongur um sum ein ýlandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa. (JD)

1. Pætur

5:11

To him be glory and dominion for ever and ever. Amen. (KJB)

Til hansara veri dýrd og harradømi um ævir og ævir. Amen. (FKJ)

Hansara er valdið í aldur og allar ævir. Amen. (VD)

Hansara er mátturin um aldur og allar ævir. Amen. (JD)

1. Pætur

5:14

Greet ye one another with a kiss of charity. Peace be with you all that are in Christ Jesus. Amen. (KJB)

Heilsið tit hvør øðrum við einum vælvildar-kossi. Friður veri við tykkum øllum sum eru í Christi Jesusi. Amen. (FKJ)

Heilsið hvør øðrum við kærleikskossi! Friður veri við øllum tykkum, sum eru í Kristusi! (VD)

Heilsið hvør øðrum við kærleiks kossi. Friður veri við tykkum øllum, sum eru í Kristi! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg







facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher