Dániel

3:25

He answered and said, Lo, I see four men loose, walking in the midst of the fire, and they have no hurt; and the form of the fourth is like the Son of God. (KJB)

Hann svaraði og segði, Sí, eg síggi fýra menn leysar, gangandi í miðjum eldinum, og teir hava einkið mein; og formurin á hinum fjórða er líka sum Sonur Guðs. (FKJ)

Hann tók aftur til orða og segði: »Men eg síggi fýra menn ganga leysar inni í eldinum, og á teimum sæst einki mein - og hin fjórði sær út sum gudasonur!« (VD)

Tá mælti hann aftur: »Ja, men eg síggi fýra menn ganga leysar inni í eldinum, uttan at teir eru grandaðir, og ásjón hins fjórða er eins og ásjón gudasonar!« (JD)

Esaiah

14:12



How art thou fallen from heaven, O Lucifer, son of the morning! how art thou cut down to the ground, which didst weaken the nations! (KJB)

Hvør ert tú fallin frá himni, O Luçifer, sonur morgunsins! hvør ert tú høgdur niður til jarðarinnar, sum veiktirt tjóðirnar! (FKJ)

Nei, at tú falst av himli, lýsandi morgunstjørna! Nei, at tú vart feldur til jarðar, fólkakúgari tín! (VD)

Á, hvør ert tú fallin av himni, tú ljómandi morgunstjørna, rindur til jarðar, tú kúgari alra tjóða! (JD)





Jesus er kallaður "morgunstjørnan" í Opinberingini 22:16

Tað var Lucifer, sum var høgdur niður til jørðina!

Rev 22:16 & Rev 2:26-28

Matthæus

1:25

And knew her not till she had brought forth her firstborn son: and he called his name JESUS. (KJB)

Og kendi hana ikki, fyrrenn hon hevði borið fram sín fyrstafødda son: og hann kallaði navn hansara JESUS. (FKJ)

men hann helt seg ikki til hennara, fyrrenn hon hevði átt son sín. Og hann kallaði navn Hansara Jesus. (VD)

Men hann kom henni ikki nær, fyrr enn hon hevði átt son, og hann kallaði navn hansara Jesus. (JD)

Matthæus

9:13

But go ye and learn what that meaneth, I will have mercy, and not sacrifice: for I am not come to call the righteous, but sinners to repentance. (KJB)

Men farið tit og lærið, hvat tað merkir, Eg vil hava miskunn, og ikki sláturoffur: tí at eg eri ikki komin at kalla hinar rættvísu, men syndarar til umvendingar. (FKJ)

Men farið tit avstað og lærið, hvat tað er: »Eg vil hava miskunn og ikki offur!« Tí Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.« (VD)

Men farið tit avstað og lærið, hvat tað hevur at týða: »Miskunn mær líkar, og ikki offur.« Tí at eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.« (JD)

Matthæus

16:3

And in the morning, It will be foul weather to day: for the sky is red and lowring. O ye hypocrites, ye can discern the face of the sky; but can ye not discern the signs of the times? (KJB)

Og um morgunin, Tað fer at verða ódámligt veður í dag : tí at luftin er reyð og skýmlig. O tykkara hyklarar, tit duga at skyna á yvirborði luftarinnar; men duga tit ikki at skyna á teknum tíðanna? (FKJ)

og um morgunin: »Í dag verður illveður; tí himmalin er reyður og dimmur.« Ja, útsjónd himmalsins duga tit á at skyna, men tekin tíðanna duga tit ikki at týða! (VD)

og um morgunin: Tað verður ein illveðursdagur í dag, tí at luftin er reydlig og dimm. Útsjónd himmalsins duga tit á at skyna; men tíðartekinini kunnu tit ikki týða. (JD)

Matthæus

23:8

But be not ye called Rabbi: for one is your Master, even Christ; and all ye are brethren. (KJB)

Men verðið ikki tit kallaðir Rabbi: tí at ein er Meistari tykkara, enntá Christus; og allir tit eru brøður. (FKJ)

Men tit skulu ikki lata tykkum kalla rabbi; tí ein er meistari tykkara, og tit eru allir brøður. (VD)

Men tit skulu ikki lata tey kalla tykkum rabbi; tí at ein er meistari tykkara, og allir eru tit brøður. (JD)

Matthæus

24:42

Watch therefore: for ye know not what hour your Lord doth come. (KJB)

Vakið tí: tí at tit vita ikki, hvønn tíma Harri tykkara kemur. (FKJ)

Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur. (VD)

Vakið tí; tí at tit vita ikki, á hvørjum degi harri tykkara kemur! (JD)

Matthæus

25:13

Watch therefore, for ye know neither the day nor the hour wherein the Son of man cometh. (KJB)

Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman, í hvørjum Menniskjusonurin kemur. (FKJ)

Vakið tí! Tit vita jú hvørki dagin ella tíman. (VD)

Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman! (JD)

Matthæus

25:31

When the Son of man shall come in his glory, and all the holy angels with him, then shall he sit upon the throne of his glory: (KJB)

Tá ið Menniskjusonurin skal koma í dýrd síni, og allir hinir heilagu einglarnir við honum, tá skal hann sita uppiá hásætinum av síni dýrd: (FKJ)

Men táið Menniskjasonurin kemur í dýrd Síni, og allir einglarnir koma við Honum, skal Hann sita í hásæti dýrdar Sínar. (VD)

Men tá ið menniskjusonurin kemur í dýrd síni og allir einglarnir við honum, tá skal hann sita í dýrdarhásæti sínum. (JD)

Matthæus

26:60

But found none: yea, though many false witnesses came, yet found they none. At the last came two false witnesses, (KJB)

Men funnu einkið: ja, hóast mong følsk vitnir komu, funnu teir einkið. Til síðst komu tvey følsk vitnir, (FKJ)

men teir funnu einki, tóat mong lygivitni stigu fram. Til endan stigu so tveir fram og søgdu: (VD)

men teir funnu einki, tó at mong lygivitni komu fram. Men at endanum komu tveir fram og søgdu: (JD)

Matthæus

27:35


Psa 22:18

And they crucified him, and parted his garments, casting lots: that it might be fulfilled which was spoken by the prophet, They parted my garments among them, and upon my vesture did they cast lots. (KJB)

Og teir krossfestu hann, og skiftu klæðir hansara sundur, kastandi lutir: at tað mátti verða uppfylt, sum varð talað viðˆ prophetinum, Teir skiftu míni klæðir sundur sín ámillum, og um mín kappa teir kastaðu lutir. (FKJ)

Teir krossfestu Hann nú, og býttu klæði Hansara millum sín við lutakasti. (VD)

Men tá ið teir høvdu krossfest hann, býttu teir klæði hansara sundur ímillum sín og lutaðu um tey, [fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av profetinum: »Klæði míni býttu teir sín ámillum, og um kyrtil mín kastaðu teir lut.«]*. (JD)


* Hesi orðini standa ikki í teimum elstu handskriftunum.

Matthæus

27:52

And the graves were opened; and many bodies of the saints which slept arose, (KJB)

Og gravirnar vórðu opnaðar; og mong likam av teimum heilagu, sum svóvu, risu upp, (FKJ)

gravirnar opnaðust, og likamini av mongum av hinum heiløgu, ið sovnað vóru burtur, risu upp; (VD)

og gravirnar opnaðust, og mong likam av teimum heilagu, sum farin vóru til hvílu, risu upp; (JD)

Matthæus

28:19


Act 8:36-38

Go ye therefore, and teach all nations, baptizing them in the name of the Father, and of the Son, and of the Holy Ghost: (KJB)

Farið tit tessvegna, og lærið allar tjóðir, doypandi tey í navni Faðirsins, og Sonarins, og Halga Andans:(FKJ)

Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, (VD)

Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, (JD)


 ↑ Samanber gjølla við King James ↑





til lærusveinar -

við tað at tit doypa tey ?

Markus

2:17

When Jesus heard it, he saith unto them, They that are whole have no need of the physician, but they that are sick: I came not to call the righteous, but sinners to repentance. (KJB)

Tá ið Jesus hoyrdi tað, sigur hann við teir, Teir, sum eru heilir, hava ongan tørv á læknanum, men teir, sum eru sjúkir : Eg kom ikki at kalla hinar rættvísu, men syndarar til umvendingar. (FKJ)

Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: »Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum! Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.« (VD)

Og tá ið Jesus hoyrdi hetta, sigur hann við teir: »Ikki tarvast teimum heilsusterku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.« (JD)

Markus

3:15

And to have power to heal sicknesses, and to cast out devils: (KJB)

Og at hava mátt til at grøða sjúkdómar, og at kasta út djevlar: (FKJ)

teir skuldu hava vald at reka út illar andar. (VD)

og at hava vald til at reka út illar andar. (JD)

Markus

9:24

And straightway the father of the child cried out, and said with tears, Lord, I believe; help thou mine unbelief. (KJB)

Og beinanvegin rópti barnsins faðir út, og segði við tárum, Harri, eg trúgvi; hjálp tú míni vantrúgv. (FKJ)

Við tað sama rópti faðir barnsins: »Eg trúgvi - hjálp vantrúgv míni!« (VD)

Í stundini skar barnsins faðir í róp og segði: »Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!« (JD)

Markus

9:45

And if thy foot offend thee, cut it off: it is better for thee to enter halt into life, than having two feet to be cast into hell, into the fire that never shall be quenched: (KJB)

Og um fótur tín voldi tær meinboga, sker hann av : tað er betri hjá tær at ganga haltur inn til lívs, enn, havandi tveir føtur, at verða kastaður inn í helviti, inn í eldin sum aldri skal verða sløktur: (FKJ)

Um fótur tín freistar teg, so høgg hann av! Tað er tær betri at ganga lamin inn til lívið enn at hava báðar føturnar og verða kastaður í Helviti, (VD)

Og um fótur tín freistar teg, tá høgg hann av; tí at betri er tær at ganga lamin inn til lívið enn at hava báðar føtur og verða kastaður í helviti. (JD)

Markus

13:14


Dan 9:27

But when ye shall see the abomination of desolation, spoken of by Daniel the prophet, standing where it ought not, (let him that readeth understand,) then let them that be in Judaea flee to the mountains: (KJB)

Men tá ið tit skulu síggja andstygd oyðingarinnar, talað um av Dániel propheti, standandi har hon ikki átti, (lat hann, sum lesur, skilja,) tá lat tey, sum verði í Judæu, flýggja til fjallanna: (FKJ)

Men táið tit síggja viðurstygd oyðingarinnar standa, har hon ikki átti at staðið - tann, ið lesur tað, gevi tí gætur! - skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini; (VD)

Men tá ið tit síggja andstygd oyðingarinnar standa har, sum hon ikki átti at staðið - tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur - tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals. (JD)

Lukas

2:22

And when the days of her purification according to the law of Moses were accomplished, they brought him to Jerusalem, to present him to the Lord; (KJB)

Og tá ið dagarnir av hennara reinsan samsvarandi við Móselóg vóru fullførdir, førdu tey hann til Jerusalem, at framseta hann fram fyri Harran; (FKJ)

Táið reinsanardagar teirra eftir Móselóg vóru at enda, fóru tey niðan til Jerúsalem við Honum at bera Hann fram fyri Harran - (VD)

Men tá ið reinsunardagar teirra eftir Móselógini vóru úti, fóru tey við honum niðan til Jerúsalem fyri at føra hann fram fyri Harran, - (JD)

Lukas

2:40

And the child grew, and waxed strong in spirit, filled with wisdom: and the grace of God was upon him. (KJB)

Og barnið vaks, og varð sterkt í anda, fyltur við vísdómi: og Guðs náði var uppiá honum. (FKJ)

Men barnið vaks og varð sterkt og fult av vísdómi, og náði Guds var yvir Honum. (VD)

Men barnið vaks og styrknaði og varð fult av vísdómi, og náði Guðs var yvir honum. (JD)

Lukas

4:4


Deu 8:3

And Jesus answered him, saying, It is written, That man shall not live by bread alone, but by every word of God. (KJB)

Og Jesus svaraði honum, sigandi, Skrivað stendur, At maður skal ikki liva av breyði eina, men av hvørjum orði Guðs. (FKJ)

Jesus svaraði honum: »Skrivað er: »Menniskjan livir ikki bert av breyði.«« (VD)

Og Jesus svaraði honum: »Skrivað stendur: »Menniskjan livir ikki av breyði eina.« (JD)

Lukas

4:8

And Jesus answered and said unto him, Get thee behind me, Satan: for it is written, Thou shalt worship the Lord thy God, and him only shalt thou serve. (KJB)

Og Jesus svaraði og segði við hann, Slepp tær afturum meg, Satan: tí at skrivað stendur, Tú skalt tilbiðja Harran Guð tín, og honum eina skalt tú tæna. (FKJ)

Jesus svaraði honum: »Skrivað er: »Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.«« (VD)

Og Jesus svaraði og segði við hann: »Skrivað stendur: »Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.«« (JD)

Lukas

4:18

The Spirit of the Lord is upon me, because he hath anointed me to preach the gospel to the poor; he hath sent me to heal the brokenhearted, to preach deliverance to the captives, and recovering of sight to the blind, to set at liberty them that are bruised, (KJB)

Andi Harrans er uppiá mær, av tí at hann hevur salvað meg til at prædika gleðiboðskapin fyri hinum fátæku ; hann hevur sent meg at grøða tey hjartabrotnu, at prædika útfrían fyri teimum bundnu, og endurheintan av sjón fyri hinum blindu, at seta í frælsi tey sum eru knúst, (FKJ)

»Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí, (VD)

»Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, (JD)

Lukas

23:38

And a superscription also was written over him in letters of Greek, and Latin, and Hebrew, THIS IS THE KING OF THE JEWS. (KJB)

Og ein yvirskrift eisini varð ritað yvir honum við Grikskum, og Latínskum, og Hebraiskum bókstøvum, HESIN ER KONGUR JØDANNA. (FKJ)

Eisini var yvirskrift sett uppi yvir Honum: »Hetta er kongur Jødanna.« (VD)

Men ein yvirskrift var eisini uppi yvir honum: Hetta er kongur Jødanna. (JD)

Lukas

23:42

And he said unto Jesus, Lord, remember me when thou comest into thy kingdom. (KJB)

Og hann segði við Jesus, Harri, minst til mín, tá ið tú kemurt inn í kongadømi títt. (FKJ)

So segði hann við Jesus: »Harri, minst til mín, táið Tú kemur í ríki Tínum!« (VD)

Og hann segði: »Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!« (JD)

Jóhannes

2:10

And saith unto him, Every man at the beginning doth set forth good wine; and when men have well drunk, then that which is worse: but thou hast kept the good wine until now. (KJB)

Og sigur við hann, Hvør maður at byrja við setur fram gott vín; og tá ið menn hava væl drukkið, tá tað sum er verri: men tú hevurt goymt tað góða vínið inntil nú. (FKJ)

og segði við hann: / »Hvør maður setur fyrst hitt góða vínið fram, og táið teir eru vorðnir druknir, tá hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið til nú!« (VD)

og sigur við hann: / »Hvør maður setir fyrst hitt góða vínið fram, og tá ið teir eru vorðnir druknir, hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið líka til nú.« (JD)

Jóhannes

3:15

That whosoever believeth in him should not perish, but have eternal life. (KJB)

At hvørsumhelst trýr á hann skuldi ikki glatast, men hava ævigt lív. (FKJ)

fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum. (VD)

til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum. (JD)

Jóhannes

5:16

And therefore did the Jews persecute Jesus, and sought to slay him, because he had done these things on the sabbath day. (KJB)

Og tí søktu Jødarnir at Jesusi, og royndu at bana honum, av tí at hann hevði gjørt hesi tingini á sabbatsdeginum. (FKJ)

Tí lógu Jødarnir eftir Jesusi - tí Hann hevði gjørt hetta sabbat. (VD)

Og nú vóru Jødarnir eftir Jesusi fyri tað, at hann gjørdi hetta ein hvíludag. (JD)

Jóhannes

8:59

Then took they up stones to cast at him: but Jesus hid himself, and went out of the temple, going through the midst of them, and so passed by. (KJB)

Tá tóku teir upp steinar at kasta eftir honum: men Jesus fjaldi seg, og fór út úr templinum, farandi ígjøgnum teirra mittu, og soleiðis fór framvið. (FKJ)

Tá tóku teir upp steinar at kasta á Hann. Men Jesus fjaldi Seg og fór út úr templinum. (VD)

Tá tóku teir steinar upp til at kasta eftir honum. Men Jesus fjaldi seg og fór út úr halgidóminum. (JD)

Gerningar

Apostlanna

1:25

That he may take part of this ministry and apostleship, from which Judas by transgression fell, that he might go to his own place. (KJB)

At hann má taka part í hesi tænastu og ápostladømi, frá hvørjum Judas viðˆ misgerð fell, at hann mátti fara til sítt egna stað. (FKJ)

at taka sætið í hesi tænastu og hesum ápostladómi, sum Judas fór úr fyri at fara til sítt egna stað!« (VD)

til at taka lut í hesi tænastu og ápostladømi, sum Judas gav frá sær fyri at fara til sín egna stað.« (JD)

Gerningar

Apostlanna

7:30

And when forty years were expired, there appeared to him in the wilderness of mount Sina an angel of the Lord in a flame of fire in a bush. (KJB)

Og tá ið fjøruti ár vóru útrunnin, birtist fyri honum í oyðu Sina fjalls ein eingil Harrans í einum eldsloga í einum runni. (FKJ)

Táið so 40 ár vóru gingin, vísti eingil seg fyri honum í oyðimørkini við Sinaifjall í brennandi tornarunni. (VD)

Og tá ið fjøruti ár vóru umliðin, birtist ein eingil fyri honum í oyðimørkini við Sinaifjallið í eldsloga í einum tornarunni. (JD)

Gerningar

Apostlanna

10:30

And Cornelius said, Four days ago I was fasting until this hour; and at the ninth hour I prayed in my house, and, behold, a man stood before me in bright clothing, (KJB)

Og Cornelius segði, Fyri fýra døgum síðani fastaði eg inntil henda tíma; og við hin níggjunda tíma bað eg í húsi mínum, og sí, ein maður stóð frammanfyri mær í bjørtum klædnaði, (FKJ)

Tá svaraði Kornelius: »Fyri fýra døgum síðani bað eg í húsi mínum; tað var júst um hesa tíðina, um níggjunda tíman. Og tá stóð maður í skínandi klæðum framman fyri mær. (VD)

Og Kornelius segði: »Fyri fýra døgum síðan, okkurt um nóntíð líkasum nú, helt eg bøn í húsi mínum; og sí, ein maður stóð framman fyri mær í skínandi klæðum; (JD)

Romverjar

1:16

For I am not ashamed of the gospel of Christ: for it is the power of God unto salvation to every one that believeth; to the Jew first, and also to the Greek. (KJB)

Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskap Christs: tí at hann er kraft Guðs til frelsu fyri hvønn tann sum trýr; fyri Jødan fyrst, og eisini fyri Grikkan. (FKJ)

Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda - fyrst - og Grikka. (VD)

Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, bæði fyri Jøda fyrst og síðan fyri Grikka. (JD)

Romverjar

3:25


2Pe 1:9


1Jo 2:1

Whom God hath set forth to be a propitiation through faith in his blood, to declare his righteousness for the remission of sins that are past, through the forbearance of God; (KJB)

Hvønn Guð hevur sett fram til at vera ein fyribøting gjøgnum trúgv á blóð hansara, at kunngera sína rættvísi til eftirgevingina av syndum sum eru umlidnar, gjøgnum yvirberinsemi Guðs; (FKJ)

Honum, ið Gud hevur sett fram sum náðistól við trúgv á blóð Hansara, fyri at vísa rættvísi Sína, við tað at Gud í langmóði Sínum hevði havt tol við syndunum, ið áður vóru gjørdar (VD)


↑ Samanber gjølla við King James ↑

hann, sum Guð setti fram í blóði hansara sum ein náðistól við trúnni, fyri at sýna rættlæti sítt, við tað at Guð í umbæri sínum hevði umborið tær syndir, sum fyrr vóru gjørdar, (JD)

Romverjar

8:1

There is therefore now no condemnation to them which are in Christ Jesus, who walk not after the flesh, but after the Spirit. (KJB)

Tað er tessvegna nú eingin fordøming hjá teimum sum eru í Christi Jesusi, sum ganga ikki eftir kjøtinum, men eftir Andanum. (FKJ)

So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru. (VD)

So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. (JD)

Fyrri

Corintharar

5:4

In the name of our Lord Jesus Christ, when ye are gathered together, and my spirit, with the power of our Lord Jesus Christ, (KJB)

Í navni várs Harra Jesu Christs, tá ið tit eru savnaðir saman, og andi mín, við kraft várs Harra Jesu Christs, (FKJ)

at táið tit og andi mín koma saman, skal hann, í navni Harra okkara Jesusar og við kraft Harra okkara Jesusar, (VD)

hann skal í navni várs harra Jesu, við tað at andi mín og andi tykkara eru saman komnir við kraft várs harra Jesu, (JD)

Fyrri

Corintharar

6:20

For ye are bought with a price: therefore glorify God in your body, and in your spirit, which are God's. (KJB)

Tí at tit eru keyptir við einum virði: tessvegna dýrðmetið Guð í tykkara likami, og í tykkara anda, sum eru Guðs. (FKJ)

Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara! (VD)

Tí at tit eru keyptir dýrt. Ærið tí Guð í likami tykkara! (JD)

Fyrri

Corintharar

15:2

By which also ye are saved, if ye keep in memory what I preached unto you, unless ye have believed in vain. (KJB)

Viðˆ hvørjum eisini tit verða frelstir, um tit haldi í minni hvat eg prædikaði tykkum, uttan so tit havi trúð til einkiðs. (FKJ)

sum tit eisini verða frelstir við - so satt sum tit halda fast við orðini, ið eg kunngjørdi tykkum tað í - annars trúðu tit til einkis! (VD)


↑ Samanber gjølla við King James ↑

sum tit eisini verða frelstir við, um tit halda fast við orðið, sum eg boðaði tykkum gleðiboðskapin við, - uttan so skuldi verið, at tit hava trúð til einkis. (JD)




- um tit haldi í minni -

les meira her


Fyrri

Corintharar

16:24

My love be with you all in Christ Jesus. Amen. (KJB)

Kærleiki mín veri við tykkum øllum í Christi Jesusi. Amen. (FKJ)

Kærleiki mín er við tykkum øllum í Kristi Jesusi. (VD)

Kærleiki mín er við tykkum øllum í Kristi Jesusi! (JD)

Galatarar

3:1

O foolish Galatians, who hath bewitched you, that ye should not obey the truth, before whose eyes Jesus Christ hath been evidently set forth, crucified among you? (KJB)

O Dársomu Galatarar, hvør hevur trøllbundið tykkum, at tit skuldu ikki lýða sannleikan, frammi fyri hvørs eygum Jesus Christus hevur verðið eyðsýniliga settur fram, krossfestur tykkara millum? (FKJ)

Tit skilaleysu Galatar! Hvør hevur gandað tykkum, tit, sum Jesus Kristus varð málaður fyri eygum, sum krossfestur! (VD)

O, tykkara skilaleysu Galatar! Hvør hevur forgjørt tykkum, tit sum tó fingu Jesus Krist uppmálaðan krossfestan fyri eygunum á tykkum? (JD)

Galatarar

3:17

And this I say, that the covenant, that was confirmed before of God in Christ, the law, which was four hundred and thirty years after, cannot disannul, that it should make the promise of none effect. (KJB)

Og hetta sigi eg, at sáttmálan, sum varð staðfestur frammanundan av Guði í Christi, kann lógin, sum varð fýra hundrað og tríati ár aftaná, ikki ógilda, at hon skuldi gjørt fyrijáttanina av ongari virkni. (FKJ)

Tað, sum eg vil siga, er hetta: Sáttmála, ið frammanundan er staðfestur av Gudi, kann lógin, sum kom 430 ár seinni, ikki seta úr gildi, so hon skuldi gjørt lyftið til einkis. (VD)

Tað sum eg vil siga, er hetta: Ein sáttmála, sum frammanundan var staðfestur av Guði, kann lógin, sum kom fýra hundrað og tríati ár seinni, ikki gera ónýtan, so at hon skuldi gera fyrijáttanina til einkis. (JD)

Galatarar

4:7

Wherefore thou art no more a servant, but a son; and if a son, then an heir of God through Christ. (KJB)

Hvørsvegna tú ert ikki meira tænari, men sonur; og um sonur, tá arvingi Guðs gjøgnum Christ. (FKJ)

Tú ert tá ikki trælur longur, men sonur; og ert tú sonur, ert tú eisini arvingi við Gudi. (VD)

So ert tú tá ikki longur trælur, men sonur; men ert tú sonur, tá ert tú eisini arvingi fyri Guðs sakir. (JD)

Galatarar

6:15

For in Christ Jesus neither circumcision availeth any thing, nor uncircumcision, but a new creature. (KJB)

Tí at í Christi Jesusi gagnar hvørki umskering nakað, ella óumskering, men ein nýggjur skapningur. (FKJ)

Tí hvørki tað at vera umskorin ella tað at vera óumskorin er nakað; alt varir um at vera nýggjur skapningur. (VD)

Tí at hvørki er umskering nakað ella yvirhúð, men eina nýggjur skapningur. (JD)

Ephesarar

3:9


Col 1:16

And to make all men see what is the fellowship of the mystery, which from the beginning of the world hath been hid in God, who created all things by Jesus Christ: (KJB)

Og at fáa allar menn at sjá, hvat er samfelag loyndardómsins, sum frá byrjan veraldarinnar hevur verið fjaldur í Guði, sum skapti øll ting við Jesusi Christi: (FKJ)

og at upplýsa øll um, hvussu húshaldið er við loyndarmálinum, ið frá ævigum tíðum hevur verið fjalt í Gudi, sum alt hevur skapt (VD)

og at upplýsa allar um, hvussu tað er við húshaldinum við hesum loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið fjaldur í Guði, sum allar lutir hevur skapað, (JD)

Ephesarar

3:14

For this cause I bow my knees unto the Father of our Lord Jesus Christ, (KJB)

Fyri hesa grund eg boyggi knæ míni at Faðir várs Harra Jesu Christs, (FKJ)

Tí er tað, eg boyggi knø míni fyri Faðirinum (VD)

Tess vegna er tað, at eg boyggi knæ míni fyri faðirinum, (JD)

Ephesarar

4:6

One God and Father of all, who is above all, and through all, and in you all. (KJB)

Ein Guð og Faðir alra, sum er omanfyri allar, og gjøgnum allar, og í tykkum øllum. (FKJ)

ein Gud, Faðir alra, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum. (VD)

ein Guð og faðir at øllum, hann sum er yvir øllum og gjøgnum alt og í øllum. (JD)

Philippensarar

3:11

If by any means I might attain unto the resurrection of the dead. (KJB)

Um við nøkrum midlum eg mátti nátt framat uppreisnini av teimum deyðu. (FKJ)

- um eg tó kundi nátt til uppreisnina frá hinum deyðu. (VD)

um mær tá mátti eydnast at náa til uppreisnar frá deyðum. (JD)

Colossensarar

1:2

To the saints and faithful brethren in Christ which are at Colosse: Grace be unto you, and peace, from God our Father and the Lord Jesus Christ. (KJB)

Til hinna heiløgu og trúføstu brøðra í Christi, sum eru í Colosse: Náði veri at tykkum, og friður, frá Guði Faðir várum og Harranum Jesusi Christi. (FKJ)

- til hinar heiløgu og trúgvandi brøður í Kristusi í Kolosse. Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara! (VD)

til hinar heilagu og trúgvandi brøðurnar í Kolossu, sum hoyra Kristi til: náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum! (JD)

Colossensarar

1:14


Rom 3:25

In whom we have redemption through his blood, even the forgiveness of sins: (KJB)

Í hvørjum vit hava endurloysing gjøgnum blóð hansara, enntá fyrigevingina av syndum: (FKJ)

Í Honum hava vit endurloysingina, fyrigeving syndanna. (VD)

sum vit hava endurloysingina í, fyrigeving syndanna. (JD)

Colossensarar

1:23

If ye continue in the faith grounded and settled, and be not moved away from the hope of the gospel, which ye have heard, and which was preached to every creature which is under heaven; whereof I Paul am made a minister; (KJB)

Um tit haldi áfram í trúnni grundfestir og støðugir, og verði ikki fluttir burtur frá vón gleðiboðskaparins, sum tit hava hoyrt, og sum varð prædikaður fyri hvørjum skapningi sum er undir himni; hjá hvørjum eg, Paulus, eri gjørdur ein tænari ; (FKJ)

- so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfest og føst, og lata tykkum ikki vika frá vónini í evangeliinum, sum tit hava hoyrt, sum er prædikað fyri øllum skapninginum undir himli, og hvørs tænari eg, Paulus, eri vorðin. (VD)


↑ Samanber gjølla við King James ↑

so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfestir og fastir, og ikki lata tykkum vika frá vónini í tí gleðiboðskapi, sum tit hava hoyrt, sum er boðaður fyri øllum skapninginum undir himninum, og sum eg, Paulus, eri vorðin tænari hjá. (JD)

Colossensarar

3:6

For which things' sake the wrath of God cometh on the children of disobedience: (KJB)

Fyri hvørja luta skuld Guðs vreiði kemur á børn ólýdnisins: (FKJ)

Fyri hetta kemur vreiði Guds. (VD)

fyri hetta kemur Guðs vreiði. (JD)

Fyrri

Thessalonica

4:11

And that ye study to be quiet, and to do your own business, and to work with your own hands, as we commanded you; (KJB)

Og at tit studeri at vera stillir, og at gera tykkar egna gerning, og at arbeiða við tykkar egnu hondum, eins og vit buðu tykkum; (FKJ)

og at seta æru tykkara í at liva stillir og ansa hvør eftir sínum egna og arbeiða við hondum tykkara, soleiðis sum vit søgdu við tykkum, (VD)

og at seta eina æru í tí at liva stillisliga og varða hvør um sítt egna og arbeiða við hondum tykkara, soleiðis sum vit hava boðið tykkum, (JD)

Seinni

Thessalonica

2:2

That ye be not soon shaken in mind, or be troubled, neither by spirit, nor by word, nor by letter as from us, as that the day of Christ is at hand. (KJB)

At tit verði ikki skjótt skakaðir í sinni, ella verði órógvaðir, hvørki viðˆ anda, ella viðˆ orði, ella viðˆ brævi sum frá okkum, sum at dagur Christs er fyri hond. (FKJ)

ikki at vera skjótar at lata tykkum gera í ørviti ella ræða, hvørki við nøkrum anda, nakrari talu ella nøkrum brævi - sum skal vera frá okkum - eins og dagur Harrans stóð fyri durunum. (VD)

at tit ikki mega vera so skjótir at lata tykkum vika burtur frá skili ella lata tykkum ræða, hvørki við nøkrum anda ella við nakrari talu ella við nøkrum brævi, sum skuldi tað verið frá okkum, sum at Harrans dagur longu var í hondum. (JD)

Fyrri

Timotheus

3:3

Not given to wine, no striker, not greedy of filthy lucre; but patient, not a brawler, not covetous; (KJB)

Ikki givin til vín, eingin sláari, ikki grádigur eftir skitnum vinningi; men tolinmóðigur, ikki eitt klandursvætti, ikki ágirndarsamur; (FKJ)

ikki drykkjumaður, ikki bardagamaður, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagjarnur. (VD)

ikki tráur eftir víni, ikki eftir bardøgum, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagrammur; (JD)

Fyrri

Timotheus

3:16

And without controversy great is the mystery of godliness: God was manifest in the flesh, justified in the Spirit, seen of angels, preached unto the Gentiles, believed on in the world, received up into glory. (KJB)

Og uttan stríðsmál, mikil er loyndardómur gudiligleikans: Guð varð givin til kennar í kjøtinum, rættvísgjørdur í Andanum, sæddur av einglum, prædikaður Heidningunum, trúðin á í heiminum, móttikin upp inn í dýrd. (FKJ)

Og - sum ein og hvør má sanna - stórt er loyndarmál gudsóttans: Hann, sum varð opinberaður í holdi, rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, prædikaður millum fólkasløg, trúgvin í heiminum, tikin upp í dýrd. (VD)

Og eyðvitað er loyndardómur gudsóttans mikil: Hann, sum varð opinberaður í holdi, varð rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, boðaður heidninga millum, trúgvin í heimi, tikin upp í dýrd. (JD)

Fyrri

Timotheus

6:5

Perverse disputings of men of corrupt minds, and destitute of the truth, supposing that gain is godliness: from such withdraw thyself. (KJB)

Rangvørgir orðadráttir av monnum av spiltum hugum, og eiðasørir fyri sannleikanum, haldandi at vinningur er gudiligleiki: frá slíkum hav teg undan. (FKJ)

støðugt klandur - millum menniskju, sum eru hugspilt og hava mist sannleikan, so tey halda gudsóttan vera vinning. (VD)

íðuligir tvídráttir millum manna, sum eru spiltir í huga og skildir frá sannleikanum, teir sum halda gudsóttan vera ein vinning. (JD)




Halda menn sum hava mist sannleikan, at gudsótti er vinningur ?


↑ Samanber gjølla við King James ↑

Seinni

Timotheus

2:15

Study to shew thyself approved unto God, a workman that needeth not to be ashamed, rightly dividing the word of truth. (KJB)

Studera at sýna teg sjálvan viðurkendan yvirfyri Guði, ein verkamann sum tarvast ikki at skammast, rættliga deilandi sannleiks-orðið. (FKJ)

Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt! (VD)

Legg tær eina við at sýna teg sjálvan sum fullroyndan fyri Guði, ein arbeiðismann, sum ikki tørvar at skammast, sum fer reiðuliga um sannleiksorðið. (JD)

Titus

1:4

To Titus, mine own son after the common faith: Grace, mercy, and peace, from God the Father and the Lord Jesus Christ our Saviour. (KJB)

Til Titusar, míns egna sonar eftir hini felags trúgv: Náði, miskunn, og friður, frá Guði Faðirinum og Harranum Jesusi Christi Frelsara várum. (FKJ)

- til Titus, ektabarn mítt í felags trúgv. Náði og friður frá Gudi Faðir og Kristi Jesusi, Frelsara okkara! (VD)

til Titusar, skilgitna son mín í felags trúgv: Náði og friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, frelsara várum! (JD)

Titus

2:5

To be discreet, chaste, keepers at home, good, obedient to their own husbands, that the word of God be not blasphemed. (KJB)

At vera hóvsamar, kýskar, passarar við hús, góðar, lýdnar fyri sínum egnu ektamonnum, at Guðs orð verði ikki Guðsspottað. (FKJ)

at bera seg sámiliga at, vera reinar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, so orð Guds verður ikki spottað! (VD)

at vera hóvsamar, siðiligar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, fyri at Guðs orð ikki skal verða spottað. (JD)

Philemon

1:25

The grace of our Lord Jesus Christ be with your spirit. Amen. (KJB)

Náði várs Harra Jesu Christs veri við anda tykkara. Amen. (FKJ)

Náði Harra okkara Jesu Krists veri við anda tykkara! (VD)

Náði várs harra Jesu Krists veri við anda tykkara! (JD)

Hebrearar

3:6

But Christ as a son over his own house; whose house are we, if we hold fast the confidence and the rejoicing of the hope firm unto the end. (KJB)

Men Christus sum sonur yvir egna húsi hansara; hvørs hús vit eru, um vit halda fast treystið og fagnaðin av vónini óvikaðum framat endanum. (FKJ)

men Kristus er tað sum Sonur yvir húsi Hansara. Og hús Hansara eru vit - so satt sum vit halda dirvinum og vónini, ið vit rósa okkum av, føstum líka til endan. (VD)


↑ Samanber gjølla við King James ↑

men Kristus er tað eins og sonur yvir húsi hansara; og hús hansara eru vit, so framt vit fasthalda frímóðinum og vónini, sum vit rósa okkum av, óvikaðum líka til endans. (JD)

Hebrearar

3:14

For we are made partakers of Christ, if we hold the beginning of our confidence stedfast unto the end; (KJB)

Tí at vit eru gjørdir luttakarar í Christi, um vit haldi byrjanina av okkara treysti støðufast framat endanum; (FKJ)

Tí vit hava fingið lut við Kristusi, so satt sum vit halda hini fyrstu, fullu vissu okkara óvikaðari líka til endan. (VD)


↑ Samanber gjølla við King James ↑

Tí at vit eru vorðnir luttiknir í Kristi, so framt sum vit fasthalda óvikaðum líka til endans treysti okkara, soleiðis sum tað var í fyrstuni. (JD)

Jácob

5:16

Confess your faults one to another, and pray one for another, that ye may be healed. The effectual fervent prayer of a righteous man availeth much. (KJB)

Játtið tykkara feilir hvør fyri øðrum, og biðjið hvør fyri øðrum, at tit mega verða grøddir. Hin virknaðarsama, inniliga bønin av rættvísum manni megnar mikið. (FKJ)

Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft. (VD)

Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit mega verða grøddir. Megnað bøn av rættvísum manni er mikið ment. (JD)

Fyrri

Pætur

4:1

Forasmuch then as Christ hath suffered for us in the flesh, arm yourselves likewise with the same mind: for he that hath suffered in the flesh hath ceased from sin; (KJB)

Eftirsum tá at Christus hevur liðið fyri okkum í kjøtinum, brynjið tykkum á sama hátt við hinum sama sinni : tí at hann, sum hevur liðið í kjøtinum, er hildin uppat frá synd ; (FKJ)

Táið nú Kristus hevur liðið í holdinum, skulu eisini tit vápna tykkum við sama sinnalagi - tí tann, sum liðið hevur í holdinum, hevur einki at gera við synd longur - (VD)

Við tað at nú Kristus hevur liðið í holdinum, tá vápnið eisini tit tykkum við tí sama sinnalagi, tí at tann, sum hevur liðið í holdinum, er hildin uppat við synd; (JD)

Seinni

Pætur

2:17

These are wells without water, clouds that are carried with a tempest; to whom the mist of darkness is reserved for ever. (KJB)

Hesir eru keldur uttan vatn, skýggj sum verða rikin við einum harðveðri; til hvørja myrkurs disið er goymt um ævir. (FKJ)

Hesi eru vatnleysar keldur, skýggj, ið fúka fyri storminum; niða og nátt eru teimum goymdar. (VD)

Hesir menn eru vatnleysar keldur og toka, sum rekur fyri harðveðri; til teirra er bølamyrkrið goymt. (JD)

Fyrsti

Jóhannes

5:7

For there are three that bear record in heaven, the Father, the Word, and the Holy Ghost: and these three are one. (KJB)

Tí at tað eru tríggir, sum geva frágreiðing í himni, Faðirin, Orðið, og Halgi Andin : og hesir tríggir eru eitt. (FKJ)

Tey eru trý, sum vitna: (VD)

Tí at trý eru tey, sum vitna: (JD)

Fyrsti

Jóhannes

5:8

And there are three that bear witness in earth, the Spirit, and the water, and the blood: and these three agree in one. (KJB)

Og tað eru trý, sum bera vitni á jørð, Andin, og vatnið, og blóðið : og hesi trý semjast í eitt. (FKJ)

Andin, vatnið og blóðið; og hesi trý eru sameind til eitt. (VD)

Andin og vatnið og blóðið, og hesi trý eru sameind til eitt. (JD)

Annar

Jóhannes

1:13

The children of thy elect sister greet thee. Amen. (KJB)

Børnini hjá tíni útvaldu systur lata heilsa tær. Amen. (FKJ)

Børn systur tínar, hinnar útvaldu, lata heilsa tær. (VD)

Børnini hjá systur tíni, hini útvaldu, lata heilsa tær. (JD)

Judas

1:3


Act 14:22

Beloved, when I gave all diligence to write unto you of the common salvation, it was needful for me to write unto you, and exhort you that ye should earnestly contend for the faith which was once delivered unto the saints. (KJB)

Háttelskaðu, tá ið eg veitti allan íðinskap at skriva tykkum um hina felags frelsu, var tað neyðturviligt hjá mær at skriva tykkum, og formana tykkum, at tit skuldu álvarsamligani stríða fyri trúnni, sum varð einaferð fingin teimum heilagu. (FKJ)

Tit elskaðu! Táið mær lá nógv á hjarta at skriva til tykkara um felags frelsu okkara, sá eg meg noyddan at skriva til tykkara við áminning um at berjast fyri trúnni, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur. (VD)


↑ Samanber gjølla við King James ↑

Elskaðu tit; tá ið tað var mær ógvuliga nógv um at gera at skriva til tykkara um okkara felags frelsu, helt eg meg vera noyddan til at skriva til tykkara at minna tykkum um at stríðast fyri teirri trúgv, sum eina ferð fyri allar er fingin hinum heilagu. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

2:15

So hast thou also them that hold the doctrine of the Nicolaitans, which thing I hate. (KJB)

Soleiðis hevurt tú eisini teir sum halda Guðslæru Nicolaiitanna, hvat ting eg hati. (FKJ)

Soleiðis hevur eisini tú nøkur, sum á sama hátt halda fast við læru Nikola'itanna. (VD)

Soleiðis hevur tú eisini slíkar, sum á líkan hátt halda fast við læru Nikolaitanna. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

14:5

And in their mouth was found no guile: for they are without fault before the throne of God. (KJB)

Og í teirra munni fanst einkið fals: tí at teir eru uttan feil frammanfyri hásæti Guðs. (FKJ)

Í munni teirra er eingin lygn funnin - teir eru ólastandi. (VD)

Og í munni teirra var eingin lygn at finna; tí at teir eru lýtaleysir. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

21:24

And the nations of them which are saved shall walk in the light of it: and the kings of the earth do bring their glory and honour into it. (KJB)

Og tjóðirnar av teimum, sum eru frelst, skulu ganga í ljósi hansara : og kongar jarðarinnar bera sína dýrd og heiður inn í hann. (FKJ)

Fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar skulu bera dýrd sína inn í hann. (VD)

Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar bera dýrd sína til hansara. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

22:14

Blessed are they that do his commandments, that they may have right to the tree of life, and may enter in through the gates into the city. (KJB)

Signaðir eru teir sum gera boðini hjá honum, at teir mega hava rætt til lívsins træ, og mega ganga inn gjøgnum portrini inn í staðin. (FKJ)

Sæl eru tey, sum tváa klæði síni, so tey kunnu fáa atgongd til træ lívsins og um portrini ganga inn í staðin! (VD)

Sælir eru teir, sum tváa skikkjur sínar, so at teir mega fáa atgongd at lívsins træi og mega ganga inn um portrini inn í staðin. (JD)

Opinbering

Jóhannesar

22:21

The grace of our Lord Jesus Christ be with you all. Amen. (KJB)

Náði várs Harra Jesu Christs veri við tykkum øllum. Amen. (FKJ)

Náði Harrans Jesusar veri við øllum! (VD)

Náði Harrans Jesu veri við øllum! (JD)






Himin og jørð skulu ganga undir, men orðini hjá mær skulu ikki ganga undir. Matthæus 24:35








© Oddur Berg

E-mail






facebook

FO  DA  EN

King James Bible

Holy Bible

Føroyska King James

S. Højgaard

Týðing

V. Danielsen 49/74

Týðing

J. Dahl / K.O. Viderø

Mat Mar Luk Joh Ger Rom 1Co 2Co Gal Eph Phi Col 1Th 2Th 1Ti 2Ti Tit Phm Heb Jac 1Pe 2Pe 1Jo 2Jo 3Jo Jud Opb

KJB MAINLY


COMPARE


NOT IN KJB

Antioch vs Alexandria - PDF
Heim Hjem KJB - FO KJB - DK Komandi týðingar Frá DK til FO Um so veri

Prenta hava Føroysku King James:
Bearing Precious Seed, Ohio, USA


Føroyska King James - FKJ.FO Bíbliuforrit

Føroyska King James
til Swordsearcher